nordlysid nr 41 2005

16
NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN www.nordlysid.fo TELDUPOSTUR * Oliver Joensen : [email protected] * John William Joensen : [email protected] Hamburgarryggur, pr. kg. .........59,95 Ristorante Pizza, 5 stk. ...........100,00 Ambulansutænasta hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tøttum samstarvið við Atlantic Helicopters Tyrlutænastan hevur havt eitt sera gevandi samstarv við ambulansutænastuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á Tyrlutænastuni. HURÐIN - Jákup Mikkelsen besti málverji 2005 Onki svar fingið enn Sjálvandi væntaði eg ikki svar frá Kl. Kommunu, tí tað fáa bara nøkur fá útvald. Takki fyri siðiliga kjakið í Norðlýsinum og sigur tað mær, at tað ruggar ikki alt rætt innan Býráðsins gátt

Upload: nordlysid

Post on 07-Mar-2016

301 views

Category:

Documents


3 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 41 Fríggjadagin 28. okt. 2005

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 41 2005

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

w w w . n o r d l y s i d . f o

TELDUPOSTUR * Oliver Joensen : [email protected] * John William Joensen : [email protected]

Hamburgarryggur, pr. kg. .........59,95Ristorante Pizza, 5 stk. ...........100,00

Ambulansutænasta hjáKlaksvíkar Sjúkrahúsi í tøttum samstarvið viðAtlantic Helicopters

Tyrlutænastan hevur havt eitt sera gevandi samstarv við ambulansutænastuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi,

sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á Tyrlutænastuni.

HURÐIN- Jákup Mikkelsen besti málverji 2005

Onki svarfingið enn

Sjálvandi væntaði eg ikki svar frá Kl. Kommunu, tí tað fáa bara nøkur fá útvald. Takki fyri siðiliga kjakið í

Norðlýsinum og sigur tað mær, at tað ruggar ikki alt rætt innan Býráðsins gátt

Page 2: Nordlysid nr 41 2005

Teir báðir Peturí Gong og Malvinus

í Gong, reka elektronikkverkstað

og verkstað tilumvælingar av

hvítvørum áBumshamarsvegi 7.

Petur í gong sigur, at teirbyrjaðu í smáum fyriumleið einum ári síðani,og síðani hevur tað vístseg at vundið nógv uppáseg við arbeiði til verksta-ðin.

Malvinus er radiotekni-kari, og hevur eisini arbeittvið umvælingum fyri hvít-vøruhandil í Havn og hesaservisuna hevur MP-Teknikyvirtikið, soleiðis at einstórur partur av arbeiðinumhjá verkstaðnum kemur úrHavn.

Men arbeiðið hevur eisi-ni vundið uppá seg íNorðoyggjum og tá vit umársskiftið eisini keyptuumvælingartól frá AP-Radio, hevur tænastan við-víkjandi sjónvarpum, radioog øðrum eisini vundiðnógv uppá seg. Vit havaeisini tikið okkum avtænastum fyri fólk heimavið hús, har kanska eldrifólk hava ilt við at finnaútav øllum teknikkinum, atstilla inn fyri tey og annaðslíkt.

MP Teknik arbeiðir eisinií hesum døgum við at gera

royndir við "kabel TV", harbrúkarar á ein bíligari háttkunnu fáa fatur á júst tei-mum sjónvarpskanalum teyynskja. Til endamálið havateir útvega sær ein stóranparabol, sum teir skulu gerakanningar við, um hvussunógvar sjónvarpsrásir tilber at taka niður í Klaksvík.

Higartil hava vit ikkigjørt nakað serligt við skipog bátar, men ein lítil byr-

jan er við Auto HIFI , ogeisini HIFI til smærri bátar.Vit eru í holtur við at gera

avtalur á ymiskum økjum,sigur Petur í Gong at endavið Norðlýsið.

2 NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

LEIÐARIN

BRÚDLEYPLeygardagin 26. november kl. 15 giftast

í Glyvra Kirkju, Doretha Hansen, Runavík og Karstin Joensen, Klaksvík.

Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.

Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma,vera vinarliga biðin um at siga frá

á tlf. 448212, 456428 ella 220606 áðrenn18. november. Skipað verður fyri farti

til Klaksvíkar aftana veitsluna.

Elektroniskiverkstaðurin á Bumshamri

Eru vit nógdugnalig atfáa burturúr

tilfeinginum?Tá ið tosað verður um tilfeingið, so verður oftasttosað um fisk og olju, men fjøllini og seyðurin ereisini partur av tilfeingi okkara.Hvørt heyst hesi seinastu árini, hava vit hoyrtbrennistøðirnar lýsa við ymiskum reglum fyrihvussu burturkast av heystinum skal viðfarast.Nógv hevur eisini verið frammi í fjølmiðlunumum skinnini og ullina, sum ið alt ov lítlan munverður gagnnýtt, tað er ein trupulleiki, sum umikki annað, so hevur ljóskastarin verið settur áhetta og harafturat eru tey fleiri, sum royna at gerameira burturúr at fáa ull og skinn til høldar, sjálvtum vit helst kundu verið komin longur á hesumøki.Men framvegis fer ov nógv av slaktinum burtur.Tað er ikki óvanligt, tá menn fletta ídag, at altinnan í seyðinum fer burtur, blóð, vembur, garn-mørar, mørar og annað og hartil er ikki óvanligt atfrætta, at eisini høvdini verða koyrd burtur.Tíðir broytast, tað má man siga, tí hyggur tú niðurí ein av kontainarunum hjá IRF, ið er settur burtu-rav til at taka ímóti "avfalli" frá heystinum, sokanst tú ikki annað enn hugsa um, at meginpar-turin, sum ídag blívur tveittur burtur, bert fyrieinum ella tveimum ættarliðum síðani bleiv gagn-nýtt og tað enntá til matnað.Gamaní eru tíðirnar broyttar. Kvinnurnar gangaikki heima ídag og taka upp til húsarhaldið, og jústtað, at gera bloðpylsu og annars at taka upp eftirheystinum ber helst illa til hjá teim flestu ídag, títað krevur nógva tíð og orku.Men hinvegin áttu vit í nýggju tíðini at funnið nýg-gjar háttir at gagnnýtt tað, ið vælegnað er til mat-nað.Í londunum rundanum okkum hava tey verið dug-nalig í somáta, sjálvt í Danmark ber til at keypablóðpylsu og fyri ikki at tala um Ongland ogSkotland, so hava tey í hesum framkomnuídnaðarlondum eisini megnað at brúka ein stóranpart av hesum tilfeingi, soleiðis at hetta er lættatkomuligur og forkunnugur matur at koma til hjáfamiljuni eisini í 2005.Í mangar mátar eru vit alt ov skjót at gloymanátúrliga virðið í okkara egna tilfeingi. Um vitbara hugsað aftur til kreppuárini her í Klaksvík, sovóru bátabrúgvarnar á Borðoyarvík um at søkka avfólki, bæði fastløntum og øðrum, sum stóðu áseiðabergi og royndu at fáa sær eitt ískoyti tilstrongda húsarhaldið og tað var ikki sørt, at fólksum ikki áður høvdu gjørt knettir og frikadellur,tóku seg saman um at gera eina stóra portión niðurí boksina, og tosað var eisini um, hvussu nógvirmøguleikar lógu í seiðinum til ymiskardøgurðarættir.Men longur vit fara burturfrá slíkum døgurðaræt-tum, verri verður at fáa fólk at eta slíkt og tað erstórt spell.Tí áttu vit nú at fingið eitt kjak um, hvussu vit mil-lum annað fáa brúkt tilfeingið av slaktinum betur.Alt gott um innflutning av matvørum, men vandier eisini í tí valferðini, tað hava vit sæð áður og tíeiga vit eisini at brúka okkara egna, og ikki sumnú, byggja út brennistøðir at taka ímóti slíkumsum vit skylda børnum okkara og komandi ættar-liðum at gagnnýta. nordlysid.fo

Page 3: Nordlysid nr 41 2005

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 3

Ambulansutænasta hjáKlaksvíkar Sjúkrahúsi í tøttum samstarvið við Atlantic HelicoptersTyrlutænastan

hevur havt eitt seragevandi samstarv

við ambulansutæna-stuna hjá

KlaksvíkarSjúkrahúsi, sigur

Hans ErikJakobsen, leiðari á Tyrlutænastuni.

Atlantic Helicopters ervorðið forlongdi armurinhjá ambulansatænastuni áKlaksvíkar Sjúkrahúsi ogharvið hjá føroysku sjú-krahúsunum.

Hans Erik Jakobsensigur, at allir seks bjarga-rarnir hjá AtlanticHelicopters hava verið ávíðkaðum fyrstuhjálpar-skeiði, sum ambulansutæ-nastan hjá KlaksvíkarSjúkrahúsi hevur fyriski-pað undir leiðslu av JógvanJensen og Jóhannes

Nielsen, ið arbeiða undirHeilsustýrinum innan til-búgvingina í Føroyum.

Vit hava ynskt eitt slíktsamstarv, sigur Hans ErikJakobsen tí ein partur avarbeiði okkara er at flúgvafólk, ið eru vorðin sjúk ellakomin til skaða og tað erumráðandi tá, at hava einaskipaða mannagongd.Samarbeiði við ambulans-utænastuna í Klaksvíkundir leiðslu av SørinDjúrhus fyri portørarnar ogKorosh Taheri, yvirlækna,

hevur virkað væl.

Handaðu tyrlunieina akuttaskuTýsdagin vóru vit viðmyndatólinum á tyrlupal-linum, tá Eystein í Løðu,frá Atlantic Helicoptersfekk handaða eina akut-tasku, sum til eina oghvørja tíð skal vera í bjar-gingartyrluni.

Í taskuni er millum annaðútgerð til at geva fólki ilt,fýra sløg av medisini, Súgvat taka eitthvørt úr hálsi-

num á sjúklingum um taðgerst neyðugt, útgerð tilkøling av brandsárum, hál-skragar, bæði til børn ogvaksin, blóðtryst- og iltmá-tari, snøgt sakt alt tað einhevur brúk fyri, sum fyrsturá eitt vanlukkustað.

Alt sum verður brúkt úrakuttaskuni verður neyvtskrásett og KlaksvíkarSjúkrahús stendur fyri atfylla upp í aftur, tað sumverður brúkt, soleiðis attyrlutænastan altíð er klárat vera í fremstu røð við

vanlukkur og sjúkraflutt-ning, tá tað er neyðugt.

Av KlaksvíkarSjúkrahúsi frætta vitannars, at AtlanticHelicopters og KlaksvíkarSjúkrahús arbeiða við atformalisera samstarvi, títað er neyðugt, at fólk íambulansutænastuni fram-haldandi fáa eftirútbúg-ving, og her er ætlanin,eisini at taka bjargingarm-anningina hjá AtlanticHelicopters uppí.

Sølustevnan 2005Í døgunum 26. og 27. november, skipar

Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri fjøltáttaðarisølustevnu í Ítróttarhøllini í Klaksvík.Á sølustevnuni verða nógvir ymiskir

handlar og virkir og eins og árini frammanundan verður eisini

undirhald og framsýningar á pallinum.

Ætlanin er at skipa sølustevnunina nakað øðrvísi enn árini frammanundan

og skráin fyri stevnuna verður tí helstmeiri fjøltattað enn áður sæð.

Enn eru pláss eftir til básar, og áhugaði biðjast tí siga frá skjótast tilber um luttøku.

Samskipari er Rani Nolsøe, menningarstjóri, og er hann

at hitta á tlf. 210610.

KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG

Page 4: Nordlysid nr 41 2005

Sjálvandi væntaðieg ikki svar frá Kl.Kommunu, tí taðfáa bara nøkur fáútvald. Takki fyrisiðiliga kjakið íNorðlýsinum ogsigur tað mær, at

tað ruggar ikki altrætt innan

Býráðsins gátt.

Vit vóru teir fyrstu á øki-num við Borðoyavík, távar tað langt uttanfyribýin, seinni eru so sethúskomin og fyri nøkrumárum síðani, bleiv granninhjá okkum eitt ídnaðarøki.Kann onkur fortelja mær,hvat er eitt ídnaðarøki?Og hvørjar treytir fylgjavið, tá ið ein keypir eittgrundstykki fráKommununi á einumídnaðarøki?. Teir sum núhava keypt stykkið ímil-lum Spinnaríið og vegin áBorðoyavík, vita teir av,at stykkið hjá teimummøguliga er ov lítið til atbyggja á? ella ætlarBýráðið enn einaferð, atsnúgva seg undan tí spur-ninginum.

Eg kann upplýsa, atBýráðið hevur brúkt 10 talsmilliónir uppá at gera ídna-ðarøkið byggiklárt, og teir

hava aftaná brúkt fleiri mil-liónir til at fríðka um økið,fyri at gera tað so gott fyrinýggju eigarunum at virkahar uppi. Men teir fyrstu,sum komu á økið og bygduá økinum, hava teir ikkibrúkt eitt oyra uppá, uttanein garð ímillum Spinnaríiðog Bilverkstaðið hjá JohnHeinesen, harTimburhandilin betalti til-farið og Komunan gjørdi

arbeiðið. Nú veit eg ikki,um teir nýggju eigararnirhava fingið somu treytir,sum vit fingu, men tað erkappingaravlagandi, at teirsum vit skuldu kappast við,fáa alt gjørt fyri borgaranspenging, og vit sum vóru áøkinum fyrst, illa nokk fáaein veg til økið. SettiBýráðnum nakrar spur-ningar tann 20. sept. í ár,nei heldur ikki har, havi eg

fingið nakað svar.Spurningarnir vóru hesir:

Hví Steinbjørn Jacobsennú hevur selt stykkið tilannan keypara:

1. Sagt varð, at vitskuldu fundast aftur, tá iðBýráðið var til reiðar viðtekning og tilboði. Nærverður tann fundurin?

2. Hví hevurTimburhandilin ikki fingið

bjóðað stykkið niðanfyrimatr. 881 til keyps, táBýráðið veit, at vit havatekning liggjandi inni íBýráðnum.

3. Veit næstan heiltvíst, at KlaksvíkarTimburhandil hevur fingiðlovað forkeypsrætt til styk-kið niðanfyri Sprinnaríið

4 NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Onki svar fingið enn

Page 5: Nordlysid nr 41 2005

fyri dagsprísin tá. 4. Hevur Klaksvíkar

Kommuna ongan áhuga í atKlaksvíkar Timburhandileisini kann menna seg áøkinum við Borðoyavík.

5. Hví hava vit ongainnkoyring til høllina viðBorðoyavík.

6. Eru okkara pengarikki líka nógv verdir, sumpengarnir hjá hinum keypa-runum.

Ein annar spurningurkann man nú seta. Hvíbleiv hetta stykkið ikki lýsttil sølu?

Vit hava fingið innlit ímálið og taka vit árini frá2001 til dags dato, so síggjatit gongdin niðanfyri.

Haldi sjálvur, at vit havaverið sera illa behandlaðirav Kommununi ,og taðhevur havt stóran leiklut í,at vit hava selt KlaksvíkarTimburhandilin til aðrar atreka. Í longdini tímir einikki at virka, har tað skínirso væl ígjøgnum, hvønnKommunan arbeiðir fyri.Hygg eisini eftir stykkinumá Stongunum. Alt gjørt fyrigrannan fyri sunnan og hjáKlaksvíkar Timburhandlieinki gjørt, men tað verðurgjørt, tá ið ein trailari feroman av, tá vakna teir. Harer ongin forðing fyri, og ertað ein deyðsfella, tá iðtveir stórir bilar møtast íhálku á Stangavegnum harein lyktapeli stendur næs-tan mitt á vegnum, og einav bilunum má víkja.Bilurin hevur ongan annanmøguleika, enn at rennaseg omanav, mitt í eitt par-keringspláss ella ein handil.Hugsið um tað, áðrenn taðverður ov seint, men núhavi eg enn einaferð áváratykkum.

Símun á HøvdanumHvat við stykkinum í

vestaru síðu

Fyri nøkrum árum síðani,varð nógv skrivað um økiðvið vesturu síðu, harEystlaks helt til, at tað vareitt fiskiøki og tað bara varloyvi at virka fisk á øki-num. Tey flestu av bløðu-num í Føroyum skrivaðugreinar upp og niður ummálið, har ein borgari hevðihug at gera eitt bilverkstað íDáva virkinum. Stórt rum-bul stóð av hesum, menseinni, hevur KBI havthandil á økinum í fleiri ár,og nú er eitt lastbilaverk-

stað á økinum. Er byggi-samtyktin á økinum broytt?

Havi eisini hoyrt, at fleirisum høvdu hug at byggja

omanfyri Skipafelagiðhava fingið noktandi svar,fyri at byggja á økinum, títað skuldi brúkast til rund-koyring og parkeringspláss.Havi eisini sæð bræv fráeinum umsøkjara, harSteinbjørn Jacobsen hevurskrivað undir og giviðumsøkjaranum noktandisvar. Hvussu kann tað beratil, at nú kann byggjast ásama stykkið og er taðstykkið lýst til sølu?

Símun á Høvdanum

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 5

w w w . n o r d l y s i d . f o

Hús í Klaksvík til søluOgnin Heygavegur 67

við ástandandisethúsum og hjalli til sølu um

hóskandi boð fæst.

Matr. Nr.1421a,

Grundøki:722 m2

Húsini eru í trimun hæddum á 102 m2.

Sjálvstøðug íbúð er í kjallaranum.

TLF 455007

Page 6: Nordlysid nr 41 2005

6 NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Ævisøga hjábróðurkonu

Osama Bin Laden.

Um børn og ung, sumikki eru virkin ískúlanum ella

í frítíðini.

Nýggj bók við hekliuppskriftum.

Um seks børn, sumflýggja úr Tibet, upp um fjøllini í Himaleia.

Bók, ið hjálpir tí, sum ynskir broytingar

í lívinum og at fáa betri lívsvirði.

Ævisøga um kendalistamannin

Peder SeverinKrøyer.

Spennandi bók til allar hestaánarar.

Savn við flestuav sangunum

hjá Paul Simon.

Nýggjar bøkur ábókasavninum

Dansifelagið undirvetrarskránna

Hóast undirtøkanhjá KlaksvíkarDansifelag, til

føroyska dansin ergóð, vilja vit gjarnahava fleiri dansarar,

sigur Heini Mohrfrá Dansifelagnum

við Norðlýsið.

Í strembanini eftir fleiridansarum, skipaði dansi-felagið fyri einum hugna-kvøldið í skálanum, harøll bygdafeløgini íNorðoyggjum vórðuboðin við.

Kvøldið var sera hugna-ligt og umframt at dansife-lagið legði fram ætlanirsínar, var sungið úr FøroyaFólks, etið og síðani varðfarið upp á gólv.

Heini Mohr sigur, at stakhugaligt var at síggja fólksaman, frá teim ymiskubygdafeløgunum úr

Norðoyggjum og at dansi-felagið nú vónar at fleiri avhesum fara at møta upp tildansikvøldið sunnukvøld.Klaksvíkar Dansifelag erfyri allar norðoyggjar, tí tað

verður valla so at vit fáafleiri dansifeløg at standasaman um føroyska dansin,tí halda vit tað vera eitt gotthugskot at gera neyvt sam-starv við bygdafeløgini í

norðoyggjum, soleiðis atføroyski dansurin í norð-oyggjum kann vera so vælsamanskipaður sum gjør-ligt.

Dansað verður hvørt sun-

nukvøld, har børnini byrjakl. 20.00 og tey vaksnu kl.21.00.

Komandi sunnukvøldhava vit 20 tey fyrstu ørin-dini av Gretturskvæðnum.

Vit hava ætlanir um einíslandstúr í 2006 ella 2007og tí verður longu nú fariðundir at fyrireikað okkumtil hesa ferðina viðGretturskvæðnum.

6. november er ætlanin atbørnini, sum vóru íFinlandi í summar, skulugreiða okkum frá túrinumog 19. november verðurskipað fyri hugnakvøldi viðbrasaðum rivum. 11.desember er seinasta dansi-kvøldið undan jólum og táverður skipað fyri jólahug-na.

Øll, ið hava hug at dansaføroyskan dans eru vælko-min at møta upp íSkálanum sunnukvøld,sigur Heini Mohr at enda.

Page 7: Nordlysid nr 41 2005

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 7

Page 8: Nordlysid nr 41 2005

8 NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Page 9: Nordlysid nr 41 2005

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 9

Page 10: Nordlysid nr 41 2005

10 NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Tillukku Allan

Allan Mørkøre skoraði 11 mál fyri B36 og var sostatt toppskoraðari hjá B36 í ár.

LANDSFUNDURSJÁLVSTÝRISFLOKSINS

Verður á Restaurant Fortuna í KlaksvíkLeygardagin 29.oktobur 2005.

Kl. 10:30 Aðalfundur

Kl. 12:15 Ábit

Kl. 13:30 Politiskt orðaskifti

Kl. 15:30 Gestarøðari:

Kári Petersen búskaparfr.Kapitalur og eigaraviðurskifti í vínnulívinum,

og búskparligu árinini av útlendskum kapitali.

Kl. 19:00 Døgurði.

Øll Sjálvstýrissinnaði eru vælkomin.

SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN

Page 11: Nordlysid nr 41 2005

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 11

KÍ skoraði fleiri mál enn B36

Sambært hagtøl-unum skoraði HB(66 mál) næstan

tvífalt fleiri mál ennB36 og KÍ (40 mál)

sum endaði á sjeynda plássi

skoraði tvey málfleiri enn B36

(38 mál).

Nú landskappingin í fót-bólti er liðug er áhugavertat hyggja í hagtølini fyriFormuladeildina.

Jákup Mikkelsen munurin!Nógv hevur verið tosaðum at KÍ manglar ein mál-skjútta, men skulu vitbrúka hagtølini so tykisthetta ikki vera rætt tá KÌjú skoraði tvey mál fleirienn føroyameistararnir,sum tó vóru heili 29 stigframmanfyri KÍ tá kap-pingin endaði.

Svarið finna vit í tølu-num fyri tapt mál, og ersæst eisini hvussu B36endaði fremst.

Einans 17 mál í 27 dys-tum fóru inn um hjá JákupiMikkelsen í B36 málinum.

Jákup hevur megnað at

hildið tætt í næstan øðrumhvørjum dysti. Hagtølinisiga at í 12 dystum er einkimál farið ígjøgnum hjáJákupi so tað er eingin ivium at hann hevur havtavgerandi týdning fyriúrslitið hjá B36.

Týdningarmikið at havagóða verjuSamanbera vit so verjur-nar so síggja vit at Skálahevur latið næstan tvífaltso nógv mál inn sum B36(30 t.mál) og HB hevurlatið 35 mál til mótstøðu-lið. Taka vit so KÍ, sum

endaði á sjeynda plássið, sofóru heili 52 mál inn íhvít/bláu meskarnar. Taðmá sigast at vera langt lopfrá hesum og so til tey 17málini sum B36 verjannoyddist lata fara afturumseg.Umskrivað hagtøl

Um vit seta liðini upp eftirhvør íð hevur skorað flestmál so sær úrslitið avFormuladeildini soleiðisút.Nr. 01 HB 66 málNr. 02 NSÍ 58 málNr. 03 Skála 55 málNr. 04 EB/Str. 48 málNr. 05 KÍ 40 málNr. 06 B36 38 málNr. 07 VB 36 málNr. 08 GÍ 35 málNr. 09 ÍF 32 málNr. 10 TB 26 mál

Álopið hjá TBov vánaligtUm vit so arbeiða meiravið hagtølunum so ereingin ivi um at orsøkin tilat eitt nú TB flytur niður í2.deild er at teir hava sko-rða ov lítið, tí um vit hyg-gja eftir minus málunum,tvs. mál sum einstøkuliðini hava latið inn í egiðmál, so er TB nr. 5 á lista-num og tí má sigast at ver-jan hjá TB stendur segvæl um samanborið verð-ur við hini liðini íFormuladeildini.

Umroknað hagtølÚrslit um kappingin verð-ur útroknað soleiðis at teysum hava tapt minst máleru ovast á listanum.

Nr. 01 B36 - 17 málNr. 02 Skála - 30 málNr. 03 HB - 35 málNr. 03 EB/Str. - 35 málNr. 05 NSÍ - 44 málNr. 06 TB - 49 málNr. 07 KÍ - 52 málNr. 08 VB - 57 málNr. 08 ÍF - 57 málNr. 10 GÍ - 58 mál

Besta liðið vannHagtøl kunnu snarastymsar vegir, men tað erustigini sum telja og hergjørdist B36 vinnarin sumfór av stað við FM-heiti-num 2005. Hetta var eisi-ni fult uppiborið tí hóastteir ikki skoraðu so nógvmál sum eitt nú HB sodugdu teir at halda tætt ogtí vóru teir besta liðið2005.

TB hinvegin dugdi eisiniat halda tætt, og lótu færrimál fara inn enn KÍ, VB, ÌFog GÍ men teir vóru ov vei-kir í hinum endanum og tínoyðast teir tað tungu leiðvið einvegis ferðaseðliniður í 2.deild.

jwj

KÍararnir leiktu við syrgibindi leygardagin til minnis um Jákup Paula Sundskarð.Hann hevur verið nevndarlimur í Klaksvíkar Ítróttarfelag og var fastur innkrevjari

til heimadystirnar. Hann var eisini mintur við tøgn undan dystinum.

Page 12: Nordlysid nr 41 2005

12 NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

HURÐIN - Jákup Mikkelsen

Í 27 dystum latJákup Mikkelsen

einans 17 mál farainnum og tí er B36

føroyameistari 2005

Hóast HB skoraði tvífaltso nógv mál sum B36 sovar hetta ikki nóg mikið tíB36 átti munin við lands-liðsmálverjanum, fyrrve-randi VB leikarin (Vágs-heyggja Bóltfelag) JákupMikkelsen.

Hann hevur megnað athildi mótstøðuliðini burturfrá fatinum í 12 dystum í árog tí kann hann av røttumkallast "Mr. Clean Sheet"sum tað rópast á fótbólts-sprogi.

Góðar viðleikararTá undirritaði ringdi tilJákup og ynsktu honumtillukku við meistaraheiti-num, takkaði hann fyri ogvar sera væl nøgdur.- Tað hevur gingið seravæl hjá liðnum í ár ogeisini havi eg verið soheppin at kunna spæltuttan skaðar og hevurhetta havt sera stóran týd-ning.

- Tá eg byrjaði í B36kendu vit ikki serliga vælhvønn annan og tí var altgjørt fyri at vísa, at einkundi brúkast og tá tað eisi-ni gekk væl í fyrstu dystu-num, skaptist eitt álit mil-lum okkum í verjuni og tíhevur tað gingið so væl í ár.

- Eg haldi fyrst og fremstat vit hava havt eina seragóða verju. PólTorsteinsson hevur stýrtverjuni væl og hóast taðhevur verið ein ávís útskif-ting av leikarum, so eruallir komnir væl frá tí og vithava havt sera gott fólk íverjuni.

- Tað er bert Skála sumhevur megnað at fingiðfleiri enn eitt mál mótiokkum í ár.

Jákup er væl fyriSpurdur um hann er beturfyri í ár enn hann var í fjørtá hann spældi við KÍ,

svarar hann játtandi.- Tá eg byrjaði at venja

við KÍ í fjør fekk eg skaðasum gjørdi at eg ikki kundivera við í uppstartinum.Eisini fekk eg fipurspreing-ing mitt í kappingarárinumsum gjørdi at eg eisini mistionkrar dystir.

- Í ár havi eg havt onkrarsmærri skaðar men teirhava als ikki nerva og tíhavi eg kunna spælt altkappingarárið og havi tíeisini verið munandi betrifyri.

Hóast Jákup ikki vilsiga tað sjálvur so fara vitá Norðlýsinum at staðfes-ta at Jákup Mikkelsenuttan iva er munurin sumbar B36 á mál í ár.

Í 12 landskappingar dys-tum hevur hann megnað athildið mótstøðuliðini bur-tur og tí kann hann av son-num kallast Mr. CleanSheet.

Ein av fyrstu málverju-num í KÍ sum var framúr-góður. Hann var nevndurKarl í Norðurstovu og summálverji fekk hann eyknev-ni “Hurðin”, tí eingin fekkbóltin inn um, og tí er hettakanska besta føroyska hei-tið ein málverji kann fáa.

So í 2005 fara vit atútnevna Jákup Mikkelsentil ársins hurð.

Tillukku Jákup

NorðlýsiðJohn W. Joensen

Karl í Norðurstovu (Karl A. Joensen) er nr. 2frá vinstru í miðraðnum á myndini. Hann var framúrgóður málverji og varð nevdur “Hurðin”millum leikararnar.

Her er KÍ liðið avmynda suðuri í Havn í 1911.

Standandi frá vinstru: Mourits Winther, Richard Joensen,Einar Waag, Kristian Olsen.Mittasta rað frá vinstru: Martin Gregersen, Karl A. Joensen,Sofus Larsen og Jákup Joensen.Sitandi frá vinstru:´Jákup Vitalis og Hans Waag.

Page 13: Nordlysid nr 41 2005

er skotsmáliJákup Mikkelsenfær frá kenda KÍmálverjanum sum

vann FM fleiri ferðir í 50-unum,

Karl Isaksen

Karl Isaksen spældi fyr-stuferð á KÍ liðinum í1949 og sambart honumvar hann seinastu ferðinavið í dysti í 1963, mensíðani hevur hann veriðein av trúgvastu KÍ við-haldsmonnunum. Sterkarøddin hjá Karl er framve-gis eyðkend tá KÍ spælir,og tað kemur fyri at onkurglósan fellur tá KÍ ararnirikki liva upp til tað teireiga.

- Eg má siga at JákupMikkelsen uttan iva er bestiføroyski málverjin.

- Hann er kvikur, hevursterkar hendur og góðanheys. Hetta er serliga taðsum skal til fyri at veragóður málverji og hesareginleikarnar hevur hann.

- Eg spældi saman viðpápa hansara, sum var einframúr vongur, men sjál-vandi ber ikki til at saman-

bera umstøðurnar hjáokkum við tær sum eru ídag.

Bólturin loðinTey sum minnast Karlsum málverja siga at hannhevði framúr góða evni,men sjálvur vil Karl einkisiga um hetta.

- Tá vit spældu var undir-lagið grót og ikki kunst-græs og tí var ikki sørt atein skurðslaði seg illa.Harafturat vóru bóltarnirsera tungir og samanboriðvið dagin í dag so haldi egikki at eg fari skeivur tá egsigi at lissan, sum bóltarnirtá høvdu, vigaði meira enn

bóltarnir teir brúka í dag.- Eg var heldur tungur

sum málverji men tað pas-saði sera væl til teir tungubóltarnar sum vit brúktu tá.Bóltarnir vóru eisini seraymiskir. Summir vóru ræt-tuliga loðnir meðan aðrartíðir vóru teir sera glattir.Um tú vart so óheppin atskalla bóltin var ein um atmissa vitið og tað mól fyrieinum.

Ikki fara ov langt útSum vit byrjaðu í greininiso er Karl ein trúgvur við-haldsmaður sum ikki hel-dur seg aftur við at sigasína meining tá dystur er.

- Mær dámar ikki at síg-gja málverjar koma ovlangt út úr málinum. Tá egsíggið hetta plagi eg at latateir vita av hesum, tí bóltar-nir í dag eru so lættir at lei-karar kunnu frá miðjunilyfta bóltin í málið. Eisini

kendir málverjar úti í heimihava feilin við at fara ovlangt út úr málinum.

Ynskir Jákupi alt tað besta- Eg má bara siga alt gottum Jákup tí hann er okka-ra besti málverji. Tí farieg eisini at ynskja honumhjartaliga tillukku viðmeistaraheitinum og einagóða framtíð.

- Eg havi sæð hann spæltí donsku kappingin ogeingin hevur umboðaføroyskan fótbólt so vælsum Jákup.

jwj

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 13

Karl Isaksen, kendur KÍ málverji um Jákup

Kvikur, sterkar hendur og góðan heys

Besti føroyski málverjin nakrantíð, Jógvan Linklett, sigur soleiðis um Jákup:

Tað er ein fragd at síggja Jákup spæla

Hann er sterkur ínærdystum og so

fylgir hann sera vælvið í spælinum,sigur Jógvan

Linklett sum eisinier ein av fyrimyndu-

num hjá JákupMikkelsen

Jógvan Linklett var stórastjørnan á føroyska lands-liðnum og í KÍ, serliga í80 unum.

Hann verður mettur atvera besti málverjinnakrantíð í Føroyum, mensjálvur heldur Jógvan at taðvóru nógvir aðrir góðirmálverjar.

- Tá eg byrjaði at spælaátti HB ein góðan málverja

í Regin Árting og eisiniGordon hjá TB var framúrgóður.

Jógvan um Jákup.Spurdur um hvat hannheldur um JákupMikkelsen, er hann serapositivur og metir Jákupvera ein tann besta føroys-ka málverjan.

- Mær dámar sera væl stí-lin hjá Jákupi í málinum.Tað sást á honum at hannhevur tamarhald á støðuniog harafturat hevur hannaltíð verið ein sera seriøsurleikari.

- Tað sum kanska serligaeyðmerkir Jákup er hansarastóri áhugi fyri fótbóltsspæ-linum og tí verður hannroknaður sum partur avverjuni og ikki einans sumein málverji.

- Hann lesir spælið seravæl av og so hevur hann

eginleikar at spæla langarsendingar fram til áleypar-nar og er soleiðis eisini viðtil at stuðla álopspartinum.

- Kroppsliga er hann seravæl fyri og tað kemur fyrstog fremst tí at hann altíðhevur verið seriøsur ítrót-tarmaður.

Jákup millum føroya bestuJógvan Linklett heldur atJákup uttan iva er millumbestu málverjar nakrantíðí føroysku kappingini.

- Eg hevði sum sagt fleirifyrimyndir tá eg spældi ogeg haldi at Jákup er einslíka góður sum teir vóru.Eg haldi eisini at Bjarni íVB málinum hevur gjørttað væl tí hann hevur veriðundir stórum trýsti í ár.

Jákup á Landsliðnum- Eg havi ikki sjálvur sæð

Jákup spælt í ár, men eghavi sjálvandi fylgt lands-liðnum og hóast vit min-nast onkran keðiligan brø-lara, sum allir málmenn júgera av og á, so haldi eg attær nógvu og áhaldandigóðu bjargingarnar teljameira.

- Styrkin hjá Jákup eruttan yva í nærdystunum.

Góða verju.- Fyri at hava ein góðanmálverja krevst ein góðverja tí hesi hanga saman.

- Málverjin og verjanstyrkja hvønn annan einsog tey kunnu niðurbrótahvønn annan. Eg trúgvi atB36 hevur havt eina góðaverju í ár og hetta hevurverið við til at gjørt Jákupenn betri.

FramtíðinVit spurdu Jógvan um

hann vildi geva Jákupinøkur góð ráð, men hannbar seg undan.

- Eg dugi ikki at síggjanakra orsøk til at Jákup ikkikann spæla fleiri ár afturatum hann framvegis verðurskaða fríur. Men eldri eingerst, meiri venjing skal tilog tí vóni eg at hann meg-nar at halda geistin uppi.

- Eldri málverjar gerastmeira gleði fáa teir av ruti-nuni og tí ger tað einki atskjótleikin hvørvur, tá pla-seringsevnini samstundisbatna.

jwj

Tveir kendir KÍ-arar Jógvan Linklett og Bigge

KÍ hetjurnar, Karl Isaksen og Karl Monrad vóru við til at vinna fleiri meistaraheiti í 50unum.

Page 14: Nordlysid nr 41 2005

14 NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Bil og Bussupp til

10 ferðandi

UNDIR NEYSTUNUMUNDIR NEYSTUNUM

Alt fyri-fallandi

gravi arbeiðiverður gjørt

við lítlarigravu-

maskinuTlf. 213600

BILUR TIL SØLUPeugeot 406 ('98)

diesel. Nýsproytaður, gráður.Til sølu vegna flyting.

Tlf. 229058

Til søluEin skootari í fínasta

standi til sølu fyri umleið5000-6000 krónur.

Tlf. 443515ella 580211

NeystagrundHevur tú ynski um atogna tær eina neysta-

grund á Strond, so kansttú ringja

tlf. 227299

PensionistafelagiðHugni

hevur mattombola í skó-tahúsinum leygardagin

29/10 kl. 10.00.Tikið verður ímjóti lutum

fríggjakvøldið 28/10 frá kl. 18 til 20.

Nevndin

KettlingarKettan hjá mær fekk

kettlingar, sum nú eru 12 vikur. Vilt tú eiga ein

ella tveir! Ring átlf. 251611

Keyboard til søluYamaha Motif/ synthe-

sizari við stativi, pedal ogzipdrev, til sølu fyri15.000 kr. Nýprísur

28.000. 4 ára gamalt.David 224134

ÍbúðUngt lesandi par søkir

íbúð til leigu í Klaksvík.Roykja ikki, fara væl um

og gjalda til tíðina.Ring tlf. 227637

MØBLAR TIL SØLUSofasett 3+2+1,

eitt sofa borð og einreol veggur í trimum

pørtum til sølu.tlf 456594 ella 756594

Kalvahøvdkunnu fáast við

at ringja átlf. 503301

KoyrikortNýtt skeið til persónbil

byrjar mánadagin23/10-05.

Um tit fylla í januar,kunnu tit byrja nú.

Akskúli Føroyav/Manni Høgnesen

Tlf. 777777&

Jensen's Koyriskúliv/Olgu Jensen

Tlf. 216667

Elverkfrøðingarsøkjast til

Elfelagið SEVEitt fast starv og eitt tíðaravmarkað starvsum elverkfrøðingur eru leys at seta.

Meðan fasta starvið ikki er avmarkað í tíð,verður avloysarastarvið at seta til 1. sep-tember 2006 fyri verkfrøðing í farloyvi.

STARVIÐ:Talan er um størv innan býtisvirkini hjá SEV,sum umfata linjukervið, trafostøðir, innleg-gingar-eftirlit o.a. kring landið.

FØRLEIKAKRØV:Kravt verður, at umsøkjararnir hava elektro-verkfrøðingaprógv. Tað er ikki ein treyt, menfyrimunur, at viðkomandi hava arbeiðsroyn-dir innan nevnda arbeiðsøki.

SETANARTREYTIR:Størvini verða lønt sambært sáttmála mil-lum Føroya Verkfrøðingafelag og Fíggjar-málaráðið.Tey, ið sett verða, skulu kunna góðtaka atverða flutt millum ymiskar uppgávur innanbýtisvirkini og at skula ferðast kring landiðeftir tørvi, við tað at býtisvirkini hjá SEV erukring alt landið.Arbeiðsstaðið er í Tórshavn, og verðurarbeitt á og út frá hesum arbeiðsstaði.

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáastvið at venda sær til Klæmint Weihe, stjóraella Finn Jakobsen, deildarstjóra, báðir á tlf.346800.

Umsóknir skulu saman við prógvum ogmøguligum ummælum sendast elfelagnumSEV, Postrúm 319, FO-110 Tórshavn, ogskulu vera SEV í hendi í seinasta lagi tann15. november 2005.

Tórshavn, tann 26. oktober 2005.

ELFELAGIÐ SEV

NorðoyaFornminnasavn

Frá 1. november til 15. mai verðurøll avgreiðsla á savninum bert mánadag kl. 9 - 16.

Tlf./Fax: 456287, E-post: [email protected].

NORÐOYA FORNMINNASAVN

HaruhagiHagin Fyri Norðan í

kunoy, verður seldur tilharuskjóting,á uppiboði í Kunoy leygarkvøldið

29. oktober kl. 19.Hagastýrið

Hús til leiguHúsini Undir Hálsi 53

til leigu.Tlf. 456920 ella 216121

Útróðrarbátur til søluM/B Reynir, 18,6 tons til sølu.

TLF. 752082 ELLA 452082

HaruhagiHagin Fyri Norðan í

kunoy, verður seldur tilharuskjóting,á uppiboði í

Kunoy leygarkvøldið 29. oktober kl. 19.

Hagastýrið

Hús til leiguHúsini Undir Hálsi 53

til leigu.Tlf. 456920ella 216121

www.nordlysid.foTíðindi hvønn dag!!

Page 15: Nordlysid nr 41 2005

Fríggjakvøldið 28. okto-ber kl. 18:30 verðurevniskvøld í Atlantis íKlaksvík. Yvirskriftinhetta kvøldið verður:"Týdningurin av útbúg-ving í tí føroyska samfe-lagnum". Endamálið viðtiltakinum er at kunna um,hvussu umráðandi útbúg-ving er fyri framburði.Tað er Unga Sjálvstýrið,

sum skipar fyri tiltaki-num.

Sum øllum kunnugt,gongur menningin av sam-felagnum við einari rúkandiferð, og tí er tað altumrá-ðandi, at vit, sum ung eru,eru við til at menna hettasamfelag. Útbúgving erlongu blivin ein týðandipartur fyri, at tú skalt kunnagera tína ávirkan, og tað er

við hesum fyri eyga, at til-takið verður skipað.

Røðari verður Johnny íGrótinum, sum er uppvak-sin í Klaksvík, og hevurlisið cand. Mag. íDanmark. Í dag er hannformaður í búskaparráð-num.

Eftir tiltakið verður bjó-ðað til kaffi og køkur.Eisini er møguleiki fyri at

síggja málningar eftir JanNystrøm.

Øll eru meiri enn hjartali-ga vælkomin, hóast atevnið vendir sær mest tiltey ungum. Tiltakið kostarkr. 0,- (einki).

Jógvan Skorheimformaður

í Unga Sjálvstýrinum

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 15

ALLAR LÝSINGAR Í TEIGINUM »UNDIR NEYSTUNUM« KOMA TVÆR FERÐIR Í BLAÐIÐ. LÝSINGARNAR VIÐ GRÁUM BOTNI, ERU Í BLAÐNUM FYRI AÐRUFERÐ.

L Ý S I N G A R T E K S T U R

Seinasta freist fyri lýsingar er týsdag kl. 16.00

S E N T H E V U R

Merkið brævbjálvan »Undir neystunum«

Sendið hann til: Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík

Navn:Bústaður:Bygd/býur:Tlf.:

L Ý S I N G A R T R E Y T I R

Í mestalagið 40 orð. Bert ein lutur í hvørjari lýsing.Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virkigjalda vanligan lýsingarprís. Teigurin er ókeypisfyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingaroman fyri hesa upphædd og bill. merk. kosta 100kr. hvørja ferð. Fyri lýsing við fleiri enn 40 orðum,er vanligur prísur galdandi. Lýsingin skal verðaskrivað á henda seðil og verða klipt úr einum Norð-lýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verðasendar okkum ígjøgnum fax ella eru skrivaðar ákopi, er vanligur lýsingarprísur kr. 100,- galdandi.

V I N A R L I G A S E T I Ð M Æ R H E S A L Ý S I N G Í B L A Ð I Ð T V Æ R F E R Ð I R

UNDIR NEYSTUNUMUNDIR NEYSTUNUM

Evniskvøld í Atlantis

The 40 year-old Virgin

MadagascarSlag:

Teknifilmur Longd:86 min.

Aldursmark:EinkiTala:

DansktKostn.:kr. 55,-

Madagascar: verður"møguliga" sýndur frá02.11.05 til 06.11.05

Slag : SkemtifilmurLongd : 116 min. Aldursmark : 12 árLeikarar: ElizabethBanks, Steve Carell,Catherine Keener, JaneLynch, Paul Rudd.

The 40 Year-old Virgin:verður sýndur frá26.10.05 til 30.10.05

Mik. kl. 22:00. Hós. kl.21:00. Frí. kl. 22:00. Ley.og Sunn. kl. 21:00

The 40 Year-old Virgin:Tað er ikki nakað, sumhann gongur og reyparum. Faktiskt er AndyStitzer ein rættuligabeskeðin og undirgivinmaður, sum er væl dám-dur millum starvsfelagar-nar... tað vil siga at í besta

føri halda teir hann verakeðiligan, og í ringastaføri hava teir illgruna um

at hann møguliga er einhóp drápsmaður. Mensannleikin er, at hann er

40 ár og framvegis jom-frú. Tá hesin óhepni sann-leiki gongur upp fyri

starvsfelagarnir Jay,David og Cal, avgera teirsína millum, at hetta ernakað teir mugu rættauppá. Harvið kemur neyð-ars Andy út eitt ótali avpínligum hendingum,men teir verja heldur ikkiseg sjálvar serliga væl tátað kemur til andstyggiligmistøk yvirfyri hinumkyninum. Um Andy baraklára at minnast nakrareinfaldar reklar, so gongurtað nokk: Tað er okay atroyna at drekka eina gentufulla – bara ikki so fulla athon spýr, áðrenn... Túskalt ikki fortelja nakaðum teg sjálvan – baraspyr, so siga tær rest. Ogfortel aldrin, aldrin í verð-ini, at tú ert ein 40-áragomul jomfrú.

Page 16: Nordlysid nr 41 2005

Broytingartíðir á veg!Á fundi, sum men-ningardeildin hjá

Klaksvíkar kommu-nu skipaði fyri

mánakvøldið, hevðistjórin í

Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, eittáhugavert uppleggum altjóðagerðina

og ávirkanina áFøroyar.

Jan vísti á, at altjóðagerð-in er sett í gongd kollvel-tandi flutninginum viðbingjum, bíligari ogeffektivari ferðafólkaflut-ningi og so kollveltandisamskiftið yvir alnótina(IP tele, e-mails, wwwo.s.fr.).

Nýggju møguleikarnirhava fingið vinnuna athugsa um allan heimin sumteirra heimamarknað. Tærkeypa rávørur um allanheim og framleiða har bes-tar umstøður eru.

Tey londini sum taka lut íaltjóðagerðini hava stóranbúskaparvøkstur.

Stjórin í Vinnuhúsinumvísti á, at hinvegin havalondini í Afrika, sum part-víst sjálvi hava byrgt seginni í handilsavmarkingum,sama inntøkustøði nú sum í1960'unum. T.d. høvduKorea og Thailand samaintøkustøði sum tey afri-kansku londini í byrjaniniav 1060'unum.

Størv hvørvaGjøgnum miðlarnar fæstofta ein døkk mynd avglobaliseringini. Helst tíat størsta broytingin viðaltjóðagerðini eru øll stør-vini innan ídna, sum hvør-va í ríka heiminum.

Á okkara leiðum er tað íBretlandi - landið har ídna-ðurin fyrst tók seg upp - harmest dik hevur verið áhesari gongd. Seinastu 7árini eru 25 % av størvu-num innan ídnað horvin.

Men arbeiðsloysið er ikkitilsvarandi økt, tí tænastu-vinnan hevur ment seg viðrúkandi fer í Bretlandi.

Jan helt, at altjóðagerðinfer at ávirka Føroyar sumfiskivinnutjóð, tað er tað

eingin ivi um, tí longu núsíggja vit stórar broytingarrundan um okkum.

Lønartungar framleiðs-lur, so sum vanligar frystarvørur, hava størri orsøk atvera útveittar, meðan eittnú feskfiskaframleiðsla ogflaktur toskur ikki havasomu orsøk at vera útveitt.

Flakavinnan situr ikki áfiskitilfoynginum í dag, taðgera skipini. Og ójavnt erhvussu fiskasløg egna segtil at vera fryst og tina upp-aftur til virkingar.

Men hetta vísir greitt atlønartung framleiðsla hjáokkum er undir trýsti, tífrystar vørur kunnu fram-leiðast bíligari og líka gottaðrastaðni.

Kina bíligariJan Mortensen førdi fram,at um kappingarneytar íeitt nú Íslandi og Norraflyta framleiðsluna tilKina, vil liðugt vøran,sum seld verður á ESmarknaðinum, lækka íprísi vegna tær lágu lønir-nar í Kina. Føroyskar fyr-itøkur vilja tí ikki verakappingarførar uttan eisi-ni at veita framleiðslunaút. Um tær ikki veita út,vil prísurin fyri rávørunalækka. Hetta vil afturskunda undir, at fiskurin

fer heilur av landinum,sum aðrir útlendingar soaftur flyta til láglønar-lond.

Fiskavørur úr øllum hei-minum eru nú lætt atkomu-ligar fyri tær fyritøkur, sumsita á marknaðinum.Samstundis gerast hesarfærri og størri og stýra tímarknaðinum. Og sumgóðir handilsmenn, so viljateir hava støðugar prísir ogikki sveiggj í rávøruprísumog nøgdum og tað trýstirprísin.

Jan peikaði á fiskivinnu-fyritøkurnar í Ísland sumeitt dømi og handilsketur-nar, sum selja vørurnar, erueitt annað dømi. Vit síggjafleiri risar innan fiskivinnu,sum sita á øllum liðum fráveiðu, framleiðslu til sølu.Hetta gevur møguleika fyriat stýra sjálvi, og vinnapengarnar í teimum liðumhar tað ber til.

Láglønarlond fáa lønar-tungu framleiðslunaJan nevndi, at vit eisinisíggja lønartungar fram-leiðslur verða fluttar tilláglønarlond, tí at flut-ningskostnaðurin er fallin,tollmúrar eru burturtiknir,og ferðin og góðskan avvøru- og samskiftisflut-ningi er hækkað munandi.

Hetta merkir, at arbeiðs-pláss verða niðurløgd ogútflutt.

Í ídnaðarsamfelagnumvar framleiðslan løgd har,sum rávøran ella kundinvar. Í dag verður framleiðs-lan løgd har, tað er bíligast.Tað síggja vit t.d. innantræ- og klædnaídnaðin íDanmark, har lønar er serahøgur (upp til 23%). Báðarhesar framleiðslur eru tískilútveittar fyri mongumárum síðani.

Fyri fisk og sláturvirkirer lønarparturin ávikavist13% og 16%, og tí liggjahesar framleiðslur framve-gis í Danmark (Kelda:Dansk Industry).

Men nú vísir tað seg, atferð er komin á útveiting avmatvøruframleiðslu, tí atlønarparturin er vorðin ovhøgur.

Um Føroyar eitt nú komaat kappast við fisk úr t.d.Suðuramerika, er eisinineyðugt at vit fáa hann úrsjónum so bíligt sum gjør-ligt. Kanska verður tað sumvið farmaskipunum, harbara yvirmenn eru háløntireuroperarar. Hvør sigur attað sama ikki verður neyð-ugt umborð á fiskiskipum?

Fleiri nýggj størvSpuringurin sum altíð

kemur upp er, hvar skuluøll fólkini í flakavinnunifara, vísti Jan á. Men hin-vegin, um vit halda framvið ikki-lønandi fram-leiðslu, so fara fyritøkur-nar upp á sikt á húsagang,og vandi er fyri at alt fer.Tí er støðug tillaging ney-ðug.

Tað vísir seg eisini, atvirkir sum økja um starvs-fólkatalið uttanlands, eisiniøkja um starvsfólkatalið íheimlandinum.

Eitt dømi er klædnaídna-ðurin í Herning økinum.Øll framleiðslustørvini eruseinastu 15-20 árini horvin.Men í dag eru fleiri fólksamanlagt innan klædnaíd-naðinum. Hesi fáast viðsniðgeving, ætlannarleg-ging og stýring av fram-leiðslu í øðrum londum,marknaðarføring og sølu.

Hvat gera vit?Jan staðfesti, at heimuriner í broyting, og at hettakrevur at vit tillagaokkum, um vit ikki skuludetta aftur av dansinum.

Men tað tykist sum vitstanda og tøva. Nakaðhevur verið tosað, men ovlítið hevur verið sætt til vir-kisfísni.

Hava eftirkomararnir avvíkingunum gloymt at trak-

ka nýggjar gøtur, spurdistjórin í Vinnuhúsinum.

Hevur tað at vit síðstu 30árini mest hava fiska á hei-maleiðum broytt okkarahugburð?

Hví eru tað næstan ongarFøroyskar fyritøkur sumsíggja møguleikar uttanfyrilandoddarnar, meðan Íslen-dingar leggja heimin undirseg? Skulu tey næstu ríkis-rættarligu viðurskiftini viðDanmark, ella onkur onnurumbering brúkast sum frá-greiðing uppá at vit ikkikoma víðari?

Hvat er galið? Er ov lítil"keypmansskapur" í høvu-ðsvinnuni? Fyrr vóru reiða-rar keypmenn, sum høvduskip - í dag er reiðarin kan-ska ofta ein bókhaldari, oghugburðurin tí ov nógvmerktur av veiðumentan.

Í øðrum londum er stór"fiskivinna" men sera lítifiskarí, vísti Jan Mortensená at enda.

Ein áhugaverdur fyriles-tur um eitt áhugavert ogtýdningarmikið evni, sumvit heilt vist koma at hoyrameira til í komandi tíðum.

Rani NolsøeMenningarstjóri