nordlysid nr 25 2005

16
NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN www.nordlysid.fo LEYGARDAGAR ER OPIÐ TIL KL. 17.00. ONGIN ÚTKOYRING AFTANA KL. 12.00 LEYGARDAGAR. NORÐOYATUNNILIN - Arbeiðsstøðan 15. juni 2005 2.670 m 3.347 m Eftir at bora: 138 m Norðoyatunnilin verður tá hann er liðugur 6155 m Leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til egnikappingina Leygardagin 20. august verður skipað fyri Sjómannadegi í Klaksvík og samstundis verður kappast um Heimsmeistara- skapið í egning. Fyrireikararnir eru komnir so langt við egni- kappingini, at skráin fyri dagin er gjørd og haraftu- rat eru ávísar fyrireikingar gjørdar til tey ymisku til- tøkini. Ætlanin er, sum sæst á skránni, at aktivitetir skulu vera á Stongunum allan dagin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi og kanska út á náttina. Hóast fríggjadagurin og sunnudagurin ikki eru kom- nir við á skránna, so er sannlíkt at fyriskipað verð- ur fyri onkrum fríggjakvøl- dið og sunnudagin, men hetta er ikki fastlagt enn. Fyrireikararnir gera vart við, at broytingar kunnu vera gjørdar í skránni. Til egnikappingina er ætlanin at fáa ein egnara úr íslandi og ein úr noregi og arbeiðið við at finna hesar er ígongd. Fyrireikararnir hava fingið navn á norska luttakaranum, ímeðan rætti íslendingurin ikki enn er funnin. Egnikappingin verður skipað soleiðis at føroysku egnararnir fara at kappast innanhýsis fyri at finna besta føroyska egnaran og síðani verður ein finala ímillum íslendingin, norm- annin og føroyingin. Enn er ikki klárt við til- melding til egnikappingina, men lýst verður við tilmel- ding um stutta tíð. Nýggj týsk eplir, 5 kg. . .29,95 Svínakotelettir, pr. kg. . . .39,95 PG-tebrøv, 240 stk. . . . . . . .49,95 Tilboðini eru galdandi frá hósdag til hósdag Sí arbeiðsskrá fyri dagin á baksíðuni Vit hava lættar SUMMAR- GARDINIR og eisini tøj til myrka legging

Upload: nordlysid

Post on 12-Mar-2016

269 views

Category:

Documents


11 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 25 Fríggjadagin 17. juni 2005

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 25 2005

NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

w w w . n o r d l y s i d . f o

LEYGARDAGAR ER OPIÐ TIL KL. 17.00.ONGIN ÚTKOYRING AFTANA KL. 12.00LEYGARDAGAR.

NORÐOYATUNNILIN - Arbeiðsstøðan 15. juni 2005

2.670 m 3.347 m Eftir at bora:

138 m

Norðoyatunnilin verðurtá hann er liðugur 6155 m

Leggja seinastu hond á fyrireikingarnar tilegnikappinginaLeygardagin

20. august verðurskipað fyri

Sjómannadegi íKlaksvík og

samstundis verðurkappast um

Heimsmeistara-skapið í egning.

Fyrireikararnir eru núkomnir so langt við egni-kappingini, at skráin fyridagin er gjørd og haraftu-rat eru ávísar fyrireikingargjørdar til tey ymisku til-tøkini.

Ætlanin er, sum sæst áskránni, at aktivitetir skuluvera á Stongunum allandagin frá tíðliga á morgnitil seint á kvøldi og kanskaút á náttina.

Hóast fríggjadagurin ogsunnudagurin ikki eru kom-

nir við á skránna, so ersannlíkt at fyriskipað verð-ur fyri onkrum fríggjakvøl-dið og sunnudagin, menhetta er ikki fastlagt enn.Fyrireikararnir gera vartvið, at broytingar kunnuvera gjørdar í skránni.

Til egnikappingina erætlanin at fáa ein egnara úríslandi og ein úr noregi og

arbeiðið við at finna hesarer ígongd. Fyrireikararnirhava fingið navn á norskaluttakaranum, ímeðan rættiíslendingurin ikki enn erfunnin.

Egnikappingin verðurskipað soleiðis at føroyskuegnararnir fara at kappastinnanhýsis fyri at finnabesta føroyska egnaran og

síðani verður ein finalaímillum íslendingin, norm-annin og føroyingin.

Enn er ikki klárt við til-melding til egnikappingina,men lýst verður við tilmel-ding um stutta tíð.

Nýggj týsk eplir, 5 kg. . .29,95Svínakotelettir, pr. kg. . . .39,95PG-tebrøv, 240 stk. . . . . . . .49,95Tilboðini eru galdandi frá hósdag til hósdag

Sí arbeiðsskrá fyri dagin

á baksíðuni

Vit hava lættar

SUMMAR-GARDINIRog eisini tøj til myrka legging

Page 2: Nordlysid nr 25 2005

2 NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005

LEIÐARIN

Mikkjal á Bergi sjeyti

18. juni 1935 fingu Bettaog Sámal Jacobsen (seinniá Bergi) eitt dreingjabarn.Hann fekk navnið MikkjalJacobsen.

Soleiðis æt hann í nøkurár, inntil hann fekk føroys-ka mergjaða navniðMikkjal á Bergi, sum gjør-dist kent bæði her og aðras-taðni.

Eftir loknað skúlagongd,har hann øll árini lá vælframmi í oddinum, fór hanní læru á skrivstovuni hjá P/fJ. F. Kjølbro. Her tæntihann trúfast. Hann arbeiddieisini eitt skifti m.a. úti áSkála, har Kjølbro hevðieitt stórt virki tá.

Eftir at Mikkjal hevðiverið í Danmark á keyp-mannsskúla, var hann ítvey ár leiðari áKlædnabúðini, sum tá tal-dist millum landsins frem-stu.

Eftir hesi tvey árini fórhann aftur á skrivstovuna

við ábyrgd fyri kunda-, ogviskiftafólkabókhaldinum.

Boð vóru eftir honumHetta starvið røkti hann,til honum varð boðið starví Norðoya Banka, sum vardeild avSjóvinnubankanum.

Í sjeytiárunum fekk hannstarv sum roknskaparleiðarihjá Klaksvíkar Býráði tilhann í áttatiárunum tók viðstarvi sum bókhaldari hjáCom-Data.

Í djúpu kreppuni fyrst ínítiárunum var Com-Datanoytt til at skerja sítt virk-semi, og fyri hesum fallMikkjal.

Gavst ikki á hondumHann var tá komin eittsindur til árs, men segði,at "eingin skuldi fáa seg atfara í nakra sosiala ski-pan". Tók tí súkkluna, fórtil Danmarkar, fekk særstarv á fiskavirki, fór síða-ni til Noregs og so tilskips.

Soleiðis lívbjargaði hannsær í nøkur ár inntil hannkom aftur til Føroya, harhann síðani hevur veriðbókhaldari hjá NorðoyaBlikksmiðju.

Ein og hvør av okkumhevur nógv at læra avMikkjali bæði á hesum og áøðrum økjum.

FjølvirkinMikkjal giftist við Judith

Steensen hjá Honnu ogEskild í 1961. Tey fingubørnini Beintu, sum ersjúkrasystir og Eyðun,sum hevur verið sjómaðurog er skipari á Akraberg.Eyðun er giftur viðJohannu (fødd Vang).

Judith og Mikkjal eigatrý barnabørn, Mikkjal,Randi og Jónas.

Fáur hervur veriðarbeiðssamari og meiri fjøl-virkin enn Mikkjal. Hannhevur altíð verið til dystinfúsur.

Í fimtiárunum spældihann við KÍ. Eisini har varboð eftir honum frá merkis-manninum John ReidBjartalíð til at skriva plaka-tir, sum rættiliga nógv varðgjørt við tá.

Um hetta mundið var áheilt øðrum bógvi gjørtátak í Útvarpi Føroya, sumæt "Ungfólk úr Klaksvíksyngja og spæla", sumMalvinus Joensen hevðigjørt avtalu við Niels JuelArge um at fremja. Mikkjalvar upptøku-maður viðsínum tvísporaðaNordmende og Proton ban-dupptakara.

Dyggur verkamaðurí samkomuniBetesdakórið hevur notiðgott av hansara arbeiðsse-mi og hann hevur eitt núhildið væl skil á uppmø-tingarprotokollini í eini 30ár, umframt at hann hevur

verið í kórinum í uppímóti 50 áruumm.

Á trúboðanarøkinumhevur Mikkjal verið ein áli-tismaður, ein verkamaður,sum hevur verið við til athalda samband við trúboða-rar um allan heim.

Samkomulívið, bæði hjáJudith og Mikkjali,hevurikki verið bert onkursveg-nað, men hevur verið teirraakkerspláss. Tá tey ikkihava verið til møti, erokkurt áfatt.

Tøkk og mong góð árMikkjal, tú hevur veriðein brandur. Tøkk fyri tahjálp og tann stuðul túvart fyri meg frá ungumav, bæði tá vit samstarva-ðu hjá J. F. Kjølbro, í kóri-num, í samkomuni og á somangan annan hátt.

Her verður ikki pláss fyrimeiri, men Betty, eg og øllmín fjølskylda ynskja tærhjartaliga tillukku við tei-mum sjeyti, Harrans sig-ning í komandi døgum ognógv góða ár. Tøkk fyri, taðtit hava verið

fyri okkum. - Vit havafingið mong "pragtfull" ársaman, og vónandi fáa vitfleiri.

Bestu heilsanirBetty og Jógvan

við fjølskyldu

Eftir loknað skúlagongd, har hann øll árini lá væl frammi í oddinum, fór hann í læru á skrivstovuni hjá P/f J. F. Kjølbro. Her tænti hann trúfast. Hann arbeiddi eisini eitt skifti m.a. úti á Skála, har Kjølbro hevði eitt stórt virki tá.

NORÐOYATUNNILINOG HVAT SO...

Fastlagt er, at seinasta skotið í Norðoyatunnlinumverður latið av leygardagin í komandi viku. Taðverður drúgvasti talsmaðurin fyri fasta samband-inum, Jógvan við Keldu, sum skal loysa taðseinasta skotið av.

Nógv hevur verið tosað og gitt um, hvørja á-virkan Norðoyatunnilin fer at hava á Norðoyggjarog Eysturoynna og í hvønn mun fer hetta fastasambandið at hava á høvuðsstaðin.

Tey eru helst fleiri sum halda at nú er lag á manniat fara til Havnar og sum kanska trúgva lítið uppáat bilstreymurin úr Klaksvík fer at steðga á íEysturoynni.

Kanska verður hetta gongdin fyrstu tíðina tun-nilin verður opin. Men í longdini kann roknastvið at fólkið í økinum við tunnilin fer at støðastbetur og betur í hesum stóra útjaðaraøki, tí helstfara vit við nýggju møguleikunum at síggja stør-ri útbyggingar her.

Tað er onki at ivast í, at høvuðsstaðurin lokkar,sum støðan er ídag. Men síðani farið var undir atgera tunnilin, hava vit sæð, at virkir og handlarhava brynjað seg til nýggju avbjóðingarnar oghetta hevur havt við sær nýíløgur báðu meginLorvíksfjørð.

Á ídnaðarøkinum við Borðoyarvík eru nógvaríløgur gjørdar og eisini aðrastaðni í býnum erbygt og verður bygt í komandi ári.

Hvat fer at henda longur frammi er sjálvandi ilt atsiga nakað sum helst um, men hugsast kann kan-ska at um so er at virkir fara at sýna økinumáhuga, at størri virkisbygningar heldur fara atvera bygdir eysturoyarmegin ímeðan vit kanskakunnu rokna við størri íløgum í tænastuvirk-seminum Borðoyarmegin.

Við nýggja havnalagnum norðuri í Ánunumverður Klaksvíkin helst munandi betur kappin-garfør, tá ið um skipaferðslu ræður, enn vit havaverið frammanundan. Vítt er til veggja áPollinum og stak veðurgott er har nýggja havninnú er løgd og hartil er lætt at koma til, bæðinorðanífrá og sunnanífrá.

Tað skal tí ikki undra, um vit fara at síggja størrivirksemið tá talan er um skipaferðslu til og úrKlaksvík. Fyri eitt nú farma og ferðamannaskiphevur tað nevniliga stóran týdning at havnir eruso lætt atkomiligar sum gjørligt soleiðis at skipi-ni kunnu spara kostbara tíð við skjótum havnav-itjanum.

Gitt hevur verið, at eitt nú Norrøna helst viðfyrimuni kundi valt Ánirnar sum havn í Føroyum,tí eitt slíkt val hevði spart skipinum fyri nógvumarbeiðistímum ígjøgnum árið. Hyggja vit hvarNorrøna leggur at í útlandinum, so hava planleg-gjararnir hjá hesum skipið valt at sigla stytstu leiðog siglir skipið tí hvørkið til stórar býir ellahøvuðsstaðir, men harafturímóti stytstu møguliguleið.

Tað er onki at ivast í, at Norðoyatunnilin fer athava stórar broytingar við sær og tað er at vóna attunnilin fer at hava við sær, at miðsavnanin avfólki til høvuðsstaðni verður tálmað, tí tað ervalla ynskiligt at allir føroyingar búgva í stór-býnum.

Page 3: Nordlysid nr 25 2005

Tað vóru ógvusligarmeiningar um

undirsjóvartunnilum Lorvíksfjørð,

tá Jógvan viðKeldu á fyrsta sinni

legði hugsaninaralment fram um ein

slíkan tunnil.

Tað er altíð áhugavert atleita aftur til tað, sumhevur verið sagt um stór-mál, so sum undirsjóvar-tunnil og annað, tá tað,sum tá sýntist veruleika-fjart gerst veruleiki.

Undirsjóvartunnilum 7 til 10 árJógvan við Keldu segðivið Inga Rasmussen áDimmalætting í 1998, athann var ikki í iva um, atein undirsjóvartunnil umLorvíksfjørð verður veru-leiki tíðliga í næstu øld. -Verður arbeitt væl viðmálinum, so er hetta veru-leiki um sjey til tíggju ár,segði Jógvan við Kelduvið Dimmalætting og rættfekk hann.

LandsbankastjórinSigurd Poulsen, landsban-kastjóri var greidligaímóti, hann fór so langtsum at siga "-Eg hevðiikki sett mítt navn undireina tílíka ætlan". Í grei-nini í Dimmalætting førirlandsbankastjórin fram, athann trýr ikki uppá atbyggja tunnlar við pro-sjektfígging tí teir fara atgerast ov dýrir og víðari

sigur hann um tílíkartunnlar "-Eg kanni megsannførdan um, at tanntunnilin he3vði farið áhúsagang. Og so kemurtað almenna at hanga uppá hann".

Í somu grein verður eisi-ni tosað við Bjarna Olsen,formann í Búskaparráðnumog hann er samdur viðlandsbankastjóran.

"Tú kanst ið hvussu erikki byggja ein undirsjóvar-tunnil til Vágarnar og ein tilKlaksvíkar samstundis".Segði sigurd Poulsen,Landsbankastjóri tá viðDimmalætting.

RíkisfelagsskapurinÍ eini grein í Føringinumum sama ár, skrivar NielsBentsen, fyrrverandi ríki-sumboðsmaður millumannað í grein síni við yvir-skrivtini "Har rigsfælles-kabet Danmark -Færøerne en fremtid","...Jeg fatter i øvrigt hellerikke, at man ikki påFærøerne kan se, at der iFærøernes nuværendeøkonomiske situation er atlægge gift under de frem-tidige forhandlingar omhjælpelige vilkår forafviklingen af bankgæl-den og regulering af blok-tilskuddet, at der nu igentales om tunneller underVestmannasund og mel-lem Østerø og Klaksvig.Det kan kun i Danmarkopfattes som udtryk for enøkonomisk uansvarlig-hed, som i løbet af kort tidkan føre til behov for nyehjælpeforanstaltninger fradansk side, og dermedgøre danske politikere

mindre motiverede for atsøge at bevare rigsfælles-kabet".

Ikke populær på VaagøÍ eini grein í"Jyllandsposten" í januar1998 viðgerð blaðið øðr-vitisætlaninar hjá sum-mum føroyingum, sumvilja hava undirsjóvar-tunnlar. Edmund Joensen,ið tá er løgmaður verðursiteraður fyri at siga:"Foreløbig bliver der ikkebygget flere tunneler. Denholdning har ikke gjortmig populær på Vågø,men sådan er det."

Í somu grein verður PoulMichelsen, sum blaðið nev-nir "tidligere konservativborgmester i Torshavn,eisini siteraður fyri at siga"Det harmer mig, at vi til-syneladende intet har lærtaf 80erne. Vores økonomiskal være mere solid, før viigen begynder at brugepenge-."

Eitt ódnartakTá vit til stuttleika havafunnið fram hesi brot úrkjakinum tá ætlaninar umundirsjóvartunnlarnar avfyrstan tíð komu fram,skal takast við, at hetta eruárini beint aftaná kreppu-na sum kom fyrst í nítiá-runum og fáur mundi tágruna, at føroyska samfe-lagið fór at fóta sær soskjótt aftur sum tað gjør-di.

Undirsjóvartunnlarnirmugu sigast at vera eittstórt frambrot hjá føroyskasamfelagnum og bert fram-tíðin fer at vísa hvussu stórtframbrotið er.

NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 3

Fer samfelagið á húsagangog fara danir at loysa?

Page 4: Nordlysid nr 25 2005

4 NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005

Frágreiðing frá Klaksvíkar Kommunu, um Phoenix Kapitaldienst málið, til løgmansskrivstovnuna:

Frágreiðing frá Klaksvíkar Kommunu tilløgmansskrivstovuna um Phønix máliðÍ svarskrivi til

løgmansskrivstovu-na, sum Norðlýsiðhevur fingið innlit

í sigur kommunan m.a.:

“Kommunan metirseg at hava handlað

innan fyri grein §42 í kommunu-

lógini, tí peninguriner settur inn á ein

stovn, sum er undirfíggjareftirlitinumog virkar, sambært

loyvi frá eftirlitinumá sama hátt sum

aðrir stovnar, sumkommunan hevursamstarvað við.”

Niðanfyri endurprentavit brævið sum

Klaksvíkar Kommunahevur sent løgmans-

skrivstovuni tann 26. mai 2005:

“ Vísandi til skriv tykkara,dagfest, 6. apríl 2005, sohava vit nú gjøgnumging-ið hetta mál og vísandi tiláheitanir tykkara, skuluvit niðanfyri lýsa máliðnærri.

Gongdin í málinumKlaksvíkar Kommuna

hevur merkt framgongdinaí føroyska samfelagnumsíðan 1995, og úrslitið avhesum er, at inntøkna erfarin frá 60 mió. kr. til 110mió. kr. Hetta sæst aftur ávirkseminum í kommunu-ni, tí útreiðslurnar til rak-stur og íløgur eru hækkaðarmunandi, samstundis sumskuldin er niðurgoldin við120 mió. kr., men hóastøktar útreiðslur og niður-gjalding av skuld, hevurkommunan afturat hesumhavt nógvan tøkan likvi-ditet á bók.

Tosað hevur verið um atrinda skuldina enn meiraniður fyri á tann hátt atspara rentur, men hettahevur ikki vunnið frama ogein orsøk til hetta er, atlánið, sum kommunan fekk

í sambandi við kreppuloys-nina, hevur bundið kom-mununa, tí lánið er eittobligatiónslán, sum ikkikann rindast niður í ótíð.Somuleiðis hevur verið hil-dið, at tað kann vera óhep-pið at innfría ov nógv lán,um t.d. inntøkurnar hjákommununi fara at lækka,og at ein á tann hátt kannkoma í likviditetsneyð. Einonnur orsøk til hetta er, atkommunan hevur fluttarbeiðir í grunn fyri 20mió. kr. og fyri at fremjaætlanirnar, hevur kommu-nan sett eins stóraupphædd av til endamálið.Hetta hevur gjørt sítt til, atkommunan hevur havt lut-falsligan nógvan pening ábók - sjálvt um kommunanhevur goldið ca. 40 mió. kr.í eykaavdráttum - og íroknskapinum 2002 varinnistandandi 48,2 mió. kr.(íroknað Kommunala -kreppu og veðhaldsgrun-nin). Um kommunan ikkihevði goldið eykaavdráttirhetta árið, var upphæddin53 mió. kr., og eitt skifti ínovember - áðrenn láns-gjaldið til Nordea - var inn-lánið 60 mió. kr.

Kommunan hevur havtpengarnar innistandandi íføroysku peningastovnu-num. Rentan, sum kommanhevur fingið av innlánu-num, hevur sum oftastverið nakað hægri enn teiralmennu rentusatsirnir, títalan hevur sum oftast veriðnakað hægri enn teiralmennu rentusatsirnir, títalan hevur verið um týðan-di upphæddir, men so hvørtsum rentan er lækkað,hevur tað verið alsamt tor-førari at fáa nøktandiavkast, hóast munandi inn-lánsupphæddir. Fyri at fáameira í rentu, varð í 1999avtala gjørd við FøroyaBanka um vegna kommu-nuna at umsita 10. mió. kr.,og skuldi peningurin setastí obligatiónir - avmarkað tildanskar statsobligatiónir,føroysk lánsbrøv og láns-brøv hjá donskum kreditfe-løg.

Hóast hetta, so hevðikommunan framvegisavlopslikviditet, men hildiðvarð ikki ráðiligt, at bindameira í obligatiónir, tí ney-ðugt var at hava pening

tøkan til arbeiðini í grunnu-num, og tí varð gjørt av atroyna at fáa sum frægastburtur úr pengunum við atgera avtaluinnlán fyri stytritíðarskeið, t.v.s. millum 1og 6 mánaðir. Sum oftasteyðnaðist at fáa avtalur,sum kommunan var nøgdvið, men við tíðini gjørdisttað alsamt tyngri at fáanøktandi rentu, og stundumbar einans til at fáa almentgaldandi rentusatsin, hóasttalan var um fleiri milliónir,sum kommunan hevði atseta inn.

Nevnast kann, at kom-munan í desember 2002hevði 16,6 mió. kr. í FøroyaBanka sum avtaluinnlán,og í Norðoya Sparikassahevur verið talan um inni-standandi upp til 20 mió.kr.

Kommunan hevur eisinigóðar 10 mió. kr. í kommu-nala kreppulánsgrunninum,og tá upphæddin var hægst,varð talan um 13,4 mió. kr.Fram til 2001 var taðGjaldstovan, sum umsatgrunnin, og hetta tíðar-skeiðið var eingin renta til-skrivað, og hóast víst varðá skeivleikan í hesum, sovar ikki til at fáa hettabroytt, og av tí sama hevðikommuna milliónaupp-hæddir í rentumissi upp áKreppu- og veðhaldsgrun-nin hetta tíðarskeiðið. Tálánini vórðu endurnýggjað ídesember 2000, var hetta tóbroytt, og nú fær kommu-nan rentu. Sí viðlagda yvir-lit yvir fíggjarstøðuna1995-2003.

Av tí at tilboðini fráhøvuðsbankasambondu-num ikki altíð vóru nøktan-di, vendi kommunan sær tilFøroya Sparikassa og dans-kar peningastovnar, t.d.Danske Bank og NordeaBank. Nevnast kann, atkommunan hevur ein upp-samlingskontu í NordeaBank í sambandi við virðis-brævalánið, hvørs salda lig-gur millum 0 og 8 mió. kr.

Phønix setur seg í sam-band við kommununa

Í 2001 setti danska fonds-meklarafyritøkan Phønixseg í samband við okkumog kundi vísa á góðarentu, og eftir at havafingið staðfest frá danskafíggjareftirlitinum í brævi30. mai 2002, at fyritøkaner undir eftirliti av fíggja-reftirlitinum og varðgrannskoðað av altjóðagrannskoðarafyritøku, atinnskot upp til 20.000EUR vóru tryggjað avgarantigrunni og fyritø-kur, sum høvdu peninginnistandandi, fingu rentuútgoldna, varð avgjørt atseta kr. 160.000 inn ákontu hjá teimum.

Kommunan fekk hvønnmánað kontuuppgerð, ogvóru hesi uppfatað sumvanlig kontoavrit, og tárentutilskrivingarnar vóru ánøktandi støði, varð í juli2003 gjørt av at hækka inn-skotið til 1 mió. kr. ið sva-raði til 2 % av samlaða inn-istandandi. Nevnast kanneisini, at í august 2003 settikommunan 3 mió. kr. sumavtaluinnlán í KaupthingFøroya Virðisbræva-meklarafelag P/F.

Býráðslimir kunnaðirBýráðslimir hava veriðvitandi um, at kommunanhevur havt lutfalsliga stór-ar upphæddir í peningas-tovnunum, og gjøgnumperioduroknskapir havateir fingið útgreiningar avinnistandandi í peningas-tovnunum. Vanliga verðamál stovnað, tá býráðiðella nevndir skulu taka

støðu til ávíst mál, menhetta hevur ikki altíð veriðgjørt, tá talan hevur veirðum avtaluinnlán. Tóhevur fíggjarnevndinverið kunnað munnligaum slíkar avtalur.

Hvat ítøkiliga hesumavtalulánum ræður, er mestsannlíkt, at fíggjarnevndiner kunnað á fundum tann22. mai 2002 og 18. juni2003.

Kommunan hevurhildið lóginaHvat kommunustýrislóg-uni §42 stk. 2 viðvíkur, sokunnu peningaognir hjákommununi setast ípeningstovn og á postgi-ro, og hevur kommunan íhesum førinum kannðaeftir hjá fíggjareftirliti-num, at Phønix var undirteirra eftirliti á sama háttsum aðrir fíggjarstovnar,vísandi til, at eingin staði-lig allýsing er av pening-astovni, sambært §42, máhetta takast í breiðari tul-king sum ein stovnurundir fíggjareftirlitinum.

Seinri parturin av §42stk. 2 um hvat hesin viðví-kur, so ásetur hesin, at umso er, at kommunan keypirlánsbrøv, so skulu hesiverða av slíkum slag sumnýtt verða tá ið um ognirhjá ómyndigum ræður, menvísandi til, at talan er umeitt innskot til Phønix atumsita, verður ikki mett, athesin parturin § 42 stk. 2 ergaldandi í hesum føri,vísandi til, at tað ikki ertalan um lánsbrøv.

Í sambandi við hetta mál,eigur eisini at verða havt íhuga, at sovítt málið erupplýst, er talan um svik ogskjalafalsan og kann hettaverða ringt at vara seg fyriog kunnu eisini í hesumsambandi vísa á, at føroys-ku peningastovnarnir havaeisini verið í fíggjarligumtrupulleikum og høvdu iva-leyst farið á húsagang, umhesir ikki vórðu bjargaðirav tí almenna, hóast onkurpeningastovnur fór á húsa-gang, kundi fylgjan í tísambandinum eisini veriðtann sama fyri okkara kom-munu, sum eisini hevðiinnlán, tá tað hendi.

Kommunan metir seg athava handlað innan fyrigrein §42 í kommunulógi-ni, tí peningurin er setturinn á ein stovn, sum erundir fíggjareftirlitinum ogvirkar, sambært loyvi fráeftirlitinum á sama háttsum aðrir stovnar, sumkommunan hevur samstar-vað við.

Tað koma alsamt fleirilógir og reglugerðir atgalda fyri føroyska samfe-lagið, og er hetta eisini gal-dandi fyri kommunur. Fyriat kommunan framhaldandiskal verða før fyri at fylgjagongdini og taka við nýg-gjum avbjóðingum, hevurkommunan sett sær fyri atmenna umsitingina ennmeira.

Sum ein liður í hesumsamtykti býráðið í várymiskar reglugerðir ogmannagongdir, sum skulutryggja, at málslýsingarnar

Býráðslimir vóru kunnaðir, sigur kommunan

m.a. í brævinum.

Page 5: Nordlysid nr 25 2005

NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 5

verða í tráð við tær reglur,sum eru galdandi fyrialmennar fyrisitingar.

Slíkar reglugerðir eru núgaldandi fyri allar deildirhjá kommununi og eisinifíggjarmál.

Býráðið metir, at nýggjureglugerðirnar fara at síg-gjast aftur í málsviðgerðu-num, og at tað verður lætta-ri hjá umsitingini atarbeiða, tí nú eru manna-gongdir galdandi fyri ymis-ku starvsøkini.

Sum avleiðing avPhønixmálinum hevurkommuna valt einans athava pening standandi í tei-mum gomlu føroyskupeningastovnunum t.e.Norðoya Sparikassa,Føroya Banka og FøroyaSparikassa. Innlánsavtalanvið Nordea Bank, ið hevursamband við obligatiónslá-nið, sum gongur út 1.desember, verður tó varð-veitt. Hettta er ein skandi-naviskur peningastovnur,men virkar eftir somureglum sum føroysku stov-narnir og er undir danskafíggjareftirlitinum.

Steinbjørn O. Jacobsen Borgarstjóri.”

Løgmansskrivstovan kan-nar í løtuni hvat grann-skoðarin hjá kommununivar vitandi um og hvørjarhugsanir hann hevur gjørtsær í málinum.

Tá grannskoðarin hevursvara fer løgmansskrivsto-van at gera eina niðurstøðuí málinum sum síðani verð-ur sent kommununi til kun-ningar.

Hvat ítøkiligahesum

avtalulánumræður, er mest

sannlíkt, atfíggjarnevndin

er kunnað á fundum tann

22. mai 2002 og 18. juni 2003.

Seinastu tíðina havaleysatíðindi gingiðum at orsøkin til

at landsliðsvenjarintakkaði noy til

Toda var at topp-skorarin í FCK

setti ov stór krøv til landsliðið,

men hetta avsannar Todi.

Tað hevur verið nógvrumbul um avgerðina hjálandsliðsvenjaranum umat síggja burtur frá Toda ílandsliðshøpi.

- Eg havi sjálvandi lisiðbløðini og fylgt við í orða-skiftinum, sum hevur veriði føroysku fjølmiðlunum.Okkurt av tí sum hevurverið sagt og skrivað hevurbeinleiðis verið sárandi.

- Eg havi eisini av og ákent meg sum ein synda-bukk tá skrivað og tosaðhevur verið um landsliðið,og tað eri eg sera keddurum.

Eingi krøv frá TodaTá landsliðsvenjarinHendrik Larsen, avgjørdiat hann ikki hevði brúkfyri Toda í dystunum mótiSveis og Írlandi, vargrundgevingin tann at

landsliðsvenjarin mettiikki at Todi var førur fyriat spæla 90 minuttir.

- Hesa grundgeving skiltieg als ikki og tað segði egeisini við landsliðsvenja-ran.

- Eg settið als eingi krøvtil føroyska landsliðið, tísjálvandi eri eg stoltur av atumboða Føroyar, og farisjálvandi at gera tað á jøvn-um føti við hinar leikarar-nar í føroyska hópinum,sum eg havi stóra virðingfyri.

- Men tað sær út sum umtað er ein ella onnur trongdtil at gera meg til synda-bukk og tað dugið eg ikki atskilja.

Hugar nógv um framtíðinaTað hevur leingið veriðgreitt at Todi ikki kemurat halda fram í FCK, ogTodi sigur at í løtunihevur hann ikki tikiðavgerð um framtíð sína.

- Eg kann siga so mikiðat eg havi fingið ymisk til-boð, men er kenni tað sumat eg má gera upp við megsjálvan hvat tað er sum egvil.

- Eg skal jú fyrr ella sein-ri gevast sum yrkisleikariog skal tí eins og øll onnuraftur á arbeiðsmarknaðin.Tí er spurningurin um egskal halda fram í fremstudonsku deildini tvey árafturat ella eg takið av onk-rum tilboði sum ger taðmøguligt hjá mær at havaannað arbeiði við síðuna avítróttini.

- Trupuleikin er at longrieg bíði við at koma aftur áarbeiðsmarknaðin, færrimøguleikar fáið eg at veljaímillum.

- Eg havi eisini einafamilju sum eg má hugsaðum og tí er spurningurinum eg ikki eri komin har tilat eg aftur farið at leita mærá arbeiðsmarknaðin.

Leikandi venjariTodi sigur at einast útbúg-ving sum hann hevur erHF-Klaksvík frá 1989 oghóast hendan útbúgvinginikki er at forsmáa so erspurningurin hvussu langthetta røkkur í dag.

- Eg havi eisini hugsaðum at tikið av tilboði um atgerast leikandi venjari, menenn er sum sagt einginstøða tikin.

- Tað hava eisini veriðfyrispurningar úr Føroyum,men sum sagt so havi egikki tikið støðu til nakaðenn.

Tá vit tosaðu við Todamikumorgunin var hannjúst heimkomin frá venjing.Hann segði at síðani lands-

liðsvenjarin boðaði honumfrá at hann ikki var úttikintil landsliðið hevur einginkontakt verið aftur.

- Eg eri sera keddu umstøðuna tí eg meini at egenn eigi nakað sum eg kanngeva landsliðnum, menhesa meingin hevur landsli-ðsvenjarin so ikki og taðmá eg so bara respektera.

Samrøða við toppskjúttan hjá FC KEYPMANNAHAVN, Todi Jónsson:

Onkuntíð kenni eg megbrúktan til syndabukk

Ísak Mikladal, aðalskrivari íFótbóltssambandinum, avsannar

leysatíðindi um Toda:

Vit kenna einkitil at Todi skalhava sett krøv

Seinastu tíðina eru tíðin-di farin at ganga um, atveruliga orðsøkin til atTodi ikki var á landslið-num skuldi vera, at TodiJónsson hevði sett órý-mulig krøv til landsliði.

- Vit kenna einki tilnøkur krøv frá Toda, siguraðalskrivarin hjá Fót-bóltssambandinum, sumundirstrikar at avgerðin ertikin av landsliðsvenjaru-

num út frá teirra egnumetingum.

Hesi leysatíðindi, summ.a skulu verða brúkt,sum grundgeving fyri stø-ðutakan til málið hjáeinum av høvuðsstaðar-miðlunum, vildu m.a.vera við, at Todi bæðihevði sett framm peningakrøv og krøv til umstøð-urnar hjá landsliðnum.

Savnsmynd:Todi var millum fyrstu føroysku leikararnar

sum royndu seg í Evropa Cup

Page 6: Nordlysid nr 25 2005

6 NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005

Regent- og krónprinsapariðvitjar norðoyggjum 22. juni

Av tí at drotninginhevur trupuleikar

við knæðnum var óvissa um

vitjanin fór at veraavlýst, men fríggja-dagin var endaligváttan fingin frákongahúsinum

Tað er eingin loyna atkongahúsið er vælumtóktí Føroyum, men av tíð atdrotningin ikki er før fyriat ganga langar túrar gjøg-num bygdir og býir sofara vit fyri tað mesta atuppliva hana fara úr oginn í bilar, kirkjur o.l.

Koma til KlaksvikarKongaskipið Dannebrogkemur til Klaksvík miku-morgunin kl. 9 har bor-garstjórin og varabor-garstjórin taka í móti. Ákajuni heilsa regentpariðog krónprinsaparið upp ábýráðslimir.

Vitjað nógv støðSíðani verður kongaligafylgið skilt sundur ogregentparið (drotninginog prinsurin), vera koyrdniðan til Sambýlið áHeygum (kl. 9:30).

Krónprinsaparið koyrirbeinleiðis til Viðareiði hartey kl. 10:00 verða móttikin

av borgarstjóranum og byg-daráðslimum.

Síðani verður gingiðoman í kirkjuna (kl. 10:10).Frá kirkjuni verður síðanvitjað á prestagarðinum.Krónprinsaparið gongursíðani yvir í gamla skúlaga-rðin har gávur verða hand-aðar.

Kl. 10:50 fer krónprinsa-parið aftur til Klaksvíkar.

Eftir vitjanina áSambýlinum á Heygnumfer Regentparið (drotninginog prinsurin) niðan áBorðoyavík at vitjaðNorðoyatunnilin (kl.10:10).

Kl. 10:50 fer drotninginsaman við prinsinum úrNorðoyatunnlinum tilChristianskirkjuna.

Heilsað upp á australiubúgarMeðan drotningin ogprinsurin vitjað Christi-anskirkjuna, kemur krón-prinsaparið til býráðshøl-lina (kl. 11:20). Í býráðs-høllini heilsað tey uppáfólk úr Australia, sum erubúðsitandi í Føroyum.

Kl, 11:45 fer krónprinsa-parið so niðan í Skálan. Kl.12:00 koma drotningin ogprinsurin eisini niðan íSkálan til ein frokost.

Kl. 13:15 verður so fariðúr Skálanum umborð áBrimil, sum so siglur regnt-og krónprinsaparið víðaritil Fuglafjørð.

UmstøðurnarSum Norðlýsið skilir sohava umstøðurnar kringkongaligu vitjanina veriðserligar hesu ferð.

Drotningin hevur, sumflestu kunnugt havt trupu-leikar við knænum og tíhevur tað líka til fríggjada-gin verið óvissað um drot-ningin fór at vera før fyri atkoma til Føroyar.

Vánaliga knæið hevureisini noytt fyrireikararnarat skorið allar gongutúrarburtur, og eisini verður

hædd tikin fyri trappum ogøðrum.

Krónprinsessan er viðbarn og tí hava søgur ging-ið um at hon kanska ikkifór at fylgja skránni, sum er

løgd fyri túrin, men frákongahúsinum fingu vit atvita at bæði regentparið ogkrónprinsaparið eru klár tilFøroyavitjanina og at teygleða seg til túrin.

Page 7: Nordlysid nr 25 2005

NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 7

Skrá fyri kongaligu vitjanina mikudagin tann 22. juni:

Kl. 09.00 Ankomst til Klaksvík med Kongeskibet "Dannebrog".Klaksvíkar Hornorkestur spiller under indsejling.

Kl. 09.15 Regentparret og Kronprinsparret går i land.Velkomst ved borgmester Steinbjørn O. Jacobsen og viceborgmester Jákup Mikkelsen. Femja Jacobsen overrækker en buket til H.M. Dronningen og Chanet Mellemgaard overrækker en buket til H.K.H. Kronprinsessen. Herefter præsenterer borgmesteren byrådet for Regentparret, og viceborgmesteren præsenterer byrådet for Kronprinsparret

REGENTPARRET:

Kl. 09.30 Afgang havnen. Der køres til "Sambýlið á Heygnum" Kl. 09.45 Ankomst "Sambýlið á Heygnum"

Modtagelse ved leder Valborg H. Josephsen, hvorefter Elisa Heldarskarð overrækker H.M. Dronningen en buket. Derefter forevisning af ældrehjemmet, hvor der afslutningsvis bydes på kaffe.

Kl. 10.15 Afgang “Sambýlið á Heygnum”. Der køres til Norðoyatunnilin

Kl. 10.25 Besøg ved Norðoyatunnilin hvor adm. direktør Dávid Reinert Hansen modtager.

Kl. 11.00 Afgang Norðoyatunnilin. Der køres til Christianskirkjan

Kl. 11.15 Ankomst Christianskirkjan.Modtagelse ved sognepræsten k/b Niels Pauli Danielsen og sognepræsten Hans Eiler Hammer udenfor kirken. Herefter spadserer man ind i forkirken, hvor der hilses på den gamle klokker Niels Juul Arge og Hjørleif Waag Høgnesen. Inde i selve kirken præsenteres skoleinspektør Alex Sólstein, hvorefter koret SUÐ synger. Efterfølgende fortæller Alex Sólstein om kirken.

Kl. 11.50 Afgang Christianskirkjan. Der køres til Skálin

KRONPRINSPARRET:

Kl. 09.30 Afgang havnen. Der køres til Viðareiði.

Kl. 10.00 Ankomst Viðareiði.Velkomst ved borgmester Árni Absalonsen. Joan Sørensen overrækker en buket til H.K.H. Kronprinsessen. Herefter præsenterer borgmesteren bygderådet for Kronprinsparret

Kl. 10.05 Der spadseres til kirken.Lagmand Jóannes Eidesgaard, borgmester Árni Absalonsen og viceborgmester Kári Kallsberg følger Kronprinsparret til kirken.

Kl. 10.10 Ankomst kirkenModtagelse ved præsten, Elsa Funding, som byder velkommen og foreviser kirken. Efterfølgende spadseres der til præsteboligen, hvor der bl.a. berettes om den tidligere præstefrue fru Heilmann. Herefter bydes der forfriskninger i Højstuen. Til sidst spadseres der tilbage til den gamle skoleplads, hvor der overrækkes en gave til Kronprinsparret.

Kl. 10.50 Afgang Viðareiði. Der køres til Byrådssalen i Klaksvík

Kl. 11.20 Ankomst Klaksvík i byrådssalen.Modtagelse ved viceborgmester Jákup Mikkelsen, hvorefter Kronprinsparret mødes med en gruppe australiere, som er bosat på Færøerne.

Kl. 11.45 Afgang byrådssalen. Der køres til Skálin.

Kl. 11.55 Ankomst Skálin.

Kl. 12.00 Frokost i Skálin.

Kl. 13.00 Afgang Skálin. Der køres til havnen.

Kl. 13.15 Der sejles fra Klaksvík med Brimil.

Heilsutiltak

Fyrireiking til tunnils-renning

Í samband við at Treystifer at skipa fyri tunnils-renning, táNorðoyatunnilin letur uppeina ferð komandi ár, sofer Treysti saman við heil-sunevndini hjá KlaksvíkarKommunu, at geva fólkimøguleikan at fyrireikaseg til tunnilsrenningina.Heilsunevndin hevur heittá Treysti um at samskiparegluliga venjing fyri bor-garum í KlaksvíkarKommunu.

Tað er blivið meiri van-ligt, at skipa verður fyriymsum heilsuátøkum kringlandið, og kemur hetta íkjalarvørrinum av tí nógvukunning vit fáa um hvussuumráðandi tað er at havaein sunnan lívsstíl. Einkann siga, at øll henda kun-ning gevur úrslit, tí tað vísirseg heilsutiltøkini kringlandi fáa góða undirtøku.Fólkið gevur hesum ans ogtað er bert at fegnast um

tað.Ein av setningunum hjá

heilsunevndini er, at virkafyri at heilsuviðurskiftini íkommununi eru góð.Gjøgnum fjølmiðlar ogloftmiðlar verða vit mint á,hvussu umráðandi tað erfyri heilsuna at røra seg, í tísambandinum hevur heilsu-nevndin heitt á Treysti umat hjálpa til at fáa borgarar-nar í kommununi at røraseg meira. Fyri at fáa fólkat røra seg meira, so erumráðandi at hava eitt málat stremba eftir. Tí sá heil-sunevndin tað sum ein gyl-tan møguleika at fáa fólk atseta sær renningina gjøg-num Norðoyatunnilin summál. Hetta verður eitt fyri-skipa afturvendandi tiltak ífyrstu atløgu fram til tun-nilsrenningina. Treysti ski-par fyri og verður við fyriat geva ráðgeving ogannars skipa tað soleiðis atallir luttakararnir verða

skrásettir, so høvi verðurhjá hvørjum einstakum atfylgja við hvussu gongurfrá ferð til ferð. Tað verðauppmáldir ymiskir teinarsum luttakarnir, kunnuvelja at venja hvørja ferð.Frá Treystinum verður den-tur lagdur á at hetta tiltakiðer fyri øll og at hetta ikki erein rennikapping. Fólk eruvælkomin at ganga teinar-nir um tey heldur vilja tað.Í fyrstu atløgu verðurOyravegurin brúktur tilvenjingarnar.

Fyrsta venjingin verðurhósdagin 23. juni kl. 19. ogverða luttakarnir bidnir umat møta við fótbóltsskýlið.Heilsunevndin og Treystivóna at fólk taka væl undirvið hesum og møta fjøl-ment til venjingarnar.

Page 8: Nordlysid nr 25 2005

8 NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005

Page 9: Nordlysid nr 25 2005

NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 9

Heimasíðan hjá Norðlýsinum fylgir Nærabergi til fiskiskap

www.nordlysid.fo

BRÚDLEYPLeygardagin 18.06.05 kl. 14:00 giftast

í Christianskirkjuni í Klaksvík

Rúna Feilberg Hansen úr Klaksvíkog Dan Lamhauge úr Lamba.

Veitsla verður fyri innbodnum kl. 18.30 í Bygdahúsinum í Leirvík.

SILVURBRÚDLEYPMánadagin 4. juli hava Edith og FredagKambsenni verið gift í 25 ár.

Dagurin verður hildin í bygdahúsinum íLorvík frá kl. 18.00.

Tey, ið vilja gleða okkum, vera biðin um atsiga frá áðrenn 25. juni á telefon 455197ella 451182

70 ára føðingardagurLeygardagin, 18. juni, fyllir

Mikkjal á Bergi, Klakksvík, 70 ár.

Hann er burturstaddur føðingardagin.

BRÚDLEYPLeygardagin 25. juni kl. 15.00 giftast íPrestagarðinum á Brekku, Maria Jacobsenog Ernst á Kósini, bæði úr Klaksvík.

Døgurði verður fyri innbodnum á HotelNorð. Vælkomst verður á Stangarvegi 120,frá kl. 21.

Page 10: Nordlysid nr 25 2005

10 NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005

Minningarorð um Poulinu Jacobsen

Mostir farin

Eg fari at sakna Poulinusystir, tá ið eg komi heimtil Klaksvíkar - hon erikki ímóti mær áVarpabrúnni, sum hon varfyrr í tíðini, - hon stendurikki í vindeyganum ogvinkar til mín, tá ið egkomi.

Seinast eg tosaði viðPoulinu í telefon, segðihon: "Hjørdis, tú sigur mærfrá, tá ið tú kemur!"

Poulina var ógvuliga sjúkseinastu árini og hevði ikkikreftir meir til at fara útímillum so nógv fólk.Annars kundi hon verastuttlig fyrr og undirhaldan-di í selskapi.

Hon var góð at tosa viðog visti nógv um næstanalt.

Í nógv ár spældi Poulinabridge. Einaferð varPoulina og spældi bridge íIslandi.

Altíð var tað stuttligt fyrrat koma heim, og tá ið vitøll 9 systkini vóru saman,og vit sótu við eitt vældek-kað borð. Vit tosaðu um,hvat vit høvdu upplivað,síðan vit vóru saman sei-nast.

Margit, systir, fortaldi frátúrinum, hon hevði verið íAmerika. Vit sungu, og vitdansaðu føroyskan dans.

Um summarið var mín

familja á hvørjum ári ogvitjaði meg í Nr. Broby.

Eitt summar vóru systrar-nar, Poulina og Margit, ogvitjaðu meg. Tær komu viðtoki frá Keypmannahavn

og skuldu av í Odense, mentær náddu ikki at fara av. Tábleiv Margit so kløkk ogfór at gráta, men Poulinasegði: "Tað er einki at grátafyri, vit hava pengar við, so

vit líða onga neyð." Tærkoyrdu so víðari tilFredericia og fóru av har ogso í eitt annað tok aftur tilOdense.

Seinast eg var heima ogvar inni hjá Poulinu, hevðihon bundið eina rúgvu avpenum skóleistum og hand-skum. Tá segði hon viðmeg: "Hvat skal eg gevatær, Hjørdis?" Hon gavmær fleiri pør av skóleis-tum og handskum.

Poulina giftist heilt ungvið Hans hjá Hansen, sumhann kallaðist, hann doyði í1994. Hann var keypmaðurog hevði egnan handil áVarpinum. Poulina hjálpti

til í handlinum, so leingisum tað bar henni til.

Poulina og Hans fingu 5børn.

Til jólar kom altíð pakkitil mín frá Poulinu og Hans,tað var sera gott fyri sálina.

Poulina bleiv búgvandi íhúsunum norðuri á Varpini,til hon doyði.

Poulina var altíð so góðvið meg.

Ærað verði minnið umsystir mína, PoulinuJacobsen.

Hjørdis.

Omma og abbi, Hanna ogZiska á Fløttinum, íKlaksvík, fingu 9 børn.

Av teimum 9 systkjunumeru 4 tey elstu farin.

Tankarnir leita aftur áfarnar dagar. Familjurnarkomu nógv saman, og taðvóru nógvar stuttligar løtur,tí systkini vóru løtt í sinnið,prátingarsom og lívlig.

Poulina, mostir, setti síndám á. Hon dugdi væl at

siga frá og kundi veraskemtingarsom.

Hon giftist við Hans hjáHansen. Tey giftust inn tilfosturforeldur hansara áVarpini, og tey fingu 5børn.

Av tí, at ein av synunumeitur Per, nevndu vit hesamostrina: Mostir hjá Per.

Hugnaligt var at komainn til teirra. Hans var læt-tur og fyrikomandi, og

mostir gav sær góðar stun-dir at práta og bjóðaði altíðein góðan drekkamunn.

Tað var ein serligur friðuryvir mostir. Hon var jarð-bundin og rólig. Tað var sofriðsælt at koma inn til hen-nara.

Tey, ið komu á tal viðmostir, skiltu skjótt, at honvar ein skilagóð og gløggkvinna. Hon las nógv, lurta-ði eftir tíðindum í útvari og

sjónvarpi og fylgdi væl viðí øllum.

Við síni friðarligu atferðdugdi hon at tosa við øllfólk, bæði yngri og eldri,um næstan øll viðurskifti,og hon gav sær stundir atlurta eftir, hvat onnurhøvdu at siga.

Mostir hevði nógv vin-fólk, og trúføst var hon.Hon mintist til allar merkis-dagar hjá familju og vinum

og lat við seg koma við atringja ella á annan hátt vísauppmerksomheit.

Tað var áhugavert atpráta við mostir, tí hon vistiso nógv og hevði gottminni.

Mangar góðar løtur havieg havt norðuri hjá mostirog aðrastaðni saman viðhenni, sum eg altíð fari atminnast við takksemi.

Mostir var sjúk seinastu

tíðina. Hon visti, hvønn vegtað bar, at foldarlívið færenda, og hvønn hon skuldivenda sær til.

Harrin signi tykkum øll,ið eftir sita við sorg ogsakni.

Ærað verði minnið umMostir hjá Per.

Jóhann.

Stóra tiltakið hjá Áhugabólk-inum verður í Sambýlinum áHeygnum leygardaginÁhugabólkurin

fyri Eldri íNorðoyggjum

skipar fyri stórumloppumarknaði og

øðrum í morgin leygardagin kl. 10.

Bólkurin hevur hesi árinibólkurin hevur verið til,skipa fyri ymiskum tiltø-kum fyri eldri fólkum íNorðoyggjum og um hesa

tíðina í fjørð varð eisiniskipað fyri einum loppu-marknaði við køku- ogmattombola og kaffisølu.

Tiltakið var so mikiðvæleydnað at avgjørt var attaka tað uppaftur í ár ogímorgin leygardagin verðurkjallarin á Sambýlinum áHeygnum aftur ramman umstóra tiltakið hjá Áhugaból-kinum.

Endamálið við tiltakinumer at savna pening til frítí-ðarítriv og dagtilhald fyritey eldru.

Áhugabólkurin vónar atfólk taka eins væl undir viðtiltakinum sum gjørt varseinasta ár.

Um onkur vil í sambandvið Áhugabólkin, so ber tilat ringja til GerduAbsalonsen á tlf. 455174ella 456164 ella til HervørJoensen á tlf. 456360 ella216360.

Page 11: Nordlysid nr 25 2005

NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 11

Formaðurin í Ferðslunevndini

Innilig áheitaná borgarar í Klaksvík- Parkeringsviður-skiftini í Klaksvíkeru katastrofal ogskulu vit betra umhetta er neyðugt at

bogarar ogkommunan arbeiðasaman, sigur HansArne Bertholdsen

Formaðurin í ferðslu-nevndini hjá KlaksvíkarKommunu, sigur at stø-ðan viðvíkjandi parkeringav bilum og lastbilum íKlaksvík er katastrofal.

- Hetta ávirkar eisiniferðsluna í býnum og hug-burðurin hjá fólki er viðtíðini vorin tann at tey par-kera har tey sjálvi finna fyribest, og eg má viðganga ateg geri tað sama.

Innbjóðing til samstarv.Í ferðslunevndini sita

umframt formannin, HansArna Bertholdsen, HansDjurhuus og GunnleyDánjalsson.

- Vit hava tosað um atsett ein parkeringsvørð,men áðrenn tað kann gerastmugu karmarnir fáast ílagið. Her meini eg við atvit kunnu ikki byrjað atútskriva bøtur uttan so atvit hava økir at vísa á tilparkering.

- Vit hava í hesum sam-bandi funnið øki har lasbi-lar kunnu standa uttan atvera til ampa fyri búsetingella ferðslu.

- Eg vil eisini heita innili-ga á fólk um at hyggjanærri eftir teirra egnu par-keringsviðurskiftum.

- Tey sum hava møgulei-ka til at hava bilin inni áegnum stykki eiga at fáahetta í lag og tey sum ikkihava henda møguleikakunnu seta seg í sambandvið okkum soleiðis at vit ífelag kunnu finna eina nøk-

tandi loysn.- Vit arbeiða við at gera

parkeringsøkir kring um íbýnum. M.a. niðan fyrisjómansheimið, áStoksoyravegnum, Kjalar-vegnum og aðrastaðni.

FerðsluforðingarnarHans Arne Bertholdsensigur at ferðslunevndineisini arbeiðir við atumskipað ferðsluforðing-arnar sum eru á ávísumstøðum í býnum.

- Tey sokallaði "bumpi-ni" vera tikin burtur ogannað slag av ferðsluforð-ingum kemur ístaðin sumer meira tíðarhóskandi ogsum er betri fyri allar part-ar.

- Men stórsti trupuleikin íferðsluni í løtuni er parke-ringsviðurskiftini. Skalhesin trupulleikin loysast erneyðugt við samstarvi mil-lum kommununa og bor-garnar, sigur Hans ArneBertholdsen

Dagtilhaldið skipar fyri tombolaMikudagin skipar Dagtilhald-ið fyri tombola og "fortovsca-fe" við Sambýlið á Heygum.Mamy Dahl Sørensen, leiðari á

Dagtilhaldinum í Klaksvíksigur, at tá drottningavitjanin erav mikudagin og kongaligugestirnir eru farnir úr býnum,

verður skipað fyri hugnaløtuvið Sambýlið á Heygnum atskipað verður fyri "fortovscafe"um viðrar uttanfyri Sambýlið

og í kjallaranum verður tombo-la. Vit vænta nógv fólk hendadagin, tí vit rokna við at nógvfólk er í býnum til drottninga-

vitjanina og aftaná er hóskiligtat spáka sær ein túr niðan áSambýlið á Heygnum, sigurMamy Dahl Sørensen at enda.

Klossut samráðingarhegniViðmerkingar til

leiðarin íNorðlýsinum

10/6-2005

Sum ein, ið hevur talaðfyri meira samhaldi, sam-starvi og møguligarisamanlegging seinastu12-16 árini, er mín niður-

støða, at alfa og omega -er samráðingarhegni ogvilji.

Heilsumiðstøðin- ið sjálvandi allir nýtararskulu eiga, gjalda og reka.

Hvannasunds kommunafekk síðst í nítiárunum fyr-ispurning at vera við atbyggja læknamiðstøð -hennara partur tá varð rok-naður til 700.000 krónur.

Settar vórðu á fyrstu fíg-gjarlóg eftir skrivið 350tús. kr. Árið eftir vórðuavsettar tær írestandi 350tús. kr.

Í 2001 vóru fyrstu 350tús. kr. fluttar KlaksvíkarKommunu. Hesar lógurúma tíð í gjaldførinum hjákommununi áðrenn nakarspaki varð settur í.

Tá seinnu 350 tús. kr.skuldu gjaldast, varð spurt

hvussu gekk við arbeiði-sætlanini og um matrikku-leringin var fingin uppápláss - t.v.s. at okkara kom-muna stóð sum ognari avsínum parti umleið 10%.

Svarið mær var upplýst -haldið tykkum fast - var -tit koma ikki at standa sumpartognarar av hesum byg-ningi - tit hava gildið til.Peningurin fór av okkaraíløgukvotu.

Seinna gjald varð steð-gað, tí vit vildu ikki gjaldatil nakað, ið vit vóru nokta-ðir at eiga.

Í grannskoðaraprotokollHvannasunds kommunufyri 2003 stendur, citat:"Harumframt er bókað einskuld til KlaksvíkarKommunu uppá 350 tús.kr, sum er gjald fyri lækna-miðstøð í Klaksvík. Óvister um henda upphædd sum

er útreiðsluførd í undanfar-num árum verður gil-din"???

Tá samráðingarhegnið erso klossut, verður trupult atkoma á mál.

Vinarliga Pimmi

Page 12: Nordlysid nr 25 2005

12 NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005

Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í umhvørvismálum:

IRF stóran týdning fyriFøroyska umhvørvið

Reint umhvørvi er ein hin besta íløgan, og her

skulu vit sjálvandistanda saman.

Vísandi til grein hjáRegini Jacobsen, nevn-darformanni í IRF íSosialinum og Dimma-lætting nú í vikuni, fari egat geva honum fullkomili-ga rætt í, at IRF avgjørt ereitt av størstu umhvørvi-sátøkum í landi okkara, jakanska tað størsta.

Hinvegin tykist sum um,at nevndarformaðurin roy-nir at nýta ymiskar ven-dingar, har ró verður framundir, at Landsstýrið ikkivirðir arbeiðið hjá IRF nógmikið, og at tað er orsøkintil, at Landsstýrið ikki ferinn at stuðla IRF viðpeningi, ella eitt nú at eftir-geva einum láni, sum IRF

hevur hjá landinum. Hann sigur m.a. at "IRF

vónaði, at Føroya Lands-stýri, eins og við Fjar-hitafelagnum, vildi finnaeina loysn og avskriva altlánið ella partar av tí".

Vit skulu minnast til, atIRF fekk ávísan part avláninum eftirgivið í sam-bandi við upprunaligu byg-gitrupulleikarnar á sinni.So nakað er hent á hesumøki.

Ávísur munurá KOB OG IRFHinvegin eri eg púra sam-dur við nevndarformanni-num í, at tann stóri munu-rin millum KOB og IRFer, at KOB hevur eittmeiri avmarkað og tí kost-naðarlítið øki at ruskinn-savna afturímóti IRF, sumhevur nógv tann størstapartin av Føroyum, bæðistørru plássini og smáuoyggjarnar, at her átti atverið givin ein kompensa-

tión.Í mong ár hevur peningu-

rin, sum fór í Fjarhita-felagið í likvidatión, veriðtikin fram og settur uppímóti láni hjá IRF. Ennhevur peningaligur stuðultil IRF ikki fingið politis-kan meiriluta. Hetta kannkanska tykjast heldur løgið,men eg má bara staðfesta atso hevur verið.

IRF fær pening fyri spilloljuTó fari eg at gera vart við,at ruskinnsavnan og rusk-burturbeining eru løgd úttil kommunurnar. Tórs-havnar kommuna valdiikki at verða við í solida-risku loysnini, men íroynd og veru hava kom-munurnar sjálvar valt,hvussu tær meta seg bestkunnu skipa og loysa upp-gávuna.

Lat meg leggja afturat, atkommunurnar gjalda sjál-var ruskinnsavningina,

meðan landið rindar smár 3milliónir krónur árliga fyriinnsavnan av spillolju.

Vit skulu eisini minnasttil, at onnur mál verða atfylgja upp í komanditíðum, eitt nú rusk- og spil-livatnsinnsavning frá ski-pum. Henda part verðurIRF eisini noytt til at takaupp saman við sínum lima-kommunum.

Framhaldandi at samskiftaLat meg í fyrstu syftu geravart við, at bæði Lands-stýrið og eg virðismetastórliga tað megnarverkIRF ger fyri at haldaføroysku náttúruna reinaog harvið virðismikla.

Eg haldi sjálvur, at viteiga framhaldandi at tosaum viðurskifitni og í sam-starvi fáa tað besta burturúr, tí reint umhvørvið er einhin besta íløgan.

At enda vil eg minnanevndarformannin hjá IRF

á, at betur er at samskifta áfundum okkara millum hel-dur enn alment at rógva

uppundir, at landsstýriðikki virðir arbeiðið hjá IRF.Tí so er als ikki.

Eg vil heita á lands-ins mynduleikar -

og politisku flokkar-nar - at vísa í verki,

at teir taka undirvið arbeiðnum hjá

IRF at fáa og haldaeitt reint og gottumhvørvi í øllum

oyggjum í Føroyum.

Flestu fólk hugsa ikkistórvegis um ruskið tá taðer farið í ruskposan.Ruskið verður jú heintaðregluliga, og so er ikkimeira hóvasták av tí.Verður ruskið hinveginikki heintað, so ganga ikkinógvir dagar fyrr ennrøring kemur í.

Seinastu mongu árini ermeira fokus sett á -umhvørvið, - náttúru, -grøn økir og - trivnaðiannars. Í hesi gongdini er

altavgerandi at hava skip-anir til at taka hánd um bur-turkast av alskins slag.

Í 1989 varð brennistøðinhjá IRF á Hagaleiti íLeirvík tikin í nýtslu. Hettavar eitt tiltak, sum føroyskukommunurnar vóru felagsum, tó undandikiðHavnina, sum valdi sínaegnu loysn. Tað er einki atyvast í, at IRF er størstaumhvørvisátak í Føroyumhigartil.

Í endamálsgreinini í við-tøkunum fyri IRF stendur:Felagsins endamál er:

· at virka fyri at burtur-kast og annað órudd verðurbeint burtur, so dálking avumhvørvi heldur uppat

· at løgtingslóg nr. 48 frá9. juli 1970 um náttúrufri-ðing og løgtingslóg nr. 134frá 29. oktober 1988 umumhvørvisvernd verðahildnar, og um gjørligt, atfáa framleiðslu í lag í sam-band við frammanfyrinevnda endamál.

IRF heintar sum kunnugtburturkast frá húskjum,bingjuplássum og virkjum ílimakommunum. Ruskiðverður skilt í fleiri bólkar: -tað sum kann brenna - pap-pír og papp - lívrunnið bur-turkast - jarn - elektroniskirlutir - vandamikið burtur-kast - spillolju og - rottang-aevju.

Hetta verður gjørt eftireini solidariskari skipan,har allar kommunur íFøroyum deila kostnaðinsínamillum og gjalda eftirtali av íbúgvum í einstøkukommununum.

Tað er eyðsæð at kostna-ðurin, bæði at gera íløgur íinnsavningarskipanir ograkstur annars er høgur, tátalan er um innsavning ogflutning av ruski ímillumsmábygdir og smáar oyg-gjar, sum talan í stóran muner um í Føroyum.

Sum dømi kann nevnast,at kostnaðurin at heinta rot-tangaevju í einari av lítlu

oyggjunum er hægri ennárliga gjaldið, sum oygginskal gjalda fyri alla tænas-tuna (bæði fyri rusk og rot-tangatøming) frá IRF fyrieitt ár.

Sum annað dømi kannnevnast, at IRF árliga rin-dar góðar 2 mió kr í flut-ningskostnaði av at flytaruskið millum oyggjarnar.Harafturat kann nevnast, attað er kostnaðarmikið bæðií útgerð og rakstri, at savnarusk saman í smáplássum.

Sum kunnugt, hevurbrennistøðin nýliga fingiðumhvørvisgóðkenning.Drúgv viðgerð hevur veriðav hesi umhvørvisgóðken-ning. Krøvini sum eru ásettviðføra, at brennistøðinskal gjalda eina árliga eykaumhvørvisútreiðslu áumleið 3 mió kr ella uml.100 kr/íbúgva/ár.

Tá IRF byrjaði, varð gjal-dið fyri hvønn borgaraáleið 700 kr árliga. Fyriárið 2006 verður gjaldið

1.230 kr árliga fyri hvønnborgara. Eftir 5 ára fíggja-rætlanini hjá IRF, kemurgjaldið at hækka upp tilumleið 1.630 kr árliga írok-na rottangagjald til tess atfáa raksturin at hangasaman.

Hóast alt hetta, so er láni-byrðan hjá IRF alt ov stór.Framvegis er skuldin 71mió kr sum er nógv, táhugsa verður um, at bren-nistøðin eftirhándini nær-kast 20 árum. Hóast støðiner væl viðlíkahildin, kannikki síggjast burturfrá, atum nøkur ár skal fitt avpeningi til fyri at dagførabrennistøðina.

IRF hevur í hesum sam-bandi havt fund viðInnlendismálaráðharrantann 10.05.2004 ogFíggjarmálaráðharran tann07.06.2004 um, at lands-kassalánið ella partar av tí,sum IRF hevur fráLandsstýrinum verðuravskrivað.

IRF vónaði, at FøroyaLandsstýri, eins og viðFjarhitafelagnum, vildifinna eina loysn og avskri-va alt lánið ella partar av tí;men framvegis er einginstøða tikin til hetta.

Tá kostnaðurin til reno-vatión í smákommunum íFøroyum fer uppá 10-15%av skattaálýkningini(samanborið við uml. 3% íTórshavnar kommunu),kann hugsast at øll skipaninfær trupulleikar.

Eg fari at mæla til, atsamfelagið framvegisgongur á umhvørvisleið -samfelagi og borgarum tilgagns. Tó fari eg at heita álandsins mynduleikar ogpolitisku flokkarnar at vísaí verki, at teir taka undir viðarbeiðnum hjá IRF at fáaog halda eitt reint og gottumhvørvi í øllum oyggjumí Føroyum.

Regin Jacobsen, nevndarformaður í IRF:

IRF - eitt reinari umhvørvi - er tað tað vit vilja?

Page 13: Nordlysid nr 25 2005

NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 13

Jógvan Eliasen skrivar: Tíðindi frá Næraberg tann 15-06-2005

Hey øll heima.Endiliga koma nakrarreglur frá Nærabergi. Fráálítandi keldum hava vitfingið at vita, at mangurkring um í Føroyum hevurkagað inn á portalin hjáNorðlýsinum fyri at frættafrá okkum umborð áNærabergi - higartil uttaneydnu. Men her koma sonakrar linjur.

Royna í íslendskum sjógviVit fóru av Klaksvíkinifyri eini góðari viku síða-ni, nærri mánadagin eftirnorðoyarstevnu. Fariðvarð vestur í hav í íslend-skan sjógv at royna, ogsigast má, at fiskiskapurinhevur roynst bara heiltvæl. Vit royna 90 fjóð-ringar úr Eysturlandinumog einar 110 fjóðringar úr

Kallinum. Vit hava ligið ísama øki, síðani komiðvarð á fiskileið fyri jústeini viku síðani, og vithava fingið 300 tons avfrystum surimi í lastina, -og tað er góður fongureftir so stuttari tíð. Veðriðhevur verið gott higartil.

Nógv nýtt fólkSummartíðina eru oftanógv nýtt fólk við Næra-bergi, og hetta summariðer einki undantak í somáta. Tað vóru nógv, iðmynstraðu av eftir seinas-tasta túr, og nýtt fólk komumborð. Við eru 80 fólkúr øllum landinum.

Annar kokkurHendan túrin eri eg myn-straður sum annar kokkurá náttarvakt, og saman viðmær havi eg ein skilagó-

ðan gerðamann, Absalon íGerðum, sum fjóðri kok-kur. Absalon hevur veriðkokkur umborð áEnnibergi í fleiri ár, oghevur havt áhuga fyrimatgerð frá ungum árum.Hann er ein fyrimyndarli-gur bakari, og tað er næs-tan ikki løtan, har hannikki hevur mjøl á fingru-num.

Í galluni er eisini einannar kenningur úrKlaksvík, Finn Stampe.Hann rokast um daginsaman við hovmeistarar-num Mai Britt úr Saksun.Tey rigga bara heilt vælsaman. Við undirritað ogStampe í Gallunni verðurmangan spurt nær TrøllaOmman man fara at myn-stra við Nærabergi.

Annars haldi eg at hettaer tann túrurin, har eg havi

møtt flest klaksvíkingumumborð - vit munnu veraeini 10 í tali.

Lion skipariEins og vanligt er annanhvønn túr, so er tað LionPetersen, ið er skiparihendan túrin. Stýrimenneru Heri Hendrikssen ogJógvan á Lakjuni. Inni íeinum kamari fann eg ikkifærri enn fýraKlaksvíkingar eitt kvøl-dið, ið sótu og hugnaðusær. Teir vóru MagnusMikkelsen, Jógvan áLakjuni, Antinis Olsen ogKristian Andreassen.

Gjørdi lagkøku til unnustunaÍ morgun kl. 05.00 komJákup Michaelsen í gallu-na. Ørindini vóru at geraeina lagkøku til unnustu-na, Kristinu úr Vest-manna, ið fyllir 18 ár ídag, og tað var ein stolturJákup í fór at purra gentu-na við køku í hond.

Eg viðfesti nakrar myn-dir, eins og vanligt, og titeru vælkomin at senda einaheilsan til onkran umborð,ið eg beri víðari. Sam-skiftismøguleikarnir her avleiðini eru ikki góðir. Vithava bert satelitt samband,og tað er hundadýrt atbrúka, so tað er ein orsøktil, at fólk ikki ringir so oftaheim.

Alt tað besta higani.Jógvan Eliasen

jegvan@næraberg.jfk.fo

Antinis gevur Kristiani haruoyru

Buffé-in hjá Finn seinasta leygardag - eingin nýtist at ganga svangur umborð.

Makkarin hjá øðrum kokki Absalon í Gerðum.

Jákup leggur seinastu hond á verkið.

Page 14: Nordlysid nr 25 2005

Umframt at vitjavinfólk, verður eisi-

ni fyrilestur fyristarvsfólk í Norðoya

Sparikassa.

Hetta vikuskiftið vitjarkendi danski sjónvarpslæk-nin Peter Q. GeilingKlaksvíkina. Hetta er næstuferð hann vitjar í Føroyum.Fyrstu ferð hann var her,hevði hann nakrar almennarfyrilestrar og var tað áhávetri. Hesaferð er ferðinmeira ætlað sum ein hugna-túrur, har hann saman viðvinfólkum í Klaksvík fer atroyna seg á floti og um veð-rið verður til tað, so verðureisini farið í fjøllini. Tó so,Norðoya Sparikassi hevurligið framvið og bjóðahonum at hava ein fyriles-tur fyri starvsfólkunum ley-garmorgunin. Peter Q.Geiling sigur í stuttari við-merking, at hann gleðir segnógv at síggja Føroyar núsummarið er.

So er bert at vóna at veð-rið verður til vildar dagar-nar læknin vitjar íFøroyum.

14 NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005

VØDDAMÝKINGviðgerðir fyri t.d.:

ítróttarskaðarryggtrupuleikar

Stresso.a.

v/ Anna SivertsenFysiurgisk massør/

sportmassørTELEFON 504629

UNDIR NEYSTUNUMUNDIR NEYSTUNUM

www.nordlysid.fo

KettlingarTveir sera elskuligir ket-tlingar vera lætnirdjóravini. Tlf. 253652ella 220377

Frá KlaksvíkarFimleikafelagVenjarar og fimleikararvera bidnir at møta íKlaksvíksgarðinumsunnudagin kl. 13.30 tilskrúðgongu. - Nevndin

Trummusett ynskistBrúkt trummusett ynskisttil keyps.Tlf. 221843 ella 225241

Bátur til søluEin Sómi, 8,70 m langur,við fiskiloyvi, útgjørdurvið línuspæli og snellumog harafturat nógvariútgerð.Tlf. 216940 ella 220844

Lægens Bord á vitjan íKlaksvík um vikuskiftið

Bilur til søluBMW 325 ix árg. 84, 170hk, koyrt 131000 km. Særgott út og koyrir fíng ígóðum standi. 17" felgurfylgja við. Verður seldurtil hægsta boð.Tlf. 252506

BurturmistOlympus myndatól bur-turmist á Norðoyastevnu.Finnarin fær 500 kr. ífinningarløn.Tlf. 456785 ella 216785

Bátur til søluFøroyskt 5 mannafar við7 hk páhangsmotori.Tlf. 214901

Lutaseðlarseldir í Skálanum áNorðoyastevnu: 1. 60025,2. 60658, 3. 60984, 4.62559, 5. 62607, 6.60352SóknarfelagiðSigurðsglæmanTlf. 262383

Til søluDet store Danske mad-leksikon 20 bind, 300 kr..Tlf. 457027ella 227027

KettlingarTveir fittir kettlingar, 3mánaðar, kunnu fáast.Tlf. 457027ella 227027

HjálpKettan hjá okkum fór útleygarkvøldið og er ikkiafturkomin. Er tað nakar,sum veit um hana at sigaokkum, ella um onkurhevur koyrt hana yvir, sogóði/góða sig okkum frá.Hon er svørt og hvít undirbúkinum og hevur hvítarlabbar.Tlf. 455714ella 215714

Suzuki Alto 1,0við automatiskumgearum, árg. 1998, koyrt8000 km, til sølu.Tlf. 210477ella 456858

NorðoyastevnaLutaseðilnr. 81203 (grønur), lamb.Vinnarin verður biðin atringja átlf. 757575Takk fyri stuðulinBygdarfelagið Báran

NorðoyastevnaLutaseðilNr. 27106, (gulur) fartele-fon Nokia 5140.Vinnarin verður biðin atringja á tlf. 459000.Takk fyri stuðulin.ÁrnafjarðarRóðrarfelag

Klaksvíkar Róðrarfelagskipar fyri bussferð

Ísamband við FM. kappó-ðurin, sum verður leygar-dagin 19. juni í

Hósvík, skipar Klaks-víkar Róðrarfelag fyri buss-ferð til Hósvíkar.

Bussurin fer klokkan

13.45 frá ferjuleguni íLeirvík. Hetta er í

samsvar við túrin hjáDúgvuni klokkan 13.15 úrKlaksvík

Tá ið kappróðurin erliðugur, koyrir bussurin

aftur til Leirvíkar.Kostnaður fyri tiltakið

aftur og fram er 50 krónir.

Møtið fjøllment

Dekkarar tilFiskiveiðieftirlitið

Tvey størv sum fulltikin dekkari og eitt starvsum ófulltikin dekkari á skipunum hjáFiskiveiðieftirlitinum, verða hervið lýst leys.

Fulltikin dekkari:Arbeiðið umfatar at ganga vakt, og annars takalut í vanligum skipsarbeiði.Førleikakrøv:· Lýkur krøvini sum fulltikin dekkari sambærtkunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvin-nubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk.· Heilsuváttan fyri sjófólk (uttan avmarkingarog skikkaður til kagtænastu) · Trygdarskeið. Fyrimunur er við gildugum tryg-darskeiðsprógvi.· Prógv, so sum vaktarhald, frc, bátaførara, eld-sløkking, fyrstuhjálp, vinnukavari og onnur iðeru viðkomandi fyri starvið. Fyrimunur er viðgildugum prógvum.

Størvini sum fulltikin verða at seta sum skjótast.

Ófulltikin dekkari til FiskiveiðieftirlitiðErt tú ung/ungur, og hevur hug til arbeiðiumborð á skipi, er hetta ein góður møguleiki.Starvstíðin sum ófulltikin dekkari, telur á samahátt sum starvstíð við handilsskipum

Arbeiðið umfatar at ganga vakt, og annars van-ligt deksarbeiði.

Førleikakrøv:· Heilsuváttan fyri sjófólk (uttan avmarkingarog er skikkaður til kagtænastu) · Trygdarskeið. Fyrimunur er við gildugum tryg-darskeiðsprógvi.

Setanin er avmarkað til tvey ár.Starvið sum ófulltikin verður at seta frá 09 sep2005

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála mill-um Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undirtí. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiði-eftirlitið.

Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum ogmøguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiði-eftirlitinum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2005kl. 1200.

Umsóknir skulu sendast til:

FISKIMÁLARÁÐIÐAtt.: Fiskiveiðieftirlitið

Postsmoga 347110 Tórshavn

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast viðat venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara Ó

KEYP

IS S

MÁL

ÝSIN

GAR

Í NO

RÐLÝ

SINU

M

Page 15: Nordlysid nr 25 2005

NR. 25 FRÍGGJADAGIN 17. JUNI 2005 15

ALLAR LÝSINGAR Í TEIGINUM »UNDIR NEYSTUNUM« KOMA TVÆR FERÐIR Í BLAÐIÐ. LÝSINGARNAR VIÐ GRÁUM BOTNI, ERU Í BLAÐNUM FYRI AÐRUFERÐ.

L Ý S I N G A R T E K S T U R

Seinasta freist fyri lýsingar er týsdag kl. 16.00

S E N T H E V U R

Merkið brævbjálvan »Undir neystunum«

Sendið hann til: Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík

Navn:Bústaður:Bygd/býur:Tlf.:

L Ý S I N G A R T R E Y T I R

Í mestalagið 40 orð. Bert ein lutur í hvørjari lýsing.Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virkigjalda vanligan lýsingarprís. Teigurin er ókeypisfyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingaroman fyri hesa upphædd og bill. merk. kosta 100kr. hvørja ferð. Fyri lýsing við fleiri enn 40 orðum,er vanligur prísur galdandi. Lýsingin skal verðaskrivað á henda seðil og verða klipt úr einum Norð-lýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verðasendar okkum ígjøgnum fax ella eru skrivaðar ákopi, er vanligur lýsingarprísur kr. 100,- galdandi.

V I N A R L I G A S E T I Ð M Æ R H E S A L Ý S I N G Í B L A Ð I Ð T V Æ R F E R Ð I R

UNDIR NEYSTUNUMUNDIR NEYSTUNUM

Eg átaki mær alla fyrifallandi koyring.

LASTBILA KOYRINGv/krána, grabba

og vippu

Suni EliasenTELEFON 456497

MOBIL 222614

GRAVINGEg átaki mær fyrifallandigraviarbeiði við maskinu

og minidumpara.

*Graving rundan um hús.*Fyri bilhúsi og úthúsum.

*Veitir*og velting.

Árni MagnussonTELEFON 22 44 91

og tlf. 45 79 91

S I N N I S B A T IÍslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn,

Tlf. 322544 - Fax [email protected]

Skrivstovan er opinmikudag frá kl. 16,00-18,00.

Fyrsta mikudag í mánaðinum eropið til kl. 19,30.

Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt,

sum hevur við sinnistrupulleikar at gera.

KLIPP OG SÓLV/ Mariu ChristiansenTelefon 45 59 07

GOTT SMYRJU-

BREY ÚT AV HÚSINUMTELEFON 45 53 60

TAXA KOYRINGAUTO tlf 590000

MP TeknikService

v/Malvinus & Petur i Gong

Postboks 312Bumshamarsvegur 7

700 Klaksvík

[email protected]

Fartelefon nr. 220089

Umvælingar av allarielektroniskari útgerð

HVÍTVØRURRADIOÚTGERÐ

SJÓNVARPVIDEO

STEREOPARABOLIR

OG MANGT ANNAÐ

MP Teknik ServiceRadio- og

Hvítvøruverkstaður

Bil og Bussupp til

10 ferðandi

585602

Øll fyrifallandiLASTBILKOYRINGvið krána, grabba

og vippu.

Tøkur alt samdøgrið.

J. L. LydersenT L F . 2 2 5 5 9 0

NORÐOYATANNARØKT

Telefon 45 83 30nordlysid.fonordlysid.fo

MálaraarbeiðiVit átaka okkumalt málaraarbeiði - bæði úti og inni.

A. M. - MÁLINGv/André Matras

Telefon 224482

Ring og fá eittóbindandi tilboð!!!

UndirklæðirSuper góðir og flottir BH til tað

stóru bringuna frá HALI-LINGERI.

*til ung og eldri

*allar støddir

* Hevur tú

trupuleikar at finnarætta BH, so kom

og royn hann íKA -KI

*Komi eisini feginheim til tykkum at sýna fram kollektiónina.

Umboð:Kirsten Tróndheim

Tlf. 220443

W W W . N O R D L Y S I D . F O

Page 16: Nordlysid nr 25 2005

Leirvíkskona letur uppMassagu klinikk í Klaksvík

Anita Dam úr Leirvík bjóðar nú

klaksvíkingumvødda mýking við

serligum teldustýrd-um stóli

Norðlýsið var í vikuniinni á gólvinum hjá Anituá Biskopstøðgøtu 14, oghóast vit í fyrstuni vórueitt sindur í iva um hvatvit kundu vanta frá hesumteldustýrda stóli, so gjør-dust vit ovfarin av viðge-rini.

Hevði sjálvbrúk fyri massagu.Anita Dam, sum er búðsi-tandi í Leirvík, sigur athon hevði sjálv trupulei-kar við rygginum og tí fórhon at leita eftir hjálptóli.

- Eg fann fram til hendanstólin sum er góðkendur avheilsumyndugleikunumhann hevur verið til serastóra hjálp.

Undirritaði royndi eisinistólin og tað skal sigast atdugur var í stólinum.

Fyrst føldi telduskipaninseg fram til bindingar ívøddunum, líka frá høvdi-num og niður í yljarnar.Síðani byrjaði hann atarbeiða og tað var skiftivísvið mýkjandi rørslum,tøkum og ristingum.

Ein kann sjálvur veljahvussu hart stólurin skalarbeiða, og viðgerðin ervanliga einar 20 minnuttirvið innstillingum.

Anita Dam sigur at stólu-rin er góðkendur av heilsu-myndugleikunum og verð-ur viðmæltur av ergotera-pótum og kiropraktor.

Viðgerin kostar 80 kró-nur hvørja ferð tó kosta tíg-gju viðgerðir einans 690,-krónur.

Í løtuni heldur Anita til áBiskopstøðgøtu 14, og teysum ynskja eina viðgerkunnu ringja tlf. 222152.

Klokkan Tiltøk09,00 Bjørn Kalsø setur Føroya Sjómannadag 200509,15 Norðoya Sparikassi bjóðar morgunmatarborð10,00 Togtogan millum skipsmanningar10,30 Svimjukapping um vánna11,00 Hoppikapping á boyum 11,30 Kapprógving millum bátar í Norðoyggjum12,30 Stór bjargingarroynd13,00 Heimsmeistarakapping at skera agn13,15 Heimsmeistarakapping at knýta uppí 13,30 Heimsmeistarakapping í trolbøting15,00 Heimsmeistaraheiti í egning17,30 Safett rennikapping við stampum18,30 Heimsmeistaraheiti í sjómanstaki19,00 Heimsmeistaraheiti at kasta lodd19,30 Heimsmeistaraheiti halda dregg20,00 Heimsmeistaraheiti í kjelving21,00 Steypahandan til betsu bátarnir og

skipini í Norðoyggjum21,15 Útróðarfelagið heirðar sjófólk í Norðoyggjum23,00 Dans på bryggan

ÚTSTILLINGAR OG ONNUR TILTØKFramsýning hjá FiskirannsóknarstovuniFramsýning av livandi fiskumFramsýning av skeljadjórumFramsýning av fiskiamboðum og tólumDragin hevur framsýningJollu útleiðanLær at binda knútarSølubúðirFlakaskeringGita vekt á einum toskiRC-felagið siglur við modelbátumBarskor siglur Klaksvíksrutuna

Arbeiðsskrá fyri sjómannadagin 2005 í Klaksvík tann 20 august