nordlysid nr 27 2013

36
FØROYA SJÓMANNADAGUR í Klaksvík 13. - 18. august ØLL TILTØK ERU ÓKEYPIS Síða 14-15 Klaksvíkar Kommuna EIK Hvalnes JFK Norðoya Íløgufelag Føroya Fiskimannafelag Thor Varðin Føroya Tele Tryggingarfelag Føroyar Vodafone Berglon Kjølbro Heilsøla Kjølur Havsbrún Samskip Faroe Ship Mest Magn Framherji Enniberg Nor›oya Sparikassi Vónin EL-IN KJ-Hydraulik Atlantic Airways Smyril Line Hotel Føroyar 62N Airport Hotel Elding Føroya Bjór Hotel Hafnia Á handlarnir (INN) Føroya Keypsamtøka NEMA Fegin KBI Norðlýsið Ågot Ivan Bilar Borg Faroe Marine Pro- ducts Jákup B Líðhamar KSS TTS Sportmaster EFFO MBM NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 Stór skrá í blaðnum STUÐALAR HJÁ FØROYA SJÓMANNADEGI 2013 Egndi við hond á Flemish Kap Síða 26-29 KVINNAN Á BRÚNNI 9 772245 065007 10.000 kr frá kjølur til vinnarin av fm í egning Síða 12

Upload: nordlysid

Post on 22-Feb-2016

308 views

Category:

Documents


0 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 27 Mánadagin 12. august 2013

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 27 2013

FØ ROYA S JÓM A NN A DAGURí Klaksvík 13. - 18. august

Ø LL TILTØ K ERU ÓK E Y PIS

S í ð a

1 4 -1 5

Klaksvíkar KommunaEIKHvalnesJFKNorðoya ÍløgufelagFøroyaFiskimannafelag

ThorVarðinFøroya TeleTryggingarfelagFøroyarVodafoneBerglonKjølbro HeilsølaKjølur

HavsbrúnSamskipFaroe ShipMestMagnFramherjiEnnibergNor›oya Sparikassi

VóninEL-INKJ-HydraulikAtlantic AirwaysSmyril LineHotel Føroyar62N Airport HotelEldingFøroya Bjór

Hotel HafniaÁ handlarnir (INN)Føroya KeypsamtøkaNEMAFeginKBI

NorðlýsiðÅgotIvan BilarBorgFaroe Marine Pro-ductsJákup B

LíðhamarKSSTTSSportmasterEFFOMBM

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 Stór skrá í blaðnum

S T U Ð A L A R H J Á F Ø ROYA S JÓM A NN A DEGI 20 13

Egndi við hond á Flemish KapS í ð a

2 6 -2 9

K VINNAN Á BRÚNNI

9772245065007

10.000 kr frá kjølur til vinnarin av fm í egning

S í ð a12

Page 2: Nordlysid nr 27 2013

2 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Page 3: Nordlysid nr 27 2013

3NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Page 4: Nordlysid nr 27 2013

4 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

M I N S T T I L F I S K I K A P P I N G I N A

Page 5: Nordlysid nr 27 2013

5NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Page 6: Nordlysid nr 27 2013

6 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Kl. 09.00 Gongutúrur byrjar úr Kunoy. Gingið verður uppum Skarðsgjógv og til Skarðs. Møtt verður uppi í Keldum í Kunoy.

Kl. 09.30 Dragin fer av Klaksvík og norður um Nakkin. Tekning á Kunningarstovuni tel. 456939.

Kl. 10.00 Gongutúrur úr Haraldssundi og norður til Skarðs. Møtt verður norðuri í bátahylin-um.

Kl. 10.30 - 13.00 Bátar sigla úr Haraldssundi norður til Skarðs.

Kl. 12.00 Stuttur gongutúrur niðan í Skarðdal.

Kl. 14.00 - 16.00 Minningarhald á Skarið:• Nevndin bjóðar vælkomin.• Felagssangur: Eg smáttu veit á grønu ong..• Jógvan Fríðriksson sigur nøkur orð.• Minnisvarðin verður avdúkaður.• Fløggini vundin í fulla stong.• Hans Pauli Olsen greiðir frá listaverkinum.• Jóan Pauli Joensen sigur nøkur orð.• Sangurin um Skarðsbygd hjá Hans J. Glerfoss verður sungin.• Óluva Klettskarð sigur nøkur orð.

• Felagssangur: Á mønu hjalsins stari.• Formaðurin handar borgarstjóranum minnisvarðan til varðveistlu.• Borgarstjórin sigur nøkur orð.• Nevndin hevur orðið og takkar fyri.• Tjóðsangurin verður sungin.• Umleið kl. 16.00 Bátar byrja at sigla fólk heim aftur.

Kl. 17.30 - 20.00 Smurt breyð, suppa, kaffi og kaka í byg-dahúsinum í Haraldssundi.

Kl. 17.30 - 22.00 Lutir av Skarði liggja frammi á Bakkavegi 5.

Kl. 17.30 - 20.00 Lutaseðlar verða seldir: Vinningur: Lista-verk eftir Fridjof Joensen.

Kl. 18.30 - 20.00 Kvøldseta í bygdahúsinum í Haraldssundi:• Hanus G. Johansen syngur.• Andrass Sólstein heldur fyrilestur• Hanus G. Johansen syngur.• Hansa Glerfoss sigur nøkur orð.• Hanus G. Johansen syngur sangin um Skarðsbygd hjá Hansa J. Glerfoss.• Felagssangur: Yrktur sangur til minningarhaldið.• Niels og Helgi Midjord syngja.• Hanus G. Johansen syngur.• Felagssangur: Nú dagur at enda er.

Minningarhald á SkariðSkrá fyri dagin 14. august

Myndir: Andrass Jacobsen

17. august verður Føro-ya Sjómannadagur. Sum nakað nýtt verður í ár eitt tiltak á degnum, har kokkar fara at matgera fiskavørur. Endamálið er at fáa sjálva vøruna í fokus.

Kendir kokkarNiclas Heri Jákupson er ein av fyriskiparunum av Sjó-mannadegnum.

-Vit hava fingið góð sam-bond við teir persónarnar, ið vóru partar av matfe-stivalinum í Havn fyri nøkrum árum síðani. Ein av kendastu kokkunum í Føroyum, Leif Sørensen, verður við. Gutti Winther, sum er kendur frá sjón-varpssendingini “Spísika-marið” verður við eins og Jóhan Joensen, ið er kokkur í Áarstovu í Havn. Afturat teimum ætla vit at fáa na-krar av teimum bestu kok-kunum í norðoyggjum at

vera við, sigur Niclas Heri.

Grilla fisk á bryggjuniTað verður tann eyðkendi góði fiska lukturin, ið ke-mur at vera á bryggjuni í nakrar tímar á sjómanna-degnum.

-Tað sum í høvuðsheitum fer at henda er, at vit fara at hava ein mini matfestival við føroyskum fiskavørum. Á bryggjuni koma grillir at vera settar upp, har øll fiskasløg, sum koma uppá land í norðoyggjum, fara at vera matgjørd. Føroyingar hava altíð fiskað og etið fisk. Fyrr tosaði man oftast í tonsum, nú er meira tos um virði á lastini. Men vit fara víðari og leggja dent á smakkin og hvat tað er, sum fær tað besta fram í fi-skinum. Á bryggjuni kunnu fólk so hava smakki royn-dir av hesum fiskinum, sum vit kalla fyri heimsins besta

fisk, sigur Niclas Heri við Norðlýsið.

Føroya besti skipskokkurEftir at kokkarnir fara at matgera ymisk fiskasløg til mongu gestirnar, so verður ein nýggj kapping á skrán-ni innan sama økið. Tá skal Føroya besti skipskokkur finnast.

-Aftaná alt hetta koma hesir kokkarnir so at finna Føroya besta skipskokk. Teir fáa eina uppskrift at gera við einum avísum fiski og einasta treyt fyri at vera við er, at ein er skipskok-kur. Eins og til hinar kap-pingarnar á Sjómannadeg-num, so er góður vinningur til vinnaran. Hetta er fyrstu ferð vit royna hetta, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at virka, si-gur Niclas Heri Jákupsson.

FISK A SMAKKI-ROY NDIR Á S JÓ-MANNADEGNUMFyri fyrstu ferð fer Sjómannadagurin hesaferð atvarpa ljós á smakkin á fiskinum, ið kemur uppáland í norðoyggjum.

Spælt verður umborð á draganum tá Føroysku Træseglskipini leggja at bryggju í Klaksvík leygar-morgunin og á middegi verður harmonikutónleikur

spældur. Eisini spæla har-monikutónleikarar yms-astaðni á bryggjuni ígjøg-num dagin.

H A RMONIKUTÓNLEIKUR Á S JÓM A NN A DEGNUMHarmonikufelag Føroya skipar fyri harmonikutónum á Sjómannadegnum.

Page 7: Nordlysid nr 27 2013

7NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

L E I Ð A R I N

Planter til salg.10 forskellige stauder 250

kr, Olearia og Griselinia til hæk, træer og bund-

dækkende planter. Gratis løg til påskeliljer sammen

med plantekøb..Eva Andersen, 448271

Tøkk

Eg takki øllum hjartaliga, sum mintust megá 90 ára føðingardegi mínum.

Tit sum komu inn á gólvið, og tit,sum ringduvið heilsan og fyri gávur.

Eisini eina tøkk til tykkum sum hjálptu til.

Heilsan Michael Kyrjarheyg

Guðstænastur

11augChristianskirkjan kl.11.00

Magnus B Jørgensen

Hvannasundskirkja kl. 12:00 við altarg. Gerhard Jónsson

Mikkelsen prædikar

18 augChristianskirkjan kl.11.00

Marjun Lómaklett

Àrnafjørð kl.11.00Magnus B Jørgensen

Kunoy kl.12.15 Magnus B Jørgensen

Hvannasundskirkjakl. 12:00 Maria Jørðdal Nicla-

sen ÚF

25 augChristianskirkjan kl.11.00Hanus á Gørðum altarg.

Húsar kl.11.00 Marjun Ló-maklett

Mikladalur kl.12.15Marjun Lómklett

Haraldssund kl.11.00Magnus B Jørgensen

1. juli 2013 bleiv Anna Berg útlærd sum Farmakonomur. Hon hevur lært á Norðoya Apotek.

Seinastti næmingur, sum bleiv útlærdur var í 1987.

Elisabeth Nystrøm 90 árEg fari at takka tykkum mongu, sum komu at heilsa upp á meg á mínum 90 ára føðingardegi tann 23.07.Takk fyri gávur og blómur, takk til øll tykkum sum gjørdu mær dagin so hugnaligan. Harrin signi tykkum øll.

Elisabeth Nystrøm

Frá Klaksvíkar FimleikafelagAv tí at tímarnir í hallunum ikki eru fastlagdir enn,

kunnu vit ikki sum vanligt hevur verið, lýsa venjingartíðirnar nú.

So skjótt vit hava fingið at vita okkara tíðir, vera venjingartíðir lýstar á Facebook og á www.nordlysid.fo

Nevndin

Sjómannadagurinein gestus frá vinnulívinum9. Sjómannadagurin fer av barkastokki í hesi vik-uni. Nógv er broytt, síðani fyrsta Sjómannadag í 2005, tí vit, sum fyrireika Føroya Sjómannadag hava roynt at broytt dagin nakað á hvørjum ári, hóast høvuðsleisturin hevur verið hin sami.

Tað er, at vit hava hildið uppá, at øll tiltøk á Føroya Sjómannadegi skulu vera ókeypis, bæði fyri vaksin og børn. Hetta skal vera ein familjudagur har vit steðga upp í meldrinum eitt bil, og hugna okkum saman við børnum okkara.

Men tað er ikki bara at siga tað, at seta eitt so stórt ókeypis tiltak upp á beinini, tí peningalig orka krevst.

Tað er her at føroyska vinnulívið við Klaksvíkar Kommunu og Eik Banka á odda, eigur stórt rós up-piborið, fyri at hava stuðlað Føroya Sjómannadegi so dyggiliga á hvørjum ári, at tað hevur borið til hjá fyrireikarunum at loyst tiltakið úr leisti nú níggju ár á rað.

Nú skal skráin ikki rekjast upp her á hesum teigi, tí hana kunnu fólk síggja á øðrum stað í blaðnum. Men leggið til merkist leygardagin kl. 13 – 17.00.

Sum nakað nýtt eisini, fer Føroya Sjómannadagur at undirstrika, at tá tosað verður um fiskivinnuna, so snýr alt seg ikki um tons og krónur.

Jóhan Mortensen, vinnulívsmaður í Havn, hevur í fleiri ár víst á, at ein saknur hevur verið í, matvø-ruvirðinum í tí, sum verður ført til landið.

Tað hevur Føroya Sjómannadagur tikið til eftirtek-tar. Flestu munnu vita, at Jóhan hevur gott sam-band við føroyskar gourmètkokkar, ið eru ímillum teir bestu í norðanlondum, ja, millum heimsins bestu.

Kokkarnir fara at gera serstakliga fiskavørur til á ymsan hátt og hjá okkum øðrum fer at bera til at fáa smakkiroyndir og helst eisini vegleiðing, um vit fáa hug at royna okkum í køkinum heima.

Havið kring um okkum er livibreyð okkara, tí er umráðandi at vit fara væl um tilfeingið líka frá tí vit á fyrsta sinni taka ráevnið og til tað verður etið. Alt úr sjónum er gott, men treytin er at vit fara væl um.Níggju ár eru nú liðin síðani Oliver Joensen, blaðstjóri og Niclas Heri Jákupsson, vinnulívs-maður stungu høvdini saman at byrja Føroya Sjó-mannadag. Men tað er ov lítið bara at finna uppá, handling krevst eisini og her hevur stóra toymið aftanfyri Føroya Sjómannadag lyft hetta tiltak á hvørjum árið uttan samsýning.

Umframt teir báðar frammanfyrinevndu eru í toy-minum. Karl Birgir Isaksen, Ólavur Poulsen, Eyð-stein Poulsen, Hjaltur Poulsen, Jákup Eydnugarð, Magnus P. Joensen, Finn Baldvinsson og John Wil-liam Joensen.

Page 8: Nordlysid nr 27 2013

8 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Stjórin í Norðoya Sparikas-sa, Marner Mortensen, si-gur at tað er fyrst og fremst týdningurin av at skapa trivnað í Norðoyggjum at Norðoya Sparikassi sam-starvar við Summarfestiva-lin og Steintór Rasmussen sigur at uttan ein góðan bakk sum Norðoya Spari-kassa hevði tað als ikki ve-rið møguligt at fyriskipað eitt so stórt og umfatandi mentanar átak sum Sum-marfestivalurin.

At tað hevur týdning at hava ein lokalan peninga-stovn er Summarfestivalu-rin eitt gott dømi um.

Eini 50 starvsfólk star-vast í Norðoya Sparikassa harav meginparturin er á deildini í Klaksvík. Sam-bært roknskapinum rindar Norðoya Sparikassi umleið 22 mió. Kr. í lønum á hvør-

jum árið og stórsti parturin fellur niður í lokaløkinum. Harafturat er eingin priva-tur eigari av sparikassanum og tí kemur eisini avlopið í nógv størri mun lokalsam-felagnum til góðar.

- Summarfestivalur og

KÍ eru millum tey sum fáa størsta stuðul frá Norðoya Sparikassa men harafturat stuðlar Sparikassin eina røð av feløgum og mentunarát-økum sum fyri størsta par-tin eru í Norðoyggjum.

- Hetta er 10. Árið at vit

eru við sum høvuðsstuðul hjá Summarfestivalinum og vit fegnast stórliga um hetta megnartiltak. Vit síg-gja tað sum ein nátúrligan part av okkara uppgávu at skapa trivnað í Klaksvík og tað verður m.a. gjørt

við at stuðla Summarfe-stivalinum, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

Fegnast stórliga um sam-starvið við Norðoya Spa-rikassaSteintór Rasmussen, sum saman við Erik Biskopstø fyriskipað summarfestiva-lin, sigur at Norðoya Spa-rikassi hevur havt alstóran týdning fyri Summarfesti-valin.

- Vit hava øll 10 árini havt Norðoya Sparikas-sa sum høvuðsstuðul og tá vit fyri nøkrum árum síðan tosaðu um hvørjar langtíðarætlanir vit høvdu var Sparikassin beinanve-gin fúsur til at gera eina langtíðar avtalu, sum hevur verið grundarlagið undir Summarfestivalinum. Ei-

sini hava vit øll árini havt eitt sera tætt samstarv við Norðoya Sparikassa og hava m.a. útbygt eitt serligt Silvaland við nógvum akti-vitetum fyri børn.

- Tað er eingin sjálvfylgja at eitt slíkt mentunartiltak sum Summarfestivalurin letur seg gera í Klaksvík og tí er tað av alstórum týdningi at samstarva við ein stovn sum Norðoya Sparikassa sum sær týd-ningin av at skapa trivnað og menning í Klaksvík. Vit eru sera takksamir fyri tað góða samskifti sum hevur verið hesi tíggju árini mil-lum okkum, núverandi- og undanfarnu leiðslu í Norðo-ya Sparikassa

Summarfestivalurin – eitt úrslit av 10 ára samstarvi við Norðoya Sparikassa

C A MP ING á Føroya Sjómannadegi

Campingøkið verður á útfyllingini, og atgongd verður til el, vatn og at tøma rottangan. Prísurin er kr. 500 fyri vikuskiftið 16.-18. aug. Um fólk hava hug at steðga dagar-nar millum festivalin og Sjómannadagin, so er prísurin frá sunnudag til fríggjadag 100 kr. pr. dag.

Bílegging og gjalding fer fram á Norðoya Kunningar-stovu.

Kom og ”campa” á Sjómannadegnum

Page 9: Nordlysid nr 27 2013

9NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

FISK IK A PPING, VATNK RÍGGJOG FL Ø SKUPOSTA R

Aftur í ár skipar Sjómannadagurin fyri væl umtóktu fiskikappingini og vælumtóktavatnkrígginum. Men áðrenn vatnkríggið, sleppa børnini at tveita fløskupostar. - Vantandi luttaka øll sløkkiliðini í ár, so tað verður eitt kríggj av eini aðrari verð.

Fríggjakvøldið byrjar Sjómannadagurin fyri børnini, tá fiskikapping verður. Aftaná fiskikap-pingina fara børnini um borð á Sjórænara-skip at kasta fløskupost og at kríggjast.

FiskikappinginStór fiskikapping verður fyri ”Sjórænarar” á Kósa-brúnni fyri bæði gentur og dreingir. Til fiskik-appingina mugu børnini sjálvi hava tráðu við, men agn fáa tey frá fyrireika-runum.

Vatnkríggj og fløskupostarTá ið fiskikappingin er av, fara børnini saman við vaksnum um borð á sjórænaraskipini. Børnini skulu vera í bjargingarve-stum og helst eisini smin-kað sum sjórænarar.

Umborð á sjórænara-skipunum verður farið út á Kallsoyarfjørð at tveita fløskupost og síðani inn aftur á Vágna, har vat-

nkríggj verður millum bátarnar. - Best er at vera í klæðum, sum kunnu ge-rast vát, tí luttakararnir kunnu gerast dýggjvátir.

Sjórænarakongurin mælir eisini teimum, sum ætla sær í kríggj, at gera seg til reiðar við vatnballónum, ikki luftballónum.

Tilmelding fer fram í EIK-Banka í Klaksvík.

Danial Viðoy

Reglugerð fyri fiskikapping Fiskikappingin verður fríggjdagin 16. august kl. 18 á Kósabrúnni.Tað eru børnini sum fiska og foreldur hava bert loyvi til at hjálpa til við at krøkja agn uppá húkin og taka fiska av húkinum.Børnini verða deild upp í fýra bólkar: Gentir og dreingir undir skúlaaldur - Gentir og dreingir í skúlaaldri. Øll fiska í senn.Tá kappingin er liðug skal fiskurin leggjast í stóra posan og navnið á lut-akaranum skrivast á seðil og leggjast í ein lítlan plastikk posa, sum síðani verður lagdur í stóra posan saman við fiskunum. Síðani verður posin lagdur har sum vektarmenn eru og øll fáa sun-kist og okkurt søtt aftur við.Vinnararnir av fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á sjómannadeg-num leygardagin við stóra morgun matar borið sum byrjar kl. 10. Handa-nin verður umleið kl. 11.

Reglugerð fyri vatnkríggj og fløs-kupostarKl. 19, eftir fiskikappingina, leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.Smærri børn saman við foreldrum verða boðin umborð á verjuskipið Bri-mil, sum eisini luttekur í vatnkrígginum (avmarkað atgongd).Brævið tit fingu frá deildini í EIK at koy-ra í fløskupostin skal útfyllast og koy-rast í fløskuna og proppur skrúvast á fløskuna. Síðani verður fløskuposturin kastaður tá komið er út í Kalsoyarfjørð og skiparin ella hjálparfólk geva boð.Av tí at tað kann gerast heldur roka-ligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini - heimið á Stongunum niðan fyri egningarskúrarnar. Her ber eisini til at síggja vatnkríggið millum skipini. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.Eftir at fløskupostarnir eru tveitir í Kal-soyarfirði verður siglt inn á Vánna har VATNKRÍGGJ verður millum bátarnar. Øll - bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við bør-nunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt tá tær verða kastaðar.

REGLUGERÐIR

Page 10: Nordlysid nr 27 2013

10 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Alfred Olsen, sum er for-maður í løgtingsins vinnu-nevnd, sigur nøkur orð og handar heiðurstekin. Hetta fer at ganga fyri seg leygar-morgunin ímillum 10-12, tá

tað stóra kaffiborðið eisini er á skránni.

Hetta er samstundis par-tur av endamálinum hjá Sjómannadegnum, sum er

at nøra og varðveita áhug-an fyri fiskivinnuni á sjóg-vi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, sum hevur við sjógvin at gera. - Hetta er somuleiðis ein møguleiki

hjá unglinginum, sum hug hevur á sjógvin, at síggja, hvønn bát ella hvat skip hann skal gera seg væl við.

Um tað stendur nógv á til togtoganina, stendur tað minst líka nógv ella meira á, tá kappingin í sjómansta-ki er í hæddini. Menn kýta seg til síðsta sveittadropa.

Seinnu árini hava verið fleiri sera tættir dystir, sum sjálvandi hava elvt til róp og spenning úti í mann-fjøldini, ið ágrýtin fylgja gongdini.

Undirhald fyri onkiVit plaga at siga: ”undir-hald fyri allar pengarnar”, men Sjómannadagurin er eitt ókeypis tiltak, so her siga vit: ”undirhald fyri onki”.

Undirhaldið, sum sjó-

manstakið gevur, er saktans gott undirhald. - Áskoðarar dáma serstakliga væl at síg-gja djarvar garpar kappast

og tað hevur eisini víst seg á Sjómannadegnum seinni árini. Væl av fólkið hevur verið til føroyameistara-

kappingina í sjómanstaki.

Kappingin byrjar kl. 17.40 leygardagin.

Varpa ljós á bestu skip og bátar í Føroyum

Síðani Sjómannadagurin byrjaði hevur stórur dentur verið lagdur á,at varpa ljós á bestu skip og bátar í Føroyum. - Í ár verður taðAlfred Olsen, ið handar heiðurstekin.

Danial Viðoy

SJÓMANSTAK Føroyameistarakappingin í sjómanstaki er enn ein styrkiroynd millum menn, eins og togtoganin. Men í hesum føri eru tað bert tveir garpar, sum vísa styrki og treiskni yvir fyri hvørøðrum.

Danial Viðoy

Danial Viðoy

Toskur, hýsa, seiður, krab-bi og fleiri onnur sløg av fiski eru í kørunum norðuri á Stongunum. Hetta nemur serliga áhug-an hjá børnunum, men tey vaksnu dáma hetta eisini.

Kørini við fiskunum hava verið við á hvørjum Sjó-mannadegi og tað hevur riggað væl. Børnini hava hugnað sær kring kørini. Foreldrini hava havt tru-pult at fingið børnini til hús, eftir at tey hava fingið eygað á fiskarnar í køru-num.

Kørini við alskyns sløgum av fiski, sum seinastu árini hava verið væl umtókt á Sjómannadegnum, koma upp á pláss norðuri á Stongunum mikudagin.

Umframt teir garvillu sjó-menningar, sum eru til dystin fús, kemur skjótt-gangandi báturin Scorpion norður til Klaksvíkar at stuttleika sær á Sjómanna-degnum. Frá klokkan 13.00 til 16.00 leygardagin verður møguleiki fyri at verða hálaður á luftpútum aftaná tí skjóttgangandi bátinum Scorpion.

Tað er eingin ivi um at hetta verður garvilt, tí

Scorpion megnar at sigla 70 knob.

Hetta er ikki bert fyri børn; vaksin mugu endili-ga halda seg framat. Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið,

bæði fyri børn og vaksin.Tað verður heitt á fólk,

sum hava handilstenn, at taka tær úr áðrenn farið verður ein túr við Scorpion. Tí møguleikin er stórur fyri

at handilstennirnar ella ge-bissið kunnu taka til beins á sjógv á garvillu ferðini.

Danial Viðoy

Tað verður garvilt - ansið eftir handilstonnum

Tað verður góður møgu-leiki at fáa fatur á einum grindabita á Sjómanna-degnum í ár. Hvalurin er komin frá grindini úr Viðvík á Viðoynni. Og kanska Sundamenn hava givið ella selt ein grindahval, sum teir ”funnu” aftaná hesa grin-dina.

Ein fastur táttur á Før-oya Sjómannadegi er at Grindamannafelagið ví-sir hvussu hvalir verða

skornir upp. Frásøgmaður greiður frá baði á før-oyskum og enskum, men tiltakið hevur ikki verði á hvørjum árið tí tað hevur ikki altíð hepnast at fingið hendur á grindahvali.Seinast grind var í Klaks-vík var Sýslumaðurin so beinasamur at lata ein hval til Føroya Sjómanna-dag og hvalurin var lag-dur í ein frystikonteynara hjá Faroe Ship í Norðhav-nini.

Føroya størstafiskaúrval

Skera upp grind á Sjómannadegnum

Page 11: Nordlysid nr 27 2013

11NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Togtoganin millum skips-manningar býður til sve-ittabrot, háspenning, róp, reyðar skortar, stórar og lítlar menn og ein enda, har tað stendur nógv á, rættili-

ga nógv.

Sera spennandiSjómenn eru oftani treiskir, og tað er tað sum spælir inn, tá ið togtoganin er. Eingin

vil vera við undirlutan og tapa, og allir vilja geva sítt ítasta fyri síni manning. At tapa ímóti eini aðrari man-ning, kemur ikki upp á tal!

Tá ið umleið tíggju menn,

við hesum hugsanarhátti ella hugburði, standa við hvør sín enda, ja, tá kunnu tit ætla, at nógv stendur á.

So eru tað eisini teir ungu fríggjararnir, sum vilja vísa

fyri damunum, hvør dugur er í teimum.

Góður vinningurManningin, sum vinnur togtoganina, vinnur ein or-

dans vinning.Vinningur: Snarferð til

Íslands við Norrønu fyri 12 mans frá SMYRIL-LINE.

Kappingin byrjar kl. 14.00 leygardagin.

Á Sjómannadegnum verður ein ”hættislig” renning á Føroya størsta aliringi. Runnið verður á sjálvum ringinum. Verður runnið ov harðliga og verður tað skumpað, er møguleiki fyri at detta á sjógv.

Renningin verður leygar-dagin kl. 12.15. Teinurin er 160m. Aliringurin liggur á sjónum niðanfyri heilsølu-

na hjá Kjølbro og bátar fara at rógva inni í aliringinum.

Eftir ætlan verður kap-pingin millum aliøkir í Føroyum.

Aliringurin er 160 metrar í ummáli og 60 metur í dia-metur. Og av tí at ringurin er so mikið ’sverur’, ber væl til at renna/ganga á honum.

Men ringurin er ikki ’sverari’ enn so, at tað ber

til at detta av honum. Tí-skil kann man siga, at talan verður um eina renning, ið ikki er heilt vandaleys; ein hættislig rennikapping á Føroya størsta aliringi.

Tað er KJ-Hydraulik, sum stendur á odda fyri ringi-num og sum eisini hevur gjørt hann.

Á Sjómanndegnum verður eisini leitað eitt aftur í tíði-na. Framsýning av gomlum bensin-motorum og gom-lum páhangarum frá 1932 og fram til 50’ini verður inni í timburhandlinum hjá Borg.

Hans Jørgin Nysted, sum stendur á odda fyri framsý-ningin og sum eisini hevur verið við til at savna allar hesar serstøku motorarnar,

sigur, at onkrir motorar eru heilt afturi frá tjúgunum.

Allir riggaHóast teir elstu motorarnir, sum tátta upp ímóti hun-drað árum, rigga motorar-nir. Tað kann ikki sigast an-nað enn, at motorarnir vóru væl bygdir fyrr; tí nakrir av motorunum, sum Hans Jør-gin hevur, hava ligið í fjøru ella á havsins botni væl om-

anfyri tjúgu ár. - Tað boðar frá góðsku.

Ongin ivi er um, at timburhandilin hjá Borg verður áhugaverdur at vitja á Sjómannadegnum.

Framsýningin byrjar leygarmorgunin kl. 10.00 og endar klokkan 18.00 á kvøldi.

Danial Viðoy

TOGTOG AN MILLUM SKIPSMANNING AR Fyrr upp á dagin hava vit fingið at vita, hvør skipsmanning fiskar mest. Men hvat skip hevur sterkastu ella tyngstu menninar umborð? Tað fæst at vita til togtoganina millum skipsmanningarnar.

Danial Viðoy

Vælkoyrandi 100’ára gamal motorur

Rennikapping á Føroya størsta aliringi

Page 12: Nordlysid nr 27 2013

12 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Talan er um eina langa søgu, sum í veruleikanum ikki er endað enn, tí fleiri av stállínuskipunum sum vóru millum tey fyrstu í flotanum, eru framvegis í vinnu.

Søgan byrjar í 1955, tá polittisk stig verða tikin, so Realkredittstovnurin verður stovnaður.

Tey stigini vórðu tikin, tí fiskiflotin var so niðurslitin, at eingin vildi sigla við ski-punum longur. Og tí leitaðu føroyskir fiskimenn sær í stórum tali í onnur lond.

Søgan um stállínuskipi-ni byrjar í 1956, tí í febru-ar ta árið, gjørdi felagið D.P.Højgaards Eftf. á Toft-um sáttmála við norska skipasmiðju um at byggja fyrsta línuskipið úr stáli. Talan var um ”Vesturhavið

Blíða”, sum kom til Føroya stutt fyri jól í 1956, og fór í vinnu fyrst í 1957.

Síðani gjørdu fleiri onnur feløg og einstaklingar sátt-málar um línuskip úr stáli,

og næstu árini øktist flotin við so nógvum skipum, sum ikki er sætt síðani.

Fyrsta bókin snýr seg um tíðina frá byrjan. Eitt søguligt yvirlit lýsir gong-dina, og í stuttum verður greitt frá um feløgini/ein-staklingarnar sum settu sær fyri at byggja línuskip.

Samrøður eru við fleiri mans, sum vóru við frá byr-jan, og sum løgdu nógv fyri, fyri at sleppa uppí part.

Teir eru samdir um, at tað var einasta gongda leiðin, tí einki annað var at gera, enn at fara til skips.

Ein av monnunum sum tíðliga royndi seg við línu-skipi er Hanus Hammer á Eiði.

Hann var kokkur við ”Vesturhavinum Blíða”

hvønn túr í 1958, og greiðir frá sínum royndum:

Hann fór umborð á ”Ves-turhavið Blíða” triðja jóla-dag í 1957, tá skipið fór á ísfiskaveiðu. Og hann min-nist, at hann bert var heima eina nátt í teir fýra ísfi-skatúrarnar, sum teir vóru.

”Vit fiskaðu bara un-dir Føroyum. Tann fyrsta túrin fiskaðu vit bert í seks dagar, so høvdu vit fingið uppí. Vit royndu vestan fyri Suðuroynna, men ein maður gjørdist sjúkur, og vit noyddust til lands. Tá var Lynfrost komið, so øll útgerðin og egndu stam-parnir vórðu settir í frystig-oymsluna har, meðan vit fóru niður at selja.

Tað var tann besti ísfi-skatúrurin, sum vit gjørdu.

Eg havi so mangan hug-

sað um tað, at eg fyri teir 8 túrarnar við ”Vestur-havinum Blíða”, tjenti ei-nar 20.000 kr. Men tann fyrsti ísfiskatúrurin gav fjórðingin av samlaðu innt-økuni, ella umleið 5.000 kr.

Eg minnist at Jákup Andrias einaferð tosaði við Júst í Túni, skipara á ”Bresti”, meðan vit lógu á Bankanum og teir vestur úr Mykinesi. Tá segði Júst, at væl av fiski var at fáa, men tað gekk ikki nóg væl

at egna, so teir settu ikki nóg nógva línu. Tá svaraði Jákup Andrias, at tað er tað rætta, at seta lítið av línu og fáa nógv. So hann var eisini skemtingarsamur. Tá nýttu skipini vanliga hun-drað og nakrar og tredivu stampar, men hvør stampur var ikki meir enn hálvtriðja stykki (eitt stykki er 60 favnar). Umborð á ”Vestur-havinum Blíða” høvdu vit tætthúkaða línu, einar 200 húkar á hvørjum stampi.

Stállínuskipini løgdu lunnar undir vælferðarsamfelagiðFyrsta bókin í søguni um stállínuskipini, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað, verður alment løgd fram í Klaksvík mikudagin.

Hanus Hammer av Eiði var kokkur við ”Vesturhavinum Blíða” alt árið 1958.

Kjølur hevur øll árini latið stóra vinningin til egnikappingina, sum eru 10.000 krónur, umframt at stuðla í aðrar mátar. Kjølur er tískil vorðin ein hin týdningarmesti stuðulin seinnu árini.

Kjølur hevur annars nógv at bjóða fólki, kanska ser-liga sjómonnum. Kjølur er umboð fyri Mustad, ið he-vur útgerð sum húkar, eg-ningamaskinur og nógvum øðrum hesum líknandi.

Eitt nú hevur Mustad ment eina nýggja egninga-maskinu til smærri útróðr-arbátar, sum er væl dámd.

Ein nýggjur húkur frá Mustad er komin á mar-knaðin og hevur Kjølur selt nógvar av hesum seinnu mánaðirnar. Sølan av he-sum gognur strúkandi.

- Og vit hava frætt frá teimum, ið hava ognað sær hesar húkar, at teir eru sera góðir, fortelur Jákup Mik-

kelsen.- Teir eru sera einklir

og tað stendst ikki nógv arbeiðið av teimum. Teir skulu sjáldan rættast upp og tað ger arbeiðið um borð á línubáti lættari og ikki minst skjótari, greiðir Jákup Mikkelsen frá.

Kjølur hevur ikki bert útgerð til sjómenn, men nógvar aðrar hentar vørur. Kjølur er altíð eina vitjan verd. Meira fæst at vita á www.kjolur.fo.

Danial Viðoy

10.000 KR FRÁ K J Ø LUR TIL VINNARIN AV FM Í EGNING

Page 13: Nordlysid nr 27 2013

13NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Útbyggingin betrar munan-di um tænastuna sum De-pilin kann bjóða okkara ge-stum framyvir, siga Heðin og Rúna Lamhauge, sum eru leiðslupar á Deplinum. Síðani Depilin var tikin í nýtslu í juni 2011 hevur stórur vøkstur verið í tali-num av teimum vitjandi; bæði frá ferðafólki og frá størri bólkum.

Ferðafólkini hava í stóran mun verið føroyskar famil-jur, sum hava valt at koma

til tann familjuvinarliga Depilin í Skálavík. Okkara tilboð til føroysku familju-na eru mong og fjølbroytt, og er tað okkara endamál, at familjan skal føla seg he-ima hjá okkum og hava tað hugnaligt. Og ikki minst skal tað verða stuttligt og minniligt hjá børnunum at verða her siga Heðin og Rúna.

Teir størri bólkarnir sum hava vitja Depilin hava hi-gartil verið vinnufyritøkur,

stovnar, familjur og bólkar frá kirkjum og samkomum í Føroyum. Depilin hevur góðar og nútímans um-støður at hýsa slíkum ból-kum, sum hava tørv á eitt nú starvsfólkadøgum, fun-darvirksemi ella veitslum.

Nú ið Depilin hevur økt munandi um talið á køm-rum, kunnu vit hýsa mun-andi størri tal av gestum. Serliga síggja vit at stórur fyrimunur verður hjá tei-mum størri bólkunum, sum

vitja Depilin. Har kunnu vit so nú bjóða 24 kømur, har flest øll kømrini hava dupultsengur, men eisini møguleika til 2 eyka sengur á hvørjum kamari. Saman-lagt kunnu 96 fólk sova á Deplinum.

Vit hava síðani Depilin lat upp og til í dag fingið sera góðar afturmeldingar frá okkara vitjandi gestum. Hetta eru vit sera takksom fyri og vilja vit takka øllum teimum sum higartil hava

vitja Depilin. Hetta gevur okkum áræði at víðarimen-na tænasturnar á Deplinum, soleiðis at okkara gestir altíð skulu føla seg at fáa eina so góða tænastu sum gjørligt.

Við útbyggingini síg-gja vit nú fram til at bjóða enn betri og størri karmar við sama endamálinum sum Depilin hevur havt síðani byrjan, sum er ”at veita styrki og íblástur til alt menniskjað”, siga le-

iðsluparið Rùna og Heðin Lamhauge at enda.

Tað er Immanuel Grun-nurin sum var stovnaður við gávu frá Eiler og Bein-tu Háberg Jacobsen, sum eigur Depilin í Skálavík.

Sí eisini lýsing í blaðnum.

DEPLIN Í SK ÁL AVÍKhevur nú tvífalda talið á kømrum

Depilin í Skálavík hevur síðstu mánaðirnar verið undir útbygging. Nýggj kamarslon er bygd, sumtvífaldar talið á hotelkømrum, úr 12 til 24 kømur, umframt at nýggj íbúð er gjørd. Tað er Bulursum hevur staðið fyri timburpartinum umframt at lokalir undirveitarar á Sandoynni hava tikiðsær av restini av arbeiðinum.

Page 14: Nordlysid nr 27 2013

14 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Malena Sivertsen starvast í løtuni sum stýrimaður hjá skipinum North Sea Giant. North Sea Giant er frálands veitingarskip í oljuvinnu-ni í Noreg. Skipið er 161 metrar langt og 30 metrar langt. Tað er ikki so øgili-ga vanligt, at kvinnur eru á sjónum í 2013, men fleiri dømir finnast tó.

Byrjaði við NærabergMalena sigur, at hon altíð hevur havt áhuga fyri sjólívinum. Í 2000 kom Næraberg til Føroyar at fi-ska svartkjaft, og har slup-pu konufólk við.

- Í 2000 fór eg við Næra-berg, men áðrenn tað hevði eg arbeitt fisk í bæði Íslandi og Føroyum. Men tað var í 2000, at mín lívsleið á sjónum byrjaði. Næraberg var tá einasti møguleiki hjá konufólkum at royna seg á sjónum. Eg minnist, at fyrsta túrin vóru 5-6 ko-nufólk umborð. Har kann eg nevna Anju Petersen, Barbaru Biskopstø og Ma-rit Mikkelsen. Mær dámdi væl, men eg var rættuliga ring í sjóverki fyrstu tíði-na. Annars riggaði tað væl og konufólkini stóðu einki aftanfyri viðv. arbeiði í fa-

brikkini, har allar stóðu við maskinurnar fyrstu tíðina. Seinni blivu fleiri fluttar til onnur pláss umborð og onkur bleiv t.d. formaður í fabrikkini. Vit høvdu ikki roynt nakað annað, men mannfólkini søgdu, at tað bleiv ein annars stem-ningur umborð enn vanligt

er umborð á fiskiskipum, sigur Malena.

Bleiv skipsførariMalena var við Næraberg í eina tíð, men velur í 2001 at fara í skúla.

- Í oktober í 2001 byrjaði eg uppá skiparaútbúgvingi-na. Í 2004 var eg so útbúg-

vin skipsførari. Í flokkinum vóru bara mannfólk, men tað haldi eg ikki var nak-ar trupulleiki, og eg vandi meg við tað. Skiparaútbúg-vingin er ikki ein útbúg-ving, sum konufólk skulu ræðast yvirhøvur. Ert tú t.d. væl fyri innan rokning, so er tað eingin trupulleiki,

heldur hon. Eftir lokna útbúgving

fer Malena at sigla far-masigling við Magn sum dekkari. Hetta fyri at fáa neyðugu siglingstíðina fyri at fáa vinnubræv. Í 2006 byrjaði hon at starvast um-borð á Dúgvuni, ið tá sigldi sínar seinastu mánaðir um

Leirvíksfjørð, sum fyrsti kvinnuligi stýrimaður hjá Strandferðsluni nakrantíð. Seinni sigldi hon við Te-istanum í eina tíð. Í 2006 fer hon at sigla við kon-teynaraskipi hjá Maersk.

Í 2008 eru boð eftir Ma-lenu sum undirvísari.

- Í 2008 bleiv eg biðin

Her síggja vit North Sea Giant, har Malena er stýrimaður umborð.

K VINNAN Á BRÚNNI

Malena Sivertsen úr Norðdepli hevur roynt sjólívið í fleiri ár

Malena Sivertsen úr Norðdepli hevur í fleiri ár starvast sum stýrimaður og ofta sum einsamøllkvinna umborð á ymiskum skipum. – Tað venur man seg við, sigur hon, sum í løtuni starvast í oljuvinnuni í Noreg.

Jákup Ósá

Page 15: Nordlysid nr 27 2013

15NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

K VINNAN Á BRÚNNIHer síggja vit Malenu uttanfyri hennar hús í

Norðdepli. Húsini vóru tey níggjundi í bygdini.

um at koma at undirvísa á Trygdarmiðstøðini og valdi at taka av, tí eg helt tað vera spennandi. Meiningin var at vera har í 1 ár, men tað bleiv nakað longri.

Spennandi uppgávurÍ dag arbeiðir Malena sum stýrimaður við North Sea Giant, sum er norskt ve-itingarskip í oljuvinnuni. Malena sigur, at uppgávur-nar hjá skipinum fyrst og fremst eru at gera ymiskar verkætlanir á botninum í sjónum.

- Vit eru nærum bara í norðsjónum. Vit fáa ymi-skar verkætlanir at gera og fyri tað mesta er tað arbeiðið á botninum, sum vit fáa. Tað kann t.d. at leggja kaplar út og t.d. at grava ymiskt í botninum. Umborð eru vanliga 100 fólk, har vit ganga í 12-12 vaktum. Mín dagligdagur á brúnni varðar fyrst í 6 tímar, áðrenn man fær ma-tarsteðg í hálvan tíma fyri síðani at arbeiða restina av vaktini. Á brúnni skulu altíð tveir stýrimenn vera, tá arbeiðið er. T.d. tá vit liggja “DP”, sum vit kalla tað. “DP” er ein telduski-pan sum ger, at skipið lig-gur har, sum tað skal. Tá er annar av stýrimonnunum bundin av hesi skipanini, meðan hin ger annað ar-beiði, har tað serliga er pap-pír arbeiði, sum fyllir nógv, sigur Malena um dagligu arbeiðið umborð.

Hon sigur, at skipanin umborð er tann, at hvør ein-stakur er 4 vikur umborð og 4 vikur heima.

FramtíðinMalena siglir í løtuni hjá norska reiðarínum North Sea Shipping, har hon he-vur verið í eitt gott ár. Síða-ni 2011 hevur Malena verið partur av oljuvinnuni, og tað er hetta, ið henni dámar best.

- Tað eru fáir møguleikar í Føroyum fyri spennandi arbeiðum og góðum ski-panum. Hetta sum eg geri nú dámar mær sera væl, og reiðaríið fær nýtt skip um eitt ár. Tí skipinum skal eg møguliga verða partur av og tað er altíð spennandi at verða partur av verkætla-num við nýggjum skipum, tí tað havi eg roynt fyrr. Tað krevur nógv og er læruríkt. Sjálvandi saknar man nakað av tí sosiala føroyska lívinum, men umborð hjá okkum eru 6 føroyingar og vit tosa altíð saman í eitt nú kaffi steðginum. Tá er tað bara prát um føroysk viðurskifti og annars hava vit gott internet samband, har eg t.d. lesi Norðlýsið og aðrar portalar hvønn dag umframt, at vit hava fría telefon umborð. So møgu-leikarnir fyri at fylgja við, hvat fyriferst heima, eru góðir, sigur Malena Sivert-sen at enda.

Page 16: Nordlysid nr 27 2013

16 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Page 17: Nordlysid nr 27 2013

17NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Page 18: Nordlysid nr 27 2013

18 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Page 19: Nordlysid nr 27 2013

19NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Page 20: Nordlysid nr 27 2013

20 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Page 21: Nordlysid nr 27 2013

21NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Page 22: Nordlysid nr 27 2013

22 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Page 23: Nordlysid nr 27 2013

23NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Vinningarnir eru stórir hesaferð, sum sæst aðrastað-ni. Beint áðrenn summarsteðgin handaðu vit vinningar til heppnu vinnararnar.

Ipad-in frá Nema vann Dorthea Holm Stórhamar, í Húsgarði 13, Trongisvági. Vit handaðu henni Ipad-in á Tvøroyri.

Webergrillina frá KBI vann Edith Kambsenni, Heygavegur 25, Klaksvík. Edith fekk gasgrillina han-daða av Kathrina Klakk frá KBI.

Gávukortið frá Inn uppá 1500 kr. Vann Hanna Han-sen, Uppsalagøtu, Klaks-vík. Tað var Tanja Peter-sen, stjóri á Inn, ið handaði gávukortið til Honnu.

Sudokukappungin, sum nú byrjar, koyrir fram til jóla, og seinasta freist at senda loystar uppgávur inn til ok-kara, er mánadagin 16. De-

sember kl 15.00. Sum van-ligt, trekkja vit lut um ein kassa av Føroya Bjór hvønn mánaða og 16. Desember verður trekt um uppihal-dið á Deplinum í Skálavík fyri tvey vaksin og tvey børn, ein 1 pad frá Nema, eina Webergrill frá KBI, gávukort á 1500 krónur frá INN og ein kassa av soda-vatn frá Føroya Bjór.

Fyri at vera við í kap-

pingini, er neyðugt at tú loysir Sudokuuppgávurnar í blaðnum, og sendir tær inn til okkara. Innsendu uppgávurnar skulu vera kliptar úr blaðnum. Kopi, faks og teldupostar kunnu ikki nýtast, tað skal vera utkilipp úr Norðlýsinum.

Allar Sudokuuppgávur-nar, sum vera sendar inn frá nú av og til 16. Desember vera við í kappingini. Men

tað loysir seg at senda inn til okkara hvønn mánað, tí tá hevur tú møguleika fyri at vinna ein kassa av so-davatni frá Føroya Bjór , sum vit trekkja um hvønn mánaða frá nú av og til jóla, fyrstu ferð 2. September.

Loys Sudokuuppgávur-nar í Norðlýsinum, og tú hevur møguleikan fyri góðum vinningum.

SO KOYRIR SUDOKU-K APPINGIN AF TUR

Page 24: Nordlysid nr 27 2013

24 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Síðani verður eitt pallborð mannað av Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmanni, Jacob Vestergaard, lands-stýrismanni í fiskivin-numálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pe-lagic, Bjørn Kunoy, uttan-ríkistænastan og Hans El-lefesen, PhD í búskapi.

Kjakast verður um ma-krel- og sildastríði millum Føroyar, Ísland, Norra og ES og høvi verður at seta spurningar úr salinum.

Skrá fyri fundinFRAMLØGA 15-20 min.

Dr. Bjørn Kunoy, løg-frøðiligur ráðgevi í Uttan-ríkistænastuni

“Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit”

FRAMLØGA 15 – 20 min.

Hans Ellefesen, PhD í búskapi

Betri millumtjóða av-talur við spæliteori

Hann vardi fyri kortum

PhD ritgerða á Sydansk Universitet “Essays on Stra-tegic Management of Sha-red Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic”, har hugt var at avtalunum um pelagiskan fisk í Norðurat-lantshavi, serliga um sild, makrel og svartkjaft. Foku-sið í ritgerðini er at hyggja

at stabilitetinum av avtalu-num, hvussu avtalur kunna gerast, ið halda yvir tíð.

Panelborð:Kaj Leo Jóhannesen, LøgmaðurJacob Vestergaard, Landsstýrismaður í fiski-vinnumálum.Sjúrður Skaale,

FólkatingslimurPól Huus Sólstein, stjóri í NorthPelagicBjørn Kunoy, uttanríkistænastanHans Ellefesen, PhD

Føroya Sjómannadagur:

STÓRUR K JAKFUNDUR UM FISKIVINNUPOLITIKKIN Í SKÚL ANUM VIÐ ÓSÁNNAHóskvøldið 15. august kl. 19 fara Dr. Bjørn Kunoy (løgfrøðingur í Uttanríkistænastuni) og Hans Elllefsen, PhD í búskapi at greiða frá “Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit” og “Betri millumtjóða avtalur við spæliteori”

Á Tollaksmessu í ár eru 100 ár liðin síðani báts-vanlukkurnar við bátum av Kunoy, Skarði, úr Norðdepli og Svínoy. Í hesum sambandi verður fyrilestur við Andras Sól-stein á deildini hjá Eik í Klaksvík týsdagin 13.

august.

Andras Sólstein er sø-gufrøðingur á Norðoya Fornminnisavni og er m.a. serfrøðingur í hesi syrgili-gu bátsvanlukkum fyri 100 árum síðani.

Andras Sólstein fer at

greiða frá øllum bátunum, sum fóru Tollaksmessudag. Umframt hesar bátarnar, verður eisini nortið við Svínoyarbátin, sum fórst tíggju dagar framman un-dan. Hann fórst 10. desem-ber.

Tað er ikki at taka seg

aftur í at evni er áhugavert, hóast tað var ein sorgar-bundin tilburður, sum rak-ti nógvar familjur. – Nógv verður at fáa at vita og tað verður til taks týsdagin 13. august í Eik.

Danial Viðoy

10 0 ár s í ðani s y rgi l iga bát s vanluk ku

Page 25: Nordlysid nr 27 2013

25NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

TEIR VIRÐA RÍK S ØGULIG V IRÐI

Menn umborð á gomlu sluppunum ella seglskipunum gera sítt ítasta fyri, at verja og viðlíkahalda skipini, sum settu skjøtil á fiskivinnu okkara – At halda slíkum skipumvið líka, er ikki bert ein sjálvfylgja, ella nakað lætt arbeiðið; tað skal rættiliga nógv til, bæði við peningi og arbeiði, sigur Hans Eli Hansen, útgerðarmaðurin hjá Draganum

Hans Eli Hansen, sum sten-dur á odda fyri Draganum, sigur, at tað skal rættiliga nógv arbeiðið til, nógv tíð til og nógvir pengar til, at viðlíkahalda eitt so gamalt skip. At tað koma fýra sluppir, helst tíggju útróðr-arbátar og nakrir gamlir motorbátar siglandi inn eftir Vágni til stóra mor-gunmatarborðið á Sjóman-nadegnum, er ikki nøkur sjálvfylgja, men skip og bátar við drúgvum arbeiði aftanfyri. Virðið á hesum gomlu ‘dangunum’ er stórt.

Stutt um sluppirnar og týdning teirraEftir at bátsbandið varð avtikið í 1865, fingu vin-nufrælsishugsjónir betri livikor. Fiskiveiðan øktist munandi, og sjey ár eftir avtøkuna kom fyrsta slup-pin til Føroya, sluppin Fox, ið veruliga fekk glið á fi-skivinnuna. Sluppin varð so statt byrjanin til eina broyting, ið var við til at menna føroyska samfela-gið til eitt fiskivinnusam-felag. Um aldaskiftið 1900 tók sluppfiskatíðin dik á seg, og av hesum stóðust arbeiði á sjógvi og á landi. Áðrenn rembingartíðina vóru flestu húski so at siga bundin at bóndagørðunum, men rembingin bar við sær, at vit fingu eina øðrvísi ar-beiðsskipan við fiskimanni og fiskagentu, ið gjørdust bundin at útgerðarmanni

og reiðara.Slupptíðin og hartil

sluppirnar hildu til umleið seinna veraldarbardaga, tá ið fiskiveiðan í Føroyum var eitt sindur sløk og ikki heilt vandaleys, orsakað av krígnum. Men eftir kríggið yvirtóku motorbátarnir, ella trolararnir fiskivin-nuna, og sluppirnar fæk-kaðust. Vit kundu næstan sagt, at sluppirnar so smátt vórðu gloymdar í marglæti-num hjá trolararunum.

– Men Hans Eli Hansen og aðrir, sum hava skaf-fað sær eina gamla slupp og síðani gjørt hesar aftur, hava ikki gloymt sluppir-nar, ið veruliga eiga rík søgulig virði. Tær fingu glið á fiskivinnuna, sum vit í roynd og veru liva av í dag. – Tær fáu sluppirnar, sum eru eftir, skulu ikki vanvirðast, heldur Hans Eli Hansen.

DraginDragin, sum í mun til aðrar sluppir er nokkso nýggjur, er frá 1945. Síðani 1945 er nógv gjørt við Dragan, sum í dag virkar sum eitt skúla-skip og partvíst siglir við ferðafólki. Eftir at Dragin hevði ferðast av nógvum hondum, keypti Hans Eli Hansen Dragan í 1991, sum tá ikki var í serliga góðum standi. Í 1994 var Dragin settur í ein grunn, sum kal-last “Dragin – KG 212”. Eftir hetta var veruligur

skjøtil settur á, umvælingi-na av Draganum.

Í tíggju ár stríddust einir átta menn og tíðum fleiri, at umvæla Dragan til eitt seglskip. – Allir menninir gjørdu arbeiðið ókeypis, hóast tað kostaði nógva tíð. Tað var lagt nógv í arbeiðið við Draganum, sum nú er tryggjaður fyri 5 milliónir. Umbyggingin var liðug á sumri í 2003 og úrslitið gjørdist snøgga skúlaskipið Dragin, sum hevur verið til gagns fyri nógvar skúlanæ-mingar og nógv ferðafólk.

Aðrar sluppirFleiri sluppir ella seglskip enn Dragin eru, og hesi skip eru gomul. Sambært skipalistanum er Jóhanna TG 326 frá 1884, Westward Ho TN 54 frá 1884, Norðlý-sið TN 24 frá 1945, Fram TN 2 frá 1921. Hesi skip, á sama hátt sum Dragin, eiga nógv arbeiðið aftanfyri seg.

Eftir at sluppirnar mistu heitið sum fiskifør og av teirri grund vórðu lagdar, vórðu tað fleiri sluppir, sum vórðu søktar. Tíanbetur eru tað nakrar eftir, sum nú eru ein virðismikil mynd uppá byrjanina av fiskivinnu ok-kara. Takka veri teimum, sum góvu sær tíð og orku til at gera tær gomlu dan-gurnar aftur. Ikki kann si-gast annað, enn at teir virða rík søgilig virði.

Leygarmorgunin kl. 09.00 á Sjómannadegnum

fara føroysku seglskipini at hittast á Pollinum og at seta segl, saman við øðrum gomlum føroyskum bátum

við árum og seglum. Segl-skipini koma á Klaksvík at liggja við bryggju á Stongunum.

Danial Viðoy

Page 26: Nordlysid nr 27 2013

26 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Karl Jakob Ósá Eliasen er 39 ára gamal. Hann hevur altíð havt eitt tætt tilknýti til sjógvin og hevur verið sjómaður í umleið 25 ár. Líka síðani 1988 hevur hann verið sjómaður bur-turav burtursæð frá 1998 og 1999, tá hann gekk í skiparaskúla. Men áðrenn 1988 hevði hann eisini havt samband við sjógvin og fi-skiskap, tá hann longu sum 6 ára gamal byrjaði at egna, og á sumri í 1987 fór hann til skips í summarferiuni sum 12 ára gamal við Jóg-van S, har pápi hansara Pe-tur Eliasen var skipari.

Man skuldi hava undan-taksloyvið fyri at sleppa til skips, um ein ikki var 15 ár, sum mynd 1 vísir, har landstýrið sambært løgt-ingslóg gav loyvið til fólk at mynstra sum maður hóast ov ungan aldur. Norðlý-sið setti Karl Jakob Ósá Eliasen stevnu til sjóman-nablaðið og er tað serliga tíðin á Flemish Kap, ið vit fara at koma inná her.

Gavst eftir 7.flokkTað var ikki so óvanligt fyrr, at menn góvust tíðliga í skúlanum fyri at fara til skips. Karl Jakob var ein av hesum, men hendan gong-din við at fara úr skúlanum og til skips var við at steðga í 1988.

- Eg var uppií teimum síðstu, sum bara gingu 7 ár í skúla. Eyðstein Søren-sen, ið nú er skipari við Aja Aaju var m.a. eisini ein, sum gavst tá. Eg var upp-vaksin við at hava tætt til-knýtið til sjógvin og egndi m.a. nógv frammanundan eg fór til skips. At eg so hevði roynt onkran einst-akan túr í summarferium frammanundan gjørdi tað eisini lættari. Men eg gavst eitt sindur knappliga, tí tve-ir mánaðir vóru farnir av 8.flokki, áðrenn eg gavst. Eg kom heim eitt kvøldið eftir at hava verið úti og spælt, tá mamma og babba sótu saman og spurdu meg, um eg hevði hug at gevast í skúlanum. Tí tey sóu, at tað nyttaði ikki hjá mær at

blíva við at ganga í skúla. Og tey sluppu frá at spyrja meg tvær ferðir, sigur Karl Jakob við einum smíli og greiðir víðari frá:

- Dagin eftir fór eg í skúlan við øllum bókunum og hetta var 12. desember, ið stendur klárt fyri mær. Eg fór niðan við bókunum kl. 13 og fór avstað við Kvikk kl. 14, har Hans Oluf Johannesen sáli var skipari. Tá er Kvikk ísfiska bátur. Seinni fór eg so við øðrum línubátum, sigur hann.

Royndi seg á Flemish KapKarl Jakob er ein av tei-mum, ið royndi lívið á Fle-mish Kap, har túrarnir vóru 4-5 mánaðir. Línubátarnir framleiddu saltfisk umborð. Karl Jakob var fyrst við Si-gurfarinum í 1990 og sein-ni við Borðoyarnes í 1993.

- Tíðin á Flemish Kap er tann minniligasta tíðin hjá mær á sjónum. Man visti, at man skuldi avstað og bleiv burtur í 5 mánaðir við hesum saltfiska bátum. Bátarnir tóku um 340-

360 tons av saltfiski, men vanliga vóru teir ongantíð fullir, so tað hevur ikki verið nógvur fiskur tá. 320 tons var tað mesta vit fingu hesa tíðina. Bátarnir vóru vanliga tveir túrar um árið. Man fór avstað í februar og kom aftur í juli. Og so avstað í august og heim af-tur til jólar. Í 1990 vóru vit t.d. ein túr uppá 5 mánaðir og ein túr uppá 4 mánaðir, har vit fingu 320 tons báðar túrarnar. So tað vóru annar-leiðis fiskitøl tá enn tað eru á Flemish Kap í ár t.d. Tá fiskiskapurin var góður, so kláraðu vit at arbeiða eini 15-20 tons av saltfiski ein dag. Tað hevði staðið á við fleking og salting í lastini. Alt var jú gjørt við hond, tí maskinur vóru ikki um-borð. Við Sigurfarinum høvdu vit egningarmaskinu og vóru 23 mans við, meðan vit við Borðoyarnes vóru 27 mans, tí vit egndu við hond. Vaktirnar vóru 12-6, har ein skaffisteðgirnir fóru av frívaktini. Tú bleiv vak-tur kl. 12 og fekk frívakt kl.

01.00 og so vaktur aftur kl. 06.00 um náttina í mínum føri. Vanliga vóru vit 6 tí-mar á dekkinum og 6 tímar í skúrinum. Men teir í lasti-ni og teir sum flaktu vóru fast bara har og skiftu ikki gjøgnum vaktirnar. Tá nóg-vur fiskur var, høvdu teir nokk eisini tað strævnasta lívið, sigur hann.

Egndu við hondUmborð á saltfiska línub-átinum Borðoyarnes, har Karl Jakob fór við í 1994, bleiv egnt við hond.

- Eg fór frá Sigurfari-num og til Borðoyarnes bara fyri at sleppa at royna lívið við at egna við hond. Tá eg kom heim við Sigur-farinum í 1992 var eg slop-pin inn á sjóvinnuskúla. Skúlan byrjaði eg uppá í 1993. Men so frætti eg, at Borðoyarnes skuldi avstað og onkrir av vinmonnunum hjá mær fóru við. M.a. Kári Jacobsen. Hann var sloppin við og spurdi meg, um eg ikki fór við. So ringdi eg til Mortan um at sleppa við.

Hann visti, at eg var farin í skúla, men eg segði, at eg vildi gjarna prøva hetta við at egna við hond. So ringdi hann aftur eina løtu aftaná og segði, at eg var sloppin við. Eg minnist, at eg ring-di til Poul Jan Niclassen og segði, at eg var sloppin við Borðoyarnes. Tá vildi hann eisini sleppa við og ringdi, men hann slapp ikki við tá, men kom við árið eftir av somu orsøkum, at hann vildi sleppa at prøva at vera við, har egnt bleiv við hond. Einasti møguleiki í Føroy-um tá fyri at fara við ski-pi, ið egndi við hond, var Borðoyarnes. Allir hinir bátarnir vóru farnir til eg-ningarmaskinur. Eg trúgvi tað var ein fíggjarspur-ningur, ið gjørdi tað. Kan-ska eisini tí, at tað fiskaði minst líka gott og til tíðir betri enn við egningarma-skinu, sigur 39 ára gamli klaksvíkingurin.

20-25 minuttir uppá stampinNú teir egndu ein heilan túr

E GNDI V I Ð HOND Á F L E MISH K A P Í 5 M Á N A ÐIRKarl Jakob Ósá Eliasen er ein av teimum, sum hevur roynt lívið á Flemish Kap fyrst í 1990’unum. Túrarnir vardu í 5 mánaðir, har teir egndu við hond í vaktum uppá 12 tímar.

Jákup Ósá

Mikukvøldið í síðstu viku fór Karl Jakob við Christian í Grótinum, har hann her er avmyndaður.

Page 27: Nordlysid nr 27 2013

27NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

E GNDI V I Ð HOND Á F L E MISH K A P Í 5 M Á N A ÐIR

uppá 4-5 mánaðir, so blivu nógvir av monnunum væl vandir og egndu skjótt.

- Ein plagdi at siga, at tú skuldi egna ein stamp pr. trý korter. Stamparnir vóru 200 húkar. Teir væl vandu egnararnir egndu ein stamp uppá 20-25 minuttir. Av teimum skjótu egnaru-num kann eg nevna Bjørg-vin Winther (Frá Skopun), Høgni Vest, Bárður Ly-dersen og so haldi eg meg sjálvan eisini hava klárað at fylgt við teimum bestu. Tað vóru 8 egnarar í skúrinum

alt døgnið. Tú átti tískil 8.hvønn stamp, ið bleiv dri-gin, og vart tú ikki liðugur at egna tín egna stamp, tá tann næsti kom, so mátti ein standa inn í frívaktina og egna. Tað kundi koma fyri hjá nýbyrjarum og um tú t.d. fekst fløkju stampar. Hinvegin kundu teir sum egndu skjótt sova eitt sin-dur inn í vaktina hjá sær. Teir róptu tað fyri at “lúra av”. So egndu teir við fulla-ri ferð og komu upp un-dan aftur áðrenn teir fingu frívakt. Annars kann hetta

lívið í skúrunum umborð samanberast við at egna á stongunum. Bara við skit-num og tvitnum monnum, sum høvdu tað stuttligt og skiftust um at gera hvørjum øðrum fortreð. Tað var bara ungt fólk við Borðoyarnes um hesa tíðina. Av teimum 27 monnunum vóru 16-17 mans, sum vóru 18 ár ella yngri. Umleið 2/3 av man-ningini kom úr norðoyg-gjum, greiðir Karl Jakob frá.

Flemish Kap var “inn”

Karl Jakob greiðir frá, at hann fekk um endan á tíði-ni, har tað var “inn” at fara á Flemish Kap við saltfiska línubátunum.

- Hatta var um endan av tíðini, har tað var “inn” at fara á Flemish Kap við hesum saltfiska línubátu-num. Tað var byrja at blíva “inn” at fara í Barentshavið við trolarunum, men har sluppu ikki allir við. Og so vóru tað “typir”, sum høvdu egnt nógv heima hjá útróðrabátunum. Teir vildu royna hetta lívið um-

borð. Summir vóru bara ein túr og vildu bara roy-na tað, meðan aðrir royn-du tað tí aðrir gjørdu tað sama. Inntøkan var ikki góð hesi síðstu árini. Tað var ikki tí man gjørdi tað. Í 1993 var tað minstaløn við Borðoyarnes. Hetta var eini 18-20.000 krónur um mánaðin. Við Sigurfarinum var inntøkan góð í 1990, tá eg haldi við tjentu 320.000 krónur, sum var ein tann besta inntøkan í Føroyum tað árið. Tað var líka tro-lararnir í Barentshavinum,

sum tjena meira. Skipari umborð á Sigurfarinum var Petur Gilbert Gullak-sen. Við Borðoyarnes var Mortan Olsen fyrst skipari og síðani sami Petur Gil-bert Gullaksen, sigur sjó-maðurin, sum heilt týðuli-ga í samrøðuni sær aftur á hesa tíðina við gleði.

Ofta hava vit hoyrt søgur um, tá saltfiska línubátar-nir vóru heima og hvussu rokaligt tað var í Klaksvík ta tíðina.

- Vanliga var man heima í umleið ein mánað. Eg var

Mynd 1: Hetta er loyvið frá Landsstýrinum uppá at Karl Jakob kundi mynstra sum maður.

Her síggja vit 6 ára gomlu Karin, ið er dóttur Karl Jakob. Hon er í fyrstu troyggjuni sum Karl Jakob egndi í sum 6 ára gamal í 1980.

Tveir av manningini á Sigurfarinum í 1991: Dávur Hvidbro og Óli Johannesen.

Page 28: Nordlysid nr 27 2013

28 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

so ungur hasa tíðina, so eg var ikki so buldrasligur sum onkrir aðrir. Hjá ok-kum var tað mest býar lív í vikuskiftunum. Men har vóru aðrir menn við - kan-ska serliga teir eldru - sum næstan ikki vistu, at teir høvdu verið heima, tá teir fóru avstað aftur, sigur fyrr-verandi línumaðurin við ei-num týðiligum smíli. Hann heldur seg minnast, at tað var meira í 1980’unum, at hesir línubátarnir - tá eisini vóru fleiri - settu sín dám á Klaksvík, tá teir vóru hei-ma. Allir komu aftur í senn og tað bleiv næstan sum ein nýggjur býður.

Lítið reinføriUm hesa tíðina var reinfø-ri ikki tað besta á teimum eldru skipunum í føroyska flotanum. Tað kann tí ikki samanberast við støðuna í dag.

- Tað vóru tvær brúsir til 27 mans. Tað vanliga var nokk, at ein maður fór í brúsu 14.hvønn dag. Eg haldi ikki tað var komið har til, at ein fór í brúsu ei-naferð um vikuna. Møguli-ga summir gjørdu tað. Tað sama var við klæðunum, sum ikki blivu vaskaði ser-liga ofta. Har var bara ein vaskimaskina til 27 mans. Uppá sama máta mátti man spara vatn, so man kun-di ikki bara vaska klæðir nær sum helst. Eg minnist at man javnan koyrdi buk-sur, sum vóru skitnar av salti og agni, í ein sekk og hongdi sekkin út á síðu-na á bátinum, tá vit settu.

So eg vænti heldur ikki, at klæðini blivu skift fyrr enn 10-14. hvønn dag. Men het-ta við reinførinum hugsaði eingin um. Tað var líka teir, ið vóru í brúsu tvær ella tríggjar ferðir á øllum túri-num, sum tað bleiv tosað um. Teir ringastu fóru fyr-stu ferð í brúsu fyrstu ferð, vit fóru inn, sum var eftir 3 mánaðir. Meðan hjá mær sjálvum t.d. kom fyri, at eg ikki var í brúsu í ein mánað.

Tíðirnar broytastMen vit eru eisini í einari broytingartíð hjá fiskimon-nunum fyrst í 1990’unum

- Eg veit ikki, um vit um-borð á Sigurfarinum vóru teir fyrstu, ið fóru at gan-ga 6 tímar vaktir á heystið í 1991. Men eg valdi so at fara yvir aftur til 12-6 vak-tir umborð á Borðoyarnes og at egna við hond. Man kann siga, at ein fór fle-iri ár aftur í tíðina, men eg hugsaði ikki um tað tá. Arbeiðið fall mær nógv lættari at egna við hond í 12-6 skipanini, so løgið tað ljóðar. Tá tú egnir, so eg-nir tú sjálvur og eigur tínar stampar. Meðan man við egningarmaskinu var teng-dur av einum makkara. At fara yvir til 6 tímar vaktir var stór broyting. Tað bleiv nógv betri lív. Man byrjaði uppá tað tí, at inntøkan var góð og fólkið var gott. Við at ganga 12-6 bleiv yvirskot av fólki nógvastaðni ,og tí lat tað seg gera. Samstundis minkaði fiskaríið og minni bleiv at gera av tí sama, si-gur hann og leggur dent á,

at hann gjøgnum sjólívið hevur fingið nógvar vin-menn, sum hann enn tann dag í dag hevur tætt sam-band við.

Hjá Karl Jakob broyttist sjólívið tó nógv í 1995.

- Tíðirnar hjá mær innan umstøður broytast rættuliga nógv í 1995, tá eg fari við trolaranum Palla hjá Mari-annu. Har arbeiða vit í 6 tí-mar vaktum og viðurskifti-ni til reinføri gerast betri. Í dag dámar mær best at vera við trolara. Men eg havi einki ímóti at fara onkran túr við línubátum. Línuar-beiðið hevur altíð virkað mær lætt. Serliga nú tey síðstu árini, tí viðurskiftini umborð á einum línubáti í dag eru heilt øðrvísi. Sjálvt arbeiðið er nógv lættari. Línan er nemmari at ar-beiða og mesta arbeiðið á dekkinum er automatiskt. Men samanbera vit so við útróður, sum eg havi roynt eitt lítið sindur av, so eru tað arbeiði júst líka strævið í dag sum fyrr. Ein vanligan útróðrartúr uppá 20 tímar arbeiðir tú eini 16-17 tímar. Men útróðrarlívið havi eg ongantíð tíma og serliga ikki síðani, man fór um-borð á teir stóru trolarar-nar. Tað hevur nokk nakað at gera við umstøðurnar. Tað er trongt, óarbeiðsligt, rullar illa og er strævið. Tað er ikki nógv eftir av útróðrarvinnuni, tí man fær ongan ungan persón til tað. Ein útróðramaður skal hava eina serliga “náttúru” og tað eru fáir eftir av teimum nú, sigur Karl Jakob, sum

fyrst royndi seg sum vanli-gur dekkari, men sum síða-ni 1996 sum oftast hevur verið antin 2.stýrimaður ella trolbassi umborð á bátunum, har hann hevur verið við.

KrøviniKarl Jakob hevur siglt í umleið 25 ár og bæði krøv og endamál við at sigla eru rættuliga nógv broytt hjá einum sjómanni í dag.

- Endamálið tá ein fór t.d. til Flemish Kap tá var fyrst og fremst at sleppa at royna tað lívið, og so kanska var inntøkan eisini ein orsøk. Men tá sá ein nakað stórt í at fara til Flemish Kap. Tað var har, at fyrimyndirnar hjá okkum vóru. Teir sum egndu skjótt og sum plag-du at koma at egna heima hjá útróðrarbátunum, tá teir ikki vóru burtur. Har kann eg t.d. nevna Ingva Ragnarsson sála, Jørgen Ragnarsson, Bethuel Jo-hannesen, Líggjas Johan-nesen og Niels Kaj Hansen. Hatta vóru persónar, sum egndu skjótt og sum egndu heima millum túrarnir hjá teimum. Har tað í dag t.d. eru fótbóltsleikarar og film-stjørnur, sum eru fyrimyn-dir hjá teimum ungu, sigur hann og greiður víðari frá um støðuna nú:

- Í 2013 eru onnur krøv hjá einum sjómanni. Innt-økan telur sjálvsagt nakað, men umstøðurnar eru nokk tað týdningarmiklasta hjá teimum flestu. Sjómaðurin krevur nógv meir í dag. T.d. at tvey mans kømur

eru umborð, har brúsur eru í kømrunum. Og so aðrar hølisumstøður og eisini at tað er parabol og internet umborð. Síðani dáma sjó-monnum sera væl skipa-nir, har tú ert heima t.d. í tveir mánaðir og burtur í tveir mánaðir. Tað havi eg havt við grønlendska tro-laranum Markus seinastu árini, har eg havi verið við. Har fingu vit ein kalendara fyri eitt heilt ár í senn, har tú visti, nær tú bleiv heima. Frítíðin hevur nógv meira at siga nú og hjá mær spælir tað eisini inn, at eg havi børn. Men hetta við at hava fasta skipan ber sjálvsagt ikki so væl til allastaðni og kanska serliga í fiskiskapi-num Føroyum er trupult at tilrættisleggja langt fram í tíðina. Í Barentshavinum kundi tað riggað, men nú eru túrarnir so stuttir vegna góða fiskiskapin har, at tað er ikki brúk fyri tí beint nú, heldur hann.

FramtíðinTá vit spyrja um, hvussu framtíðin hjá sjófólki sær út, so er Karl Jakob avgjør-dur um, at ein ávís hug-burðsbroyting má til og er við at henda.

- Tað fer at bera til at seta fólk við umborð á teimum betru skipunum, har um-støðurnar eru góðar og inn-tøkurnar eru á eini leið. Tað sær man í Klaksvík í dag. Her eru t.d. fleiri línubátar farnir, men kanska teir frægastu, sum vit eiga, eru eftir. Tí teir hava betri um-støður enn hinir. Men hesir mugu helst til at endurnýg-gja seg eisini fyri at fáa fólk at tíma støðast og tíma um-borð. Har hugsi eg um um-støður um kømur, parabol, internet o.a., sum eg nevndi í áðni. Reiðaríini eru eisini farin at hugsa meira tann vegin, tí tey síggja at annars verður trupult at fáa fólk. Tí

um t.d. eitt skip liggur við síðuna av við hesum um-støðunum, so fara menn heldur umborð har. Um so inntøkan minkar eitt sin-dur, so leggja teir kanska minni í, tí teir hava tað betri umborð., sigur hann.

Sjálvur hevur Karl Jakob ongar ætlanir um at leggja seg uppá land.

- Eg havi sjálvur ongar ætlanir um at fara uppá land at arbeiða, so mín framtíð liggur á sjónum, sum eg síggi uppá tað nú. Eg veit ikki um man kann siga tað soleiðis, at man kann ikki brúkast til nakað annað. Eg skal ikki siga, at man kan-ska fer at royna okkurt an-nað okkurt einstakt ár. Eg havi siglt so nógv í mun til mín aldur, at mín framtíð liggur helst framvegis á sjónum. Tað besta við at vera sjómaður í dag er, at tú ert heima, so hevur tú frí og ert ikki bundin av nøkrum. Tá tú so ert burtur, so ert tú burtur á arbeiðsplássinum allatíðina. Á landi hevur man frí um kvøldarnar, men man skal framvegis arbeiða hvønn dag. Og so er inntøkan í mínum føri altíð betri á sjónum. Man missir sjálvsagt eisini nógv við at vera sjómaður og serliga viðv. børnunum hjá sær missir man nógv. Eisi-ni hetta við at fara avstað frá børnunum er rættuliga tungt. Men tað er eisini stuttligari at koma heim aftur nú man hevur børn. Man er spentur frá tí man fer avstað, meðan man fyrr kanska bara bar spentur na-krar fáar dagar, áðrenn man fór at sigla heim. Men skul-di eg valt umaftur, hvør-ja lívsleið eg skuldi valt, so hevði eg valt sjólívið, men kanska við nøkrum smávegis broytingum, har eg kanska hevði roynt at sloppið fyrr við trolara vegna betri umstøður og

Her eru vit mitt á túri í 1993. Borðoyar-nes er farin til Sigurfari eftir posti.

Her gongur arbeiðið umborð á dekkinum á Borðoyar-nes. Vit síggja m.a. frá vinstru: Karl Jakob Ósa Elias-

sen, Ingvi Ragnarsson sáli og Høgni Vest

Her standa teir í skúrinum og egna umborð á Borðoyar-nes í 1993. Fremst er Óla Hans Johannesen og næstur er Jógvan Kristin Olsen

Page 29: Nordlysid nr 27 2013

29NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Her er Karl Jakob saman við sínum systkjum Kristvør, Siggu og Vinnu beint áðrenn, hann fer avstað við Sigurfarinum á sumri 1991.

Karl Jakob saman við sínu lítlu systir Kristvør og vinmanninum Poul Jan beint áðrenn fráferð við Sigurfarinum í 1991.

So byrjar ein túrur uppá 5 mánaðir hjá Sigurfarinum.

Her eru vit í 1990 har hesir 4 fara sín fyrsta túr við Sigurfarinum. Frá vinstru: Bogi (Argir), Hákun Djurhuus (Kollafirði), Danjal Vest (Sandur) og Karl Jakob Ósa Eliassen.

betri inntøkur sum oftast. Serliga glaður eri eg fyri at hava sloppið at roynt lívið á Flemish Kap við saltfiska línubátunum og so seinni at sigla í Afrika, sum var læruríkt. At sleppa at sigla við einum nýggjum skipi sum Skálaberg var í 2003 er altíð nakað serligt hjá ei-num sjómanni og er eisini nakað serligt í minninum, sigur hann.

Mikukvøldið í síðstu viku fór Karl Jakob sín fyr-sta túr við Christian í Gróti-

num, har hann skal við sum dekkari. Fyrst og fremst er tað føroyingar, sum hann hevur saknað, nú hann af-tur fer við føroyskum skipi.

- Tað er fyrst og fremst tað sosiala lívið, sum ein saknar, tá ein siglir við útlendskum skipum. So nú var eg rættuliga spen-tur uppá at sleppa at sig-la saman við føroyingum umborð á føroyskum skipi, segði Karl Jakob stutt un-dan fráferðini.

SjómannadagurinLeygardagin er Føroya Sjómannadagur og hesin hevur altíð verið høgt rað-festur hjá sjómanninum.

- Eg plagi at vera nógv norðuri á Stongunum og luttaka í nógvum kap-pingum. Tí eg haldi, at tað er keðiligt hjá fyriskiparu-num at skula mangla fólk til kappingar. Einaferð havi eg vunnið kappingina í trolbøting og einaferð bleiv eg nummar 2. Og so var eg nummar 3 ella 4 eina árið

í egning. So ein vanligur Sjómannadagur hjá mær verður brúktur norðuri á Stongunum fyri tað allar mesta. Tað besta við Sjó-mannadegnum er at man sleppur at møta nógvum fólki og sjómonnum, sum man ikki hevur sæð í fleiri ár. At tað so er ókeypis ger tað nógv lættari hjá famil-jum. Tað einasta man skal gjalda fyri er mat, og tað skal man jú keypa óansæð. Eg haldi dagurin hevur stóran týdning og er komin

fyri at vera. Nógv fólk vilja vera heima hendan dagin. Og eg haldi næstan tað er komið har til, at øll skip undir Føroyum skulu ligið inni handan dagin. Het-ta skuldi verið ein dagur, har allir sjómenn kundu verið heima og hygga sær. T.d. hugsi um handanirnar, har teir bestu bátarnir vera valdir. Har eru ofta nógvir bátar, ið ikki eru heima. Fleiri fólk høvdu verið til kappingar og eg síggi ikki nakran fíggjarligan vansa

í hesum. Tí tað kann ikki bera til, at skipini ikki klára tað fíggjarliga, tí um tey ikki klára at vera inn í eitt døgn, so klára tey seg ikki óansæð. Tað síggja vit t.d. á Sjómannadegnum í Íslan-di, um eg minnist rætt og í Noregi er nakað líknandi, um eg ikki fari skeivur. Nú hugsi eg ikki um tey skipi-ni á fjarleiðum, tí tey kun-nu sjálvsagt ikki bara koma heim til Sjómannadag.

Fløskupostur funnin eftir 2 ár á sjónumSystrarnar Hanna Elsubet og Jona Helen Jacobsen úr Klaksvík, hava í dag fingið eitt bræv úr Norra, har fløs-kuposturin sum tær kastaðu á Sjóman-nadegnum fyri 2 árum síðani er fun-nin á oynni Valøya, ið liggur norðanfyri Trondheim.

Tað er 46 ára gamla Anna ið hevur funnið fløskupo-stin á Valøya í Norra, har tey hava eitt summarhús.

Tær báðar Hanna Elsubet og Jona Helen hitti okkum á Sandinum, har vit fingu eina fitta mynd av teimum báðum, og so fingu tær ei-sini ein ryggsekk frá Eik Banka.

Á Sjómannadegnum í ár verður aftur møguleiki hjá børnum at kasta fløs-kupostar, sí skrá í blað-num.

Page 30: Nordlysid nr 27 2013

30 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Fer ein til sjómanna-dagarnir, so má ein ikki missa stóravatnkríggi á vánni.

Kanska best umtókta hen-dingin á sjómannadøgu-num er stóra vatnkríggi, sum ger alla vánna til eitt sera stuttligt spælipláss. Undan ársins sjómannade-gi eru tað fleiri, sum meta hetta sum eitt av størstu hæddarpunktunum á sjó-mannadøgunum. Í fjør var mett, at eini 2000 fólk lut-tóku í vatnkrígnum. Hetta er blivið sera væl umtókt og bæði vaksin og børn hugna sær óført. Ja ofta sær út sum at tey vaksnu eru ivrigari. Fleiri av stóru útróðrarbátunum plaga at

luttaka eins og Brimil og Ziska. Harumframt luttóku fleiri sløkkilið í fjør. Nógv fólk samlast eisini á kajøki-num á stongunum og á ves-

tursíðuni og runt um í víki-ni síggjast nógvir vanliga nógvir áskoðarar eisini.

Sløkkiliðini brúka sína útgerð og børnini við hjálp

frá teimum vaksnu kasta vatnballónir. Tað ræður eisini um at verða væl út-gjørdur við klæðum at taka ímóti øllum vatninum, men

onkur plagar at taka til, at er ein ikki blivin vátur í einum slíkum vatnkríggi, so hevur man ikki lagt nóg nógv fyri.

Farið verður umborð á bátar við Kósabrúnna fríg-gjakvøldið kl. 19.00.

Tað er Høgni Klakstein frá Dávavirkinum, sum he-vur valt bólkarnar og hann sigur soleiðis um valið.

- Eg havi fyrst og fremst hugt eftir, hvørjir bólkar og einstaklingar venja regluli-ga her úti í Dávavirkinum og so hvørjir megna at spæla á einum stórum palli fyri nógvum fólkum og fyl-la eina tíma ella har áleið av tónleiki. Hesir bólkar-nir megna uppgávuna og allir søgdu ja beinanvegin, sigur Høgni Klakstein við Norðlýsið.

Tiltakið á Stangabrún-ni verður fríggjakvøldið og byrjar kl. 22.00. Tann kendasti bólkurin, ið skal spæla, er nokk Grandma’s Basement, sum spæla sei-nast. Hans Andrias Jacob-sen hevur eisini verið nógv frammi og hevur hesuferð allan bólkin við. Vinir er gospelbólkur, sum hevur nógvar tónleikarar og sum hava nógv tilfar at fram-føra. Og so er tað Danny & The Veetos, sum fekk góð ummælir fyri sína konsert á Summarfestivalinum. Qu-arter To Three hevur givið

tvey stakløg út á YouTube og fara at spæla í umleið 40 min. Fyrireikararnir vænta nógv fólk til konsertirnar sum ætlað øllum aldursból-kum.

Alt tiltakið er ókeypis. Skráin fyri fríggjakvøl-dið sær soleiðis út: Kl. 22:00 Gull – bólkur mannaður við nøkrum ungum – uml. 13 ára gom-lum – kúllum, ma. Oddur Joensen, teir spæla 4 rokk løg. Kl. 22:30 Quarter To Three Kl. 23:15 Hans Andrias Ja-cobsen v/Bólki Kl. 00:00 Danny & The Veetos Kl. 01:00 Vinir Kl. 02:00 Grandma’s Ba-sement

VATNKRÍGGI ER EIT T ”MUST ”

STÓR ÚTIKONSERT Á STANG A-BRÚNNI FRÍGGJAK VØ LDIÐ Fríggjakvøldið aftaná fiskikappingin og vatnkríggið verður stór ókeypis útikonsert á stóra pallinumá Stangabrúnni, har seks bólkar, sum hava vant nógv á Dávavirkinum seinastu tíðina, fara at spæla.

Page 31: Nordlysid nr 27 2013

31NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Sum nakað nýtt á Sjóman-nadegnum í ár, verður mø-guleiki at læra seg at egna. Hetta fer sjálvandi at ganga fyri seg norðuri við skúrar-nar á Stongunum. Ungdó-mar og royndir egnarar fara at læra av sær.

Egningin í Føroyum sten-

dur fyri fallandi fóti, men tó eru góðir egnarar eftir, eisini ungir. Í eini roynd at halda egningini á lívið, bjóðar Sjómannadagurin í ár fólkið at læra seg at egna. Eitt nokkso stuttligt og for-vitnisligt tiltak, skal sigast.

Tað verða royndir egna-

rar og grovir ungir egna-rar, sum fara at standa fyri hesum. Hevur fólk hug at royna seg, læra teir teg en-diliga. Tað er tí at teir fara at standa har, teir fara ikki at standa á Stongunum til pynt. Tað ger mann ikki á Stongunum. Norðuri á

Stongunum arbeiðir mann.Ein og hvør kann halda seg

framat. Eldri, yngri, mann-fólk og konufólk.

Læra seg at egna

Danial Viðoy

Klaksvíkar sløkkilið hevur biðið øll sløkkiliðini í Før-oyum um hjálp til vatnkríg-gið, sum verður á Vágni í annaðkvøld. Og øll sløkki-liðini hava játtað, so talan verður um ein sera stórt herlið av vandamiklum monnum og vápnum.

Vatnkríggið veksur bara í vavi. Í ár krevst av vera væl vápnaður. Og skjøldur verður helst ein treyt, tí

skot fara at koma úr øllum ættum. Tað stóra liðið av sløkkiliðsmonnunum og tess amboðum verða torfør at verja seg fyri.

Sløkkiliðini boða frá, at tey fara at nýta kraftmiklar vatnslangur, tá ið vatnkríg-gið verður. Spurningurin er so nú, um ommur og abbar, eisini mugu koma við, tí nú er so nógv at sikta eftir.

Ein nýggjur táttur verður á Sjómann-degnum í ár. Føroya besti skipskokkur skal finnast. Hetta verður framt í gjøgnum eina kapping. Kappingin verður skipað á tann hátt, at menn og kvinnur skulu steikja fiskafrika-dellur. Bestu frika-dellurnar vinna sjálvsagt.

Nýggj kapping: Tað er ójavnt, hvussu sjómenn hava kokkarnar á orðið.

“Kokkurin kann ikki brú-kast”, “hatta er besta kok-kur, eg nakrantíð havi havt”

ella “jú hann er brúkiligur.”Nú býðst møgulei-

ki at geva skipskokkum

skoðsmál á Sjómanndeg-num. Tær bestu fiskafrika-dellurnar vinna og hesin

kokkur verður kosin besti skipskokkur.

Tað eru Sjómannadagurin og Norðoya Kvinnufelag, sum í felag stíla fyri hesi forkunnugu kappingini.

Kakurnar skulu verða

latnar inn í stóra tjaldið áðrenn klokkan 10.30 og so verður hetta stillað upp sum framsýning til gagns fyri fólkið.

Og doyurin er lagdur á, at øll eru væl komin at lata heimabakaða køku inn!

Føroya besti skipskokkur skal finnast

KøkukappingEin almenn køkukapping verður á Sjómannadegnum. Ein og hvøráhugaður kann lata heimabakaða køku inn til kappingina ogsíðani fer fólkið at døma um køkurnar. Besta og vakrasta kakanverður lønt við góðum vinningi.

Danial Viðoy

Klaksvíkar sløkkilið boðsent hjálp

Page 32: Nordlysid nr 27 2013

32 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Page 33: Nordlysid nr 27 2013

33NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Page 34: Nordlysid nr 27 2013

34 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Page 35: Nordlysid nr 27 2013

35NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Page 36: Nordlysid nr 27 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

amr.fo