nordlysid nr 21 2013

20
9 772245 065007 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 CHRISTIAN MOURITSEN flest upplegg Nú 12 umfør eru leikt, so hevur Christian Mouritsen lagt seg á odda við flestu uppleggum í Effodeildini. Síða 7 VAKNAÐU VIÐ KALDAN DREYM Soleiðis sigur Magnus Norðberg, ið er ein av rógvarunum umborð á Klaksvíkingi eftir róðurin á Norðoyastevnu, har Suðuroyingur vann tryggan sigur. Hann staðfestir, at Klaksvíkingur føldi seg ov tryggan áðrenn Norðoyastevnu róðurin, har hann møtti tveimum væl vandum og fyrireikaðum bátum. Síða 8-9 Tað verður alt meiri umráðandi hjá vinnu, kommunalu myndugleikunum og almenningi- num at standa saman fyri at fá vøksturin, sum nú er, at halda fram. KLAKSVÍKIN eigur at vera kappingarfør Síða 5 TROLIÐ VAR IKKI NÓGV Í BOTNI Soleiðis sigur ein av dekkarunum Meinhard Simonsen umborð á Gadus eftir met túrin hjá bátinum. Síða 12-13

Upload: nordlysid

Post on 23-Mar-2016

254 views

Category:

Documents


6 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 21 Hósdagin 7. juni 2013

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 21 2013

9772245065007

NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

CHRISTI A N MOURIT SENf l e s t u p p l e g g

Nú 12 umfør eru leikt, so hevur Christian Mouritsenlagt seg á odda við flestu uppleggum í Effodeildini.

S í ð a7

VAKNAÐU VIÐ KALDAN DREYMSoleiðis sigur Magnus Norðberg, ið er ein av rógvarunum umborð á Klaksvíkingi eftir róðuriná Norðoyastevnu, har Suðuroyingur vann tryggan sigur. Hann staðfestir, at Klaksvíkingurføldi seg ov tryggan áðrenn Norðoyastevnu róðurin, har hann møtti tveimum væl vandum og fyrireikaðum bátum.

S í ð a8 - 9

Tað verður alt meiri umráðandi hjá vinnu, kommunalu myndugleikunum og almenningi-num at standa saman fyri at fá vøksturin, sum nú er, at halda fram.

KLAKSVÍKIN eigur at vera kappingar før

S í ð a5

TROLIÐ VAR IKKI NÓGV Í BOTNISoleiðis sigur ein av dekkarunumMeinhard Simonsen umborðá Gadus eftir met túrin hjá bátinum.

S í ð a12 -13

Page 2: Nordlysid nr 21 2013

2 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

28 hitastig í Klaksvík

Page 3: Nordlysid nr 21 2013

3NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Trygd lækkar prísirnar 1. juli

www.trygd.fo

-20 %á Akfarstrygd, Sethúsatrygd ogInnbústrygd

Príslækkingin er sjálvvirkandi og fyri allar privatkundar. Sjálvandi.

Trygd hugsar um teg.

Page 4: Nordlysid nr 21 2013

4 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

BrúdleypLeygardagin 27. juli kl. 13 giftast í Skála Kirkju

Sissal Gothard Danielsen, Strendur, ogOlgar Jan Sámalsson Lervig, Skáli.

Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum áStrondum kl 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin

saman við okkum, kunnu tekna seg hjáSissal ([email protected], tlf. +45 29 92 21 70),

hjá Olgar Jan ([email protected]) ella hjáEyðbjørg Lervig (tlf. 74 16 76). Tekningarfreistin er 15. juni.

Meðan Annika Olsen ikki hevur pengar til náttarvaktir á eldraøkinum, og meðan aðrar kommunur fara væl upp um eina álíkning í skuld, tí ein skúli ella barnagarður má byggjast vegna sopp ella tørv, so er tað allíkavæl ein kassi í Føroyum, har einki er óført, av tí einu orsøk, at vit ivaleyst eru einasta land í Norðurlondum, og eitt av tei-mum fáu í Norðurevropa, har eingin javningarskipan er millum tær ríku og tær fátæku kommunurnar!!

Tað er lætt at síggja munin á teimum almennu kassum í Føroyum, har tey venda hvørjum oyra, tí skattainntøkur-nar røkka ikki til sjálvt tað mest grundleggjandi. Dømini eru mong, men kanska tað besta og feskasta er júst tað omanfyrinevnda, at Føroya Landsstýri ikki eingong he-vur ráð til at hava náttarvaktir á neyðugum støði á røkt-arheimum og sambýlum kring landið. Ein tænasta, vit øll fáa brúk fyri, um vit gerast gomul og tørvandi!Eitt annað dømið um, at almennir kassar kring landið ikki hava tað gott, eru tær kommunurnar, har tað ikki eru serliga góð ráð til tað mest grundleggjandi so sum at byggja neyðugan barnagarð ella fólkaskúla. Her kann nevnast, at tað tók Vágs Kommunu fleiri ár at skava saman tey neyðugu oyruni til ein vanligan barnagarð, og tað sama kann sigast um Vága Kommunu, sum í løtuni kempar ein harðan dyst at halda aftur við øllum øðrum íløgum og rakstri, tí nú má ein nýggjur skúli byggjast.Men soleiðis er ikki allastaðni í hesum landinum, tí tað er ein almennur kassi, har tað nógva ber til, og tað sæst ei-sini aftur á tí atburði og teimum raðfestingum, har verða gjørdar. Golfvøll, Tórsvøll, tveir bygningar fyri næstan 100 mió. kr. og nú eina havnaútbygging fyri nakrar hun-drað mió. kr.Hóast Tórshavnar Kommuna eins og aðrar kommunur sambært lóg ikki má hava yvirskot av virksemi og als ikki vinniligum virksemi so hevur hevur mittasta havnin í landinum eitt yvirskot sum seinastu trý árini hevur verið 60% av inntøkunum, sum stavar frá gjøldum á inn- og útflutningi av vøru, sum verða brúktar og framleiddar kring um í landinum.Fyri at halda Innlendismálaráði tiðandi ger Tórshavnar Havn størri og størri íløgur – seinastu trý árini 65 mió. kr. Og nú er ætlanin at byggja eina stórt havnaøkið til stuttleika, ferðavinnu og vinnu í 100 millióna klassanum. Gapandi tómu nýggju kaj kantarnir í Kollafirði kunnu ikki nøkta tørvin verður sagt.Tað er øllum greitt, at hesin almenni kassin ikki hevur tær somu avbjóðingarnar, sum allir aðrir alment fíggjaðir kassar her á landi hava, tí meðan so at siga øll onnur brúka tíð og orku uppá at halda tær grundleggjandi, al-mennu tænastuskyldurnar, so er tað meira marglæti yvir tí, sum fyllir kommunalu knokkarnar í høvuðsstaðnum.Tað sæst á øllum brøgdum, at raðfestingarnar í Tórs-havnar Kommunu ikki fevna um neyðugar almennar tænastur, men um okkurt heilt annað. Um hesin klas-samunur sleppur at halda fram millum skattafíggjaðu kassarnar her á landi, so verður neyvan góður endi bur-tur úr tí.

Men HVÍ er støðan henda?Øll onnur framkomin lond hava henda sama trupulle-ika, men tey hava fyri nógvum árum loyst hann við at seta í verk eina javningarskipan millum kommunurnar, soleiðis at tann ríki letur ein part av sínum avlopi til tann fátæka.Men soleiðis er ikki her á landi, tí her verður tað, sum átti at verið javnað til skúlar og barnagarðar kring landið, ístaðin til íløgur í marglæti og stuttleika í høvuðsstað-num.Í løtuni er atburðurin hjá Tórshavnar Kommunur mest átøkur einari kommunu, beint áðrenn hon verður løgd saman við aðra kommunu, har alt innistandandi má og skal brúkast her og nú, so hin kommunan einki fær bur-turav “okkara” pengum. Er tað javningina og eldraøkið, tey ræðast?

Javning millum kommunur – NÚ!

Javning millum kommunur – NÚ!

L E I Ð A R I N

Annika Olsen hevurstóra tøkkuppibornafyri umsor-gan og hjartalag fyri ok-karu kæru við serligum avbjóðingum. Hesi , sumí áravístolin hava staðiðog bíðað aftarlaga í køini fyri-at fáa eina íbúð, so tey kun-nu fáa eitt meira virðiligt lív. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at tey ikki hava havt tað gott heima. M en tað er nú einaferð soleiðis , at foreldrini/avvarðandi eldast og hava ikki somu umstøður og orkuat ansa teimum alt lívið. Øll hava

vit eisini tørv á, at vera fyri okkum sjálvi.

Sum fyrrverandi forkvin-na í sosialu nevnd føli eg hetta sum ein stóran dag. Júst hesar íbúðir í Klaks-vík vóru eitt av mínum hjartamálum seinastu setu í býráðnum. Alt býráðið stuðlaði hesi verkætlan.Har eg sum forkvinna í sosialu nevndsomuleiðis hevði avbera gott samstarv við táverandi landsstýriskvin-nu í almannamálum Rósu Samuelsen, sum legði hesa verkætlan fyri tingið. Síðan

eg bleiv vald í løgtingið havi egsomuleiðis lagt nóg-va orku í fyri at fáa hesar íbúðir gjørdar til veruleika.

Hetta er eisini eitt gott dømi um,hvussu væl tað kann ganga,tá ið land og kommunur arbeiða saman, fyri at náa einum góðum úrsliti. Í hesum førinum hevurKlaksvíkar kommu-nagoldið fyri niðurtøku av gl. Læknahúsunum og skal gera stykkið byggibúg-vi. Landið skal so byggja íbúðirnar og rinda rakstu-rin.

Verkætlanin kemur væn-tandi at geva uml. 20 føst og støðug ársverk innan hetta økið í Klaksvík. Tað gleðast vit eisini um.

Øll í landstýrinum, løgt-inginum og Klaksvíkar kommuna hava stóra tøkk uppiborna , at hendan slóðbrótandi verkætlanin nú gerst veruleiki .

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Slóðbrótandi verkætlan

At Annikka Olsen landsstýriskvinna í dag setti spakan í til nýggjar íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum í Klaksvík , er onkiminni enn slóðbrótandi innan hettaøkið í Føroyum.

Page 5: Nordlysid nr 21 2013

5NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Føroyska samfelagið er í dag eitt nógv meiri fjøltát-tað land, enn um vit bara fara aftur um aldaskiftið.

Fiskivinnan, sum før-oyska uppruninntøkan verður bygd á, fær alt mei-ri avmarkaðan lut, og bert fáir tættir í vinnuni geva veruligan pening og avlop. Men hóast avlop í teimum trimum vinnunum, í pela-giska vinnuni, Barentshavi-num og alingini, har Klaks-víkin er væl umboðað, sær ikki út til, at pelagiska vin-nan og Barentshavið veruli-ga torir at byggja nýggj før í bestu tíð, men keypa heldur nøkur ára gomul, sum tó eru nýmótans og í góðum standi.

Línuflotin fór úr 24 ski-pum í 2007 niður í 17 før í 2011. Við hesi reduktión av skipum gjørdust einir 100 skipsmenn beinleiðis ar-beiðsleysir. Umframt hetta, so er línuflotin í miðal eini 40 ára gamal og treingir til útskifting. Manningarpar-turin man neyvan liggja hægri enn einar 20túsund krónur um mánaðin, um

ein er við allar túrarnar. Útróðurin, sum var álitið

fyri ikki so mongum árum síðani, er dottin burtur í so at siga onki. Men lívið og arbeiðságrýtnið gongur víðari.

Offshore og útbúgvingHópur av Føroyingum við góðum og viðkomandi út-búgvingum fara talsterkir til Noregs at arbeiða. Før-oyska offshore vinnan he-vur tikið dik á seg, fleiri feløg eru við har, og før-oyska oljuvinnan er soleiðis tættari enn mangan verður hugsað.

Útbúgving er og verður eitt av loysunnarorðunum frameftir. Tað vísir seg frá øðrum londum, at hevur tú ikki eina útbúgving, er tor-ført at fáa starv. Eisini um ein ikki fær júst tað starvið ein er útbúgvin til, so er altíð lættari at fáa starv á øðrum øki.

Klaksvík væl fyri - menHóast Klaksvík seinastu árini hevur havt eitt hitt minsta arbeiðsloysi í lan-

dinum, týðiliga hækkandi skattainntøkur og fólka-talið samstundis er kvin-kað uppeftir, so eru tekin í sól og mána, at neyðugt

verður at víðkað um vavið í vinnu og í útbúgvingum, samstundis sum almennu stovnarnir verða varðveit-tir umframt nýggjar, hetta

fyri at uppliva eitt minni viðbrekni í økinum.

Tað verður alt meiri um-ráðandi hjá vinnu, kommu-nalu myndugleikunum og

almenninginum at standa saman fyri at fáa vøksturin, sum nú er, at halda fram. Hetta er ein bardagi.

Allar árar eiga nú at verða lagdar út við áhaldandi menning, at Klaksvík skal gerast uppaftur meiri kap-pingarfør og at eisini fyri vælútbúgvið fólk er ein tráan at flyta higar. Tá er umráðandi, at nakað er at flyta aftur til.

Neyðugt verður tí við einum tættari og dygga-ri samstarvi fyri at t.d. at varðveita góðu og grund-leggjandi vinnurnar sum eru, og sum gevur Føroyum sum heild dynamikk, halda arbeiðsloysið niðri, fáa flei-ri viðkomandi útbúgvingar, halda uppá fleiri almennu stovnarnar, og halda býin á einum nýmótans støði. Soleiðis verður Klaksvíkin meiri kappingarfør og up-paftur fleiri flyta aftur hi-gar.

Tað verður alt meiri umráðandi hjá vinnu, kommunalu myndugleikunum og almenninginum at standa saman fyri at fá vøksturin, sum nú er, at halda fram.

K L A K S V Í K I N eigur at vera kappingar før

Page 6: Nordlysid nr 21 2013

6 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Fyrstu nakrar 100 metrar-nar gekk annars sera javnt á, har allir tríggir bátarnir skiftust um at leggja seg á odda. Men tá við nærkaðust Kósini, so setti tann svarti báturin ferð á. Hesa ferði-na helt hann og fekk ein greiðan mun aftur til hinar báðar áðrenn endaspurtin. Á mállinjuni var umleið ein bátslongd á muni millum teir báðar fremstu. Klaks-víkingur vann kappingina um 2. plássið móti Havn-

arbátinumm, ið kanska hel-dur óvæntað stóð seg væl millum hinar báðar.

Kappingin boðaði frá, at Klaksvíkingur hevur eina stóra avbjóðing í ár,

um teir ætla at endurvinna FM heitið. Suðuroyingur róði væl og vann ein tryg-

gan sigur, men vit hava fyrr sæð, at úrslitið á Norðoya-stevnu ikki altíð hevur havt

sama vinnara sum tann, sum at enda hevur vunnið FM. Nógv bendur á eina spennandi kapping í ár hjá 10-mannaførunum millum tríggjar bátar, og tað er gott fyri føroyskan kappróður.

Úrslitið gjørdist hetta:1.Suðuroyingur 07:02.202.Klaksvíkingur 07:05.123. Havnarbáturin 07

SUÐUROYINGUR best f rá byrjanJákup Ósa

Tað var eingin ivi um, hvør besti báturin var hjá 10-mannaførunum á Norðoyastevnu.

Page 7: Nordlysid nr 21 2013

7NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Upplegg – ella assist sum tað er kent fyri á enskum – verður skrásett til viðlei-karan, ið er næst seinast á bóltinum. Tó er hetta ikki galdandi, tá mótstøðu lei-karar beinleiðis missa ból-tarnar.

Tað er Christian Mourit-sen, ið nú hevur lagt seg framum Hjalgrím Elttør. Hesir hava eisini kappast størsta partin av árinum. Millum allar álops- og miðvallaleikararnar, so finst eisini ein verjuleikari.

Tað er høgri bakkurin Gert Hansen, ið hevur 6 upplegg. KÍ hevur tveir leikarar á topp 12 listanum.

Listin sær soleiðis út:10 Christian Mouritsen9 Hjalgrím Elttør

7 Ari Ellingsgaard7 Símun Samuelsen6 Gert Hansen6 Tór Ingar Akselsen5 Páll A. Klettskarð4 Hans Pauli Samuelsen4 Fróði Benjaminsen4 Høgni Madsen

4 Jann Martin Mortensen4 Filip Djordjevic

Annars kann nevnast, at hjá hinum liðunum (AB, TB og B36), har eingin er ko-min uppá 4 upplegg, liggja Jónas Stenberg, Ndende,

Lukasz Cielsewicz, Ades-hina Lawal og Súni Olsen allir fremst við trimum up-pleggum.

CHRIS T I A N MOURI T SE NF L E S T UP P L E GGNú 12 umfør eru leikt, so hevur Christian Mouritsen lagt seg á odda við f lestu uppleggum í Effodeildini.

Jákup Ósa

Page 8: Nordlysid nr 21 2013

8 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Á Norðoyastevnu var stórur spenningur undan 10-man-nafarsróðrinum. Endin var, at Suðuroyingur vann tryg-gan sigur. Ein bátslongd

var aftur til Klaksvíking. Havnarbáturin endaði nummar 3 og aftast, men hann gjørdi eisini um seg og var væl við allan teinin, hóast høgan miðalaldur.

Mótstøðumenninir væl fyrireikaðirKlaksvíkingur hevur vun-nið FM heitið seinastu tvey árini, har báturin bara “tap-ti” einu stevnuna av fjúrtan. Í ár gekk drúgv tíð, áðrenn báturin bleiv mannaður og tí hava vónirnar kanska ikki verið eins høgar sum okkurt annað árið. Magnus Norðberg er ein av teimum, ið hava róð øll árini hjá Klaksvíkingi síðani 2006, tá báturin vann sítt fyrsta FM heitið.

-Vit vistu tað, at vit fóru at fáa tað trupult tær fyrstu

tríggjar stevnurnar. Men-ninir hava ikki vant á ma-skinunum gjøgnum veturin sum áður, og tí er formurin als ikki líka góður sum í fjør ella fyrra árið. Vit hava stríðst, men knappa tíðin og umstøðurnar hava forðað okkum at blíva líka væl fyrireikaðir sum hini árini. Vit vistu, at tað fór ikki at blíva rættuliga støðugt fyrr enn á 4. stevnu, tá menn koma heim frá lestri o.a., si-gur Magnus við Norðlýsið.

Hann staðfestir, at norðo-yastevnan vísti, at Suðuroy-ingur er væl fyri í ár.

-Vit sóu tveir væl van-dar og fyrireikaðar bátar á Norðoyastevnu kap-past móti okkum. Serliga Suðuroyingur sær út til at vera væl fyri. Eg veit ikki, um teir eru betri enn í fjør,

men teir gera tingini an-narleiðis. Teirra rógvistílur minnir kanska um stílin hjá Klaksvíkingi seinastu árini. Kanska hava teir hugt eftir, hvat hevur riggað so væl hjá Klaksvíkingi, sum hevur vunnið seinnu árini, sigur hann.

Meir skal til hjá 10-mannaførumVíðari heldur hann, at Norðoyastevnan staðfesti, at krøvini til 10-mannafars róðurin eru hørð og skulu ikki undirmetast.

-Vit hava fingið staðfest, at tað skal hørð venjing til fyri at røkka toppinum hjá 10-mannaførum. Okkurt árið hevði slík fyrireiking sum í ár kanska verið nóg mikið til at vunnið hjá 6 mannaførum ella 8-man-

naførum, men ikki hjá 10-mannaførum, har vit rógva móti væl vandum vaksnum monnum. Onkrar venjingar undan Norðoya-stevnuni vístu eisini góðar tíðir og kanska hildu vit okkum vera á vinnarakós. Men vit vaknaðu við kaldan dreym. Tað hevur so gjørt, at vit hava koyrt meira á til venjing og tillaga nøkur ting, sigur hann.

Ætla sær heilt uppVónirnar eru tó góðar hjá manningini til kap-pingarárið, hóast eitt lítið bakkast á fyrstu stevnuni.

- Vit trúgva tó fult uppá, at vit fara at koma aftur. Fleiri av okkum hava róð bæði í 2011 og 2012 og tað ger, at vit hava lættari við at finna áralag og sein-

ni í ár vænta vit eisini, at formurin kemur uppá tað støðið, ið krevst fyri at vin-na. Til næstu stevnu verður minst ein broyting, tá Jákup Hansen kemur umborð. Tá verður róð 2000 metrar, men eg vænti ikki, at hetta er nakar stórur fyrimunir fyri okkum, sum annar he-vur verið tosað um. Í fjør vóru suðuroyingarnir ikki vanir við at rógva 2000 metrar, men tað eru fleiri av teimum nú. Og so hava teir nokk eisini fyrireikað seg væl til hendan teinin. Teir tóktust í øllum førum væl fyrireikaðir á Norðoya-stevnu. Men eg vænti, at vit verða eina tonn betri enn á Norðoyastevnu, sigur Mag-nus Norðberg at enda.

V I T V A K N A Ð U V I Ð K A L D A N D R E Y MSoleiðis sigur Magnus Norðberg, ið er ein av rógvarunum umborð á Klaksvíkingi eftir róðurin á Norðoyastevnu, har Suðuroyingur vann tryggan sigur. Hann staðfestir, at Klaksvíkingur føldi seg ov tryggan áðrenn Norðoyastevnu róðurin, har hann møtti tveimum væl vandum og fyrireikaðum bátum.

Jákup Ósa

Magnus Norðberg

Page 9: Nordlysid nr 21 2013

9NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Page 10: Nordlysid nr 21 2013

10 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Page 11: Nordlysid nr 21 2013

11NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Tað sást væl aftur í skrúðgonguni ídag. Onkur hevði valt Føroyar, onkur Danmark, Argentina var eisini ímillum londini og fleiri onnur.

Um nærri verður hugt eftir myndunum, so hava børnini frá Dagrøktini ”brølapur” við føroyskum flaggi bundið uppí. Hetta eru pløgg, sum dagrøktar-nir sjálvir hava bundið til børnini.

Børnini, sum luttóku í dag, vóru útivið 500 í tali. Tey komu ikki bara úr Klaksvík. Børn av Viðare-iði og úr Hvannasundi vóru eisini við í skrúðgonguni.

Gingið var av økinum

við Sandin og heim eftir Klaksvíksvegnum niðan á fótbóltsvøllin, har ymiskar framførðslur vóru fyriski-paðar, millum annað felags-sangur og føroyskur dansur.

Barnafagnaður í fagrasta summarveðriLongu í marts mánaða velja teir ymisku stovnanir tema,sum tey arbeiða við fram til Barnafagnaðin. Í ár var evnið ”Ymiskar mentanir”.

Sí f leir myndir áwww.nordlysid.fo

Page 12: Nordlysid nr 21 2013

12 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Gadus fór at sigla heima mánamorgunin eftir ein sera góðan túr í russiskum sjógvi. Skipið hevur uppá 23 dagar fiskað umleið 740 tons, har stóri parturin er toskaflak. Hetta er besti túrur hjá Gadus síðani hann kom til JFK og ein tann be-stu túrurin eystanfyri hjá nøkrum báti í nógv ár, um vit hugsa um at fiska uppí skip uppá stutta tíð.

Ikki upplivað slíktMeinhard Simonsen úr Hvannasundi er 24 ára ga-mal og hevur siglt í fleiri ár. Hann hevur verið við Gadus frá tí, at skipið kom í føroyska flotan í 2010. Mei-nhard sigur, at hann hevur ikki upplivað slíkt fiskarí áður.

- Nei, hetta havi eg ikki uppliva fyrr. Vit hava bara brúkt eitt og sama trol og ongantíð skift yvir á hitt trolið og ongantíð skift breitlar. Eg hevði vilja at vita, hvussu nógvar tímar trolið var í botni. Tað kann ikki hava verið nógv. Tað var rokfiskiskapur allan túrin, og eg havi ongantíð roynt at rokast allan túrin

líka til lastin bleiv full. Man kann siga, at vit fingu ikki fiskað fyri fiski, sigur Meinhard Simonsen við Norðlýsið.

Troyttir móti endanumHann heldur annars, at tað merkist á monnunum sei-nastu dagarnar, at so nóg-vur fiskur hevði verið allan túrin.

- Fólkið er rakst, sum hevur arbeitt allan fiskin. Men móti endanum var ikki nógv “power” í, tí allir vóru troyttir nú, sigur ein fegin Meinhard Simonsen, ið býr og er uppvaksin í Hvannasundi.

Tá blaðið fór til prentingar var tíðarætlanin, at Gadus væntandi koma á Klaksvík seinnapartin fríggjadagin. Myndirnar, ið Høgni Bi-skopstø hevur tikið, vóru tiknar á heimferðini.

TROLIÐ VAR IKKI NÓGV Í BOTNISoleiðis sigur ein av dekkarunum Meinhard Simonsen umborð á Gadus eftir met túrin hjá bátinum.

Jákup Ósa

Meinhard Simonsen (uttast til vinstru)

Page 13: Nordlysid nr 21 2013

13NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Page 14: Nordlysid nr 21 2013

14 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

5.000.000 akfør koyrt gjøgnum Norðoyatunnilin

Í hesum sambandi valdi Norðoyatutunnilin at gera vart við hesa hending, við at steðga hepna bilførara-num, við rundkoyringina í Leirvík, stutt eftir at hann hevði koyrt framvið gjald-støðini og varð skrásettur sum nr. 5.000.000. Hep-ni bilførarin var Karolina Hansen úr Klaksvík. Hon fekk handað ein kubba við 40 túrum og blómutyssi. Eisini fekk hon gávukort,

sum hon kundi gera nýtslu av eftir egnum ynski.

Karolina var á veg at vitja dóttrina í Leirvík, og saman skuldu tær ørindir í Havn.

Norðoyatunnilin lat upp fyri ferðslu 29. apríl 2006. Sostatt hava meira enn 700.000 akfør í miðal ár-liga koyrt gjøgnum tunnil-in. Fyrsta árið tunnilin var

opin (frá apríl til desember), koyrdu um 450.000 akfør ígjøgnum tunnilin. Í 2012 koyrdu 747.000 akfør í tun-linum. Til samanberingar kann sigast, at seinastu árini, tá ferjusamband var um Leirvíksfjørð, fóru um 100.000 til 120.000 akfør árliga.

Mánamorgunin kundi Norðoyatunnilin skráseta akfar nr. 5.000.000, sum hevur gjørt nýtslu av Norðoyatunlinum.

Húsini á Traðagøtu 47í Klaksvík eru til sølu um hóskandi boð fæst.

Ring á tel. 756352 og hoyr meira

Hús í Klaksvík til sølu

Page 15: Nordlysid nr 21 2013

15NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Jákup Ósa

HVØ RKI PÁLL ELL A JÓGVAN MARTIN VERÐA KOYRDIR

Víkingur koyrir ikki venjaranVíkingur, sum nú er dottið niður á 8. pláss, hevur ikki vunnið ein landskappingar-dyst seinastu 7 umførini og síðani GÍ og Víkingur løg-du saman í 2008, so hevur liðið ongantíð ligið so langt niðri eftir 12 umfør. Í 2008 lógu teir eisini á 18 stigum, men við betri málúrtøku enn nú. Og eftir AB dystin hevur nógvur slatur gingið um, at Víkingur umhugs-ar venjaraskiftið longu nú. Jógvan Martin olsen hevur annars boðað frá, at hann gevst sum venjari eftir het-

ta kappingarárið. Norðlý-sið hevur tosað við Ólav Thomsen, ið er formaður í Effonevndini hjá Víkingi. Hann sigur, at venjarin si-tur tryggur til næsta dyst og at teir einans hyggja eftir venjara til komandi ár, har fyrireikingarnar eru byr-jaðar, men har einki navn er komið á pappírið enn. Hann sigur, at avgerðin hjá Jógvan Martin um at steð-ga næsta ár ger, at teir hava góða tíð at gera fyrirei-kandi arbeiði. Hjá Víkingi skal heldur ikki gloymast, at liðið er í hálvfinaluni í steypakappingini og vann

fyrru hálvfinaluna 3-2 móti NSÍ Munurin upp til num-mar 2 er heldur ikki stórur.

KÍ venjarin eitur fram-vegis Páll GuðlaugssonHeldur ikki í KÍ verður nakað venjaraskiftið. KÍ hevur einans vunnið ein dyst (móti 07Vestur) síða-ni 4.umfar, ið bleiv leikt 1. apríl. KÍ helt annars 2. plás-sið líka til hetta vikuskiftið, tá liðið datt niður á 4. pláss. Nú er stutt hvønn vegin, tí 2 stig eru upp til 2. pláss og 3 stig niður á 8. pláss. Men KÍ er eisini við í steypakap-pingini og vegurin upp til

heiðursmerkjapláss er stut-tur. Seinastu dagarnar hava áhaldandi søgur gingið um, at KÍ venjarin hekk í einum klønum tráði. Men tað var Páll Guðlaugsson, ið stóð fyri KÍ venjingini mánakv-øldið og tað ger hann aftur í kvøld. Við øðrum orðum ger KÍ ongan venjarabroy-ting. Tummas Lervig er formaður í KÍ og hann staðfestir, at leiðslan ikki hugsar um nakað venjara-skiftið í løtuni.

-Vit hava havt fund í vikuni og tað eru reglu-ligir fundir, ið vit hava á hvørjum árið. So á tann

hátt er einki óvanligt. Har viðgera vit framtíðina, tað fíggjarliga og annað kring felagið. KÍ venjarin eitur Páll Guðlaugsson og tað ger hann framhaldandi. Vit skulu til samráðingar í summar um nýggjan sát-tmála við venjaran, so í løtuni er tað fyrst og fremst 2014, ið vit arbeiða ímóti á venjaraøkinum, sigur Tum-mas Lervig við Norðlýsið.

Sostatt bendur einki á, at nakað hald er í gitingu-num um eitt venjaraskiftið í Víkingi og KÍ her og nú.

F A C E B O O KV I Ð M E R K I N G A R

n o r d l y s i d . f o

”einaferð , má fara loysna fra botni.”

”Taki nú líka og slappi av, hava fólk longu gloymt, at í trimum dystum hjá kí hava tíverri dómarafeilir verið sera avgerandi fyri úrslitini av dystinum, har tað ikki er fallið til fyrimuns fyri KÌ. høvdu hesir feilir ikki verið, hevði KÌ havt í øllum førum 5 stig fleiri enn teir hava í dag. So at sekkja venjaran er ikki altíð loysnin, Kí kemur nokk sterkt aftur.”

”Haldi at tey seinustu úrslitini hava víst, at tad er stutt ímillim succe og fiasko og haldi, at onkur av teimum 100 % kjansinum KÍ hevur havt,, burdi og skuldi siti í netinum og givi 3 stig, meir enn í dag. So var KÍ framvegis nr 2.”

”deiligt at Páll fær fri at arbeida Koyr á KÍ.”

”Nemt hjà okkum uttan-fyrði standandi”

Sig tína meiningá nordlysid.fo

Nógv slatur hevur gingið eftir dystirnar um vikuskiftið um, at KÍ og Víkinga venjarin skuldu vera í vanda fyri at fáa sekkin.

mynd:Álvur Haraldsen

Page 16: Nordlysid nr 21 2013

16 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Á sumri í 2012 tók lands-stýriskvinnan í alman-namálum, Annika Olsen, avgerð um at byggja einar 10 til 16 vardar íbúðir í Klaksvík til fólk við men-ningartarni. Í allarbesta summarverðri varð spa-

kin settur í í dag og víðari gongd sett á verkætlanina. Vardu íbúðirnar, ið verða 16 í tali, verða eftir ætlan lidnar á heysti 2014.

Landsstýriskvinnan legði út við at siga nøkur orð um verkætlanina, áðrenn spa-

kin varð settur í. Hon nevn-di millum annað, at hetta er í nógvar mátar nýbrot, tí fyri fyrstu ferð í mong ár er heldur valt at byggja nýtt heldur enn at umbyggja og broyta gomul sethús til stovnar av tílíkum slag. Tá

SPAKIN SET TUR Í TIL ÍBÚÐIRNAR VIÐ MYLNUTÚNLandsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur í dag sett spakan í og sett gongd á verkætlanina at byggja vardar íbúðir til fólk við menningartarni.

Page 17: Nordlysid nr 21 2013

17NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

bygt verður nýtt, ber betur til at taka støði í tørvinum hjá tí einstaka brúkaranum.

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, hevði síðani høvi at siga nøkur orð. Niðanfyri hava vit valt at endurgeva røðuna:

Góðu tit øllDagurin í dag er ein gleðis-dagur. Ein dagur ið flei-ri hava sæð fram til. Ein dagur ið staðfestir, at land-sins myndugleikar raðfesta tey við skerdum førleikum. Ein dagur sum verður við

til at broyta dagligu tilveru-na hjá fleiri borgarum.

Lat okkum minnast til, at vit byggja ikki bert nakrar lonir, nakrar kassar ella na-krar íbúðir. Vit byggja ikki bert enn eitt hús ella bert nakrar vardar bústaðir. Í dag er spakin settur í eina verkætlan, ið skal tryggja borgum við skerdum førlei-kum eitt HEIM.

Hvussu nógv av okkum síggja ikki fram til júst het-ta? At skapa sær ein grund-vøll og eitt stað, har virkað verður útfrá? At skapa sær tryggleika? At skapa sær

hugna?Sum menniskju ynskja

vit at klára okkum sjálvi. Vit hava dreymar um eitt HEIM, har vit hava ok-kara innrætting og ok-kara privatlív. Vit ynskja eitt HEIM, har vit kunnu vera vit, og har vit gera av, hvar møblarnir standa, ella hvussu mannagongdirnar skulu vera. Vit vilja stýra okkara lívi og taka ábyr-gd av egnum avgerðum. Vit vilja skapa okkum eitt HEIM, har vit kunnu bjóða øðrum fólkum á gátt. Vit ynskja eitt HEIM, har vit

kunnu hava felagsskap við onnur.

Vit vilja skapa okkara egna hugna. Hvat er ikki betri enn eftir ein strævnan dag at seta fótin inn um egið heim og føla seg tryg-gan?

So lat ongan iva vera um, at í dag byggja vit eitt HEIM!

-Sum kommuna hava vit sæð fram til hendan dagin, og eru vit ikki ein-samøll um tað. So at siga hvønn dag hevur onkur av teimum, ið væntandi skal búgva í hesum heimi, tosað

við meg um, hvussu nógv tey gleða seg.

Og eg eri heldur ikki í iva um, at økið er tað rætta, og at íbúgvararnir fara at trívast. Eitt øki, ið ikki lig-gur langt frá býnum, men tó hevur neyðuga friðin.

Fyri kommununa hevur tað týdning, at júst hesir borgarar fáa sítt egna heim. Tí vóru vit eisini fús at hjál-pa, tá niðurtøkan av læk-nahúsunum skuldi setast í gongd, og at seta neyðuga peningin av til at gera økið klárt.

Eg vil fegin nýta høvið til,

at takka landsstýriskvinnu-ni í Almannamálum, at hon hevur fylgt hesari ætlan at enda, soleiðis at vit í dag kunnu seta skjøtul á hesa spennandi verkætlan, ið hevur alstóran týdning fyri teir mongu brúkararnar.

Eisini vil eg nýta høvið til at takka øllum teimum mongu, ið hava stríðst fyri hesari verkætlan og harvið gjørt hetta heim møguligt.

Page 18: Nordlysid nr 21 2013

18 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

Árið 2003 vísir eitt van-ligt ár hjá sjúkrahúsinum áðrenn tunnilin lat upp. Tey bæði seinnu árini eru tvey vanlig ár eftir at tunnilin lat upp.

Seinnu árini er vorðið vanligt innan heilsuverk yvirhøvur, at talið av inn-leggingum minkar meðan “sama-dag-viðgerð” økist munandi. Somuleiðis økist eisini kanningarvirkse-mi (ambulatorium) og rannsóknir v.m.

Hjá Klaksvíkar Sjúkrahú-si vóru innleggingartølini eisini minkandi, men góðar ferðaumstøður til eitt stórt økið (Eysturoy) høvdu við sær, at tølini aftur komu á “vanliga” støði. Hetta sæst aftur í tí veruleika, at norðoyingar, sum frálíður, hava ein minni procentpart

av innleggingum meðan re-stin av landinum eigur ein øktan part.

Talið av skurðviðgerðum kann ferðast millum 5-600 upp til 800 viðgerðum um árið. Við tað at sjúklingar altíð eru komnir til Klaks-víkar Sjúkrahús úr øllum landinum, kann roknast við at hesi tøl ikki broytast nakað serligt.

Hinvegin eru tað hagtø-lini í kanningarvirksemi-num, ið broytast munandi. Nógv fleiri fólk hava nú stuttan veg til sjúkrahús. Rannsóknarstovan vei-tir tænastur í Gøtudali/Runavík, fólk koma bein-leiðis á skaðastovu/røntgen og til viðtalur hjá ymiskum serlæknum og sertænastum á sjúkrahúsinum.

Meðan tað vóru fleiri,

ið roknaðu við at Norðo-yatunnilin kundi gerast ein trupulleiki fyri Klaks-víkar Sjúkrahús tí fólk fóra at ferðast beinleiðis til Havnar, so vísa hagtølini eina heilt aðra mynd.

Tað er næstan sum fyri meira enn 100 árum síðani tá sjúkrahúsið varð bygt í Klaksvík. Eysturoyingar vóru, sum kunnugt, við í átakinum, og heilt fram til tíðina tá stórar broytingar vórðu gjørdar í vegaker-vinum, varð sjúkrahúsið líka nógv eitt Eysturoyar Sjúkrahús sum eitt Klaks-víkar Sjúkrahús. Norðoya-tunnilin hevur sostatt sko-rað undir sjúkrahúsið og styrkt um tess støðu í før-oyska heilsuverkinum.

KL AKSVÍK AR SJÚKRAHÚS OG NORÐOYATUNNILINTað, ið er áhugavert í hjáløgdu talvu, er broytingin, sum kom eftir at Norðoyatunnilin lat upp.

Page 19: Nordlysid nr 21 2013

19NR. 21 FRÍGGJADAGIN 7. JUNI 2013

KL AKSVÍK AR SJÚKRAHÚS OG NORÐOYATUNNILIN

StarvSlýSing

BókhaldSfólk

Í samband við broytingar Í starvsfólkahópinum hava vit tørv á bók haldsfólki, sum skal vera við til at røkja okkara skráseting og bókhald.

vit kundu hugsað okkum, at tú:Hevur kunnleika til fíggjarvinnuna og royndir frá bókhaldi, umframt royndir at arbeiða við fíggjarstýringsskipanum og rapportering úr hesum.

harumframt hevur tú hesar fakligu og persónligu eginleikarnar:• GóðanførleikaíExcelrokniarki• GóðanKTførleikaogáræðiatsetateginníogtakaábyrgdísambandivið nýggjarKT-skipanir• Góðsamstarvs–ogsamskiftisevni• Analytiskevnir• Broytingarsinni• Kannarbeiðasjálvstøðugt• Góð/urathaldafreistir

vit kunnu bjóða tærFjølbroyttogavbjóðandistarvíeinispennandifyritøku.Eittstarvíeinifyritøkuviðgreiðummálum,virkisfúsumstarvsfólkumoggóðumarbeiðsumstøðum.Einfyritøkaviðítøkiligumkjarnuvirðum,harvithavaviljatil lønandivøkstur,virðaheildina,eruágrýtinognærløgd,havaeinalangtíðarhugsjónogerubroytingarsinnað.

Til rætta fólkiðhavaviteittgottogavbjóðandistarvviðkappingarførari løn,góðumsetanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugariførleikamenning.Viðkomandi,sumsetturverður,skaltolatillagingaríuppgávuinnhaldi.

lønar-og setanartreytirStarviðverðursettsambærtsáttmálamillumYTFogFøroyaArbeiðsgevarafelag.Løninverðurásettímuntilroyndirogførleikar.

Erhettanakaðfyriteg,ellahevurtúspurningartilstarvið,kansttúsetategísambandvið Heina Joensen, deildarstjóra á tel 34 56 00, far. tel 21 57 09 ella við telduposti til: [email protected].

Umsóknarfreistin er 19. juni 2013 kl. 12.00

tf holding, sum m.a. eigur tryggingarfelagið føroyar, betri pensjón og eik banka, lýsir eftir bókhaldsfólki

Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til:Tryggingarfelagið Føroyar, Starvsfólkadeildin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavn

Page 20: Nordlysid nr 21 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

amr.fo