pisan 2007

39

Upload: mfs

Post on 29-Mar-2016

314 views

Category:

Documents


58 download

DESCRIPTION

PERMUMYND Jógvan á Høvdanum, yngri PRENT Føroya Prent BLAÐSTJÓRAR Fía Lindenskov Malan Ludvig Súsanna H. Niclasen LAYOUT OG LÝSINGAR Fía Lindenskov Jógvan Svabo Samuelsen UPPLAG 1500 eintøk Endurgeving av tilfari úr Pisuni er bert loyvd, um keldan er týðiliga nevnd ISBN 99918-988-3-2 Skrivstovan í Århus er opin týsdag kl.16-18, tlf. 26 74 83 21 svarar eisini uttan fyri skrivstovutíð. Pisan 2007 2

TRANSCRIPT

Page 1: Pisan 2007
Page 2: Pisan 2007

Pisan 20072

PISAN 2007ISBN 99918-988-3-2

UPPLAG1500 eintøk

PRENTFøroya Prent

ÚTGEVARI© Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS)

Vesterbrogade 17ADK-1620 København V

Tlf.: 33 25 02 10www.mfs.fo

E-mail: [email protected]íð er týsdag og hósdag kl.16-18.

Skrivstovan í Århus er opin týsdag kl.16-18, tlf. 26 74 83 21 svarar eisini uttan fyri skrivstovutíð.

Endurgeving av tilfari úr Pisuni er bert loyvd, um keldan er týðiliga nevnd

BLAÐSTJÓRARFía LindenskovMalan Ludvig

Súsanna H. Niclasen

LAYOUT OG LÝSINGARFía Lindenskov

Jógvan Svabo Samuelsen

PERMUMYNDJógvan á Høvdanum, yngri

MYNDIRKatrin D. Apol

Halla Nolsøe PoulsenAnnika H. Joensen

og onnur

hevur stuðlað útgávuni av Pisuni

Page 3: Pisan 2007

Pisan 20074 Pisan 2007 5

Fía Lindenskov

Vælkomin til Pisuna, ið er ein bóklingur, ætlaður tær, ið ætlar tær undir víðari útbúgving, antin í Føroyum, ella uttan fyri landoddarnar. Pisan er ætlað sum ein hjálp til tín, ið stendur í tí truplu støðu, at tú ikki veitst, hvat tú ætlar tær at gera í framtíðini. Um tú ætlar at fara undir víðari lesnað, hvat tú hevur hug at fara undir at lesa, ella hvar tú skalt velja at fara. Tað er nógv at taka støðu til, og tað eru eisini sera týdningarmiklar avgerðir at skula taka, og tí vóna vit í Meginfelag Føroyskra Studenta, at vit gjøgnum Pisuna kunnu geva tær eina hjálpandi hond. Pisan er eisini ætlað til tín, sum um stutta tíð fert í gongd við tína útbúgving. Tað eru uttan iva nógvir spurningar, ið tú manglar at fáa greiðu á, og nógv praktisk ting, ið tú hevur tørv á at fáa at vita. Eisini tær vóna vit at kunna hjálpa ígjøgnum Pisuna.

Langt áðrenn tú hevur fingið miðnámsprógv í hondina manst tú, eins og studentar um allan heim, hava fingið spurningin settan, um tú ætlar tær at lesa víðari. Og hesin spurningurin verður settur tær ferð aftaná ferð. Kanska ert tú ein av teimum hepnu, sum í longri tíð hevur vitað; um tú ætlar at lesa víðari, hvar tú ætlar at lesa, og ikki minst hvat tú ætlar at lesa, og tá er hesin spurningurin lættur at svara. Men flest allar pisur munnu standa í tí støðu, at tað er minst ein av hesum spurningunum, ið er torførur at taka støðu til.

Hvørja útbúgving tú skalt velja, er ein sera stór avgerð, ið kann vera sera ring at taka, millum annað tí tað eru so óendaliga nógvir møgulei-kar. Møguliga hava tey rundan um teg nógv góð hugskot til, hvør útbúgving, ið hóskar væl til tín. Men hav í huga, at tú skalt velja ta útbúgving sum TÙ hevur hug til at fara undir, tí tað er jú tú, ið skal sita allar teir mongu tímarnar fram-man fyri bókunum tey næstu árini. Eingin ger tað fyri teg.

Fyrsti partur av blaðnum snýr seg um sjálvt lestrarvalið, og ymisk viðkomandi viðurskifti í samband við valið verða viðgjørd. Í øðrum parti verður dentur lagdur á meira praktisk, fíggjarlig

og sosial viðurskifti, ið hava týdning fyri at gera lestrarbyrjanina og flytingina úr Føroyum læt-tari.Triði partur snýr seg um royndir, ið føroysk lesandi hava av lesnaði í einum fjølbroyttum úrvali av londum. Hesin parturin er ætlaður at geva upplýsing um ymsu lestrarlondini, og sjálvsagt eisini at geva tær íblástur til at velja tað landið, tú hevur hug at lesa í. Í seinasta partinum av Pisuni eru ymisk yvirlit við hen-tum upplýsingum viðv. td. lestrarvegleiðing, bústaðarávísing, føroyskum feløgum uttanlands osf.

Vónandi kann MFS við Pisuni hjálpa tær í val-støðuni, og harafturat verða tær hent aftaná tú ert farin í holt við útbúgvingina. Minnist til at hava Pisuna við í viðførinum, tá tú fert avstað!Hevur tú spurningar um eitthvørt, ið Pisan ikki viðgerð, ert tú vælkomin at seta teg í samband við MFS. MFS er felag teirra føroysku lesandi uttan landa, umframt at umboða tey, ið eru undir hægri le-snaði í Føroyum. MFS ráðið er mannað av lesandi føroyingum, ið hava verið í somu støðu sum tú, og sum hava royndir í at vera lesandi.

Vælkomin og góðan lesihug!Fía LindenskovForkvinna í MFS.

Fert tú at lesa víðari?1 - LestrarvaliðFert tú at lesa víðari................................................................................................4At velja rætt fyrstu ferð...........................................................................................6Í iva....................................................................................................................8”Ein stutt, ein long…”.............................................................................................10Vert at vita..........................................................................................................11Hvørjum hevur tú áhuga fyri?....................................................................................12Trupla lestrarvalið................................................................................................. 14Eitt mobilt lestrarval..............................................................................................17Starvsvenjing....................................................................................................... 18Týdningurin av lestrarhættum....................................................................................20

2 - Praktisk, fíggjarlig og sosial viðurskiftiÍbúðarviðurskifti....................................................................................................22Hvar skal eg búgva?................................................................................................25Tað snýr seg um raðfesting........................................................................................26Lesandi og børn.................................................................................................... 27Stuðulstovnurin.....................................................................................................30SU-skipanin..........................................................................................................33Arbeiði og SU....................................................................................................... 36Føroyafrádráttur...................................................................................................37Full skattskylda í Føroyum........................................................................................38Ráðgevingin.........................................................................................................39

3 - Lívið sum lesandiMillum vinir..........................................................................................................40Studentarlívið......................................................................................................41Lesibólkar............................................................................................................43Universitetið í Føroyum...........................................................................................45Útgrevstur í Jordan................................................................................................47Gudfrøði á norskum................................................................................................49Aquaculture í Ås....................................................................................................51Sálarfrøði í London.................................................................................................52Mítt lív í Onglandi..................................................................................................53Bretland: Nýggi lestrardepil føroyinga..........................................................................56Árni Olsen lesur í Honolulu........................................................................................58Business í Barcelona...............................................................................................60Løgfrøði í London..................................................................................................61Sniðgevi í Milano...................................................................................................62Ein heimur á muni.................................................................................................64Karin valdi Australia...............................................................................................66

4 - Hentar upplýsingarLeinkjur um útbúgving............................................................................................69Leinkjur til bústaðarávísing......................................................................................69Bókalisti — bøkur um útbúgving.................................................................................70Lestrarvegleiðingar í Føroyum...................................................................................71Hentar heimasíður..................................................................................................71Føroysk feløg uttanlands..........................................................................................72MFS—Títt felag!!!...................................................................................................74

Innihaldsyvirlit

Page 4: Pisan 2007

Pisan 20076 Pisan 2007 7

Malan Ludvig

Nei, at velja rætt fyrstu ferð er ikki so lætt, og tískil er eisini møguligt at velja umaftur, men hetta valið er avmarkað. Tí hevur tað stóran týdning, at tú setur teg inn í teir ymisku lestrar-greinarnar, áðrenn tú søkir. Hetta kanst tú gera við at leita inni á alnótini, og finna fram til teir ymisku skúlarnar við teimum ymisku lestrar-greinunum. Inni á heimasíðuni www.ug.dk er nógv at finna. Har kanst tú m.a. finna lestargre-inarnar býttar upp eftir høvuðsinnihaldið, tvs. at um tú hevur áhuga at arbeiða við menniskjum, so er ein bólkur, ið er um tað, og harfrá er so møguligt at arbeiða seg fram ímóti tí áhuga, ið man hevur. Bókin ”Hvad kan jeg blive” er eisini eitt hent amboð, og hon finst á bókasøvnum og hjá lestrarvegleiðarunum á teimum ymisku miðnámsskúlunum. At tosa við hesar vegleiðarar er eisini gott, tí teir kunnu ofta hjálpa tær á veg, men teir kunnu ikki taka nakað val fyri teg – tíverri vildi onkur kanska sagt.

At áhugin hevur týdning, er onki dulsmál, og tað skal staðfestast, at uttan áhugan, so ber illa til. Tað er sjálvandi gott at hugsa um framtíðina eisini, og kanska serliga hjá føroyingum, sum koma frá einum lítlum samfelagi, har øll ynskja at fáa sítt dreymastarv, men framtíðin er ikki alt. Eitt hugskot er so kanska at sameina hesi bæði, tvs. at sameina egnan áhuga við fram-tíðararbeiðsmøguleikar, men ber hetta ikki til, so má áhugin telja mest, tí sum orðatakið sigur: ”Hugurin drívur verkið”! Við lestrinum fylgja skúlating. Nógv at lesa og uppgávur skulu gerast, og tað kann til tíðir vera tungt. Tað verður ser-liga tungt, um hugurin ikki er til staðar. Um tú kennir onkran, sum er í gongd við hægri lesnað, so er at spyrja tey um góð ráð. Eldri systkin, vinfólk ella kanska foreldur, tí hóast tað kanska er nakað síðan, at tey vóru lesandi, so er væl møguligt, at tey kunnu koma við hentum upplýsing. Um tú harafturat kennir onkran, sum hevur valt eina lestrargrein, sum tú heldur vera áhugaverda, so er tað uppaftur betur, tí so kanst tú eisini síggja bøkur o.a. og fáa størri innlit í,

hvussu lestrargreinin er samansett. Øll gera vit okkum ymiskar royndir her í lívinum, og hetta kann ávirka okkum á ymiskan hátt, men vit taka so ikki skaða av at læra av hvør øðrum. Tá tú so hevur valt eina lestrargrein, og ert komin í gongd við lesnaðin, so er eisini gott at kunna spyrja onkran, ið lesur tað sama, men sum er komin longur við lesnaðinum.

Tá valið er tikið, er neyðugt at finna fram til tey krøv, ið eru kravd til júst TÍNA útbúgving. Krøvini í Danmark eru í løtuni í broyting, og byrjaðu hesar broytingar longu í 2007. M.a. er umsøknar-freistin fyri kvotu 1 flutt frá 1.juli til 5.juli. Harafturat verður próvtalsstigin broyttur í øllum Danmark frá 1.august 2007, og hetta kemur at ávirka útrokningina av miðaltalinum. Tú kanst lesa meira um hesa broyting aðrastaðni í blað-num. Inni á heimasíðuni www.studievalg.dk/kbh kanst tú eisini finna meira tilfar um hesar broyt-ingar. Harafturat er neyðugt at vita, at freistin fyri at søkja til kvotu 2 er 15.mars. Um tú ætlar tú at lesa uttan fyri Danmark, er Altjóða Skrivstovan, www.ask.fo, eitt hent amboð. Har kanst tú fáa svar uppá nógv ymiskt, og aðrastaðni í blaðnum eru eisini hentar hei-masíður um útbúgvingar uttan fyri Danmark at finna.

At velja rætt fyrstu ferðAt fáa húgvuna á høvdið og hvat so? Tað er bert byrjanin, men hvussu skal endin so síggja út? Nógvir eru spurningarnir, og ikki minst møguleikarnir, so tí er ikki lætt at velja rætt fyrstu ferð.

Tá umsøknin so er send, er bert eftir at bíða. Svarið kemur um Ólavsøku-tíð, og tað er leingi at bíða, um tú hevur søkt gjøgnum kvotu 2. Ta tíðina fara nógvir tankar uttan iva at stinga seg upp um rætta lestarvalið nú er tikið o.l. Tað er altíð torført at siga, og man kann ongantíð vera vísur í, at tað valið man nú einaferð tók, er betur enn tað, man ikki tók. Fyri at samanbera er neyðugt at hava roynt meira enn eitt, men so leingi ein trívist við tí vali, ið man hevur tikið, so kann tað ikki vera heilt galið.

Tá játtandi svarið at enda er komið, er at finna fram allar teir spurningar, ið tú hevur, og saman við øðrum komandi lesandi møta upp í Miðlahú-sinum týskvøldið tann 7.august, har MFS skipar fyri Pisudegi. Hetta er eitt afturvendandi tiltak,

har ymiskt praktiskt viðvíkjandi lestrarlívi verður á skránni. Nú alsamt størri áhuga er fyri at lesandi uttan fyri Danmark, verður eisini dentur lagdur á hesar møguleikar, og ætlanin er at hava ymisk umboð frá fleiri ymiskum býum/londum tilstaðar. Sostatt verður møguligt at spyrja um alt, og kanska eisini at finna sær ein sokallaðan tutor, sum kann vegleiða, tá skúladagurin í ei-num fremmandum umhvørvi byrjar. Harafturat verður væntandi eisini skipa fyri einum Pisudegi í Keypmannahavn, og møguliga aðrastaðni við, so meldið tykkum øll inn í MFS og gerist partur av einum felagsskapi, sum alsamt gerst meira og meira internationalur, og sum hevur nógv ymiskt – fakligt og socialt – at bjóða. Aftast í blaðnum er møguligt at lesa um teir fyrimunir, ið limaskapur í MFS gevur.

www.mfs.fo

Page 5: Pisan 2007

Pisan 20078 Pisan 2007 9

Í IVAKanska ert tú ein teirra, ið longu frá barnsbeini hevur vitað, hvat tú skuldi verða, ”tá tú bleivst stór/ur”. So ert tú heppin, tí mong eru tey, ið sita líka til umsóknarfreistin er um at vera úti og grópa í tonkunum, meðan tey bíða eftir, at rætta valið skal renna fram fyri tey. Her er eitt uppskot til tín, sum ert í iva, men eisini til tín, sum longu heldur teg vita, hvør útbúgvingin skal vera. Týdnin-garmikið er nevniliga at seta seg væl inn í, hvat ymsu útbúgvingarnar innibera.

Púrasta á berumTú hevur ikki ánilsi fyri, hvat tú skalt velja, og veitst ikki um tað skal verða fuglur ella fiskur! Fyrsta stigið kann tá vera at tú gert tær greitt, hvat tú í hvussu so er ikki hevur hug til. So er gongd komin á. Kanska veitst tú longu, hvar í heiminum tú kundi hugsað tær at lisið. Brúka tá alnótuna ella læn bøkur á bókasavninum um útbúgvingar og útbúgvingarskipanir í ymsu londunum. Um tú ikki veitst, hvar útbúgvingin skal takast, er best at lesa breitt og seta sær nógva tíð av til kanninga-rarbeiði – tað er jú eitt rættiliga týdningarmikið val, ið tú stendur yvirav. Minst til, at avgerðin er tín! Sjálvt um mamma tín kanska fegin vildi sæð teg sum lækna, so er tað tú, ið skalt liva við valinum.

Les breittKundi tú hugsað tær eina langa útbúgving ella eina stutta, eina teoretiska ella møguliga heldur eina meira praktiska... Gott er at hugsa breitt, so ger tær gre-itt, hvørt tað er náttúruvísund, mál ella møguliga samfelagsviðuskifti, ið hava tín størsta áhuga. Les um allar útbúgvingar undir tínum áhugaøki, soleiðis at tú ikki av óvart vrakar eina útbúgving, tú ikki kennir. Lestrarvegleiðingar eru á øllum miðnámsskúlunum í landinum, umframt hjá LFÚ og á Altjóða Skrivstovuni. Leita tær hjálp hjá teimum, tey kunnu beina teg inn á eina kós, geva tær góð ráð og møguliga hjálpa tær at velja eini 8-10 útbúgvingar burtur úr rúgvuni.

Kanna einstakar útbúgvingarLes meira gjølla um tær 8-10 útbúgvingarnar, sum nú eru eftir. Leita á heima-síðuni hjá útbúgvingarstovnum og finn fram til, hvussu útbúgvingarnar eru skip-aðar. Nakrar útbúgvingar eru uppbygdar á tann hátt, at tann lesandi í stóran mun sjálvur velur lærugreinar og skeið. Eisini ber til at lesa meira enn eitt fak á ávísum lærustovnum, soleiðis at talan kann vera um høvuðsfak og síðufak. Aðrastaðni er útbúgvingin meira fastløgd frá byrjan og tú lesur bert eitt fak. Ger tær greitt, um undirvísingin fer fram sum fyrilestrar, floksundirvísing ella mesti denturin verður lagdur á bólkaarbeiði.

1

2

3

FørleikarÁðrenn tú rættiliga fert í gongd við fínsorteringina, er tað eitt gott hugskot at venda ey-gunum í móti tær sjálvum. Hugsa um, hvørjir tínir persónligu førleikar eru—bæði teir sos-ialu og teir fakligu—tí hesir kunnu vera avgerandi fyri, hvussu títt temperament hóskar til skipanina av lestrinum. Um tú ongantíð hevur havt hug til bólkaarbeiði, nyttar ikki nógv at velja eina útbúgving á einum lærustovni, sum einans skipar undirvísingina sum arbeiði í bólkum. Summir lærustovnar hava eisini lítla undirvísing, og tá er gott at vita við tær sjálvum, at tú hevur bindindi ella sjálvdisiplin til at so at siga skipa tín egna lestrardag.

Hvat krevst?Av teimum 8-10 útbúgvingunum, eru nú kanska bara 4-6 útbúgvingar eftir. Kanna hvat krevst fyri at sleppa inn, og finn út av, um tú hevur neyðugu fakini? Um ikki, skalt tú ikki fella í fátt, tí tú kanst altíð taka tey vantandi fakini sum einkultfak á einum sup-pleringsskeiði. Um tú ikki hevur nóg góðan miðalkarakter, er møguligt at tú kanst søkja inn upp á annað so sum arbeiðsroyndir, háskúlauppihald o.s.fr. ella tað, sum í Danmark verður nevnt kvota 2. Hendan umsóknarfreistin er ikki altíð hin sama sum um tú bert søkir inn upp á karakterirnar, so neyðugt er at kann hetta frammanundan. Onkrir lærus-tovnar taka eisini upp út frá eini ella fleiri upptøkuroyndum.

Seinastu kanningarnarRing ella skriva til útbúgvingarstovnarnar og bið um tilfar um útbúgvingina. Hav í huga-num at talan er um reklamutilfar frá stovninum, so kanska kundi verið gott at fingið samband við onkran lesandi á útbúgvingini, sum kundi givið tær eina meira objektiva mynd av, hvussu tað er at lesa júst ta útbúgvingina. Tey lesandi kunnu eisini geva tær eina greiða mynd av gerandisdegnum, arbeiðsbyrðuni, undirvísarum og staðnum annars. Um tú ikki kennir nakran, sum er í gongd við útbúgvingina, kanst tú royna at seta teg í samband við MFS, sum møguliga kann vísa tær á onkran.

AvgerðinEingin ivi skal vera um, at hetta er eingin løtt avgerð at taka. Tó er hetta ein avgerð, sum tú noyðist at taka, um tú ætlar tær undir víðari lesnað. Hvussu raðfestingin á umsóknarblaðnum skal vera, er bert upp til tín. Lat ikki eina bráða avgerð stýra framtíð tíni. Tí sjálvt um tað eitt nú kann vera stuttligt at sita og uppbyggja eina heimasíðu, er ikki vist, at teldutøkni er títt umráði og tað økið, tín framtíð skal byggja á. Gott er at skriva meira enn eina útbúgving á umsóknarblaðið, ella at skriva ymsar lærustovnar, sum bjóða somu útbúgving. Tí um tú ikki sleppur inn á fyrsta valið, verður umsóknin gjørd virkin á teirri útbúgvingini, tú hevur raðfest á øðrum plássi. Minst til at vera í góðari tíð, tí ofta eru ymisk skjøl, ið skulu sendast við umsóknini.Um tú ikki sleppur inn fyrstu ferð, er ikki neyðugt at falla í fátt. Finn út av, hvussu tú kanst savna tær stig, soleiðis at møguleikarnir at sleppa inn seinni verða betri.

Góða eydnu.

4

5

6

7

Page 6: Pisan 2007

Pisan 200710 Pisan 2007 11

Komandi 3 árini koma fleiri nýggjar reglur í gildi í samband við útbúgvingar í Danmark.

Frá 2007:1. Broytt umsøknarfreist:Umsøknarfreistin fyri kvotu 1 verður flutt frá 1. juli til 5. juli.2. Upptøka eftir nýggjum prógvtøkustiga:Upptøka til hægri útbugvingar verður frá 2007 eftir miðaltalinum á miðnámspróvnum umroknað til tann nýggja próvtalsstigan, 7-stigan. Tað merkir, at allir umsøkjarar, sum hava prógv við prógvtølum frá 13-stiganum, fáa samlaða miðaltalið umroknað til 7-stigan, tá søkt verður um upptøku í Dan-mark.Útbúgvingarstaðið ger umrokningina.Umrokningarstigan finnur tú á ”Uddannelsesguiden”: www.ug.dk

Frá 2008:Serligu upptøkukrøvini verða herd, serliga á universitetsútbúgvingunum- eisini til útbúgvingar, har serlig upptøkukrøv ikki áður hava verið.Allar útbúgvingar á universitetinum verða býttar upp í 6 meginøki ( hugvísindi, guðfrøði, samfelags-vísundi, náttúruvísundi, heilsuvísindi og tøknivísindi).Meginøkini fáa sonevnd økistilskilað upptøkukrøv, sum vera galdandi fyri allar útbúgvingarnar á økinum. Útbúgvingarnar undir meginøkinum kunnu harafturat fáa útbúgvingartilskilað upptøkukrøv. Serligu krøvini finnur tú á ”Uddannelsesguiden”: www.ug.dk

Kvotuskipanin:Ígjøgnum kvotu 1 verður tú tikin upp við støði í miðaltalinum á miðnamspróvnum.Ígjøgnum kvotu 2 verður tú tikin upp við støði í einstaklinga meting.Um útbúgvingarstaðið tekur annað virksemi við í metingina, má tað í mesta lagi fevna um eitt tíðar-skeið uppá tilsamans 12 mánaðir. Hendan tíðaravmarkingin hevur ikki verið áður.Á heimasíðuni hjá útbúgvingarstøðunum sært tú, hvørji ítøkilig metingarstøði eru á teimum ein-støku útbúgvingunum.Kvota 2 á teimum longru hægru útbúgvingunum (universitetsútbúgvingunum) fevnir einans um 10% av øllum plássunum.

Eyka lærugrein á A-stigi:Hevur tú tikið eina eyka lærugrein á hægsta stigi, verður próvtøkumiðaltalið hjá tær hækkað á tann hátt, at tað verður faldað við 1,03 (galdandi frá 2006).Miðaltalið verður ikki hækkað, um tú tekur lærugreinina á A-stigi, eftir at tú hevur lokið eina miðnámsútbúgving.

Frá 2009Býtistalsfrymilin:Ein sonevndur býtistalsfrymil verður innførdur. Hjá umsøkjarum, ið byrja í seinasta lagi tvey ár aftaná kravdu próvtøkuna, verður upprunaliga próvtøkumiðaltalið faldað við 1,08. Tað merkir, at umsøkjari, sum fær prógv í juni í einum ári, skal søkja um upptøku til hægri útbúgving í seinasta lagi til summarupptøkuna tvey ár seinri, um hann ynskir at fáa sítt upprunaliga próvtøkumiðaltal faldað við 1,08.

framhald á 16...

Vert at vitaNýggjar reglur um upptøku til hægri útbúgvingar í DanmarkKelda: www.studievalg.dk/kbh

Bologna tilgongdin 19.juni 1999 skrivaðu 29 europæisk lond undir Bolognakunngerðina, ið hevur til endamáls at skapa eitt euorpæiskt umráði fyri hægri útbúgving(The European Higher Education Area). Ætlanin við kunngerðini er, at tær europæisku útbúgvingarnar í framtíðini tvs. innan 2010, skulu verða skipaðar á tann hátt, at tað skal gerast lættari hjá teim lesandi at flyta runt millum lond í útbúgvingartíðini, og aftaná loknan lestur tá arbeiðið skal fáast til vega... Fyri at røkka málinum verður ma. arbeitt við at gera eina europæiska útbúgvingarskipan, ið skal gera tað lættari hjá teim lesandi at flyta millum europæisku londini og er tískil við til at gera tað lættari hjá okkum lesandi at fara uttan-landa at taka eitt semestur. Miðað verður fram ímóti, at europæisku londini í framtíðini skulu hava: Líknandi prógv, somu ECTS-skipanir, hægri ùtbúgvingar á tveimum stigum og harafturat verður roynt at betra um bústaðarviðurskiftini hjá útvekslingsstudentum. Nevnast kann, at hóast Føroyar ikki er partur av Bolognakunngerðini, so hevur Fróðskaparsetrið valt at tillaga teirra pointskipan(ECTS) soleiðis, at tað eisini er lættari hjá teim lesandi har at fara út at nema sær fak, og fáa merit. DB

Annika Helgadóttir Joensen

Í Norðurlondum kunnu útbúgvingarnar bólkast í 3 bólkar: Stutt Hægri Útbúgving, Miðallong Hægri Útbúgving og Long Hægri Útbúgving. Stutt Hægri Útbúgving (SHÚ)Stuttu hægru útbúgvingarnar hava antin eina miðnámsútbúgving ella eina arbeiðsútbúgving sum grundarlag. Útbúgvingarnar eru ástøðiligar, men við tí verkliga fyri eygað. Hesar útbúgvingar eru vanliga 2-2½ ár til longdar.Dømi: Ítróttarlærari, byggiteknikkari, datamati-kari, laborant og marknaðarførings-økonom

Miðallong Hægri Útbúgving (MHÚ)Miðallongu hægri útbúgvingarnar eru sonevn-dar professiónsútbúgvingar, ið venda sær ímóti einum serligum starvi. Upptøkutreytin er lokin miðnámsútbúgving - á summum útbúgvin-garstøðum verður tú tó eisini upptikin, hóast tú ikki hevur miðnáms-prógvið, men viðkomandi arbeiðsroyndir.Útbúgvingarnar taka 3-4 ár, og eftir lokna útbúgving kanst tú fleiristaðni kalla teg profes-siónsbachelor. Hetta er ein nýggj skipan, ið

skal gera tað lættari hjá fólki við MHÚ at fara undir longu hægru útbúgvingarnar, uttan at tað er neyðugt at byrja umaftur. Eitt dømi eru sjúkrarøktarfrøðingar, ið nú kunnu gerast jarðar-møður eftir tveimum árum.Dømi: Fólkaskúlalærari, sosialráðgevi, fjølmiðlafólk, fysioterapeut og sjúkrarøktar-frøðingur

Long Hægri Útbúgving (LHÚ)Longu hægru útbúgvingarnar taka fimm ár ella meiri. Tær eru samansettar av einum bachelor-parti, ið tekur 3 ár, og einum kandidat-parti, ið er minst 2 ár til longdar. Flestu velja at taka báðar partar av útbúgvingini, av tí at lokin bachelor-partur í flestu førum “bert” gevur tær førleikan at undirvísa. Útbúgvingarnar eru grundaðar á gransking, og hevur hetta við sær, at ein partur av lærarunum á lærustovnunum bæði granska og undirvísa.Dømi: Samfelagsfrøðingur, arkitektur, sálar-frøðingur, sniðgevi og tannlækni

Sí fleiri dømi um ávikavist SHÚ, MHÚ og LHÚ á s. 12-13.

”Ein stutt, ein long...”Ymiskt er, hvussu hugurin er at fara undir hægri lesnað – summi vilja út á ar-beiðs-marknaðin sum skjótast, meðan onnur hava hug at geva sær góðar stundir við lesnaðinum. Tað er alneyðugt at velja eina útbúgving, ið hóskar til tín tørv, bæði viðvíkjandi fakliga innihaldinum, men sanniliga eisini viðvíkjandi longdini á útbúgvingini.

Page 7: Pisan 2007

Pisan 200712 Pisan 2007 13

Mál

SHÚ-

MHÚMálslig bachelorútbúgving innan vinnu

Teknmáls- og MHS-tolkur

LHÚAmerikanskt

ArabisktAsiatisk mál

Málslig kandidatútbúgving innan vinnuEuropeisk mál

Byggilist og bygging

SHÚByggiteknikkari

Kort- og landmátingarteknikkari

MHÚBygningskonstruktør

Diplomverkfrøðingur innan bygging

LHÚArkitektur

Sivilverkfrøðingur innan byggingHortonom

LandslagsarkitekturLandmátari

Á landi, í vatni og í luftini

SHÚFlogskipari

Transportlogistikari

MHÙFlúgvileiðari – sivilurHernaðarflúgvileiðari

MaskinmeistariLøgreglufólk

Skipsyvirmaður

LHÙYvirmaður ”af linien”Hernaðarflogskipari

Náttúra og djór

SHÚFiskivinnuteknologur

Landbúnaðarteknologur

MHÚSkógar- og landslagsverkfrøðingur

LHÚAgronom

ForstkandidatDjóralækniHortonom

Búskaparfrøðingur innan jarðarbrúkLandslagsarkitektur

Undirvísing og miðlan

SHÚ-

MHÚBókavørður/Bókasavns- og kunningarvísund

FólkaskúlalærariSavnvørður

Lærarabachelor í støddfrøði, alis- og evnafrøðiPedagog

Teknmáls- og MHS-tolkur

LHÚFornfrøði

AudiologopædiDanskt/bókmentafrøði

HeimsspekiSøga

Klassisk filologiListasøga

ÁtrúnaðarsøgaRetorik

GuðfrøðiEgyptologi

Eystureruropa-lesnaðurPædagogik

Samfelag og búskapur

SHÚOgnaseljari

FinansøkonomReiðaríútbúgvingin

GrannskoðariToll og skatt

MHÚSosialráðgevi

LHÚFólkalívsfrøði

LøgfrøðiSosiologi

Stjórnmálafrøði/samfelagsfrøðiBúskapur

Hvørjum hevur tú áhuga fyri?Trúgv ikki, at alt er sagt við hesum. Tekningin er ætlað sum íblástur og bara sum tað. Møguleikarnir eru óteljandi, og ætlanin er, at tú sjálv/ur skalt hugsa víðari—og kanska henda vegin finna tað, ið júst hóvar tær.Útbúgvingarnar eru býttar upp eftir longd, tvs. SHÚ, MHÚ og LHÚ, sum eru styttingar fyri ávíkavist Stutt Hægri Útbúgving, Miðallong Hægri Útbúgving og Long Hægri Útbúgving.Sí eisini www.ug.dk og “Hvad kan jeg blive” hjá Politikken.

Lívfrøði, heilsa og føðsla

SHÚAlkolog

Kliniskur tannteknikariTannrøktari

MHÚBandagist/ortopædiverkfrøðingurBioanalytikari (hospitalslaborant)

ErgoterapeutFøðsla og heilsa

FarmakonomFysioterapeutJarðarmóðurRadiografur

Sjúkrarøktarfrøðingur

LHÚLívfrøði

FarmaceutFólkaheilsufrøðiHumanbiologi

ÍtrótturKliniskur biomekanikkur

Matvøruverkfrøðingur og –kandidatLækni

SálarfrøðingurTannlækni

Náttúruvísund og tøkni

SHÚInnleggjariLaborant

ProcesteknologurProduktiónsteknologur

MHÚBusiness development

VerkfrøðingurDiplomverkfrøðingurEksportverkfrøðingur

Veðurfrøði

LHÚAktuar

Lívfrøði/jarðfrøði fakiniSivilverkfrøðingur

Datalogi fakiniStøddfrøði/alis- og evnafrøði fakini

Skrivstova, handil og útflutningur

SHÙHhx 1 ár

MarknaðarføringsøkonomServiceøkonom

MHÚBusiness development

VerkfrøðingurEksportverkfrøðingur

Bachelorútbúgving innan vinnubúskap (HA)

LHÚKandidatútbúgving innan vinnubúskap (cand.merc.)

Kunningartøkni og elektronikkur

SHÚDatamatikari

IT- og elektronikktøkningurMultimediedesignari

MHÚDiplomverkfrøðingur innan elektronikk

LHÚSivilverkfrøðingur innan informatikk

DatalingvistikkurDatalogi fakiniInformatikkur

IT-háskúlaútbúgvingarnar

Ítróttur og rørsla

SHÚRørslupedagogÍtróttarlærari

Mensendieck-lærari Rútmupedagog

MHÚAvspenningspedagog

LHÚÍtróttur

List, tónleikur, fjølmiðlar og móti

SHÚDesignteknologurRithøvundaskúlin

MHÚFilmútbúgvingin

Grafisk kommunikatiónGrafisk tøkni og leiðsla

HondarbeiðslærariFjølmiðlafólk

Sjónleikaraútbúgvingarnar

LHÚMyndlistafólk

SniðgeviFilmvísundListasøga

TónleikaútbúgvingarnarSjónleikavisund

Page 8: Pisan 2007

Pisan 200714 Pisan 2007 15

Kl. 18.00: Huff.... 30 síður eftir... Kl. 18.30: ...25 síður... men síðstu 5 síðurnar mugu lesast umaftur, tí tankarnir vóru ikki heilt til staðar... grunaði heldur um, hvat plagg, eg skuldi fara í leygarkvøldið... Kl. 18.45: 27 síður.... nei, her er nokkso støvut, treingir virkuliga til at støvast av... Kl. 19.15: Åh, deiliga reint... men bíða... har eru vaskiklæðir í kurvuni... og tað er eisini langt síðani, eg var og heilsaði uppá Jóhonnu...

Anna Christiansen

Ja, soleiðis sat eg ofta og stríddist við bókunum mítt fyrsta semestur á læknalesnaðinum—ella “stríddist” er kanska í so nógv sagt, tí freistandi var at snúgva mær undan stóru og tjúkku bóku-num!

Eg varð liðug sum studentur í Hoydølum í ´99 og var sum flestu hinar pisurnar eitt sindur skúlatroytt. Ikki tí, árini í Hoydølum vóru sera góð, og var tað við blandaðum kenslum, eg fekk húgvuna á høvdið - gott at vera liðug, men syrgiligt at siga farvæl við tað góða sosiala um-hvørvið, eg hevði verið partur av trý tey síðstu árini.

Eg valdi, sum tey flestu í mínum flokki, at fáa mær sabbatár. Var klár at vinna mær nøkur oyru og kanska fara ein túr uttanlands. So eg byrjaði at arbeiða og nýtti lívið - frí frá lektium! Fór eft-ir eina tíð á kibbutz í Ísrael og kom so heimaftur at arbeiða. Men í øllum ævintýrresinum spøkti brennandi spurningurin seg allatíð: Hvat skal eg fara at lesa? Á, øll spurdu, “nú, Anna, hvat verður tað til? Hvat ætlar tú at lesa?” Tað var gerandiskos-tur at fáa spurningin settan, og hvørja ferð var svarið: “eg veit ikki”. Eg visti virkuliga ikki. Eg visti bara, hvat eg ikki hevði hug til.

Tíðin gekk, og skjótt hevði eg havt tvey sabbatár! Tankarnir høvdu sveimað víða um, hvørjahvørja karrieru, eg skuldi velja — møguleikarnir

stóðu opnir, og eg var um at villast í øllum, sum var at velja ímillum. Men hetta var eitt val, sum mátti takast — ein lívsleið — og júst hetta, at tað kom at hava ávirkan restina av lívinum, gjør-di tað so trupult. Tað er jú ikki bara í hvørjum liti, eg kundi hugsað mær eina ávísa troyggju.

Eg sveimaði frá farmaceuti til lívfrøði, frá labo-ranti til tannlækna...eg hugsaði og hugsaði.Jú, mær hevur nú altíð dámt sera væl arvalæru, og júst hetta hevur verið nógv frammi í Føroyum síðstu tíðina, so tað høvdu óivað verið góðir møguleikar fyri hesum í Føroyum. Men eg kundi ikki lesa arvalæru - so mátti tað vera lívfrøði, har arvalæra verður viðgjørt, men nei, so mátti eg lesa um plantur, algur o.a. - tað tímdi eg als ikki! Jú, so fall valið á læknalesnaðin! Ótrúligt! Eg hevði tikið eitt val! Valdi læknalesnaðin, einam-est tí at so hevði eg møguleika at koma inn á evnið, sum hevði mín størsta áhuga, og haraftu-rat helt eg sjálvandi eisini, at læknafakið virkaði tiltalandi.

Eitt spennandi fak við alskyns møguleikum eftir loknan lesnað - heimurin stóð opin! Á, deiligt nú kundi eg hava eitt svar klárt, tá fólk spurdu, hvat eg ætlaði at lesa, men einamest var deiligt at hava svarið greitt fyri mær sjálvari! Eg byrjaði so á Panum í sept. 2001. Var sera spent og ynskti, tað var tað rætta fyri meg. Eg var eisini eitt sindur fjálturstungin, tí eg visti ikki rættiliga, hvat eg var byrjað uppá. Eg fann tó rímiliga skjótt útav, at hetta tímdi eg ikki! Lesa 50 síður um hjartað, 40 síður um blóðið, 60 síður um lungu... nei, eg kvaldist! Hvar var arvalæran? Hevði so vónað, at lækna-fakini fóru at fanga mín áhuga, men nei. Ar-valæran var alt ov lítil í heildini av læknafaku-num, at tað sindrið, vit høvdu, kláraði ikki at halda vónini hjá mær uppi. Harafturat var hetta nokk heldur ikki heilt tað rætta fyri meg og mína sartu sál, tí lósu vit t.d. um krabbamein, ja so hevði eg øll sjúkueyðkennini dagin eftir! So eg visti næstan beinavegin, at hetta fór ikki at ganga. Men treiska Anna royndi at hanga í, tí hvat nú um mær kanska fór at dáma tað? Hvat um tað bleiv meir spennandi komandi semestur? So komu jólini, og eg fór, sum flest onnur, heim til Føroyar at halda jól. Vit høvdu eina roynd

hálvan januar, so allar bøkurnar vórðu sjálvandi tiknar heim við - kuffertið var á markinum til yvirvekt! Men eg mátti tó skjótt ásanna, at eg eins væl kundi latið bøkurnar ligið eftir á kol-legiekamarinum!

Alt annað var meir spennandi um jólini enn at lesa um hjartarútmu og kemiskar líkningar. Men royndin lá ikki fyrr enn 16. januar, so eg kundi jú altíð lesa eftir nýggjár. Eitt sindur í døpurhuga og máttleys gekk leiðin niður aftur til Keypmannahavnar fyrst í januar - hvat mundi hetta fara at enda við? Manglandi stríðsandin og ágrýtni í jólafrítíðini helt tíverri áfram inn í januar mánað - nei, faktum var, at eg tímdi ikki at lesa til lækna. Eg mátti kasta hvíta handklæðið í ringin.

Eg valdi tí at gevast... tímdi ikki at stríða meg ígjøgnum nakað, eg ikki var glað fyri, og sum eg ikki føldi, var tað rætta fyri meg! So ja, eg fór at gevast, men eg tók líka royndina við, tí um eg nú broytti meining og ynskti at halda áfram, so varð kravt, at eg hevði verið til roynd.

Leiðin gekk tískil aftur til Føroyar fyrst í febru-ar—hesu ferð uttan bøkur! Eg valdi at framleiga kollegiekamarið og fara heim á klettarnar at samla tankarnar um brennandi spurningin, hvat Anna nú skuldi finna uppá at lesa? Nú stóð eg aftur á berum - føldi eitt sindur, sum eg hevði fingið ein frammaná og var aftur eins blonk og óvitandi um karrieruval, sum tá eg so glað og fitt stóð sum nýklakt pisa! Nú vóru 2 1/2 ár liðin, síðan eg fekk húgvuna á høvdið, og enn hevði eg ikki funnið útav, hvat eg vildi við lívinum! Føldi tað eitt sindur frustre-randi - hvat var galið við mær? Hví kundi eg ikki taka eitt val? Hevði gjørt alt fyri at fáa eitt gott studentsprógv, men hvat nyttaði tað, tá eg ikki visti, hvat eg skuldi brúka tað til?

Eg byrjaði so aftur at arbeiða, og eftir arbeiðstíð varð dúgliga blaðað í nógv brúktu bókini “Hvad kan jeg blive?”. Hon var so slitin eftir hondini, og eg dugdi hana næstan uttanat! Hóast eg føldi meg í villareiði, angraði eg aldri mína avgerð um at gevast - eg føldi tað sum ein slíkan lætta - sum um ein steinur var tikin av mínum herðum! Og aldri føldi eg tað sum skomm at gevast og venda nøsini heim. Jú, eg hugsaði eitt sindur um tað, áðrenn eg gavst, at ja, nú fóru øll at siga, at “vit vistu, hon ikki fór at halda út.... vistu, hon fór at gevast!”

Men nei, haldi, øll tóku væl ímóti mær, tá eg var heima aftur - tey stuðlaðu mínari avgerð. Ein segði við meg, “Anna, tú skalt ikki skamma teg, tað ger einki. Tað er sera flott, at tú fylgir tínum ynskjum og ikki bara heldur út fyri at geva øðrum eina góða mynd av tær!”. So eg skam-maði meg als ikki.Tíðin gekk og nærkaðist, til eg aftur skuldi senda umsókn/ir inn til komandi árs lesnað.

Eg hugsaði og hugsaði, vitjaði dúgliga LFÚ og blaðaði víðari í “Hvad kan jeg blive?”. Valið fall á jarðamóður og sálarfrøði. Jú, helt hetta vóru tvey spennandi fak, men tað vísti seg, at fyri at sleppa inn á jarðamøðraskúlan, skuldi eg hava minst “18 måneders relevant arbejdserfaring”, og hetta hevði eg ikki. Tískil fór umsóknin í postkassan við einum stórum X út fyri sálarfrøði.

Eg vil siga, at trýstið at velja rætt aðru ferð, var sera stórt! Reglurnar eru tær, at ein fær bert møguleika at byrja uppá útbúgving innanfyri KOT tvær ferðir - t.v.s., at um tað nú vísti seg, at sálarfrøði heldur ikki var tað rætta fyri meg, ja, so var mín kvota uppbrúkt, og eg kundi ikki søkja um upptøku til útbúgving innan KOT eina 3. ferð. Jú, til ber at royna upptøku til eitt fak, sum ikki er so væl umtókt og tí ikki so trupult at sleppa inn til - eskimiologi ella ok-kurt tílíkt, men tað hevði nú ikki mín heilt stóra áhuga. Tískil setti sonevnda “3-gangs-reglen” stórt trýst á meg, og eg visti, at hesuferð var virkuliga neyðugt at velja rætt. (sí s. 14)

Eg valdi sálarfrøði, men hvssu kundi eg vita, um tað var tað rætta fyri meg? Eg kendi eitt sindur til Freud og Jung og helt fakið vera spennandi, men eg hevði onga hóming av, hvussu tað mundi fara at vera at lesa tað á hægri støði.

Eg haldi ikki, at tað ber til at vita, hvat ein fer í gongd við. Óroynd og blá fert tú í holt við eitt fak, og eg trúgvi, at sjálvt tey, ið byrja uppá ein lesnað, tey hava droymt um frá barnsbeini av, skjótt kunnu ásanna, at hetta var nú ikki júst tað, tey høvdu vónað og droymt um. So eg var eitt sindur bangin... hvat nú... nei, vildi ikki hugsa tað. Eg byrjaði uppá sálarfrøði 1. septem-bur 2002. Mundu Freud, Jung og aðrir stórthugsandi menn fara at hugtaka meg? Jú, eg føldi straks, at hetta var heilt nakað annað. Visti jú frá ári-

Trupla lestrarvalið

Page 9: Pisan 2007

Pisan 200716 Pisan 2007 17

Holger Arnbjerg frá Altjóðu Skrivstovuni (ASK)

Tú stendur í lestrarvalstøðuni, og tískil kann tankin um at fara “uttanlands” at lesa í eina ella tvær lestrarhálvur, tykjast at vera langt burtur. Tað er tó vert at vita, at hóast tú sleppur inn á eina útbúgving í td. Danmark so merkir tað ikki, at tú noyðist at taka alla útbúgvingina á tí lærustovni-num. Tú kanst undir lesnaðinum velja at fara á ein annan lærustovn og eitt annað land at lesa ein part av útbúgvingartíðini.

Tað finnast nógvir møguleikar fyri at fara uttanlands at lesa í eitt ella fleiri lestrarhálvur. Tú eigur at kanna, hvørjar møguleikar tín útbúgving og útbúgvingarstovnur hevur viðvíkjandi uttanlandslestri. Niðanfyristandandi upplýsingar viðv. uttanlandslesnaði eru frá altjóða skrivstovuni á Københavns Universitet.

Hvar kundi tú hugsað tær at lisið?

NorðurlondTú kanst søkja gjøgnum Nordplus/Nordlys, ið er ein pakkaskipan. Tú fært tískil bæði pláss á einum norðurlendskum universiteti og stuðul. Nordlys-skipanin veitir í løtuni 180 Evrur um mánaðin í stuðli umframt ferðastuðul. Stuðulin frá Nordplus er ymiskur. Fleiri upplýsingar um td. hvussu tú søkir og nær freistin at søkja er fáast á: http://www.ku.dk/international/dansk/nordisk.htm. EuropaSokrates/Erasmus eru pakkaskipanir, ið geva tær eitt umbýtispláss á einum europæiskum unversiteti og stuðul áljóðandi 150-200 Evrur um mánaðin. Tað er ES, ið veitir stuðulin. Avtalurnar í hesum skipanum eru fakserstakar tvs. at tað eru einstakir stovnar á universitetum í 31 londum, ið gera sínamillum avtalur, ið soleiðis eru avmarkaðir til serstøk fakøki. Far inn á http://www.ku.dk/inter-national/dansk/erasmus.htm.

Aðrastaðni í heiminumFleiri útbúgvingarstovnar hava gjørt bilateralar samstarvsavtalur við universitet og aðrir útbúgv-ingarstovnar aðrastaðni í heiminum ma. Norðuramerika, Australia, New Zealand osf. Talan er um sokallaði samstarvspláss. Hevur tú hug at fara útum Europa á eitt samstarvspláss er upplagt at fara inn á http://www.ku.dk/international/dansk/index.htm. Her sært tú, hvørji krøv einstøku avtalur-nar seta til tey lesandi umframt eina lýsing av útbúgvingarstovnunum, ið eru við í avtalum.

Um tú hevur funnið eitt ávíst land ella útbúgvingarstovn, ið ikki eru nevnd omanfyri kanst tú sjálv/ur fyrireika eitt lestraruppihald uttanlanda. Tú kanst eisini velja eina mentanaravtalu. Sí http://www.ku.dk/international/dansk/index.htm.

Føroyskur stuðulUm tú sjálv/ur hevur valt at fyrireika eitt uttanlandsuppihald, ið ikki kemur undir nakrar av oman-fyristandandi skipanum, hevur tú møguleika at søkja føroyska Stuðulsstovnin um stuðul. Sí www.studul.fo ÙSUN- skipanin kann td.veita tær “tuition fees” um fylgjandi krøv verða gingin á møti:• Uppihaldið skal vera uttanfyri Norðurlond• Uppihaldið skal vera minst ½ ár• Útbúgvingarstovnurin gevur fulla góðskriving fyri uppihaldið.

framhald á síðu 18...

Eitt mobilt lestrarvalnum frammanundan, hvussu tað kendist at vera “malplaserað”, og ta kensluna hevði eg als ikki nú. Tað var ein heilt onnur atmosfera í skúlanum - eg fall væl til í flokkinum, og øll vóru/eru fitt og fyrikomandi. Í mun til árið fyri, føldi eg nú, at eg var á jøvnum føti við mínar samlesandi.

Eg væntaði, eg fór at vera elst í klassanum, men so varð ikki. Aldursmunurin millum tey fyrsta árs lesandi er sera stórur - á mínum holdi er tann yngsta 18 ár, meðan tann elsta er 37, so eg var enntá í yngra endanum, deiligt! Eisini var deiligt hjá mær at vita, at umleið helvtin av teimum á holdinum høvdu verið undir aðrari útbúgving fyrr - soleiðis fekk eg váttan fyri, hvussu vanligt tað er at skifta lesnað! Nú eri eg í gongd við 2. semestur og siti og hugsi aftur á síðstu árini við truplum avgerðum og avsluttaðum læknalesnaði. Huff, tað hevur verið ein trupul tíð, men eg angri einki!

Angri ikki, eg byrjaði uppá læknale-snaðin - als ikki! Eri glað fyri, eg royndi tað, tí nú fari eg ikki at angra tað seinni, at eg ikki gav tí ein møguleika! Fari ikki at sita sum 40 ára gomul og hugsa, at læknaleiðin hevði verið tann rætta fyri meg. Eg vil siga, at læknalesnaðurin óivað førdi meg inn á leiðina, eg seinni valdi - eina leið, eg í dag eri sera glað fyri, so glað, at bøkurnar faktiskt blivu opnaðar um jólini!

At enda vil eg siga til tey, sum umhug-sa at gevast við sínum lesnaði, at fylgja sínum ynskjum! Um tey ikki eru glað fyri sín lesnað, er bara at skifta til okkurt, tey halda vil gera teyglaðari Sjálvandi skal ein hugsa seg væl um, tí neyvan slepst undan niðurtúrum í einumhvørjum lesnaði, men eg trúgvi, ein veit og kennir við sær sjálvum, tá tað er komið so mikið langt, at man ikki tímir longur!

Tá hugurin at lesa ikki er til staðar longur, er tíð at gevast og umhugsa nýggjar leiðir. Eg vil eisini siga fyri mítt viðkomandi, at eg eri sera glað fyri, at eg gavst longu eftir 1. semestur - at eg ikki stríddi meg ígjøgnum fleiri ár bara fyri at vera treisk. Glað fyri, at eg ikki brúkti ov nógva tíð, men fór beint í gongd við næsta lesnað.

So nú kunnu tit ætla, at mín dagur og lesnaður er ein heilt annar enn dømið í byrjanini av greinini. Nei, eftir loknan skúladag, sær tað meiri soleiðis út nú: Kl. 18.00: 30 síður eftir... á nei, bara 30 síður....? Kl. 18.30: 20 síður eftir... svongdin ger tó um seg, so ein góður nátt-verðabiti sleppur niðurum! Kl. 20.00: Lesi síðstu síðuna og siti so hálvan tíma hugtikin um tað, eg júst havi lisið... Helst tók eg í so rívan til nú. Jú, víst kemur tað fyri, at tankarnir, meðan eg lesi, leita til støv, vaskiklæðir og Jóhonnu.

Herskylda Í 1999 kom ein nýggj lóg í gildi. Værnepligtens §1,stk.3(lovbekendgørelse nr. 1088 af 23.december 1998): “Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at have opholdt sig der i mindst 10 år, kan af indenrigsministeren eller statsamtmand, indenrigsministeren be-myndiger til det, fritages fra værnepligt. Ansøgningen skal afgives senest 4 uger efter, at den værnepligtige har modtaget pålæg om at møde for sessionen, jf.§13,stk.2.” Tú kanst tí søkjað um at verða frítikin frá herskyldu í Danmark, við at vátta, undir revsilógarinnar §163, at tú í alt hevur búð 10 ár í Føroyum. Tað er ikki neyðugt, at tað eru 10 samanhangandi ár. RR

...framhald frá síðu 11

Tú fært meira at vita um upptøkureglur við at venda tær til:- Lestrarvegleiðaran á skúlanum- LFÚ- ráðgevingina- www.lfu.fo- Altjóða skrivstovuna í Havn- www.ask.fo- Studievalg Í Danmark- www.studievalg.dk

Eisini kann nevnast, at nýggi próvtalsstigin verður galdandi í Føroyum frá 1. August 2008

Page 10: Pisan 2007

Pisan 200718 Pisan 2007 19

Starvsvenjing– eisini ein møguleiki!Tað gerst alt meira vanligt at fara í starvsvenjing ein part av útbúgvingartíðini. Ávísar útbúgvingar so sum lærara- og sjúkrarsystraútbúgvingin hava í nógv ár havt starvsvenjing sum krav í sjálvari útbúgvingini. Seinastu árini er starvsvenjing eisini vorðin ein møguleiki á fleiri og fleiri hægri út-búgvingum. Á nøkrum útbúgvingarstovnum er tað møguligt hjá teimum lesandi at fara í starvsven-jing, og fáa partvísa ella fulla góðskriving fyri eitt ella fleiri fak. Tað er eisini møguligt at fara til eitt annað land enn sjálvt útbúgvingarlandið í starvsvenjing. Talan er vanliga um eitt fulltíðarstarv í einari fyritøku ella einum felagsskapi. Starvsvenjingin kann vera ólønt ella lønt og strekkir seg vanliga yvir 3-6 mánaðir. Hevur tú hug at brúka møguleikan? Set teg í samband við lestrarvegleiðaran á útbúgvingar-stovninum, og fá vegleiðing um, hvørjar starvsvenjingarmøguleikar tín útbúgving gevur tær!

SUTú hevur rætt til vanligan SU um útbúgvingarstovnurin góðkennir starvsvenjingina sum ein part av útbúgvingini og harvið góðskrivar eitt ella fleriri fak. Tú skalt tí hava eina góðkenning frammanun-dan frá útbúgvingarstovninum, ið vísir, at tú ert lestraraktiv, hóast tú ikki meldar teg til próvtøku á útbúgvingarstovninum. Síðan vendir tú tær til SU- stýrið við einum avriti av góðkenninigini, og umsóknin verður viðgjørd.

Um tú ikki fært góðskriving fyri starvsvenjingina, kanst tú ikki fáa SU, og má tískil sjálv/ur fíggja starvsvenjingina. Tú kanst royna at søkja grunnar um stuðul til uppihaldið (sí www.mfs.fo + www.ask.fo (fígging))

FyrimunirTað er fakliga relevant; Tú fært møguleika at arbeiða við “veruligum” arbeiðsuppgávum, ið tú ken-nir frá ástøðini;Tú kanst fáa eina ábending um, hvat tú kanst vænta tær eftir loknan lesnað. Tú fært somuleiðis innlit í, hvørjar arbeiðsuppgávur tú kanst koma at arbeiða við, og hvat eitt ar-beiðspláss væntar av tær; Starvsvenjingin kann somuleiðis geva tær íblástur til eitt ítøkiligt hugskot til høvuðsuppgávuna; Tað kann geva CV ein altjóða dám. Starvsvenjingin er eitt umskifti frá bóku-num, og gevur tær møguleika at síggja heimin frá einum øðrum sjónarhorni.

FyrireikingTað tekur tíð og nógva orku at fyrireika eina góða starvsvenjing!Tú eigur at umhugsa!• Hvussu leingi vil eg vera í starvsvenjing?• Hvat vænti eg at fáa burtuúr- fakliga og persónliga?• Hevur starvsvenjingarstaðið týdning fyri framtíðararbeiðið og karrieru.• Hvørjar uppgávur kundi eg hugsa mær at arbeitt við?• Hvat kann eg geva starvsvenjingarstaðnum- fakliga og persónliga?• Hvussu fái eg starvsvenjingina góðkenda frá útbúgvingarstovninum?

Hvussu finni eg eitt pláss?Tað eru fleiri útbúgvingarstovnar, ið hava ein starvsvenjingarsamskipari, ið kann hjálpa tær við at søkja. Tað eru nakrar fyritøkur og felagsskapir, ið søkja eftir fólki til starvsvenjing, men tú kanst tó eisini royna at søkja sjálvur. Her eru stórir almennir og privatir felagsskapir og fyritøkur eitt up-plagt stað at byrja. ES, Sendistovur, ferðavinnuskrivstovur, altjóða felagsskapir, áhugafeløg og NGO eru somuleiðis uppløgd støð. Far inn á www.google.com og leita eftir:praktik, internship,fellowship eller stagniaire.

Finnur tú onki sjálv/ur kanst tú venda tær til AISEC, ið er ein lestrarfelagsskapur, ið arbeiðir við 700 starvsvenjingarplássum í 88 londum. Felagsskapurin hevur pláss innan leiðslu(búskap og marknaðar-frøði); tøknifrøðilig umráði; menningararbeiðið í 3.heiminum. Tað kostar 2300 kr og tú fært 500 kr afturgoldið um tú skrivar eina frágreiðing um starvsvenjingina. Nærri upplýsingar fáast á: www.aisec.dk IASTE er somuleiðis ein felagsskapur, ið arbeiðir við starvsvenjingarplássum. Talan er ofta um 6-12 vikur um summarið, og teir hava lagt seg eftir teim meiri teknisku og náttúruvísindaligu útbúgvingu-num. Kostnaðurin er uml. 800 kr Sí www.iaste.dk

UmsóknHetta eigur at verða við í umsóknini.• Fakumráði og áhugamál• Hví velur tú at søkja júst hetta plássið/staðið?• Hvat kanst tú geva starvsvenjingarstaðnum, hvat væntar tú tær av starvsvenjingini?• Hvussu ert tú sum persónur?• Vís, at tú ert ein skikkað arbeiðsmegi, ið kann geva starvsvenjingarstaðnum okkurt.• CV og viðmæli frá seinasta útbúgvingarstaði

Ger ein sáttmála!Tá tú hevur funnið eitt starvsvenjingarstað eigur tú at gera ein arbeiðssáttmála, ið umfatar: Arbeið-suppgávur; løn; trygging; tíðarbil; navnið á kontaktpersóninum; Tað kann tryggja, at starvsvenjingin verður soleiðis sum báðir partar vænta.

Brúka møguleikan – tú angrar tað ikki!Tað er ein verkætlan í sær sjálvum at fara undir at fyrireika eitt uttanlandsuppihald og eitt starvs-venjingarpláss, men allar royndir vísa, at tað er tað vert, og tú stendur ikki heilt einsamøll/einsam-allur. Vegleiðarar standa klárir at veita tær hjáp. Brúka teir og serstøku vitan teirra!

Tað er av týdningi, at tú gert tær sjálvum greitt, at eitt uttanlandsuppihald og eitt starvsvenjingar-pláss eru individuel, og setir nøkur krøv til tann einkulta, eisini á økjum har útbúgvingarstovnurin hevur fastar avtalur og kontraktir. Tað er á mangan hátt gevandi at fara uttanlanda at lesa ella í starvsvenjing ein part av lestrartíðini. Tað kann styrkja teg - bæði fakliga og persónliga. Tú fært úr tínum “vanliga” lestrarumhvørvi og inn í eitt nýtt umhvørvi. Tú kemur inn í eina nýggja sosiala, málsliga og mentunarliga eind. Ein avbjóðing ja, men somuleiðis ein styrki seinni í lívinum.

...framhald frá síðu 17

Fyrireikingar, ið geva tær eitt gott uttanlandsuppihald• Byrja í góðari tíð, tvs. minst 1 ár áðrenn fráferðina, at fyrireika uppihaldið.• Søk frammanundan um góðkenning og góðskriving av fakum frá útbúgvingarstovninum (studienævnet).• Tryggja tær, at tú kanst fylgja undirvísing og fara til próvtøku undir somu treytum sum tey, ið eru innskrivaði á útbúgvingarstovninum, ið tú søkir inn á.• Ger eina fíggjarætlan fyri uppihaldið.• Hugsa um bústaðarviðurskiftini.• Fyrireika teg málsliga, áðrenn tú fert avstað.(sí málslig fyrireiking á síðu 12)

Page 11: Pisan 2007

Pisan 200720 Pisan 2007 21

Helena D. Højgaard

Fari eg í framtíðini at tíma at arbeiða innan tað økið, eg havi útbúgvið meg? Fari eg áhaldandi at hava somu áhugamál, ella fari eg at leiðast við mítt val eftir eina tíð? Í kjalarvørrinum á hesum spurningum koma enn fleiri spurningar. Sum-mir av hesum eru sjálvsagt meiri ítøkiligir enn aðrir, men ein væl kendur spurningur snýr seg um útbúgvingar-gongdina, nærmari longdina av útbúgvingini: - Fari eg at tíma at lesa ella læra í trý, fýra, fimm ella fleiri ár?

Nakrir kanska minni kendir spurningar, sum – hóast sera viðkomandi – ikki verða havdir í huganum, fyrr enn avgerðin um útbúgving er tikin, knýta seg at teimum ymsu undirvísingar-, frálæru- og lestrarhættunum, ið ymsu útbúgv-ingarstøðini nýta. Spurningarnir, ein átti at sett sær í hesum sambandi, kundu ljóðað: Hvønn undirvísingar- , arbeiðs- og lestrarhátt dámar mær best? Nær og hvussu læri eg mest og best? Dugi eg best at arbeiða sjálvstøðugt ella kemur mest burtur úr hjá mær, tá ið eg arbeiði í einum bólki? Hvussu við sjálvari undirvísingini? Riggar tað best hjá mær, um eg fái nógva undirvísing, ella egni eg meg eins væl at sita við eini bók og at kalla sjálvstøðugt læra meg sjálva/n?

Eyðsæð er, at uttan mun til hvørja útbúgving ein velur, so skal ein ávís tíð nýtast til lesing og annað sjálvstøðugt arbeiði. Somuleiðis vil ein altíð fáa nakað av undirvísing og vegleiðin-ing frá lærarum og øðrum ráðgevum. Flestu lesandi vilja eisini siga, at tey onkuntíð hava arbeitt saman við øðrum lesandi í bólki, meðan tey aðrar tíðir hava arbeitt meiri sjálvstøðugt. Sostatt kann sigast, at óansæð hvørja útbúgving ella hvat útbúgvingarstað ein velur, so kemur ein óivað í onkran mun at royna ymsu undirvísingar- og arbeiðshættirnar. Tó skerst ikki burtur, at tær ymsu útbúgvingarnar eins og tey ymsu útbúgvin-garstøðini eggja til ymsar lesi- og arbeiðshættir. Sum dømi kann nevnast, at meðan humanistarnir á KUA (Københavns Universitet Amager) í al-

stóran mun arbeiða sjálvstøðugt, og ikki endiliga verða eggjaðir til bólkaarbeiði, so er støðan at kalla tann umventa á RUC (Roskilde Univer-sitets Center), har frálæran mest er grundað á bólkaarbeiði. Somuleiðis er eisini fjølbroytni í, hvat viðvíkur undirvísingar-tímum. Meðan ein á onkrari útbúgving hevur møtiskyldu og møguliga fær undirvísing í skúlanum hvønn dag, so finnast útbúgvingar, har eingin møtiskylda er, og har sjálv undirvísingin er avmarkað til færri enn tíg-gju tímar um vikuna.

At ein útbúgvingin uttan møtiskyldu og við fáum skúlatímum kann tykjast lokkandi, kunnu tey flestu nokk skriva undir uppá, men havast má í huganum, at arbeiðsbyrðan á tílíkari útbúgving-ing ikki er minni, enn arbeiðsbyrðan á útbúgving við nógvum undirvísingartímum. Heldur kann sigast, at arbeiði sum heild verður flutt úr skúla-num og heim til tann einstaka. Tá ið treytirnar fyri skúlaarbeiðið eru so ymiskar, er týdning-armikið at gera sær greitt, nær og hvussu ein arbeiðir best. Fær man mest burturúr við tí koyrlinum syngjandi um oyruni, sum møtiskylda kann tykjast vera, ella er árræðið og sjálvdis-iplinið so gott, at eingin koyril er neyðugur? Tør-var einum onnur fólk ella ein bólk at samarbeiða við, fyri at fáa sum mest frá hondum, ella eru tað heilt onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri eins skúlavirksemi, lestrar- og skapanarhug? Lat tað tó vera sagt, at tað fyrst og fremst er hugurin, ið avger, hvørja útbúgving ein fer í gongd við. Eftir hetta er týdningarmikið at gera sær nakrar tankar um, undir hvørjum viðurskif-tum ein arbeiðir best, fyri soleiðis at økja um møguleikarnar fyri góðum úrslitum í lestrarlívi-num. Sagt á annan hátt, so skal sjálvur útbúgv-ingarhátturin ikki stýra valinum av útbúgving, tað skal hugurin til sjálva útbúgvingargreinina, men í aðru atløgu er vert at hava í huganum, hvussu ein heilt ítøkiliga arbeiðir og trívist best - tí á tann hátt er ein við til at geva sær sjálvum bestu sømdir hugsandi, og soleiðis fær ein mest burturúr.Fylgjandi yvirlit gevur eitt innlit í ymsar lestrar-

og undirvísingarhættirnir, og kann hetta vónandi virka sum hjálp, tá ið høvd og hali skal finnast á fjølbroyttu útbúgvingarmøguleikunum.

Fyrilestrar: Ofta sæð sum ímyndin av lesnaði á hægri lærustovni. Klassiskur undirvísingar-háttur, har lærarin ella undirvísarin heldur ein fyrilestur og greiður frá einum hvørjum evni, gjarna fyri heilt nógvum næmingum samstun-dis, summastaðni heilt upp í 400. Samskiftið er vanliga einans einvegis, tvs. frá undirvísara til næmingar, men onkuntíð er høvi at seta sprun-ingar.

Floksundirvísing: Minnir um undirvís-ing í fólka- og miðnámsskúlunum. Vanliga eru 25-30 lesandi í hvørjum flokki. Undirvísarin gjøgnumgongur undirvísingartilfarið, og avtalað verður hvorja ferð, hvat skal lesast til næstu ferð. Kjak og framløgur eru partur av undirvísin-igini.

Roknivenjingar: Undirvísing, har tú stutt og greitt roknar uppgávur. Oftani er ein undirvísari til staðar, sum kann hjálpa við uppgávum. Henda undirvísing finst í høvuðsheitum á nátturuvísun-daligum útbúgvingum.

Starvsstovuvenjingar: Eru á flest øllum tekniskum, nátturuvísundaligum og læknafrøðil-igum útbúgvingum. Tímarnir eru vanliga kravdir, tvs. at tú hevur møtiskyldu fyri at kunna standa lærugreinina. Endamálið er, at næmingarnir fáa neyðugu praktisku royndirnar á júst teirra øki.

Økisskeið (”feltkurser”): Finnast t.d. á

útbúgvingum sum lívfrøði, jarðfrøði og fólka-lívsfrøði. Her verður farið út í avíst umhvørvi at kanna ávís viðurskifti, tað verði seg djóralív, plantulív, fólkasløg ella annað. Eins og við starvstovuvenjingum er endamálið at geva teimum lesandi praktiskar royndir innan ávíst lestararøki.

Starvsvenjing: Á nógvum útbúgvingum er starvsvenjing ein kravdur partur, sum skal fara fram í ávísum lestararhálvum. Nevnast kunnu útbúgvingar sum pedagogikkur og sjúkrarøk-tarfrøði. Á t.d. tannlækna- og djóralæknaút-búgvingini er starvsvenjing fastur partur av útbúgvingini og fer fram á sjálvum útbúgvingar-stovninum. Innan landbúnað og verkfrøði verður lagt upp til, at tann lesandi sjálv/ur finnur eitt stað til starvsvenjing, sum so er partur av út-búgvingini. Á t.d. humanistiskum og samfelags-vísunudaligum útbúgvingum er starvsvenjing ikki eitt krav, men ein møguleiki tú kanst taka í ½ ár.

Verkætlan: Á RUC (Roskilde Universitets Center), Aalborg Universitet og eitt nú arki-tektskúlunum verður arbeitt við verkætlanum burturav. Á flestu hægri útbúgvingum skal ein tó fyrr ella seinni gjøgnum eina verkætlan, ið antin kann gerast sum bólka- ella einstaklingaarbeiði. Ymiskt er, hvussu undirvísingin fer fram í hesum sambandi. Gjarna er ongin beinleiðis undirvís-ing knýtt at eini verkætlan, men ein verður í staðin knýtt/ur at einum undirvísara, ið virkar sum vegleiðari og ráðgevi. Ein verkætlan varir vanliga ½ til 1 ár. Summastaðni skalt tú bert lata skrivliga uppgávu inn, aðrastaðni skalt tú upp í munnligari próvtøku afturat.

Týdningurin av lestrarhættumMangir eru tankarnir, ið ein ger sær, tá ið avgerð viðvíkjandi útbúgving skal takast. Millum fystu og óivað týdningarmiklastu spurningarnar eru spurningar sum: – Man eg fara kunna liva við mínum vali restina av lívinum?

Málsligt undantaksloyviEin fyrimunur hjá føroyskum lesandi í Danmark er, at tey kunnu søkja um undantaksloyvi til skrivligu próvtøkurnar fyrsta árið tvs. tú fert til próvtøku undir øðrum umstøðum. Um hetta verður játtað, hevur tað vanliga við sær, at próvtøkutíðin verður longd við einum tíma. Søkjast skal í góðari tíð, og viðmerkjast skal, at hetta ikki er eitt tilboð, ið øll útbúgvingarstøð hava. Eyka próvtøkutíðin ger sjálvandi stóran mun, og tí er hesin møguleiki avgjørt verdur at hava í huganum, tá ið farið verður undir fyrstu próvtøkurnar.Sum áður nevnt, so er hetta ikki galdandi á øllum støðum, men kunna teg um viðuskiftini á tínum útbúgvingarstaði, og í góðari tíð. Harumframt er hetta bert galdnadi fyrsta árið og fyri skirvligar próvtøkur. Tú skat sjálv/ur vera varug/ur við møguleikan fyri undantaksloyvi, tí hetta er ikki eitt tilboð, ið av sær sjálvum verður boðið øllum føroyskum lesandi í Danmark. AHJ

Page 12: Pisan 2007

Pisan 200722 Pisan 2007 23

Annika Helgadóttir Joensen

Vit hava valt Danmark/Norðurlond, Bretland og USA sum dømi, men tørvar tær neyvari upplýs-ingar ella upplýsingar um onnur lond, set teg so í samband við MFS og/ella vitja heimasíðuna hjá Altjóða Skrivstovuni, á www.ask.fo

Danmark/NorðurlondÍ donsku stórbýunum sum Keypmannahavn og Århus kann vera ringt at fáa kamar ella íbúð, meðan t.d. Odense veitir trygd fyri, at lesandi uttan tak yvir høvdið fáa eitthvørt at búgva í innan 3 dagar. Sostatt eru íbúðarviðurskiftini ógvuliga ymisk frá býi til bý. Flestu norðurlend-sku lestrarbýirnir hava tó eina skipan, ið gevur tær møguleikan at skriva teg á ein bíðilista til at fáa eitt kamar ella eina íbúð. Tú kanst skriva teg upp, tá ið tú hevur funnið útav, hvagar tú ætlar tær, men umsóknin (í Danmark) verður tó vanliga ikki gjørd virkin fyrr enn 4½ mð. innan lestrarbyrjan.Hent heimasíða: www.ungdomsboliger.dkFyri Norðurlond sum heild: www.abo.fi/norden og www.nsbo.org

BretlandFlestu hægri lærustovnar í Bretlandi hjálpa altjóða næmingum at fáa tak yvir høvdið – nógv-astaðni fært tú saman við upptøkubrævinum tilboð um bústað, og aðrastaðni eigur tú skjótast gjørligt at venda tær til bústaðarávísingina á útbúgvingar-staðnum fyri at finna útav, um tey kunnu tryggja tær bústað, tá ið tú skalt byrja. Bústaðartilboðini frá lærustovnunum eru ofta kømur, ið eru knýtt at lærustovnunum og liggja tætt við - hetta verður eisini nevnt “campus”. Ein vegleiðandi kostnaður fyri kamar uttan fyri London er kr. 2.200 um mánaðin.Hent heimasíða: www.ukcosa.org.uk

USAEins og í Bretlandi er vanligt, at amerikonsku lærustovnarnir bjóða tær innivist saman við upptøkubrævinum, og eisini her snýr tað seg aloftast um “campus”. Flestu fyrstaárs-næmin-garnir velja at búgva á útbúgvingarstaðnum, tí tað hevur fíggjarligar fyrimunir, umframt at tú hevur størri møguleika at koma í samband við onnur lesandi. Fleiri hægri lærustovnar krevja eisini, at tú býrt á staðnum fyrsta árið.Kostnaðurin fyri at búgva á “campus” er ógvu-liga ymiskur, men tú skalt rokna við at gjalda USD 5.000 um árið, íroknað mat. Hetta svarar til uml. kr. 2.900 um mánaðin.Hent heimasíða: www.usastudyguide.com, www.wemakeithappen.dk & www.educationusa.state.gov.

Hvussu skal eg húsast?

KamarUm tú ert stakur, tá tú fert av landinum í út-búgvingarørindum, er lættast at fáa innivist í einum kamari, annaðhvørt á einum kollegii, ella privat. Tó er aloftast bíligari at leiga sær kamar á einum kollegii, har leigan vanliga liggur um kr. 1.500-2.500 um mánaðin. Um tú leigar eitt kamar frá privatum útleigara, er vandi fyri, at tú kemur at gjalda ein okursprís fyri fáar fermetrar. Studningurin skal røkka langt, so royn fyrst og fremst at fáa eitt kamar á einum kollegii. Um bíðitíðin er alt ov long, og eingir aðrir møgulei-kar eru, kann gerast neyðugt at leiga eitt kamar í privatum heimi at byrja við. Her skalt tú so ansa eftir, at tú ikki verður snýtt/ur.Ymiskt er, hvussu kømurini á kollegium eru - onkur hava egnan køk og wc, meðan onnur hava felagskøk og –wc. Lesandi, ið hava felagskøk, halda flest øll, at tað er sera hugnaligt at gera mat og at eta saman um kvøldarnar, og harum-framt er lættari at koma í samband við fólk. Á

Íbúðarviðurskifti flestu kollegium er gott studentalív, og hetta tykist serliga vera galdandi fyri tey, ið deila ein part av gerandisdegnum við øðrum.

Leiguíbúð – á kollegiiLeiguíbúðir eru eisini á flestu kollegium, eitt- tvey- og í summum førum trýrúmsíbúðir. Eit-trúmsíbúðirnar eru vanliga eitt sindur størri enn kømurini og hava aloftast egnan køk og egið wc. Hesar eru roknaðar til ein persón, og kost-naðurin liggur um tað sama sum fyri eitt kamar.Tveyrúmsíbúðirnar á kollegiunum eru ætlaðar tveimum persónum, og her er lættast hjá einum pari at fáa innivist. Støddin á íbúðunum er ógvuliga ymisk frá staði til stað, men ein vanlig tveyrúmsíbúð er uml. 45-55 fermetrar við egnum køki og wc. Kostnaðurin er somuleiðis ikki tann sami allastaðni, men ein hóskandi prísur fyri eina tveyrúmsíbúð, sum er 50 fermetrar til stød-dar, er uml. kr. 3.300Trírúmsíbúðirnar eru ikki nógvar í tali á flestu kollegiunum, og eru tær ætlaðar einum pari við barni. Tær eru eitt sindur størri enn tveyrúm-síbúðirnar, og kostnaðurin uml. kr. 4.000-4.500.

Leiguíbúð – í íbúðarfelagiUmframt leiguíbúðir á kollegium er møguleiki fyri at leiga eina íbúð, ið ikki hoyrir til eitt kol-legii. Hetta verður aloftast gjørt við at skriva seg upp á bíðilistar í íbúðarfeløgum, og her er bíðitíðin ofta sera, sera long. Ikki er óvanligt, at donsk børn fáa eitt pláss á bíðilista í dóps-gávu, soleiðis at íbúðin er til taks, tá ið tey flyta heimanífrá - bíðitíðin kann vera alt frá hálvum ári til tjúgu ár. Bíðitíðin er tengd at býunum og býarpørtunum, longsta bíðitíðin er í størru býunum, har flest ung eru í somu trongu skóm. Í hesum sambandi skal sigast, at – sum við so nógvum øðrum – so er lættast at fáa íbúð ígjøg-num onkran, ið kennir onkran, ið aftur kennir onkran annan, ið veit um onkran, ið hevur eina íbúð til leigu. Flestu íbúðirnar verða útleigaðar, áðrenn eigararnir nakrantíð fáa tíð at seta lýsing í bløðini.

LutafelagsíbúðEin lutafelagsíbúð er ein partur av privatum lutafelagi. Um tú keypir ein part av eigindómi-num, gerst tú eigari og limur í lutafelagnum, og saman við hinum limunum og eigarunum hevur tú ábyrgd av felags økjum. Av tí at tú skalt gjal-da tín part í lutafelagnum, áðrenn tú flytir inn í íbúðina, verður leigan eitt sindur lægri enn fyri leiguíbúðir. Í mun til leiguíbúðir, har at gjalda

leigu tykist sum at blaka pening í eitt stórt, svart hol, so er lættari at síggja peningin aftur í lutfelagsíbúðum. Tá ið tú vilt selja tín part av eigindóminum, sum skal ígjøgnum lutafelagið, hevur tú møguleika at betra um íbúðina, soleiðis at virðið hækkar. Tú fært upprunaliga innskotið aftur, og á henda hátt kanst tú vinna pening uppá tín part. Vanligt er, at tú stendur á bíðilista til lutafelag-síbúðir, og tað er ikki óvanligt, at tú bert verður skrivað/ur upp, um tú hevur kenningar ella familju, ið búgva í sama eigindómi. Lutafelag-síbúðir eru ógvuliga væl umtóktar, men útboðið samsvarar tíverri als ikki við eftirspurningin. Kostnaðurin á lutafelagsíbúðum er ógvuliga ymiskur frá býi til bý, býarparti til býarpart og er tengdur at stødd, hvussu umhvørvïð er, og um hon er í góðum ella ringum standi.

EigaraíbúðTað er ógvuliga óvanligt, at lesandi keypa sær eina íbúð, men harafturímóti er ikki óvanligt, at foreldur keypa eigaraíbúðir til børnini, so at tey hava tak yvir høvdið, tá ið lesnaðurin byrjar. Í flestu stóru útbúgvingarbýunum, bæði í Danmark og Bretlandi, eru eigaraíbúðirnar sera dýrar, og tí er hetta aloftast ein vánalig og sera kost-naðarmikil loysn hjá teimum lesandi.Sum við lutafelagsíbúðunum so er kostnaðurin á eigaraíbúðunum tengdur at bæði stødd, hvussu hon liggur fyri, í hvørjum standi hon er og sjálvandi eisini at íbúðarmarknaðinum. Er stórur tørvur á íbúðum, so verða tær dýrari, og umvent.Eigaraíbúðirnar fáast somuleiðis við, at tú skri-var teg upp á bíðilistar í ymsu íbúðarfeløgunum.

BúfelagsskapurUm tú flytir inn í ein búfelagsskap, er vanlig mannagongd, at tú fært títt egna kamar og hevur felags køk og wc. Um tú fært tað at rigga saman við hinum, er hetta ein frálíkur íbúðar-háttur, og tú fert í øllum førum ikki at kenna teg einsamalla/n. Oftast kemur tú at búgva saman við øðrum lesandi, so tað kann - á nógvar háttir - bjóða uppá eitt ríkt studentalív.Ymiskt er, hvussu nógv tú skalt gjalda fyri eitt kamar – hetta verður í flestu førum ásett eftir støddini á kamarinum í mun til samlaðu leiguna og talið á leigarum.Besti hátturin at koma inn í ein búfelagsskap, er at hyggja eftir uppsløgum á útbúgvingarstøðu-num, nærmastu sølubúðum o.s.fr.

Mangar eru ræðusøgurnar um íbúðarviðurskiftini uttanlanda, t.d. í Keypmanna-havn, har íbúðarneyðin hjá teimum lesandi helst er tann størsta. Tí er neyðugt at fara tíðliga til verka, um tú veitst, hvar tú skalt byrja at lesa. Bíðirøðirnar eru langar, og tað krevur mót, orku og ikki minst tolni, um tú vilt tryggja tær eitt stað at koma til, tá tú flytir av landinum – men tað eru tey fægstu, ið flyta heimaftur vegna manglandi bústað...

Page 13: Pisan 2007

Pisan 200724 Pisan 2007 25

Súsanna H. Niclasen Eg skal niður til Keypmannahavn at lesa, men havi einki at búgva í; var nakað sein at søkja kollegium, og veit ikki hvat eg nú skal gera. So-leiðis var tað tá eg fór niður at lesa, og eg visti ikki míni livandi ráð. Eg fann tíbetur eitt kamar í Lyngby, ígjøgnum onkran eg kendi, sum eg kundi framleiga í eitt hálvt ár, og kundi so søkja víðari eftir mínum egna ta tíðina. Kamari lá langt frá universitetinum, og tað var dyrt fyri meg í trans-port. Kamari var møblerað tá eg flutti inn; sjálv eg átti einki annað enn eina einkulta mynd. Tað var nokso strævið at eg ikki kundi sleppa at in-nrætta mítt egna og gera tað heimligt. Eg mátti bara brynja meg við toli og søkja víðari eftir mínum egna; eg skuldi jú flyta aftur innanfyri eitt hálvt ár.

Eg endaði við at búgva 5 ymisk støð innanfyri bert 1-1½ ár. Tað var øgiliga forvirrandi at alla tíðina skula umstilla seg, pakka og pakka út. Tað var eisini strævið ongantíð at hava sítt egna, og at ikki vita nær man kundi sláa røtur. Eg havi roynt mangt og hvat, frá at búgva á einum kollegiikamari úti í Lyngby, til at búgva í eini 43 kvadratmetra íbúð við brúsukabinu í køkinum á nørrebro, og eg havi eisini lært nógv av tí.

Onkrar bústaðir hevði eg tó gott kunnað verið fyri uttan, sum t.d. íbúðin við brúsu í køkinum, tað var ótrúliga ópraktiskt tá man t.d. hevði gestir Til síðst varð eg so troytt av at flyta runt og leita eftir einari ordiligari íbúð, at tað endaði við at eg keypti mína egnu 60 kvadratmetra íbúð, og tók lán, tað riggaði væl fyri meg. Eg eri sera glað fyri mín núverandi bústað, eg havi nú búð her í 3 ár. Tað eru tó ikki øll, sum hava ráð ella hug til at gera hetta, serliga nú, tá prísirnir eru farnir so nógv upp.

Íbúðartrupulleikar er nakað næstan øll koma út fyri, tá tey fara undir hægri lesnað óansæð hvar man fer at lesa. Tí er tað av alstórum týdningi at man byrjar at søkja tíðliga eftir kollegiika-mari ella leiguíbúð. Tað tók mær eitt ár at fáa nakað at búgva í, hóast eg søkti næstan øll kollegiir í Keypmannahavn. Tað er eisini sera týdningarmikið at man søkir eitt kollegii man tímir at búgva á, og hevði kunnað trivist á, man skal jú hóast alt búgva har nøkur ár. Tað er tó ofta lætt at finna okkurt at framleiga frá onkrum man kennur, ella frá onkrum sum kennur onkran. Tað er tí eisini gott at royna at koma í kontakt við onnur eldri lesandi, sum búgva har man ætlar sær at lesa, tey vita ofta um fólk sum royna at framleiga kømur.

Hvar skal eg búgva???

Page 14: Pisan 2007

Pisan 200726 Pisan 2007 27

Fíggjarlig viðurskiftiTú/tit hava sum lesandi við barni/børnum na-krar sersømdir í SU- skipanini. (sí Børn og SU.)

BarnakekkurØll foreldur í Danmark(ikki treyta av inntøkuup-phædd) fáa útgoldnan barnakekk hvønn árs-fjórðing. Í 2007 eru upphæddirnar áljóðandi:Børn í aldrinum 0-2 ár 3.473 kr. Børn í aldrinum 3-6 ár 3.138 kr.Børn í aldrinum 7-17 ár 2.469 kr.

Frá kommuni er møguligt at søkja um “bør-netilskud til uddannelsessøgende forældre”. Upphæddin er treytað av inntøku, og er í mesta lagi 5.808 kr. um árið.

“Boligstøtte”Búgva tit á kollegii ella leiguíbúð er somuleiðis møguleiki at søkja um “boligstøtte” frá kom-mununi. “Boligstøtten” er treytað av samlaðu inntøkuni hjá hússtandinum, og verður størri um tú/tit hava eitt ella fleiri børn.

Barnaansingarpláss og gjaldGjaldið fyri barnaansingarpláss í kommununi er somuleiðis treytað av inntøkuni, og fáa tit bert SU, verður plássið goldið av kommununi.

Ein kann fara inn á heimasíðuna www.tborger.dk undir teiginum “selvbetjening”, her kanst tú sjálv rokna teg fram til upphæddirnar tú/tit hava rætt til viðv. “boligstøtte”, “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” og frípláss til ansingarpláss. Børn og SUUm tú ert sambúgvandi við einum øðrum SU-móttakara ella einligur uppihaldari hevur tú møguleika fyri at søkja eitt ískoyti frá SU. Um tú ert uppihaldari hevur tú møguleika fyri at taka eitt eyka SU-lán. Barnið skal verða undir 18 ár og hava fólkayvirlitsadressu hjá tær. Tað eru tíni viðurskifti ta fyrsta døgnið í ársfjórðinginum, sum avgerð um tú lýkur treytirnar.

Ískoyti til uppihaldarar sum búgva sa-man við øðrum SU-móttakaraUm tú ert uppihaldari og býrt saman við øðrum SU-móttakara kanst tú fáa eitt ískoyti uppá 693

kr. um mánaðin. Tað er ein treyt at tín sambúgvi fær SU og hevur fingið SU í minsta lagi 1 mánað í ársfjórðinginum frammanundan at sø 1 mánað í ársfjórðinginum frammanundan at søkt verður.

Tú kanst søkja um íkoyti á “min SU” á heima-síðuni hjá SU ella á umsóknarblaði, sum skal latast útbúgvingarstovninum. Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur SU frá, velur tú eisini ískoyti frá.

Tú kanst ikki fáa ískoyti frá SU og samstundis søkja um “Særligt børnetilskud til ud-dannel-sessøgende forældre” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og ættleiðing.

Ískoyti til einligar uppihaldararUm tú ert einligur uppi-haldari og fært SU kanst tú fáa eitt ískoyti uppá 4.852 kr. um mánaðin. Treytin er at tú fært “Ordinært og ekstra bør-netilskud” frá kommuni.Tú kanst søkja um ískoyti á “min SU” á heima-síðuni hjá SU ella á umsóknarblaði, sum skal latast útbúgvingar-stovninum. Ískoyti verður útgoldið saman við studning-inum. Um tú velur SU frá, velur tú eisini ískoyti frá. í Tú kanst ikki fáa ískoyti sum einligur uppihaldari samstundis við “Det særlige børnetilskud for uddannel-ses-søgende forældre” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og ættleiðing.

SU-lán til uppihaldararUppihaldarar, sum fáa SU, kunnu fáa eitt eyka SU-lán uppá 1.242 kr. um mánaðin . Søkt verður á “min SU” á heimasíðuni hjá SU ella á um-sóknarblaði sum skal latast útbúgvingarstovni-num.

Lánið verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur studning frá, velur tú eisini lánið frá. Tú kanst fáa lán til uppihaldarar samstun-dis sum tú fært ískoyti til einligar uppihaldarar ella ískoyti til uppihaldara, íð býr saman við øðrum SU-móttakara. Men tú kanst ikki fáa lánið samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing ella ættleiðing.

Svanna Jákupsdóttir

Klokkan er 8 og vit skula skunda okkum. “Mam-ma, eg vil í regnjakkan, ikki draktina.” , “Eg vil í húgvuna frá Legoland, ikki hasa og teir ljósar-eyðu skógvarnar.” Soleiðis er næstan hvønn morgun. Anna Marita er ikki blivin trý, og hon veit akkurát hvat hon vil og hvat hon ikki vil. Og tað hevur hon vitað leingi. Tað var júst hetta, eg var noydd til at finna útav, tá eg byrjaði at lesa sálafrøði, og Anna Marita var komin.

Eg kendi væl til lívið sum lesandi, áðrenn eg byrjaði at lesa sálarfrøði fyri tveimum árum síðani. Eg hevði lisið í trý ár á Roskilde Univer-sitetscenter, har eg bleiv bachelor í psykologi. Nakrar arbeiðsroyndir og eitt barn seinni kom eg fram til, at mín framtíð skuldi vera í sálafrøðini sum sálarfrøðingur. Tað merkti, at eg skuldi byrja lesnaðin næstan umaftur á Københavns Universitet.

Áðrenn eg byrjaði á Københavns Universitet, hugsaði eg nógv um, hvat eg vildi við lesnaðinum og hvørjar mínar ambitiónir vóru. Eg skuldi vera lesandi við barni og harumframt vera einsamøll helvtina av tíðini, tí maðurin siglir og er burtur og heima sjey vikur í senn. Eg visti, at lívið fór at broytast og tað at lesa fór at fáa nýggjan týdning fyri meg. Tað gekk rættuliga skjótt upp fyri mær, at eg skuldi eg fáa sum mest burturúr, mátti læra meg at síggja lesnaðin sum eitt arbeiði. Eitt fulltíðar arbeiði, sum kravdi, at tað málið eg setti mær fyri dagin og vikuna varð nátt og tað innanfyri dagtímarnar í gerandisde-gnum.

Tað eydnast sum heild væl. Gerandisdagar mil-lum 8 og 16 er mín arbeiðsdagur, har eg passi mína undirvísning á universitetinum og lesi ella skrivi restina av tíðini. Tað jaliga við mínum lestraliga arbeiðsplássi er, at ongin arbeiðsgevari bíðar eftir mær, tá Anna Marita er sjúk, og so kann eg fara tíðliga eftir henni júst, tá eg havi hug til tað.

Eftir at eg havi fingið Anna Maritu, hevur ein stórur partur av lesnaðinum hjá mær, snýtt seg um at læra at raðfesta. Allar avgerðir, sum eg taki um hvussu tíðin skal nýtast, snýr seg um raðfesting. Fyri einum hálvum ári síðani byrjaði eg lestrarviðkomandi arbeiði. Tað er eftir mínari áskoðan ein natúrligur og neyðugur partur av at lesa sálarfrøði, tí lesnaðurin er ógvuliga

teoretiskur og kappingin um leysu størvini, tá útbúgvingin er lokin, er hørð. Harumframt venji eg hondbólt í frítíðini. Hetta merkir, at eg havi minni tíð og yvirskot til tað sosiala uttan fyri mína familju, men eisini at hetta eru tilvitaðar raðfestingar frá mínari síðu.

Fyri meg hevur tað at fáa eitt barn sum heild givið eina heilt aðra lívsáskoðan. Tað merkir eitt nú, at tá eg til tíðir kenni meg tyngda og trýsta av fakligum og lestrarligum trupulleikum, so er altíð tann persónligi parturin av lívinum, sum er mest umráðandi. Tann persónliga búninginin sum stendst av at blíva mamma hevur ført við sær, at eg ikki taki tað lestraliga so tungt longur, tí heima bíðar verulleikin og ein dóttir, sum grundleggjandi og ótreytað hevur brúk fyri mær. Og umvent.

At eg havi tíð og rúm til at arbeiða og spæla hondbólt við síðuna av lesnaðinum er nógv mostur og fastur Anna Maritu, sum báðar búgva í Keypmannahavn, fyri at takka. Sum heild eru vit sum familja eru serliga væl fyri, tá tað snýr seg um at fáa hjálp við ommum og abbum og aðrari familju, sum búgva í Føroyum. Tey eru altíð tilreiðar, um tørvur er á tí. Harumframt tekur maðurin hjá mær alla húsliga og praktiska ábyrgd á seg, tá hann kemur heim. Tað merkir, at mítt handlingsrúm, bæði lestraliga og sosialt, gerst nógv størri tær vikurnar hann er heima, og tað uppvigar væl fyri tíðina hann er burtur.

Um eg skal samanbera mítt lív sum lesandi áðrenn og eftir, at eg havi fingið eitt barn, so er einki at ivast í, at eg fái meira burturúr tíðini nú, og at eg lestraliga fái eins nógv burturúr. Eg veit, at um eg ikki havi lisið tað, eg havi sett mær fyri í gjøgnum dagin til Anna Marita kemur heim, ja so verður tað ikki gjørt. Tá Anna Marita kemur heim, er tað hana tað snýr seg um.

Tað snýr seg um raðfesting Lesandi og børn

Page 15: Pisan 2007

Pisan 200728 Pisan 2007 29

Eyka SU tá tú fært barnUm tú fært barn meðan tú ert undir lesnaði og fær SU, hevur tú møguleika fyri at fáa eyka SU.Treytin er, at tú skalt vera lestrarvirkin mánaðin áðrenn tú fært eyka SU, men tú nýtist ikki at verða lestrarvirkin meðan tú fært eyka SU. Tú skalt verða innskrivað á útbúgvingar-stovninum og lúka tey vanligu krøvini fyri at fáa SU.

Mamman hevur rætt til 12 mánaðar eyka SU og pápin hevur rætt til 6 mánaðar eyka SU. Tú velur sjálv/sjálvur nær í útbúgvingini tú vil hava útgoldið eyka SU. Mamman kann fáa útgoldið eyka SU frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og pápin kann fáa eyka SU frá tí mánaðinum barnið er føtt. Tú skalt nýta tey eyka klippini í tí útbúgvingini tú ert í gongd við, tá tú fært barnið. Tú kanst sostatt ikki yvirføra tey eyka klippini til eina nýggja útbúgving, heldur ikki frá eini bachelor til eina kandidatút-búgving.

Tú søkir um tey eyka klippini á umsóknarblað-num “Ansøgning og ændring af SU”, umsóknar-blaðið fæst á útbúgvingar/stovninum ella tú kanst fara inn á heimasíðuna hjá SU – www.su.dk - undir søg SU.

Um tú gongur á einari víðarigangandi útbúgving kanst tú fáa útgoldið eyka klippini sum einkult-klipp, dupultklipp ella miksklipp. Um tú velur miksklipp, so fært tú útgoldið eyka SU saman við tínum vanliga SU, og tá skalt tú vera lestrar-virkin og heiltíðarlesandi. Tú velur sjálv/sjálvur útgjaldingarháttin og tað er ikki neyðugt at velja sama háttin fyri øll eykaklippini.

Um tú gongur á einari ungdómsútbúgving kanst tú fáa útgoldið eykaklippini sum einkultklipp ella dupultklipp. Mamman kann fáa eyka SU frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og til 12 mánaðir aftaná hon hevur átt. Pápin kan fáa útgoldið eyka SU innanfyri teir fyrstu 6 mánaðir-nar aftaná at barnið er føtt.

Um tú hevur fi ngið barn áðrenn útbúgvingin byr-jar ella meðan tú hevur orlov, hevur tú møgulei-ka fyri at fáa eyka SU. Mamman skal hava fi ngið barnið innanfyri 12 mánaðir áðrenn útbúgvingin byrjar og pápin innan 6 mánaðir áðrenn. Um tú til dømis hevur fi ngið eitt barn í apríl og byrjar útbúgvningina í september, kann mamman fáa 8 eyka klipp og pápin 2 eyka klipp.

Nærri upplýsingar fáast á www.su.dk ella á www.radgevingin.dk (sí annars grein um SU á s 33).

20072007Klaksvík 3., 4. og 5. august

w w w . s u m m a r f e s t i v a l u r . f o

Atgongumerki fáast á Shell-støðunum og í Telebúðunum kring landið

Vikuskiftispass: 695,-

Barnapass (5-12 ár): 200,-

Atgongumerki fáast á Shell-

Winds Of Change, Rock You Like A Hurricane, Big City Nights, Still Loving

You, Send Me An Angel, Holiday, No One Like You, Rhytm Of Love og fleiri

ROCKRISIN rystir Vágsbø

www.MySpace.com/SummarFestivalur

Ger møguleika til veruleika

www.foroya.fo

RE

PR

OZ

Meginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - Føroyahúsið - www.mfs.foMeginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - Føroyahúsið - www.mfs.fo

M F S

TEKNA TEG SUM LIM Í MFS - TAÐ LOYSIR SEG!

Visti tú av at í 2007 høvdu limir í MFS møguleika fyri:

• at fáa 50% í avsláttri av internet Sosialinum?

• at fáa Summer Festival vikuskiftispass fyri einans 495 kr,-? (sparing pá 200 kr,-)

• at fáa 50% í avsláttri av internet Dimmuni?

• at fáa G! Festival vikuskiftispass fyri einans 895 kr,-? (sparing pá 200 kr,-)

• at fáa ungdómsbillettir frá Atlantic Airways til og við ein er 31 ár?

• at fáa ISIC kort í gevur møguleika fyri avsláttur í hópin av handlum?

• at fáa ungdómsbillettir frá Smyril Line so leingi ein er lesandi?

• at sleppa til øll tiltøk ókeypis sum MFS skipar fyri? (um ikki annað nevnt)

Page 16: Pisan 2007

Pisan 200730 Pisan 2007 31

Stuðulsstovnurin varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av “Statens Ud-dannel-sesstøtte” í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar gjørdu tá reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum. 23. apríl 1999 varð nýggj løgtingslóg samtykt um nýggja útbúgvin-garstuðulsskipan og avloysti henda lóg lógina frá 1988 við seinni broytingum. Seinni eru onkrar lógarbroytingar gjørdar.

Stuðulsstovnurin umsitir í dag 4 stuðulsskipanir, ið eru kunngjørdar í 4 ymiskum kunngerðum. Tó er tað rætt at nevna 5 ymiskar skipanir, tá ið tosað verður um stuðul til føroyingar, av tí at føroyingar, ið lesa í øðrum londum enn í Føroyum, fáa stuðul eftir danskari skipan.

Tær 5 stuðulsskipanirnar eru: • ÚS-skipanin (stuðul til lesandi í Føroyum – um-sitin av Stuðulsstovninum)• SU-skipanin (stuðul til lesandi í Norðurlondum – umsitin av Statens Uddannelsesstøtte)• ÚSUN-skipanin (stuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond – umsitin av Stuðulsstovninum og SU)• Ferðastuðulin (ferðastuðul til lesandi útisetar – umsitin av Stuðulsstovninum)• Verkætlanarstuðulin (ferðastuðul til lesandi við hægri skúlar – umsitin av Stuðulsstovninum)

ÚS-skipaninHenda skipan er ætla teimum, ið lesa í Føroyum, bæði næmingum á miðnáms-, vinnu- og hægri skúlum.

Tey, ið eru 18 ár og eldriØll, ið eru 18 ár ella eldri fáa vanliga útbúgvin-garstuðulin um tey uppfylla treytirnar. Hesi hava eisini møguleika at søkja um lán. Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir at tey eru fylt 18 ár. Eingin útbúgvingarstuðul verður útgoldin í juli.

Upphæddir skúlaárið 2006/2007:

Stuðul um árið í 11 mðr.

Stuðul um árið

Heimabúgvandi Kr. 26.059 Kr. 2.369

Útibúgvandi Kr. 39.083 Kr. 3.553

Lán Kr. 24.783 Kr. 2.253

Tey, ið eru undir 18 árTey, ið eru undir 18 ár fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bókastuðul). Harafturat er møguleiki hjá nøkrum av hesum næmingum at fáa ískoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldss-tuðul).

Bókastuðul verður latin øllum næmingum, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. august í skúlaárinum. Næmingar, ið fylla 18 ár í fyrru lestrarhálvu, tvs. fyri 1. januar fáa kr. 1.691 og teir ið fylla seinnu lestrarhálvu, tvs. 1. januar ella seinni fáa kr. 3.382. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum.

Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmin-gum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgv-ingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km. Mánaðarligi vistarhaldsstuðulin er kr. 1.776 í 11 mánaðir.

Ferðastuðulin innanoyggjaMeginreglan í skipanini er, at allir næmingar, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Ásett er, at fyri 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin/útbúgvingarbústaðin og skúlan skal næmingurin gjalda kr. 100. Næmin-gurin fær útflýggja eitt elektroniskt kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla. Treytin fyri at fáa ferðastuðulin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa útbúgvingarstuðulin.

Av tí at uppskot til nýggja lóg um lestrarstuðul varð løgd fyri tingið 2. mars 2007, verða frá 1. august 2007 helst fleiri broytingar í mun til niðanfyristan-dandi grein.

SU-skipaninMeginreglan er, at føroyingar, ið lesa í Danmark og í øðrum útlondum, fáa stuðul úr Danmark eftir somu treytum, sum aðrir danskir ríkisborga-rar. Hetta vil siga, at føroyingar, sum lesa uttan-landa, fáa stuðul úr Danmark. Tó verða fylgjandi krøv sett, og eru hesi galdandi fyri bæði danir og føroyingar:• Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera alment góðkend av lestrarlandinum.• Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera av slíkum slagi, at tey eisini kunnu góðkennast av donskum myndugleikum.• Útbúgvingin skal vera ólønt, og skipað sum fulltíðarlestur.• Útbúgvingin skal í minsta lagi vera eitt saman-hangandi lestrarár.• Útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Dan-mark.

Ein treyt fyri at fáa stuðulin frá SU er, at føroy-ingar hava danskt p-tal. Orsøkin til hetta er, at SU ikki hevur møguleika at útgjalda uttan eitt danskt p-tal. Fyri teir føroyingar, ið ikki hava danskt p-tal, útvegar SU teimum eitt frá Fredriksberg kommunu, har SU hevur hei-mabústað.

Harafturat kann nevnast, at tað finst ein felags norðurlendsk avtala, sum í høvuðsheitum inni-heldur fylgjandi (reglurnar eru tó ikki heilt eins í øllum norðurlondum): • Tá tú lesur í øðrum norðurlendskum landi, fæst vanliga stuðul frá heimlandinum.• Heimlandið avgerð hvørjar útbúgvingar hava rætt til stuðul.• Ein umsøkjari, ið fær útbúgving í einum øðrum norðurlendskum landi, kann fáa stuðul frá lestrarlandinum, um umsøkjarin hevur verið búsitandi og havt arbeiði í lestrarlandinum í minsta lagi í 24 mðr. beint undan lestrinum, ella um umsøkjarin er undir 20 ár og er fluttur saman við foreldrum sínum, ið hava búsett seg í lestrarlandinum og sum hava fast arbeiði har.• Ein treyt fyri at fáa stuðul frá lestrarlandinum er, at tann lesandi ikki fær stuðul frá heimlandi-num.

ÚSUN-skipaninÚSUN-skipanin er ein stuðulsskipan fyri føroy-ingar, ið taka eina hægri útbúgving uttanfyri norðurlond. Stuðul kann eisini latast til tey, ið taka støðislestur (foundations studies) eftir lokna miðnámsútbúgving, um so er, at hetta er

ein fortreyt fyri at sleppa undir hægri lestur. Harafturat kann stuðul veitast til skiftislestur á hægri útbúgvingum undir ávísum treytum.

Meginreglan er at Stuðulsstovnurin letur stuðul til skúlagjald og SU letur stuðul til livikostnað. Av tí at SU í mesta lagi veitir stuðul í 4 ár til livikostna til útbúgvingar uttanfyri norðurlond, er møguligt at fáa stuðul til livikostnað í upp til tvey ár frá Stuðulsstovninum. Stuðulstovnurin letur upp til kr. 120.000 um árið í skúlagjaldi og kann harafturat veita lán um skúlagjaldið er hægri. Harafturat kann nevnast at lesandi undir ÚSUN-skipanini eisini hava rætt til ferðastuðul.

Fyri at veita ÚSUN-stuðul setur Stuðulsstovnurin sum treyt, at SU góðkennir útbúgvingina – un-dantak kann tó gerast. Víst verður til krøvini undir yvirskriftini ”SU-skipanin”.

Málslig fyrireikingarskeið: Í ÚSUN-skipanini er frá 1. august 2004 og fram til 31. juli 2007 ein royn-darskipan sett í verk, ið veitur stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar á ikki enskt talandi lærustovnum í ikki enskt talandi londum uttan fyri Norðurlond. Henda skipan er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur á ikki enskt talandi lærustovnum uttan fyri Norðurlond. Les meira um skipanina á heimasíðu okkara. FerðastuðulinEndamálið við ferðastuðlinum er at stuðla føroy-ingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvin-garørindum, at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við, at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið.

Í vegleiðingini til ferðastuðul til lesandi uttan-lands, ið liggur á heimasíðu okkara, kanst tú lesa um treytirnar fyri at fáa ferðastuðulin.

Ferðastuðulin skal ikki søkjast fyrrenn ½ lestrarár er runnið og skal søkjast innan lestrarárið er útrunnið. Hetta merkir at t.d. ein, ið byrjar lesturin um heystið í august-september mánaða, kann ikki søkja um ferðastuðul fyrr enn várlestrarhálvan byrjar í januar-februar mánaða og skal hava søkt áðrenn várlestarhálvan en-dar, t.v.s. at umsóknarfreistin fyri hesi er 31. juli. Fyri tey, sum byrja lesturin um várið t.d. í januar mánaða, kann ferðastuðulin ikki søkjast

Page 17: Pisan 2007

Pisan 200732 Pisan 2007 33

Katrin D. Apol

Hvat er SU?SU er ein fíggjarlig hjálp, sum tú kanst fáa, meðan tú ert undir útbúgving, og hesin stuðulin skal ikki gjaldast aftur, men er eitt slag av løn til tín, meðan tú ert undir útbúgving. Um tú hin ve-gin velur at leggja SU-lán afturat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað.

Føroyingar undir hægri lestri uttan fyri Føroyar fáa vanliga stuðul eftri somu treytum sum aðrir danskir ríkisborgarar. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst fáa SU-stuðul til alla útbúgvingina, men um tú ert løntur undir út-búgvingini, fært tú ikki SU. Um bert ein partur av útbúgvingini er løntur, eitt nú undir starvs-venjing, verður SU-stuðul latin í óløntu undirvís-ingartíðini.

NorðurlondSum nevnt fáa føroyingar undir lestri uttan fyri Føroyar studning frá SU-styrelsen etftir somu treytum sum danir. Í Danmark er tí rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi, men ymisk krøv eru tó, sum skulu lúkast, fyri at stuðul kann verða latin. Fyrst og fremst skal útbúgvingin vera SU-heimilað. SU-styrelsen hevur eina greiða reglugerð um, hvørjar útbúgvingar í Danmark verða góðkendar. Meginreglan er tó, at allar alment góðkendar útbúgvingar eru SU-heimi-laðar, um útbúgvingin fer fram á einum alment góðkendum útbúgvingarstovni. Undirvísingin skal vera fulltíðarundirvísing og vara í minst tríggjar samanhangandi mánaðir. Tó ber til at fáa SU-studning, um tú supplerar í minst ein mánaða.

Spyr á SU-skrivstovuni, um tú vilt vita meira um SU-stuðul til supplering. SU-stuðul verður bert veittur teimum, ið hava tørv á tí. Hetta merkir, at tú ikki kanst tjena óavmarkaðan pening við

síðuna av studninginum. Les meira um tað í næstu greinini. At enda er tað ein treyt, at út-búgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark.Fyri at fáa studning til privatar útbúgvingar í Danmark er neyðugt, at Undirvísingarmálaráðið góðkennir útbúgvingina. Á www.su.dk er annars ein listi, sum vísir, hvørjar útbúgvingar geva rætt til studning.

Í Norðurlondunum fáa føroyingar SU-stuðul eins og aðrir danskir ríkisborgarar, tvs. at føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, eisini fáa stuðul úr Danmark alla útbúgvin-gartíðina. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru á leið tær somu sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Danmark. Tó er ein munur, at útbúgvingin minst skal vara í eitt óslitið lestrarár.

Onnur londFøroyingar, ið velja at lesa uttan fyri Norðurlond fáa eisini SU-stuðul úr Danmark, um útbúgvin-gin verður góðkend av SU-styrelsen. Her skal tó viðmerkjast, at SU-stuðul bert verður latin haðani í fýra ár, men um tann lesandi uppfyllir kravið um tilknýti til Føroyar, veitir Stuðulss-tovnurin eftir hetta lestrarstuðul í upp til eitt ár yvir ásetta lestrartíð. Upphæddin frá Stuðulss-tovninum er altíð tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum (ÚS-stuðul), og møgu-leiki er eisini at taka lestrarlán haðani.

Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu, sum nevnt, vera góðkend alment í lestrarlandinum. Tað merkir, at antin undirvísingarmálaráðið ella ein annar egnaður umsjónaðarligur myndugleiki skal góðkenna tey. Umframt hetta skal eisini góðkenning til frá donsku myndugleikunum (SU-styrelsen), áðrenn tú eigur rætt til studning. Í hvørjum einstøkum føri er tí neyðugt at kanna, um lestrarstovnurin er góðkendur ella í øðrum føri søkja um góðkenning hjá uttanlandsdeildini

SU-skipaninAt fara undir lesnað er ikki ókeypis, men vit føroyingar eru so mikið hepnir, at vit hava nakrar av heimsins bestu stuðulsskipanum. Fyri at dyrgja upp undir at fólk útbúgva seg, verður nevniliga stuðul latin undir útbúgvingartíðini. Føroy-ingar kunnu koma undir ymsar stuðulsskipanir alt eftir hvar í heiminum teir lesa, men flestu teirra koma undir donsku SU-skipanina, sum stendur fyri Stat-ens Udannelsesstøtte. SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so niðanfyri kanst tú fáa innlit í, hvussu skipanin er uppbygd, og hvussu hon virkar.

fyrr enn í august mánaða, og er umsóknarfreistin fyri hesi 31. desember.

Hesar upphæddir eru galdandi fyri stuðulsárið 2005/2006:

Danmark Europa (- Dan-mark og Grøn-land)

Aðra-staðni

Lesandi Kr. 2.832 Kr. 5.000 Kr. 7.000

Børn: 0-1 tár Kr. 390 Kr. 689 Kr. 964

Børn: 2-15 ár

Kr. 1.567 Kr. 2.767 Kr. 3.873

Børn: 16 ár Kr. 2.832 Kr. 5.000 Kr. 7.000

VerkætlanarstuðulinEndamálið við ferðastuðlinum til verkætlanir er, at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærus-tovnum í Føroyum og uttanlanda í samband við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt, við at veita fíggjarligan stuðul til ferðina millum lestrarlandið og landið, har verkætlanin skal gerast.

Umframt vanligu treytirnar fyri at fáa slíkan stuðul, skal verkætlanin vera partur av út-búgvingini og góðkennast av útbúgvingarstað-num. Vert er eisini at leggja merki til, at tað bert verður veittur stuðul fyri ferðing millum lond, og at tann lesandi í mesta lagi hevur møguleika at fáa henda stuðul tvær ferðir í sam-laðu útbúgvingartíðini.

Ætlar tú at søkja um stuðul, kann hetta antin gerast áðrenn farið verður undir verkætlanina, ella meðan tú ert í gongd við verkætlanina. Tað ber ikki til at søkja um stuðul eftir at verkæt-lanin er liðug.

Stuðulin verður ikki útgoldin fyrrenn Stuðulss-tovnurin hevur fingið tann nýtta ferðaseðilin í samband við verkætlanina. Stuðulin verður tann skalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi kr. 6.000. Síðani verður peningurin goldin á kontu í einum peningastovni.

Kærumøguleikar Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum,

áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá kærunevndini er endalig innan fyrisitingina. Tað er Landstýrið, ið setir kærunevndina, og í henni sita 3 fólk, har for-maðurin er løgfrøðingur. Kærur skulu sendast til: Kærunevndin hjá Stuðulsstovninum, c/o Føroya Kærustovnur Skálatrøð 20Postsmoga 45Fo 110 Tórshavn.

HeimasíðanÁ heimasíðu okkara - www.studul.fo - kanst tú lesa meira um tær ymisku skipanirnar - har er lógin, kunngerðir, vegleiðingar, umsóknarbløð o.a. Harafturat eru ymiskar slóðir, ið kunnu vera viðkomandi fyri lesandi.

Skrivstovan Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk – 3 skrivst-ovufólk, fíggjarfulltrúin og leiðarin. Avgreiðs-lan er stongd mánadag, opið er frá týsdegi til hósdag kl. 8 – 16 og fríggjadag kl. 8 – 15. Um tú hevur nakrar fyrispurningar, ert tú altíð vælko-min at seta teg í samband við Stuðulsstovnin.

Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 – FO-110 Tór-shavn - Tlf.: 35 68 00 - Faks.: 35 68 01 T-postur: [email protected] – Heimasíða: www.studul.foFyrivarni verður tikið fyri broytingum.

NýttFrá 1. januar 2007 eru broytingar gjørdar í §5 í kunngerðini um ferðastuðul uttanlands. Hesar broytingar viðvíkja ásetingini av ferðastuðuls-upphæddunum. Ásetingin er galdandi frá 1. januar 2007 og eru fylgjandi:

“Upphæddin fyri ferðastuðul til lesandi, búsitan-di í Danmark, verður ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri lesandi á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram. Upphæddin fyri ferðastuðul til børn hjá lesandi í Danmark verður somuleiðis ásett av Stuðulss-tovninum við støði í prísleguni fyri børn á floglei-ðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram. Stuðulsstovnurin ásetir eisini upphæd-dirnar fyri lesandi uttanfyri Danmark og børn teirra, tó í mesta lagi kr. 7.000,-. Ásetingarnar av ferðastuðlinum verða gjørdar í seinasta árs-fjórðingi á hvørjum ári og koma í gildi 1. januar árið eftir.”

Page 18: Pisan 2007

Pisan 200734 Pisan 2007 35

hjá SU-styrelsen. Tað er møguligt at søkja um góðkenning, sjálvt um tú ikki longu ert upptikin við lærustovnin. Minst til at søkja um góðken-ning í góðari tíð, tí tað kann taka rættiliga langa tíð at avgreiða tílíkar umsóknir, tá størsta trýstið er á SU-styrelsen.Bert útbúgvingar, ið geva vanligan vinnuførleika í Danmark, verða heimilaðar. Tvær ferðir um árið er neyðugt at senda váttan úr útlandinum til SU-styrelsen um, at tú ert lestraraktiv/ur. Um hetta ikki verður gjørt, fært tú ongan studning. Annars eru treytirnar so at siga tær somu sum í Danmark og hinum Norðurlondunum.

Stutt lestraruppihald uttanlandsUm tú t.d. tekur eina útbúgving í Danmark, er eisini møguligt at taka SU-stuðulin við tær til onnur lond, um tú eitt nú kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini aðra staðni. Trey-tin er tó, at lestraruppihaldið uttanlands er liður í tíni donsku útbúgving, og at tað frammanundan er góðkent av útbúgvingarstovninum í Danmark sum góðskrivaður partur av útbúgvingini. Um eitt lestraruppihald uttanlands í eitt ár bert góðskrivar tær eitt hálvt ár í donsku útbúgvingi-ni, fært tú bert SU til eitt hálvt ár. Legg til mer-kis, at í hesum førinum er tað einstaka útbúgvin-garstaðið, har tú hoyrir til, og ikki SU-styrelsen, ið ger av, um lestraruppihald uttanlands verða góðkend.

MannagongdÁðrenn tú fert úr Føroyum, mást tú at fara á heimstaðarkommununa at boða frá flyting. Har fært tú at vita, hvussu tú bert teg at við pap-pírsarbeiði o.ø., alt eftir hvat land tú flytir til. Tú kanst undir ongum umstøðum fáa útgoldnan SU-stuðul, um tú ikki hevur eitt danskt p-tal - tað sonevnda cpr-nummarið. Tí er eitt tað fyrsta, tú eigur at minnast til, tá tú flytir av landinum í útbúgvingarørindum nevniliga at fáa eitt danskt cpr-nummar, um tú ikki longu hevur eitt. Legg væl til merkis, at neyðugt er eisini við einum donskum cpr-nummari, sjálvt um tú fert aðra staðni enn til Danmarkar at lesa. Í tílíkum føri útvegar SU tí lesandi eitt cpr-nummar frá Frederiksberg kommunu, har SU-styrelsen hevur heimabústað.

Um tú flytir til Danmarkar at lesa, kanst tú ikki fáa eitt cpr-nummar, fyrr enn tú hevur fingið ein bústað. Av tí sama noyðast nógv at fáa sær ein c/o bústað hjá onkrum tey kenna, tí tað kann ofta vera torført at finna nakað at búgva í.

Cpr-nummarið er fortreytin fyri so at siga øllum veitingum og tænastum í Danmark, so tú kemur ikki langt uttan eitt slíkt, tí er neyðugt beinan vegin at kunna vísa á ein bústað.Søk SU skjótast til ber! Tú kanst tó í fyrsta lagi søkja SU, tá tú veitst, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving, so tá er at gera skjótt av! Søk-jast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um umsóknin er latin inn rættstundis, so fært tú útgjald við afturvirkandi kraft. Søk eisini hóast tú enn ikki hevur fingið tær eitt cpr-nummar, tí so er umsóknin komin rættstundis! Ofta kann ganga nakað av tíð áðrenn umsóknin kemur í gjøgnum fyrstu ferð orsakað av stóra trýstinum á SU-styrelsen serliga í aug.-sept.. Tískil er gott at hava nakað av peningi við at klára seg fyri fyrstu tíðina.

KlippikortiðSU-skipanin verður vanliga umtalað sum ein klippikortsskipan, har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á hægri lærustovni fáa klipp til eitt ár afturat ásettu lestrartíðini. Um lestrar-tíðin eitt nú er fimm ár, fæst sostatt stuðul til seks ár ella 70 klipp (bert 10 klipp til seinasta lestrarárið).

Møguligt er at fáa eyka klipp t.d. í samband við álvarsama sjúku ella í samband við studentapoli-tiskt arbeiði. SU-myndugleikarnir skulu góðkenna hesi málini í hvørjum einstøkum føri sær.Um tú skiftir útbúgving, ber ikki til at fáa eyka klipp. Klippini frá fyrru útbúgvingini verða sostatt drigin frá samlaða talinum á klippum til nýggju útbúgvingina. Tað merkir, at um tú skiftir útbúgving eftir tvey ár og velur at byrja eina nýggja útbúgving, sum er ásett til fimm ár, so kemur tú at vanta klipp til seinasta lestrarárið.

UpphæddirSU-stuðul til hægri útbúgvingar er óávirkaður av inntøku hjá foreldrum. Í 2007 fáa sostatt øll, ið eru undir hægri útbúgving og eru fylt 18 ár studning sambært hesi talvu:

Upphædd pr. mðr.

Heimabúgvandi 2.412 Kr.

Útibúgvandi 4.852 Kr.

Ískoyti einligir uppi-haldarar

4.852 Kr.

Ískoyti til uppihaldara, sum býr saman við øðrum SU-móttakara

693 Kr.

Handikapp ískoyti 6.173 Kr.

Lestrarlán 2.483 Kr.

Sluttlán 6.402 Kr.

Eyka SU-lán til uppihal-darar

1.242 Kr.

SU-stuðul verður skattaðurStudningurin frá SU er skattskyldug A-inntøka, men verður ikki roknað sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at føroyafrádráttur (sí grein um føroy-afrádrátt s. 43) ikki kann nýtast í samband við skattingina av SU-útgjaldinum. Skatturin verður drigin frá studninginum, áðrenn hann verður út-goldin. Um tú onga inntøku hevur við síðuna av, liggur skatturin um 600 kr. um mánaðin.SU-styrelsen fær upplýsingar um skattin hjá tí einstaka frá skattamyndugleikunum. Hesar up-plýsingar verða nýttar at rokna skattin eftir, og tú fært á hvørjum ári eina uppgerð frá SU við útrokningargrundarlagnum. Um upplýsingarnar ikki eru rættar, er tað tín egna skylda at boða skattamyndugleikunum frá.Lestrarlán

Um tú gongur á eini útbúgving, ið gevur rætt til SU-stuðul, hevur tú møguleika at søkja SU-lán. SU arbeiðir við tveimum ymsum lánum: Lestrar-lán og sluttlán. Fyri bæði lánini er galdandi, at tú lænur eina fasta upphædd hvønn mánað, og í báðum førum er galdandi, at tú skalt afturrinda lánið, tá tú ert liðug/ur at lesa. Eingin skattur skal gjaldast av hesum lánunum.

Lestrarlánið er hugsað sum eitt ískoyti til SU-stuðulin, og kann hetta vera ein góð hjálp hjá teimum, sum einki arbeiði hava við síðuna av

lestrinum og tískil møguliga eina tronga fíg-gjarstøðu. Lestrarlán kann einans veitast, um tú samstundis fært SU-stuðul. Tað merkir, at um tú velur studningin frá ein mánað, so kanst tú heldur ikki fáa lán. Um tú hevur brúkt øll tey til-lutaðu klippini, kanst tú heldur ikki fáa lestrar-lán. Tá ber í staðin til at fáa sluttlán.

Sluttlánið kann einans veitast, um tú hevur brúkt øll klippini á klippikortinum, og tað verður einans latið til seinastu 12 mánaðirnar av út-búgvingini. Tað merkir, at útbúgvingarstaðið skal vátta, at tú kanst verða liðug/ur við útbúgvin-gina innan teir 12 mánaðirnar.

Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, og treytirnar eru lagaligar. Tó er av stórum týdningi at hava tað við í tonkunum, at lánið sjálvsagt skal rindast aftur. Tey eru eisini mong, ið noyðast at stríðast í nógv ár at gjalda lánið aftur eftir lokna útbúgving, so hugsa teg um meira enn eina ferð, tá tú fyrstu ferð umhugsar at taka lestrarlán.

Afturrindan av lánunumTá tú ert liðug/ur at lesa, skalt tú rinda lánið aftur. Tað er Økonomistyrelsen, sum stendur fyri umsitingini, rentunum og afturrindanini av lánunum. Nær afturrindanin skal byrja er tengt at hvat lán talan er um. Vanliga skalt tú byrja at gjalda aftur 1. januar árið eftir inniverandi ár, sum tú ert liðug/ur. Tvs. um tú t.d. verður liðu-gur 30. juni 2007, skalt tú byrja at rinda lánið aftur 1. januar 2008. Tú fært boð frá Økonomi-styrelsen, tá tú skalt byrja at rinda aftur, men tað letur seg eisini gera, at rinda aftur áðrenn tíðina.

Nærri upplýsingarHenda greinin er so ætlað at geva tær eitt innlit í, hvussu SU-skipanin er uppbygd og hvussu hon virkar. Øll viðurskifti eru ikki nevnd í greinini, men tú kanst venda tær SU-skrivstovuna á útbúgvingarstovninum, har tú ætlar at byrja at lesa. Um tú skalt aðra staðni enn til Danmarkar, kanst tú venda tær til uttanlandsdeildina hjá SU á suudlu.dk. Annars er heimasíðan hjá SU-sty-relsen er rættiliga góð og gevur neyvar upplýs-ingar um flestu viðurskifti : www.su.dk Tú kanst eisini venda tær til Rádgevingina fyri føroyingar í Danmark: www.radgevingin.dk

Page 19: Pisan 2007

Pisan 200736 Pisan 2007 37

Hvat er Føroyafrádráttur?Føroyafrádrátturin er ein serligur skatta-frádrát-tur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norður-londum, um ávísar treytir eru loknar.Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi proto-kol.

Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande.

Treytir:Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar:• At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingi-na til lestrarlandið• At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum• At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetance-gevandi) frammanundan• At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrar-landinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar

Eru undantøk?Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving fram-manundan. Serliga har talan er um eina sa-manhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini.

Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin?Fyri ár 2007 er føroyafrádrátturin uppá 68.000 kr. í Danmark. Í hinum norðanlondunum er up-phæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til.Um tú bert er undir útbúgving ein part av ári-num verður frádrátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 68.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum.

Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

Hvussu fái eg føroyafrádrátt?Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild/specialligning sum umsitir føroyafrádráttin.Greið frá:• at tú er føroyingur undir útbúgving• at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroy-afrádrátt (færøfradrag) til• at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur

Minst til:• at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgv-ing við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv.• at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári.

Um tú fært noktað føroyafrádráttUm skattamyndugleikarnir nokta tær føroy-afrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving.Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt.

Kann føroyafrádráttur nýtast til SU?Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU.Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrá-dráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið: ”Vederlag for tjenesteydelser”.

Sjálvuppgáva og føroyafrádrátturSjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á for-skudopgørelsen/skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársup-pgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt.

FøroyafrádrátturArbeiði og SUUm tú hevur arbeiði við síðuna av lesnaði-num, er tað eitt gott hugskot at halda eyga við inntøkunum. Mark er nevniliga fyri, hvussu stóra arbeiðisinntøku tú kanst hava við síðuna av SU-studninginum. Fer arbeiðsinntøkan upp um markið, og tú ikki hevur valt SU-klipp frá, noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur til SU, og hetta kann lættliga gerast dýrt. Umframt sjálvan studningin verður ein ábót løgd afturat, sum er 7% av tí studningi, tú hevur fingið ov nógv. Markið fyri arbeiðsinntøkunum nevnist frí-upphæddin. Hon verður roknað fyri eitt heilt ár í senn, og í 2007 er fríupphæddin fyri lesandi, sum ikki búgva heima 12 x 6.172 kr. = 74.064 kr. fyri alt árið. Talið er tó kortini bert vegleiðandi. Um tú ein mánað hevur eina arbeiðsinntøku, ið t.d. fer 500 kr. upp um mánaðarligu fríupphæd-dinam, mást tú minnast til, at fríupphæddin kann gerast tilsvarandi 500 kr. minni ein annan mánað.Hevur tú børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 22.295 kr. um árið fyri hvørt barnið. Um-framt hetta skal leggjast til merkis, at SU-stud-ningurin ikki verður roknaður upp í fríupphæd-dina - hetta fevnir einans um arbeiðsinntøkur. Lesandi í løntari starvsvenjing, lestrarfarloyvi (orlov) ella sum eru “studie-inaktiv”, hava ikki rætt til SU-studning. Í hesum føri er fríupphæd-din 15.415 kr. um mánaðin.

Frával av SU-klippumTað ber til at stýra SU-studninginum soleiðis, at samanlagda inntøkan ikki gerst ov høg. Lesandi, ið ætla sær at arbeiða, skulu tí rokna ársinntøkuna út so tíðliga í árinum sum gjørligt. Um samlaða inntøkan sær út til at gerast ov høg, kunnu klipp veljast frá í “klippikortinum” hjá SU. Hervið slepst undan at gjalda studning aftur. Frávalið kann ikki gerast við afturvirkandi kraft, og SU skal hava boð um frávalið seinast tann 15. í mánaðinum áðrenn útgjaldingin skal steðgast. Frávelur tú SU-klipp, verða bæði stud-ningur og lán steðgaði.Tú kanst eisini sjálv/ur rokna út, hvussu nógv klipp skulu veljast frá. Til tað kanst tú brúka frymilin niðast á síðuni.Fyri hvønn frávaldan mánað fært tú eitt ískoyti til fríupphæddina. Ískoytið er 15.415 kr. - 6.172 kr. = 9.243 kr, og hetta talið skal sostatt leggjast

afturat tí vanligu fríupphæddini uppá 74.064 kr. um árið.Tey frávaldu klippini kunnu brúkast seinni í útbúgvingini. Til dømis kanst tú fáa dupult-klipp (t.e. dupultan studning) teir seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Treytin fyri at fáa dupultklipp er, at tú hevur valt nøkur klipp frá fyrr í útbúgvingini. Tú fært so tilsvarandi nógv dupultklipp. Eisini skal læristovnurin vátta, at útbúgvingin kann gerast liðug innan 12 mánaðir.

Føroyafrádrátturin og fríupphæddinHóast lesandi føroyingar í Danmark hava tann serliga føroyafrádráttin (sí grein á næstu síðu), so merkir hetta ikki, at vit sleppa undan at fyl-gja teimum donsku reglunum um fríupphæddina. SU roknar fríupphæddina út eftir bruttoinntøku-ni, tvs. samlaðu arbeiðsinntøkuni áðrenn skatt. Hetta er íroknað frítíðarløn, men undantikið sjálvum SU-studninginum. Um tú hevur nýtt al-lan føroyafrádráttin (68.000 kr.), kemur tú upp um fríupphæddina hjá SU, og so noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur, um tú ikki hevur frávalt nøkur klipp.

Inntøkur áðrenn og aftaná lesnaðin Stuðulsárið hjá SU er álmanakkaárið, og tí kann tað koma tær aftur um brekku, um tú hevur eina hægri arbeiðsinntøku enn 29.670 kr. um mánaðin í sama ári sum útbúgvingin byrjar. Um tú t.d. byrjar útbúgvingina í september, mást tú ikki hava havt eina hægri inntøku enn 8 x 29.670 kr. (t.e. januar til august). Fert tú upp um hetta markið, kann ein partur av studninginum verða kravdur aftur.Á sama hátt skalt tú ansa eftir arbeiðsinntøkuni aftan á at útbúgvingin er liðug. Her eru nevni-liga tær somu reglurnar galdandi. Hevur tú tískil eina hægri arbeiðisinntøku enn 29.670 kr. um mánaðin aftan á lokna útbúgving, verður ein partur av studninginum kravdur aftur.Sum sæst eru SU reglunar nógvar og oftani er ikki annað at gera enn at rista við høvdinum og lesa SU-reglurnar ígjøgnum eina ferð afturat. Um tú ivast, so kanst tú venda tær til ráðge-varar, sum kunnu ráðgeva og svara flest øllum spurningum. Inni á heimasíðuni hjá SU - www.su.dk - er eitt sera hent rokniark, ið kann rokna út, hvussu nógv klipp tú skalt frávelja, um tú ert á markinum til at forvinna ov nógv.

Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðs-reglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti.

Page 20: Pisan 2007

Pisan 200738 Pisan 2007 39

Føroyingar, ið lesa uttanlands, kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gevur tær rætt til vanligan persónsfrádrátt o.a., tá tú arbeiðir í Føroyum t.d. í summarfrí-tíðini.

Føroyski skattastigin er soleiðis, at eingin kommunuskattur verður roknaður av teimum fyrstu 28.000 kr (2007). Tað er tí altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skatts-kyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum.Toll- og Skattstova Føroya hevur útgivið ein faldara um m.a. hesi viðurskifti (“Hvussu verður við skattskylduni tá flutt verður úr Føroyum”). Um tú ynskir meira upplýsingar um hetta, kanst tú venda tær til Toll- og Skattstovuna ella LFÚ-ráðgevingina fyri at frætta meira.Umsóknarblaðið hesum viðvíkjandi fæst frá Toll- og Skattstovuni, og tað kann eisini latast inn, áðrenn tú flytur uttanlands.Einans útisetar í góðkendum útbúgving-um, sum hava búð meira enn 4 ár í Føroyum, kunnu koma undir fulla skattskyldu í Føroyum.

Fyri nøkrum árum síðani vórðu reglurnar broyt-tar eftir áheitan frá MFS, soleiðis at tær einans nýtist at søkja um fulla skattskyldu eina ferð. Broytingarnar vóru hesar:Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eftir áheitan frá Meginfelag Føroyskra Studenta endurskoðað kunngerð nr. 15 frá 19. juli 1989

frá Líkningarráð Føroya um lesandi og lærlingar uttanlands. MFS vísti á, at fleiri av ásetingunum í kunngerðini hava avmarkað lestrarvirksemið hjá teirra limum.Fíggjarmálastýrið hevur tí í samráði við Toll- og Skattstovu Føroya gjørt eina nýggja kunngerð, sum tekur av flestu av hesum avmarkingum. Størstu broytingarnar í nýggju kunngerðini eru:1) at tað nú verður gjørligt hjá lesandi at skifta útbúgving uttan at missa rættin til føroysku skattskylduna2) at tað nú ber til at nema sær eina útbúgving afturat uttan at missa føroysku skattskylduna3) at tað nú er nóg mikið, at lesandi við byrjan av útbúgvingini skjalprógva, at tey byrja upp á eina útbúgving. Lesandi skulu tó altíð kunna prógva, at tey eru lestrarvirkin, um T & S biðjur um hetta. Lesandi skulu eisini framvegis boða T & S frá um møguligar broytingar í útbúgvingini

Størsti fyrimunurin hjá føroyskum lesandi ut-tanlands av at varðveita føroysku skattskylduna er, at tá sleppur hin lesandi undan at verða avmarkað skattskyldugur – tvs. 42,5% í skatti av bruttoinntøkuni - um arbeitt verður í Føroyum í t.d. summarfrítíðini. Ístaðin fáa tey lesandi sum fult skattskyldug rætt til botnfrádrátt (28.000 kr.) í inntøkuni. Frádrátturin verður harumframt trektur fult út frá inntøkuni beinanvegin. Van-ligt er annars at býta frádráttin javnt út á árið.

Full skattskylda í Føroyum

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark heldur til í Føroyahúsinum í Keypman-nahavn, men er hóast hetta eitt tilboð til allar føroyingar, hvar teir so enn eru staddir. Á Ráðgevingini starvast tveir fryntligir og royndir sosialráðgevarar, ið veita føroyingum hjálp og vegleiðing í so-sialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Tær kunna bjóða einum og hvørjum ráð og persónligan stuðul. Hevur tú trupuleikar á nevndu økjum, so kann tað vera til alstóra hjálp at kunna venda sær til køn fólk og fáa loyst tru-pulleikarnar. Ráðgevararnir hava tagnar-skyldu, eingin verður heldur skrásettur, og tí kanst tú óttaleyst venda tær til teirra - eisini anonymt.Ráðgevingin kann eisini hjálpa í viður-skiftum sum SU-stuðul, bústaðarmøgu-leikum, føroyafrádrátt, skattaviður-skifti, ískoyti, flyting, barnatilskot, arbeiðsloysisstuðli, bistandshjálp osfr.

Kann ráðgevingin ikki loysa tínar trupul-leikar, so kunna ráðgevarnir vísa á aðrar møguleikar fyri hjálp og vegleiða um, hvagar tú kanst venda tær.Ring, skriva ella vitja Ráðgevingina - øll eru vælkomin.

Ráðgevingin fyri føroyingar í DanmarkVesterbrogade 17 ADK-1620 København VTlf. 33 23 99 80 Fax. 33 23 92 34E-mail: [email protected]íða: www.radgevingin.dk

Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag 11.30 – 15.30Mikudag 14.00 – 18.00Fríggjadag er stongt.

RáðgevinginHvussu leingi?Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normer-aðu lestrartíðini + 2 ár.

Um tú ikki fert heimHøvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum.Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur.

Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landinum, er ikki lógarheimild fyri

at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina.

Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrá-drátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroy-ingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum.

Page 21: Pisan 2007

Pisan 200740 Pisan 2007 41

Heri á Rógvi & Finnur Jensen

Skal man tíma at lesa, skal man hava okkurt at gleða seg til. Onkur gleðir seg til útsøluna, ella til at børnini koma heim. Onkur annar gleðir seg til, at Dagur og Vika verður løgd út á netið, ella at ferðaseðilin úr Billund verður bílagdur. Men rætt skal vera rætt. Nógv gleða seg, til tað verður myrkt. Tey siga, at Århus skiftir ham á midnátt. Tá tann familjuvinarligu kramarísstemningurin og hektiska handilsresið hava lagt seg at sova, verða pinklittu skjúrturnar tiknar úr skápinum, og hárið sett upp. Bumullsvesturin verður liggjandi eftir, tí náttarlívið í Århus er ikki sum í Føroyum. Tað er nakað heilt fyri seg.

Leygarkvøld í ÅrhusVið ánna í miðbýnum liggja caféirnar. Hvør fínari og smartari enn onnur – eitt satt mekka fyri café latté fólkini. Skamt har frá eru øll hini støðini. Ítróttar-barrin við teimum bíligu ølunum, bretsku pubbirnar við myrku ølunum og so ølstovurnar, sum ongantíð steingja. Loftrúmið hjá dansigólvsørnunum er stórt og um-fatandi. Bíligu møguleikarnir fyri tey lesandi eru nógvir. Livandi tónleikurin, onkuntíð bæði við Teiti og Eivør, hevur meira enn eitt stað at húsast. Her er tað, sum skal til. Bæði nógv og fjølbroytt. Og so við einum serligum egnum og framúr sjarmerandi dámi. Býurin gløðir mestsum ein friðarligan stemning. Tað er leygarkvøld í Århus. Vit flyta okkum oman eftir forkunnugu Frederiksgade, framvið Magasin og ánni og skamt frá deiliga Látínararkvarterinum. Hvør býarpar-tur hevur sanniliga sítt, men sjálvur miðbýurin hevur nakað fyri seg. Fleiri danskir tónasmiðir hava skrivað um Vestergade. Hjartað í Århus. Í øllum førum fyri føroyingar. Gøtan við teimum mongu søgunum hýsir føroyingafelagnum í Århus. Og tað er har, vit fara.

Tann pena gentanAftur í kvøld er forkunnugur føroyskur tónleikari á lítla pallinum. Og tað vita fólk av. Tað er stúgvandi fult í Áarstovu. Lítla húsið hjá føroyingunum í Århus við tónleiki á niðaru hæddini og pláss fyri fjasan á ovaru hædd.Og tey eru øll har. Nýforelskaðu pørini, sum ikki kun-nu fáa nóg mikið av hvør øðrum og av – latið okkum kalla tað – forvitnu eygunum. Hini eru eisini har. Tey,

sum fluttu saman til Århus, fluttu frá hvørjum øðrum í Århus og tey, sum funnu onkran annan í Århus.Og tær eru allar har. Dialektirnar. Suðuroyarláturin, klaksvíkspoppurin, vestmannafriðurin, skálafjarðar-sangurin og Club 20 smílini. Hon er eisini har. Tann pena gentan, sum øll kenna til, men sum sjálv ikki vil kennast við. Og hann. Hann, sum einaferð studeraði, men ongantíð tímdi at lesa. Og so er tað hini. Tey, sum pláss ikki var fyri aðrastaðni.Tað er her, føroyingarnir hittast. Her er ikki nakað stórvegis vit og tit. Øll kenna øll. Hetta eru Føroyar í miniformat. Tann, sum leitar øðrum enn tí, er komin skeivt. Ein stór familja. Tey, sum ikki kendust áðrenn, kenna nú alt um hvønn annan. Og tey, sum hava kenst, kennast nú veruliga. Tí talan er um føroyingar í sama býi, og tað skapar samleika. Øðrvísi er tað ikki. Og okkum dámar tað.

Morgunball hjá ErlingBoschmaðurin og suðuroyargentan, sum júst hava fun-nið saman, vekja ans í kvøld. Fólk skulu jú eisini hava okkurt at tosa um. Onkur heldur fyri, at tað var ikki eina løtu ov tíðliga. Hin tulkar torføru “free style” dansifetini her der og alle vegne. Hevur kanska drukkið ov nógv, men tað ger heldur einki. Tað er pláss fyri øllum í Áarstovu. Hin, sum dámar at hoyra seg sjálvan, lesur hart úr sjálvævisøguni. Tann pena gentan eigur framvegis munin. Sjálvt tá tað er myrkt. Men hon er ikki til at tosa við. Øll eru ikki so ung. Og øll búgva heldur ikki í Århus. Hin, sum er komin úr Føroyum, men ikki fyri egna rokning, syngur duett við fløguspælaran, nú tónleikarin heldur stuttan steðg. Hann er millum vinir. Her verður eingin eyka rokning í morgin.Tónleikarin setir seg aftur við gittaranum. Nú fer hann at spæla hasar føroysku sangirnar, vit hava glett okkum til. Nú syngja vit øll sama lag. Sjálvt sjálvævisøgan má lúta. Tað er ikki longur pláss fyri free style. Felagssangurin hevur tikið yvir. Tann pena gentan dugir næstan allar tekstirnar uttanat. Og hon ger tað gott. Tað høvdu vit ikki roknað við. Øll fara heim. Boschmaðurin og suðuroyargentan fara heim. Pinklittu skjúrturnar fara ikki heim enn.Tað er morgunball hjá Erling, og vit eru bodnir við.

Millum vinir í Áarstovu

Durita L. Jóansdóttircand.mag í Miðla- og Evropavísindi.

Studentar fyrr og núMong mugu fegnast um at fáa húgvuna á høvdið og miðnámsprógvið í hondina. Enn meira frød-dust tey, sum fyrr í tíðini vóru so heppin at koma inn á universitetið og so seint sum í 1960-áru-num fingu akademiska borgarabræv sítt. Brævið varð skrivað á latíni, og gjørdist studenturin við hesum partur av akademiska felagsskapinum. Fara vit 100 ár aftur í søguna, vóru studentarnir á universitetinum aðalkjarnin og hoyrdu til lítla lærda skarðan í samfelagnum.

Studentarnir høvdu sítt frælsa lív í mun til arbeiðaran. Studentarnir lósu bøkur, kjakaðust, nýttu pennin og høvdið, meðan arbeiðarin nýtti hendurnar frá morgni til myrkurs. Studentarnir høvdu tó eisini eitt hart lív. Sera nógv var at lesa, krøvini vóru hørð og studenturin var næstan fullkomiliga latin til sín sjálvs. Tað er ikki fyrr enn seinni, at universitetini hava fingið pensum og lesiætlanir, sum hjálpa studentinum at skipa útbúgvingina. Universitetið er byrjað at vera meira líkt skúlunum.

Í dag er tað somuleiðis vorðið alsamt meira van-ligt, at fólk nema sær hægri útbúgving. Tað at studera merkir ikki longur, at ein av sær sjálvum gerst partur av aðalkjarnanum í samfelagnum. Við eyðkenda norðurlendska vælferðarsam-felagnum, har sosialdemokratarnir hava gingið á odda, verður á okkara leiðum miðjað ímóti, at allir borgarar skulu hava møguleikan at nema sær eina hægri útbúgving. Vit studentar eru ikki ein óvanlig sjón longur, men ein fastur og vanli-gur táttur í samfelagnum.

Frælsið og tíðinTað serstaka við studentalívinum er, at ein up-plivir tíðina heilt øðrvísi. Romantiska ímyndin av tí frælsa studentinum er ikki bara nostalgi og

íspuni. Ein hevur av sonnum eitt frælsi og eina tíð, sum ikki hevur verið upplivað áður. Studen-talívið er eitt intermezzo, eitt millumspæl í lívi-num. Ein er ikki bundin at nøkrum uttan teimum málum, sum ein sjálvur setur sær fyri útbúgvin-gina. Dagarnir eru ymiskir, og tað fæst nógv mei-ra burturúr døgunum, tí flestu hægri útbúgvingar hava fáar undirvísingartímar við einum til fleiri frídøgum um vikuna. Ein kann lesa um kvøldar-nar, og njóta dagin við at hugna sær saman við sambúgvum sínum á kollegiunum, við øðrum studentum á grasfløtum uttan fyri universitetið, ella ein kann nýta dagin til at tjena sær nøkur ekstra oyru. Ein kann lesa frá 8:00-16:00 hvønn dag og halda fríð í vikuskiftinum og um kvøldar-nar við at lata frítíðarítrív, vikuskiftistúrar, veitslur og familiuvitjan koma til sín rætt. Eisini ber til bara at lesa í vikuskiftinum og halda frí í vikudøgunum, taka eina viku úr kalendaranum fyri at ferðast o.s.fr. Møguleikarnir eru nógvir, og ein kann leggja sína tíð til rættis næstan uttan at skula hugsa um fráveruprosentir, arbeiðsge-vara o.a. Harumframt er summarfríðtíðin sera long og sera vælegnað til langar ferðir ella eitt summarstarv.

Tað harða studentalíviðMytan um tað harða studentalívið er tó ikki heilt av leið. Tað eru fleiri 1000 síður, sum skulu lesast, pensum skal dugast og ikki minst skulu torførar próvtøkur standast. Eitt miðalgott próvtal er munandi meira vert á hægru lærus-tovnunum enn á miðnámsskúlanum. Av øllum krevst av einum studenti eitt gott sjálvtreysti. Ein kann lættliga koma at kenna seg sleptan uppá fjall við allari tíðini. Fyri at uppliva tíðar-frælsið sum nakað jaligt er sera hent at leggja tíðina soleiðis til rættis, at ein kann halda fríð við góðari samvitsku. Tíðin, sum fingið verður frá universitetinum, er ætlað til lesnaðin, og ein skal ikki undirmeta ta tíð, tað tekur at ogna sær lærdóm. Nógvir tímar skulu setast av um vikuna til hetta endamál. Tað er eingin lærari ella

Studentalívið – eitt ógloymandi millumspælTeir finnast í øllum litum. Føroyingarnir í Århus. Við øllum sínum herligheitum,

skeivleikum og eginleikum. Leygarkvøldini eru góð í ÁarstovuAt lesa ella at studera merkir at nema sær bókligan lærdóm á universitetinum ella øðrum hægri lærustovni. Endamálið hjá einum lesandi ella, sum vit eisini kalla tað, einum studenti, er, at fáa eitt akademiskt prógv og hjá teimum flestu eisini eitt gott arbeiði eftir lesnaðin.

Page 22: Pisan 2007

Pisan 200742 Pisan 2007 43

Malan Ludvig

Fyri mítt viðkomandi var hetta bólkaarbeiðið ikki altíð líka stuttligt, men bara tað at arbeiða saman við øðrum gevur nakað í sær sjálvum. Tú lærir nógv um teg sjálva(n) í fleiri ymiskum støðum, og velur tú at fara undir víðari lesnað á hægri lærustovni, so eru lesi/arbeiðsbólkar har nakað, ið lagt verður stóran dent á. Og tað av bæði fakligum og eisini socialum orsøkum.

At flyta heimanifrá til eitt meira ella minni ókent stað, er ikki altíð bara lætt. Kultursjokk er eitt fyribrigdi, sum ofta verður brúkt um hesa støðu. Eitt sjokk, ið ein fær, tá alt rundanum er fremmant. Nýtt heim og nýggjur lærustovnur.Sjálv valdi eg at flyta til Keypmannahavnar, og eg endaði eisini á Øresundskollegiinum saman við hinum føroyingunum, og tað dámar mær væl. Tað kennist meira heimligt. At eg valdi Keypmannahavn var bæði orsaka av mínari út-búgving, og tí eg hevði eina eldri systir í hesum býi.

Keypmannahavn var heldur ikki ein heilt óken-dur býur fyri meg, men tó, eg hevði ongantíð búð her, so tað var øðrvísi. Størsta sjokkið var lærustovnurin, Københavns Universitet, sum virkaði øgiliga stórur í byrjanini, og eg helt eisini, at øll hini virkaðu so øgiliga klók, og at tey høvdu svar uppá alt! Seinni vísti tað seg so, at teimum dámdi væl at tosa, og tí ljóðaðu tey ofta klókari, enn tey vóru.

Í slíkum førum er gott at hava ”eitt netværk” – ein lesibólk at stuðla seg til. Okkara tutorar á skúlanum hjálptu okkum gjøgnum alt tað praktiska teir fyrstu dagarnar, og teir høvdu eisini býtt okkum upp í bólkar, so vit høvdu eitt gott útgangsstøði. Tutorarnir løgdu stóran dent á tann týdning, sum lesibólkar hava.

Vit vóru 5 í mínum lesibólki, og tað hjálpti mær væl at kunna kenna seg sum ”ein part av onk-rum” ta fyrstu tíðina av lestrinum, tá alt virkaði so stórt og óyvirskueligt. Serliga kann tað vera einsligt á universitetinum, tí undirvísing er ofta

lítið av, og tú endar ikki í einum ávísum flokki, sum man annars er vanur við frá bæði fólkaskúla og miðnámsskúla.

Eftir at vera komin so nøkulunda inn í hesa nýg-gju verðini á universtetinum, var eg minni og minni saman við mínum lesibólki. Mest orsaka av at vit ikki hóskaðu so øgiliga væl saman. Eg fann tí saman við eini aðrari frá mínum holdi, sum hevði havt sama trupulleika við sínum lesibólki. Vit gjørdu tískil ein nýggjan lesibólk, sum vit mest brúktu, tá próvtøkurnar nærkaðust.

At finna sær ein nýggjan lesibólk, var eisini nakað, ið nakrir av tutorunum søgdu seg hava gjørt. Tað, ið hevur størstan týdning er, at vera við í onkrum bólki frá byrjan. Bara fyri at hava eitt slag av netverki at vera saman við í byrja-nini. Bæði til ymiskt fakligt og til stuttleikar. Ta gentuna, ið eg endaði í bólki saman við á 1.semestri, var eg eisini nógv saman við tað næsta árið, tá vit eisini høvdu undirvísing sa-man. Á triðja ári, 5. og 6. semester, høvdu og hava vit ikki undirvísing saman, men vit hava enn samband.

Hóast tað til tíðir enn kann kennast einsligt á universitetinum, er staðið ikki longur fremmant fyri meg. Kultursjokkið hevur væl og virðiliga lagt seg, og eg havi vant meg við lestrarlívið. So nøkulunda í øllum førum.

Hvussu lesibólkar verða nýttir er ymiskt. Tør-vurin er ymiskur, og tí er týdningarmikið at finna sín egna tørv, og hetta gerst bert við at royna. Eg vil tí tilmæla øllum at taka lut í lesibólkum í byrjanini, og so harfrá taka støðu til framtíðina hjá hesum bólki.

Lesibólkarrektari, sum heldur í oyrini á tær og syrgir fyri, at tú lærir nakað og fært skrivað tínar uppgávur. Vilt tú hava eina útbúgving, mást tú sjálvur berjast fyri hesum. Fá koma sovandi gjøgnum universitetið. Tað kann tykjast strævið at skula sita einsamallur í eina heila viku ella mánaða og skriva og lesa, meðan onnur njóta lívið og góða summarveðrið uttan fyri universitetsmúrar-nar. Alt gongur heldur ikki altíð sum ætlað, tí próvtøkur kunnu miseydnast, og ein kann vera óheppin. Tó verður hetta skjótt gloymt og gleðin stór, tá próvtøkustríðið er liðugt, og veitslan byrjar um kvøldið hjá onkrum vinfólki – endiliga kann ein sjálvur fara út at lata ta heitu sólina hita sín bleika universitetskropp.

Tað sosiala studentalíviðTað sosiala lívið er ein sera stórur partur av studentalívinum og oftast ein fyritreyt fyri at trívast. Tað er sum við lesnaðinum upp til ein sjálvs, hvussu nógv verður gjørt burturúr hesum. Er ein opin, fyrikomandi og nýtir nøkur av til-boðunum sum teir hægri lærustovnarnir hava, er tað lætt at fáa ein góðan vinarskarða. Ymiskt er, hvussu hægru útbúgvingarnar eru skipaðar. Sum-mar býta studentarnar upp í fastar flokkar fyrstu árini. Hetta ger, at studentarnir skjótt fáa eitt sosialt samband sínámillum. Tess longur komið verður inn í lesnaðin, tess minni hittir ein tey somu fólkini, av tí at studenturin fær størri høvi sjálvur at velja fak síni, har nýggj andlit vera at síggja alla tíðina. Tí er sera týdningarmikið bein-anvegin at royna at fáa sær eitt sosialt netverk. Eitt sera gott høvi til hetta er fríggjadagsbarrin, sum universitetini í Danmørk eru kend fyri. Her hevur tú høvi hvønn fríggjadag seinnapart at fara í barrina hjá tínum egna útbúgvingarstovni ella hjá onkrum øðrum fyri at hitta og tosa við onnur lesandi. Serliga eru tað fysta og annað árs lesandi, sum eru yvirumboðað í fríggjadag-barrunum, tí at hesi hava størstan tørvin at hitta nýggj fólk fyri at fóta sær í nýggja lívinum sum lesandi. Eisini er týdnignarmikið at fara til nakrar av veitslunum, sum universitetið heldur. Sjálvt um ein kanska ikki er tað stóra veitslu-menniskja, er hetta sum við fríggjadagsbarrini ein góður møguleiki at hitta onnur lesandi. Ein uppaftur annar møguleiki er at búgva á kolle-gium. Tað sosiala má endiliga ikki undirmetast, tí tað ger, at ein trívist og hevur hug at halda áfram við lesnaðinum. Harumframt kunnu vinir, universitets- og kollegiumfelagar bøta um long-sulin ta fyrstu tíðina.

Lærdómurin er hornasteinurinUniversitetið er ein oasa av vitan. Ein spil-durnýggjur heimur við lærdum fólki letur seg upp fyri tær. Vitanin kann tykjast torfør og strævin at ogna sær, men hon er løtt at bera. Tað er tí týdningarmikið, at fyrst og fremst verður hugsað um lærdómin, meðan ein gongur á universitetinum, annars kann vandi vera fyri, at ein gloymir seg fullkomiliga burtur í tí sosi-ala og vakna fleiri ár seinni uttan at hava staðið stórvegis próvtøkur. At studera er eitt fulltíðara-rbeiði og vitanin og arbeiðslagið, sum ognast, eru sera virðismikið fyri teg sjálvan og arbeiðs-lívið, sum kemur aftaná.

Oftast verður sagt, at ein skal velja eina hægri útbúgving eftir hjartanum og áhuga. Hetta er sjálvandi rætt til ein ávísan mun, men eg ráði til eisini at velja útbúgving eftir starvsmøgulei-kum. Tað kann vera einastandandi at studera sín dreymaáhuga í 5 ár á universitetinum. Drey-murin fánar tó kanska eitt sindur ella gerst ein marra, um hann einki arbeiði gevur aftaná. Tá hevði møguliga verið betur at fylgt næstbesta dreymi sínum ístaðin. Fyri at fáa sum mest bur-tur úr sínum lesnaði, og fyri at tað akademiska prógvið ikki skal kennast sum tíðarspilla, er sera týdningarmikið at gera sær greitt, hvat ið ein vil við útbúgvingini, og av og á hugsa um, hvat ein væntar av komandi yrkisleið sínari.

Studentalívið kann tykjast ringt at fáa skil á og ørkymlandi, tá ið ein situr í tí og serliga við lestrarbyrjan. Ein er tó ikki einsamallur. Fleiri aðrir studentar hava upplivað hetta fyrr, og øll sum byrja saman við tær eru í somu støðu. Tað tekur tíð at seta seg inn í skipanir á hægri lærustovnum, at venja seg við ábyrgdina, sum løgd er á ein, og tað akademiska málið. Knapp-liga er tað tó ikki so torført. Verður hugt aftur á aðrar strævnar upplivingar í lívinum t.d en-daspurtin á miðnámsútbúgvingini, er hendan leið ikki heilt ómøgulig at ganga kortini. Nøkur ár eftir miðnámsprógvið, verður hendan leið enntá sædd sum løtt at ganga. Tann akademiska leiðin er ein nýggj og øðrvísi leið at taka, men avgjørt ikki illgongd. At studera er fyrst og fremst ein deilig og serstøk uppliving fyri lívið. Áðrenn tú veitst av, hyggur tú við sorgblýdni og longsli aftur á studentalívið. Tú hevur gingið rás teirra lesandi, títt langa, men ógloymandi millumspæl er liðugt, og nýtt tema sum útbúgvin akademi-kari byrjar.

Tey flestu munnu nokk hava roynt at arbeitt í ymsum bólkum. Bæði í fólkaskúla-num og á teimum ymsu miðnámsútbúgvingunum.

Page 23: Pisan 2007

Pisan 200744 Pisan 2007 45

Janus á Ryggi.

Fróðskaparsetrið man teljast millum minstu univer-sitet í heiminum, og hóast útbúgvingarúrvalið er avmarkað, er útbúgvingarstøðið á Fróðskaparsetrinum á jøvnum føti við støðið á størri og kendari univer-sitetum. Fróðskaparsetrið bjóðar útbúgvingar innan náttúruvísind, føroyskt málog søgu- og samfelagsvísind.

Søgan í stuttum:academia færoensisFøroya løgting valdi í 1965 at seta á stovnFróðskaparsetur Føroya eftir uppskoti frá Fróðs-kaparfelagnum. Tað vóru limir felagsins, ið tóku stig til at seta á stovn lærdan háskúla í Føroyum. Endamálið við Føroyska Fróðskaparsetrinum skuldi vera at fremja vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Virksemi hjá Føroya Fróðskaparsetri fe-vndi eitt nú um ársskeið fyri lærarar, og innsavnan av tilfari til frama fyri føroyskari fólkamentan.

Verulig akademisk útbúgving byrjaði fyrst í sjeyt-iárunum, og í 1990 fekk Fróðskaparsetrið univer-sitetsstøðu, og hevur virksemi síðani ment seg til útbúgvingar á universitetsstøði innan søgu- og sam-felagsvísind, føroyska málfrøði og náttúruvísind.

Í ár setti Fróðskaparsetrið met við umsøkjarumtil ymsu útbúgvingarnar. Staðfestast kann, at áhugin fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum er støðugt øktur seinastu árini, og at ongantíð áður hevur verið eins stórur áhugi fyri at lesa her heima sum í ár. Tað ber til at einfaldur, sum mong halda. Nakrir av teimum týdningarmiklastu variablunum eru: klovningar (cleav-ages), vánalig búskaparstøða og daprar søguligar royndir.

Skilabest er at vraka vanligar fatanir, tá ið veruleikin ikki hóskar til hesar fatanir. Verður hesin logikkur fylgdur, er ikki annað at gera enn at vraka vanligu fa-tanina av sambandinum millum valdstríbýt i sambært Montesquieu og politiskan stabilitet.

Vanliga verður hildið, at valdið er tríbýtt: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Í masterritgerð míni er

víst á, at valdið er tilevnað og býtt ymiskt í teimum ymisku stjórnarskipanunum. Í tingræðisskipan og forsetaskipan er valdið formelt býtt í tríggjar partar. Hví verður mett, at best er at skipa eitt tríbýti av val-di? Hetta er ein ógvuliga áhugaverdur og viðkomandi spurningur. Er tað víst, at umtalaða valdsbýti er besta ella einasta trygd fyri politiskum stabiliteti, rættinda-trygd og ágangi frá almennu myndugleikunum?

Finnast betri skipanir?Tað tykist ofta, at nógv fólk eru komin til ta niðurstøðu, at menniskjað hevur funnið ta frægastu loysnina í sambandi við at skapa eina politiska skipan, har stjórnin á góðan og virðiligan hátt stjórnar fólki-num, forpliktar seg at hava tamarhald á sær sjálvari og tryggjar borgarunum grundleggjandi rættindi og politiskan stabilitet. Finnast ikki betri loysnir enn tær, sum nú á døgum verða mettar at vera tær bestu? Tað tykist løgið, at tað næstan ongantíð verður ført fram, at betri loysnir munnu finnast. Tá ið ein hevur í huga tað bjartskygnið og ta framburðartrúgv, sum hava verið grundarlag fyri menningini í framkomna og modernaða heiminum, er trupult at skilja, hví fram-burðartrúgvin ikki eisinikann flytast yvir til politiskt-vísindaliga økið og seta spurningar við verandi skipanir, sum ofta virka illa, og geva boð uppá, hvussu betri skipanir kunnu mennast. Tað eru ikki fullkomnar loysnir, sum her verða eftir-spurdar, tí tær finnast neyvan. Tað er viljin at royna at skapa betri loysnir, ið ein sóknast eftir.

Fyrisitingarstaturin– tað fjórða valdið?Eitt menningareyðkenni í modernaða heiminumer sokallaði fyrisitingarstaturin (administrativestate). Embætisveldi hevur verið partur av skipan ok-kara í longri tíð, so tað er ikki embætisveldi í sjálvum sær, ið er eitt nýtt eyðkenni; tað er støddin, komplek-siteturin, mannagongdir, eglugerðir o.sfr., sum geva embætisveldinum eina serstaka støðu í teirri politisku skipanini. Embætisveldið er í stóran mun sjálvstøðugt í skipanini, og eftirlitið við embætisveldinum er ofta vánaligt. Teir politisku leiðararnir (ráðharrarnir) hava ofta í veruleikanum lítla stýring á fyrisitingini. Eisini er ávirkanin hjá fyrisitingarstatinum á einstøku bor-gararnar vorðin nógv størri nú á døgum í mun til fyrr.

Universitetið í FøroyumFlestu føroyingar, ið velja at fara á universitet fara uttanlanda at lesa, og lestrarmøguleikarnir eru mangir. Men hjá teimum, ið ynskja at taka alla ella part av útbúgving sínari í Føroyum er Fróðskaparsetur Føroya ein hentur møguleiki.

Page 24: Pisan 2007

Pisan 200746 Pisan 2007 47

Ann Sølvia Lydersen Jacobsen Sum onnur børn dámdi mær væl at lurta eftir ævintýrum og spenningssøgum. Meg minnist, at tað altíð kitlaði í fingrunum og búkinum, tá eg hugdi eftir “gomlum” lutum, og í mínum tonkum ímyndaði eg mær eina søgu um lutin. Eg ímyndaði mær sum barn, at eg fór at finna ein fjaldan dýrgrip, og á Viðareiði var eg saman við øðrum børnum á “Treasury hunt”. Vit funnu sjálvsagt einki, men spælið í sær sjálvum var stuttligt. Seinni í lívinum bleiv henda leitan eftir søguni handan lutin meira konkretiserað. Eg vildi fegin, vita hvussu fólk livdu í Miðeystri frá forn-tíðini og frameftir. Tað er eitt langt tíðarskeið, men ótrúliga spennandi, við evnum, sum t.d. at grunda og byggja statir og imperium.

Ùtbúgvingin Nærorientals ArkæologiÚtbúgvingin Nærorientalsk Arkæologi (http://naerorientalskarkaeologi.ku.dk/) er ein partur av Carsten Niebuhr Afdelingen (CNA), sum er Institut fyri Tværkulturelle og Regionale Studier (stytt. TORS http://tors.ku.dk/). Ì Carsten Niebuhr Afdelingen eru tilsamans sjey greinir: arabiskt, assýriologi, hebraiskt, nærorientalsk arkæologi, persiskt, tyrkiskt og ægyptologi. Hesar greinir hava í til felags, at tær eru knýttar at Miðeystri.Nærorientalsk Arkæologi fatar um ta materi-ellu mentanina í Miðeystri, sum er Egyptaland, Levanten (Israel, Jordan, Palæstina, Syrien, Libanon), Anatolien (Tyrkiet), Mesopotamien (Irak), Iran og tann arabiska hálvoyggin, í tíðar-skeiðnum frá teimun fyrstu veiðufólkunum og samlarunum til nútíðina. Útbúgvingin til Arkæologi fatar um øll sløg av

Útgrevstur í JordanEg lesi Nærorinetalsk Arkæologi á Keypmannhavnar Universiteti (http://www.ku.dk/). Eg eri fødd í Klaksvík og uppvaksin á Viðareiði. Sum fimtan ára gomul flutti familjan til Tórshavnar og tískil tók eg studentaskúlaprógv har. Ì 2003 søkti eg inn á Keypmannahavnar Universitet at lesa nærorientalska arkæologi. Eg byrjaði at lesa í september mánaða sama ár.

Valdið hjá fyrisitingarstatinum er rættiliga stórt, og harvið er eisini størri vandi fyri valdsmisnýtslu. Henda støða kann lættliga seta borgararættindi í vanda. Leikluturin og valdið hjá fyrisitingarstatinum hevur týdning fyri siðbundnu fatanina av valdstríbýtinum. Um hetta sigur M. J. C. Vile:

“The reality of the working of government provides a difficulty for the traditional theory of the separation of powers, which divides the powers and functions of government into Universitetið í Føroyum 10 15 Fjølnir 2006 Fjølnir 2006 at forklára nútíðar fyribrigdi, og on-nur ástøði mugu tillagast við støði í nýggjari vitan, og onkuntíð er neyðugt at vraka áður góðkendástøði.

Valdsbýti og politiskur stabiliteturOfta verður sagt, at besti háttur at skapa politiskan stabilitet, er at býta valdið í tríggjar partar sambært læru Montesquieus. Hetta er ein vanlig fatan, sum sjáldan spurnartekin verður sett við. Kann tað vera, at henda fatan hevur tørv á endurskoðan? Í hesum sambandi er viðkomandi og áhugavert at spyrja, um tað er tilevningin av valdi í stjórnarskipan, sum er variabulin, sum forklárar politiskan stabilitet ella óstabilitet. Nógv gransking er gjørd í samband við politiskan stabilitet í ávikavist tingræðisskipan og forsetaskipan, og vísindaliga orðaskiftið heldur áfram, tí semja er ikki um, hvussu sambandið er ímillum stýrisskipanarslag og politiskan stabilitet. Fleiri granskarar eru tó samdir um, at empiriska tilfarið avdúkar, at skipanir við tingræði veita størri stabilitet enn forsetaskipanir. Um hetta er so, er tað áhugavert í sambandi við ta vanligu fatanina av valdstríbýtinum, tí so er prógv fyri, at ein skipan (tingræðisskipan), sum ikki inniheldur veruligt valdstríbýti sambært Montesquieu, veitir størri politiskan stabilitet enn tann skipan nú á døgum, sum í ávísan mun kann setast í sambandi við valdshugsan Montesquies, nevniliga forsetaskipan. Hetta eigur at fáa ein at steðga á og seta spurnartekin við vanligu fatanina. Men ein atfinning er, sum í nógv størri mun eigur at fáa fólk at endurskoða vanligu fatanina. Hetta snýr seg um staðfesting av variablum, sum forklára politiskan stabilitet.

Er tað so, at tilevning av valdi í einari stjórnarskipan, forsetaskipan ella tingræðisskipan, ikki er avgerandi variabulin, ið forklárar politiskan stabilitet ella stjórnarkollaps? Empirisk greining tykist at staðfesta, at ikki er grundarlag fyri at koma til ta niðurstøðu, at ein variabul er avgerandi fyri, um ein politisk skipan er stabil ella fellur saman. Í greinini Why DemocraciesCollapse: The Reasons for Democratic Failure and

Success vísa Abraham Diskin o.o. á fleiri variablar, sum eru avgerandi fyri politiskan stabilitet ella stjór-narkollaps. Tilsamans 11 variablar, sum eru knýttir at politiskum stabiliteti, eru kannaðir í 30 londum, har fólkaræði er fallið saman, og í 32 londum har fólkaræði hevur verið stabilt. Kanningin staðfestir, at tað serliga eru 5 variablar, sum eru avgerandi fyri ta politisku gongdina í hesum londum. Í niðurstøðuni verður sagt:

”Variables from all four categories examined(institutional, societal, mediating, and axtraneous) proved to be related to the collapse of democracy. It is evident, however, that the most importan cluster is composed of societal variables. It is important to em-phasize that no single variable on its own is capable of predicting democratic collapse. The findings show not only which variables are related to the collapse of democracy, and in what hierarchical order, but that the key to the demise of a democratic system is a combination of variables.”

Ein slík staðfesting ger upp við fatanina, sum sigur, at verður valdið tríbýtt sambært hugsan Montesquies, so er hetta ein trygd fyri politiskum stabiliteti og verja ímóti stjórnarkollapsi.Vanliga fatanin eigur at endurskoðast og vrakast, tí veruleikin er ikki so kunna seg meiri um virksemi og møguleikar á Fróðskaparsetrinum á www.setur.fo

Hví lesa á føroyska universitetinum? Fyri mong, ið skulu undir hægri lestnað, eru mongu útbúgvingarmøguleikarnir kring knøttin næstan vorðnir eitt stórt sjálvtøkuborð. Stuðulsmøguleikarnir eru góðir og lætt er at ferðast kring allan heim. Hóast hesa lagaligu støðu, eru alsamt fleiri, ið velja at taka alla ella part av útbúgv-ing sínari í Føroyum. Orsøkirnar til hetta munnu vera fleiri, men eru treytaðar av, at hin einstaki finnur júst ta útbúgving, ið hóskar best til áhuga og ætlanir. Útbúgvingarmøguleikarnir eru sum flestum kunnugt, als ikki líka fjøltáttaðir í Føroyum, sum størri londum. Nakrar orsøkir til at fólka velja at lesa í Føroyum kunnu t.d. vera, at undirvísingin fer fram á føroys-kum, umhvørvi er lítið og lætt er at koma í samband við undirvísarar og granskað verður serstakliga í føroyskum viðurskiftum.

framhald á síðu 54...

Page 25: Pisan 2007

Pisan 200748 Pisan 2007 49

materiellari mentan, frá arkitekturi, øll sløg av nýtslu og pyntulutum og til innihaldið av rusk-dungum. Við støði í ástøðiligum bókmentum um lesnaðin av materiellari mentan, verður áherðs-lu løgd á eina røð av týdningarmiklum evnum í sosiala lívið menniskjans í túsundur av árum.Innihaldið eru evnir sum t.d. domestisering, jarðarbrúk og djórahald og grundanin av byg-dasamfeløgum, býum, statum og londum. Evni, sum hava serligan áhuga við støði í miðeystur-lendskum sjónarhorni, tí fleiri av evnunum kunnu eygleiðast her fyri fyrstu ferð.

Tað sosiala og áhuginCarsten Niebuhr er ein lítil deild, men hugnalig. Fólk kenna hvønn annan, práta saman og eru vinarlig. Tætt tilknýti er millum tey lesandi, og ein kann altíð spyrjsa tey eldru lesandi til ráðs. Á deildina er eisini ein hósdagscafe, har lesandi frá ymiskum deildum hittast. Tá ein byrjar á de-ildini, er týdningarmikið at gerast partur av ei-num lesibólki, har tú altíð kanst seta spurningar og har arbeitt verður við tí, sum verður undirvíst í. Á skúlanum er eisini ein kantina, har vit keypa døgurða, eta matpakka ella bara møtast til ein kaffimunn.Umráðandi fyri at lesa fornaldarfrøði er áhugin fyri arkæologini sum heild. T.d. áhugin fyri, hvussu fólk hava livað, og hvat tey hava lagt eftir sær gjøgnum tíðirnar. Tað kann vera so nógv, t.d. leirkrukkur, skrifttalvur, standmyndir ella toftir. Tað snýr seg eisini um viljan at fara til eitt annað land, sum hevur aðrar siðmen-ning at gera útgrevstur. Útgrevstur, sum bæði mennir ein fakliga, styrkir um samanhaldið við útgrevstrarlið og møguleikan at uppliva eitt land við øðrum mentunarligum siðvenjum. Sum partur av lesnaðinum er tað kravt at hava úrgrevstrarroyndir og vitan um háttaløgini og teknikkirnar í fakinum. Í hesum sambandi tók eg fakið “Teknik og metode”. Við at standa hesa lærugrein, kundi eg luttaka í útgrevstrarferð í Jarash í Jordan. Hetta var ein ógloymandi ferð, har eg lærdi nógv.

Ùtgrevsturin í JarashSaman við mínum bólki gekk leiðin í august 2004 til Jarash í Jordan. Her skuldi vit vera í ein mánað og grava út leivdirnar av einari moske. Úrgrevstrarleiðarin var Allan Walmsley. Vit búðu í skúrum, trý í hvørjum rúmi, menn fyri seg og kvinnur fyri seg. Tíðliga um mor-gunin vaknaði eg við, at muslimarnir kallaðu til bøn frá mithrabi og fyri meg var hetta ein

sjáldsama góður háttur at vakna. Uml. kl 05.30 fóru vit úr fjaðrunum, tí at vit skuldu vera á úr-grevstrarstaðnum kl. 06.00. Vit fingu keks og the til morgunmat, so vit ikki fóru avstað við tómum maga. Gongutúrurin oman til útgrevsturin tók uml. 10 min, so vit vaknaðu, áðrenn vit byr-jaðu. Vit vóru býtt í bólkar, eldri og meira roynd arkæologi lesnandi vóru supervisorar hjá okkum. Hesi vegleiddu okkum og settu arbeiðsmennir-nar í gongd við arbeiði. Arbeiðarnir kundu vera lokalir, men eisini fólk sum liva í flutningslegum. Nógvir av arbeiðarunum vóru sera dugnaligir og høvdu verið við fleiri ferðir. Kl. 10 fóru vit oman í lokalu matstovuna at fáa okkum ein góðan morgunmat. Har var nýbakað breyð, frukt, ja alt sum ein hevði tørv á. Eftir morgunmatin var aftur farið undir at arbeiða við útgrevstrinum. Vit steðgaðu kl. 12, tá vit fingu the, og tað var ógvuliga gott. Ein lítil steðgur mitt á degnum, tá ið heitast var, var væl unt. Vit hildu áfram til uml. kl. 13, tá vit fóru oman í matstovuna at eta døgurða, sum aftur var full við góðum og sunnum mati. Eftir hetta fóru vit heimaftur, tí her var ymiskt, sum skuldi gerast. T.d. skuldu lutirnir, vit høvdu funnið, leggjast í rætt stað.Men vit royndu eisini ymiskt annað. Ein teknari, Judith lærdi okkum at tekna lutirnar og Hugh lærdi okkum at gera survey. Men eitt, sum vit eisini skuldu gera var at vaska teir lutirnar, ið vit høvdu funnið dagin fyri. Tað vóru fleiri hugnali-gar løtur, og prátið gekk dúgliga fyri seg.Í vikuskiftinum fóru vit m.a. til Aman (høvuðsstaðin í Jordan), á ferð til Wadi Rum og eisini til Petra. Hetta var ein kærkomin møgu-leiki at síggja og uppliva landið.

Relevantar heimasíðurKeypmannahavns Universitet: http://www.ku.dk/Humanistiske fakultet: http://www1.hum.ku.dk/ Nærorientalsk Arkæologi: http://tors.ku.dk/ og http://naerorientalskarkaeologi.ku.dk/ http://naerorientalskarkaeologi.ku.dk/studieor-dninger/grundfag/

Fríðleif Lydersen Men tá avgerðin var tikin um at fara undir guð-frøðislesna, so avgjørdi eg at fara at leita mær út um danska kongaríkið at lesa. Tí eg ynskti at koma til ein bý, har ið ikki alt ov nógvir føroy-ingar vóru í lestrarørindum. Vit føroyingar hava ofta lyndi til at trunka okkum saman, og eg ynskti at blíva ein partur av samfelagnum, ið eg kom til.Eg setti meg í samband við universitet og lærdar háskúlar, sum eg visti høvdu guðfrøðisútbúgvin á skránni. Eg ætlaði og ætli mær inn í prestatæn-stu í kirkjuni, tá ið eg var liðugur við guðrøðisút-búgvngina. Tá ið eg hevði kannað útbúgvingar-nar, fall valið á Det teologiske Menighetsfakultet (MF) í Oslo. Hetta tí at guðfrøðisútbúgvingin á MF er rættað ímóti prestatænastu í kirkjuni, og undir útbúgvingartíðini eru studentanir tríggjar ferðir út í starvsvenjing. Í starvsvenjingini slep-pur eina at royna seg sum prest og sálarrøktara, samstundis sum starvsvenjingin verður brúkt til at finna útav, um ein er egnaður til prestastarvið ella ikki. Hetta er ein týdningarmikil kvalitetssi-kring, sum bæði er til fyrimuns fyri studentin og fyri kirkjuna.Guðfrøðisútbúgvingin tekur tilsa-mans 6 ár. Tað 10. hálvárið skrivar man høvuð-

suppgávuna, sum umfatar eitt sjálvvalt evni. Kundi tú hugsa tær at vita meira um útbúgvin-gina, so er bara at fara inn á heimasíðuna www.mf.no hjá MF.

Góðkenning av útbúgvingTá ið ein skal taka eina útbúgving uttan fyri danska kongaríkið, so má hon góðkennast av donskum mynduleikum, um man skal fáa útbúgv-ingarstuðul. Hetta skal gerast í góðari tíð, um ein ætlar at fáa stuðulin við útbúgvingarbyrjan, og eg vil ráða øllum til at søkja um góðkenning av útbúgvingini, so at ein fær svarið áðrenn útbúgvingarbyrjan. Tí tað er keðiligt at vera byrjað/ur upp á eina útbúgving og tá fáa at vita, at útbúgvingin ikki verður góðkend, og at man ikki fær lestrarstuðul. Eitt nú hevur guðfrøðisút-búgvingin í Noregi mist sína góðkenning. Eg fái lestrarstuðul, til eg eri liðugur, men komandi studentar fáa ongan stuðul. So her er nakað hjá MFS og politikarunum at taka eina hond í, nú so nógv verður tosað um at útbúgva seg uttan fyri danska kongaríkið. Tey flestu av okkum hava tørv á lestrarstuðlinum, tá vit fara undir eina útbúgving.Fyrireiking, áðrenn farið verður úr FøroyumTá ið man skal søkja inn á norskan lærustovn,

Guðfrøði á norskumEg havi altíð ætlað mær at tikið eina hægri útbúgving, men havi ivast í, um tað skuldi vera í Føroyum ella uttanlands. Eg hugsaði meg um bæði væl og leingi, men at enda fall valið á guðfrøðina.

Page 26: Pisan 2007

Pisan 200750 Pisan 2007 51

so má hetta gerast ígjøgnum Samordna Opptak. Inni á heimasíðuni www.samordnaopptak.no fær ein hópin av upplýsningum, sum kunnu vera til vegleiðing og hjálp til at søkja. Freistin fyri at søkja er 15. apríl og 10. nov., men tað eru út-búgvingar, sum bara hava upptøku 15. apríl. Fyri at kunna søkja upptøku til útbúgving í Noregi, má ein hava Generell Studiekompetanse. Hetta er handilskúla-, students- ella HF-prógv ella líknandi. Studentsamskipnaden í Oslo hevur fleiri kol-legiir runt um í Oslo, har studentar hava møgu-leika at søkja sær bústað. Hetta eru bíligastu bústaðamøguleikar ein fær í Oslo, men prísurin liggur úr 2000 kr. og uppeftir, alt eftir hvussu standardurin er. Inni á heimasíðuni www.sio.no kann man fáa fleiri upplýsningar, sum eisini kunnu vera til vegleiðing og hjálp fyri at søkja bústað. Føroyingum tørvar ikki at søkja um visum, tá ið farið verður undir lestur í Noregi, men áðrenn farið verður úr Føroyum, er neyðugt fara á kommunuskrivstovuna í heimakommuni og boða frá flytingini. Ein má eisini minnast til at søkja um fulla skattskyldu í Føroyum, um so er at ein kundi hugsað sær at vunnið sær nakrar krónur, tá ið man er heima í frítíðini. Tá ið komið er til NoregsTá ið man so kemur til Noreg, er sum skjótast at fara á fólkayvirlitið í kommuni, har ein skal flyta til. Hetta er fyri at kunna fáa persónsnummar, ið tekur umleið 3 vikur at fáa. Áðrenn tú hevur fingið persónsnummarið, ber ikki til at upprætta norska bankakonto ella fáa norskt skattakort. Tá ið ein so hevur fingið persónsnummarið í posti-num, so ber til at fara á skattakontórið og søkja um skattakort. Studentar kunnu tjena upp til 39.997 kr., áðrenn teir byrja at gjalda skatt. Tú kann eisini søkja Stuðulsstovnin um ferðastuðul einaferð um árið, og sum lesandi í Noregi fær man 5000 kr. í ferðastuðli um árið.Sum útlendingar hava vit møguleika at søkja um eyka tíð til próvtøkur. Ein fær 15 min. eyka pr. 1 tíma teir fyrstu 4 tímarnar, tvs. at man kann fáa upp til ein tíma eyka í próvtøkutíð. Men tú mást sjálv/ur søkja lærustovnin um at fáa hesa eyka próvtøkutíðina. Teir flestu útbúgvingarstovnarnir geva studentunum møguleikar – og mæla teimum til – at taka ½ ella 1 ár av útbúgvingini uttanlands. Eitt slíkt uttanlandsuppihald kre-vur góða og nógva fyrireiking, og vanliga plaga studenarnir at fáa góða hjálp frá útbúgvingar-stovnunum. Men sum sagt, so er hetta bert eitt

gott tilboð og ikki eitt krav.

At vera í NoregiTá ið man kemur til eitt nýtt land, so vil ein altíð fáa ein mentunarhvøkk. Longur vit koma burtur frá Føroyum, jú størri verður munurin á mentanini. Men fyri meg var tað ikki nakar stórur mentunarhvøkkur at koma til Noregs, tí vit føroyingar og norðmenn hava nógv til felags bæði søgulig og mentunarliga. Men sjálvandi er nakað av muni á Skálavík og Oslo, tað skuldi jú bara mangla. Málið er ikki nakar stórur trupul-leiki, tí sum eg plagi at siga, so er norskt bara ein einføld donsk dialekt. Bókmál hevur nógvar dialektir, men tær flestu eru lættar at skilja. Men í pørtum av Noregi tosa tey nýnorskt, sum heldur ikki er ringt at skilja, tí tað líkist nógv føroyskum.

Vit føroyingar hava í Noregi ein fyrimun av, at vit eru føroyingar, og sum vit kunnu gera brúk av, tá ið vit skulu royna at koma í samband við norðmenn.

Tí tá ið man gevur til kennar, at man er føroy-ingur, so verða norðmenn áhugaðir og forvitnir. Teir halda tað vera forkunnugt at møta føroyin-gum, sum eru so fáir í tali. Tey hava hoyrt um og kenna til Føroyar, og halda tað vera serliga áhugavert møta og tosa við ein føroying.

framhald á síðu 55...

Regin Arge

Kundi valt, at lisið biologi t.d. í Keypmannahavn, men fann líkasum ikki koblingina til fiskaaling ella fiskivinnu/alivinnu har. Lestrarvegleiðarar í Føroyum vistu ikki nógv um lesnað í Noregi, men fór eg til Danmarkar, kundi eg fáa ”pakkan” við allari vegleiðing um, hvussu farast skuldi fram, stuðul osv. Fór sjálvur á netið og sá, at eg kundi fáa júst somu útbúgvingar í Noregi sum í Danmark ella aðrastaðni. Noreg hevur eins og Føroyar langar tradisjónir innan fiski- og aliv-innu, og eru tí nógvar útbúgvingar rættaðar júst at hesum. Norsk marin-gransking er altjóða á høgum støði. Ein kann velja at fara norður til Tromsø, suður til Oslo ella mitt í millum - til býin flestu føroyingar helst kenna best, Bergen. Tað finnast sjey universitet í Noregi spjadd um alt landið.

Búgvi nú við konu og tveimum børnum og lesi nú á øðrum ári Master in Aquaculture á UMB (Universitetet for Miljø og Biovitenskap ) í Ås, 30 km. sunnan fyri Oslo, og er tað ein útbúgving innan føðslu/fóður, kynbótararbeiði av laksi og øðrum sjófiskasløgum. Útbúgvingin er mær sera áhugaverd og viðkomandi. Lestrarumhvørvið er frálíkt og fer stór gransking fram her innan fleiri vinnugreinar so sum djóra- og fiskaaling, matvørur, matematikk, fysikk, biologi, genetikk, geologi og botanikk.

Hvat kanst tú lesa í Noregi?Allar umsóknir til lesnað fara ígjøgnum Samo-rdna Opptak. Fert tú inn á heimasíđuna www.samordnaopptak.no fært tú hópin av upplýsin-gum. Eisini kanst tú fáa tilsent pappírsútgávuna Søkerhandboka. Freistin at søkja er 15. apríl.Vert er at leggja til merkis, at Noreg hevur an-nan bygnað enn Danmark, tá talan er um kara-kterskala. Men á áðurnevndu heimasíđu er ein umroknari til danskan standard. Vanliga verður krav sett til Generell Studiekompetanse. Hetta er rætt og slætt Handilsskúla, students- ella HF-prógv, HFX ella líknandi. Hevur tú tey fak,

sum skulu til fyri at koma inn á hægri lærustovn í Danmark, so ert tú eisini kvalifiserað/ur til norskar lærustovnar.

LestrarstuđulLesur tú í Noregi fært tú danskan SU. Á heima-síðuni hjá SU stendur at lesa um hetta undir lesnaði í útlandinum. Leggjast skal til merkis, at tú mást fáa útbúgvingina góðkenda av SU, um vilt hava studning. Hetta er ikki nakar trupul-leiki, so leingi útbúgvingin svarar til danskar útbúgvingar. Eisini mást tú frítakast fyri skatt – vanliga í Frederiksberg Kommunu.

Tá tú ert í gongd við lesnaðin, mást við byrjan av hvørjari lestrarhálvu senda inn váttan um, at tú ert aktiv/ur í lesnaðinum. SU verður ikki sent til norskar peningastovnar, men føroyskir eru í lagi. Haðani kan stuðulin sendast til tína norsku konto.

Hvussu er í Noregi?Eg haldi ikki, tað var nakað kultursjokk fyri ok-kum at flyta til Noregs. Málið er lætt at skilja, hóast tær nógvu dialektirnar. Tosar ein danskt uttan tað bleyta, ella ”gøtudanskt” og tvin-nur nøkur norsk orð, sum ein kemur eftir, uppí – ja, so tosar tú norskt. Ein verur góðkendur sum eitt slag av systkinabarni til norðmenn og halda norðmenn, at tað er ógvuliga forkunnugt at møta einum føroyingi, eftirsum vit ikki eru so nógv í tali. Men norðmenn kenna til Føroyar, og havi eg møtt nógvum, sum kenna onkran føroy-ing ella sjálvi hava verið har, ella kenna ein, ið hevur verið í Føroyum.

Noreg er eitt stórt og vakurt land og eru norð-menn ernir av tí. Her eru nógvir møguleikar at íðka ítrótt og annað. Kanska serliga eru úti-ítrót-tir væl dámdir. Fólk brúka nógv náttúruna – fara ”på tur”, antin til gongu ella ski og er ”hyttetur på fjellet” vanligt.

Vit trívast væl her og kann eg viðmæla, at kanna møguleikarnar fyri lesnaði í Noregi.

Master in Aquaculture í ÅsEg havi altíð havt áhuga í fiskivinnu og serliga aling av fiski.Noreg stóð fyri mær sum eitt land við møguleikum fyri víðari lestri. Hevði hoyrt um aðrar føroyingar, sum høvdu verið har og prát við fólk við skili fyri fiski gjørdi, at eg fór at kanna hetta nærri.

Page 27: Pisan 2007

Pisan 200752 Pisan 2007 53

Jónu K. Thomsen

Hví sálarfrøði og hví London?”Eg er sera áhuga í kommunikatión millum men-niskju. Sálarfrøði, sum ein vegur at hjálpa fólki við ógvusligum trupulleikum, men tað er eisini vanlig ráðgeving, ið folk flest hava fyri neyðuni onkuntíð í lívinum. Mítt dreymaarbeiði hevði verið at leitt eitt frítíðarstað fyri børn og ung, ið hava trongdar umstøður heima”. Bjørt heldur, at tað er týdningarmikið, at folk síggja sálarliðar trupulleikar á sama hátt, sum ein sær likamligar trupuleikar, og hon vil fegin verða ein partur av at broyta fordómar í almenningurin ofta hevur viðvíkjandi sálarligum sjúkum. ”Eg valdi at fara til London, tí eg vildi royna okkurt nýtt. Her er simpulthen so stórt, og mentanirnar í býnum eru sera fjølbroyttar. Ein lærir rættuliga nógv meir enn bara lesnaðin heryviri. Ja, bara at finna runt tekur sína tíð, men serliga eru folk her í býnum ógvuliga opin og tolerant viðvíkjandi ymisktlei-kum, og tað haldi eg er nógv vert at læra”.

Hvussu er Skúlin?Universitetið sum Bjørt lesur á, eitur Univer-sity of East London. Har eru 19.000 næmingar tilsamans, og tað er eitt hampuliga gott uni-versitet. Av øllum fakultetunum á University of East London hevur sálarfrøðin besta orðið á sær. Umleið 1000 næmingar lesa sálarfrøði, og hetta er sjálvandi býtt upp millum allar tríggjar árgangirnar og eisini Masters. Hon heldur ikki, at uppbyggingin av útbúgvingini er til fyrimuns fyri næmingin. Nógv tann størsti parturin av próvnum er tengdur at royndar karakterum, uppgávur eru fáar, og nógv fak hava bert eina endaliga roynd og slett ongar innlatingar. Hetta merkir, at trýstið á endanum av hvørjum semes-tri er sera stórt.

Hvussu býrt tú?“Eg búgvi í Hampstead Heath, sum er norður vestur London. Tað er eitt lekkurt øki, og eg havi verið heldig at finna at kamar, sum ikki er ov dýrt.. men leggjast skal afturat, at tað nokk ikki er nógv størri enn klædnaskápið hjá einum miðal playboy”. Hon flennir, og sigur at Gwynneth Palthrow og Chris Martin búgva stutt

harfrá. Tað hevur hon hoyrt sum slatur frá einum vindeygapussara, sum er stamkundi á pubbini, har hon arbeiðir. Vindeygapussarin sigur eisini, at Kate Moss og Jamie Oliver búgva nærhendis, so Bjørt umhugsar sjálvandi at fara við honum til arbeiðis onkran dagin. ´ (Vit ivast tó eitt sindur í, um hann kanska er ”vindeygakikkari”, og ikki pussari men lat tað fara.)”Annars so dámar mær sera væl byin, tí her altíð okkurt spenandi at fara til. Serliga dámar mær væl konsertir og at fara ein túr í býin við vinfólki. Býurin er ótømandi… Her er so fjøl-broytt og ein kan altíð kan fara eitt nýtt stað og møta nýggjum fólkum”. Og vit fara at tosa um eina feita blues bar í Soho, sum vit vóru í fyri stuttari tíð síðani.

SamanumtikiðOg so er tað, at eg noyðist at spyrja Bjørt, ógvuliga álvarsomt: Sært tú nú á fólki hvat tey hugsa???? Hon flennir, tí ja, tað er ofta spurnin-gurin ein fær, tá ein sigur at lesnaður er sálar-frøði. Men ja, hevði tað verið so væl. Sálarfrøðin snýr seg mest um akkurát hvussu kritiskt ein skal fyrihalda seg til kanningar og teoriir, og hvussu lítið ein kann vita um folk út frá t.d. stereoty-pum, ein ger sær um ymiskar samfelagsbólkar. Men nógvar ymiskar greinar eru innan sálarfrøði, og í løtuni eru tað tey tungu evnini, sum til dømis skizofreni, sum Bjørt í løtuni heldur eru mest spennandi.

Vit runda av, og Bjørt ger seg klára at fara. Undirgrundin í London lukkar um tólv tíðina, og um ein ikki hevur hug at fara heim áðrenn tað, so eru bara náttbussarnir eftir, og tað kann taka sína tíð. Ja, undirgrundin og bussar eru ein stórur partur av lívinum her í býnum, men tað venur ein seg við. Ipod ella eina bók, so er tað kul.

Tað hevur eina langa søgu og er í løtuni ein av teimum leiðandi lærustovnunum tí Bret-landi. Universitetið sjálvt er partur av býðinum Manchester(tvs. tað er ikki eitt “campus” uni-versitet). Allir bygningarnir nærindis høvuðsby-gninginum í Manchester, eru tó á ein ella annan hátt partur av universitetinum. Hetta ger at tað er eitt sera gott lestrarumhvørvið á uni-versitetsøkinum. Niðan fyri sæðst Universitets høvuðsbygningurin:

Hetta er nú triðja ári eg lesi í Manchester og nógv er hent sídan eg byrjaði. Á mínum fyrsta ári búði eg í halls (kollegie), saman vid øðrum sum lósu á universitetinum. Teir flestu onglend-ingar fara undir víðari lesnað longu sum 18-19 ára gamlir, so eg var eitt sindur eldri enn hini, eg búði saman vid (eg var 21 tá eg byrjaði). Bur-tursæd frá tí, er halls nokk tað besta staðið at hitta fólk i byrjanini av lesnaðinum, tí tey flestu sum búgva í Halls eru antin frá einum øðrum býði, ella einum øðrum landi. Sostatt byrja øll av nýggjum og øll hava tørv á at hitta nýggj fólk. Árið eftir flutti eg inn í eini hús saman vid nøkrum fólkum eg kendi frá halls. Vit búdu fimm fólk saman í einum húsi; tvær gentur og tríggir dreingir (inklusiv eg). Hetta var ein sera lærurík tíð, tí tá man býr í einum húsum saman vid øðrum fólki má man læra seg at rudda upp eftir sær sjalvum(nakad sum eg kanska ikki dugdi so væl framman undan). Annars upplivdi eg eisini hvussu tad er at búgva í einum húsum saman við øðrum lesandi. Samanumtikið haldi eg at eg kom væl út av tí vid hesum fólkunum, men eg valdi at flyta aftur inn á halls á mínum triðja árið, tí eg vildi gjarna hava møguleikan fyri at koma í kontakt við nógv folk. Samstundis er ábyrgdin av at halda húsið reint minni. Í løtuni búgvi eg í halls, saman vid fólki sum eru uml. mín aldur (tvs. mitt i tjúgunum). Nógv av teimum eg búgvi saman við lesa til Masters og Phd. At búgva í halls saman vid folki fra øllum heimi-num er eitt sera spennandi upplivilsi, tí man kemur at kenna fleiri ymsar mentanir. Eisini hava vit nøkur frálík felagshølir á kolegiinum har møguleiki er at spæla pool, borðfótbolt og

hyggja eftir filmum a widescreen skýggjum. Vit hava eisini eina kollegie barr har til ber at hit-tast vid øðrum sum búgva á kolegiinum.

Samanborið vid at ganga í Hoydølum er tað nógv øðrvísi at ganga i skúla i Onglandi. Eitt sum hevur verið ringt at venja seg við, er at allar eksamiður eru skriftligar, og uttan hjálpartól. Hetta inniber at man skal læra seg nógv uttanat og haraftrat er tad er eitt størri tíðarpress á eksamiðunum. Eksamiðurnar eru í miðal tveir, til tveir og ein hálvan tíma langar, meðan tá man gekk í hoydølum vóru tær uml. tríggjar til fýra tímar langar. Klárar man at tilpassa seg hesi viðurskiftini, er tað ikki so ringt at lesa i Ong-landi, tí at man hevur ikki so nógvir tímar um vikuna og øll evni verða viðgjørd gjølla. Ongilsmenn dáma væl at taka sær av løttum i frítíðini, og pub mentaliteturin er rættuliga útbreiddur, og eisini eg eri byrjaður at fara a pub vid vinfólki at hyggja eftir Premier League fótbóltsdystum. Burtursæð frá tí er Manchester eisini ein sera lívligur býur, og tað ber til at fara út í býin hvørt kvøld i vikuni. Á universitetinum húsast eisini nógv ymisk societies. Sjálvur havi eg verið við í fleiri ymsum societies ígjøgnum mína lestrartíð; m.a. kunnu nevnast: The Nordic Society, The Poker Society og The Manchester Skiing Society. Tað society sum mær dámdi best at ganga í var nokk Nordic Society, tí har kom eg at kenna nógv fólk úr norðanlondum, og tey høvdu nøkur frálík ball.

Eftir at hava lisið her í næstan trý ár, eri eg byrjaður at dáma Manchester sera væl. Hetta kemst kanska eisini av, at eg eri komin at kenna tey sum eg lesi saman við sera væl, og tískil havi eg eitt sera gott sosialt liv. Eg ætli mær at søkja inn á eina master útbúgving í Manchester, so eg vænti at verða verandi her í eitt ár afturat. Eg vil ráða øllum, ið hava áhuga í, at lesa uttanfyri Danmark, til at taka tjansin og fylgja dreyminum og søkja inn har tey vilja, tí tað kann vera ein nýggj og spennandi avbjóðing.

Mítt lív Í OnglandiEg eiti Bjarni og eg lesi fysik í Manchester í Onglandi. Eg byrjaði at lesa her í 2004, og verði liðugur sum Bachelor i 2007. Universitetið í Manchester er eitt tað størsta í Bretlandi og har lesa fleiri enn 50.000 næmingar.

Spurningar til Bjørt Lind Joensen, sálarfrøðilesandi

Vit sita í køkinum hjá mær niðri í South Kensington. Vit hava gjørt døgurða, og sita nú við hvør sínum kaffimunni og práta.

Page 28: Pisan 2007

Pisan 200754 Pisan 2007 55

...framhald frá síðu 50

Í Noregi er tað heldur dýrari at búgva enn í Føroyum. Bústaðar og matvøruprísurin er heldur hægri enn heima, men klæðir og elektronikkur eru í nógvum førum heldur bíligari enn heima. Men hetta skuldi ikki veri nøkur forðing fyri at farið undir lestur í einum so áhugaverdum landi sum Noregi.

Hvat kann ein so fylla frítíðina við í Oslo?Í Oslo eru nógv kristin trúðarsamfeløg umframt statskirkjuna, t.d. hvítisunnu-, brøðra-, meto-distsamkomur o.s.fr. So tað eru nógvar ymiskar samkomur, sum ofta eru ógvuliga virknar. Ynskir ein eina samkomu at koma í, so er nakað at velja ímillum. So tú finnur helst eina samkomu, sum passar til tín. Hetta er meint jaligt og ikki neiligt.

Oslo sum býur hevur nógv at bjóða uppá á men-tunarøkinum, bæði tá ið talan er um sjónleik, tónleik og søvn. Sjónleikir, ið hava verið fram-førdir, eru t.d. Peer Gynt og Et dukkehjem,

konsertir við t.d. Shania Twain og Robbie Wil-liams, og søvn man kann vitja er t.d. Munch- og Kontiksavnið. Norðmonnum dámar eisini væl at ganga á kafe, so kafeirnar eru nógvar og væl vit-jaðar. Kafevitjanirnar eru ein góður og hugnali-gur partur av studentarlívinum.Náttúran er stórbar og vøkur, og hon liggur runt um allan býin. Um hon ikki liggur beint uttan fyri dyrnar, so er hon ikki longur burtur enn eitt korter við bussi ella toki. Um veturin standa norðmenn nógv á skí uttan fyri býin, og hesi somu umráðini vera nógv brúkt til gongutúrar um summarið. Eg havi verið fleiri slíkar gong-utúrar, og tað er friðsælt og sálarbót fyri sálina. Fleiri parkir eru eisini í Oslo, har ein kann liggja og sóla sær og slappa av um summarið, og eisini ber til at fara út til strondina at sóla sær og svimja í sjónum. So bæði útbúgvingarliga og frítíðarliga eru nógvir møguleikar í Oslo.

Eg trívist væl í Oslo, og kann ikki annað enn viðmæla øðrum at kanna møguleikarnar fyri víðari lesnaði í Oslo. Eg vil at enda takka tyk-kum í MFS fyri tað arbeiði, ið tit gera fyri okkum studentar.

...framhald frá 46

Harumframt eru møguleikarnir til at taka part av útbúgvingini í øðrum londum góðir. Fróðskaparsetrið er partur av Nordplus samstarvinum, ið er samstarv milllum hægri læru-stovnar í Norðanlondum, umframt at ECTS skipanin verður nýtt, soleiðis at lætt er at sammeta útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum og útbúgvingar í øðrum londum. Mangir fyrimunir kunnu vera við at fara uttanlands at lesa, men tað er hóast alt bert Fróðskaparsetrið, ið granskar burturav í føroyskum viðurskiftum. Sigast kann at møguleikarnir at hyggja nærri at egnum samfelag eru góðir. Eitt lýsingarátak Fróðskaparsetrið borðreiddi við fyrr í ár segði millum annað, at sum lesandi á Fróðskaparse-trinum ert tú stór dunna í lítlum hyli, ímeðan tú úti í stóra heimi ofta er lítil dunna í stórum hyli. Okkurt er helst um hetta. Sum heild tykjast flestu lesandi á setrinum at fegnast um hesa støðu.

RaðfestingEingin ivi er um, at tað er av alstórum týdningifyri okkum sum útbúgvingarland, at vit hava ein hægri útbúgvingarstovn, ið virkar á fullgóðan hátt og sum hevur eitt ávíst fjølbroytni av útbúgvingarmøgulei-kum. Hetta hevur bæði týdning fyri hin einstaka og fyri arbeiðsmarknaðin í síni heild. Tí kann vera hug-stoytt tá tað gerst greitt, at fólkavaldir ikki raðfesta Fróðskaparsetrið hægri. Í seinastuni hava vit hoyrt um eina ætlan, ið snýr seg um at byrja masterútbúgv-ing i løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, sum ikki hevur fingið rúm á figgjarlógini. Vónandi er ikki síðsta orði sagt í hesum máli enn. Sagt verður, at útbúgving er týðandi táttur í 2015 verkætlanini og vónandi fer tað at avspeglast í betraðum karmum fyri okkara einasta universitet. Til dømis kundi verið ynskiligt at støðugt varð tikið upp til allar útbúgvingar hvørt ár. Sum dømi kann nevnast, at tað hevur verið tikið upp til søgu og stjórnmálafrøði við trý ára millumbili. Hetta er fyrstog fremst ein spurningur um fíggjarjáttan,og ábyrgdin liggur sostatt í síðsta enda hjá politisku myndugleikunum. Hóast karmarnir Fróðskaparsetrið arbeiðir undir kundu verið betri, er eingin ivi um Fróðskaparsetrið eigur nógv gott fólk við góðum før-leikum, sum taka starv sítt í størsta álvara. Hetta eru flestu av okkum lesandi á setrinum á einum máli um.

HølisviðurskiftiðStundum hevur verið funnist at lestrarkarmunum á Fróðskaparsetrinum. Eitt nú hevur verið funnist at óstøðugum hølisviðurskiftum og vantandi útbúgvingar valmøguleikum. Sum heild tykjast tó flestu lesandi á setrinum vera nøgd við høliskarmar-nar á føroyska universitetinum. Hugsi at flestu eru

tilvitað um, at virkiskarmarnir hjá Fróðskaparsetri-num í stóran mun eru tengdir at eini fíggjarjáttan frá Løgtinginum.

Hetta skal tó ikki skiljast sum at lesandi á Fróðskapar-setrinum ikki kundu hugsa sær at sumt var øðrvísi og at karmarnir vóru mentir enn meira. Eitt nú tykist semja vera um, at skilabest hevði verið at savnað virksemi undir einari lon ella á einum staði. Hetta hevði ment eitt meiri fjølbroytt granskingarumhvørvi, bæði fyri lesandi og fyri stovnin sum heild. Hetta hevði helst eisini elvt til, at fólk í størri mun komu at fata Fróðskaparsetrið sum eina størri útbúgvingare-ind, og á tann hátt kundi Fróðskaparsetrið havt eina størri atdráttarmegi, tí har sum fólk er, koma fleiri fólk. Hetta er vanlig bólkasálarfrøði. Hetta skal sjál-vandi fremjast á skilabestan hátt, soleiðis at fakliga støði verður varðveitt og ment.

Í dag er støðan soleiðis, at náttúruvísinda- og føroysk-tlesandi hava egin hølir til undirvísing, ímeðan søgu og stjórnmálafrøðislesandi fyri taðmesta koma til fyrilestrar undir Krákugjógv, har maskinmeistaraskúlin annars hevur húsast. Har-umframt hava fróðskaparlesandi atgongd til ymisk bókasøvn, bæði tey hjá Fróðskaparsetrinum og Lands-bókasavnið í tann mun tað kann nýtast til endamálið. Lesandi hava eisini atgongd til serstakt lestrarhús har bólkaarbeiði og annaðtílíkt kann fara fram. Flestum kunnugt liggur í kortinum at leggja læra-raskúlan og aðrar hægri útbúgvingar undir Fróðskapar-setur Føroya, og sum skilst verður arbeitt miðvíst við hesi ætlan. Hvørja ávirkan hetta fær á hølisviðurskif-tini fer tíðin at avdúka.

Sosial tiltøkTá tað sosiala umræður eru tað fyrst og fremst lesan-di, ið sjálv taka og fremst lesandi, ið sjálv taka stig. Eitt nú verður skipað fyri ferðum, veitslum og í hesum døgum jólafrokostum. Stórir útbúgvingarstovnar hava ofta eina ørgrynnu av frítíðarítrivum og áhugafelags-kapum at bjóða lesandi. Tað man vera flestum greitt, at sama fjølbroytni í valmøguleikum ikki er tað sama her heima, sum á størri støðum.Men eg hugsi ikki at lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum soleiðis, eru verri fyri enn eitt nú lesandi í Keypmannahavn. Einasti ítøkiligi munurin tykist vera, at í Keypmannahavn hittast lesandi á Skarv ella í Kristnastovu, ímeðan tey her kunnu fara á Café Nátúr ella í Ebenezer.

Page 29: Pisan 2007

Pisan 200756 Pisan 2007 57

Rógvi Absalonsen

Seinastu árini hava alt fleiri føroyingar leita sær aðrastaðni enn til Danmarkar at nema sær útbúgving. USA og ymisk lond í Evropa hava hýst fleiri og fleiri føroyskum lesandi síðani ÚSUN (útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum til føroyingar uttanlanda) bleiv hækkaður úr 60.000 krónum upp í 120.000 krónur fyri nøkrum árum síðani. Størsti vøksturin av føroyskum lesandi, hevur uttan ivað verið í enskttalandi londum, serliga í Stórabretlandi. Undirritaði byrjaði sína útbúgving í Aberdeen í 2003 og hevur sæð vøksturin av føroyskum lesandi í býnum fleir-faldast uppá minni enn fýra ár. Serliga Skotland og London hava nú nógv føroysk lesandi, men eisini hægri lærustovnar í Manchester, Brighton, Newcastle, Bath, York, Aberystwyth, Nottingham o.o. hava verið heim hjá føroyingum seinastu fáu árini.

LestrarumhvørviðBretska lestrarumhvørvið er heldur øðrvísi enn tað danska. Hetta er tó ikki nakað at stúra fyri. Føroyingar hava stak góðar fyritreytir at lesa í Bretlandi, partvís tí at miðnámsútbúgv-ingarnar í føroyum hava fleiri lærugreinar og fleiri tímar um vikuna, enn tað sum bretar eru vanir við. Harvið koma føroyingar til Bretlands við einari ørgrynnu av vitan, sum kanska ofta virkar óneyðug, men sum kann koma væl við í lestrartíðini. Eisini eru føroyingar heldur eldri enn bretar, tá ið teir fara undir hægri lestur, og hetta vísir seg eisini ofta at vera teimum til gagns.Sum heild klára føroyingar seg væl í tí bretska umhvørvinum, og tey flestu sum undirritaði hevur verið í sambandi við, hava latið heilt væl at, ikki bert viðvíkjandi praktiskum hentleikum og útbúgvingum men eisini sosiala umhvørvinum. At flyta inn í ‘halls’ (kollegie á donskum) fyrsta lestrarár er vanligt, og har plagar ikki at tróta

við møguleikum at koma at kenna fólk. Um ein ynskir at fara til ein bý har nógvir føroyingar lesa, er Aberdeen avgjørt tað næstbesta eftir Danmark. Talið á føroyingum í Aberdeen nærkast fimti, og hevur vaksið hvørt ár síðani 2002. Av tí at talið er so høgt, ber til at skipa fyri størri tiltøkum. Jólaborðhald hevur eitt nú verið fastur táttur í nøkur ár.

BústaðarviðurskiftiSamanborið við Danmark er Bretland ikki ser-liga nógv øðrvísi, tá ið tað kemur til leiguprí-sir. Hinvegin eru bústaðarmøguleikarnir betri í Aberdeen enn í t.d. Keypmannahavn, av tí at tað er lættari og skjótari at finna sær okkurt at búgva í. Ein íbúð ella eitt kamar í Aberdeen pl-agar at liggja um 200-250 pund um mánaðin fyri hvønn, men úrvalið er gott, og tí ber til at finna eina góða íbúð fyri rímiligan prís, um viljin er til staðar. Í hesum sambandi hava føroyingar og onnur útlendsk lesandi ein stóran fyrimun; flestu hægri lærustovnar í Bretlandi tryggja teimum bústað í Halls of Residence (kollegie sum hoyrir til lærustovnin) fyrsta lestrarár.Tað er blivið alt meiri vanligt (eisini hjá føroy-ingum) at ogna sær eina íbúð í lestrartíðini. Størsti fyrimunurin er, at tá ið lestrartíðin er liðug, ber til at selja íbúðina fyri meira, enn hon bleiv keypt fyri, og harvið situr tann lesandi, eftir lokna útbúgving, eftir við peninginum, sum annars hevði verið brúktur til at gjalda fyri leigu.

Tá søkjast skalTað er altíð skilabest at vera í góðari tíð (januar -> mars) at søkja. Um avgerðin at lesa í Bret-landi ikki verður tikin fyrr enn um summarið, ber sjálvandi enn til at søkja, men tá sleppur ein bert inn, um pláss er. Fyri at hava so gott úrval av lærugreinum sum gjørligt, og fyri at fáa ymiskt praktiskt uppá pláss, áðrenn farið verður avstað (SU, ÚSUN, bústað o.a.) verður vanliga

Bretland: Nýggi lestrardepil føroyinga

viðmælt, at ein fer í gongd so tíðliga sum gjør-ligt at søkja. Søkt verður gjøgnum heimasíðuna hjá UCAS (Universities and Colleges Admissions Service), www.ucas.com. Til ber at søkja fleiri útbúgvingar og lærustovnar. Serstakt fyri Bretsku skipanin er, at ein ikki noyðist at raðseta útbúgv-ingarnar (fyrsta val, annað val o.s.fr.). Umsøknin verður sostatt viðgjørd av øllum lærstovnum, sum síðani svara innan fyri nakrar vikur.

Hentar heimasíður

www.ucas.comUniversities and Colleges Admissions Service. Um ein ætlar at søkja at lesa á Undergraduate stigi (t.v.s. Bachelor), má tað gerast umvegis hesa heimasíðuna. Allar umsøknir eru elektroniskar. Heimasíðan virkar samstundis sum eitt yvirlit yvir allar góðkendar útbúgvingar og útbúgvingar-stovnar i Stórabretlandi. Heimasíður hjá øllum útbúgvingarstovnum kunnu eisini finnast her.

education.guardian.co.uk/guides/The Guardian -> University Guide 2006

www.timesonline.co.uk/tol/life_and_style/edu-

cation/good_university_guide/The Times -> The Good University Guide

www.aspc.co.ukBústaðir um alt Stórabretland.

http://www.accommodationforstudents.com/Bústaðir um alt Stórabretland. Serliga ætlað lesandi.

http://www.homesforstudents.co.uk/Bústaðir um alt Stórabretland. Serliga ætlað lesandi.

Vinarliga vend tær til ein av hesum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi hægri lestri í Stórabret-landi:

Rógvi Absalonsen, [email protected] Eidesgaard (MFS), [email protected] Arnbjerg (Altjóða Skrivstovan), [email protected]

Talið á lesandi føroyingum í Bretlandi er skjótt vaksandi. Fyri føroyingar er Bretland eitt spennandi og alternativt lestrarumhvørvi. Her eru nakrir av teimum bestu hægri lærustovnunum í heiminum, og útbúgvingarmøguleikarnir eru óendaliga nógvir.

Page 30: Pisan 2007

Pisan 200758 Pisan 2007 59

Árni Olsen lesur í HonoluluJa, Honolulu á Havaii!At vera lesandi á Havaii kann sigast at vera ein dreymur fyri nógv. 22 ára-gamli havnamaðurin Árni Olsen gjørdi dreymin til veruleika, og lesur bachelor in Business Administration in Marketing á 4. semestri á Hawai Pacific University (H.P.U). Doris Bjarkhamar hevur tosað við Árna.

Ja, Honolulu á Havaii!At vera lesandi á Havaii kann sigast at vera ein dreymur fyri nógv. 22 ára-gamli havnamaðurin Árni Olsen gjørdi dreymin til veruleika, og lesur bachelor in Business Administration in Marketing á 4. semestri á Hawai Pacific University (H.P.U). Doris Bj arkhamar hevur tosað við Árna.

Hví Havaii?Árni búði eina tíð í Spania, har hann gekk í skúla og arbeiddi, meðan hann hugsaði um, hvat hann vildi í framtíðini. Tað skuldi verða okkurt innan fyri “Business”. USA hevur rættuliga gott um-mæli innan “Businessheimin”, og tískil var USA rætta staðið. Hann vildi tó eisini royna nakað heilt nýtt. Helst okkurt sum ongin annar hevði roynt! Tískil leitaði Árni sær út á alnótini, har hann fann útav, at tað var møguligt at lesa á Havaii. Havaii mátti tað verða, og Árni fór í holt við alt tað praktiska.

Eftir uppihaldið í Spania fór Árni til skips, og meðan hann var burtur fekk pápin frænir av, at ein kvinna, ið umboðaði amerikonsk universitet, var í Føroyum. Pápin fekk eitt prát við hana, og tað vísti seg, at hon kundi tilmæla eitt privat universitet á Havaii. Hon var ein rættiliga góð hjálp, tá alt tað praktiska skuldi fáast uppá

pláss. Árni hevði eisini beinleiðis samband við universitetið, og har fekk hann ta bestu ítøkil-igu vegleiðingina. ASK og stuðulsstovnurin vóru somuleiðis partur av fyrireikingini. Fíggjarligu viðurskiftiniTað er eitt privatuniversitet, og tí skal Árni gjalda fyri lestnaðin. Skúlagjaldið er tó væl minni enn á øðrum privatuniversitetum. Árni nevnir ma. at tað kostar 40.000 dollarar at lesa á einum universiteti í Miami, meðan hann skal gjalda 10.000 dollarar. Hann fær góðan stuðul frá Føroyska Stuðulsstovninum, (70.000 kr. í skúlapeningi) og harfturat SU(statens uddannel-sesstøtte) úr Danmark. Tað er tó rættiliga dýrt at liva í Honolulu, og tískil er gott at hava eitt sindur av peningi við sær, ella royna at arbeiða við síðuna av, skal lívið ikki gerast alt ov súrt.

BústaðarviðurskiftiniTað er eitt “campus” tilknýtt universitetinum, men Árni valdi møguleikan at búgva har frá, tí sum hann sjálvur sigur: “har eru bert ungir amerikanarir”. Sjálvur hevur hann búð í íbúð saman við dønum og svenskarum, og nú býr hann saman við damuni frá Eysturríki. Tey búgva í Waikiki, ið er eitt ferðavinnuøki, ið er merkt avteim nógvu hotellunum, matstovunum og klubbunum. Árni heldur, at hesin býarparturin hóskar sera væl til sín livistíl. H.P.UTað er ,sum sagt, eitt privatuniversitet, og tískil hevur universitetið fríar karmar til at skipa út-búgvingina og lestrarhálvurnar.Tað er eitt lítið universitet við 7000 lesandi, og tað eru smáir flokkar til undirvísingina. Tú kanst í útgangspunktinum sjálvur tilrættuleggja tína útbúgving, og tað er m.a møguleiki fyri at fara til undirvísing um kvøldið um tað skal vera. Eitt, ið er sermerkt er, at tú skal vera virkin alla lestrarhálvuna. Tað merkir, at próvtøkan kann telja 30% av endaliga úrslitinum, meðan up-pgávur tú hevur gjørt gjøgnum árið telja 70%. Hesa skipan dámar Árna væl, tí tað krevur av

tær, at tú ert í gongd alla tíðina, og gevur tær somuleiðis møguleika fyri at arbeiða við tínum karakteri gjøgnum árið.Tað er, sum heild tætt, samband millum un-dirvísara og tey lesandi, og hetta metir Árni vera sera gott fyri læringina. Undirvísarnir hava, næstan allir, tilknýti til business-heimin, og tað er rættuliga inspirerandi í mun til, um teir bert tóku útgangspunkt úr lærubókini. Nakrir av undirvísarunum eru eldri professarir og hand-ilsfólk, ið hava valt at fjálga um seinnu fasuna av lívinum við at búseta seg á Hawai. Hetta eru fólk, ið veruliga halda, at tað er gevandi og mennandi fyri tey sum persónar at undirvísa, og Árni heldur, at tey eru við til geva lesnaðinum eitt frískt ískoyti.

Internationalt lestrarumhvørviðÁ H.P.U ganga uml. 7000 fólk, og umhvørvið er rættiliga internationalt. Havaii liggur tætt uppat Asia, so ein stórur partur av teim lesandi eru japanesarar. Tað er ein stór útskifting á hvørjum semestri, tí tað eru nógv “study abrod” lesandi hvørt semestur. Norðbúgvar eru væl mannaðir, og hvørt semestur er uml. 500 svenskarar á uni-versitetinum.

Árni heldur, at tað er stuttligt at koma í sam-band við øll hesi fólkini, men tað kann eisini tyk-jast hart at siga farvæl, tí tað er ein sannroynd, at í flestu førum, hoyrir tú ongantíð frá teimum aftur. Tað positiva er, at hesi fólkini eru í somu støðu sum Árni, langt burtur heimanifrá, og vilja tískil koma í samband við onnur fólk. Málinum hevur Árni ongar trupuleikar við, og hann trívist í enskttalaða umhvørvinum. Hann viðurkennir tó, at hann kanska kundi havt gott av at verið meira saman við amerikanarunum, men leggur tó afturat, at hann hevur lært at tosa svenskt á Havaii.

Jantelógin finnst ikki á H.P.UEitt, ið Árni er sera glaður fyri á universitetinum er mentaliteturin, ið gevur rúm fyri, at tú kanst vilja verða tann besti. Tað verður alla tíðina lagt upp til, at vit í framtíðini skulu verða íverksetar-ir, og tað verður tilmælt, at vit eisini í sjálvari lestrartíðini royna at seta okkurt nýtt ígongd. Business-avdeilingin hjá H.P.U heldur til mitt í “Business-gøtuni” í Honolulu, og Árni heldur tað vera inspirerandi fyri undirvísingina, at “veru-leikin” liggur beint uttan fyri vindeygað. Árni og ein týskur vinmaður hava opnað ein náttklubba á einari lokalari matstovu. Náttklub-bin er opin annaðhvørt vikuskiftið, og teir royna

at skapa ein europæiskan náttklubba. Tað hevur víst seg at rigga væl, og er klubburin vælvit-jaður av europæiskum ferðafólki og ikki minst av teim lesandi. Sig so ikki, at føroyingar ikki kunnu! Harafturat arbeiðir Árni sum sølumaður hjá kenda vørumerkinum “Fendi”, so hann fær nógvar arbeiðsroyndir hóast hann lesir fulla tíð. Spurdur um hann ongantíð heldur frí og slappar av, sigur hann jú sjálvandi. Strondin fer við fitt av tíð, men so lesir hann um kvøldarnar. Tað snýr seg um, at planleggja dagin og tímatalvuna á rætta hátt soleiðis, at tað bæði er pláss fyri surfing, lesnaði og arbeiðið Tað riggar væl hjá Árna!

So langt burtur og kortini ikkiNógvir av vinmonnunum hjá Árna eru í Dan-mark, og teir “hanga út” sama tá teir eru heima í Føroyum. Mamma Árna hevði nokk dámt tað betur um hann eisini var í Danmark, men Árni hevur summarferiu í 4 mánaðir og jólaferiu í 1 mánað, so hann hevur verið nógv heima síðan hann fór til Havai. Hann tosar við foreldrini 1-2 ferðir um vikuna og “skype” er við til at gera tað munandi lættari/bíligari. Tað er tó eitt sin-dur trupult at koma heim, um okkurt skuldi hent á heimafrontinum, tí tað tekur einar 2 dagar at ferðast.

Ætlar sær víðari út í heim Hóast hann hevur búð í Spania, lesur á Hawai og hevur verið á summaruniversitet í Mexico(Study abroad), so er Árni ikki mettaður av ferðingini. Tvørturímoti. Hann ætlar sær víðari tá hann verður bachelor um tvey ár. Bæði fakliga og landafrøðiliga. Árni ætlar sær at taka ein mas-teryvirbygnað, men fleiri universitet krevja, at tú hevur minst 3 ára arbeiðsroyndir áðrenn tú sleppur inn. Hawai hevur nógv gott at bjóða Árna, men hann heldur kortini, at tað er betri fyri “karrieruna” um hann fer til eitt nýtt land at taka master. Kanska til New York, ella okkurt stað í Europa.Árni avvísir ikki, at hann ein dag vendir heimaf-tur til Føroyar at búgva. Hann elskar at vera í Føroyum, og heldur, at tað er heimsins besta stað hjá børnum at veksa upp í. Men sooo langt hevur hann ikki hugsað enn.

Árni vil mæla øllum ungum pisum í Føroyum í dag at leita sær útum Danmark at lesa. “Vit hava eina stuðulsskipan, ið ikki kennir sín maka, og trívist ein ikki, so er tað ikki verri enn so, at tú altíð sleppur heimaftur.” Hawai kann bjóðað tær ein “vetur” við 25 hitastigum!

Page 31: Pisan 2007

Pisan 200760 Pisan 2007 61

Síðani seinast Pisu havi eg flutt lestrarstað frá Hawaii til Barcelona í Spania. Orsakirnar til at flyta vóru fleiri: • Eg kundi hugsað mær at arbeitt eina tíð, áðrenn eg fari heim aftur, men eg dugdi ikki at síggja, at eg eftir loknan lestur fór at fáa mær arbeiði á Hawaii, sum eisini liggur so langt burturi, at tað er torført at gera kontaktir/net-verk, ið kunnu nýtast í Evropa.• Sjálvt um eg hevði viljað arbeitt í USA, er tað sera trupult at fáa arbeiðsvisum. Um man hevur lisið eina universitetsútbúgving í USA, so sleppur man at arbeiða í eitt ár, men eftir tað má man finna sær ein arbeiðsgevara (sponsor), ið er hugaður at sponsorera teg. Arbeiðsge-vararnir eru eisini ofta afturhaldandi við at geva arbeiði til lesandi, ið teir noyðast at sponsorera við arbeiðsloyvi, tí tað er bæði kostnaðarmikið og krevur nógv pappírsar-beiði.• Eftir 2 ár í USA kendi eg, at mítt enska mál var komið upp á eitt sera høgt støði. • Eg havi áður búð í Spania, og havi síðani roynt at betra um mítt spanska mál. Á Hawaii Pacific University megnaði eg at lesa ”minor” í sponskum liðugt. Eg valdi eisini at taka tveir mánaðar við neyvum málskeiðum í Mexico.Við at taka seinna partin av mínum bachelor í Spania vóni eg, at mítt spanska mál verður somikið gott, at eg trygt kann gera handilsavtalur á sponskum.• Tað sær eisini betri út á CV’num, at man ikki hevur tikið alla bachelorútbúgvingina á einum stað, og tí heita góð universitet á síni lesandi um at taka eitt semestur á einum øðrum universiteti uttanlands.• Tá tú býrt í Evropa, eru betri møguleikar fyri at flúgva heim at ferðast við at brúka ”low-cost” flogfeløgini.

Barcelona er ein fantastiskur býur. Her er okkurt til ein og hvønn. Býurin er sera merktur av ungdómi bæði aðrastað-ni frá í Spania, men eisini frá øllum knøttinum. Tað sæst aftur í náttarlívinum, ið er sera segmenterað. Her eru óteljandi náttklubbar, so fólk kunnu finna tann, ið passar teimum best. Barcelona bleiv ikki valdur sum besti ball-ingarbýur í Evropa fyri onki. Eg havi eisini verið á Camp Nou nakrar ferðir. Stadium’ið er ómetaliga stórt, har er pláss fyri meira enn tvær ferðir íbúgvaratalið í Føroyum, eitt ótrúligt upplivilsi.

Eg vil tó ráða fólki frá at fara til Barcelona at læra span-skt. Um man ikki kennir seg tryggan í sponskum, áðrenn man kemur hagar, endar man við at tosa enskt allan da-gin. Tað almenna málið í Catalania, sum er landsluturin, har Barcelona liggur, er catalanskt. Allir catalanar tosa eisini flótandi spanskt, men vilja ofta heldur venja teirra enska mál enn tosa spanskt við fólk, sum ikki tosa gott spanskt. Mongdin av altjóða lesandi her ger eisini, at tað er lætt at koma í samband við ensktalandi fólk.

Í løtuni havi eg sera nógv at gera, tí eg skal til próvtøku í mai umframt at skriva bacheloruppgávu. Hon fer at vera ein marknaðarførsluætlan um, hvussu føroyskur fiskur kann ”positionerast” og ”brandast”, soleiðis at hann verður meira eftirspurdur og harvið fær størri virði. Eg haldi, at tað verður ov lítið gjørt við hetta økið í Føroyum. Ein hægri søluprísur kundi gjørt stóran mun í tí føroyska búskapinum, sum er so bundin at fiski og fiskaprí-sum. Sjálvur var eg til sjós í hálvtannað ár, áðrenn eg fór at lesa og kenni tí eitt sindur til fisk og fiskarí.

Business í BarcelonaJónu K. Thomsen

Hví jura og hví London?”Tað var eitt útfordrandi fak, og tað slagið av jura sum eg eri mest áhugaður í, kommersiell lóg, er ógvu-liga aktuelt í London. Idealistiskt sæð, so haldi eg tað vera áhugavert at vita, hvørjir lógarkarmar samfe-lagið virkar innan”.

Hvussu er skúlin? “Skúlin eitur London Metropolitan University. Tað er eitt gott universitet í Onglandi, størst í London, men eg haldi at góðskan er tengd at, hvat fak ein velur at lesa. Jura fakultetið er eitt av bestu fakulteti-num á skúlanum, og tí kan eg anbefala tað til tey, sum velja at lesa jura, men leggjast skal allíkavæl afturat, at onnur universitet í býnum hava betur jura avdeilingar, so sum University College of London. Universitetið hevur 35.000 næmingar tilsamans. Tað er tí avmarkað, hvussu nógva individuella uppmerk-somheit hvør næmingur fær. Allir næmingar hava ein tutor, sum er ein lærari, ið er tengdur at einum avmarkaðum antali av næmingum innan hvørt fak og afturat tí, er ein akademiskur ráðgevi, sum næmingar kunnu venda sær til. Men hesir hava nógvar næmingar undir hond, so tíðin sum hvør næmingur fær til ráð-geving, er avmarkað til stuttir fundir nakrar ferðir um mánaðin. Næmingar mugu vera rættiliga sjálvbjargnir í forhold til lesnaðin og serliga innan at kanna tilfarið, sum uppgávur skulu skrivast um. Keldir eru ógvuliga týdningarmiklar, tá uppgávur verða skrivaðar, og nógv av hesum tilfari, og eisini onnur information verður givið on-line”. Bárður heldur, at tey hava eitt gott bókasavn, og tað er týdningarmikið at læra seg at brúka tað til at kanna lógir og aðrar viðkomandi keldur. Eisini hevur tað alstóran týdning at læra seg at brúka lógportalar og annað elektroniskt tilfar á internetinum. ”Har brúki eg nokk meginpartin av míni tíð”. Passar tað Bárður? Meginpartin av tíni tíð á internetinum?? Hann nikkar óført!

Universitetið hjá Bárður er í Central-East London. Fakultetini er spjødd runt mitt í býnum, og harvið er ikki ein vanlig ”campus”atmosfera sum vit kenna frá filmum. Hinvegin so eru næmingarnir av ógvuliga fjølbroyttum uppruna, og hetta gevur spennandi úrslit bæði sosialt og í samband við skúlan. Fólk hava ógvuliga ymiskar meiningar í diskussiónum, og eru ikki

bangin fyri at standa við sítt.

Hvussu byrt tú?”Eg búgvi saman við trimum øðrum lesandi, tveimum bretum og einum týskara. Fyrsta árið búði eg á kol-legii, men her er tað bara eitt luksus, ið er bjóðað fyrsta árs næmingum og eftir tað, finnur ein sær sum oftast búðstað saman við øðrum næmingum”. London er ein ógvuliga dýrur býur at búgva í, og tað er tengt at hvørjum øki talan er um. Hackney, har Bárður býr, er ein bíligur partur av London, og tað merkir, at har er eitt sindur óróligt um kvøldarnar.. Fyri stuttum var onkur skotin uttan fyri vindeyga hjá Bárður, og hann fekk London Metropolitan Police á vitjan. Men tað, leggur Bárður afturat, er allíkavæl ikki gerandiskos-tur. (Tað kundi líkasovæl hent á Nørrebro). Í pørtum av London, ið ikki eru so dýrir at búgva í, eru ofta nýggjar lekrar íbúðir at finna fyri ein rímiligan prís, og Bárður og vinmenn hansara funnu eina slíka. ”Eg haldi ikki, at tað er so galið at búgva í Hacney alíkavæl, og har eru eisini nógv spennandi støð at fara til, serliga nógvur livandi tónleikur”. Í frítíðini er Bárður nógv úti saman við sínum sambúg-vum! (Sambúgvum ljóðar ikki heilt rætt men ok.) Teir fara mest út á Old Street, East End. Har eru nógvir ”underground” klubbar, tónleika tiltøk og dj tiltøk, men eisini nógv etablerað støð. Sum heild heldur Bárður, at tað at búgva í London er fantastiska spennandi. Hann hugsar nógv um fram-tíðar møguleikar innan arbeiði, og nú hann verður liðugur við sína bacchelour, ætlar hann at søkja inn á College of Law, sum tekur tvey ár og kvalificerar hann at praktisera jura í Bretlandi. Og ætlar hann seinni at flyta til eitt fínari øki, har líkindini fyri skotbardagum eru minni.

SamanumtikiðNiðurstøðan hjá mær er tó, at Bárður er farin til Lon-don at scora. Men nei, tað er hann slett ikki samdur í. ”Eg eri seriøsur í skúlanum”, rópar hann hinumegin borðið og fær sær ein smakk av síni London Pride. Kanska skal leggjast aftrat, at um einum ikki dámar øl, so er ivingarsamt um London er rætta staðið.. Hetta eru vit bæði samd um í øllum førum. Klokkan er við at verða hálvgum átta, og vit gera okkum klár at fara. Leiðin gongur yvir um vegin til Camden Round-house, har ein framførsla av Midsummer Night Dream hjá Shakespeare er á skránni. Hetta vísti seg at blíva ein heilt enskur dagur hjá okkum báðum!

Spurningar til Bárður Mortanson, jura lesandi á Metropolitian University

Vit sita á eini hugnaligari pub tætt við Camden. Tað er hósdagur, klokkan nærkast fimm, og fríggjadagsgleðin hómast á fólkum rundan um okkum.

Page 32: Pisan 2007

Pisan 200762 Pisan 2007 63

Frida E. E. Poulsen

Eg setti mær fyri, at um eg ikki bleiv up-ptikin til royndina, sum er næsta stig fyri at koma inn á skúlan, so gekk leiðin beinleiðis til Milano í Italia, sjálvt um eg avbera væl visti, at torført er at sleppa inn á skúlan fyrsta árið søkt verður. Tey flestu sleppa til upptakilsisroynd annað árið tey søkja, men eftir upptakilsisroyndina skal man enn einaferð undir samtalu fyri at koma inn. Tá tey hava hugt at mappuni og granskað hana, fært tú eitt bræv sendandi, sum sigur hvørjum stigi tú er á. Eg fekk at vita, at eg hevði góðan møguleika, um eg royndi aftur komandi árið. Men av tí at eg longu hevði sett mær fyri, at um eg ikki slapp til næsta stig beinanvegin, so vildi eg royna at sleppa víðari uppá ein annan hátt, fór eg beint undir at kanna skúlar í Milano. Orsøkin til at eg valdi Milano er týðilig, tá hugsað verður um, hvat fyri útbúgving eg fór undir. Milano er kendasti býurin í verðini innan móta, og var hetta tí mest avbjóðandi fyri meg.

IstitutoMarangoniIstitutoMarangoni er navnið á skúlanum, sum eg fór undir í oktobur 2004. Av tí at hetta er ein privatskúli, sum er sera eftir-spurdur, setti eg mær fyri at søkja um pláss skjótast gjørligt. Eg skuldi fyrst og fremst vera vís í at skúlin varð góðkendur sum ”SU-berettiget” fyri at sikra mær, at alt tad fíg-gjarliga var í lagi. Síðani gjalda fyri at sikra mær pláss og fylla pappírini væl út og hava prógv frá eini miðnámsútbúgving, sum mína vegna var studentaskúlin. Men sigast má, at tá farast skal undir eina privatútbúgving, er týdningarmikið at vera í góðari tíð, av tí at bíðilisti kann vera frá árinum frammanun-dan. Annars er tað sum so ikki so torført at koma inn á ein privatsskúla, men tað fíg-gjarliga kann vera ein trupulleiki, av tí at

tú er noyddur til at keypa tilfar til skúlan næstan hvønn dag.

Hvørt semestur hava vit 5 ymisk fak, har vit hava 3 royndir í hvørjum faki. Hetta vil siga, at vit hava 15 royndir i hvørjum semesturi og er tad týdningarmikið at alt arbeiðið er perfekt liðugt til tiðina. Tad er eisini týdningarmikið at møta upp til helst allar tímarnar, tí um tú missir ein skúlatíma er tú afturúr við arbeiðinum. Karakterirnir liggja frá 0-30 stig, men fyri at klára tað skal tú hava minst 18 í miðal í hvørjum faki.

At læra eitt nýtt málÁðrenn eg kom til Italia, kendi eg einki til tað italska málið. Eg setti mær tí fyri at taka eitt málskúlaskeið. Av tí at Istituto Marangoni er ein verðinskendur skúli, hava tey fleiri útlendskar næmingar og skipa tí fyri málskúla ein mánaða innan skúlin byrjar. Eg tók tí ta avgerð at melda meg til. Hetta er nakað, ið eg vil tilráða øllum at gera, av tí at tú kemur í samband við aðrar útlendingar, ið eru í somu støðu sum tú. Og av tí at tú kemur til eitt nýtt og ókent land, er hetta ein góður møguleiki til at finna tær vinfólk uppá. Tað kann følast ótrúliga eins-ligt at koma úr lítlu Føroyum til ein stórbý. Men av tí at skeiðið bert er ein mánaða, lærir tú avgjørt ikki alt málið, men tú fært innlit í hvussu málið er uppbygt, og tú klárar teg sum so væl. Alt á skúlanum fyrigongur á italskum. So torført kann vera at fylgja við í byrjanini, men so við og við lærir ein meir og meir.

At liva í MilanoTað kann vera ein trupulleiki at finna sær nakað at búgva í. Av tí at íbúðirnar her lig-gja um 5250-9000 kr er torført at finna na-kað, um tú vilt búgva fyri teg sjálvan og liva av studningi eina. Tú kanst vænta at koma

at deila kamar saman við øðrum. Um tú vil hava eitt kamar fyri teg sjálvan er prísurin min.3000 kr. Sjálv havi eg skift pláss nú 4 ferðir uppá hálvtannað ár. Og sigast má, at eg hesaferð havi verið heldig. Tað er týd-ningarmikið, at tú velur eitt gott umhvørvi, og best er, um tú ikki býrt alt ov langt frá skúlanum og øðrum, sum tær tørvar. Tí til tídir kann tað taka mær næstan ein heilan dag at skula gera eitt lítið ørindi, sum t.d. keypa blýantar til skúlan, og eg búgvi ikki meir enn 15-20 min í bussi frá sentrum, har skúlin eisini liggur. Hetta kemst av, at í Ita-lia er ikki so týdningarmikið, um ikki alt er til tíðina. Tú kanst til tíðir bíða eftir bussi-num í 1 tíma. Og av tí at tad ofta er streyka her, má ein ofta fara til gongu.

Tá tú hevur funnið tær eitt stað at búgva, er trupulleikin loystur, tí í Italia er bíligt at keypa matvørður, klæðir og sum so at liva, samanborið við Føroyar.

Tú kanst eisini, sjálvt um tú einans livur av studningi, unna tær at eta úti eina ferð um vikuna. Og í Milano eru matstovur á hvørjum horni. Milano er kent fyri ”aperitivo”, sum er eitt slag av ”buffet”, sum ein og hvør café hevur hvønn dag frá kl. 18-21, har tú fær eitthvørt drekkandi og kanst eta alt tað tú orkar fyri einans 40 kr.Annars hevur býurin Milano alt at bjóða. Her eru hópin av ítróttargreinum og frítíðar-møguleikum. Hvønn dag í vikuni eru konser-tir við kendum tónleikarum, og hvønn dag hevur tú møguleika til at fara til eitthvørt listar- og mentunarligt tiltak.

Eitt sum mær dámar ótrúliga væl við Mi-lano er veðurlagið. Her er so gott sum altíð gott veður. Um veturin er tað kanska kavi í 5 dagar alt í alt. Um árið regnar tað umleið 10-15 dagar og er vindur 3 dagar. Tað kann til tíðir vera yvirskýggjað, men sum oftast er sól. Hitastigið liggur um veturin frá -3 – 15 hitastig og um summarið millum 15-40 hitastig.

Fyri at vera verandi í Italia í meir enn 8 vikur, mást tú hava ”Permit to stay,” og hetta kann taka sína tíð at ordna. Tú hevur brúk fyri at hava skriv uppá, at tú klárar teg fíggjarliga, sjúkratrygging, at tú er lesandi,

o.s.fr. Hetta má endurnýggjast hvørt ár, so tað er týdningarmikið at hava eyguni opin og at alla tíðina ordna alt í góðari tíð. Eisini er týdningarmikið, at SU og Stuðulsstovnurin fáa alt tað teimum tørvar, so sum prógv uppá at tú enn er lesandi á skúlanum. So best er, um tú tosar við skúlan um hetta og sigur teimum frá, at tað er týdningarmikið at fáa hetta til tíðina. Sum áður nevnt so tillaga italienarar seg ikki til tíðina, og tí er týdningarmikið altíð at vera í góðari tíð.

Til at enda við má eg siga, at mær dámar ótrúliga væl at vera lesandi í Italia. Tað er hart í byrjanini at vera púra einsamallur føroyingur í einum stórum býi sum Milano, men hetta venur ein seg skjótt við. Jú meir ein kemur inn í málið og meir ein kennur býin, jú minni gert býurin. Italienarar sum heild eru hjálpsamir og ótrúliga lættir at tosa við. So tað er eingin trupulleiki, um tú ikki tosar perfekt italskt beinanvegin - teir eru jú eisini kendur fyri at úttrýkkja seg við armum og hondum meir enn orðum. Eg vil absolut tilmæla Italia sum lestrarstað.

Til seinast skal viðmerkjast, at Italia ikki er so øgiliga langt burturi. Tað tekur bert 4-5tímar at koma til Føroyar, tí flogsamband er hvønn dag til Danmarkar og harfrá eisini hvønn dag víðari til Føroyar. Tískil burdi frástøðan ikki verið forðingin.

Sniðgevi í MilanoEftir at hava verið á ”Den skandinaviske designhøjskole” í Randers, Danmark í 6 mánaðar, varð eg greið yvir at hugtakið ”design” var nakað fyri meg. Eg tók tí ta niðurstøðu at fara undir at lesa til sniðgeva. Fekk mær eitt ”fríár”, hvar eg arbeiddi við at gera eina sokallaða mappu, sum krevst fyri at koma inn á bestu sniðgevaraskúlarnar í Danmark.

Page 33: Pisan 2007

Pisan 200764 Pisan 2007 65

Marita Thomsen

Jú, nógv er øðrvísi og kanska ræðandi her niðri, men nú havi eg verið her í fýra ár, so tað sær út til, at eg trívist væl.

Súrt og søttTað er næstan ógjørligt at lýsa eitt land í fáum orðum, ið er umleið túsund ferðir so stórt sum Føroyar... Peru er eitt ómetaliga ríkt land, bæði í mentan og náttúru, merkt av stórum stæt-tarmuni og trupulleikum, men við ótálmaðari lívsgleði og blíðskapi. Tað fyrsta, sum ofta kemur til hugs, tá ið vit tosa um Suðuramerika, er trygdin - ella vantandi trygdin. Øll hava hoyrt ávaringar um lum-matjóvar og tað, sum verri er. Tó kann eg siga frá, at eftir fýra ár hevur bara ein tjóvur roynt at stjala fartelefonina hjá mær. Eg haldi meg vita, at sovorðið hendir eisini í Keypmannahavn. Sjálvandi er ikki so trygt í Lima, sum í evropeis-kum stórbýum. Men um tú ert varin og fylgir góðu ráðunum frá teimum, sum kenna býin, nýtist einki at henda tær.Tað er avgjørt neyðugt fyrstu tíðina at hava samband við onkran, sum kennur býin. Eingin ferðaætlan er til bussarnar, eingin bústaðar-skrivstova og eingin faldari við góðum ráðum um, hvussu tú sleppur undan lummatjóvunum. Nógv er at fylla frítíðina við. Her eru bílig skeið í øllum frá matgerð og fotografi til peruvians-kar dansir. Í Lima ella tætt við Lima íðka fólk forkunnugar ítróttargreinir so sum surfing, raft-ing og parapenting - og sjálvandi ber eisini til at sparka ella spæla flogbólt. Um tú brennir fyri at gera nakað við neyðina, sum er ógvuliga sjónlig í gøtunum, eru nógv støð, har tú kanst vera við í hjálpararbeiði fyri børnum, ungum, gomlum, sjúkum, osfr.

Býarlívið er nakað heilt fyri seg. Eitt ótal av framsýningum, konsertum og sjónleikum eru at fara til. Her er ógvuliga bíligt at eta úti, og tað er eisini bíligt at fara út at dansa. Tann stóri

stættarmunurin og ymisku mentaninar, sum ren-na saman í Lima, gera, at her eru diskotek fyri einhvønn pengapung og smakk. Sjálv haldi eg tað vera synd at vera í Suðuramerika og dansa techno í staðin fyri salsa, men tað ber til. Peru er nógv meira enn Lima: her eru oyðimerkur, strendur, Andesfjøllini, frumskógur, Titicaca vatnið... Tað er bíligt at ferðast, og landið er vakurt. Vegir og hotell eru tó ikki altíð í so góðum standi, men tað má bara takast við í ævintýrið.

MáliðTað ber illa til at lesa í Peru, um tú ikki tosar spanskt. Tað verður undirvíst á sponskum í øllum lærugreinunum á hægru lærustovnunum. Tað merkir ikki, at tú noyðist at tosa flótandi span-skt, áðrenn tú fert avstað. Tað er møguligt at ferðast til Peru, áðrenn universitetið byrjar og lesa spanskt fyri útlendingar eina tíð.Sjálv havi eg lisið til bachelor í umseting og tulking á ESIT (Escuela Superior de Traducción e Interpretación de Lima). Tað var hart at skula lesa og skriva á sponskum á universitetsstøði, men einki er ógjørligt!

LesturinÍ Peru eru nógv universitet, og stórur munur er á dygdini á undirvísingini. Tey mest viðurkendu universitetini eru tó á heilt sama støði sum í Ev-ropa. Eg tori næstan at siga, at støðið viðhvørt er hægri, av tí at tey flestu góðu universitetini her eru privat og noyðast at nøkta krøvini hjá “kundunum”, teimum lesandi. Tí hava tey sum heild væl fyrireikaðar professarar og seta strong krøv til arbeiði hjá næmingunum. Tað er tí ógvu-liga umráðandi at velja tað rætta univeristetið. Tíverri eru treytirnar ikki tær somu fyri allar lærugreinir. Umstøðurnar at lesa náttúruvísinda-ligar lærugreinir so sum alisfrøði og lívfrøði eru ikki góðar. Her vantar tøkni og fígging. Sama ger seg galdandi fyri teldufrøði. Hinvegin eru fyritreytirnar ógvuliga góðar at lesa samfelags-frøði, fornfrøði, mannfrøði, búskap, spanskar

Ein heimur á muniTað eru 10188.94 km og sjey tímar millum Tórshavn og Lima í Peru. Tó er munurin millum Føroyar og Peru so stórur, at talan kundi verið um ymiskar gon-gustjørnur. Tøkini í Lima eru fløt, mánin liggur á liðini, marsvín eru døgurðama-tur, og bussarnir hava ikki koyriætlan, men heldur ein mann, sum hongur í hurðini og rópar, hvar leiðin gongur!

bókmentir og tílíkt. Her ber til at kanna við eg-num eygum fleiri fyribrigdi, sum standa í bóku-num: Inkatoftir, siðvenjuna hjá ymiskum ættar-bólkum í frumskóginum, o.s.fr. Harafturat eru sjónarmiðini hjá professarum og granskarum her ofta øðrvísi enn tey hjá vesturlendsku starvs-feløgum teirra. Eitt er tað, sum føroyingar hugsa um grindadráp, annað er tað, sum útlendingar hugsa. Eitt er tað, sum vesturlendingar hugsa um menning, og annað er tað, sum fólk í men-ningarlondunum hugsa.

Lærdómur fyri líviðEg skilti ikki, hvussu ójavnt er býtt, fyrr enn eg flutti úr Føroyum. Eg las sjálvandi bløðini og visti um ruðuleika og armóð í øðrum londum, men eitt er at “vita um” - annað er at síggja, føla og skilja. Tað er hart at vaksa upp í okkara trygga og ríka fjallalandi og so flyta til eitt stað, har børn bidda í gøtunum og sniffa lím fyri at gloyma, at eingin leggur nakað í, um tey liva ella doyggja. Tað er hart, men eg haldi tað er neyðugt. Ikki bara tí at tað ger tað torførari at sita hendur í favn og síggja verðina gjøgnum sjónvarpsskíggjan, men eisini tí at tað fær ok-kum at seta prís uppá tað, vit hava. Lima er tó ikki bara ein skúli í órættvísi og armóð, men eisini í lívsgleði. Tónleikur hoyrist allastaðni allan dagin, og fólk nýta hvørt høvi til at syngja og dansa uttan at hava drukkið seks veðrar fyrst! Fólk her eru sum heild eisini ógvuliga blíð og vilja sleppa at taka teg til sín, tá tú, stakkalin, nú ert so langt vekk frá familjuni. Sjálvandi ber tað eisini til at ferðast gjøgnum Suðuramerika og síggja alt, eg havi nevnt. Men tá tú lesur saman við fólki her frá, kjakast við tey og lærir gerandisdag teirra at kenna, fært tú nógv størri innlit í hetta ótrúliga ríka, men fløkta samfelagið.

VISAFerðandi úr Føroyum og ES kunnu vera í Peru í tríggjar mánaðir uttan serligt loyvi. Tað er ikki ringt at fáa visa sum lesandi, men tað kann taka langa tíð. Tað er ógvuliga umráðandi at søkja um hetta visa á peruviansku sendistovuni, áðrenn tú fert avstað.Um tú bara ætlar at vera í Peru í eitt hálvt ár, er lættast at ferðast um markið til eitt av grannal-ondunum, áðrenn teir tríggir mánaðir eru farnir og so ferðast inn um markið aftur. So kanst tú vera í Peru tríggjar mánaðir afturat. ÍbúðTað er ikki ringt at finna eina íbúð í Lima. Tú

kanst finna eina góða íbúð fyri umleið 900 kr. um mánaðin. Íbúðirnar eru ikki heilt so moder-naðar, men tað venur tú teg við. Tað er lættari at búgva á einum bíligum hotelli fyrst og so finna eina íbúð enn at royna at finna eina um inter-netið. Her er neyðugt at síggja, hvat tú fært fyri pengarnar, áðrenn tú skrivar undir ella rindar.Pontificia Universidad Catolica del Perú í Lima, sum hevur eina samstarvsavtalu við Københavns Universitet, bjóðar uppihald og mat tríggjar fer-ðir um dagin hjá vertsfamiljum fyri umleið 2100 kr. um mánaðin, so tað er eisini ein møguleiki.

FíggingTað er ikki ókeypis at lesa í Peru. Her er tó nógv bíligari enn í USA ella Onglandi, men um ÚSUN ikki góðkennur lesturin, er neyðugt at gjalda. Kostnaðurin broytist alt eftir universitetinum og lærugreinini. Eg søkti um at fáa útbúgvingina hjá mær góðk-enda til SU, og tað fekk eg. So ÚSUN rindaði skúlagjaldið, og eg fekk SU til livikostnaðin. SU røkkur nógv longri her niðri enn aðrastaðni, so sjálvt um tað eru útreiðslur í samband við flogferðaseðilin og tryggingina, er tað ikki dýrt at lesa her.

SamanumtikiðEg ráði øllum, sum eru blivin forvitin av at hava lisið hesa greinina og halda, tey kunnu læra at liva við kaotiskari ferðslu og køldum vatni í krananum, at lesa í Lima. Tað kann kanska vera ringt at hugsa sær at taka eina heila útbúgvingin her, men tað er ein avbera góður møguleiki at lesa her eitt hálvt ella eitt heilt ár. Nógv meira er, eg kundi greitt frá, men nú er plássið uppi. So um tú vilt vita meira, kanst tú skriva til mín ella leita á heimasíðunum hjá universitetunum:

Pontificia Universidad Católica del Perú: www.pucp.edu.peUniversidad Nacional Mayor San Marcus: www.unmsm.edu.peUniversidad del Pacífico: www.up.edu.peUniversidad Peruana de Ciencias Aplicadas: www.upc.edu.peUpplýsingar fyri lesandi í Peru: www.universia.edu.peMarita Thomsen: [email protected]

Page 34: Pisan 2007

Pisan 200766 Pisan 2007 67

Karin valdi Australia

Karin Christiansen

Avgerðin fall á AustraliaVildi sleppa at uppliva nakað nýtt og øðrvísi. Havi altíð droymt um at sleppa at búgva/lesa uttanlands(Danmark telir ikki við). Eg tosaði við ein lestrarvegleiðara á skúlanum í Danmark, ið greiddi mær fra ymiskum møguleikum, har av ei-sini Australia. Eg skrivaði høvuðsuppgávu saman við einum á Niels Brock, ið hevði ein vinmann, ið læs tað sama sum eg ætlaði mær. Eg fekk teldupostadressuna hjá honum, og fekk nógvar upplýsingar um Australia og lestrarlívið har frá honum.

Í byrjanini helt eg, at tað var eitt sindur langt at fara allan vegin til Australia. Men so við og við, sum eg setti meg inn í tingini, varð tað bara meira spennandi, og tað tók ikki serliga langa tíð til eg hevði avgjørt at fara “Down Under”.

Skúlagjaldið fyri tvær lestrarhávlur var 58.000 kr. og Stuðulsstovnurin rindaði allan kostnaðin. Harumframt fekk eg stuðul frá tveimum grun-num, so alt í alt gjørdist tað ikki kostnaðarmikið fyri meg at fara avstað.

Búði og varð undirvíst á Ourimbah CampusTá boðini komu um, at eg var sloppin inn á University of Newcastle fekk eg samstundis tilboð um at búgva á Ourimbah Campus. Býurin Ourimah er ein lítil býur 2 tímar norðan fyri Sydney. Ourimbah liggur á Central Cost, sum er heldur friðarligari enn stórbyurin Sydney. Økið har á leiðini er mest skógur ella rættari næstan bara skógur. Tað tó stuttur teinur til strendurnar, ið eru sera góðar. Á “kolleginum” búðu 25 lesandi frá Australien, Kina, Korea, Singapore, Vietnam og Iran. Tann størsti parturin av teimun komu tó frá NSW í Austalien. Á “Campus” var ein “Student Union”, ið skipaði fyri sosialum tiltøkum av ymsum slag. Tað vóru oftani trivial kappingar í frokost pau-sunum, og onkuntíð eisini um kvøldarnar. Skipað varð eisini fyri útferðum, ofta busstúrar til kend

ferðamál sum td. Sydney ella vínsmakking í Hunter Valley. Hevði tú hug at ballast vóru eisini fitt av veitslum á Campus. Tað var eisini á sjálvum Ourimbah Campus, at meginparturin av undirvísingini gekk fyri seg. Tað gingu uml. 2000 lesandi, og tískil vóru flok-karnir ikki stórir tvs. uml. 20-30 fólk. Teir smáu flokkarnir gjørdu, at tað var lætt at koma í samband við hini bæði fakliga og sosialt. Haraf-turat vóru tað ofta teir somu undirvísararnar, ið undirvístu í fleiri fakum. Fakliga støðið var eitt sindur upp og niður. Nøkur fak kravdu sera nógv, og eg varð noydd at brúka nógva tíð uppá upgávurnar hjá mær, meðan onnur vóru nógv lættari at koma ígjøg-num. Málið var ongantíð ein trupuleiki og eg kom skjótt eftir at brúka meira “akademiskt” mál í uppgávunum og til framløgurnar.

UndirvísingarskipaninUndirvísinagarskipanin var eitt sindur øðrvísið enn í Danmark. Fyrst hevði eg ein fyrilestur í ein til tveir tímar, og síðani “tutorial” í ein-tveir tímar. “Tutorial” er eitt slag av uppgávu/spyr-jutíma har tú arbeiðir antin við einum evni frá fyrilestrinum, ella uppá eina uppgávu, sum skal latast inn. Tað er møtiskyldað til øll tutorials, og ein skal minst hava verið til 80% av hesum tímunum, men tað var ymiskt, hvussu strangt undirvísararnir tóku møtiskylduna.Eitt, ið eisini var nýtt fyri meg, var at eg fekk karakter fyri alt. Karakter - skalaðin liggur frá 0-100, har tú skalt hava minimum 50 fyri at klára tað. Uppgávur, stílar og tær stuttu skriftligu royndirnar gjøgnum semestri telja sum oftast millum 5-30% hvør og tann endaliga próvtøkan telir 45-50%. Allar próvtøkurnar vóru skriftligar, og hóast tað var teldufrøði eg las, var tað ikki lov at nýta teldu til sjálva royndina.Fyrimunurin við at taka bachelorútbúgvingina í Australia var ma. at tað vóru fleiri møguleikar hjá mær at seta mína útbúgving saman. Eg kundi veljað ímillum fleiri fak, og kundi tí fáa eina útbúgving, ið passaði betur til míni áhugamál og evnir.

Eisini tíð til eina fjakkaraferðÌ summarfríðtíðini, frá síðst í novembur og til síðst í februar, fóru eg og ein vinkona frá Danmark at fjakka í Australia. Vit hildu jól og nýggjár í Sydney, og tað var ein uppliving í sær sjálvum. Fyrsta jóladag fóru vit á strondina at grilla og nýggjarsaftan vóru vit picnic í Sydney Botanical Garden. Fjakkaraferðin, ið vardi 3 mánaðir, kann uttan iva sigast at vera tann mest spennandi og hend-ingarríka. Náttúran og landsslagið eru ógvuliga ymisk frá landsparti til landspart, og tað eru sera nógvir aktivitetir og útferðir at fara til al-lastaðni. Australia er kent fyri sítt góða veður, og tað var eisini eitt sindur løgi fyri ein føroying sum meg at venja meg við, at eg ikki mintist til, nær tað regnaði seinast. Tað kundi tó eisini verða ov nógv av tí góða. Fleiri dagar á rað við 40 hitas-tigum fingu meg at leingjast eftir kavaroki og frosti.

Lærurík tíð í Australia- loyp út í tað!Áðrenn eg fór avstað var eg, sum sagt, eitt sindur nervøs fyri, hvussu tað fór at ganga. Eg

skuldi fyri fyrstu ferð búgva í einum landi har eg ongan kendi, men tað er onki at vera ban-gin fyri og eg vil mæla øllum til at fara avstað! ! Tað vísti seg, at australiar vóru eitt sera fitt og fyrikomandi fólk, og tey sýndu stóran áhuga fyri Føroyum og hví eg var komin allan vegin til Australia at lesa. Mary var eisini eitt stórt sam-taluevnið so eg kundi altíð tosað um hana tá eg møtti fólki. Eg fekk eisini skjótt annað at hugsa um enn Føroyar. Eg kom at kenna lesandi úr øllum heimsins herðashornum, og lærdi nógv um onnur fólkasløg og mentan teirra. So tann parturin var eisini rættiliga gevandi fyri meg sum persón, og er heilt avgjørt eitt stórt pluss við at fara útum Danmark at lesa. Í dag leingist mær avstað aftur. Eg havi sett tað í meg, at eg skal vitjað vinfólkini á Central Cost, og eg vænti mær eisini vitjan av vinunum úr Australia ella aðrastaðni frá.

Hevur tú at gera eins og Karin kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá Newcastle University:http://www.newcastle.edu.au/

Í 04/05 var eg eitt ár í Australia, og las Bachelor í Applied IT á University of Newcastle. Útbúgvingin tók eitt ár, og var ein yvirbygnaður til mína datamati-kara útbúgving frá Niels Brock í Keypmannahavn.

Page 35: Pisan 2007

Pisan 200768 Pisan 2007 69

Leinkjur um útbúgvingFøroyarLesandi.foHeimasíða fyri lesandi á miðnámsskúlunum í Føroyum, m.a. við hentum upplýsingum um hægri lesnað í Føroyum.www.setur.fo

Danmark www.optagelse.dkHer kanst tú søkja um upptøku á hægri útbúgv-ingarstovnumUndervisningsministeriet — www.uvm.dkHenda heimasíða hevur yvirlit yvir allar útbúgv-ingar og útbúgvingarstovnar í Danmark. www.ug.dkwww.sektornet.dk

SvøríkiStudentguiden — www.studentguiden.comHent heimasíða hjá teimum, ið ætla sær til Svøríkis at lesa.www.vistas.nuwww.studera.nu

NoregUtdanning.no — www.utdanning.no

Yvirlit yvir fleiri hægri útbúgvingarstøð í Noregi.www.ped.lex.no

ÍslandFélagsstofnun Stúdenta — www.fs.isHeimasíða við leinkjum til hægri lærustovnar í Íslandi.www.ask.hi.is

Stóra BretlandEducation UK — www.educationuk.org Heimasíða, ið serliga er ætlað altjóða lesandi, ið kundu hugsað sær at farið undir hægri lesnað í Stóra Bretlandi — við leinkjum til bretskar lærustovnar.

EvropaPloteus — www.europa.eu.int/ploteusUmfatandi heimasíða við upplýsingum um út-búgvingarmøguleikar í evropeisku londunum.

Kring allan heimBraintrack—www.braintrack.com Fleiri enn 7.400 leinkjur til hægri lærustovnar í 192 londum. www.studyabroad.dk

Leinkjur til bústaðarávísing

NorðurlondFõreningen Nordiska Studentbostãderwww.nsbo.org

Danmarkwww.ungdomsboliger.dk

Svøríkiwww.studentbostaden.sewww.syoguiden.com

Noregwww.student.no www.utdanning.no

ÍslandFélagsstofnun Stúdenta:www.studentagardar.is Háskólinn á Akureyri: www.unak.isIðnnemasamband: www.insi.is

Finnlandwww.soa.fi/swe

Stóra Bretlandwww.Studentaccommodation.comStudent UK — www.StudentUK.com Support for learning — www.support4learning.org.uk

ÍrlandEducation Ireland — www.educationireland.ie

TýsklandDeutsches Studentenwerk — www.studentenwerke.de

USAUSA Study Guide — www.usastudyguide.comwww.wemakeithappen.dkwww.educationusa.state.gov

Bústaðarviðurskiftini eru ymisk alt eftir hvat land, talan er um. Her er eitt stutt yvirlit yvir nakrar hentar heimasíður viðvíkjandi bústaði.

Page 36: Pisan 2007

Pisan 200770 Pisan 2007 71

Bókalisti – bøkur um útbúgvingUm útbúgvingar í Danmark

DUEL: Dansk uddannelses og erhvervsleksikon 20043 bindÚtgivin av RUE– Rådet for Uddannelses- og Erh-vervsvejledning.DUEL hevur greinar um arbeiði og útbúgving-ar í Danmark og uttanlands m.a. um au-pair og kib-butz.Bind 1-2 snúgva seg um donsk viðurskifti: kr. 580 (+ moms)Bind 3 snýr seg um útlendsk viðurskifti: kr. 172 (+ moms)

Erhvervsnøglen 2005Aschehoug. Kostnaður 300 kr. Bókin viðger nógvar útbúgvingar og ymisk lestrarviðurskifti.

Hvad kan jeg blive 2006 Útgivin av Politikens Forlag.1071 síður. Kostnaður 369 kr. Hetta verk er sera hent og hevur yvir 1.000 útbúgvingar og arbeiði. Eisini verður danska út-búgvingarskipanin lýst umframt góð ráð um t.d. fíggjarlig viðurskifti undir lestri.

Karriere vejviser 2005 Útgivin av MoveOn! A/S288 síður. Kostnaður 98 kr.Ein bók um lestrar- og útbúgvingarvalið.Sí eisini www.karrierevejviser.dk

Uddannelsnøglen 2005Útgivin av Aschehoug.Kostnaður 300 kr.

Guide til videregående uddannelserÚtgivin av SchultzKostnaður 299 kr.Fá hjálp og íblástur til lestrarvalið.

Um útbúgvingar uttan fyri Danmark

Job, rejse og uddannelse i udlandetDorte Klingelhofer.Útgivin av Billesøe og Baltzer, 1996.176 síður. Kostnaður 40 kr.

Rejsebogen 2006Georg Harmsen.

448 síður. Kostnaður 230 kr.

Útgivin av Forlaget Nuna, 2005.Arbeiðs-, lestrar- og uppihaldsmøguleikar í útlandinum. Sí eisini www.rejsebogen.dk

Læs i udlandetSøren Kristensen.Útgivin av Teknisk Forlag.183 síður. Kostnaður 78,50 kr.Bókin til tín, sum vil útbúgva teg heilt ella part-vís uttanlands (tvs. ikki í DK)

“Guardian” university guideÚtgivin av Atlantic Books, 2003.512 síður. Kostnaður 209,95 kr.Vegleiðing um hægri útbúgving í Bretlandi.

Um SU

SU-loven med kommentarer Útgivin av Jurist– og Økonomforbundet.Lone Basse, Gerd Kelstrup Hansen og Pernille P. Preisler. 271 síður. Kostnaður 764 kr.

Um lestrarstyrkir

Legathåndbogen for alle uddannelsessøgende 2006Berrit Jylling og Per Billesøe, 2006. Útgivin av Billesøe & Baltzer.CD-ROM 228 kr.

Legathåndbogen med kollegier for alle uddan-nelsessøgendePer Billesøe.Útgivin av Billesøe og Baltzer, 2005264 síður. Kostnaður 228 kr.

Kraks fonde og legater 2004/ 2005Útgivin av Mekato.722 síður. Kostnaður 995 kr.Yvirlit yvir grunnar og lestrarstyrkir.CD-ROM, 2006: 995,- kr.

Vejviser til legater og fonde 2006Útgivin av Billesøe & Baltzer.648 síður. Kostnaður 885,- kr.CD-ROM: 885,- kr.

Lestrarvegleiðingar í FøroyumStudentaskúlin og HF-skeiðið í HoydølumLestrarvegleiðarar: Elisabeth Holm og Bjørg Róintlf. 31 46 09Inger Flø Jørgensen og Hans Mikkelsentlf. 31 86 09www.hoydalar.fo

Studentaskúlin og HF-skeiðið á KambsdaliLestrarvegleiðarar: Hanna [email protected]Óli [email protected]. 44 40 24www.shey.fo

Tekniski Skúlin í Tór-shavnLestarvegleiðarar:Lis Helgadó[email protected] [email protected]

Tlf. 31 19 57 (umstill-ing til lestrarveglei-ðing)www.tst.fo

Klaksvíkar HF-SkeiðLestrarvegleiðari: Kári Purkhústlf. 45 64 12 (umstill-ing til lestrarveglei-ðing)tlf. 75 78 40

Tekniski Skúlin í KlaksvíkLestrarvegleiðari:Hanna Ziskason [email protected] Biskopstø[email protected]. 45 63 11 *28www.tsk.fo

Miðnámsútbúgvingin í SuðuroyLestrarvegleiðari:Niels M. Jakobsen

[email protected]. 37 40 11 tlf. 37 20 82www.midnam.fo

Handilsskúlin á Kamb-sdaliLestrarvegleiðarar:Maria Gregersentlf. 44 49 00 (umstill-ing til lestrarveglei-ðing)www.fh.fo

Føroya Handilsskúli, TórshavnLestrarvegleiðarar:Birgir [email protected]. 31 71 41 * 22tlf. 31 71 77tlf. 31 85 75www.fh.fo

Fiskivinnuskúlin í VestmannaLestrarvegleiðari:Ingunn W. [email protected]

tlf. 42 45 73 (umstill-ing til lestrarveglei-ðing)tlf. 42 43 22tlf. 22 64 68www.fiskvest.fo

LFÚ-Ráðgevingin,Tinghúsvegur 18, 3.hædd, TórshavnLestrarvegleiðarar:Inger Flø Jørgensen og Bjørg Róin.tlf. 31 50 15Týsdag og hósdag frá 16.00 - [email protected]

Altjóða SkrivstovanJ.C.Svabosgøta 14postboks 272110 Tórshavntlf. 32 20 65fax 35 25 [email protected]

Hentar heimasíðurStuðulFøroyar www.studul.foDanmark www.su.dk Noreg www.lanekassen.no Svøríki www.csn.se Ísland www.itn.is/lin Finnland www.kela.fi/opinto-tuki Grønland www.ghsdk.dk

LestrarstyrkirGranskingarráðið www.gransk-ing.foASK www.ask.fo/grunnar.html

Legat-Info www.legat-info.dk Legatregisteret www.legatreg-istret.dkStuderende Online www.so.dk/legat

Lestrarvegleiðngwww.studievalg.dk/kbhwww.uvm.dkwww.uni-c.dkwww.britishcouncil.org/den-markwww.ciriusonline.dkwww.ucas.co.ukwww.ug.dk

www.ansa.nowww.braintrack.com

Altjóða Skrivstovan www.ask.foÁ heimasíðuni hjá ASK finnur tú slóðir um útbúgving í øllum heiminum.

Kommunurwww.borger.dk

Page 37: Pisan 2007

Pisan 200772 Pisan 2007 73

Føroysk feløg uttanlandsFøroyingafelagið á Bornholmv/ Tordis Johannessentlf. 56 97 00 43

Føroyingafelagið í Esbjergv/ Oddvør DanielsenDanmarksgade 25, Over Gården

Føroyingafelagið í Fredrik-shavnv/ Ellu NiclasenMarkedsvej 199900 Fredrikshavn

Føroyingafelagið í Hirthalsv/ Fridtjolf Torgarð

Føroyingafelagið í Horsensv/ Ester Joensentlf. 75 60 10 52

Føroyskt felag í HvidovreNorgesmindevej 2, st. th.2900 Hellerup

Føroyingafelagið á Lollandi og FalsterMellemvang 24990 Sakskøbing

Føroyingafelagið fyri Miðvestjylllandiv/ Poul PoulsenHøjrisvej 1, Asp7600 Struer

Føroyingafelagið í Odensev/ Andresu Christiansen

Føroyingafelagið í Suðurjút-landiv/ Ednu Poulsentlf. 74 66 66 [email protected]

Føroyskt Felag á Vestursæ-landiv/ Ragnhild Sørensentlf. 57 83 31 96

Føroyingafelagið í Aarhusv/ Hergeir P. Vangtlf. 28 95 07 [email protected]

Føroyingafelagið Tjaldriðv/ Gert RóðáSolbakken 44Toksværd4684 Holme Olstrup

Føroyingafelagið í ReykjavíkBox 4065IS-124 ReykjavíkÍsland

Føroyingafelagið í AalborgLille Kongensgade 10B9000 Aalborgtlf. 98 18 21 95

Føroyskt Felag í Ballerupv/ Elinborg JoensenTåregårdsvej 292750 Ballerup

Føroyingafelagið í Nuuktlf./fax 21067

Føroyingafelagið í Bretlandi-FarbritV/Poul Andrias Mikladaltlf/fax: 01847 896 699T-rit: [email protected]

B – 94v/ Jóhannis H. Glerfoss6700 Esbjergtlf. 75 13 45 31

Sendistova FøroyaStrandgade 91, 4. hædd1401 København Ktlf. 32 83 37 [email protected]

Føroyska Listafelagið í Danmarkv/ Annika Brimheim

Húsakóriðv/ Tórður á Brú[email protected]

Ítróttarfelagið ÍF-FøroyarFótbóltur www.fotboltur.dkv/ Eyðun Højgaardtlf. 26 29 00 89Flogbóltur v/Finnbjørn av TeigumHondbóltur v/ Guðný Næstlf. 22 44 52 34

Áhugafelagið ”Neystið”v/ Sylviu Levinsohn2610 Rødovretlf. 36 70 94 23

Dansifelagið Fótatraðkv/ Signhild Johannesentlf. 22 48 22 58Dansað verður annaðh-vørt sunnukvøld kl. 18.00 í Føroyahúsinum, [email protected]

Kvinnufelagiðv/ Chirstin Platetlf. 45 81 00 49

MFS—Meginfelag Føroyskra Studentatlf. 33 25 02 10www.mfs.fo

Felag Føroyskra Læknalesandiv/ Absalon Eysturoytlf. 22 27 09 61www.ffll.dk

Jurafelagiðv/ Margrethu [email protected]

Stjórnamálafrøðislesandiv/ Jóhan Pauli Helgasontlf. 50 50 86 58

VÁS—Verkfrøðingar á Slæt-tanumv/ Kristian Nielsentlf. 45873032

BúK(Búskaparfrødingar)v/ Kristoffur Hentze tlf. 61 71 03 [email protected]

Rásin - felag hjá fø. á Film- og Medievidenskabv/ Elin Hentzetlf. 32 68 01 42

FøroyahúsiðVesterbrogade 17A1620 København Vtlf. 33 23 15 87Opið er allar dagar kl. 14.00-

18.00leygardag og sunnudag er stongt.www.faroehouse.dk

ÁarstovaVestergade 48D8000 Århus Ctlf. 86 18 06 04Opið er: Mán.- hós. kl. 16.00-18.00Fríggjadagsbarr kl. 21-03

Føroyski skúlin í Keypman-nahavnv/ Bergljótt Midjordtlf. 60 70 88 00Hvønn fríggjadag kl. 16 í Føroyahúsinum

SamuelskirkjanThorsgade 65, Kbh.tlf. 35834408http://krea.fo/samuelskrik-endkKirkjugongd er hvønn fyrsta og triðja sunnudag í mánaði-num, kl. 14.00

Føroyska arbeidid í Eliaskirk-juniv/ Atla Rasmussentlf. 32 96 99 95www.eliaskirkjan.dk

KristnastovaBirmavej 36, 2300 Kbh.Stlf. 32551809www.kristnastova.dk

Talvfelagiðv/ Arild Rimestadtlf. 40 63 27 25www.talv.dk

Page 38: Pisan 2007

Pisan 200774 Pisan 2007 75

Títt felag!Tað eru vit í MFS, ið plaga at koma út á teir ymisku miðnámsskúlarnar at vegleiða tykkum komandi lesandi um ymiskt viðkomandi í sam-band við at vera undir hægri útbúgving. Tað eru eisini vit í MFS, ið hava staðið fyri útgevingini av PISUNI, ið tú nú hevur sitið og lisið. Vónandi hevur hon verið tær hent í lestrarvalstøðuni!! MFS er tó meira enn ein kunningarmiðil! MFS er felagið hjá tær, ið ert farin undir hægri útbúgv-ing í Føroyum ella uttanlanda og hjá tær, ið hevur valt at fara í læru uttanlanda. Felagið hevur síðan 1962 virkað fyri áhugamálum hjá teim lesandi, og hevur verið við til at gera um-støðurnar hjá teim lesandi betri.

EndamáliðÍ lógini hjá felagnum stendur í kap.1,§2: ”Endamál felgasins er at skipa allar føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving bæði uttanlands og í Føroyum og føroyingar, ið eru í læru ut-tanlands, í ein felagsskap og røkja áhugamál teirra”. MFS er sambindingarliður ella sam-

ráðingarumboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum.

BygnaðurMFS er ein paraplyfelagsskapur undir LFÚ, men er sum so ikki knýttur at honum. Felagið er á føroysku fíggjarlógini og fær árliga eina játtan á 200.000 kr. Hægsti myndugleiki er ráðið, ið er sett saman av upp til 11 limum. Ráðið skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara og kassa-meistara.Ráðið virkar sum savningardepil fyri tí arbeiði, ið undirnevndirnar gera. Ráðsfundur verður hildin hvønn mánað, og her verða uppskot og arbeiðið hjá undirnevndunum viðgjørd.

MFS hevur í løtuni tvær skrivstovur, har limir og onnur kunnu venda sær, hava tey spurningar av ymiskum slag. Skrivstovurnar halda til í ávíkavist Áarstovu í Århus og Føroyahúsinum í Keypmanna-havn. Skrivstovurnar hava fastar upplatingartíðir hvørja viku. Sí www.mfs.fo

Meginfelag Føroyskra Studenta Nevndir í MFSÍ løtuni eru hesar nevndir virknar í MFS: GÚ-nevndin, Blaðnevndin, Kunningar-nevndin, lestrarstevnunevndin og nevndirnar í ávíkavist Keypmannahavn, Århus, Aberdeen og í Føroyum. Tað er tó onki til hindurs fyri at seta á stovn nýg-gjar nevndir undir ráðnum, men endamálið skal sjálvsagt vera til frama fyri tey lesandi. Tað er somuleiðis ein treyt, at ein ráðslimur skal vera formaður í teim einstøku nevndunum, og hesin stendur sostatt til svars yvir fyri ráðnum.Allir limir eru vælkomnir at verða við í nevndum felagsins, og hava harafturat møguleika fyri at stilla seg upp til ráðsvalið, ið vanliga fer fram á ársaðalfundinum í februar.

LimirHevur tú búð 4 ár í Føroyum, ert tú undir hægri útbúgving uttanlanda ella á Setrinum ella ert tú í læru uttanlanda, kanst tú gerast limur í MFS. Tað er ein sannroynd, at flestu limir felagsins eru búsitandi í Danmark. Fleiri og fleiri føroy-ingar leita sær nú út um Danmark at nema sær útbúgving, og tískil eru eisini fleiri MFS-limir at finna víða kring heimin. Studentarpolitisk mál.MFS hevur gjøgnum árini virkað fyri fleiri ræt-tindum, ið vit lesandi í dag meta vera sjálvsøgd. Her kunnu nevnast valrættur til løgtingsval og árligi ferðastuðulin frá Stuðulsstovninum.

Í 2006 hevur MFS-ráðið avgjørt at ar-beiða við hesum málum:

At betra um korini hjá teimum lesandi í Føroyum. Her verður serliga hugsað um búðstaðarviðurskifti, social viðurskifti á útbúgv-ingarstaðnum og hølisviðurskifti.Føroyska arbeiðsloysistrygging til tey, ið júst eru liðug at lesa og velja at venda heim aftur á klettarnar; Tryggja teim lesandi í Føroyum ein møguleika fyri at fara í barnsburðarfarloyvi og verða verandi í ÚS-skipanini, og ikki sum nú verða koyrd undir almannahjálp.

Fyrimunir við at vera MFS-limurStudentarpolitisk mál eru mál, ið gagnað øl-lum lesandi og ikki bert limum felagsins. Ert tú MFS-limur fært tú nakrar sjónligar fyrimunir. Nevnast kunnu; ein MFS-árskalendara; Lim-ablaðið Fjølnir; Avsláttur uppá haldaragjald av Online-Sosialinum og Dimmalætting; Tú fært harafturat ungdómsavsláttur til ferðaseðlar til og úr Føroyum hóast tú ert farin um tey 26 árini;

ISIC-kortið kann fáast frá MFS, og kortið gevur tær avsláttur til innanoyggja ferðing í Føroyum og altjóða studentaavsláttur.MFS hevur eitt uppgávusavn inni á bókasavninum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Til ber hjá limum felagsins at læna tilfar úr savninum, ið fevnir um uml. 100 uppgávur.

Arbeitt verður í løtuni við at gera eina “da-tabasu” á heimasíðu felagsins. Endmálið við databasuni er, at tað skal gerast møguligt hjá føroyskum lesandi at upprætta sín egna profil á heimasíðuni, og á tann hátt gerast sjónlig fyri stovnar, virkir og fyritøkur heima í Føroyum. Roynt verður at fáa eitt samstarv við Menningar-stovuna, ið arbeiðir við at skráseta allar lesandi føroyingar.

Harafturat skipar MFS fyri sosialum og fakligum tiltøkum, og til hesi tiltøk fáa limir felagsins avs-láttur. Gerst tú limur í MFS, ert tú somuleiðis við til at stuðla arbeiðinum hjá felagnum.

LestrarstevnanMFS hevur í fleiri ár skipað fyri sokallaðum lestrarstevnum heima í Føroyum, har ymisk lestrartengd evni eru tikin upp. Endamálið við lestrarstevnunum er at birta upp undir kjak í føroyska samfelagnum, ið eru tengd at teim lesandi bæði í sjálvari útbúgvingartíðini og eftir loknan lesna. Nevnast kann, at í 2005 var evnið “Tey lesandi eitt ótroytt tilfeingið” og í 2006 var evnið “Heimaftur?”Í ár verður fokus sett á umstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum. Tiltakið verður í Miðlahúsi-num mikukvøldið tann 18. Juli 2007.

PisudagarTá tú hevur fingið at vita, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving og stendur klár/klárur at fara til verka, eru tað kanska meira nágreiniligur spurningar, ið stinga seg upp. MFS hevur í fleiri ár skipað fyri Pisudøgum, bæði í Føroyum og í Danmark. Á pisudøgunum hevur tú møguleika fyri at fáa kunning um, hvussu tað er at vera lesandi og at flyta til eitt annað land. Kanska ert tú so heppin, at onkur MFS´ari ella lesandi lut-takari lesur tað sama sum tú, og tískil kennir ak-kurát tína útbúgvingarskipan og stovn. MFS, ASK og EIK standa í ár fyri Pisudegnum, sum verður á ungdómsdeildini hjá EIK í Tórshavn (beint yvir av SMS). Tiltakið verður týskvøldið tann 7. August 2007 og allar pisur eru vælkomnar við!

Aftast frá vinstru: Erla Petersen, Torkil Ejdesgaard, Malan Ludvig (skrivari), Jákup Emil Hansen (næstformaður), Ka-trin Sørensen og Cecilia G. Rasmussen.Fremst frá vinstru: Durita L. Jóansdóttir, Fía Lindenskov (forkvinna), Súsanna H. Niclasen (kassameistari), Janus á Ryggi og Rúna Jakobsen.Á myndini vanta Hjørdis Klein og Bergitta D. Thomsen, tiltakslimir, og Jógvan Svabo Samuelsen, skrivstovufólk.

Page 39: Pisan 2007

atlantic.foTel 34 10 10 · Fax 34 10 01

Tað er lætt at keypa ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Far inn á atlantic.fo og bílegg tín ferðaseðil. Tað einasta, tær nýtist, er eitt gjaldkort.

Netbókingkeyp tína ferð tá tað passar tær..

sans

ir.fo