pisan 2003

36

Upload: mfs

Post on 22-Mar-2016

263 views

Category:

Documents


0 download

DESCRIPTION

Pisan 2003

TRANSCRIPT

Page 1: Pisan 2003
Page 2: Pisan 2003

PISAN 2002/2003

ISBN 99918-919-9-4

UPPLAG: 2000 eintøk

PRENT:

Malchow Bogtryk

ÚTGEVARI: © Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS)

Vesterbrogade 17A DK-1620 København V

Tlf.: 33 25 02 10 www.mfs.fo

E-mail: [email protected] Skrivstovutíð er mikudag og fríggjadag kl.16-18.

Skrivstovan í Århus er opin týsdag kl.16-18,

tlf.: 86 13 18 61 fax: 86 18 06 04

Endurgeving av tilfari úr Pisuni er bert loyvd, um keldan er týðiliga nevnd

BLAÐSTJÓRAR:

Annika Helgadóttir Joensen & Katrin D. Apol

LAYOUT OG LÝSINGAR:

Annika Helgadóttir Joensen & Katrin D. Apol

PERMUMYND: © Bjørg Dam

Meduna Dalsgaard & Lena Nicolajsen

MYNDIR:

Katrin D. Apol Halla Nolsøe Poulsen

Bjørg Dam og onnur

tlf. 33 23 15 87 hevur stuðlað útgávuni av

Pisuni

Pisan 2003 2

føroysk lesandi tikið seg saman um at stovna feløg, sum einans arbeiða við viðurskiftum hjá hesum fakbólkunum. Hetta eru tiltøk sum MFS stuðlar av fullum huga. Føroysk lesandi standa nógv sterkari saman, og tí arbeiðir MFS fram ímóti at hesi áhugabólkanir skipað seg sum dóttuifeløg hjá MFS. Hetta gevur fyrimunir fyri allar partar. Hetta ger MFS Umframt tær vanligu tænasturnar fyri limirnar skipar MFS fyri føstum almennum tiltøkum. Á hvørjum ári verður skipað fyri lestrar-vegleiðing á miðnáms-skúlunum í Føroyum fyri teimum, sum ætla at fara undir lestur á hægri læru-stovnum. Fyrst í august skipar MFS fyri kunningar-døgum í Føroyum — tann so-nevndi pisu-dagurin - fyri

Tey, ið manna MFS-ráðið, eru: Katrin D. Apol, formaður Helena D. Højgaard, næstformaður Jón Henriksen, kassameistari Annika H. Joensen, skrivari

Bjørg Dam Absalon Eysturoy Jákup Sverri Kass (eingin mynd) Jóhan Pauli Helgason

Rúnar Reistrup Anna Rein Petur Martin Hansen

fólki, ið skulu byrja hægri lestur. Um summarið skipar MFS eisini fyri eini lestrarstevnu, sum viðger mál ið hava týdning fyri lesandi. Hetta kann verða bæði lesnaðartengt, ella alment. Tey seinastu árini hava evnini verið t.d. fyrimunir og vansar við ES-limaskapi fyri smátjóðir og útbúgvingarpolitikkurin í Føroyum. Fjølnir er limablaðið hjá MFS. Blaðið kemur út 6 ferðir um árið, og seinnu árini hevur Fjølnir rættiliga gjørt vart við seg í tí føroyska blaðheiminum. Fjølnir hevur rúm fyri øllum tilfari, men tað eru serliga greinirnar um føroysk samfelagsviðurskifti, sum hava gjørt vart við seg. MFS arbeiddi í 90’unum fyri, at øll lesandi skuldu fáa ein ferðaseðil heim til Føroya hvørt ár, og í dag verður hetta sæð sum ein sjálvsagdur rættur hjá lesandi útisetum. Limirnir hjá MFS fáa á hvørjum ári umsóknarblaðið sendandi frá felagnum. MFS tryggjar limum sínum ungdóms-avsláttur á ferðaseðlum til og úr Føroyum, eisini aftaná at fólk eru vorðin 26 ár. Umframt vanligu rekvisi-

tiónirnar kunnu allir njótandi MFS-limir fáa eitt sonevnt ISIC-kort. Hetta kortið er tað sama, sum verður selt av ferðamannastovuni "Kilroy", og kortið gevur avsláttur til m.a. innanoyggja ferðing í Føroyum, Atlantic Airways og altjóða studentaavsláttur. Ein onnur MFS-tænasta er Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir (GFSL), sum veitir stuðul til styttri námsferðir til Føroya. Allir limir kunnu søkja grunnin um stuðul, og í løtuni er hesin helvtin av einum ferðaseðli (aftur og fram). Treytirnar fyri at fáa stuðul eru m.a., at limagjaldið til MFS er goldið, at uppgávan skal snúgva seg um føroysk viðurskifti, at MFS fær eitt avrit av uppgávuni, ella at móttakarin skrivar eina grein til Fjølnir um tær kanningar, ið eru gjørdar. Fyri nøkrum árum síðani setti MFS eitt uppgávu-savn á stovn. Savnið fevnir bæði um høvuðsupp-

gávur og aðrar uppgávur, ið eru skrivaðar um føroysk viðurskifti. MFS hevur samstarvast við Landsbókasavnið um at skráseta allar uppgávurnar í savninum. Uppgávusavnið er nú ein partur av bókasavninum í Føroya-húsinum í Keypmannahavn. Savnið telur uml. 100 uppgávur, og øll kunnu læna tilfar úr hesum savninum. Gjøgnum fleiri ár var spurningurin um valrætt til lesandi útisetar ovast á ynskilistanum hjá MFS. Henda fingu vit loksins í 1992. MFS skipar javnan fyri cafekvøldum og dansi í Føroyhúsinum í Keypmannahavn. Vanliga verða 2 dansikvøld og 3-4 cafekvøld hildin um hálvárið. Tilhesi tiltøk fáa limirnir stóran avsláttur. Síðan MFS varð sett á stovn, hevur millumtjóða arbeiði verið ein týðandi lutur av arbeiði felagsins. Í løtuni fer hetta serliga fram innan felagsskapin Nordisk Ordførende Møte (NOM), sum fevnir um studentarfeløg úr øllum Norðurlondum. Fundir verða hildnir tvær ferðir um árið, og summarið 1995 og 1998 varð NOM-fundurin hildin í Tórshavn.

Pisan 2003 71

Page 3: Pisan 2003

Endamálið hjá MFS er at arbeiða fyri áhugamálunum hjá lesandi føroyingum og harvið skapa betri umstøður hjá lesandi úti og heima. Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum sjálvstøðugt føroyskt felag á jøvnum føti við onnur norðurlendsk og altjóða studentafeløg. MFS er samráðingarumboðið hjá lesandi føroy-ingum mótvegis teim føroysku myndugleikunum. Felagið hevur í 40 ár rikið ein miðvísan studenta-rpolitik. Arbeiðið fevnir víða, frá reinum studentarpolitiskum málum til praktiskar limatænastur. Bygnaðurin í MFS Á hvørjum ári velja limirnir eitt ráð við ellivu limum, sum leggur høvuðsætlanirnar fyri arbeiðið hjá felagnum. Ráðið skipar seg síðani í nevndir, sum taka sær av tí dagliga arbeiðinum millum ráðsfundirnar umframt av serstøkum arbeiðs-uppgávum. Nevndirnar eru: blaðnevndin, marknaðarføringsnevndin, trivnaðarnevndin, altjóða samstarvsnevndin, granskingar– og útbúgvingarnevndin og kunningartøkninevndin.

Allir limir í MFS eru vælkominir í nevndirnar. Í løtuni hevur ráðið bert ráðslimir í Danmark, men onkuntíð hava upp til fleiri ráðslimir búð í øðrum londum (t.d., Føroyum, Norra og Íslandi). MFS-arbeiðið verður skipað út frá skrivstovunum í Århus og Keypmannahavn, har øll eru vælkomin at venda sær, um tey hava okkurt at bera fram. MFS er sjálvandi eisini at finna á alnótini. Tann vegin ber eisini til at fáa fatur á MFS [email protected] og heimasíðan - www.mfs.fo Hvør kann gerast limur? Allir lesandi føroyingar uttanlands kunnu gerast limir í MFS, líkamikið hvørja útbúgving teir eru í holt við. Tú verður roknaður sum føroyingur, um tú hevur búð minst 4 ár í Føroyum, áðrenn útbúgvingin byrjaði. Afturat hesum kunnu lesandi á Fróðskaparsetrinum gerast limir í MFS. Felagið fevnir sostatt bæði um lesandi úti og heima. Hóast flestu MFS-limirnir eru búsitandi í Danmark, eru limir í Noregi, Svøríki, Íslandi og Skotlandi. Sjálvt í USA eru lesandi, sum eru limir í MFS. Seinastu árini hava ymskir fakligir bólkar millum

MFS er einasta felagið, ið umboðar tey føroysku lesandi uttanlands og á Fróðskaparsetr inum. Henda greinin skal geva eina mynd av, hvørjum málum MFS arbeiðir við og hvørjar fyrimunir tú fært við at vera limur í MFS

Pisan 2003 70

Innihald 1 - At velja Til allar pisur 4 Á lívsins vegamóti 6 Stud.ivi 8 Hvørjum hevur tú áhuga fyri? 10 At velja rætt fyrstu ferð 12 Mangt broytist á mansins ævi 14 ”Ein stutt, ein long...” 16 Tað stóra lopið 18 Lestrarbólkar—ein góð hjálp á vegnum 19 Lestrar– og undirvísingarhættir 20 2 - Íbúðarviðurskifti og sosial viðurskifti Minst til flytifuglur 22 Íbúðarviðurskifti 24 Lestrartíðin—besta tíð í lívinum 27 Pasta og ketsjupp—ein myta? 28 Lesandi við børnum 30 Familju– og lestrarlív 31 Stuðulsstovnurin 33 Málsligt undantaksloyvi 36 Vegleiðing um SU 37 Arbeiði og SU 40 Føroyafrádráttur 41 Ráðgevingin fyri føroyingar 42 Full skattskylda í Føroyum 43 Herskylda 43 3 - Lívið er meiri enn lesnaður Tú—og hini 44 Áðrenn og aftaná 46 Keypmannahavn– føroyski høvuðsstaðurin í Danmark 48 Odense - annað enn H. C. Andersen og Vollsmose 49 Roskilde - miðstaður og forstaður 50 Århus—býur teirra lesandi 51 Aalborg - eitt gott val 52 Hví útbúgva seg uttanfyri Danmark? 53 Fróðskaparsetrið— ein føroyskur møguleiki 54 At lesa í Noregi og í USA 57 Lesandi í pastalandinum 59 London—kaos í kosmos 60 4 - Hentar upplýsingar Bústaðarávísing 62 Føroysk feløg uttanlands 63 Bókalisti — bøkur um útbúgving 64 Lestrarvegleiðingar í Føroyum 65 Hentar heimasíður 65 Lærustovnar í Danmark 66 Lærustovnar í hinum Norðurlondum 68 Lærustovnar í Stórabretlandi 68 MFS— okkara felag 70

Pisan 2003 3

Page 4: Pisan 2003

So er Pisan 2003 aftur á gøtuni, og er hon ætlað øllum tykkum, ið hava valt at

útbúgva tykkum víðari, við serligum atliti at útlandinum. Vónandi fer hon at vera

tykkum til gagns og at vera tykkum ein hjálp á vegnum.

Til allar pisur

At velja útbúgvingarleið kann vera torført, og at velja røttu útbúgvingina kann tykjast enn torførari. Útbúgvingarnar eru nógvar í tali, og hóast tú heldur teg hava funnið rætta lesnaðin, so er møguligt, at tú seinni finnur útav einum heilt øðrum og meiri áhugaverdum lesnaði. Hetta er ikki óvanligt, heldur ikki eftir at tú ert byrjað/ur uppá

útbúgvingina. Tað kann eisini vera, at tú seinni tekur avgerðina um at broyta lesnað, og er hetta ein møguleiki – tó ikki nakað, ið vit vilja ráða tykkum til. Sjálvandi er best at velja rætt fyrstu ferð, men hetta eydnast ikki altíð, m.a. av tí orsøk, at ein helt útbúgvingina vera heilt øðrvísi enn hon í veruleikanum er. Vegurin kann vera langur

Pisan 2003 4

MFS Vesterbrogade 17A

+++ 2832 +++ DK– 1620 København V

HALDARALEPIN Set kross: Ja, eg vil gerast limur í MFS og m.a. fáa Fjølnir 6 ferðir um árið. Limagjald: 150 krónur. Ja, eg vil gerast haldari av Fjølni. Haldaragjald: 100 krónur. Navn:

Bústaður:

Frímerki

www.mfs.fo Fjølnir 6 ferðirnar um árið.

Upplýsing á MFS-skriv-stovunum.

ISIC-kort

50% avsláttur av haldara-gjaldinum til Internet Dimmalætting og Internet Sosialin.

Stóran avsláttur av atgongu-merkjum til tiltøk hjá MFS.

Stuðul frá Grunninum Fyri Styttri Lestrarferðir (GFSL).

Umsóknarblað til umsókn um valrætt í Føroyum, verða send øllum MFS-limum, tá ið løgtingsval verður útskrivað.

MFS-árskalendara

Mangt annað

MFS Meginfelag Føroyskra Studenta hevur síðani 1962 haft sum enda-mál, at skapa betri umstøður hjá føroying-um undir útbúgving úti og heima bæði pol-itiskt, fíggjarliga og sosialt.

MFS hevur brúk fyri tær

- fjølmentari vit eru, tess meira ávirkan hava vit.

Um tú hevur hug at gerast limur ella um tú vilt lutaka í MFS arbeiði, so set teg í samband við MFS.

MFS-skrivstovurnar:

Á skrivstovunum er m.a. møguleiki fyri at tekna seg sum lim, fáa nýtt ella endurnýggja ISIC-kort og fáa upplýsingar um lestrarviðurskifti.

Keypmannahavn: Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf.: 33 25 02 10 Fax: 33 25 02 38 [email protected] Miku- og fríggjadag kl. 16-18

Århus: Vestergade 48 D 8000 Århus C Tlf.: 86 13 18 61 Fax : 86 18 06 04 Mikudag kl. 16-18

Odense: Nyborgvej 335, 4. th 5220 Odense SØ Tlf.: 65 93 15 25 [email protected] Týskvøld kl.19-21

Meginfelag Føroyskra Studenta

[email protected]

Pisan 2003 69

Page 5: Pisan 2003

Lærustovnar í hinum Norðurlondunum Noreg Samordnat opptak Postboks 1175 Blindern N-0317 Oslo Norge tlf. +47 8154 8240 www.so.uio.no Universitetet i Oslo Postboks 1072 Blindern N-0316Oslo Norge tlf. +47 2285 5050 www.uio.no Universitetet i Bergen Den sentrale studieadministrasjon Langesgt. 1 N-5020 Bergen Norge tlf. +47 5558 8855 fax +47 5558 9645 www.uib.no Arkitekthøgskolen i Oslo Maridalsveien 29 Postboks 6768 St. Olavs plass N-0130 Oslo Norge tlf. +47 2299 7000 fax +47 2211 1970

Høgskolen i Oslo Fellesatministrasjonen Wergelandsveien 27 N-0167 Oslo Norge tlf. +47 2245 2000 fax +47 2245 3065 www.hioslo.no Høgskolen i Tromsø Fellesatministrasjonen Mellomveien 110 Postboks 72 N-9005 Tromsø Norge tlf. +47 7766 0300 fax. +47 7768 9956 www.hitos.no Universitetet i Tromsø N-9037 Tromsø Norge tlf. +47 7764 4000 www.uit.no Norges Handelshøyskole Helleveien 30 N-5045 Bergen-Sandviken Norge tlf. +47 5595 9200 fax +47 5595 9565 www.nhh.no Statens Kunstakademi

St. Olavsgate 32 N-0166 Oslo Norge tlf. +47 2220 0150 fax +47 2220 0573 Norges Musikhøjskole Gydas vei 6 Postboks 5190 Majorstua N-0302 tlf. +47 2336 7000 fax +47 2336 7001 www.nmh.no Svøríki Stockholms Universitet S-106 91 Stockholm Sverige tlf. +46 8 16 2000 fax + 46 8 15 9522 www.su.se Journalistik, Medier & Kommunikation Karlavägen 104 Box 27861 S-115 93 Stockholm Sverige

Operahögskolan i Stockholm Strandvägen 82 S-115 27 Stockholm Sverige

Lunds Universitet Box 117 S-221 00 Lund Sverige Tlf. 046 222 00 00 Fax. 046 222 47 20 www.lu.se

Uppsala Universitet Box 256 S-751 05 Uppsala Sverige tlf. +46 018 471 0000 www.uu.se

Finnland

Center for International Mobility P.O. box 343 Hakaniemenkatu 2 FIN-00531 Helsinki Finland tlf. +358 0 7747 7033 e-mail:[email protected] www.cimo.fi

Ísland

Háskóli Íslands Suðurgötu 101 Reykjavík tlf. +354 525 4000 fax. 552 1331 www.hi.is

England Upplýsingar um upptøku á hægri lærustovnum fæst á www.ucas.com University of Cambridge Cambridge CB2 ITN England tlf. +44 1223 33 7733 www.cam.ac.uk University of London Senate House Malet Street London WC1E 7HU England tlf. +44 171 636 8000 fax +44 171 636 5841 University of Oxford Universety Offices

Wellington Square Oxford OXI 2JD England tlf +44 186 527 0001 fax +44 186 527 0708 www.ox.ac.uk The University of Salford International Office Salford Greather Manchester M5 4WT England tlf. +44 161 745 5000 fax +44 161 745 5999 Scotland University of Aberdeen King’s College Aberdeen AB24 3FX

Scotland tlf. +44 1224 27 2000 fax +44 1224 48 8611 www.abdn.ac.uk The University of Edinburgh International Office 57 George Square Edinburg EH8 9JU Scotland tlf. +44 131 650 4301 fax +44 131 668 4565 Universety of Glasgow Glasgow G12 8QQ Scotland tlf. +44 141 339 8855 www.gla.ac.uk The Robert Gordon University

Schoolhill Aberdeen AB10 1FR Scotland tlf. +44 122 426 2000 www.rgu.ac.uk University of Stirling Stirling FK9 4LA Scotland tlf. +44 1786 46 7040 fax +44 1786 46 6800 Wales The University of Wales PO Box 921 Cardiff CF1 3XQ Wales tlf. +44 122 287 4839 fax +44 122 287 445

Lærustovnar í Stórabretlandi

Pisan 2003 68

frá at lesa um útbúgvingina og til sjálva útbúgvingina í verki. Eitt gott ráð er tískil: Hugsa teg væl um, áðrenn tú fyllir út pappírini til útbúgvingarstøðini. Tá ið umboð fyri MFS vóru í Føroyum í februar 2003 fyri at kunna um hægri lesnað, løgdu vit til merkis, at ein stórur partur av føroyska ungdóminum ætlar sær út í heim at nema sær útbúgving. Størsti parturin hevur ætlanir um at fara til Danmarkar, men tann parturin, ið ætlar sær longri út í víðu verð, er støðugt vaksandi. Hetta hava vit eisini hugsað um, og hava vit í Pisuni 2003, í mun til undanfarin ár, miðað ímóti at leggja størri dent á viðurskifti, ið snúgva seg um lesnað uttan fyri Danmark og Norðurlond. At alt fleiri føroyingar leita sær longur út um landoddarnar at lesa er ein góð menning og kann gerast ein styrkur fyri einstaklingin, ið m.a. víðkar um sín sjónarring. Harumframt kann tað geva ein fjølbroyttari og ríkari arbeiðsmarknað, um tey liðugt útbúnu velja at venda nøsina heim aftur ímóti klettunum. Nevniliga í hesum sambandi hevur støðan hjá tí lesandi verið nógv umrødd, bæði í fjølmiðlunum og í okkara felagi, har dentur hevur verið lagdur á ein sera stóran tørv at betra um framtíðarstøðuna hjá lesandi føroyinginum. Eitt av hjartamálunum hjá MFS er í løtuni barnaansingarmálið, ið – vónandi – fer at gera tað møguligt hjá lesandi útisetum at skriva barn sítt upp á bíðilistar til barnaansing í Føroyum. Hetta kann hava stóra ávirkan á, um útbúnu føroyingarnir

velja at búseta seg í Føroyum ella í øðrum londum, har barnaansingin ikki er ein eins stórur trupulleiki. Í blaðnum hava vit lagt dent á at upplýsa teg um viðurskifti, ið viðvíkja hægri lesnaði sum heild, tvs. bæði praktisk, sosial og fíggjarlig viðurskifti. Vit hava lagt dentin á at greiða frá hesum viðurskiftum, umframt at lata føroysk lesandi í Danmark, Norðurlondum og uttan fyri Norðurlond sjálvi greiða frá, hvussu tað er at vera lesandi í ávísa landinum. Hetta ger tilfarið eitt sindur meiri spennandi og áhugavert at lesa. Nógv er at minnast til, tá ið søkjast skal inn á útbúgvingarstøðini, og Pisan er ætlað sum ein vegleiðing til alla gongdina, frá sjálvum valinum av útbúgving til peninga- og íbúðarviðurskifti. Nýt Pisuna sum eina uppslagsbók og goym hana, tí hon kann eisini gerast hent seinni, um tær tørvar upplýsingar av ymsum slag. Um tit hava spurningar, sum Pisan kanska ikki hevur eitt svar uppá, aftrið tykkum so ikki at seta tykkum í samband við MFS. Vit eru til reiðar at hjálpa og vegleiða, so frægt sum vit kunnu. Góða eydnu við lesnaðinum.

Annika Helgadóttir Joensen

Pisan 2003 5

Page 6: Pisan 2003

Fyri nýklaktu pisuna – ella

fyri pisuna, ið hevur verið

klakt í nøkur ár – kann valið

av røttu útbúgvingini tykjast

sum ein heldur stórur biti at

gloypa. Tey flestu hava

gingið í skúla bróðurpartin

av lívinum, og tí er hugurin

kanska ikki so stórur at fara

beint í gongd eftir lokna

miðnámsútbúgving. Men tað

er aldrin ov tíðliga at byrja

at hugsa um framtíðina,

hóast tú ikki heilt veitst,

hvat tú hevur hug til.

útbúgvingin er vorðin neyðug, um ein á bestan hátt vil fella inn í samfelagið, innan sum uttan fyri danska ríkið. Ein hægri útbúgving er virðismett mil lum arbeiðsgevarar, og tað skal hon so sanniliga eisini vera. Tey ungu eru ágrýtnari enn nakrantíð og eru ógvuliga málrættað, hvørjum útbúgving viðvíkur, og tey ungu lesandi eiga eisini at vera mett sum samfelagsins íløga til varðveitingina av framtíðar vælferð og øllum tí, ið til hoyrir. Landið gjaldar fyri okkara útbúgving - um so ”lønin” er lág í mun til arbeiðsbyrðuna – til

At tosa um røttu útbúgvingina er kanska at taka munnin ov fullan, tí hvør veit at siga, um júst mítt val verður rætt? Ein vil helst velja rætt fyrstu ferð, tí útbúgvingin kemur at hava stóra ávirkan á framtíðina. Valda yrkisleiðin fer í flestu førum at tryggja tær til lívsins uppihald, tá ið tú er kemur út á arbeiðsmarknaðinum eftir ein aloftast drúgvan lesnað.

Tey lesandi—íløga ella útreiðsla? Samfelagið ídag leggur serliga stóran dent á vælútbúnað arbeiðsmegi, og ein góð

Á lívsins vegamóti

Pisan 2003 6

www.nzs.dk Århus Dag- og Aftenseminarium Postboks 2685 Trøjborgvej 82 8200 Århus N tlf. 86 16 02 00 www.aardassem.dk Aalborg Seminarium Mylius Erichsens Vej 131 9210 Aalborg SØ tlf. 98 14 02 00 www.aalsem.dk Odense Seminarium Asylgade 7-9 5000 Odense C tlf. 63 14 13 00 www.odensesem.dk Socialir háskúlar Den Sociale Højskole i København Kronprinsesse Sofies Vej 35 2000 Fredriksberg tlf. 38 14 46 00 www.dsh-k.dk Den Sociale Højskole i Århus Stenvej 4 8270 Højbjerg tlf. 86 27 66 22 www.dsh-aa.dk Den Sociale Højskole i Odense Tolderlundsvej 5 5000 Odense C tlf. 66 11 32 00 www.dsh-o.dk Den Sociale Højskole i Esbjerg Storegade 182 6705 Esbjerg Ø tlf. 75 13 35 00 www.dsh-e.dk Pedagogskúlar Københavns Socialpædagogsem. Sydhavnsplads 4 2450 København SV tlf. 33 88 26 88 www.kssem.dk Hovedstadens Pædagog-Seminarium Linde Allé 51-53 2720 Vanløse tlf. 38 76 55 00 www.hovedstasem.dk

Københavns Pædagogseminarium Strandvejen 93 DK-2100 København Ø tlf. 39 29 50 22 www.kbhps.dk Aalborg Socialpædagogiske Seminarium Odinsgade 21 9000 Aalborg tlf. 96 31 45 50 www.aalborgspsem.dk Fyns Pædagog-Seminarium Munkebjergvænget 7 5230 Odense M tlf. 66 15 73 03 www.fynspaedsem.dk Odense Socialpædagogiske Seminarium Rømersvej 3 5200 Odense V tlf. 66 16 70 70 www.oss-fyn.dk Jarðamøðraskúlar Jordemoderskolen i København Rigshospitalet, afsnit 7211 Sigurdsgade 24 DK-2200 København N tlf. 35 31 05 00 Jordemoderskolen i Aalborg Vesterbro 21 D DK-9000 Aalborg tlf. 98 11 05 88 Maskinmeistaraskúlar Esbjerg Maskinmesterskole Niels Bohrsvej 3 6700 Esbjerg tlf. 76 11 04 50 www.esbjergms.dk Aalborg Maskinmesterskole Sankelmarksgade 3 DK-9000 Aalborg tlf. 99 33 12 15 www.maskinmesterskolen.dk Svendborg Maskinmesterskole A.P.Møllersvej 37 5700 Svendborg tlf. 62 21 51 00 www.svms.dk

Sjúkrasystraskúlar Sygeplejeskolen ved Rigs-hospitalet Afsnit 7301 Blegdamsvej 9 2100 København Ø tlf. 35 45 70 46 www.sygeplejerskeuddannelsen-hs.dk Sygeplejeskolen I Silkeborg Høgevej 4 8600 Silkeborg tlf. 87 98 90 00 www.aaa.dk Sygeplejeskolen i Århus Halmstadgade 2 8200 Århus N tlf. 89 44 11 11 www.sygeplejeskolen-aarhus.dk Sygeplejeskolen i Aalborg Søndre Skovvej 15 9000 Aalborg tlf. 99 32 34 84 Tannlæknaskúlar Tandlægeskolen Københavns Universitet Nørre Allé 20 2200 København N tlf. 35 32 67 00 www.odont.ku.dk Tandlægeskolen Århus Universitet Vennelyst Boulevard 9 8000 Århus C tlf. 89 42 40 00 www.odont.au.dk Ergo– og Fysioterapiskúlar Ergoterapeutskolen i København Universitetsparken 4 2100 København Ø tlf. 35 36 95 95 www.kbherg.dk Fysioterapeutskolen i Kbh. Universitetsparken 4 2100 København Ø tlf. 35 36 70 22 www.kbhfys.dk Ergoterapeut– og Fysioterapeutskolen i Århus Skejbyvej 15 8240 Risskov tlf. 86 21 11 88

www.ergoterapeut-ag.dk Fysioterapeutskolen i Aalborg Sohngårdsholmsvej 51 Postboks 7911 9210 Aalborg SØ tlf. 98 14 28 44 www.aalbergfys.dk Aðrar útbúgvingar Danmarks Journalisthøjskole Olof Palmes Allé 11 8200 Århus N tlf. 89 44 04 40 www.djh.dk Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole Bülowsvej 17 1870 Frederiksberg C tlf. 35 28 28 28 www.kvl.dk IT-Højskolen Glentevej 67 DK-2400 København NV tlf. 38 16 88 88 www.it-c.dk Danmarks Farmaceutiske Højskole Universitetsparken 2 DK-2100 København Ø tlf. 35 30 60 00 www.dfh.dk Lestrarráðgevingar Studenterrådgivningen i København Kompanistræde 21, 1 1208 Kbh. K tlf. 33 12 04 80 fax. 33 12 05 30 Odense studenterrådgivning Hinderupgård Niels Bors Allé 21 5230 Odense M tlf. 66 14 04 40 fax. 66 19 05 40 Ålborg Studenterrådgivningen Vesterbro 102 9000 Ålborg tlf. 98 13 44 30 fax. 99 31 25 95 Århus Studenterrådgivningen Ryesgade 23, 1 8000 Århus C tlf. 86 19 04 88 fax. 86 19 04 95

Pisan 2003 67

Page 7: Pisan 2003

Lærustovnar í Danmark Útbúgvingar sum heild Center for Information om vidergående uddannelser Http://www.ivuc.dk Uddannelse & Erhvervsvalget Http://www.r-u-e.dk Http://www.jubii.dk/undervisning (Internet-adressurnar niðanfyri finnast eisini á heimasíðu MFS á: Htp://www.mfs.fo) Universitet Københavns Universitet Studieadministrationen Fiolstræde 22 1171 København K tlf. 33 14 15 36 www.ku.dk Århus Universitet Studiekontoret Ndr. Ringgade 1 8000 Århus C tlf. 89 42 11 11 www.aau.dk Syddansk Universitet (Odense, Kolding, Esbjerg og Sønderborg) Studievejledningen Campusvej 55 5230 Odense M tlf. 65 50 10 00 www.sdu.dk Roskilde Universitetscenter Studievejledningen Universitetsvej 1 Postboks 260 4000 Roskilde tlf. 46 74 20 00 www.ruc.dk Aalborg Universitet Den centrale vejledning, rum 139 Frederik Bajers Vej 5 Postboks 159 9100 Aalborg Øst tlf. 96 35 80 80 www.auc.dk Danmarks Tekniske Universitet Anker Engelundsvej 1

Bygning 101 A 2800 Kgs. Lyngby tlf. 45 25 25 25 www.dtu.dk Danmarks Pædagogiske Universitet Emdrupvej 101 DK-2400 København NV tlf. 39696633 www.dpu.dk Handilsháskúlar Handelshøjskolen i København Solbjerg Plads 3 2000 Fredriksberg tlf. 38 15 38 15 www.cbs.dk Handelshøjskolen i Århus Fuglesangsallé 4 DK-5210 Århus V tlf. 89 48 66 88 www.hha.dk Bókavørðsskúlar Danmarks Biblioteksskole Birketinget 6 2300 København S tlf. 32 58 60 66 www.db.dk Danmarks Biblioteksskole Sohngårdsholmsvej 2 DK-9000 Aalborg tlf. 98 15 79 22 www.db.dk Arkitektskúlar Kunstakademiets Arkitektskole Philip de Langes Allé 10 1435 København K tlf. 32 68 60 00 www.karch.dk Arkitektskolen i Århus Nørreport 20 8000 Århus C tlf. 89 36 00 00 www.a-aarhus.dk Designskúlar Danmarks Designskole Strandboulevarden 47 2100 København Ø tlf. 35 27 75 00 www.dk-designskole.dk

Designskolen Kolding Ågade 10 6000 Kolding tlf. 76 30 11 00 www.designskolenkolding.dk Københavns Mode- og Designskole Gothersgade 175, 3 th 1133 København K tlf. 33 32 88 10 Glas & Keramikskolen på Bornholm Stenbrudsvej 43 3730 Nexø tlf. 56 49 10 03 www.glasogkeramikskolen.dk Grafiskar útbúgvingar Den Grafiske Højskole Emdrupvej 72 DK-2400 København NV tlf. 77 40 50 00 Fotografisk billedskole AOF I Århus Jægersgade 64, 1.sal 8000 Århus C tlf. 86 12 45 66 Skolen for Billedkunst Carl Jacobsensvej 16, opg.6, 1.sal 2500 Valby-København tlf. 36 30 89 02 www.skolen-for-billedkunst.dk Kunstakademi Det Kgl. Danske Kunstakademi Kongens Nytorv 1 postboks 3014 DK-1021 København K tlf. 33 74 46 00 www.kunstakademiet.dk Det Jyske Kunstakademi Mejlgade 32-34 8000 Århus C tlf. 86 13 69 19 www.djk.dk Det Fynske Kunstakademi Brandts Passage 43, 3 sal DK-5000 Odense C tlf. 66 11 12 88 www.detfynskekunstakademi.dk

Århus Kunstakademi Vestergade 29 DK-8000 Århus C tlf. 86 13 81 44 www.aarhuskunstakademi.dk Musikkonservatorier Det Kgl. Danske Musikkonservatorium Niels Brocks Gade 1 1574 København V tlf. 33 69 22 69 www.dkdm.dk Rytmisk Musikkonservatorium Leo Mathisensvej 1 1437 København K tlf. 32 68 67 00 www.rmc.dk Teknika Ingeniørhøjskolen i København Lautrupvang 15 2750 Ballerup tlf. 44 80 50 88 www.ihk.dk Ingeniørhøjskolen i Århus Dalgas Avenue 2 8000 Århus C tlf. 87 30 22 00 www.iha.dk Ingeniørhøjskolen Odense Teknikum Niels Bohrs Allé 1 5230 Odense M tlf. 66 14 03 00 www.iot.dk Læraraskúlar Blaagaard Statsseminarium Mørkhøj Parkallé 5 2860 Søborg tlf. 44 94 32 22 www.blaagaardsem.dk Frederiksberg Seminarium Nyelandsvej 27-29 2000 Frederiksberg tlf. 38 86 51 11 www.fredersem.dk N. Zahles Seminarium Linnesgade 2 1361 København K tlf. 33 69 79 69

Pisan 2003 66

sleppa inn, t.d. við at ferðast, fara á háskúla ella á kibbutz. Kunna teg um krøvini á útbúgvingarstaðnum, soleiðis at tú hevur møguleika at sleppa inn, tá ið útferðar-hugurin er mettaður. Um tú ikki heilt veitst, hvat tú kundi hugsað tær av útbúgving, er eitt gott ráð at royna teg í ymsum arbeiðsumhvørvum, soleiðis at tú kanska kanst útiloka nøkur øki ella finna dreymaútbúgvingina.

Út í víðu verð Um tú ætlar tær at lesa uttan fyri danska kongaríkið, kann umsóknartíðin gerast drúgvari enn í Føroyum ella í Danmark. Ymisk skjøl skulu fáast til vega, umframt at avgreiðslutíðin aloftast gerst eitt sindur longri í mun til útbúgvingar innan ríkisfelagsskapin. Tíbetur eru møguleikarnir hjá okkum føroyingum alsamt batnaðir, tá talan er um at nema sær útbúgving uttan fyri Danmark. Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum, tí hvørt ár veksur talið á føroyingum, ið leita sær longri út um landoddarnar enn til Danmarkar. Góðu møguleikarnir fyri fíggjarligum stuðuli ger, at dyrnar til útheimin opnast, og er hetta ein sera týdningarmikil liður í útbúgvingini av okkum ungu. Tað ger, at sjónarringurin víðkast, umframt at upplivilsi av fleiri mentanum einans kann gerast ein styrki seinni í lívinum. Lestrartíðin—besta tíðin! Lestrartíðin er besta tíðin í lívinum, so gleðið tykkum til at byrja uppá næsta kappittul. Hugsið tykkum væl um, áðrenn tit gera av, hvør útbúgvingin og yrkisleiðin verður, og minnist til, at útbúgvingin gevur okkum avgerandi fakliga førningin í lívinum, umframt í stóran mun at menna okkum og styrkja okkum til lívsins avbjóðingar.

Annika Helgadóttir Joensen

tess at vit eftir lokna lestrartíð væl brynjað kunnu fara út á landsins arbeiðsmarknað og tryggja landsins framtíð. Hóast hetta – fyri okkum heldur einfalda og greiða - faldistykkið, so tykist virðingin fyri okkum lesandi ikki altíð at vera á tí støði, sum vit áttu at kravt. Mangan verða vit av samfelagnum mett sum ein byrða og sum ein útreiðsla, og hetta er at gera okkum órætt – vit eru ein íløga og ikki ein útreiðsla. Hugurin drívur verkið Nýklaktu pisurnar hava kanska ikki heilt hugin longu nú at seta seg niður og hugsa um framtíðina – tá ið prógvið er komið í hús, eru dagarnir merktir av veitslum og einum stórum lætta, at próvtøkurnar eru lidnar. Tey flestu hava gingið í skúla í 13 fylgjandi ár og hava nú hug til at halda frí og at sleppa út í verðina at hyggja seg um, langt burtur frá føroyskum stílum, evnafrøðiligum bindingum og týskum bendingum. Onnur hava hug til at fara beinleiðis av landinum í útbúgvingar-ørindum, meðan uppaftur onnur hava hug til at vera heima á klettunum og nema sær útbúgving ella arbeiða. Tað er ymiskt, hvussu fólk og eisini pisur eru hugaðar, men tað er aldrin ov tíðliga at byrja at hugsa um framtíðina. Eingin sigur, at tað skal avgerast her og nú, men ein gott ráð er, at ein tekur sær nakrar tímar burtur úr einum degi og spakuliga roynir at beina hugsanirnar á framtíðina og framtíðarætlanir. Hvussu er hugurin at fara undir hægri lestur? Skal tað vera ein stutt, miðallong ella long útbúgving? Er tað eitt serligt øki, ið eg havi áhuga fyri? Hvørji viðurskifti skulu vera í lagi, áðrenn eg byrji á møguligum lærustovni? Eru eyka próvtøkur ella arbeiðsroyndir kravdar, fyri at sleppa inn?

Hugsa teg um longu nú

Um tú tíðliga ger tær hesar hugsanir, og serliga um tú finnur útav, at tú ikki hevur kravda miðaltalið at sleppa inn á ynsktu útbúgvingina, so er umráðandi, at frítíðin verður nýtt á bestan hátt. Tørvar tær eyka stig at sleppa inn á dreyma-útbúgvingina, so er vert at leggja næsta árið ella tvey soleiðis til rættis, at tú samlar tær neyðugu stigini at

Pisan 2003 7

Page 8: Pisan 2003

Hvussu eru lærararnir?

Hvussu er

lestrarumhvørvið?

Er nógv bólkaarbeiði?

Hvussu nógv skal eg lesa?

At skilja sundur og flokka útbúgvingar Les um hesar 5-10 útbúgvingarnar eitt nú í ”Hvad kan jeg blive” ella øðrum líknandi bókum (sí bókalistan aftast). Lesur tú innleiðandi partarnar í slíkum bókum, ber til at fáa eina mynd av teimum ymisku útbúgvingarsløgunum, sum eitt nú hvussu ein universitetslestur er lagaður. Sjálvandi skalt tú eisini hugsa um, um tú hevur møguleika at sleppa inn, men lat teg ikki ræða burtur av einum høgum miðaltali. Tú kanst hava góðar møguleikar at koma inn gjøgnum kvotu 2, ella við at royna teg og koma inn við at klára eina upptøkuroynd.

Tú veitst enn ikki, hvat tú vilt Far til ein vegleiðara, sig honum hvat tú kanska hevur hug til, ella hvørjum økum, tú ert áhugað í, so kann vegleiðarin geva tær ráð. Tað er eitt gott hugskot at fáa eina eina avtalu, soleiðis at tú fært meiri enn tríggjar minuttir. Tú mást ikki halda, at nakar vegleiðari kann velja útbúgving fyri teg, og hald ikki, at vegleiðararnir vita alt. Brúka vegleiðaran væl, sig honum hvat tú kanska hevur áhuga fyri, og hvat tær als ikki dámar. So kann hann møguliga hjálpa tær á veg við teimum fyrstu 5-10 útbúgvingunum

Tú veitst ikki, hvat tú vilt Tú situr heima og hugsar: Hvat havi eg hug til? Hugsar tú longur, so veitst tú oftast, hvat tú ikki hevur hug til. So ert tú longu á veg. Set tær fyri at lesa um ymiskar útbúgvingar. Tosa við lestrarvegleiðarnar, bæði á egnum skúla og teir hjá LFÚ, ella leita á alnótini og finn tað, ið tær tørvar.Gev tær góða tíð og les breitt, ikki vraka útbúgvingar, tú ikki kennir. Minst til, tað er tín útbúgving, og ikki útbúgvingin hjá foreldrum ella vinum.

Ert tú í iva og veitst ikki hvat tú vilt? Ella ert tú ein av teimum, sum longu sum fimm ára gamal visti, at tú skuldi verða løgreglumaður? Hesar síðurnar eru bæði til tey, sum ikki vita, hvønn lesnað tey skulu fara undir, og fyri tey, ið longu vita hetta. Ert tú í iva, er tað eitt gott hugskot at fara stigvíst til verka. Ert tú ein av teimum, ið ikki er í iva, so er tað kanska ikki so býtt at kanna allar møguleikar, somuleiðis eisini um dreymaútbúgvingin í veruleikanum er nakað fyri teg.

3

2 Hvat vil eg? Støddfrøði, lítið ella einki? Mál? Stutt ella long útbúgving? Teoretisk ella praktisk ? Føroyar, Danmark, Norðurlond, onnur lond?

1

Stud.ivi

Pisan 2003 8

Lestrarvegleiðingar í Føroyum

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen, Bjørg Róin, Elisabeth Holm og Kaj Alstrup. studentar : tlf. 31 46 09 HF-arar : tlf. 31 86 09 Opið: Mán-hós: kl. 12.30 - 15.20 www.hoydalar.fo Studentaskúlin og HF-skeiðið á Kambsdali Lestrarvegleiðarar: Turid Thomsen og Óli Wolles tlf. 44 40 24 Opið: Mán-frí: kl. 10.15 - 14.30 www.shey.olivant.fo Tekniski Skúlin í Tórshavn Lestarvegleiðarar: Lis Helgadóttir Tlf. 31 19 57 (umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Mán., mik. og frí. kl. 10.00-11.30

www.tst.fo Klaksvíkar HF-Skeið Lestrarvegleiðari: Kári Purkhús tlf. 45 64 12 (umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Týs.: kl. 09.45 - 11.45 hós.: kl.14.00 – 15.00 frí.: kl. 08.45-10.45 Tekniski Skúlin í Klaksvík Lestrarvegleiðarar: Bergur Rasmussen og Bjørn Kastalag tlf. 45 63 11 *28 [email protected] Opið: mán.: 10.35-12.10 týs.: 8.45-10.35 mik.: 8.00-9.30 og 9.50-10.35 frí 11.25-12.10 www.tsk.olivant.fo Miðnámsútbúgvingin í Suðuroy Lestrarvegleiðari: Niels M. Jakobsen tlf. 37 40 11 Opið:

Mán.: kl. 14.00-14.45 týs.:kl. 13.00 - 14.00 hós.: kl. 9.30 - 10.30 og 12.35-13.00 ella eftir avtalu www.midnam.fo Handilsskúlin á Kambsdali Lestrarvegleiðari: Maria Gregersen og Karl A. Olsen Tlf. 44 49 00 (umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Týsdag kl. 13.55 - 14.40 Mikudag kl. 10.15 - 11.00 og 13.55 - 14.40 Hósdag kl. 13.55 - 14.40 Fríggjadag kl. 09.25 - 11.50 www.kambsdal.olivant.fo Føroya Handilsskúli, Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Mina Reinert og Birgir Mortensen tlf. 31 71 41 * 22 Opið: Mán.: 13.00-15.30 týs.: 12.10-15.30

hós.: 8.10-9.55 og 12.10-14.35 www.fh.fo Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Lestrarvegleiðari: Ingunn W. Olsen tlf. 42 45 73 (umstilling til lestrarvegleiðing) www.fiskvest.fo LFÚ-Ráðgevingin, Tinghúsvegur 18, 3.hædd Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen og Bjørg Róin. tlf. 31 50 15 Opið: Týsdag kl. 16.00 - 18.00 Hósdag kl. 16.00 - 18.00 www.lfu.fo Altjóða Skrivstovan J.C.Svabosgøta 14 postboks 272 110 Tórshavn tlf. 35 25 01 fax 31 89 29 [email protected] www.ask.fo

Allir miðnámsskúlarnir hava lestrarvegleiðingar, sum hava opið fleiri ferðir um vikuna. Upplatingartíðirnar eru hesar:

Hentar heimasíður Leinkjur til SU ÚS (Føroyar) www.studulsstovnurin.fo SU (Danmark) www.su.dk Lånekassen (Norra) www.lanekassen.no CSN (Svøríki) www.csn.se Lín (Ísland) www.itn.is/lin FPA (Finnland) www.kela.fi/opintotuki SUNNGU (Grønland) www.ghsdk.dk/sunngu/Dansk Version/ramhold.htm Leinkjur til lærustovnar Undervisningsministeriet www.uvm.dk Århus www.aarhuswebben.dk/

dk/uddannelse/ Lestrarstyrkir Granskingarráðið www.sleipnir.fo/gransking Legateronline www.sol.dk/dk/io/legater Legat-Info www.legat-info.dk Legatregisteret www.legatregistret.dk Lestrarvegleiðng www.studietræf.dk Odense www.odense.dk/filer/studiegu/index.html Fyn www.vfu.dk Hvad kan jeg blive www.n.dk/uddannelse

Sønderjylland www.vejledning.dk Uddannelses– og Erhversvalget www.r-u-e.dk Handicappede studerende & kandidater www.dorit.ihi.ku.dk/~hsk/ Altjóða Skrivstovan www.ask.fo Leinkjur til kommunur www.copenhagencity.dk www.aarhuswebben.dk/dk/offentlig/offentlig.htlm www.jubii.dk/forvaltning_Politik/Amter_Kommuner/ www.netborger.dk

Pisan 2003 65

Page 9: Pisan 2003

Um útbúgving DUEL: Dansk uddannelses og erhvervsleksikon 3 bind Útgivin av RUE– Rådet for Uddannelses- og Erhvervsvejledning. -Duel hevur greinar um arbeiði og útbúgvingar í Danmark og uttanlanda m.a. um aupair og kibutz. Bind 1-2 snúgva seg um donsk viðurskifti: kr. 580 (+ moms) Bind 3 snýr seg um útlensk viðurskifti: kr. 172 (+ moms) Erhvervsnøglen 2003 Útgivin av Aschehoug. 194 síður. Kostnaður kr. 287,50 -Bókin viðger sera nógvar útbúgvingar og onnur lestrarviðurskifti. Hvad kan jeg blive 2003 23. útgáva. Útgivin av Politikens Forlag. 832 síður. Kostnaður 369 kr. -Hetta verk er sera kent og hevur yvir 900 útbúgvingar og arbeiði. Viðger eisini uppbygnaðin av tí donsku útbúgvingarskipanini og gevur góð ráð um fíggjarlig viðurskifti undir lestanðinum. Karriere vejviser 2003 Útgivin av MoveOn! A/S 336 síður. Kostnaður kr. 98 Ein bók um lestrar- og útbúgvingarvalið. Uddannelsnøglen 2003 Útgivin av Aschehoug. 272 síður. Kostnaður kr. 287,50 Uddannelses– og Erhvervsvalget 2002 35. útgáva 207 síður. Kostnaður kr. 32 Útgivin av RUE – Rådet for Uddannelses– og Erhvervsvejleding, 2002. Útgávan fyri 2003 verður væntandi klár um heystið 2003 Ungdomsuddannelser ’02 – liste over alle ungdomsuddannelser i Danmark. 256 síður. Útgivin av Forlaget Ole Camåe.

Vejledning og vejledere. Adresser 2003 190 síður. Fæst ókeypis. Útgivin av RUE – Rådet for Uddannelses– og Erhvervsvejleding, 2003. Bøkur um útbúgvingar uttanfyri Danmark Job, rejse og uddannelse i udlandet av Dorte Klingelhofer og Per Billesøe. 176 síðir. Kostnaður 102 kr. (inkl. moms) Útgivin av Politikens Forlag, 1996. Rejsebogen 2003 Arbeiðs-, lestrar- og uppihaldsmøguleikar í útlandinum. 20. útgáva. Av Georg Harmsen. 480 síður. Kostnaður kr. 197. Útgivin av Forlaget Nuna, 2003. www.rejsebogen.dk Directory of higher education institutions in the European Community. 2. útgáva, 1993. 576 síður. Bókin hevur upplýsingar um meiri enn 4000 skúlar í ES. Um SU SU-loven med kommentarer Útgivin av Jurist– og Økonomforbundet. Lone Basse, Gerd Kelstrup Hansen og Pernille P. Preisler. 271 síður. Kostnaður kr. 720 Um lestrarstyrkir Legat Håndbogen med kollegier for alle udannelssøgende. 13. útgáva. Útgivin av Billesøe & Baltzer. 256 síður. Kostnaður kr. 168 kr. Kraks Fonds– og Legatvejviser 2002/2003 Útgivin av Kraks Forlag. 816 síður. Kostnaður kr. 870 Vejviser til legater og fonde 2002/2003. 9. útgáva. Útgivin av Billesøe & Baltzer. 648 síður. Kostnaður kr. 745.

Bókalisti – bøkur um útbúgving

Pisan 2003 64

Endaspurturin Tú skalt skriva umsóknina og tú noyðist at taka eina avgerð. Hvørja útbúgving setur tú sum nummar eitt á umsóknarblaðið ? Her er bert at siga, at tú skalt velja tað, ið stendur tínum hjarta næst og ikki lúgva fyri tær sjálvum. Skriva tó helst meira enn eina útbúgving á umsóknarblaðið. Er tú bert áhugað í einari útbúgving, so kann tað gerast neyðugt at kanna øll tey støð, sum kunnu bjóða hesa útbúgving. Skriva ikki umsóknina í síðstu løtu, tað eru altíð skjøl, sum skulu finnast. Tey, ið søkja gjøgnum kvotu 2, kunnu ofta nýta mánaðir at fáa øll prógv og skjøl til høldar. Snýtið ikki, seinast ein varð uppdagaður bleiv hann útvístur av útbúgvingini og fekk tríggjar mánaðar treytaðan fongsulsdóm. Tað er kanska eisini neyðugt hjá onkrum at hava í huganum, at tey ikki koma inn, so er bert at hava eina aðra ætlan, sum t.d. at fara út at ferðast, á háskúla ella út at arbeiða. Møguligt er at savna stig saman, sum kunnu nýtast, um tú roynir eina ferð enn at koma inn.

Góða eydnu.

6

Aftur til lestrarvegleiðaran Nú kundi tú spurt um tínar møguleikar at koma inn. Tosa eisini við fólk, sum lesa hesar útbúgvingar. Kennur tú ongan, ið er í holt við hesa útbúgving, veit MFS kanska um onkran. Set teg tí í samband við MFS, og í felag kunna vit kanska finna onkran. Gott er eisini at tosa við vinir og familjuna um útbúgvingina. Sjálvt um tey ikki eru professionellir ráðgevar, so kunnu tey kanska siga tær, hvat ein útbúgving kann leiða fram ímóti. Tú kanst eisini nevna hugskotini hjá tær fyri lærarunum hjá tær. Teir kenna teg ofta betur enn tú heldur. Minst til at freistirnar eru ikki tær somu í øllum londum. Umhugsar tú eitt nú at fara til Englands, er freistin ofta 1. desember.

5

Hvørjar møguleikar havi eg til kvotu 1?

Eru møguleikar fyri stand-by plássi?

Hvussu er við kvotu 2?

Sleppi eg inn um eg savni stig nokk?

Nú eru 2-3 útbúgvingar eftir Ring ella skriva til útbúgvingarstovnarnar og fá tey at senda tær tilfar. Tú kanst eisini fáa alt tilfar gjøgnum alnótina. Nærum allir útbúgvingarstovnar hava lagt allar lestrargreinar og innihaldið í teimum á alnótina (heimasíðu adressur eru á MFS heimasíðuni, og aftast í blaðnum). Kanna tilfarið gjølla og skriva tær niður spurningar meðan tú lesur, um tað er okkurt, ið tú ikki skilir. Minst til ikki at taka alt, sum tú lesur, fyri sannleika. Tilfarið, ið verður útgivið er reklamutilfar, og tí kunnu ymsar útbúgvingar vera myndaðar meira positivt enn tær eru. Útbúgvingarstovnarnir vilja fegnir hava so nógv lesandi sum til ber. Jú fleiri lesandi stovnurin fær, jú fleiri pengar fær hann at arbeiða við.

4

?

Pisan 2003 9

Page 10: Pisan 2003

Byggilist og bygging

SHÚ Byggiteknikkari

Kort- og landmátingarteknikkari

MHÚ Bygningskonstruktør

Diplomverkfrøðingur innan bygging

LHÚ Arkitektur

Sivilverkfrøðingur innan bygging Hortonom

Landslagsarkitektur Landmátari

Mál

SHÚ -

MHÚ Málslig bachelorútbúgving innan vinnu

Teknmáls- og MHS-tolkur

LHÚ Amerikanskt

Arabiskt Asiatisk mál

Málslig kandidatútbúgving innan vinnu Europeisk mál

Á landi, í vatni og í luftini

SHÚ Flogskipari

Transportlogistikari

MHÙ Flúgvileiðari – sivilur Hernaðarflúgvileiðari

Maskinmeistari Løgreglufólk

Skipsyvirmaður

LHÙ Yvirmaður ”af linien” Hernaðarflogskipari

Samfelag og búskapur

SHÚ

Ognaseljari Finansøkonom

Reiðaríútbúgvingin Grannskoðari Toll og skatt

MHÚ

Sosialráðgevi

LHÚ Fólkalívsfrøði

Løgfrøði Sosiologi

Stjórnmálafrøði/samfelagsfrøði Búskapur

Undirvísing og miðlan

SHÚ -

MHÚ Bókavørður/Bókasavns- og kunningarvísund

Fólkaskúlalærari Savnvørður

Lærarabachelor í støddfrøði, alis- og evnafrøði Pedagog

Teknmáls- og MHS-tolkur

LHÚ Fornfrøði

Audiologopædi Danskt/bókmentavísund

Heimsspeki Søga

Klassisk filologi Listasøga

Átrúnaðarsøga Retorik

Guðfrøði Egyptologi

Eystureruropa-lesnaður

Náttúra og djór

SHÚ Fiskivinnuteknologur

Landbúnaðarteknologur

MHÚ Skógar- og landslagsverkfrøðingur

LHÚ

Agronom Forstkandidat

Djóralækni Hortonom

Búskaparfrøðingur innan jarðarbrúk Landslagsarkitektur

Hvørjum hevuTrúgv ikki, at alt er sagt við hesum. Tekningin eóteljandi, og ætlanin er, at tú sjálv/ur skalt hugsa víðÚtbúgvingarnar eru býttar upp eftir longd, tvs. SHÚÚtbúgving, Miðallong Hægri Útbúgving og Long HægriSí eisini www.finddinuddannelse.dk og www.uddann

Pisan 2003 10

Føroyingafeløg Føroyingafelagið á Bornholm v/ Tordis Johannessen tlf. 56 97 00 43 Føroyingafelagið í Esbjerg v/ Heðin Petersen Føroyingafelagið í Fredrikshavn v/ Ellu Niclasen Markedsvej 19 9900 Fredrikshavn Føroyingafelagið í Hirthals v/ Fridtjolf Torgarð Føroyingafelagið í Horsens v/ Ester Joensen tlf. 75 60 10 52 Føroyskt felag í Hvidovre v/ Svein Fredriksen tlf. 43 17 67 97 Føroyingafelagið í Keypmannahavn v/ Tóru Dahl Sandberg tlf. 32 29 74 23 Føroyingafelagið á Lollandi og Falster v/ Ruth Joensen tlf. 54 76 69 79 Føroyingafelagið fyri Miðvestjylllandi v/ Jacobinu Herdalur tlf. 97 10 26 72 Føroyingafelagið í Odense v/ Aref Olsen tlf. 66 15 82 89 Føroyingafelagið í Suðurjútlandi v/ Ednu Poulsen tlf. 74 66 66 65 Føroyingafelagið á Suðursælandi v/ Ruth Larsen tlf. 53 38 24 74 Føroyingafelagið í Svendborg v/ Gullborg Simonsen tlf. 62 20 90 95 Føroyskt Felag á Vestursælandi v/ Ragnhild Sørensen tlf. 57 83 31 96

Føroyingafelagið í Aarhus tlf. 86 18 06 04 v/Elin Lorenzen tlf. 20 65 77 21 Føroyingafelagið í Reykjavík Box 4065 IS-124 Reykjavík Ísland Meginfelag fyri Føroysk feløg í Danmark. (MFD) v/Elinborg Joensen tlf. 44 97 04 09 Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg tlf. 98182195 Føroyskt Felag í Ballerup v/ Turið Dahl tlf. 44 68 58 74 Føroyingafelagið í Nuuk tlf./fax 21067 Føroyingafelagið í Bretlandi-Farbrit V/Poul Andrias Mikladal tlf/fax: 01847 896 699 T-rit: [email protected] Onnur feløg B – 94 v/ Jóhannis H. Glerfoss 6700 Esbjerg tlf. 75 13 45 31 Føroyska Viðskiftastovan Hovedvagtsgade 8, 2. Sal 1103 Kbh. K tlf. 33 14 08 66 Føroyska Listafelagið í Danmark v/ Anniku Brimheim tlf. 39 27 87 24 Húsakórið v/ Magnus Dahl tlf.: 33 14 12 96 Ítróttarfelagið Føroyar www.fotboltur.dk Nærvarp Okkara Vesterbrogade 17A 1620 København V tlf. 33 22 84 01 Sunnudag kl. 13.00-15.00 og fríggjakvøld kl. 20.00-

21.30 á (FM) 91,4 MHz og 98,8 á hybridnetinum. www.narvarp.dk [email protected] Áhugafelagið ”Neystið” v/ Sylviu Levinsohn 2610 Rødovre tlf. 36 70 94 23 Dansifelagið Fótatraðk v/ Jónleif Johannesen tlf. 32 88 63 14 Dansað verður annaðhvørt sunnukvøld kl. 19.30 í Føroyahúsinum, Kbh. Talvfelagið v/ Arild Rimestad tlf. 40 63 27 25 Hittast hvørt mánakvøld kl 19.00 í Føroyahúsinum ”Firvaldar” v/ Maud Vissing Stations Allé 5A 8722 Hedensted Kvinnufelagið v/ Christin Plate tlf. 45 81 00 49 Lestarfelagsskapir MFS—Meginfelag Føroyskra Studenta tlf. 33 25 02 10 www.mfs.fo Arkitektur– og desingfelagið v/ Annie Heinesen tlf. 32 88 83 59 FFL—Felag Føroyskra Læknalesandi v/ Steen Nepper-Christensen tlf. 36 41 31 49 Jurafelagið v/ Jóannes B. Danielsen [email protected] Stjørnmálafrøðiðslesandi v/ Hallu Nolsøe Poulsen tlf. 28 18 77 96 VÁS—Verkfrøðingar á Slættanum v/ Torleif Waagstein tlf. : 77426511 Rásin - felag hjá fø. á Film- og Medievidenskab v/ Marjun Niclasen

Tlf. 32886878 Aðrar adressur Føroyahúsið Vesterbrogade 17A 1620 København V tlf. 33 23 15 87 Opið er allar dagar kl. 14.00-18.00 leygardag og sunnudag er stongt. Áarstova Vestergade 48D 8000 Århus C tlf. 86 18 06 04 Opið er: Mánadag- hósdag kl. 16-18 Fríggjadagsbarr kl. 21-03 Prestur Føroyskur prestur er at hitta mánadag-hósdag kl. 09.00-10.00. tlf. 31 10 81 31 Føroyski skúlin í Keypmannahavn v/ Virgar T. Dalsgaard tlf. 56 38 17 57 Hvønn fríggjadag kl. 16 í Føroyahúsinum Andaligir felagsskapir Samuelskirkjan Thorsgade 65, Kbh. tlf. 31 85 27 24 Kirkjugongd er hvønn fyrsta og triða sunnudag í mánaðinum, kl. 14.00 Eliaskirkjubólkurin v/ Øssur Kjølbro tlf. 36 77 38 20 www.danbbs.dk/~eliaskir Kristnastova v/ Øssur Berghamar tlf. 31 55 18 09 Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.00 á Birmavej 36, 2300 Kbh.S Vitin Haurumsvej 35, st. th. 8381 Mundelstrup tlf. 86 24 77 73 Skýlið v/ Jancy Biskupstø Klein 5260 Odense S tlf. 65 95 88 70

Føroysk feløg uttanlands

Pisan 2003 63

Page 11: Pisan 2003

Bústaðarávísing Í øllum Danmark: www.ungdomsboliger.dk Keypmannahavn: Yvirlit yvir kollegiir í økinum: /www.ku.dk/sa/studerende/oekonomi_bolig.html Esbjerg: Esbjerg Kollegiekontor Nygårdsvej 37 6710 Esbjerg tlf. 76 13 50 60 fax 76 13 50 90 mán.-frí. kl. 10-12.30 hós. + kl. 14.30-17. www.esbjerg-kollegieforening.dk Odense: Kollegieboligselskabet, Hinderupgård, Niels Bohrs Allé 21 5230 Odense M tlf. 66 13 40 08 fax 65 90 61 77 mán.-mik. kl. 11.00-15.00 hós. kl. 11.00-17.00 frí. stongt. www.kollegieboligselskabet.dk

Roskilde: Roskilde Regionale Indstillingsudvalg (RIU) Parkvej 5, 4000 Roskilde tlf. 42 36 22 02 opið: mán.-hós. kl. 8.00-16.00 frí. kl. 8.00-15.00 tlf. tíð: mán.-hós. kl.13.30-16.00 frí. kl. 13.30-15.00 Skive: Skive kollegie– og ungdomsboligforening Frisenborgvej 6 7800 Skive tlf. 97 52 29 33 mán.-hós. kl. 8.00-16.00 frí. kl. 8.00-14.00 Svendborg: Cama-kollegierne Svendborg Tinghusgade 28 5700 Svendborg tlf. 62 22 05 13 mán.-hós. kl. 9.00-13.00 hós. kl. 13.30-16.00 frí. stongt. www.cama-kollegierne.dk

Sønderborg: Kollegiernes Kontor Skovvej 20, 6400 Sønderborg, tlf. 74 42 48 49 fax 74 42 49 15 mán.-frí. kl. 11.00-15.00 hós. kl. 11.00-17.00 www.kollegie6400.dk Aalborg: AKU-Aalborg Kayerødsgade 35 9000 Ålborg tlf. 98 13 44 30 mán.-frí. kl. 9.00-15.00 hós. kl. 9.00-17.00 www.aku-aalborg.dk Århus: Kollegiekontoret i Århus Vesterport 1, st. 8000 Århus C tlf. 86 13 21 66 fax 86 13 21 80 mán.-mik. kl. 10.00-14.00 hós. kl. 10.00-16.00 frí. stongt. www.kollegie8000.dk

Pisan 2003 62

Náttúruvísund og tøkni

SHÚ Innleggjari Laborant

Procesteknologur Produktiónsteknologur

MHÚ

Business development Verkfrøðingur

Diplomverkfrøðingur Eksportverkfrøðingur

Veðurfrøði

LHÚ Aktuar

Lívfrøði/jarðfrøði fakini Sivilverkfrøðingur

Datalogi fakini Støddfrøði/alis- og evnafrøði fakini

Lívfrøði, heilsa og føðsla

SHÚ Alkolog

Kliniskur tannteknikari Tannrøktari

MHÚ

Bandagist/ortopædiverkfrøðingur Bioanalytikari (hospitalslaborant)

Ergoterapeut Føðsla og heilsa

Farmakonom Fysioterapeut Jarðarmóður Radiografur

Sjúkrarøktarfrøðingur

LHÚ Lívfrøði

Farmaceut Fólkaheilsuvísund

Humanbiologi Ítróttur

Kliniskur biomekanikkur Matvøruverkfrøðingur og –kandidat

Lækni Sálarfrøðingur

Tannlækni

Skrivstova, handil og útflutningur

SHÙ Hhx 1 ár

Marknaðarføringsøkonom Serviceøkonom

MHÚ

Business development Verkfrøðingur

Eksportverkfrøðingur Bachelorútbúgving innan vinnubúskap (HA)

LHÚ

Kandidatútbúgving innan vinnubúskap (cand.merc.)

List, tónleikur, fjølmiðlar og móti

SHÚ Designteknologur Rithøvundaskúlin

MHÚ

Filmútbúgvingin Grafisk kommunikatión Grafisk tøkni og leiðsla

Hondarbeiðslærari Fjølmiðlafólk

Sjónleikaraútbúgvingarnar

LHÚ Myndlistafólk

Sniðgevi Filmvísund Listasøga

Tónleikaútbúgvingarnar Sjónleikavisund

Ítróttur og rørsla

SHÚ Rørslupedagog Ítróttarlærari

Mensendieck-lærari Rútmupedagog

MHÚ

Avspenningspedagog

LHÚ Ítróttur

Kunningartøkni og elektronikkur

SHÚ Datamatikari

IT- og elektronikktøkningur Multimediedesignari

MHÚ

Diplomverkfrøðingur innan elektronikk

LHÚ Sivilverkfrøðingur innan informatikk

Datalingvistikkur Datalogi fakini Informatikkur

IT-háskúlaútbúgvingarnar

ur tú áhuga fyri? er ætlað sum íblástur og bara sum tað. Møguleikarnir eru ðari—og kanska henda vegin finna tað, ið júst hóvar tær.

Ú, MHÚ og LHÚ, sum eru styttingar fyri ávíkavist Stutt Hægri i Útbúgving. elseogjob.dk

Pisan 2003 11

Page 12: Pisan 2003

At velja rætt fyrstu ferð Tað kann tykjast ógvuliga fløkjasligt og møtumikið at skula seta seg inn í tann óendaliga frumskógin av møguleikum, hvat útbúgvingartilboðum viðvíkir. Nógvar ymsar útbúgvingar verða bodnar út og so gerst tað ikki lættari av, at so nógv ymsik ting eru, sum greiða skal fáast á, áðrenn og tá tú søkir. Valið er títt Tú stendur møguliga á gáttini til at taka títt fyrsta veruliga val nakrantíð. Higartil er leið tín kanska í stóran mun longu skorin út í kortið, og tí hevur verið lætt at tikið avgerðir, sum nokk heldur ikki hava verið so heilt vitalar. Valið av útbúgving gevur seg tó ikki sjálvt, og tí er tað av alstórum týdningi at fyrireika seg væl. Eitt tað fyrsta, tú kanst gera, er at fáa hendur á einum yvirliti yvir møguligar útbúgvingar. Nógvar bøkur eru á bókasøvnunum um evnið, og alnótin er sjálvsagt eisini ein ótømandi kelda. Soleiðis kanst tú fyrst og fremst fáa greiðu á, hvørjar útbúgvingar yvirhøvur eru at velja í. Um tú longu veitst hvønn veg ella innan hvat øki hugur tín liggur, so kann tað eisini vera góð hjálp at heinta hjá lestrarvegleiðarunum, sum kunnu leiða teg á eina meira greiða kós, men í síðsta enda er valið útilokandi títt. Vel eftir áhuga. Hetta hevur tú óivað hoyrt hundraðtals ferðir, men tað er ofta lættari sagt enn gjørt. Hvussu kanst tú eitt nú samantvinna so ymisk áhugamál sum tennis, bókmentur og lívfrøði, um tað eru hesi, tú hevur áhuga fyri? Tú kundi byrjað við at spurt teg sjálvan, hvussu tú vilt ávirka heimin og hvussu tú vilt nýta lív títt. Vilt tú út í heimin at arbeiða? Ætlar tú tær at verða í Føroyum? Vilt tú læra onnur nakað ella vilt tú hjálpa fólki rundan um teg á einhvønn hátt. Hetta kann tykjast sum ein stórur gloypibiti hjá eini júst floygdari pisu at seta sær sjálvum so “stórar” spurningar. Hinvegin so kunnu tílíkir spurningar beina teg á eina leið, sum fegin skuldi verið hin rætta. Somuleiðis slepst undan at tú um nøkur ár stendur við eini útbúgving í skjáttuni, sum tú ikki veruliga hevur hug at brúka til nakað. Sjálvandi er eisini vert at hava í huga, at ein spennandi útbúgving ikki altíð av sær sjálvum Hevur við sær eitt spennandi arbeiði. Øvugt

kann ein útbúgving, sum kanska ikki tykist so spennandi geva tær óteljandi møguleikar úti í arbeiðslívinum. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at tosa við onnur, sum eru undir teirri ella teimum útbúgvingunum, sum tú umhugsar. Hetta kanst tú gera antin við at seta teg í samband við ein relevantan lærustovn ella MFS, sum møguliga kann vísa tær á onkran føroying undir ávísu útbúgvingini. Sjálvandi er eisini gott at tosa við fólk, sum eftir lokna útbúgving eru farin út á arbeiðsmarknaðin. Hesi kunnu helst best geva tær góð ráð, tí tey áttu at vitað, hvat tey tosa um.

Hvat krevst Næsta stigið er, at tú mást finna fram til, hvat krevst, fyri at sleppa inn á útbúgvingina. Um okkurt fak er, ið krevst, sum tú ikki hevur, so er ikki at fella í fátt, tí til ber at lesa “einkultfak” upp á stutta tíð. Tú eigur tí at kanna, hvat krevst í góðari tíð, so tú fært stundir at taka møguligu eyka fakini, sum eru kravd.

Eisini er týdningarmikið at minnast til, at tvær freistir eru, sum umsóknir kunnu vera latnar inn. Tær eru vanliga 15.mars fyri kvotu 2 og 1.juli fyri kvotu 1. (Les meira um kvotuskipanirnar aðra staðni í blaðnum).

Óvissan Tað er altíð torført at meta um eitt val er rætt ella ikki. Tú veitst sjálvsagt ikki, hvussu eitt møguligt annað val hevði verið, og tí ber ikki till at samanbera. Tú veitst tó uttan iva altíð, um tú trívist við tað, tú hevur valt. Um so er, so stendur ikki so heilt illa til. Tó vil óvissan uttan iva níva teg, eftir at tú hevur framt títt val. Soleiðis vil tað nú einaferð vera, og torført kann vera at sleppa undan hesum kostinum. Óvissan kann tó eisini síggjast sum ein positivur eginleiki, tí óvissan er drívmegi og hon ger teg forvitnan. Alt lívið verður tú sett/ur yvirav ymsum valum, og tískil er ringt at sleppa undan óvissuni. Hon lúrir altíð aftanfyri næsta hornið. Tí kann tað ikki sigast ov ofta, at fyrireikingararbeiðið til valið er av nógv størri týdningi enn valið sjálvt. Tað vísir seg eisini, at mong av teimum, sum fella frá undir lestrinum, als ikki høvdu sett seg nóg væl inn í, hvat teirra val innibar. Ráðini eru tí einføld: Fyrireiking, fyrireiking og aftur

Pisan 2003 12

tú ert, og hvat tú hevur hug til. Av tí at skúlin er minni, vita lærarar og næmingar nógv betur av hvørjum øðrum. Sjálvt um mín skúlagongd ikki hevur verið ein dansur á rósum, so havi eg lært ótruliga nógv; ikki so nógv av at ganga í skúla, men av øllum tí, sum eg havi tikist við við síðurnar av. Av tí, at eg næstan onga skúlagongd hevði á London College of Fashion, so fekk eg lært nógv við at hjálpa 3.árs næmin-gum frá tí kreativa Central Saint Martins og útlærdum designarum. Havi arbeitt ókeypis, tí nærum ongin designari hevur ráð at gjalda einum lesandi. Men harafturímóti fært tú klæðir, atgongd til ymiskt, og møtir eini rúgvu av áhugaverdum fólki, ikki at gloyma kendum fólki. Mótasamfelagið her er eitt stórt netverk, sum er ógvuliga týdingarmikið at koma inn í, og sum kann vera ein stórur fyrimunur, tá tú ert útbúgvin og ætlar tær at fáa viðurkenning. Sjálvur býurin hongur á einum tunnum tíðarstrongi, og er nógv merktur av, at her búgva nógv fólk. Fólk er stressaði, og hava altíð skund. Tú fylgir bara við streyminum á gøtuni, og veitst ikki hví, tú gongur so skjott. Her er ongin døgurðatími til ein heimagjørdan matpakka. Í staðin renna fólk runt við einum sandwich og einum pappírskoppi, tí sokallaða “food to go”. Tað er skitið, nógvur larmur, nógv fólk við ringum anda og sveittalukti, men tað er ein náttúrligur partur av stórbýarlívinum, og tú venur teg skjótt við tað. Sjálvt um lívið í London er hart og hektiskt, er tað avgjørt rætta staðið at búgva, tá tú ert ungur. Tað tekur bara eitt sindur av tíð at fella til og viðurkenna hetta. Sjálvt um íbúð og skúli ikki liva upp til tínar væntanir, so er nógv annað við London, ið tú ikki fært aðrastaðni. Mentunarlívið er sera fjølbroytt innan tónleik, dans, design, list og film. Hóast London ber orð fyri at vera dýrur, so er tað ótrúliga nógv, ið tú kanst gera fyri lítlan og ongan pening, serliga sum lesandi. Heldur einki mark er fyri, hvørjar vørur eru at finna her. Bara at keypa kaffi kann blíva ein heilur lestur: “A tall skinny caffeine-free café latte with organic skimmed milk with one sugar and no cream to go, please”. Býurin er á tremur við møguleikum, og tað ræður um at gera sær dælt av hesum. Tú venur teg við, at alt er slitið og ikki virkar optimalt og hugsar ”Hvat tá? Eg eri her bara fyribils og eri ikki komin higar at sita inni í eini finari íbúð. Sjónarmiðini broytast og víðkast: Tú fært sett spurnartekin við, hvat tú veruliga hevur brúk fyri. Tú lærir, at tað altíð eru aðrar loysnir, og at hvat er rætt og skeivt kann tulkast á ymsan hátt. Tú lærir eisini at fyrihalda tær fyri teimum heldur keðiligu síðunum av London, so sum kriminaliteti, óttanum fyri terror og kríggi. Jú, her hendir nógv, men fjølmiðlarnir gera eisini sítt til, at tað tykist ógvusligt. Tú kanst ikki gera nógv annað enn at filtrera tíðindini, ansa

eftir tær sjálvari og taka ein dag í senn. Samanumtikið hevur avgjørt verið vert at komið higar at lesa. Hóast tað hevur verið hart, so haldi eg, at støðugi mótgangurin er vorðin ein heldur týdningarmikil stimulansur fyri míni listarligu evni. Tað ljóðar løgið, men soleiðis er. At síggja hvussu slitið, gamalt, giggut, ljótt, ja annað enn pent og perfekt, kann vera ótrúliga hugkveikjandi. Tað er heldur ongantíð keðiligt her. Drívmegin er sera stór. Tað hendir alla tíðina okkurt. Havi ikki ætlanir um at vera búsitandi her, men hvør veit? Eg fái enn sús í búkin við tankan um, at eg búgvi her. Hvørja ferð eg gangi um London Bridge, síggi Tower Bridge til vinstru, London Eye og Millenium Bridge til høgru, hugsi eg: Wauw – og her búgvi eg. Eg kann sostatt avgjørt viðmæla London, serliga um tú hevur hug til eitt lestrarlív við avbjóðingum. Tú skalt bara vera fyrireikað/ur uppá, at tað er øðrvísi - men ein góður møguleiki at gerast sjálvstøðug/ur og at virðismeta tað, sum áður var tikið sum ein sjálvfylgja. Tey kønu siga, at klárar tú at búgva í London, so kanst tú yvirliva allastaðni í heiminum. Hesum ivist eg onga løtu í.

Marianna Mørkøre

Pisan 2003 61

Page 13: Pisan 2003

London - kaos í kosmos

Eftir at hava verið á Den Skandinaviske Designhøjskole í Randers, royndi eg sum so nógv onnur designhugaði at sleppa inn á Danmark Designskula, men tað gekk ikki. Hevði hoyrt onkran lærara tosa um London College of Fashion og Central Saint Martins, sum skuldi vera einastandandi skúlar í Onglandi. Hetta kannaði eg nærri og avgjørdi so at søkja inn á London College of Fashion, men tað var ikki gjørt í eini handavending. Stuðulsstovnurin, LFÚ og lestrarvegleiðingin á studentaskúlanum visti lítið og einki um, hvussu man søkti inn á bretskar skúlar. Eg kann so siga, at tað er ein ógvuliga torskild gongd, tá man als onki veit um bretsku skúlaskipanina. Alt fer ígjøgnum eina skipan, sum eitur UCAS. Nógvar reglur og undantøkur eru við hesi umsóknarskipan, at tað er vert at fara í gongd í góðari tíð. Men eg slapp so inn á London College of Fashion, var øgiliga stolt og ímyndaði mær goðalív í London. Men tað var eitt stórt sjokk at møta veruleikanum. Fyrsta sjokkið var kollegiið. Tað var sum at koma í geglið, men bara við útsýni av 9.hædd. Til alla lukku var kamarið dupultbookað, so eg bleiv flutt í eitt annað heim, sum var nýtt og

flott við bretskum dámi - mynstrut teppi og tungir møblar - har eg kundi búgva í 3 mðr. Hetta var byrjanin til, at eg nu eri flutt 7 ferðir íalt. Ikki hevur tað verið lætt, men ein sera góður máti at koma at kenna býin uppá. Tað var ikki bert bústaðurin sum bilaði, men somuleiðis skúlin. Eg helt, at eg var nakað ser-ligt, tí eg var komin inn á skúlan, men tað var líka vanligur lesnaður sum at lesa til t.d. peda-gog. 120 næmingar vóru í mínum flokki, ikki nógvir bretar, men næmingar úr øllum heimi-num. Veit, at í Danmark fer man á rústúr o.a. fyri at seta tað sosiala í gongd, men einki varð gjørt av slíkum. Ymisku tjóðirnar funnu skjótt saman, so tað var mangan hart sum føroyingur at royna at koma í samband við onkran. Lítil kunning varð givin um hvat og hvussu, so eg kundi brúka tímar um at finna útav, nær og hvar eg skuldi møta o.s.fr. Alt hetta dámdi mær als ikki, og míni listarligu evni blivu raðfest lágt. So eftir tvey ár avgjørdi eg at skifta skúla. Nú eri eg so á Ravensbourne College of Design and Communication, sum er ein minni og meiri konceptuellur designskúli, sum liggur uttan fyri miðbýin. Her verður størri dentur lagdur á, hvør

Ikki kann sigast við fáum orðum, hvussu tað er at lesa og liva í London. Tað er bæði gott og ringt og alt tað, sum har er ímillum. Eg havi verið her í London síðani heystið 2000 og verði liðug sum mótadesignari summarið 2004. Eg visti litið og einki um at lesa í London, tá eg av fyrstan tíð fekk hugskotið til tess.

Mynd frá eini Jessica Ogden mótasyning í London, har pløgg, sum Marianna hevði seymað, vórðu sýnd fram.

Marianna

Pisan 2003 60

fyrireiking.

Ein íløga fyri lívið At velja útbúgving er ein íløga fyri lívið. Tað nyttar einki at káva útyvir, bert tí orðavalið “fyri lívið” kann tykjast ræðandi og rættiliga avmarkandi. Tað er heldur eingin loyna, at tað arbeiðið, tú einaferð fært, setir sín ófrávíkiliga dám á lív títt. Fíggjarviðurskifti, frítíð o.s.fr. eru tengd at arbeiði tínum, og tískil er talan ikki um eitt val á sama hátt, sum tá tú velur málingalit til ein vegg. Ætlanin er ikki ar ræða teg við at seta hetta upp sum “tað ultimativa valið”, men bert gera vart við týdningin av tí. Sjálvandi er tað eingin “krisa” um tú ikki velur rætt fyrstu ferð, tí til ber at royna aftur aðru ferð, men so “klappar fellan” eisini – í hvussu so er, umm tú lesur í Danmark. “3.gangsreglen” sigur nevniliga:

Á teimum báðum næstu síðunum kanst tú lesa meira um tað at velja rætt. Um hvussu fólk hava broytt hugsan við tíðini.

Katrin D. Apol

*3. gangsreglen Har man 2 gange været optaget på en videregående uddannelse uden at have afsluttet disse, vil man, hvis man på ny søger optagelse på en videregående uddannelse, blive placeret sidst blandt ansøgerne, uanset kvotient og kvote 2-kvalifikationer. Man kan dog, samtidig med at man indsender selve ansøgningsskemaet, søge dispensation, hvis der er gode grunde til, at man sprang fra de 2 første uddannelser. Får man en sådan dispensation, behandles ens ansøgning på linje med de øvrige ansøgere. les meira www.kot.dk

Føroya Sparikassi Annonce

Pisan 2003 13

Page 14: Pisan 2003

Mangt broytist á mansins ævi

Frk. Joensen Nú: Ídnaðarlaborant

Tá: Okkurt innan lívfrøði/rannsóknir Umaftur: Havfrøði

Frk. Poulsen Nú: Farmaceut Tá: Einki ávíst

Umaftur: Farmaceut

Frk. West

Nú: Stjórnmálafrøði Tá: Lærari

Umaftur: Stjórnmálafrøði

Frk. Mortensen Nú: Medisin Tá: Medisin

Umaftur: Sniðgevi

Hr. Jacobsen Nú: SPRØK

Tá: Cand.merc. ella okkurt innan business

Umaftur: SPRØK ella cand.polit.

Hr. Mouritsen Nú: Bygningsverkfrøðing Tá: Bygningsverkfrøðing

Umaftur: Bygningsverkfrøðing

Hr. Danielsen Nú: Løgfrøði Tá: Veit ikki

Umaftur: Løgfrøði/djóralækni

Hr. Davidsen Nú: Løgfrøði

Tá: Kokk Umaftur: Veit ikki

Hvønn skulu vit spyrja, fyri at fáa tey bestu ráðini? Lestrarvegleiðarar, lesandi, foreldur, vinir, ommur og abbar, ”Institut for fremtidsforskning”...? Her hava vit spurt lesandi, hvat tey lesa, hvat tey altíð ynsktu at lesa, og hvat tey høvdu gjørt, um tey kundu valt umaftur.

Frk. Klein Nú: Professiónsbachelor í heilsu og føðslu

Tá: Fysioterapi Umaftur: Ítróttarsálarfrøði

Pisan 2003 14

Lesandi í pastalandinum Alt á italienskum At vera útlendskur lesandi í Italia er ikki heilt lætt, tí øll undirvísing fer fram á italienskum, og so at siga alt pensum er á italienskum. Í besta føri duga professorarnir so nøkunlunda at tosa enskt, men tað er ikki altíð so, og tey italiensku lesandi duga annaðhvørt illa ella als ikki at tosa enskt. Tí er eingin vegur uttanum italienska málið. Fyri meg var málið tískil verið ein stór avbjóðing fyrsta hálva árið, tí eitt er at læra at biðja um ein kopp av kaffi uttan sukur, meðan nakað heilt annað er at tosa italienskt til eina munnliga próvtøku. Mín kunnleiki til italienskt var avmarkaður til úrslitð av einum tríggjar mánaðar langum kvøldskúlaskeiði, tá eg kom herniður. Her tók eg tríggjar vikur á intensivum málskeiði, áðrenn universitetið byrjaði, og hóast tað hjálpti væl, so var máltrupulleikin rættiliga átrokandi fyrstu tíðina. Nýggja sjón Hvat havi eg so útbúgvingarliga fingið burturúr at skifta kendu umstøðurnar á Aarhus Universitet út við rættiliga eksotisku umstøðurnar á universitetinum her í Siena? Fyrst og fremst eitt nógv betri forstáilsi fyri mínum fakøki. At vera tilknýttur eitt gott universitet er sera attraktivt her í Italia, og av tí sama er universitetið her í Siena á tremur við sera dugnaligum undirvísarum. Nógvir teirra hava annan fótin á universitetinum og hin í arbeiðslívinum, og tað er ofta við til at gera undirvísingina meira aktuella enn hana eg eri vanur við. At koma í eitt heilt øðrvísi fakligt umhvørvið hevur eisini lært meg á hvørjum økjum eg standi fakliga sterkur, og hvørji øki eru meira ella minni blivin forsømd, har eg komi frá. Tað má so vera at hvørt universitet leggur serligan dent á ávísar førleikar, og tí er tað altíð sunt at koma eitt annað stað í eina tíð. Persónliga havi eg, umframt at fáa ein eyman pengapung, fingið eina góða samanseting av lívsroyndum, mentunarinnliti og málkunnleika, sum ikki telist upp í próvkarakterum og studiekreditstigum.

Rúnar Reistrup

Hví velur man at fara til júst Italia at lesa? Tað dugi eg ikki at svara uppá, annað enn at í mínum føri var orsøkin forelskilsi. Ikki at eg hevði funnið mær eitt italienskt sprund, sum eg fór niður til. Eg tosi ikki um tað slagið av forelskilsi, men forelskilsi í sjálvum landinum Italia, tess mentan og livihátti. Í mínum hugaheimi stavar alt gott úr Italia. Tann besti maturin er italienskur, tað besta vínið, tað besta kaffi, teir bestu skógvarnir, teir bestu bilarnir, tey bestu klæðini og meira afturat. Tí má eg eisini beinanvegin ávara um, at hendan greinin uttan iva er merkt av hesum forelskilsi, ið, sum kunnugt, ger ein blindan á summum økjum. Tí er ikki víst at onnur lesandi í Italia høvdu verið samd í tí, sum eg sigi. Sokrates Mítt lestrarár í Italia er komið í lag ígjøgnum sonevnda Sokrates samstarvið millum europeisku universitetini. Tá eg hevði gjørt meg lidnan við mína bachelor útbúgving í Informatiónsvísini á Aarhus Universitet, skuldi okkurt nýtt henda. At taka eina universitetsútbúgving er annað og meira enn at sita og lesa bøkur ella lurta eftir undirvísarum, og tað sum mær vantaði var at uppliva tað eftirhondini kenda fakøki frá einum øðrvísi vinkli í einum øðrvísi umhvørvi. Instituttið hevur nakrar Sokrates avtalur, harímillum eina við eitt italienskt universitet, sum segðist vera framkomið innan kommunikatión og miðlavísind. Tað passaði mær væl, og tí søkti eg um eitt pláss á italienska universitetinum. Hetta varð mær játtað, og soleiðis byrjaði mítt lív og lestrarlív í einum lítlum italienskum miðaldarbýi í Toscana nærhendis meira kenda Firenze.

Rúnar Reistrup hevur lisið “Informations-videnskab” í Århus í trý ár. Í løtuni tekur hann eitt ár av kandidatút-búgv ing s í n i í italienska býnum Siena. Her greiðir hann frá, hvussu tað spælir av. Katrin

Pisan 2003 59

Page 15: Pisan 2003

hægri lestrarstovnar, og tí er helst møguligt at finna ein persón á sínum læristaði, ið hevur samstarv við ella veit av onkrum professara á tí universitetinum sum ein hevur áhuga í. Frá professaranum á UC Berkeley fekk eg so eina formella “invitatión” til hansara fakultet, og hetta gørdi tað annars so drúgva pappírsarbeiði mikið lættari. Studentaskrivstovan visti við hesum, at pláss var fyri mær á skúlanum, og at eg var vælkomin, og tí var pappírsarbeiðið bert ein formalitetur. Sjálvandi krevur kontaktpersónurin á fremmanda læristaðnum, at tú kanst vísa til eina karakterútskrift, ið vísir at tú hevur áhuga fyri skúlagongdini, men eg hevði ikki kenslu av, at hetta var so altavgerandi. Eitt stutt motivatiónsbræv, sum lýsti, hví ein hevði áhuga í júst hesum læristaði, taldi eisini nógv. Eg fekk so pappír frá UC Berkeley uppá, at eg slapp at lesa har í eitt ár, og hesi pappír sendi eg so til Amerikonsku ambassaduna í Danmark, ið gav mær neyðugt studentarvisum (F1-visa status), ið krevst fyri at sleppa inn í landið. Kostnaður UC Berkeley og fleiri onnur universitet í USA hava eina skipan (Concurrent Enrollment), ið gevur fremandum studentum møguleika at lesa á teirra stað í eitt ár, fyri ein nógv lægri prís, enn vanliga gjaldið er. Ein er gestur á staðnum, universitetið tekur ikki ábyrgd av, at ein fær nakað burturúr lesnaðinum, og á karakterútskriftini verður viðmerkt at hetta er “Concurrent Enrollment”, altso lesandi sum gestur. Hetta hevur tó ongan týdning, tí ein fær somu fyrilestrar sum hinir studentarnir, og tí somu fyritreytir fyri lærdómi. Ein má gjalda eitt sindur fyri innliman, um 3000 kr, og so má ein gjalda fyri hvørt fakið sær. Fyri eitt ár bleiv hetta um 32.000 kr í mínum føri. Men hetta er eitt sindur ymiskt fyri tann einstaka. Eg fekk stipendium frá NTNU, okkurt norskt legat, ÚSUN-stuðul til skúlagongdina og so SU- stuðul til livikostnað, og hetta dekkaði mínar útreiðslur. Uppihaldið í USA var kanska heldur dýrari enn eitt lestrarár í Noregi. Hetta var tó av tí, at ein upplivdi meira og gjørdi meira um seg. Um ein vil liva bíligani, so nýtist eitt slíkt uppihald, við dagsins skipan, ikki at kosta meira, enn um ein var heima. Um SU-stuðul kemur at halda fram um fullveldið verður veruleiki, vita vit ikki enn, men hesin lestrarmøguleiki er so mikið bíligur, at møguligt er at gera hetta, eisini við einum nakað skerdum stuðuli. At vera á staðnum Nú var so øll formalisma í lagi, og eg fleyg yvir til USA í august í 1998. Eg var so heppin at møta trimum dreingjum sum skuldu leiga eini hús í Berkeley, men sum vildu hava ein fjórða við, so eg hevði innivist eftir tveimum døgum. Einum nýtist ikki at vita, hvar ein skal búgva, áðrenn farið verður, tí tað er ikki trupult at útvega sær innivist. Skúlin (UC Berkeley) hevur eisini íbúðarskipan til studentarnar, men eisini her helt eg tað vera

lættast at finna okkurt sjálvur. Ein partur av universitets kostnaðinum fór til trygging, og læknaviðurskifti, og hesi riggaðu í mínum føri væl. Ein skal tí ikki lata seg ræða av ræðusøgum um sjúkrarøktina í USA. Vit hava øll okkara mynd av einum typiskum amerikanara, men ofta er henda mynd bygd á ov spinkult grundarlag. Vit føroyingar hava nógv at læra av eitt nú teirra fría og opna lyndi. Universitetsumhvørvið er merkt av tess fleirtjóða atmosferu, so sjálvt tey, sum troyttast av amerikanarum hava møguleika at finna sær vinir úr øðrum londum. Skjótt gekk at fáa sær ein bólk av vinfólki, og vit fóru so til festival í Nevada oyðimørkini, biltúrar til Los Angeles, Mexico, Las Vegas, Grand Canyon, Yosemite National Park, skíferð til Lake Tahoe, jólatúr til Hawaii, konsertir í San Francisco og mangt afturat. Jú ein lærir mangt, sum ein ikki beinleiðis kann eksaminerast í, tað er víst. Lesnaðurin So var tað aftur lesnaðurin. Í míni lærugrein, fysikk, hevur UC Berkeley ikki færri enn sjey Nobelprísvinnarar og telist millum tey mest viðurkendu universitetini í heiminum. Hetta gevur ambitión og ein kenslu av, at hava “fingurin á pulsinum”. Nógv av kendu úrslitunum í fysikk eru tá ikki bert nakað, sum ein lesur um í eini turrari bók, men nakað sum hevur ment seg á staðnum. Verkfrøðingaútbúgvingin í Noregi hevur sínar styrkir, men tað var eisini áhugavert at uppliva lestrarháttin á Berkeley. Her høvdu vit færri fak, og tað var møguligt at fordjúpa seg meira í hvørjum faki. Nakrir av professarunum vóru eisini imponerandi góðir, og hetta er av alstórum týdningi. Eg fekk nógvar “aha-reaktiónir” sum nokk ikki vildu komið í Noregi, og fakliga kendi eg, at eg vaknaði av nýggjum. Fekk eina motivatión við mær heim aftur, sum enn situr í. Eftir árið í USA fór eg aftur til Trondheim har eg so var tað seinasta lestrarárið. Árið í USA bleiv góðkent sum eitt lestrarár í Noregi, og hetta er nakað ein má hava í huga, áðrenn farið verður til fremmand støð at lesa. Niðurstøða Fyri at taka samanum kann sigast: Eg var á norskum universiteti, NTNU, trý tey fyrstu árini og hetta gav mær gott fakligt grundarlag og var eitt gott støði fyri at koma víðari út í heim (USA) at lesa. Endaði so lesnaðin aftur í Noregi, og hetta hevur hildið míni motivatión við líka, nakað sum til tíðir kann vera trupult í eini longri útbúgving. Ein kann skipa sín lesna uttan fyri Danmark uppá nógvar ymsar mátar við góðum úrsliti. Eg havi her víst til ein hátt, sum hevur verið til stóra gleði fyri meg, og eg ivist ikki í, at fleiri kundu fingið gleði av einum líknandi framferðarhátti. At enda vil eg viðmerkja, at als einki ringt er við donskum útbúgvingum, nokk heldur hin vegin, men vit hava alternativar mátar at skipa okkara útbúgving, ið standa okkum øllum í boði.

Hjálmar Hátún

Pisan 2003 58

Frk. Thomassen Nú: Sjúkrasystir Tá: Sjúkrasystir

Umaftur: Sjúkrasystir

Frk. Joensen Nú: Sálarfrøði

Tá: Mál Umaftur: Sálarfrøði

Frk. Jákupsdóttir Nú: Sálarfrøði

Tá: Tíðindafólk Umaftur: Veit ikki

Hr. av Teigum Nú: Verkfrøði Tá: Snikkari

Umaftur: Verkfrøði

Hr. Mikkelsen

Nú: Marknaðarføringsbúskapur Tá: Veit ikki

Umaftur: Marknaðarføringsbúskapur

Frk. Strøm Nú: Fólkaheilsufrøði

Tá: Fólkalívsfrøði Umaftur: Fólkaheilsufrøði

Um hesar báðar síðurnar prógva nakað, íðan so er tað, at tað er ikki altíð lætt at finna rætta lesnaðin. Men hví duga vit ikki altíð at velja rætt? Orsøkirnar eru nógvar. Í summum førum vita vit ikki, at vit hava valt skeivt, fyrr enn vit undir lesnaðinum

síggja leiðir, vit áður ikki dugdu at ímynda okkum. Áhugin fyri øðrum lesnaði stingur seg upp, eftir at vit eru farin undir annan lesnað. Vit vóru trygg í gomlum dreymum og settu tí ikki spurnartekin við teir. Vit settu okkum ov lítið inn í lesnaðin, áðrenn vit byrjaðu. Vit høvdu eina mynd, ið

var bygd á romantiskar tankar um lesnaðin ella á framtíðar starvsmøguleikar. Vit kenna ikki okkara egnu styrkir og veikleikar nóg væl. Vit lurtaðu eftir øðrum heldur enn at lurta eftir okkum sjálvum. Vit tóku ikki avgerðina í álvara ... Alt hetta kanst tú gera nakað við. Í summum førum sært tú ikki vegir, fyrr enn tú ert farin undir lesnað, og tá kanst tú taka avgerð um, hvørt tú vilt skifta lesnað ella halda áfram. Avgerðin er tín! Ráðini frá hesum fólkum er tó - "Nýt ta tíð, ið krevst at velja rætt fyrstu ferð"

Frk. Apol

Nú: Films- og fjølmiðlavísund Tá: Tíðindafólk

Umaftur: Okkurt innan mentan

Pisan 2003 15

Page 16: Pisan 2003

Ymiskt er, hvussu hugurin er at fara undir hægri lesnað – summi vilja út á arbeiðsmarknaðin sum skjótast, meðan onnur hava hug at geva sær góðar stundir við lesnaðinum. Tað er alneyðugt at velja eina útbúgving, ið hóskar til tín tørv, bæði viðvíkjandi fakliga innihaldinum, men sanniliga eisini viðvíkjandi longdini á útbúgvingini. Í Norðurlondum kunnu útbúgvingarnar bólkast í 3 bólkar: Stutt Hægri Útbúgving, Miðallong Hægri Útbúgving og Long Hægri Útbúgving. Stutt Hægri Útbúgving (SHÚ) Stuttu hægru útbúgvingarnar hava antin eina miðnámsútbúgving ella eina arbeiðsútbúgving sum grundarlag. Útbúgvingarnar eru ástøðiligar, men við tí verkliga fyri eygað. Hesar útbúgvingar eru vanliga 2-2½ ár til longdar.

”Ein stutt, ein long...” Dømi: Ítróttarlærari, byggiteknikkari, d a t a m a t i k a r i , l a b o r a n t o g marknaðarføringsøkonom Miðallong Hægri Útbúgving (MHÚ) Miðallongu hægri útbúgvingarnar eru sonevndar professiónsútbúgvingar, ið venda sær ímóti einum serligum starvi. Upptøkutreytin er lokin miðnámsútbúgving - á summum útbúgvingarstøðum verður tú tó eisini upptikin, hóast tú ikki hevur miðnámsprógvið, men viðkomandi arbeiðsroyndir. Útbúgvingarnar taka 3-4 ár, og eftir lokna útbúgving kanst tú fleiristaðni kalla teg professiónsbachelor. Hetta er ein nýggj skipan, ið skal gera tað lættari hjá fólki við MHÚ at fara undir longu hægru útbúgvingarnar, uttan at tað er neyðugt at byrja umaftur. E itt dømi eru sjúkrarøktarfrøðingar, ið nú kunnu gerast jarðarmøður eftir tveimum árum. Dømi: Fólkaskúlalærari, sosialráðgevi, f j ø lm ið l a fó l k , f y s i o te rapeut o g sjúkrarøktarfrøðingur Long Hægri Útbúgving (LHÚ) Longu hægru útbúgvingarnar taka fimm ár ella meiri. Tær eru samansettar av einum bachelor-parti, ið tekur 3 ár, og einum kandidat-parti, ið er minst 2 ár til longdar. Flestu velja at taka báðar partar av útbúgvingini, av tí at lokin bachelor-partur í flestu førum “bert” gevur tær førleikan at undirvísa. Útbúgvingarnar eru grundaðar á gransking, og hevur hetta við sær, at ein partur av lærarunum á lærustovnunum bæði granska og undirvísa. Dømi: Samfelagsfrøðingur, arkitektur, sálarfrøðingur, sniðgevi og tannlækni Sí fleiri dømi um ávikavist SHÚ, MHÚ og LHÚ á s. 10-11.

Annika Helgadóttir Joensen

Bjørg

Pisan 2003 16

Navn mítt er Hjálmar Hátún. Eg gjørdist liðugur sum sivilverkfrøðingur á vári 2000, og eru júst byrjaður uppá eina Ph.D verkætlan, sum verður gjøgnumførd úti á Fiskirannsóknarstovuni í samstarvi við Universitetið í Bergen. Eg tók matematiskt-fysiskt studentsprógv í 1993, og fór sama árið, saman við tveimum vinnmonnum, á fjakkaraferð runt knøttin. Var á ferð í næstan eitt ár, og tók tá við arbeiði hjá Landverkfrøðinginum her heima, sum eg røkti í tíggju mánaðir. Hesi bæði árini góðu mær góðar stundir til veruliga at finna út, av hvat eg vildi lesa, og fjakkaraferðin gav eisini inspiratión til at søkja fleiri leiðir enn bert Danmark. Eg nýtti tíðina, ið eg arbeiddi í Føroyum, til at savna tilfar um hægri læristovnar í londunum kring okkum, Skotlandi, Noregi, Svøríki og Danmark. Søkti til fleiri universitet, og valdi so NTNU (Norge Tekniske og Naturvitenskaplige Universitet) í Trondheimi. Hetta, vil eg siga, er millum tey bestu valini sum eg havi gjørt higartil. Í Noregi Fyrireikingar, praktisk viðurskifti og mentan Tað kravdi ikki nógv av pappírsarbeiði at verða innskrivaður í skúlan, - bert ein umsókn og so eina staðfesting at ein stóð við umsóknini. So var tað studningurin frá SU, ið heldur ikki var nøkur forðing. Nú var so klárt at fara yvir til eitt stað, har ein ikki visti nakað um bústaðarmøguleikar, skúlaskipan o.l. og heldur ikki visti um nakran føroying, sum hevði verið har í somu lestrarørindum áður. Komin til Trondheim gingu bert tríggir dagar, so hevði eg funnið mær eina íbúð og kendi meg kláran til at byrja lesnaðin. Universitetið hevur, sum so mong universitet í øðrum londum, skipanir, ið syrgja fyri íbúðarmøguleikum til studentarnar, og tá serliga fyrstaárs-studentarnar. Men eg helt tað vera líka lætt at lesa lýsingarnar í bløðunum. So var tað at gerast limur í Trondheimar kommunu og eisini at koma undir læknaskipan og tílíkt, og hetta voldi heldur ikki trupulleikar. Við øðrum orðum vóru ongar praktiskar forðingar fyri at byrja lesnað í Trondheimi, og eg veit at sama støða er við flestu aðrar hægri lestrarstovnar í Noregi og helst eisini í hinum norðanlondunum. Málsliga hava vit føroyingar ongar trupulleikar í Noregi og tær nógvu dialektirnar liggja ofta tættari at okkara máli enn tað almenna “bokmål” ger. Mentunarliga eru vit eisini skildir við normenn, og hetta ger at ein skjótt tilpassar seg til studentarlívið. Og studentarlívið í júst Trondheimi er tiltikið fyri tess margfald við tónleiki, ítrótti, sjónleiki, og ein kundi hildið á. Býurin er ein studentabýur burturav, har yvir 30.000 av teimum 140.000 íbúgvunum eru

studentar. Tað akademiska So var tað sjálvur lesnaðurin. NTNU hevur ment seg nógv tey seinastu 15 – 20 árini, fyri at nøkta tann alsamt vaksandi tørvin á tøkniligari vitan, sum serliga oljuvinnan, men eisini annar ídnaður hevur sett. Hetta hevur givið universitetinum eitt positivt umdømi, sum eisini hevur týdning, tá ein skal velja sær lestrarstað. Týdningurin av skúlans umdømi er serliga eyðsýndur tá ein ætlar sær út um norðanlond at arbeiða og tá kanska serliga í USA. Skúlans menning sæst á tali av viðurkendum granskarum, ið eru knýttir at universitetinum, tali av studentum, sum árliga verða “klaktir”, og hetta førir eisini til, at hølisviðurskiftini eru vorðin munandi betur. Eg fekk ikki gleði av tí velduga bygningi, sum nú er gjørdur til náttúruvísindina og av tí nýggja fína ítróttarbygningi, sum júst er reistur, men hetta vilja so møguligir føroyskir studentar, sum velja somu leið, fáa gleði av. Tann fakliga samansetingin á skúlanum man vera sum í hinum norðanlondunum, og eg kenni meg ikki aftanfyri aðrar, nú eg eri byrjaður í arbeiði. Hóast nógv var at gera, so føldi eg ongantíð, at ov stór byrða varð løgd á mínar herðar. Ein størri partur av studentunum á NTNU enn eitt nú í DTU (Danmarks Tekniske Universitet), gerast lidnir við sín lesnað uppá normeraða tíð, sum eg havi skilt. Ein kann spyrja, hvør orsøkin til hetta er, men eg haldi tað vera av týdningi at fáa lesnaðin aftur um bak uppá rímiliga tíð. Tað eru nógv viðurskifti at taka støðu til, tá ein byrjar hægri lesnað, og tað er av týdningi at fáa gott fótafesti beinanvegin. At vera einsamallur á nýggjum stað gav mær frið til at fáa hetta fótafesti, fyri síðani at “slúsa” meira av sosialum aktiviteti inn eftir førimuni. Mín fatan er, at hetta við hvørt kann vera trupult í Danmark. Í USA Fyrireikingar Eftir at hava lisið í Trondheimi í 3 ár, føldi eg at eg hevði tørv á nýggjari avbjóðing, og at royna lesna í onkrum øðrum landi í eitt ár. Eg fekk samband við universitet í New Zealandi, Australia, Onglandi og USA. Eftir at hava vitjað California fall valið á UC Berkeley, ið liggur nær við San Francisco. So var tað at fara í gongd við fyrireikingar til hetta, og har kom internetið veruliga til sín rætt. Byrjaði at fyrireika um jóltíðir 1997 fyri so at byrja lesnaðin í USA í august 1998, og hetta var nóg góð tíð. Tað allar fyrsta ein mátti gera var at taka eina TOEFL-roynd (Test Of English as a Foreign Language), sum er eitt krav frá flestu universitetum, har enskt mál verður talað. Síðani mátti eg finna ein professara á mínum skúla (NTNU), sum hevði samband við onkran professara á fysikk-fakultetinum á UC Berkeley, og hendan fann eg eisini. Granskingar-samstarv er millum

At lesa í Noregi og í USA

Pisan 2003 57

Page 17: Pisan 2003

Altjóða Skrivstovan - veitir vegleiðing serliga til lesandi, sum ætla sær undir hægri útbúgving í øðrum londum enn Danmark og er savningarstaðið fyri vitan um hægri útbúgvingar og stuðulsmøguleikar í útlandinum

Altjóða Skrivstovan J.C. Svabos gøta 14

Postrúm 272 FO-110 Tórshavn

Tlf: 32 50 65

Fróðskaparsetur Føroya J.C. Svabos gøta 14

Postrúm 272 FO-110 Tórshavn

Tlf: 35 25 00

Hin føroyski møguleikin....

....ella hin útlendski

Fróðskaparsetur Føroya - staðið har tú kanst lesa hægri lestur við støði í føroyska samfelagnum

www.setur.fo

Pisan 2003 56 Pisan 2003 17

Page 18: Pisan 2003

Hví søkti tú inn á útbúgvingina? Tað var ógvuliga tilvildarligt. Eg visti als ikki hvat eg vildi. Tað einasta, eg var vís í, var, at eg ikki skuldi nakað innan mál og at skriva. Eg visti, at eg vildi niður til Danmarkar at lesa, so eg byrjaði at leita í hasi bókini “Hvad skal jeg blive” ella hvussu hon eitur og kom so bara tilvildarligt fram á hetta og helt, at tað ljóðaði áhugavert. Hugurin var at fara hasa leiðina, og tað gjørdist greitt, at eg mátti supplera evnafrøði fyri at sleppa inn á útbúgvingina. Hvussu var at byrja? Tað var sera løgið. Eitt var, at eg hevði havt eina longri pausu við at ganga í skúla, so bara tað at byrja aftur at lesa, var sera løgið. Har afturat kom so, at tað var í einum øðrum landi, har tú ongan kendi og har tú (kanska serliga orsakað av málinum) altíð kendi teg býttari enn hini. Eg fór fyrst niður til Danmarkar at supplera, so eg kom spakuliga inn í lesnaðin aftur. Eg haldi, at tað gjørdi alt eitt sindur lættari. Eitt, sum eg undraðist á, var, at eg var millum tey elstu. Fá av hinum høvdu havt pausu eftir student, og vóru møguliga eisini farin úr 9. flokki á miðnámsskúla. Alt tóktist tískil lættari hjá teimum, orsakað av, at tað enn lá frískt í minninum. Tað ringasta av øllum var nokk málið. Eg havi ongantíð verið stinn í donskum, so tað var sera torført. Eg kom tó beinanvegin í ein bólk, og vit hava hildið saman síðani rústúrin. Hini í bólkinum hava oftani flent at mær. Eg mangli ofta orð, tá eg skal greiða frá onkrum, men nú gongur tað fínt. Tey skilja meg, so eg tími ikki at leggja meira í tað. Hvussu er sambandið við hini? Sum sagt, so hevur rúsbólkurin hjá mær hildið saman síðani byrjan, so eg kann bara ráða til at fara við á rústúr. Vit hava tað gott saman og sjálvt um vit nú fara í hvør í sína ætt, so ætla vit at halda saman. Tað er tó mest í skúlanum, at vit eru saman og ikki so nógv í frítíðini.

Tað stóra lopið Hvussu við málinum? Tað var ræðuligt at byrja við og eg hevði ofta so ringt at málbera meg. Sjálvt um tað enn ikki er heilt í lagi, so er sjálvsálitið vorðið so mikið gott, at eg leggi einki í tað longur. Tey skilja meg! Tað ringasta er nú, tá eg skal leggja okkurt fram fyri øllum flokkinum. Tá kenni eg meg framvegis øgiliga lítla. Var tað eitt stórt fakligt lop? Jú, tað má eg siga. Tú kendi beinanvegin, at tú vart á einum hægri lærustovni. Undirvísarin gav tær ein lesiplan, so tú visti, hvat tú skuldi lesa, men alt annað var upp til tín sjálvan. Nakrir undirvísarar eru sum studentarskúla-lærarar, har tú skalt lata uppgávur inn og so fáa ummæli. Tú ert eisini altíð vælkomin at seta teimum spurningar. Tað er tó eingin ivi um, at alt er á einum hægri støði. Eg hevði júst supplerað evnafrøði, so í tí kendi eg meg nokkso trygga - í eina viku ella so - tí so verður farið víðari. Vit skuldu tó brúka nógv av støddfrøðini frá 3. g, sum tó longu lá mær rættiliga fjar. Alt, sum vit lesa, er á enskum so tað er sera tungt at koma í gjøgnum, men man venur seg við alt. Á karakterunum sæst eisini, at støðið er hægri, men nógv klára eisini at halda seg uppi í tí hægra endanum - tað er ikki ómøguligt So skalt tú tó seta øgiliga nógva tíð av til at lesa í. Sjálv haldi eg, at eg havi allan karakter-skala´in. Eg havi eisini lært, at man ikki altíð kemur ígjøgnum.

Føroyska arbeiðið í

Eliaskirkjuni

Vesterbrogade 49, Vesterbro Torv, København V (inngongd undir stóru trappuni)

Møti hvørt leygarkvøld kl. 19.00

Sunnudagsskúli hvønn sunnudag kl. 11.00 á Oyrasundskolleginum (børnerummet) og í

Eliaskirkjuni kl. 14.00 Bussarnir 6, 28 og 550S steðga beint uttanfyri og

1, 14, og 16 nærhendis

Øll eru hjartaliga vælkomin Góður felagsskapur í kristnum umhvørvi

Meira fæst at vita frá Atla Rasmussen tlf. 32 96 99 95 og Albin Johannesen tlf. 32 88 68 79

ella teldupost [email protected]

Samrøða við 25 ára g o m l u M a l u n a Mikkelsen, sum lesur til matvøruverk-frøðing á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Hon lesur nú á triðja ári.

Katrin

Pisan 2003 18

Visti tú at....

á Setrinum eru 154 innskrivaðir

studentar

á Setrinum eru tilsamans

8 BA/BS-útbúgvingar

2 exam.art. útbúgvingar

2 cand. phil. útbúgvingar

á Setrinum er 6 Ph.D. studentar

á Setrinum eru 20 vísindafólk

á Setrinum eru 4 professarar

á Setrinum eru sera góðir møguleikar

at sleppa til hini Norðurlondini. Tú

kanst fara á norðurlensk málskeið og

lesa á universitetunum í granna-

londunum umvegis Nordplus

skipanina.

játtanin hjá Setrinum er 19,4 milliónir

heimasíðan er: www.setur.fo

Telefonirnar eru:

Føroyamálsdeildin 35 25 20

Náttúruvísindadeildin 35 25 50

Søgu- og samfelagsdeildin 35 25 80

Setursskrivstovan 35 25 00

Lív- og evnafrøði Annað hvørt ár (ólíka árstøl) verður tikið upp til lív- og evnafrøði. Hesin lestur tekur tvey ár. Eftir støðisárini ber til at lesa BS í lívfrøði. Tikið verður upp til lív- og evnafrøði í 2003.

Stødd- og alisfrøði Annað hvørt ár (líka árstøl) verður tikið upp til stødd- og alisfrøði. Hendan útbúgvingin tekur tvey ár. Tá ið støðisárini eru lokin ber til at velja millum fýra ymiskar BS útbúgvingar, alis- og jarðalisfrøði (1 ár), teldufrøði (1 ár), kolvetnisverkfrøði (1½ ár) og ravmagnsverkfrøði (1½ ár). Í ár verður tikið upp til lív- og evnafrøði.

Søga, siðsøga og samfelagsfrøði Á Søgu- og samfelagsdeildini eru, sum heitið á deildini sipar til, tvær høvuðsleiðir: Søguútbúgving og samfelagsfrøði. Í ár verður tikið upp til BA í søgu– mentanarfrøði og til BA í samfelagsfrøði. Fyrsta árið er felags fyri báðar útbúgvingarnar, meðan tey bæði seinnu árini eru skipaði sum ymsik skeið, sum kunnu setast saman til fult BA prógv. Til ber eisini at lesa til kandidat í søgu og siðsøgu (cand. phil).

Umsóknarfreist og upptøkukrøv Freistin at søkja um upptøku til lestur á Fróðskaparsetrinum í 2003 er 1. juli. Svar verður sent umsøkjarum seinast í juli. Lesturin byrjar um mánaðarskiftið august/september. Upptøkukrøvini eru miðnámsútbúgving ella líknandi. Á Náttúruvísinda-deildini verður harumframt kravt ávíst støði í nøkrum lærugreinum: Til stødd-/alisfrøðilestur er kravið A-støði í støddfrøði, B-støði í alisfrøði og C-støði í evnafrøði. Til lív-/evnafrøði lestur er kravið B-støði í stødd-, alis- og evnafrøði.

Pisan 2003 55

Page 19: Pisan 2003

Útbúgvingartilboðini Á Setrinum eru tríggjar megindeildir. Deildirnar taka ikki studentar upp á hvørjum ári, men eftir plássi og fíggjarligari orku.

· Føroyamálsdeildin hevur exam.art. og cand.phil. lestur í føroyskum/norðurlendskum máli og bókmentum.

· Náttúruv í s indadei ld in hevur støðisútbúgving í stødd-/alisfrøði og lív-/evnafrøði, og síðani BS-útbúgvingar omaná í ravmagnsverk-frøði, kolvetnisverkfrøði, jarðalis-frøði, teldufrøði, havlívfrøði og kunningartøkni (hálvtíðarlestur).

· Søgu- og samfelagsdeildin hevur exam.art., BA og cand.phil. lestur í søgu og siðsøgu og BA lestur í stjórnmálafrøði.

Føroyskt mál og bókmentir Á Føroyamálsdeildini kanst tú taka eina fullfíggjaða kandidatútbúgving við høvuðsgreinalestri í máli og bókmentum.

FRÓÐSKAPARSETRIÐ

– ein føroyskur møguleiki Á Fróðskaparsetrinum kanst tú lesa og læra um føroysk viðurskifti á føroyskum. Fróðskaparsetrið er miðdepilin fyri føroyskari gransking og er einasti hægri lærustovnur, har tað ber til at lesa hægri lestur við støði í føroyska samfelagnum.

Talan er um eina sera fjølbroytta og væl dagførda útbúgving. Henda útbúgving vendir sær serliga til teirra, sum kundu hugsað sær at undirvíst í føroyskum máli og bókmentum á miðnámsskúlastøði, ella til teirra, sum hava áhuga fyri fjølmiðlum og øðrum miðlum og mentanarstørvum. Vanliga tekur deildin upp til lestur annað hvørt ár. Í fjør var tikið upp til exam. art. í føroyskum.

Náttúruvísindi Lesturin á Náttúruvísindadeildini er skipaður við tveimum støðisárum. Tá ið tey tvey støðisárini eru lokin ber til at lesa BS, sum er 1 ella 1½ ár omaná. Møguleikarnir eru fleiri, tá ið BS skal veljast, millum annað kolvetnisfrøði, ravmagnsverkfrøði og lívfrøði. Eftir BS lesturin, 3-3½ ár, ber til at lesa til kandidat á universitetum í Danmark og aðrastaðni. Fleiri studentar við BS-prógvi velja tó eisini at fáa sær arbeiði innan vinnulívið beinanvegin.

Pisan 2003 54

Lestrarbólkar -ein góð hjálp á vegnum

Ein lestrarbólkur loysir uppgávur saman, fer í gjøgnum pensum ella gevur "feedback" upp á stytri ella longri uppgávur. At arbeiða í einum lestrarbólki lærir teg sostatt at taka ímóti ummælum/atfinningum av tínum arbeiði, samstundis sum tú sjálvur eisini lærir at ummæla arbeiðið hjá øðrum. Hevur tú trupulleikar av ávísum undirvísara ella hevur tú torført við at skilja tað, tú lesur, kann tað vera til stóra hjálp at tosa við onnur um tína støðu, og tá er helst eingin betri enn júst tey, ið tú lesur saman við. Tað vísir seg nevniliga ofta, at tú als ikki ert tann einasti, ið hevur torført við at fylgja við. Tá tú fært møguleika at kjakast við onnur um pensum, gerst alt eisini nógvar ferðir lættari at skilja. Seinni, tá tú kemur útbúgvin út á arbeiðsmarknaðin, má tað í øllum førum metast sum ein stórur fyrimunur at duga at arbeiða í bólki fyri at loysa størri verkætlanir. Tá er eisini neyðugt at duga at bera fram (formidla) títt fak, so onnur enn tú skilja tað. Tað er jú í veruleikanum eisini júst hetta, ið endamálið við einihvørjari útbúgving man vera. Tað er ógvuliga umráðandi, at tú sjálvur ert aktivur og kanska tekur initiativ til at byrja ein lestrarbólk, tí tað er sjálvdan tann stilla og tigandi, gráa músin, ið stendur fremst í huganum hjá hinum, tá tey fara at hugsa um lestrarbólkar.

Katrin D. Apol

Á hægri lærustovnum eru ofta fáir undirvísingartímar, hjá summum bara einir 8 tímar um vikuna. Hetta inniber eina hægri sjálvstøðuga lestrarbyrðu fyri tann einstaka, ið ofta kennir seg at vera sjálvlesandi. Tað er ógvuliga týðandi at hava gott sjálvsagi (sjálvdisciplin), tí eingin kannar eftir, at tú lesur tað, tú eigur. Tað kann tí ikki sigast nóg ofta : Slepp tær upp í ein lestrarbólk sum skjótast, so kunnu tit í bólkinum "ansa eftir" hvør øðrum. Orðaskvaldur, hugsar tú kanska, og heldur teg arbeiða best fyri teg sjálvan. Hetta má sigast vera ógvuliga avmarkandi tankagongd, tí í veruleikanum so er tað, at arbeiða í bólki, nakað, ið eisini tú kanst læra og enntá fara at seta prís uppá. Tí umframt tað sosiala, so er ein lestrarbólkur eisini ein vernd ímóti mótloysi. Bólkurin gevur tær eina kenslu av at hoyra til, og júst hetta hevur stóran týdning - serliga í byrjanini. Tá ið semesturplanir, hølisviðurskifti, introvikan og rústúrur alt er fingið upp á pláss, so byrjar gerandisdagurin. Tú gerst skjótt greiður yvir, at hetta sleppur tú ikki sovandi til, so tað er bara um at bróta upp um armar. Tað kann vera ógvuliga tungt at tyggja seg í gjøgnum vísundaástøðiligar tekstir á enskum og sjálvt á týskum, og torført er at finna eina lesirútmu, tá minst annaðhvørt orð skal leitast upp í orðabókini. Her er tað ofta, at mótloysið sníkir seg inn sum ein hóttandi faktorur og lívsdreymurin førkar seg longri og longri út í havsbrúnna. Tá kann ein lestrarbólkaur gerast loysnin!

Halla

Pisan 2003 19

Page 20: Pisan 2003

Tú hevur hoyrt tað fyrr: Lopið frá miðnámsskúla og á hægri skúlar kann tykjast stórt, tí so nógv nýtt er at venja seg við samstundis, men eisini tí at útbúgvingin nú meira enn áður gerst tín ábyrgd. Eitt skalt tú í øllum førum gera tær greitt alt fyri eitt, sjálvsdisciplin krevst, ikki minst tí at á nógvum ú tbúgv i ngum e ru f á i r undirvísingartímar, eingir terminskarakterir og so er heldur ikki altíð møtiskylda!!! Sum summi siga, so er undirvísingin á universitetunum ikki eitt krav, men eitt tilboð. Ráðini hiðani eru tó : Tak av hesum tilboðnum, tí tað er til fyri teg og fyri at hjálpa tær. Yvirlitið niðanfyri er ætlað at geva tær g r e i ð u á t e i m m e s t v a n l i g u undirvísingarhættunum, so tú betur kanst skilja frágreiðingarnar um tær ymsu útbúgvingarnar, tú lesur um. Fyrilestrar : Er ofta sjálv ímyndin av tí at lesa á hægri lærustovni, og er tað ein klassiskur undirvísingarháttur. Ofta eru nógvir næmingar til fyrilestrarnar, summa staðni heilt upp í 400. Tá er tað rættiliga sjálvsagt, at tvívegis samskifti er trupult, tó at tað til tíðir er møguligt at seta

Lestrar- og undirvísingarhættir spurningar. Sum heitið (fyrilestur) eisini sigur, so er talan í høvuðsheitum um ein frásagnarlíknandi undirvísingarhátt, har undirvísarin sjálvur stýrir, sigur frá og hugleiðir. Floksundirvísing : Henda undirvísingin minnir einamest um ta, vit kenna frá fólka- og miðnámsskúlunum. Vanliga eru eini 25-35 lesandi í hvørjum flokki alt eftir hvørja útbúgving, talan er um. Undirvísarin fer ígjøgnum undirvísingartilfarið, og avtalað verður hvørja ferð, hvat skal lesast til næstu ferð. Kjak og framløgur eru ofta integreraður partur av undirvísingini. Roknivenjingar : Undirvísing, har tú stutt og greitt roknar uppgávur. Hesir tímar koyra parallelt við aðra undirvísing og oftast er ein undirvísari til staðar, sum kann hjálpa. Henda undirvísing fer í høvuðsheitum fram á náttúruvísundaligu útbúgvingunum. Starvsstovuvenjingar : Er á flest øllum tekniskum, náttúruvísundaligum og læknafrøðisligum útbúgvingum. Tímarnir eru vanliga kravdir, tvs. at tú hevur møtiskyldu fyri at kunna standa lærugreinina. Endamálið er, at næmingarnir fáa neyðugu praktisku royndirnar á júst

Katrin

Pisan 2003 20

Tú mennir tín málførleika. Tað hevur alt størri og størri týdning at kunna samskifta á øðrum málum, tí samfelagið er vorðið alt meria fjøltáttað, og tí lond gerast meira bundin at hvørjum øðrum. Hetta er ikki minst galdandi fyri smá lond. Tað er tí av stórum týdningi at læra at samskifta á øðrum málum enn sínum móðurmáli. Mál lærir tú best í tí landi, har tað verður tosað.

Tú lærir um ymiskleikan millum mentanir. Tað, sum tú lærir við at búgva í einum øðrum landi í longri tíð, kallast interkulturel kompetansa. Í stuttum er tað at skilja og virðismeta aðra mentan og ikki máta alt út frá kendum heimligum fortreytum og normum. Hetta hevur sjálvandi týdning, tá tú hittir útlendingar í Føroyum, at tú tá skilir teirra atburð. Líka stóran týdning hevur tað, tá tú sjálv/ur ferðast í øðrum londum. Kunnleiki til aðrar mentanir kann hava avgerandi týdning eitt nú innanfyri sølu og lýsingar í samband við útflutning.

Tú styrkir tína persónligu meinning. Tú ert einsamøll/einsamallur í einum fremmandum landi, har bæði mál og mentan er øðrvísi enn tað, tú ert vaksin upp við heima. Tryggleikin frá familju og vinfólkum er langt burturi. Tú noyðist at byrja av nýggjum sosialt – finna tær nýggjar vinir. Tað er eingin ivi um, at hetta er við til, at tú gerst sjálvstøðug/ur. Og tað er mennandi fyri sjálvsálitið, tá tú sært, at tað ber til.

Tú setir eina fakliga menning í gongd.

Tú hevur nógv at læra í útlondum – ikki einans á serøkjum. Minst líka so týdningarmikið sum servitanin er, at tú fært nýggj sjónarhorn til lesturin. Tú lærir aðrar hættir at tulka tekstir og nýggjar hættir at loysa trupulleikar uppá.

Tú fært roynt ævintýrhugin.

Indiana Jones býr í okkum øllum. Ein longsul eftir ævintýrinum, tí ókenda. Tað kann vera ævintýrið langt inni í Avstralia ella loydarmálini í Rom. Ævintýrhugurin er oftast besta eggjanin at fara burtur.

Hetta er einasti háttur at fáa útbúgvingina uppá.

Tú ert noydd/ur at fara burtur fyri at fáa júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær, og sum tú ikki fært her ella í Danmark. Ella tú noyðist at fara uttanlands, tí tú sleppur ikki inn á júst ta útbúgvingina her vegna avmarkaða upptøku. Tak tað sum eina avbjóðing og ein møguleika fyri at uppliva nakað annað.

Tað tekur seg væl út, tá tú søkir arbeiði. Tú vísir yvirfyri einum komandi arbeiðs-gevara, at tú dugir at samskifta á øðrum máli enn móðurmálinum, og tú dugir at tillaga teg.

Vansar Tað kunna sjálvandi eisini vera vansar og trupulleikar tengdir at útbúgving í útlondum. Her skal eg einans nevna nakrar, sum tann einstaki sjálv/ur má taka støðu til og royna at taka hædd fyri: Tað kann vera kostnaðarmikið. Tað kann vera torført. Tað kann vera vágið. Tað kann gera, at útbúgvingin kemur í drag. Tað er ikki lætt at vita , hvussu tú skal fara fram.

Men spyr á: Altjóða Skrivstovuni – J.C. Svabos gøta 14 - postboks 272, FO-110 Tórshavn – Tlf. 322065

Fax 35 25 01 [email protected] www.ask.fo

Hví útbúgva seg uttan fyri Danmark?

Pisan 2003 53

Page 21: Pisan 2003

Aalborg Eg sat á ”halvvejen” í innanríkis í Kastrup. Bíðaði eftir at flogfarið skuldi fara til Aalborg. Tað var eitt sindur seinkað, so eg og ein annar føroyingur sótu nú og fingu okkum ein kaffimunn. Eg kendi hann ikki, men hann segði seg hava búð í Aalborg í nøkur ár. Eg varð sjálvandi forvitin, tí eg skuldi sjálvur byrja lestur á Aalborg Universitet, og spurdi hann eitt sindur um býin. ”Aalborg er ein sera hugnaligur býur”, byrjar hann. Eg haldi at norðurjydanir eru eitt sera fyrikomandi fólkaslag. Býrin er lættur at finna runt í og bussar koyra nærum í hvønn krók. Aalborg hevur í langar tíðir verið hjartað í norðurjútlandi, bæði innan vinnulív og mentan. Universitetið í býnum er tað nýggjasta í landinum, - varð sett á stovn í 1974 - og har lesa eini 10.000 í løtuni. Eisini ítróttarliga er býurin frammi í oddinum, serliga innan fótbólt. AaB hevur verið millum bestu liðini í fleiri ár og vóru meistarar í 1999. Eg byrjaði at lesa seinast í 90-árunum og eg haldi at tað er heilt fitt av lesandi føroyingum í býnum. Havi hoyrt frá fólki, sum hava verið har longur, at tað kom rættilig gongd á tilflytingina í kreppuárunum. Føroyingar lesa ikki bara á Universitetinum, men eisini á læraraskúlunum, pedagogskúlunum og á sjúkrasystraskúlanum. Í seinastuni eru eisini nógv farin at lesa á tekniska skúlanum í býnum, umframt at lærlingar innan e.n. hotellverðina javnan eru í býnum. Musikkonservatorium er eisini í býnum, men har gongur eingin føroyingur í løtuni. Flogfarið fer ikki fyrr um ein hálvan tíma, ljóðar úr hátalarnum. So fara vit at fáa okkum eina øl, heldur aalborgarin fyri og fer í barrina. Føroyingafelagið í Aalborg, heldur hann fram, tá hann er komin við ølinum, er nokk eitt av teimum virknastu í landinum. Sjálvandi hevur tað verið upp og niður, men vanliga er nakað av fólki í hølunum. Tey kalla tað Álaborg, har er opið fríggjakvøld og leygarkvøld. Nú er nakað síðani eg var har, men tað plagar at verða hugnaligt. Vanligt er at fara har fyrst, áðrenn farið verður í ”Gøtuna”. Gøtuna? spyrji eg. Ja, Jomfru Anegade, - stuttleikagøtan í Aalborg sigur hann við einum smíli. Jú, hana havi eg hoyrt um, segði eg. Ja, kanska tað einasta eg visti um býin, áðrenn eg fór

heimanífrá. Annars skipar føroyingafelagið sjálvandi fyri eitt nú fyri ræstkjøtaveitslu og heystveitslu. Dugir tú at syngja, verði eg so spurdur. Tað visti eg ikki heilt. Havi ongantíð gingið undir at vera góður sangari. Hann segði so, at hann var kórleiðari hjá einum føroyskum kóri í Aalborg og teimum væntaðu fólk. Eisini er fótbóltur, um tú hevur hug til tað. ”Fintan”, sum liðið eitur, er júst flutt eina deild upp, so teir hava brúk fyri góðum kreftum. Ja, tað kundi verið, segði eg. Havi eina lítla karieru aftan fyri meg í HB. Hvussu eru bústaðarváninar í Aalborg? Ja, tær eru eins og aðrastäðni, ikki serliga góðar. Men um tú hevur søkt okkurt, áðrenn tú flutti niður, er tað heldur frægari, men oftast gongur eitt ár. Eg segði honum, at eg var so heppin, at sleppa at framleiga eina íbúð í eitt ár. Hann greiðir mær frá, at ein skal søkja AKU-Aalborg, tað eru tey, ið hava við lestraríbúðinar at gera. Kostnaðurin plagar at liggja frá 1.400 kr. um mánaðin. Fryntligi føroyski aalborgarin, festir sær nú í eina sigarett. Jú, sanniliga haldi eg, at tú hevur valt rætta býin at lesa í, sigur hann. Eg var eitt sindur í iva, tá eg flutti niður, men eg angri ikki á nakran hátt, at eg valdi Aalborg. Býurin er akkurát passaligur til støddar, ikki ov stórur og allíkavæl ein stórbýur, umleið 170.000 íbúgvar. Eisini er samanhaldið millum øll tey lesandi gott. Studiefelagið eigur og rekur sonevnda Studentarhúsið og har eru alskyns tiltøk á skránni. Gongur tú har,er skjótt at blíva innslúsaður í danska samfelagið, og harvið fert tú at trívast betur. So ljóðar úr hátalarnum, at vit skula fara til "gatina". Eg havi nú búð í Aalborg eitt hálvt ár og eg kann ikki siga annað, enn at eg trívist sera væl. Eg eri komin at kenna nógv fólk, - bæði føroyingar og danir. Eg kann viðmæla øllum at velja Aalborg sum lestrarbý. Her er fínasta slag!

Leif Hansen

- eitt gott val

Pisan 2003 52

teirra øki. Økisskeið ("Feltkurser") : Eins og við starvsstovuvenjingunum so er endamálið at geva teim lesandi royndir við praktiskum arbeiði á egnum øki. Undirvísingarhátturin kemur fyri á fakum sum lívfrøði, jarðfrøði og fólkalívsfrøði. Farið verður út (í náttúruna) at kanna ávís øki. Tað verði seg at kanna fólkasløg, ávísar ættbólkar, plantu- og djóralív ella jarðfrøðiligar kanningar í einum avbyrgdum øki. Hesi skeiðini kunnu telja sum ein próvtøka og aloftast er møtiskylda. Starvsvenjing: Á nógvum útbúgvingum er starvsvenjing ein kravdur partur, sum skal fara fram í ávísum lestrarhálvum. Á t.d. tannlækna- og djóralæknaútbúgvingini er starvsvenjing ein fastur partur av útbúgvingini, og fer fram á sjálvum útbúgvingarstovninum. Aðrar útbúgvingar innan t.d. landbúnað og verkfrøði leggja upp til, at tú sjálvur finnur eitt stað til starvsvenjing, ið so inngongur sum partur av útbúgvingini. Á m.a. humanistiskum og samfelagsvísundaligum útbúgvingum er starvsvenjing ikki eitt krav, men ein møguleiki tú kanst taka í 1/2 ár. Tú skalt tí fáa starvsvenjingina góðkenda framman

undan sum relevanta fyri útbúgvingina. Annars er ofta møguligt at fáa lestrartýðandi arbeiði við síðuna av lestrinum, eftir at tú hevur lisið í 2-3 ár. Tá verður nevniliga mett, at tín fakligi førleiki er ein fyrimunur í arbeiðinum. Verkætlan (projekt): Flestu hægri útbúgvingar hava fyrr ella seinni eina verkætlan á tímatalvuni, tó at tað er ymiskt, hvussu undirvísingin fer fram í hesum sambandi. Á Roskilde Universitets Center (RUC), Aalborg Universitet og á arkitektskúlunum verður so at siga arbeitt við verkætlanum burturav. Tú kanst antin velja at arbeiða einsamallur ella í bólki. Vanliga er eingin beinleiðis undirvísing í samband við eina verkætlan. Í staðin verður tú/tit knýtt at einum undirvísara, ið skal virka sum vegleiðari og ráðgevi í samband við verkætlanina. Ein verkætlan varar vanliga 1/2-1 ár. Summa staðni endar verkætlanin í eini skrivligari uppgávu, meðan tú aðrastaðni eisini skalt verja verkætlanina munnligt fyri vegleiðara og próvdómara.

Katrin D. Apol

Pisan 2003 21

Page 22: Pisan 2003

Minst til úr Føroyum: søk bústað samstundis sum tú søkir inn á útbúgving. Send eitt

avrit av upptøkuumsóknini við. Kanna um tú kanska enntá kanst søkja bústað, áðrenn tú søkir skúla, ring til kollegiir.

melda flyting úr kommununi, tú býrt í. sig til, um tú vilt vera verandi í kirkjuni. søk um fulla skattaskyldu hjá Toll og Skatt. Hetta gert tú,

fyrstu ferð tú arbeiðir heima t.d. í summarfrítiðini, men um Toll- og Skattstovan krevur tað, skalt tú til eina og hvørja tíð kunna vátta, at tú enn ert lesandi.

Hevur tú nógv, tú vilt hava við tær til útlandið, set teg so í

samband við flutningsfeløg og fá eitt tilboð frá teimum. fyrireika teg til mentanarhvøkk. Um tú fert til Danmarkar,

skal tú verða greið/ur yvir, at sjálvt um danir tosa nógv og nýta nógv fremmandorð, eru tey ikki klókari enn tú.

fyrireika teg at gerast kløkk/ur um, hvussu lítið danskt/

enskt/svenskt/norskt tú í veruleikanum dugir. hav ríkligt av peningi við, tí tað kann lættliga taka upp til 3

mánaðir, áðrenn tú fært SU.

Við at gerast limir í MFS fært tú hesar beinleiðis tænastur: Limablaðið Fjølnir 6 ferðir um árið. ISIC-limakort, sum gevur stóran ferðaavsláttur, t.d. við Strand Ískoytisumsóknarblaðið sendandi beinleiðis við postinum. Tú kanst fáa ráðgeving frá MFS-skrivstovunum í Keypmannah

samband við lestrarviðurskifti. Tú kanst søkja Grunnin Fyri Styttri Lestrarferðir (GSFL) um st

til Føroya í sambandi við uppgávuskriving. Um tú ert yvir 26 ár fært tú 25 % avsláttur (ungdómsprís), t

Føroyar. Tú kanst gerast haldari av Dimmalætting og Sosialinum á nó

prís. Tú fært stóran avsláttur, tá MFS skipar fyri tiltøkum, so

cafekvøldum. Tú fært ein árskalendara.

Pisan 2003 22

Århus eru tað tey lesandi, sum seta dagsskránna, og tí eru umstøðurnar at lesa í býnum sera góðar. Útbúgvingarstovnarnir hava gott orð á sær, og føroysku århusianararnir njóta tann róliga lívsstílin, sum ræður í býnum. Århus er ein lestrarbýur í orðsins mest bókstaviliga týdningi. Hægru lærustovnarnir eru lívsæðrar hjá býnum og súgva lesandi til sín úr øllum Jútlandi. Av tí sama er aldursbýtið í býnum so skeivt, at tað týðuliga sæst aftur, gongur tú ein túr ígjøgnum hugnaliga og snøgga miðbýin. At ung lesandi soleiðis hava hertikið býin sæst eisini aftur í góða tónleika- og cafélívinum býnum og ikki minst í Føroyingafelagnum, har størsti parturin av limunum eru lesandi. Við sínum góðu 250.000 íbúgvum og nógva virksemi hevur býurin eina stødd og eitt lív, sum ger tað torført at siga, um talan er um ein lítlan stórbý ella ein stóran provinsbý. Men at Århus er høvuðsstaður í Jútlandi liggur hinvegin púra fast. Av tí sama eru eins fáir århusianarar í Keypmannahavn og tað eru keypmannahavnarar í Århus, og býurin er mestsum tað sjálvsagda valið, tá jydar skulu velja lestrarbý. Føroyingum dámar væl Men hví fara føroyingar til Århus at lesa? Ein av orsøkunum er uttan iva, at teir báðir størstu lærustovnarnir í býnum, Århus Universitet og Handilsháskúlin, hava ógvuliga gott orð á sær, bæði millum tey lesandi og í vinnulívinum. Sama góða orð hevur føroyingalívið í býnum. Ein onnur orsøk er helst, at støddin á býnum tiltalar teir føroyingar, sum halda Keypmannahavn vera nakað stóran og ópersónligan. Heitið »smilets by« hevur Århus givið sær sjálvum, tí íbúgvarnir skulu eitast at vera meira vinarligir enn í øðrum størri býum. Hóast tað nokk er at taka munnin í so fullan, so er tó eingin ivi um, at stílurin í Århus er meira ságligur og niðri á jørðini enn í Keypmannahvn, og tí meira líkur føroyskum viðurskiftum. At finna bústað Tað er ikki longur nakar stórur trupulleiki at finna bústað í Århus, um søkt verður í góðari tíð, tí farnu árini er nógv gjørt fyri at nøkta íbúðartørvin hjá teimum lesandi í býnum. Av teimum århusiansku kollegiunum er Skjoldhøj Kollegiið eitt tað størsta og lættasta at fáa íbúð í, og tí er tað ofta har, føroyingarnir fara fyrst. Kollegiið liggur einar 20 minuttir í bussi frá miðbýnum. Men søkir tú í góðari tíð úr Føroyum, hevur tú møguleika at fáa pláss á einum av nógvu smærru kollegiunum, ið liggja nærhendis universitetinum.

Í Århus liggja eini tíggju heilt smá og sera væl umtókt kollegiu mitt í býarhjartanum. Bíðitíðin til eitt kamar á hesum kollegium er væl longri og liggur úr tveimum upp í fýra ár, men eru tað tvey, sum søkja um íbúð saman, er bíðitíðin nakað styttri. Tað er við øðrum orðum best í fyrsta lagi at søkja tey kollegiu, ið liggja uttan fyri miðbýin. Tá ein er komin inn har, kan man so søkja um at fáa pláss á kolligiunum mitt í býnum. Størsta føroyingafelag Hjartað hjá føroyingalívinum í býnum er Áarstova - húsið hjá Føroyigafelagnum í Århus, sum liggur væl fyri mitt í býnum. Áarstova er karmur um virksemið hjá Føroyingafelagnum og tilhaldsstað hjá limunum. Her er opið hvønn gerandisdag, og hvørt fríggjakvøld er annaðhvørt barr, dansur ella okkurt veitslutiltak. Áarstova er eisini karmurin um barnaskúlan og MFS-skrivstovuna í Århus. Við sínum umleið 170 limum er Føroyingafelagið í Århus størsta føroyingafelag í heiminum. Størsti parturin av limunum eru fólk, sum eru í Århus í útbúgvingarørindum, og tað setur sín dám á felagslívið. Føroyingafelagið fevnir um eina rúgvu av ymsum áhugabólkum og arbeiðsbólkum: Blaðbólkurin ger limablaðið Áarósan átta ferðir um árið, Ítróttar-bólkurin skipar fyri flogbólti og øðrum ítrótti. Fótbóltsbólkurin hevur innandura fótbólt um veturin, Hugnabólkurin skipar fyri hugnakvøldum og útferðum og hátíðarhaldum av føroysku merkisdøgunum, og Veitslubólkurin skipar við jøvnum millumbilum fyri veitslum. Årliga ræstkjøtaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Århus er tiltikin og dregur hvørt ár føroyingar úr øllum Danmark til sín. Fá meira at vita Føroyingafelagið í Århus ger á hvørjum ári eitt blað, sum er stílað til føroyingar, ið eru á veg av landinum í lestrarørindum. Í blaðnum eru greinir um íbúðarstøðuna, lestrarmøguleikar og frítíðarlív í Århus. Eisini er ein greinarøð, har føroyingar í Århus greiða frá teirra útbúgvingum. Blaðið verður latið øllum miðnáms-skúlanæmingum, ið ganga á síðsta ári. Blaðið fæst eisini á lestrarvegleiðingunum á føroysku miðnámsskúlum, á skrivstovuni hjá LFÚ umframt á Býarbókasavninum í Havn. Fært tú ikki hendur á blaðnum aðrastaðni, ber til at ogna sær tað við at senda e-post til Føroyingafelagið í Århus á adressuni [email protected]

Rúnar Reistrup

- býur teirra lesandi Århus

Pisan 2003 51

Page 23: Pisan 2003

Roskilde er ein øðrvísi lestrarbýur enn teir stóru býirnir í Danmørk. Roskilde er fyri tað fyrsta ikki serliga stórur. Einans umleið 50.000 fólk búgva har, og tað er lítið afturímóti t.d. Aalborg. Tó er býurin hin størsti á Sælandi, um væl at merkja ikki Keypmannahavnarøkið verður roknað uppí. At hann harafturat liggur sera miðskeiðis á oynni, ger at hann hóast lítil í vavi er eitt slag av miðstaði á Sælandi. Hetta hevur við sær, at útbúgvingar- og handilstilboðini eru rættiliga góð. Harafturat er býurin sera vakur og friðaligur, sum hann smýgur sær upp eftir líðunum fram við Roskilde-fjørðinum, og tískil eitt gott alternativ til Keypmannahavn, um høvuðsstaðurin onkursvegna er ov nógv av tí góða hvat bilroyki, larmi og stressi viðvíkur. Størsta styrkin hjá býnum Roskilde er helst, at hann megnar at samantvinna tvær dygdir, ið saman gera hann áhugaverdan – nevniliga søguliga keypstaðsdámin og leiklutin sum neglin á peikifingrinum á Keypmannahavn, sum peikar vestureftir. Roskilde er nevniliga í veruleikanum ein forstaður hjá Keypmannahavn, og tað er einans hálvur tími við toki inn í høvuðsstaðsins hjarta, og tokini koyra mest sum støðugt. Roskilde Universitetscenter Tó er Roskilde í teirri heldur umvendu støðu, at fleiri eru, ið pendla til býin enn úr býnum at arbeiða ella ganga í skúla. At talið er so mikið høgt, stendst fyrst og fremst av, at býurin eigur eitt lítið – men progressivt universitet, sum gerandis bara verður rópt RUC. Hóast liggjandi stutt uttanvert Roskilde, so eru tey flestu, ið har lesa, búsitandi í Keypmannahavn, og sjálvt upprunaligir roskildebúgvar hava mangan lyndi til at flyta inn í høvuðsstaðin, hóast teir lesa í teirra egna føðibýi. Onkursvegna er stórbýarlívið so lokkandi hjá summum. Tó eru nøkur, og eisini føroyingar, ið hava valt at búgva í sjálvum lestrarbýnum. Kanska tí at her er friðaligari og nærri náttúruna, men helst eisini fyri at sleppa undan at ferðast aftur og fram hvønn dag. Nógvir møguleikar Roskilde kommuna hevur langt síðani skilt sína tvíbýttu støðu, og hevur tí gjørt eina langtíðarplanlegging, har RUC er ein týðandi táttur. Um ikki so langa tíð fara S-tokini, ið higartil bara hava koyrt út til Høje Taastrup,

eisini at koyra út til Sønderport í Roskilde, ið liggur skamt frá dyreskuepladsen, har tiltikni Roskilde-festivalurin plagar at halda til. Her eru eisini flestu víðari gangandi skúlarnir í Roskilde, so sum Landbúnaðarháskúlin, handilsskúlin og tekniski skúlin. RUC liggur í eystara endanum av býnum, á vegnum til Keypmannahavnar. Tokið steðgar hálvan kilometur frá skúlanum, og ein gamal studentur frá teimum villu sjeytiárunum hevði helst stúrsað við at sæð hvussu nógv broytt alt er. Gamalt var at sipa til RUC sum 'universitetet på pløjemarken', tí at upprunaliga var einki annað har úti enn bara markir. Av øðrum útbúgvinarmøguleikum kunnu m.a. nevnast sjúkrarøktarskúlin og pedagogskúlin. Bústaðarmøguleikar Nú, ár 2002 er universitetið so nógvar ferðir størri, og tað er næstan ein kilometur at ganga úr enda í annan. Nakrir stásiligir bygningar eru bygdir hesi seinastu árini, og her er serliga stásiliga nýggja bókasavnið ein sannur gimsteinur og ein fragd fyri eygað. Harumframt hevur sjálvur Roskilde býur etið seg inn á markirnar, so at nærmasti grannin hjá RUC nú er sonevndi Trekroner by, sum m.a. telur eina ørgrynnu av kollegiuplássum. Hesi eru beint við síðurnar av universitetinum og beint við tokstøðina, ið skjótt fer at gerast ein S-tokstøð við teimum bøttu ferðingarmøguleikum tað hevur við sær. Eisini inni í Roskilde eru nógv kollegiupláss, bæði í miðbýnum, suðurbýnum, vesturbýnum og Himmelev (norðurbýnum). Men líkamikið um tú velur at búgva í Trekroner ella inni í Roskilde ella onkustaðni inni í K e y p m a n n a h a v n , s o e r R o s k i l d e Universitetscenter helst vert at hugsa um tá ið tú velur at søkja. Staðið er tiltikið fyri sína lágu upptøkugátt og síni høgu endaligu próvtøkumiðaltøl! Her sær man fólk, ið høvdu undir miðal í student fáa góðar útbúgvingar og harvið spennandi arbeiði. So um tú hevur viljan at gerast til nakað her í lívinum, men ikki tey neyðugu miðaltølini, so er RUC ein møguleiki. Er tað nakað, RUC dugir, so er tað at forða studentunum í at missa mótið, og tað hevur ikki so lítlan týdning, tá tú kemur úr einum øðrum landi og enn ikki reiðiliga veitst hvat tað vil siga at lesa.

Sámal Matras Kristiansen

Roskilde — miðstaður og forstaður

Pisan 2003 50

Minst til í Danmark: - Melda komu á kommununi, áðrenn 4 dagar eru farnir og fá eitt cpr-nr. (p-tal). Far so við tí í bankan og fá eina konto (tann føroyska kontoin kann eisini nýtast). Far á SU skrivstovuna og gev teimum konto nr. og cpr-nr. (tú hevur sjálvandi langt síðan søkt um SU, men umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn tú hevur cpr-nr.). Tekna trygging fyri lutir tínar (minst til at tryggja súkkluna fyri stuldur). Um tú ongastaðni hevur at búgva, sig so ja til tað, tú fært, so verður lættari at flyta seinni. Um tú fært eitt arbeiði, far so á Toll & Skatt í nýggju kommununi og søk um føroyafrádrátt (í Norðurlondum). Minst til, at rættin til føroyafrádrátt hava einans tey, ið eru í útbúgvingarlandinum í lestrarørindum. Tvs. tey, ið flyta heim eftir loknan lestur. Finn tær innføddar vinir og kenningar—serstakliga á skúlanum, og IKKI bara fylgjast við føroyingum. Finn føroyingafelagið í kommununi, tú veitst ikki, nær tú fært brúk fyri teimum.

- MELDA TEG INN Í MFS!

dferðsluni.

havn og Århus í

tuðul til ferðing

tá tú ferðast til

tini fyri hálvan

o sum dansi og

Page 24: Pisan 2003

Mangar e ru ræðusøgurnar um íbúðarviðurskiftini uttanlanda, t.d. í Keypmannahavn, har íbúðarneyðin hjá teimum lesandi helst er tann størsta. Tí er neyðugt at fara tíðliga til verka, um tú veitst, hvar tú skalt byrja at lesa. Bíðirøðirnar eru langar, og tað krevur mót, orku og ikki minst tolni, um tú vilt tryggja tær eitt stað at koma til, tá tú flytir av landinum – men tað eru tey fægstu, ið flyta heimaftur vegna manglandi bústað... Vit hava valt Danmark/Norðurlond, Bretland og USA sum dømi, men tørvar tær neyvari upplýsingar ella upplýsingar um onnur lond, set teg so í samband við MFS og/ella vitja heimasíðuna hjá Altjóða Skrivstovuni, á www.ask.fo Danmark/Norðurlond Í donsku stórbýunum sum Keypmannahavn og Århus kann vera ringt at fáa kamar ella íbúð, meðan t.d. Odense veitir trygd fyri, at lesandi uttan tak yvir høvdið fáa eitthvørt at búgva í innan 3 dagar. Sostatt eru íbúðarviðurskiftini ógvuliga ymisk frá býi til bý. Flestu norðurlendsku lestrarbýirnir hava tó eina skipan, ið gevur tær møguleikan at skriva teg á ein bíðilista til at fáa eitt kamar ella eina íbúð. Tú kanst skriva teg upp, tá ið tú hevur funnið útav, hvagar tú ætlar tær, men umsóknin (í Danmark) verður tó vanliga ikki gjørd virkin fyrr enn 4½ mð. innan lestrarbyrjan. Hent heimasíða: www.ungdomsboliger.dk Fyri Norðurlond sum heild: www.abo.fi/norden Bretland Flestu hægri lærustovnar í Bretlandi hjálpa altjóða næmingum at fáa tak yvir høvdið – nógvastaðni fært tú saman við upptøkubrævinum tilboð um bústað, og aðrastaðni eigur tú skjótast gjørligt at venda t æ r t i l b ú s t a ð a r á v í s i n g i n a á útbúgvingarstaðnum fyri at finna útav, um tey kunnu tryggja tær bústað, tá ið tú skalt byrja. Bústaðartilboðini frá lærustovnunum eru ofta kømur, ið eru knýtt at lærustovnunum og liggja tætt við - hetta verður eisini nevnt “campus”. Ein vegleiðandi kostnaður fyri kamar uttan fyri London er kr. 2.200 um mánaðin. Hent heimasíða: www.ukcosa.org.uk

USA Eins og í Bretlandi er vanligt, at amerikonsku lærustovnarnir bjóða tær innivist saman við upptøkubrævinum, og eisini her snýr tað seg a l o f t a s t u m “ c a m p u s ” . F l e s t u fyrstaársnæmingarnir velja at búgva á útbúgvingarstaðnum, tí tað hevur fíggjarligar fyrimunir, umframt at tú hevur størri møguleika at koma í samband við onnur lesandi. Fleiri hægri lærustovnar krevja eisini, at tú býrt á staðnum fyrsta árið. Kostnaðurin fyri at búgva á “campus” er ógvuliga ymiskur, men tú skalt rokna við at gjalda USD 5.000 um árið, íroknað mat. Hetta svarar til uml. kr. 2.900 um mánaðin. Hent heimasíða: www.usastudyguide.com - Hvussu skal eg húsast? Kamar Um tú ert stakur, tá tú fert av landinum í útbúgvingarørindum, er lættast at fáa innivist í einum kamari, annaðhvørt á einum studentagarði, ella privat. Tó er aloftast bíligari at leiga sær kamar á einum studentagarði, har leigan vanliga liggur um kr. 1.500-2.500 um mánaðin. Um tú leigar eitt kamar frá privatum útleigara, er vandi fyri, at tú kemur at gjalda ein okursprís fyri fáar fermetrar. Studningurin skal røkka langt, so royn fyrst og fremst at fáa eitt kamar á einum studentagarði. Um bíðitíðin er alt ov long, og eingir aðrir møguleikar eru, kann

Íbúðarviðurskifti

Katrin

Pisan 2003 24

- annað enn H. C. Andersen og Vollsmose

Odense er, sum flestum kunnugt, triðstørsti býurin í Danmark. Odense liggur mitt í Danmark, so her er gott samband allar leiðir. Líka stutt er til Keypmannahavnar sum til Århus og Týsklands, og tí er býurin eitt natúrligt knútapunkt fyri samferðslu og vinnu. Odense er ikki so merktur av at vera stórbýur, her eru nógv grøn umráði og fleiri villakvarter enn bústaðarblokkar. Hann er eitt sindur sum Havnin, breiðir seg úteftir heldur enn uppeftir, sum aðrir stórbýir hava lyndi at gera. Odense Å rennur gjøgnum býin og er nógv vitjað av odenseanum og ferðafólki alt árið. Hon rennur framvið Den Fynske Landsby og í gjøgnum Fruens Bøge skógin, har fólk koma saman til uttandura tiltøk av ymsum slag, í gjøgnum Odense Zoo og Munke Mose. Her koma barnafamiljur at geva dunnunum og at sigla á ánni og ung fólk samlast fyri at hugna sær. Býurin ger sjálvsagt nógv burtur úr at vera føðistaður H.C. Andersens. Barnaheimið er varðveitt, her er eitt stórt savn um hann, vit hava ein sokallaðan Eventyrhave, H.C. Andersen-paraden, ”Center for H.C. Andersen-studier” á Universitetinum, umframt eitt sera virkið og spennandi barnakulturhús, sum eitur ”Fyrtøjet”. Gamli býarparturin er lítil, men væl varðveittur, og nógv verður gjørt burtur úr fyri ferðafólk. Mentanarlívið her er tó so nógv annað og meira enn H.C. Andersen – her eru fleiri sjónleikarafeløg, eisini barna-sjónleikarahús burturav, Carl Nielsen Koncerthús, ymisk mentanarhús – millum annað tað navnframa ”Brandts”, har eisini Tróndur Patursson hevur havt framsýningar. Í Odense búgva um 185.000 fólk, og umleið 30.000 teirra eru lesandi á hægri útbúgvingarstovnum, so tað kenst, at hetta er ein lestrarbýur. Her er eitt ríkt ungdomslív við einari ørgrinnu av møguleikum bæði innan ítrótt, tónleik, sjónleik, dans, list, o.s.fr. Studenterhuset er rættiliga nýtt, men longu sjálvsagdur partur av lestrarlívinum, við nógvum tilknýttum feløgum og einari stórari og fjølbroyttari skrá. Býurin hevur eisini eitt aktivt býar- og náttarlív, við nógvum barrum, pubbum og dansistøðum – her er nakað fyri øll. Tær flestu størru útbúgvingarnar eru umboðaðar her á einum av teimum 22 útbúgvingarstøðunum, umframt nakrar, sum eru serligar fyri Odense. Odense Universitet, ella sum tað nú eitur: Syddansk Universitet, er størsta útbúgvingarstaðið, og er tað í støðugari menning. Ikki bert er tað lagt saman við størru

útbúgvingarstovnunum í Suðurjútlandi, talið á útbúgvingum er vaksandi og universitetið er júst útbygt og nútímansgjørt, so tað nú er enn størri og betri. Tað hevur verið merkt av plásstroti, ikki bert tí at fleiri lesandi sleppa inn hvørt ár, men eisini tí at fleiri nýggjar útbúgvingar eru komnar afturat – eitt nú journalistik og lívfrøði fyri humanistar. Við nýggju útbyggingini er Universitetið tíðarhóskandi í 21. øldini. Odense Universitet hevur ein fyrimun fram um t.d. Københavns Universitet, allar útbúgvingar, institut og centur halda til á einum stórum campusøki, so her er altíð lætt at finna runt og at hitta onnur f r á ø ð r u m ú t b ú g v i n g u m . A ð r i r útbúgvingarstovnar eru sjúkrasystraskúli, Odense Teknikum, tekniskir skúlar, sjónleikaraskúli, maskinmeistaraskúli osfr. Í Odense er sjálvsagt eisini eitt virkið Føroyingafelag við hølum mitt í býnum, sum vit hava saman við Íslendingafelagnum. Hetta tryggjar betur fíggjarviðurskifti, umframt at tiltøkini verða fleiri og fjølbroyttari. Vit fluttu í nýggju hølini í summar, og tey liggja sera væl fyri mitt í býnum. Her heldur kórið til og MFS hevur skrivstovufólk tilknýtt felagnum. Umleið ein triðingur av tiltøkunum í húsinum eru felags við íslendingum, meðan restin eru mestsum serføroysk. Av føstum tiltøkum kunnu nevnast Pisuveitsla, Ræstkjøtsveitsla, jólahald og føstulávintshald. Harumframt eru matkvøld, hugnakvøld o.s.fr. Føroyingafelagið hevur egið blað, ”Seyðarhøvdið”, sum kemur út umleið annan hvønn mánað, umframt eina heimasíðu og maillista, sum m.a. boðar frá komandi tiltøkum. Heimasíðan er á www.ffo.subnet.dk. Skalt tú til Odense at lesa, er stórur møguleiki fyri, at tú kemur á eitt kollegie, har føroyingar frammanundan búgva. Her er eitt stórt gongskollegie – H.C. Ørsted kollegiet, og eitt stórt íbúðarkollegie – Rasmus Rask, umframt fleiri smærri spjadd um allan býin. Tað er vanliga stórur tørvur á kømurum og íbúðum ta fyrstu tíðina eftir at lesturin er byrjaður, men bústaðarneyðin er ikki eins stór her sum onkra aðrastaðni. Eftir stuttari tíð hava tey flestu funnið okkurt – og tey, sum hava børn, fáa tey inn á dagstovn umleið ein mánaða eftir, at tey eru skrivaði upp. So viðurskiftini fyri føroysk lesandi í Odense eru sum heild góð.

Kristina Berg

Odense

Pisan 2003 49

Page 25: Pisan 2003

Illa lýddur í Jyllandi, men elskaður av svenskarum. Sum einast veruligi stórbýur í Danmark er ”Wonderful Copenhagen” eitt gott tilboð til føroyingar, ið hava hug á stórbýarlívinum, men sum samstundis ikki vilja kenna seg ov langt heimanífrá. Júst hvat tað er, sum fær so nógvar føroyingar at flyta til Keypmannahavnar er ilt at siga, men orsøkirnar kunna vera nógvar og fjølbroyttar. Summi flyta higar vegna sjálvu útbúgvingina. Onnur orsøk kann vera at tað longu eru so nógvir aðrir føroyingar í býnum, og tí kann sjálv tilflytingin gerast lættari, hetta kann eisini hava við sær at sjálvur mentunarskelkurin verður minni. Summi flyta til Keypmannahavnar fyri at sleppa burtur frá tí føroyska minisamfelagnum í nøkur ár, og velja tí stórbýin í kongaríkinum. Eitt er tó vist, nógvir føroyingar hava ígjøgnum árini funnið leiðina til danska høvuðsstaðin og væntandi koma fleiri tey komandi árini. Ikki er tað einans lesandi føroyingar, ið hava fest sær búgv í Keypmannahavn. Myrkamorreyðar troyggjur og bundnaturriklæði eru at síggja um allan býin á ungum sum gomlum. Føroyar í Keypmannahavn Føroyahúsið kann sigast at vera sjálvur karmurin um føroyska mentanarlívið í Keypmannahavn. Alskyns feløg halda til í húsinum. Millum tey mongu feløgini finnast MFS, Nærvarp okkara, Fótatraðk, Talvfelagið og Húsakórið. Men tað eru ikki einans tey, ið eru virkin í teimum ymsu feløgunum, ið hava sína dagligu gongd í húsinum. Fert tú inn í tímunum, tá kaffistovan er opin, er stórur møguleiki at síggja fólk tú kennur, og hetta er ikki einans vegna føroysku bløðini, ið liggja frammi til gestirnar at lesa í. Í vikuskiftunum skipa tey ymsu feløgini og húsið sjálvt javnan fyri bæði cafékvøldum og dansi. Men hetta eru ikki tey einastu tiltøkini, ið verða hildin í Føroyahúsinum. Listaframsýningar, pallborðs-fundir, temakvøld, týsdagsdøgurði og bingo eru eisini evni, ið javnan standi á skránni hjá húsinum. Av øðrum, ið Keypmannahavn hevur at bjóða, ið serstakliga er ætlað føroyingum, er vert at nevna tær tríggjar kristiligu samkomurnar í býnum (Kristnastova, Samuelskirkjusamkoman og Eliasarkirkjusamkoman). Nógvur aktivitetur er í øllum trimum samkomunum bæði mitt í viku og í vikuskiftunum. Umframt hetta eru fleiri føroyingafelag í keypmannahavnar-økinum (Keypmannahavn, Ballerup og Hvidovre), í t ró t ta r fe lag ( Í F Føroyar ) , róðra r -feløg, kvinnufelag, listafelag, o.s.fr. Oyrasundskollegiið er allarhelst tað kollegiið har flest føroyingar búgva. Ikki at búgva á gongd við einum føroyingi er heldur sjáldsamt. Onnur

kollegii eru eisini, ið húsa nógvum føroyingum. Her kunna nevnast Rasmus Nielsen kollegiet, Sofiegaarden, Kagsaa kollegiet, Kampsax í Lyngby. Sostatt kanst tú sjálv/ur velja, um tú vilt søkja inn á eitt kent “føroyskt” kollegii, ella um tú heldur vilt búgva á einum kollegium, har ikki so nógvir føroyingar halda til. Útbúgvingarmøguleikar Keypmannahavn hevur so nógvar ymiskar útbúgvingarmøguleikar, at tað er næstan lættari at nevna teir, sum ikki eru at finna í býnum, enn teir sum eru at finna. Av serligum útbúgvingum er journalistútbúgvingin tann kendasta, ið enn ikki hevur funnið leiðina til høvuðsstaðin. Enn er henda bert at finna í Odense, Århus og á RUC(nýggj). Annars eru trý universitet í økinum ( K ø b e n h a v n s U n i v e r s i t e t , R o s k i l d e Universitetscenter og Danmarks Tekniske Universitet), ein Handilsháskúli, danski Landbúnaðarháskúlin, umframt ein ørgrynna av øðrum útbúgvingarstovnum (læraraskúlum, pedagogskúlum, sjúkrasystraskúli, ergoterapeut-skúli, fysioterapeutskúli, o.s.fr.) Wonderful Copenhagen Í summarhálvuni er Keypmannahavn á ein serligan hátt á lívi. Um allan býin sært tú fólk sita við tey eyðkendu rundu caféborðini og práta og hugna sær. Ein ørgrynna av cafeum er at finna í býnum, ikki bert á tí so væl kenda Stroynum, men í Nyhavnini, við sjógvarnar, á Vesterbro, á Nørrebro, á Østerbro, o.s.fr. Skjótt finnur tú tær eina fasta café, ið tú javnan vitjar við lestrarvinum, eina aðra, ið tú vitjar saman við øðrum vinum, o.s.fr. Til teirra, ið koma til Keypmannahavnar, ið eisini vilja hava annað við í viðførið enn Føroyar í Danmark, hevur Keypmannahavn alt tað at bjóða, ið ein rættur stórbýur hevur og skal hava. Stuttligt kann vera at royna ymiskt, ið enn ikki er komið til Føroya. Eitt nú at fara á vínbarr, í Parkina at hyggja eftir dysti millum FC Keypmannahavn og Brøndby, ella í Forum at hoyra kendan útlendskan tónleikabólk. Ella hví ikki fara á Kongaliga teatrið ella eitt av teimum mongu smærru teatrunum í býnum, ella royna eina meira alternativa ítróttargrein, so sum brasilianskan kampdans. Býarlívið hevur somuleiðis sítt at bjóða, bæði um tú hevur hug at vera millum føroyingar, eitt nú á Skarv, ella millum tey meira lokalu á Park, ella kanska millum tey liðaligu á salsabarr. Valið er hjá tí einstaka. At vera saman við føroyingum kann altíð vera gott, men kanska ert tú ein av teimum, ið fegin vil integrera teg meira í danska samfelagið, og til hetta eru eisini nógvir møguleikar.

Sissal Kj. Kristiansen

- føroyski høvuðsstaðurin í Danmark Keypmannahavn

Pisan 2003 48

gerast neyðugt at leiga eitt kamar í privatum heimi at byrja við. Her skalt tú so ansa eftir, at tú ikki verður snýtt/ur. Ymiskt er , hvussu kømur in i á studentagørðunum eru - onkur hava egnan køk og wc, meðan onnur hava felagskøk og –wc. Lesandi, ið hava felagskøk, halda flest øll, at tað er sera hugnaligt at gera mat og at eta saman um kvøldarnar, og harumframt er lættari at koma í samband við fólk. Á flestu studentagørðum er gott studentalív, og hetta tykist serliga vera galdandi fyri tey, ið deila ein part av gerandisdegnum við øðrum. Leiguíbúð – á studentagarði Leiguíbúðir eru eis ini á f lestu studentagørðunum, eitt-, tvey- og í summum førum trýrúmsíbúðir. Eittrúmsíbúðirnar eru vanliga eitt sindur størri enn kømurini og hava aloftast egnan køk og egið wc. Hesar eru roknaðar til ein persón, og kostnaðurin liggur um tað sama sum fyri eitt kamar. Tveyrúmsíbúðirnar á studentagørðunum eru ætlaðar tveimum persónum, og her er lættast hjá einum pari at fáa innivist. Støddin á íbúðunum er ógvuliga ymisk frá staði til stað, men ein vanlig tveyrúmsíbúð er uml. 45-55 fermetrar við egnum køki og wc. Kostnaðurin er somuleiðis ikki tann sami allastaðni, men ein hóskandi prísur fyri eina tveyrúmsíbúð, sum er 50 fermetrar til støddar, er uml. kr. 3.300 Trírúmsíbúðirnar eru ikki nógvar í tali á flestu studentagørðunum, og eru tær ætlaðar einum pari við barni. Tær eru eitt sindur størri enn tveyrúmsíbúðirnar, og kostnaðurin uml. kr. 4.000-4.500.

Leiguíbúð – í íbúðarfelagi Umframt leiguíbúðir á studentagørðum er møguleiki fyri at leiga eina íbúð, ið ikki hoyrir til ein studentagarð. Hetta verður aloftast gjørt við at skriva seg upp á bíðilistar í íbúðarfeløgum, og her er bíðitíðin ofta sera, sera long. Ikki er óvanligt, at donsk børn fáa eitt pláss á bíðilista í dópsgávu, soleiðis at íbúðin er til taks, tá ið tey flyta heimanífrá - bíðitíðin kann vera alt frá hálvum ári til tjúgu ár. Bíðitíðin er tengd at býunum og býarpørtunum, longsta bíðitíðin er í størru býunum, har flest ung eru í somu trongu skóm. Í hesum sambandi skal sigast, at – sum við so nógvum øðrum – so er lættast at fáa íbúð ígjøgnum onkran, ið kennir onkran, ið aftur kennir onkran annan, ið veit um onkran, ið hevur eina íbúð til leigu. Flestu íbúðirnar verða útleigaðar, áðrenn eigararnir nakrantíð fáa tíð at seta lýsing í bløðini. Lutafelagsíbúð Ein lutafelagsíbúð er ein partur av privatum lutafelagi. Um tú keypir ein part av eigindóminum, gerst tú eigari og limur í lutafelagnum, og saman við hinum limunum og eigarunum hevur tú ábyrgd av felags økjum. Av tí at tú skalt gjalda tín part í lutafelagnum, áðrenn tú flytir inn í íbúðina, verður leigan eitt sindur lægri enn fyri leiguíbúðir. Í mun til leiguíbúðir, har at gjalda leigu tykist sum at blaka pening í eitt stórt, svart hol, so er lættari at síggja peningin aftur í lutfelagsíbúðum. Tá ið tú vilt selja tín part av eigindóminum, sum skal ígjøgnum lutafelagið, hevur tú møguleika at betra um íbúðina, soleiðis at virðið hækkar.

Katrin

Pisan 2003 25

Page 26: Pisan 2003

Tú fært upprunaliga innskotið aftur, og á henda hátt kanst tú vinna pening uppá tín part. Vanligt er, at tú stendur á bíðilista til lutafelagsíbúðir, og tað er ikki óvanligt, at tú bert verður skrivað/ur upp, um tú hevur kenningar ella familju, ið búgva í sama eigindómi. Lutafelagsíbúðir eru ógvuliga væl umtóktar, men útboðið samsvarar tíverri als ikki við eftirspurningin. Kostnaðurin á lutafelagsíbúðum er ógvuliga ymiskur frá býi til bý, býarparti til býarpart og er tengdur at stødd, hvussu umhvørvïð er, og um hon er í góðum ella ringum standi. Eigaraíbúð Tað er ógvuliga óvanligt, at lesandi keypa sær eina íbúð, men harafturímóti er ikki óvanligt, at foreldur keypa eigaraíbúðir til børnini, so at tey hava tak yvir høvdið, tá ið lesnaðurin byrjar. Í flestu stóru útbúgvingarbýunum, bæði í Danmark og Bretlandi, eru eigaraíbúðirnar sera dýrar, og tí er hetta aloftast ein vánalig og sera kostnaðarmikil loysn hjá teimum lesandi. Sum við lutafelagsíbúðunum so er kostnaðurin á eigaraíbúðunum tengdur at

bæði stødd, hvussu hon liggur fyri, í hvørjum standi hon er og sjálvandi eisini at íbúðarmarknaðinum. Er stórur tørvur á íbúðum, so verða tær dýrari, og umvent. Eigaraíbúðirnar fáast somuleiðis við, at tú skrivar teg upp á bíðilistar í ymsu íbúðarfeløgunum. Búfelagsskapur Um tú flytir inn í ein búfelagsskap, er vanlig mannagongd, at tú fært títt egna kamar og hevur felags køk og wc. Um tú fært tað at rigga saman við hinum, er hetta ein frálíkur íbúðarháttur, og tú fert í øllum førum ikki at kenna teg einsamalla/n. Oftast kemur tú at búgva saman við øðrum lesandi, so tað kann - á nógvar háttir - bjóða uppá eitt ríkt studentalív. Ymiskt er, hvussu nógv tú skalt gjalda fyri eitt kamar – hetta verður í flestu førum ásett eftir støddini á kamarinum í mun til samlaðu leiguna og talið á leigarum. Besti hátturin at koma inn í ein búfelagsskap, er at hyggja eftir uppsløgum á útbúgvingarstøðunum, nærmastu sølubúðum o.s.fr.

Annika Helgadóttir Joensen

Pisan 2003 26

løtu og gleði meg ótrúliga at fortelja um gleðiligu boðini, ið komin eru. Á veg omaneftir blívi eg tó eitt sindur tung í huga. Havi eg hug at fara hiðan úr Føroyum til ein bý, sum eg als einki kenni til? Eg kenni sum so ongan í Odense, og øll hini sum eg kenni, j a , t e y f a r a a n n a ð h v ø r t t i l Keypmannahavnar, Aalborg ella longur út í heim. Hvat skal eg gera í Odense? H.C.Andersens by, hvat annað hevur Odense at bjóða mær, einum klossutum føroyingi? Hví var svarið eisini positivt? Eg kundi væl brúkt eitt sabbatár. Hvat hugsaði eg fyri mær at leypa beint úr Handilsskúlanum og so víðari? Hví skuldi eg eisini skunda mær so? Kundi eg ikki valt eina útbúgving, ið var verri at sleppa inn á? Ja, nú er so eingin vegur aftur? Avstað skal eg! ----- Fyrstu dagarnir gingu við at læra býin at kenna, ella tað vil siga, læra so mikið av býnum at kenna, at eg visti hvar U n i v e r s i t e t i ð , T o l l o g S k a t t , Kommunukontórið og teir mest basalu handlarnir lógu, í mun til hvar eg búði. Súkklaði nakrar ferðir millum bústaðin og universitetið fyri at vita, júst nær eg skuldi heimanífrá um morgnarnar. Men hervið vóru ikki allar súðir syftar. Fyrsti dagur á Universitetinum var enn ikki lagdur aftur um bak. Heldur ikki hevði eg fingið fastan bústað, egnan bústað. Hvørjum eg skuldi ganga í flokki saman við, visti eg heldur ikki. Men sum tíðin leið, komu øll hesi ting upp á pláss, og áðrenn eg visti av, stóð eg aftur í Kastrup á veg heim til Føroya. Eg gleddi meg sum eitt barn at koma heim at halda jól. Fyrsta hálva árið hevði sum so gingið væl. Fyrst í november mánaði hevði eg fingið kamar á einum fittum lítlum kollegie. Eg skuldi hava køk og bað saman við tveimum øðrum gentum. Gamaní vóru tær fittar, men vinkonur vildi eg nú ikki kalla tær. Onnur var heldur ung og fjákut, og hin var heldur seriøs eftir mínum tykki, men vit funnu hóast alt væl útav tí saman. Til alla lukku vóru onnur fólk á kollegiinum, og skjótt var ein klika íkomin, og tímarnir, vit brúktu í kjallaranum, vóru ikki fáir. Kjallarin hevði alt, eitt lítið kollegie kann

bjóða : Pool-borð, borðtennis-borð, barr, stórt sjónvarp, sauna og annað slíkt. Harðast var tað at koma gjøgnum fyrsta semesterið á Uni. Flokkurin, um ein kann kalla tað ein flokk, sum eg var komin í, var stórur, ikki færri enn 130 fólk. Tó vóru vit eisini býtt í smærri flokkar við 20 fólkum. Saman við hesum hevði eg teir ymsu venjingartímarnar. Tað var eisini í hesum flokkinum, at eg fekk fyrstu vinirnar. Hesi vóru somuleiðis tey fyrstu, sum fingu mínar ”anti-danskara agressiónir” yvir seg. Hetta var serstakliga teir dagarnir, tá eg helt, at tey vóru burturav sjálvbevíst. At venja seg við, at tey í fyrilestrunum altíð skuldu ma r ke r a s e g v i ð e yð sæddum viðmerkingum, var ikki lætt. At tey so eisini spurdu meg, tá eg visti, at tey í roynd og veru ikki vóru áhugað í svarinum, var heldur ikki lætt. Men sum tíðin leið, lærdi eg at taka hetta, eins og tey lærdu at taka míni smáu anføll. Tá eg so stóð aftur í Havn, og tíðin nærkaðist til, at eg aftur skuldi til Danmarkar, var mótið ikki so stórt, sum tað hevði verið. Bestan hugin hevði eg at søkja arbeiði heima og ongantíð fara av landinum aftur. Próvtøkuna, sum eg skuldi til um hálvan januar, visti eg, at eg fór at dumpa, tí tað sosiala lívið hevði í síðsta enda lokkað meira enn lesnaðurin. Við tungum tannabiti fekk eg tó lossað meg umborð á Atlantic aftur og aftur gekk leiðin til Odense. Í dag, 5 ár seinni, teljast millum bestu vinirnar hjá mær floksfelagar og kollegiebúgvar úr Odense. Marie, sum eg í fyrstani helt vera nakað snobbut og yvirfladisk- uttan iva tí hon sá so hamrandi gott út - fekk m.a. lokkað meg til Keypmannahavnar at taka yvirbygningin, eftir at vit høvdu lokið bachelorin í Odense. Hugurin leitar ofta aftur til fyrstu jólafrítíðina í Føroyum. Lættast hevði tá verið at sagt nei takk, eg verði verðandi her. Hinvegin so hevði eg neyvan verið fegin um ta avgerðina í dag.

Sissal Kristiansen, Stud.merc

Pisan 2003 47

Page 27: Pisan 2003

Áðrenn og aftaná Bræv er komið frá útbúgvingarstovni. Nú er eingin vegur aftur!

Spenningurin er oftast stórur, áðrenn brævið frá hægri lærustovni verður latið upp—og gleðin enn størri, um ein er sloppin inn á dreymaútbúgvingina. Tó er hetta bert byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í lívinum.

Ólavsøka. Stemningurin er góður, fólk eru glað, sólin skínur, alt er, sum tað skal vera á ólavsøku. Útlitini fyri einari góðari stevnu eru sera góð. Tað er tí ikki lætt at opna brævið, ið mitt í øllum rokanum er komið í postkassan. Opni eg brævið og svarið er negativt, so er ólavsøkan rokin. Er svarið

hinvegin positivt, íðan so kundi tað ikki verið betur. Við ambivalentum kenslum velji eg tó at opna brævið. Jú, eg eri komin inn. Tey bjóða mær vælkomnari. Eg skal byrja 1. september. Eg skal møtast við vinkonunum um eina lítla

Pisan 2003 46

Lestrartíðin — besta tíð í lívinum!

Tá eg fyrstu ferð hoyrdi hesi orðini, risti eg harðliga við høvdinum. Tvætl, hvussu kann tíðin, har eg uttan iva eri mest fátøk, skal sita uppi um næturnar og lesa, verða trýst við uppgávum og próvtøkum, vera besta tíð í lívinum? Um so er, so hevur lívið lítið at bjóða. Ein frálík tíð Nú, nøkur ár seinni, dugi eg væl at síggja sannleikan í setninginum. Gamaní, so eri eg ikki „komin út í lívið” enn, men eitt er vist, lestrartíðin er ein frálík tíð. Fyri tey flestu av okkum, er talan um eitt nýtt lív. Vit búgva ikki heima hjá mammu og babba longur, flest okkara fara í onnur lond, og tey, vit koma saman við, eru at kalla bert ung fólk, sum hava sama gerandisdag sum vit. Føroyska samfelagið andar ikki yvir okkum, sum tað gjørdi, tá vit gingu á miðnámsskúla, og tí gerst tað eisini lættari at finna út av, júst hvør tú ert, og ikki so mikið hvør tú ert í mun til samfelagið. Tann ævigi studenturin Ræðusøgurnar eru eisini nógvar. Søgan um ”tann æviga studentin“ er ein. Ein onnur er søgan um „músina, sum bara lesur og lesur, og sum livir av pasta og ketchup”. Roykur kemur ikki av ongum eldi, men her er mús eisini gjørd til elefant. Jú, vandi er fyri, at tann sosiali parturin lokkar meira enn lesnaðurin, og tí tú brúkar nógv fleiri ár um at gerast liðug/ur enn tann tilmálda, sum lesiætlanin sigur. Summi vilja fegin gerast liðug so skjótt sum til ber og loyva sær tí ikki at njóta tíðina uttanfyri lesnaðin. Flestu okkara finna ein millumveg. Fegin vilja vit blíva liðug, og tí arbeiða vit eisini hart við lesnaðinum.

Pisan 2003 27

Afturfyri so geva vit okkum eisini løn fyri harða arbeiði við meira sosialum tímum. Fakidiot ella eldsál? Tá tað kemur til sjálvan lesnaðin, eru fordómarnir mótvegis teimum sokallaðu fakidiotunum ofta nógvir. Ofta hevur tað við sær, at lesandi vilja gera alt fyri ikki at enda sum slíkir fakidiotar - serfrøðingar verða teir eisini nevndir. Talan er aloftast um fólk, ið brenna so mikið fyri tí tey lesa, at tey hava ilt við at síggja heimin uttan fakbrillur. Tó munnu vit øll hava ein lítlan fakidiot goymdan í okkum. Kanska er hann ikki so sjónligur í gerandisdegnum, men hann er har. At sita í kantinuni eftir loknan fyrilestur og tosa við floksfelagarnar um evni, ið vóru frammi í fyrilestrinum. Brádliga at finna út av, at tú hevur sitið í skjótt tveir tímar og kjakast um sama evnið við somu persónar, sjálvt um tú í veruleikanum hevði frí. Tað er í sjálvum sær ein stór frøi. At sita og nikka játtandi, tá ein serfrøðingur úttalar seg í sjónvarpinum hevur somu positivu ávirkan á sinnið. Í teimum mongu bókunum, tú lesur í teimum ymsu fakunum, stinga ofta nøvn á høvundum seg upp, ið ikki beinleiðis eru partar av pensum. Undirvísararnir ráða tær ofta til at lesa hesar høvundar, men av tí at pensum ofta er risastórt, sært tú onga orsøk til at lesa hesar eisini. So ein dag kemur tú framvið ein bókhandil, og bók hjá hesum høvundi er á tilboð, og áðrenn tú veitst av, hevur tú keypt bókina. Enn verri er tað at tú í berum forvitni lesur hana, sjálvt um tú hevur úr at gera. Ert tú tá fakidiot ella eldsál?

Sissal Kj. Kristiansen

Halla

Page 28: Pisan 2003

Mánaðurin hálvrunnin og ikki eitt oyra eftir av studninginum! Eitt evarska lítlið kollegiekamar, sum fer við meira enn helminginum av einastu mánaðarligu inntøkuni – SU. Bøkur eru dýrar, og um tú hevur hug til biograf og annað tílíkt, ja, so er ikki nógv eftir til dagligt breyð. Fyri framman stendur so enn ein mánaður við pasta og ketsjupp á matarkortinum! Er hetta ein myta, at lesandi í stóran mun savna sær kolhydratini í gjøgnum pasta og ketsjupp? Er fíggjarstøðan veruliga so ring hjá teimum, sum eru undir útbúgving? Ræðusøgurnar Tú hevur óivað hoyrt onkran í foreldra-generatiónini tosa um, hvussu neyðugt var at venda hvørjari krónu, tá tey vóru undir lestri, og um hvussu innbúgvið einamest var sett saman av gomlum ølkassum úr træi. Ja, skjótt kann vera at mála “Hin Illa” á veggin, og tú aftrar teg møguliga at fara undir lestur av somu orsøk. Hetta eigur tó als ikki at ræða teg, tí so ring er støðan hóast alt ikki. Sjálvandi er stórur munur á, alt eftir hvar í heiminum, tú lesur. Eisini spælir tað ein ávísan leiklut, hvussu langt tú hevur í skúla, og tískil hvusssu nógvan pening tær nýtist at brúka til flutnning. Tað er tó helst einki annað land í heiminum, sum veitir eins góðan og stóran lestrarstuðul sum júst Danmark, sum eisini veitir tær stuðul, um tú lesur uttanfyri Føroyar. Hetta inniber tó ikki, at tú livir nakað luksuslív við tínum SU.

Tilvenjing Tú hevur møguliga verið burtur frá skúlanum í nøkur ár, og hevur tískil vant teg við at umsita lutfalsliga nógvan pening til egna nýtslu og sokallað luksus. Tað kann tí vera eitt stórt umskifti brádliga bert at hava lítlan brotpart av hesum peningi at klára seg fyri. Tí eru fyrstu ráðini, at tú skalt savna tær eina hampuliga stóra uppsparing, sum tú kanst hava at taka til, um tað gerst neyðugt. Tí satt er tað, at tað kann vera tungt at fáa endarnar at røkka saman einans við SU. Tað ber til Sjálvdisciplin og tilrættislegging eru av stórum týdningi, um einasta inntøkan er SU. Harvið er so eisini sagt, at tað ber til! Eisini uttan at tú skalt seta spartanska rættin við pasta og ketsjupp á menu´ina fleiri ferðir um vikuna. Tað er sjálvsagt ein spurningur um raðfesting. Tú sært skjótt, at tað kann verða neyðugt at droppa nakað av tí verðsliga fyri at hava ráð at keypa tær bøkurnar, tú hevur brúk fyri. Tí man vera best við eini uppsparing til fyrstu tíðina, tá nógvar stórar og dýrar grundbøkur skulu keypast. Nevnast kann, at um tú t.d. lesur løgfrøði ella medisin skalt brúka nakrar túsund krónur til bøkur á hvørjum ári. Um tú hevur langan veg í skúla, kann vera neyðugt at keypa sær buss-kort, og tað kann kosta rættiliga nógv. Um tað tí á nakran hátt ber til, er ofta nógv bíligari í longdini at keypa sær eina súkklu. So fæst eisini eitt sindur av frískari luft umframt “motión”. Kanska ert tú ikki vanur við at gera

Pasta og ketsjupp—ein myta?

Katrin Katrin

Pisan 2003 28

nakar jantelóg? Tað er í hvussu so er ein sannroynd, at øgiliga stórur partur av lesandi føroyingum í Danmark skjótt ásanna, at tey hava fingið leiklutin sum eygleiðarar á síðulinjuni. Tá tú fyrst hevur sett teg í ein leiklut, kann vera ógvuliga torført at sleppa úr honum aftur. Á sama hátt er tað eisini ein sannroynd, at tey flestu fyrr ella seinni leggja til merkis, at mikli orðafloymurin frá teim viðlesandi ikki altíð er prógv um væl undirbygda vitan og grundgevingar, men hinvegin kann tykjast sum ein roynd at káva út yvir óvissu. Danir eru fyri stóran part uppaldir við kjaki og at vegurin fram er at tora at siga sína hugsan. Tey eru ofta von at arbeiða út frá frumskógarlógini við "survival of the fittest", meðan vit føroyingar kanska í størri mun hava fingið okkara pláss í samfelagnum í vøggugávu. Ráðini eru tí eirindaleys: Lær teg málið og legg teg so út í frumskógarstríðið. Minst til, tú ert við í einum spæli, har onnur hava sett reglarnar, so fordómum kemur tú als ongan veg við. ”Skik følge, eller land fly”, sum tað eisini verður sagt. Sambandið við hini Sum áður nevnt, so er tað í stóran mun ella kanska serliga tað sosiala, sum setir sítt merki á lestrartíð tína. Sjálvt um kenslan av at vera ein skúlaflokkur kanska er heldur fjar hjá mongum orsakað av fáum undirvísingartímum, so hevur sambandið við hini á lestrarstaðnum nógv at siga. Royn at sleppa tær upp í ein lesibólk skjótast gjørligt. Tað betrar lesidisciplinina og ikki minst tað sosiala. Far við til tiltøkini á lestrarstaðnum so sum "fredagsbar", "rustur" og faklig tiltøk. Fert tú einsamallur avstað úr Føroyum, er altíð eitt gott hugskot at royna at sleppa inn á eitt kollegie við felagskøki. Samanhaldið er ofta gott og tú fært lættari við at fella til, tá tú kennir teg sum ein part av einum felagsskapi. Øll byrjan er torfør, og tað er ikki altíð so stuttligt at kenna seg vigaðan og máldan fyri hvørt orð, tú sigur. Fell tó ikki í fátt! Øll eru í somu støðu - spent, heldur ótrygg og tey kenna ongan. Av tí sama hava øll hug til at koma í samband við hvønn annan. Ger tær tí dælt av hesum frá byrjan. Finn tær ein annan leiklut enn tann stilla, gráa músin á aftasta raði. Seinni er so nógvar ferðir tyngri

at sleppa inn í hitan. Frítíðin Fá tær eitt lív við síðuna av lestrinum. Halt fram við gomlu ítrivum tínum ella finn tær nøkur nýggj. Stórbýurin er ein ótømandi kelda av møguleikum, so tað ræður bara um at kanna marknaðin og so fara á herferð. Ert tú til dans, so finnast t.d. óteljandi møguleikar fyri hesum, eisini kanst tú fáa tær til vana at ganga á jazz-café o.s.fr. Minst til at vitja gomlu vinirnar úr Føroyum, men ver eisini opin fyri nýggjum, møguligum vinarløgum. Tað kann koma tær væl við at kenna onkran, sum kennir býin og sum tí kann hála teg við út, og vísa tær, hvat goymir seg í teim smølu gøtunum eisini. Lestrartíðin verður ofta skýrd at vera besta tíðin í lívinum. Hesin pástandur verður ikki kjakaður her, men tað skal í øllum førum sigast, at um tú vilt, so kann lestrartíðin so sanniliga gerast ein góð tíð. Eisini um tú fylgir við í undirvísingini og lesur nógv. Tað ræður bert um fyrst at finna fótafestið og síðani røttu javnvágina.

Katrin D. Apol

Pisan 2003 45

Page 29: Pisan 2003

Tað stóra lopið Tá tú leitar tær burtur í onnur lond at nema tær útbúgving, eru ógvuliga nógv ting, tú skalt hava í huganum. Møguliga er hetta fyrstu ferð, tú veruliga skalt royna títt flog, tú flytir kanska á fyrsta sinni heimanífrá og kanska fert tú fyri fyrstu ferð at kenna teg einsamallan, tí nógvar eru forðingarnar, ið tú skalt vinna á. Fyrst og fremst so kann lopið frá miðnámsskúla til lærdan háskúla tykjast stórt bæði hvat undirvísing, lærdómi og lestrarumhvørvi viðvíkir. Tá tú so afturat ert tilflytari, ert tú eisini í vanda fyri at vera smittaður av tí vælkenda mentanar-hvøkkinum. Tí sjálvt um tú t.d. hevur verið í Danmark tíggjutals ferðir og ferðast, so kann tað illa sammetast við at seta búgv har. Fyrst er alt tað formliga og pappírsarbeiðið í samband við flyting og studning, ið skal fáast frá hond. Síðani kemur tað sosiala, ið er av alstórum týdningi, og sum setir sítt ófrávíkiliga merki á lestrartíð tína. Um tú flytir til eitt nú Onglands, so er kanska lættari, tí har vænta fólk ikki, at tú dugir málið flótandi, og har eru ofta serligir

flokkar til tilflytarar. Eisini er lestrarumhvørvið øðrvísi, og tú ert meira saman við hinum lesandi, tí tit vanliga búgva á ”campus”, á sjálvum lestrarstaðnum. Hetta kann lætta um tað sosiala í byrjanini. Í Danmark leggja hini lesandi ikki til merkis, at tú ert øðrvísi, at tú ert av einum øðrum uppruna, og tí vænta tey kanska, at tú dugir málið flótandi. Tá tú so ikki gert tað, kunnu tey fáa ta fatan, at tú t.d. ikki stendur teg so væl fakliga. Í øllum rokinum við lestrarbyrjan er sjálvandi týdningarmikið ikki at missa seg sjálvan burtur. Hin vegin so skalt tú vara teg fyri ikki at byrgja teg inni aftan fyri garðar lagaðar av fordómum. Jantelóg ella frumskógarlóg Føroyska lyndið er ikki eins og t.d. tað danska. Eins og í flest øllum smáum samfeløgum, so kann sigast, at jantelógin eisini trívist millum landsmenn okkara. Í øllum førum, so er tað ikki væl sæð, at tú roynir at breggja tær við evnum tínum, hvørji tey enn eru, og tískil er óttin fyri at markera seg eitt væl kent fyribrigdi. Segði

Tú - og hini

Katrin

Pisan 2003 44

egin innkeyp, og tað er sannniliga eisini nakað, sum krevur venjing. Neyð lærir tó sum kunnugt nakna kvinnu at spinna, og skjótt finnur tú fram til, hvussu nógv pengapungurin hjá tær orkar. Um tú býrt á kollegii við felagskøki, ber ofta til at sleppa við í ein sokallaðan matbólk. Tá verður matgjørt til nógv fólk í senn. Á henda hátt ber til at spara nógvan pening til mat. Eitt hugskot kann vera at leggja eina mánaðarliga fíggjarætlan. Kanska flennir tú bert við tankan og hugsar : „Sovorðið danskt fjas at venda hvørjari krónu“. Veruleikin er tó tann, at tað kann løna seg í síðsta enda! Set tær t.d. fyri at kanna tína eginnýtslu í ein mánað ella tveir. Soleiðis gerst tú greið/ur yvir títt egna brúksmynstur og sært óivað skjótt, á hvørjum økjum tú kanst ella eigur at spara. Hvat ger tað tá, um tú henda eina ella tveir mánaðirnar gav tær far um, hvat peningurin fór til? Arbeiði við síðuna av Ein møguleiki er sjálvandi at fáa sær arbeiði við síðuna av lestrinum, men her eigur tú at vera varðin. Tað kann vera torført at koma inn í eina lesirútmu og eitt arbeiði kann órógva almikið. Best er helst at bíða við at byrja at arbeiða, til tú hevur funnið ein góðan arbeiðshátt og lært at leggja tær tíðina til rættis. Tá er, sum áður nevnt, gott við eini uppsparing. Eisini skal havast í huga, at talan í ongum føri kann vera um eitt fulltíðararbeiði, sjálvt um undirvísingartímarnir kanska ikki eru so nógvir. Fáir tímar merkja nevniliga ofta, at tú í staðin skalt nýta nógva tíð eftir skúlatíð til fyrireiking og lestur. Metast má í hvørjum einstøkum føri um, hvussu nógv tú kanst loyva tær at arbeiða við síðuna av. Eisini ber til at leita sær vegleiðing hesum viðvíkjandi á teim ymisku lestrarstøðunum. Seinasti útvegurin Ógvuliga nógv lesandi velja at taka SU-lán fyri at stuðlu uppundir fíggjarliga. Hetta er sjálvsagt eitt ógvuliga kærkomið tilboð til teirra, sum av onkrari orsøk hava tað fyri neyðini. Tú mást tó ansa eftir ikki bara at fella fyri freistingini, tí peningurin skal eisini rindast aftur. Nógv eru tey, sum hava hugsað, at tey einans ætla sær at taka láni í einar tveir mánaðir fyri at sleppa uppundan. Hesir tveir mánaðirnir gerast skjótt fleiri og áðrenn tú veitst av tí, stendur tú í stórari skuld. Tí eigur tú at hugsa teg væl um, tá tú velur at taka av lestrarláninum. Fyrimunurin við einum lestrarláni fram um onnur lán er tó stórur. Rentan er lág, og tær

nýtist ikki at rinda lánið aftur, fyrr enn tú ert liðug/ur at lesa. Minst tó til, at tað SKAL rindast aftur. Kokkaevnini einasta forðingin Fyri at venda aftur til spurningin, sum settur varð í fyrstuni, so man niðurstøðan vera tann, at um tú hevur hugflogið og evnini til matgerð, so er als ikki neyðugt at seta pasta og ketsjupp á borðið fleiri ferðir um vikuna. Tað er í veruleikanum ein spurningur um raðfesting, sum við so mongum øðrum. Sjálvandi er ymiskt, hvørjar fastar útreiðslur fólk hava, og teinurin millum heim og skúla hevur stóran týdning, tí flutningur er ofta dýrur. Uttan iva fært tú tó ráð at seta eina steik á borðið við hvørt.

Katrin D. Apol

Pisan 2003 29

Page 30: Pisan 2003

Fyri nýklaktu pisuna er tað eitt stórt stig at taka, tá ið farið verður undir hægri lestur. Nógvar avgerðir skulu takast, bæði viðvíkjandi vali av lesnaði og eisini hvør karmurin um lesnaðin skal vera. Spurningurin er, um ein torir at hætta sær út um føroysku landoddarnar langt burturi frá øllum tí kenda og trygga. Allir hesir trupulleikar tykjast óivað enn størri, um ein eisini hevur eitt ella fleiri børn at taka sær av, tí tá koma fleiri ivamál afturat teimum vanligu. Hvussu fer barnið at trívast? Kann lestrarlív og familjulív yvirhøvur sameinast? Harafturat eru eisini tey fíggjarligu viðurskiftini, sum kunnu ræða. “Kann eg klára meg við útbúgvingarstuðli einans?” Svarið til tann spurningin er nei, men tað nýtist tær heldur ikki!

Fíggjarlig viðurskifti Um ein gerst við barn undir lestri, so fáa bæði mamman og pápin eyka SU klipp. Mamman fær 12 eyka klipp, sum svarar til 1 ár eyka SU, og pápin fær 6 eyka klipp, sum svarar til ½ ár eyka SU. Um ein hevur átt barn upp til 12 mánaðir, um ein er mamma, og upp til 6 mánaðir, um ein er pápi, áðrenn útbúgvingin byrjar, so kann ein eisini fáa nøkur eyka SU klipp. Hvussu nógv klipp, tú kanst fáa, er tengt at, nær barnið er føtt, í mun til nær útbúgvingin byrjar. Allar hesar reglur kanst tú lesa meira um á heimasíðuni hjá SU, www.su.dk. SU skipanin loyvir eisini lesandi við børnum at arbeiða meira enn onnur, men hetta er

neyvan nakar fyrimunur, tí tað er ikki víst, at stundir er til nógv arbeiði, tá ið ein hevur børn umframt lesnaðin. Øll foreldur, uttan mun til hvussu stóra inntøku tey hava, fáa barnakekkin, sum verður útgoldin hvønn ársfjórðing. Upphæddin er 3.225 kr. um ársfjórðingin fyri børn í aldrinum 0-2 ár. Fyri børn í aldrinum 3-6 ár er upphæddin 2.925 kr og fyri børn í aldrinum 7-17 ár er upphæddin 2.300 kr. Frá kommununi er møguligt at søkja um “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre”. Upphæddin er treytað av inntøku, men kann í mesta lagi vera 5.300 kr. um árið. Um tit hava rætt til “boligstøtte” frá kommununi, so verður hesin stuðul størri, tá ið ein hevur børn. Men bæði “boligstøtte” og “ekstraordinært børnetilskud” eru treytað av inntøku. Gjald av barnaansingarplássi er eisini treytað av inntøku. So um ein bert hevur SU at liva av, so verður plássið goldið av kommununi. Ein kann fara inn á heimasíðuna www.netborger.dk undir teiginum “selvbetjening”, her kann ein sjálvur rokna seg fram til, hvussu nógv ein hevur rætt til í “boligstøtte”, “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” og um ein hevur rætt til frípláss ella stuðul til gjald av plássi á ansingarstovni.

Hallbera West

Lesandi við børnum

Katrin Katrin Sigmund

Pisan 2003 30

Føroyingar, ið lesa uttanlands, kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gevur tær rætt til vanligan persónsfrádrátt o.a., tá tú arbeiðir í Føroyum (t.d. í summarfrí-tíðini). Føroyski skattastigin er soleiðis, at eingin kommunuskattur verður roknaður av teimum fyrstu 21.000 kr. Tað er tí altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skattskyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum. Toll- og Skattstova Føroya hevur útgivið ein faldara um m.a. hesi viðurskifti (“Hvussu verður við skattskylduni tá flutt verður úr Føroyum”). Um tú ynskir meira upplýsingar um hetta, kanst tú venda tær til Toll- og Skattstovuna ella LFÚ-ráðgevingina fyri at frætta meira. Umsóknarblaðið hesum viðvíkjandi fæst frá Toll- og Skattstovuni, og tað kann eisini latast inn, áðrenn tú flytur uttanlands. Einans útisetar í góðkendum útbúgving-um, sum hava búð meira enn 4 ár í Føroyum, kunnu koma undir fulla skattskyldu í Føroyum. Fyri stuttari tíð síðan vóru reglurnar broyttar eftir áheitan frá MFS, soleiðis at tær einans nýtist at søkja um fulla skattskyldu einaferð. Broytingarnar vóru hesar: Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eftir áheitan frá Meginfelag Føroyskra Studenta endurskoðað kunngerð nr. 15 frá 19. juli 1989 frá Líkningarráð Føroya um lesandi og lærlingar

uttanlands. MFS vísti á, at fleiri av ásetingunum í kunngerðini hava avmarkað lestrarvirksemið hjá teirra limum. Fíggjarmálastýrið hevur tí í samráði við Toll- og Skattstovu Føroya gjørt eina nýggja kunngerð, sum tekur av flestu av hesum avmarkingum. Størstu broytingarnar í nýggju kunngerðini eru: 1) at tað nú verður gjørligt hjá lesandi at skifta útbúgving uttan at missa rættin til føroysku skattskylduna 2) at tað nú ber til at nema sær eina útbúgving afturat uttan at missa føroysku skattskylduna 3) at tað nú er nóg mikið, at lesandi við byrjan av útbúgvingini skjalprógva, at tey byrja upp á eina útbúgving. Lesandi skulu tó altíð kunna prógva, at tey eru lestrarvirkin, um T & S biðjur um hetta. Lesandi skulu eisini framvegis boða T & S frá um møguligar broytingar í útbúgvingini Størsti fyrimunurin hjá føroyskum lesandi uttanlands av at varðveita føroysku skattskylduna er, at tá sleppur hin lesandi undan at verða avmarkað skattskyldugur – tvs. 42,5% í skatti av bruttoinntøkuni - um arbeitt verður í Føroyum í t.d. summarfrítíðini. Ístaðin fáa tey lesandi sum fult skattskyldug rætt til botnfrádrátt (21.000 kr.) í inntøkuni. Frádrátturin verður harumframt trektur fult út frá inntøkuni beinanvegin. Vanligt er annars at býta frádráttin javnt út á árið.

Full skattskylda í Føroyum

Værnepligtslovens §1, stk. 3 (lovbekendtgørelse nr. 1088 af 23. December 1998): ”Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at have opholdt sig der i mindst 10 år, kan af indenrigsministeren eller den statsamtmand, indenrigsministeren bemyndiger til det, fritages for værnepligt. Ansøgningen om fritagelse skal afgives senest 4 uger efter, at den værnepligtige har modtaget pålæg om at møde for sessionen, jf. §13, stk. 2”

Tær gomlu treytirnar fyri at sleppa undan herskyldu hjá føroyingum (og grønlendingum) í Danmark vóru, at tú hevði ”serligt tilknýti til Føroyar” og at tú bara ”fyribils var búsettur í Danmark”. ”Serligt tilknýti” til Føroyar innibar at minst eitt av foreldrunum skuldi vera føtt í Føroyum, meðan tað einki hevði at siga hvar tú sjálvur var føddur. Hetta kundi gerast ein trupuleiki hjá monnum, ið eru føddir og uppvaksnir í Føroyum, og tí kenna seg sum føroyingar, men har hvørgin av foreldrunum var føddur í Føroyum. Undantak kundi tó gerast, eisini um bæði foreldrini vóru fødd í Danmark, men tá skuldi helst søkjast í góðari tíð. Treytin um ”fyribils uppihald” í Danmark var ikki altíð líka einføld at avgera. Her mátti

’Værnepligtstyrelsen’ meta í hvørjum einstøkum føri, um persónurin leyk treytina. Tó var tað greitt, at føroyingar, ið einans vóru niðri í útbúgvingarørindum, sluppu undan. Men eftir lokna útbúgving er ringt at siga, hvat er fyribils. Er tað 2 ár, ella 10? Føroyingar koma eisini viðhvørt niður at arbeiða eina tíð, og hvør einstakur persónur skal metast av herskyldu-stýrinum. Grundað á fyrisitingartrupuleikar eru treytirnar tí broyttar. Tann 1. januar 1999 kom omanfyri standandi lóg í gildi. Hetta inniber, at tú kanst søkja um at verða frítikin frá herskyldu í Danmark, við at vátta, undir revsilógarinnar §163, at tú í alt hevur búð 10 ár í Føroyum – ikki er neyðugt, at tað hevur verið samanhangandi.

Herskylda

Pisan 2003 43

Page 31: Pisan 2003

sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt. Hvussu leingi? Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár. Um tú ikki fert heim Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur.

Um tú gevst ella er liðugur at lesa og avgerð at verða í landinum, er ikki lógarheimil fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti aftaná loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum.

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men er hóast hetta eitt tilboð til allar føroyingar, hvar teir so enn eru staddir. Á Ráðgevingini starvast tveir fryntligir og royndir sosialráðgevarar, ið veita føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Tær kunna bjóða einum og hvørjum ráð og persónligan stuðul. Hevur ein trupuleikar á nevndu økjum so kann tað vera til alstóra hjálp at kunna venda sær til køn fólk og fáa loyst trupulleikarnar. Ráð-gevarnir hava tagnarskyldu, eingin verður

heldur skrásettur og tí kann ein óttaleyst venda sær til teirra - eisini anonymt. Ráðgevingin kann eisini hjálpa í viðurskiftum sum SU - stuðul, bústaðarmøguleikum, føroya-frádrátt, skattaviðurskifti, ískoyti, flyting, barnatilskot, arbeiðsloysisstuðli, bistandshjálp osfr. Kann ráðgevingin ikki loysa tínar trupulleikar, so kunna ráðgevarnir vísa á aðrar møguleikar fyri hjálp, og vegleiða um hvagar tú kanst venda tær. Ring, skriva ella vitja Ráðgevingina - øll eru vælkomin.

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Tlf. 33 23 99 80 Fax. 33 23 92 34 E-mail: [email protected] Opið er:

Mánadag, týsdag og hósdag 11.30 – 15.30, mikudag 14.00 – 18.00 fríggjadag er stongt.

Ruth Dal-Christiansen (h.m.) og Randi Johansen átaka sær at hjálpa kleimdum útisetum.

Halla

Pisan 2003 42

Doris Bjarkhamar er 26 ár og Hjalmar Joensen er 24 ár. Tey eiga eina dóttir, Hildur, sum er 2 ár. Doris lesur stjórnmálafrøði á 4. sem. og Hjalmar lesur til pedagog á 4. sem. Tey búgva á Oyrasundskolleginum í Keypmannahavn. Er torført at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman, tá ið ein er lesandi og hevur eitt barn? Sum heild er tað ikki so trupult. Vit arbeiða í summarfrítíðini, og sum lesandi hava vit jú langa frítíð. “Full skattskylda” ger tað møguligt at vinna 21.000 kr. uttan at gjalda skatt, og tað ger stóran mun. Vit fáa eisini hjálp heimanífrá, um á stendur. Tað er heldur ikki líka nógv býarlív nú, sum tá ið ein ikki hevði børn, so upp á tann mátan, so nýta vit minni pengar nú enn áðrenn. Vit hava ikki so stóra inntøku, men vit hava heldur ikki so nógvar útreiðslur. Eru fyrimunir við at vera í Danmark og lesa? Ì Føroyum eru ikki somu veitingar sum í Danmark. Skipanin niðri er øgiliga góð fyri lesandi. Hetta er serliga galdandi, tá bæði eru lesandi. Tað er soleiðis, at um annar hevur arbeiði og eina hægri inntøku, so minka tær ymisku veitingarnar munandi. Ein verður eisini meira sjálvstøðugur. Í Føroyum eru fólk meira privilegeraði, hava vaskimaskinu, stór hús o.s.fr. Her býr ein saman við nógvum fólki og má læra at laga seg eftir umstøðunum, og tað ger, at ein setir prís upp á onnur ting. Ein er noyddur til at fara avstað á súkklu um morgunin, sjálvt um tað er frystandi kalt úti. Upp á tann

mátan eru vit meira privilegeraði í Føroyum. Man lærir seg sjálvan betur at kenna undir øðrum umstøðum. Ein lærir eisini samstundis at seta prís upp á tað, sum man hevur í Føroyum. Tað eru eisini fleiri møguleikar at fara við barninum til ymiskt, um man dugir at gagnnýta hetta. Horisonturin verður eisini víðkaður, børnini spæla bæði við íslendarar og danir. Tað ger, at ein er ikki so snævurskygdur, sum um ein búði í Føroyum. Eru vansar við at vera í Danmark og lesa? Tað ringasta er, at vit eru so langt vekk frá familjuni í Føroyum, serliga í próvtøkutíð hevði tað verið gott um familjan var nærri, so kundu vit fingið hjálp. Tað kann eisini vera ringt at náa alt, um børnini verða sjúk. Tað er jú torført at fáa alt. Vit vilja fegin hava, at okkara børn skulu vaksa upp í Føroyum. Ein kann ikki lata vera við at hugsa, at tað er tí, hon er so ofta sjúk, tí vit búgva í Keypmannahavn. Tað liggur alla tíðina í bakhøvdinum. Man saknar náttúruna og umhvørvið í Føroyum. Her er meira innilokað. Í byrjanini, eftir at vit høvdu fingið Hildur, kendu vit okkum eisini eitt sindur einsamøll millum vinfólk okkara. Men nú byrja fleiri av teimum eisini at fáa børn, og tað ger stóran mun. Hvussu er kollegiilívið, tá ið tit hava eitt barn? Her eru nógv børn, og tískil nokk av børnum at spæla við. Tað er gott samanhald á gongini hjá okkum. Vit passa børn fyri hvønn annan. Hurðarnar standa opnar, tað er ógvuliga óformelt, og man kan lána frá hvørjum øðrum. Soleiðis er tað ógvuliga “føroyskt”. Her á Oyrasundskolleginum eru eisini nógvir fasilitetir so sum vaskirúm, spælirúm, spælipláss og føroyskur sunnudagsskúli. Tað er tó ikki nógv pláss, og eitt sindur av larmi er í vikuskiftunum. Tað er sum heild ikki so privat, og ein býr tætt upp at øðrum. Tað er lættari at búgva á Oyrasunds-kollegiinum, enn um vit nú búðu onkra aðrastaðni, tí her hava vit eitt størri netverk. Eru fyrimunir við at vera lesandi og hava børn? Ja, frælsið og tað at ein passar seg sjálvan. Hetta er serliga galdandi fyri Doris, sum ikki

Familju– og lestrarlív

Bjørg

Pisan 2003 31

Page 32: Pisan 2003

hevur møtiskyldu í skúlanum. Hjalmar hinvegin er viðhvørt í starvsvenjing og hevur tí ikki sama frælsi. Í tíðini undir starvsvenjing merkir ein, hvussu arbeiðslívið er. Tá ið ein gongur í skúla, gongur tað bara út yvir teg sjálvan, um tú ikki gert tað, tú skalt. Man er tí meira fleksibul, tá ið ein gongur í skúla, og tað kann vera ein fyrimunur, tá ið ein hevur børn. Fyri barnið kann tað eisini vera ein fyrimunur, við tað at ein kann avheinta tey á stovninum fyrr um dagin, og tey noyðast ikki altíð at líka tíðliga avstað um morgunin. Tey kunnu eisini hava frí viðhvørt. Tær longu frítíðirnar eru avgjørt eisini ein fyrimunur. Ein skal heldur ikki standa yvir fyri einum arbeiðsgevara, tá ið børnini eru sjúk. Um tú dugir at planleggja dagin, so gongur tað nokk. Lyklaorðið er planlegging. Eru nakrir vansar við at vera lesandi og hava børn? Tað er treytað av lesnaðinum. Hvussu nógvar tímar tú hevur í skúlanum. Ein vansi er tó, at tað kann vera ringt at fáa stundir til at gera skúlating. Tá ið ein arbeiðir, so hevur ein frí, tá ein kemur heim. Vit fáa tó meira burtur úr nú, enn áðrenn Hildur varð fødd (tey hava bæði eisini roynt lestrarlívið uttan barn). Tá svóvu vit meira og skipaðu ikki dagin eins og nú. Um vit høvdu hug til at gera okkurt annað enn skúlating, so gjørdu vit bara tað. Hvat vildu tit sagt, um onkur í Føroyum ivaðist í, um tað ber til at lesa, meðan ein hevur barn/børn? Tað ber væl til. Ein skal bara vera fyrireikaður upp á tað og vera meira effektivur og planleggja dagin hjá sær betur. Tað kemur alt av sær sjálvum. At fáa børn er ein kollvelting fyri teg, uttan mun til um tú lesur ella ikki. Góð ráð til komandi lesandi? Tað ræður um at innstilla seg upp á tað og at taka tað, sum tað kemur. Tað er týdningarmikið ikki at trýsta seg sjálvan og ikki lata seg imponera av hinum. Um ein planleggur dagin rætt, so ber alt til, sjálvt um ein er lesandi við barni/børnum. Um ein hevur eitt barn, so er ikki víst, at tað ber til at vera við til øll tey sosialu tiltøkini. Tað er tó týdningarmikið at royna at vera við í onkrum og soleiðis vísa áhuga. Ikki geva upp hóast alt. Tað er bara at gera øðrum greitt, at ein hevur eitt barn. Fólk skilja tað nokk!

Hallbera West

IMMA

Pisan 2003 32

Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðsreglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti. Hvat er Føroyafrádráttur? Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol. Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande. Treytir: Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar:

· At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið

· At uppihaldið í lestrarlandinum er

fyribils í lestrarørindum

· At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetancegevandi) frammanundan

· At tú ikki hevur uppihildið tær í

lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar

Eru undantøk? Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini. Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin? Fyri ár 2003 er føroyafrádrátturin uppá 63.000 kr., í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upphæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til.

Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 63.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m. Hvussu fái eg føroyafrádrátt? Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild/specialligning sum umsitir føroyafrádráttin. Greið frá:

· at tú er føroyingur undir útbúgving · at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir

føroyafrádrátt (færøfradrag) til · at tú ætlar tær heim aftaná loknan

lestur

Minst til:

· at hava skjalprógv fyri at tú ert undir ú tbúgv ing v i ð . L e s t ra rko r t , lærusáttmála ella annað prógv.

· at føroyafrádráttur skal søkjast á

hvørjum ári. Um tú fært noktað føroyafrádrátt. Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt. Kann føroyafrádráttur nýtast til SU? Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma und i r he i t i ð :”Veder lag for tjenesteydelser”. Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur. Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á

Føroyafrádráttur

Pisan 2003 41

Page 33: Pisan 2003

Um tú hevur arbeiði við síðuna av lesnaðinum, er tað eitt gott hugskot at halda eyga við inntøkunum.Mark er nevniliga fyri, hvussu stóra arbeiðisinntøku tú kanst hava við síðuna av SU-studninginum. Fer arbeiðsinntøkan upp um markið, og tú ikki hevur valt SU-klipp frá, noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur til SU, og hetta kann lættliga gerast dýrt. Umframt sjálvan studningin verður ein ábót løgd afturat, sum er 7% av tí studningi, tú hevur fingið ov nógv. Markið fyri arbeiðsinntøkunum nevnist fríupp-hæddin. Hon verður roknað fyri eitt heilt ár í senn, og í 2002 er fríupphæddin fyri lesandi, sum ikki búgva heima 12 x 5.571 kr. = 66.852 kr. fyri alt árið. Talið er tó kortini bert vegleiðandi. Um tú ein mánað hevur eina arbeiðsinntøku, ið t.d. fer 500 kr. upp um mánaðarligu fríupphæddinam, mást tú minnast til, at fríupphæddin kann gerast tilsvarandi 500 kr. minni ein annan mánað. Hevur tú børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 20.120 kr. um árið. Umframt hetta skal leggjast til merkis, at SU-studningurin ikki verður roknaður upp í fríupphæddina - hetta fevnir einans um arbeið-sinntøkur. Lesandi í løntari starvsvenjing, lestrarfarloyvi (orlov) ella sum eru "studie-inaktiv", hava ikki rætt til SU-studning. Í hesum føri er fríupphæddin 13.912 kr. um mánaðin. Frával av SU-klippum Tað ber til at stýra SU-studninginum soleiðis, at samanlagda inntøkan ikki gerst ov høg. Lesandi, ið ætla sær at arbeiða, skulu tí rokna ársinntøkuna út so tíðliga í árinum sum gjørligt. Um samlaða inntøkan sær út til at gerast ov høg, kunnu klipp veljast frá í "klippikortinum" hjá SU. Hervið slepst undan at gjalda studning aftur. Frávalið kann ikki gerast við afturvirkandi kraft, og SU skal hava boð um frávalið seinast tann 15. í mánaðinum áðrenn útgjaldingin skal steðgast. Frávelur tú SU-klipp, verða bæði studningur og lán steðgaði. Tú kanst eisini sjálv/ur rokna út, hvussu nógv klipp skulu veljast frá. Til tað kanst tú brúka frymilin niðast á síðuni. Fyri hvønn frávaldan mánað fært tú eitt ískoyti til fríupphæddina. Ískoytið er 13.912 kr. - 5.571 kr. = 8.341 kr, og hetta talið skal sostatt leggjast afturat tí vanligu

fríupphæddini uppá 66.852 kr. um árið. Tey frávaldu klippini kunnu brúkast seinni í útbúgvingini. Til dømis kanst tú fáa dupultklipp (t.e. dupultan studning) teir seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Treytin fyri at fáa dupultklipp er, at tú hevur valt nøkur klipp frá fyrr í útbúgvingini. Tú fært so tilsvarandi nógv dupultklipp. Eisini skal læristovnurin vátta, at útbúgvingin kann gerast liðug innan 12 mánaðir. Føroyafrádrátturin og fríupphæddin Hóast lesandi føroyingar í Danmark hava tann serliga føroyafrádráttin (sí grein á næstu síðu), so merkir hetta ikki, at vit sleppa undan at fylgja teimum donsku reglunum um fríupphæddina. SU roknar fríupphæddina út eftir bruttoinntøkuni, tvs. samlaðu arbeiðisinntøkuni áðrenn skatt. Hetta er íroknað frítíðarløn, men undantikið sjálvum SU-studninginum. Um tú hevur nýtt allan føroyafrádráttin (64.000 kr.) kemur tú upp um fríupphæddina hjá SU, og so noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur, um tú ikki hevur frávalt nøkur klipp. Inntøkur áðrenn og aftaná lesnaðin Stuðulsárið hjá SU er álmanakkaárið, og tí kann tað koma tær aftur um brekku, um tú hevur eina hægri arbeiðsinntøku enn 24.837 kr. um mánaðin í sama ári sum útbúgvingin byrjar. Um tú t.d. byrjar útbúgvingina í september, mást tú ikki hava havt eina hægri inntøku enn 8 x 24.837 kr. (t.e. januar til august). Fert tú upp um hetta markið, kann ein partur av studninginum verða kravdur aftur. Á sama hátt skalt tú ansa eftir arbeiðsinntøkuni aftan á at útbúgvingin er liðug. Her eru nevniliga tær somu reglurnar galdandi. Hevur tú tískil eina hægri arbeiðisinntøku enn 24.837 kr. um mánaðin aftan á lokna útbúgving, verður ein partur av studninginum kravdur aftur. Sum sæst eru SU reglunar nógvar og oftani er ikki annað at gera enn at rista við høvdinum og lesa SU-reglurnar ígjøgnum einaferð afturat. Um tú ivast, so kanst tú venda tær til ráðgevarar, sum kunnu ráðgeva og svara flest øllum spurningum. Inni á heimasíðuni hjá SU - www.su.dk - er eitt sera hent rokniark, ið kann rokna út, hvussu nógv klipp tú skalt frávelja, um tú ert á markinum til at forvinna ov nógv.

Ársinntøkan 2003 (uttan SU) - ársfríupphæddin 2002 8.341kr. = Talið á frávaldum klippum

Arbeiði og SU

Pisan 2003 40

Stuðulsstovnurin varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannelsesstøtte" í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar gjørdu tá reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum. 23. apríl 1999 varð nýggj løgtingslóg samtykt um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan og avloysti henda lóg lógina frá 1988 við seinni broytingum. Seinni eru onkrar lógarbroytingar gjørdar.

Stuðulsstovnurin umsitir í dag 4 stuðulsskipanir, ið eru kunngjørdar í 4 ymiskum kunngerðum. Tó er tað rætt at nevna 5 ymiskar skipanir, tá ið tosað verður um stuðul til føroyingar, av tí at føroyingar, ið lesa í øðrum norðurlondum enn í Føroyum, fáa stuðul eftir danskari skipan. Tær 5 stuðulsskipanirnar eru:

ÚS-skipanin (stuðul til lesandi í Føroyum – umsitin av Stuðulsstovninum)

SU-skipanin (stuðul til lesandi í Norðurlondum – umsitin av Statens Uddannelsesstøtte)

ÚSUN-skipanin (stuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond – umsitin av Stuðulsstovninum og SU)

Ferðastuðulin (ferðastuðul til lesandi útisetar – umsitin av Stuðulsstovninum)

Verkætlanarstuðulin (ferðastuðul til lesandi við hægri skúlar – umsitin av Stuðulsstovninum)

ÚS-skipanin Henda skipan er ætlað teimum, ið lesa í Føroyum, bæði næmingum á miðnáms-, vinnu- og hægri skúlum. Tey, ið eru 18 ár og eldri Øll, ið eru 18 ár ella eldri fáa vanliga útbúgvingarstuðulin um tey uppfylla treytirnar. Hesi hava eisini møguleika at søkja um lán. Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir at tey eru fylt 18 ár. Eingin útbúgvingarstuðul verður útgoldin í juli.

Upphæddir skúlaárið 2002/2003:

Tey, ið eru undir 18 ár Tey, ið eru undir 18 ár fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bókastuðul). Harafturat er møguleiki hjá nøkrum av hesum næmingum at fáa ískoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldsstuðul).

Bókastuðul verður latin øllum næmingum, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. august í skúlaárinum. Næmingar, ið fylla 18 ár í fyrru lestrarhálvu, tvs. fyri 1. januar fáa kr. 1.619 og teir ið fylla seinnu lestrarhálvu, tvs. 1. januar ella seinni fáa kr. 3.238. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km. Mánaðarligi vistarhaldsstuðulin er kr. 1.701 í 11 mánaðir. Ferðastuðulin innanoyggja Meginreglan í skipanini er, at allir næmingar, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Ásett er, at fyri 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin/útbúgvingarbústaðin og skúlan skal næmingurin gjalda kr. 100. Næmingurin fær útflýggja eitt elektroniskt kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla. Treytin fyri at fáa ferðastuðulin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa útbúgvingarstuðulin.

Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 – FO-110 Tórshavn - Tlf.: 31 96 80 - Faks.: 31 96 82 E-mail: [email protected] – Heimasíða: www.studulsstovnurin.fo

Stuðulsstovnurin Stuðul um árið

í 11 mðr. Stuðul um mánaðin

Heimabúgvandi kr. 24.937 kr. 2.267

Útibúgvandi kr. 37.411 kr. 3.401

Lán kr. 23.727 kr. 2.157

Pisan 2003 33

Page 34: Pisan 2003

SU-skipanin Meginreglan er, at føroyingar, ið lesa í Danmark og í øðrum útlondum, fáa stuðul úr Danmark eftir somu treytum, sum aðrir danskir ríkisborgarar. Hetta vil siga, at føroyingar, sum lesa uttanlanda, fáa stuðul úr Danmark í allari útbúgvingartíðini. Tó verða fylgjandi krøv sett, og eru hesi galdandi fyri bæði danir og føroyingar: Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu

vera alment góðkend av lestrarlandinum. Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu

vera av slíkum slagi, at tey eisini kunnu góðkennast av donskum myndugleikum.

Útbúgvingin skal vera ólønt, og skipað sum fulltíðarlestur.

Útbúgvingin skal í minsta lagi vera eitt samanhangandi lestrarár.

Útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark.

Ein treyt fyri at fáa stuðulin frá SU er, at føroyingar hava danskt p-tal. Orsøkin til hetta er, at SU ikki hevur møguleika at útgjalda uttan eitt danskt p-tal. Fyri teir føroyingar, ið ikki hava danskt p-tal, útvegar SU teimum eitt frá Frederiksberg kommunu, har SU hevur heimbústað. Harafturat kann nevnast, at tað finst ein felags norðurlendsk avtala, sum í høvuðsheitum inniheldur fylgjandi: Tá tú lesur í øðrum norðurlendskum landi,

fæst vanliga stuðul frá heimlandinum. Heimlandið ger av hvørjar útbúgvingar

hava rætt til stuðul. Ein umsøkjari, ið fær útbúgving í einum

øðrum norðurlendskum landi, kann fáa stuðul frá lestrarlandinum, um umsøkjarin hevur verið búsitandi og havt arbeiði í lestrarlandinum í minsta lagi í 24 mðr.

beint undan lestrinum, ella um umsøkjarin er undir 20 ár og er fluttur saman við foreldrum sínum, ið hava búsett seg í lestrarlandinum og sum hava fast arbeiði har.

Ein treyt fyri at fáa stuðul frá lestrarlandinum er, at tann lesandi ikki fær stuðul frá heimlandinum.

ÚSUN-skipanin ÚSUN-skipanin er ein stuðulsskipan fyri føroyingar, ið taka eina hægri útbúgving uttanfyri norðurlond. Hesi lesandi fáa bæði stuðul frá Stuðulsstovninum og frá SU (Statens Uddannelsesstøtte). Stuðulsstovnurin letur stuðul til skúlagjald og SU letur stuðul til livikostnað. Stuðulstovnurin kann lata upp til kr. 120.000 um árið í skúlagjaldi og harafturat veita lán um skúlagjaldið er hægri. SU letur tann sama stuðulin, sum lesandi fáa til hægri lestur í Danmark. Harafturat kann nevnast, at lesandi undir ÚSUN-skipanini eisini hava rætt til ferðastuðul. Av tí at Stuðulsstovnurin samskipar ÚSUN-stuðulin við SU, verður fyri at fáa ÚSUN-stuðul sett sum treyt, at SU góðkennir útbúgvingina sum eina SU stuðulsheimilaða útbúgving. Krøvini hjá SU fyri at góðkenna útbúgvingar uttanlanda er, at útbúgvingin er ein hægri útbúgving, sum verður tikin á einum góðkendum lærustovni (góðkenningin skal vera av skúlamyndugleikunum í viðkomandi landi), og at útbúgvingin skal geva tí lesandi ein vinnuførleika, sum kann gagnnýtast í tí danska ríkinum.

Ferðastuðulin Endamálið við ferðastuðlinum er at stuðla

Hesar upphæddir eru galdandi fyri stuðulsárið 2002/2003:

Danmark Europa (- Danmark og Grønland)

Aðrastaðni

Lesandi kr. 3.627 kr. 5.000 kr. 7.000

Børn: 0-1 ár kr. 470 kr. 650 kr. 900

Børn: 2-11 ár kr. 2.575 kr. 3.530 kr. 5.000

Børn: 12-16 ár kr. 3.627 kr. 5.000 kr. 7.000

Pisan 2003 34

eina ungdómsútbúgving, hava ikki rætt til SU-studning! Henda rættin fært tú ikki fyrr enn ársfjórðingin aftan á at tú ert fylt 18 ár. SU-studningur til 18 og 19 ára gomul, ið taka eina ungdómsútbúgving, verður roknaður eftir inntøkuni hjá foreldrunum. Tá ið tú ert fylt 20 ár, verður studningurin latin eftir, um tú ert heima- ella útibúgvandi. Studningur til ungdómsútbúgvingar verður ikki taldur við í klippikortið. Fyri at fáa SU-studning til ungdómsútbúgvingar er treytin, at tú minst hevur 16 undirvísingartímar um vikuna. Lesir tú einkultfak (t.d. HF-einkultfak) er treytin, at tú hevur minst 23 tímar um vikuna, og at tú ikki áður hevur lisið fakini á sama støði. Tú skalt eisini hava minst 17 tímar um vikuna, um tú hevur barn undir 7 ár. Einkultfak mugu endiliga ikki blandast við tey sonevndu suppleringsfakini (GSK). Her eru treytinar eisini, at tú minst hevur 16 tímar um vikuna, at tú ikki áður hevur lisið fakini á sama støði, og at skeiðið tekur minst ein mánað. Studningurin til 18-19 ára gomul á ungdóms-útbúgvingum verður bæði ásettur eftir foreldra-inntøkuni, og eftir um ein er heima- ella útibúgvandi. Tá ein fyllur 20 ár, verður studningurin tann sami sum hjá teimum, ið taka hægri útbúgvingar (sí talvuna á síðu 37). SU-lógin og “bistandshjálpin” Áðrenn 1.1.1996 var tað vanligt, at lesandi í farloyvi kundu fáa stuðul frá teim sosialu myndugleikunum í kommununi, har tey búðu. Í dag fellur hesin rætturin heilt burtur, um nøkur SU-klipp eru eftir. Einasti møguleikin at fáa "bistandshjálp" í samband við farloyvi er, at øll vanlig SU-klipp eru brúkt, at øll eyka klipp í samband við barnsburð eru brúkt og at allir SU-lánimøguleikar (studielán + sluttlán) eru nýttir. Lýkur tú allar hesar treytirnar, kanst tú fáa bistandshjálp í samband við farloyvi frá lesnaðinum. Einastu dyrnar, sum framvegis gloppa millum

lesandi og sosialhjálp, eru tær sonevndu "sosialu hendingarnar". Tað vil siga, at kemur tú út fyri hendingum, sum avgerandi broyta tíni sosialu viðurskifti (t.d. álvarsamari sjúka, hjúnarskilnaði o.ø.), verður hetta roknað sum ein "sosial hending", sum í ávísum førum kann geva rætt til "bistandshjálp". Meginreglan er, at tann "sosiala hendingin" skal hava ført við sær, at SU-stuðulin + studielánið ikki er nóg mikið til at forsyrgja familjuni og svara hvørjum sítt. Í tílíkum førum vera málini altíð viðgjørd hvør sær av kommununi, sum ein býr í. Dentur skal leggjast á, at "bistandshjálpin" verður veitt afturat SU-veitingunum (ikki øvugt), og at hon einans verður veitt í eitt avmarkað tíðarskeið. Um tú kemur út fyri slíkum hendingum, er tað eisini altíð hent at venda tær til føroysku ráðgevingina í Keypmannahavn (Sí eisini grein í blaðnum). Fleiri upplýsingar Sum tað sæst, kunnu SU-reglurnar vera rættiliga truplar at fáast við hjá føroyingum, sum ikki eru vanir við danskt skrivstovuveldi. Um tær nýtist fleiri upplýsingar, er best um tú í fyrstu atløgu vendir tær til SU-skrivstovuna ("stipendiekontoret") á útbúgvingarstaðnum, har tú skalt byrja. Allir danskir útbúgvingarstovnar hava nevniliga eina SU-skrivstovu, sum avgreiðir allar vanligar spurningar um lestrarstudningin hjá teimum, sum lesa har. Somuleiðis kenna hesi starvsfólkini best til teir trupulleikarnar við SU-studninginum, ið kunnu taka seg upp á staðnum. Tú kanst eisini spyrja teg fyri á onkrari av føroysku lestrarvegleiðingunum, ella á føroysku ráðgevingini í Keypmannahavn. Sí annars heimasíðuna hjá SU-Styrelsen: www.su.dk. Her eru hentar upplýsingar at finna, umframt rokniørk o.s.fr.

Halla

Pisan 2003 39

Page 35: Pisan 2003

lestrartíðini. Henda er t.d. 5 ár, sum svarar til 58 klipp; afturat hesum koma 12 klipp, so samlaða talið av klippum gerst 70 í alt. Um útbúgvingin er normerað til meira enn 5 ár, svarar SU-studningurin til normeringina + 12 mánaðir. Umframt tey vanligu 70 klippini er møguligt at fáa eyka klipp í samband við barnsburð. Vanliga reglan er, at mamman kann fáa 12 eyka klipp , meðan pápin kann fáa 6 klipp. Neyðugt er at vera aktiv/ur lesandi mánaðin innan. Møguligt er eisini at fáa eyka klipp í samband við álvarsama sjúku og studentapolitiskt arbeiði. Felags fyri hesi undantøkini er, at SU-myndugleikarnir skulu góðkenna tey í hvørjum einstøkum føri. Tað er ikki møguligt at fáa eyka klipp, um ein skiftir útbúgving. Í hesum føri verða klippini, tú hevur nýtt til fyrru útbúgvingina, drigin frá teimum, sum nýggja útbúgvingin gevur rætt til. Tú fært sostatt einans 70 klipp, uttan mun til hvussu ofta tú skiftir útbúgving. Hvussu nógv? SU-studningur til hægri útbúgvingar ávirkast ikki av inntøkuni hjá foreldrunum, sjálvt um tú ert undir 20 ár. Lestrarárið 2003/2004 fáa sostatt øll, ið taka hægri útbúgvingar, og eru fylt (ella fylla) 18 ár í lestrarárinum, SU-studning sambært talvuniniðanfyri. Arbeiði við síðuna av kann eisini ávirka SU-

studningin, og hetta er nærri viðgjørt í greinini "Arbeiði og SU" á síðu 40. SU- stuðulin verður skattaður Eins og við øðrum inntøkum skal SU-studningurin skattast. SU-studningurin verður skattaður sum A-inntøka, men studningurin verður kortini ikki roknaður sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at Føroya-frádrátturin, ið verður nærri viðgjørdur seinni, ikki kann nýtast í samband við skattingina av studninginum frá SU. Skattur verður tikin av studninginum áðrenn tú

fært hann útgoldnan. Skatturin er vanliga uml. 4-600 kr. um mánaðin, um tú onga inntøku hevur við síðuna av studninginum. Lesandi í øðrum Norðurlandi, ið fáa SU-studning, gjalda eisini skatt av studninginum í Danmark. Lestrarlán Í løtuni eru tvey sløg av lestrarlánum: Studielán og sluttlán, sum ikki verða skattað. Studielán er tað vanliga lestrarlánið, sum øll - uttan serligar treytir - kunnu taka afturat tí vanliga studninginum. SU–lánið er í 2003 2.241 kr. um mð. Sluttlán er eitt nýtt slag av láni, sum ein kann taka í endanum av útbúgvingini. Skalt tú hava sluttlán, eru treytirnar, at tú skalt kunna gera útbúgvingina lidna innan fyri eitt ár, og at tú hevur brúkt øll "studnings-klippini" (sí omanfyri). Vanliga merkir hetta, at tað bert eru "speciale-lesandi" sum hava rætt til sluttlánini. Sluttlán kann ikki veitast longri enn í 12 mánaðir, og støddin á tí er í løtuni kr. 5.778 um mánaðin. Fleiri føroyingar aftra seg við at taka lán frá SU, tí tey hava hoyrt fleiri ræðusøgur um fólk, sum hava sett seg í eina sera stóra lestrarskuld. Her skal ein kortini leggja til merkis, at hesi dømini stava frá teimum sonevndu "statsgaranteraðu bankalánunum", sum vórðu endaliga avskaffað í 1992. Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, so tað er eingin orsøk til at halda seg aftur orsakað av ræðusøgunum um tey gomlu lánini. Lestrarlán og afturrindan Afturrindanin av lánunum byrjar vanliga við árslok, eitt til tvey ár aftaná loknan lesnað. Um tú t.d. verður liðug við útbúgvingina á sumri 2005, kanst tú sostatt byrja at gjalda SU-lánið aftur frá 1. januar ár 2007. Í lestrartíðini er rentan á lestrarlánunum 4 % um árið. Eftir loknað útbúgving broytist rentan á lánunum soleiðis, at hon svarar til diskonto hjá Nationalbankanum + 1%. Afturrindanin av lánunum tekur vanliga millum 7 og 15 ár - alt eftir støddini av teimum. Um ein hevur hug at skunda undir afturrindanina, ber eisini til at avtala hetta við Hypotekbankan. Ungdómsútbúgvingar (miðnámsútbúgvingar) Ungdómsútbúgvingar eru tær útbúgvingarnar, sum eisini vanliga verða kallaðar "miðnáms-útbúgvingar" (t.d. handilsskúla- studentaskúla- og HF-útbúgvingar). SU-studningur verður vanliga latin øllum ungdómsútbúgvingum við einum ógvuliga avgerandi undantaki: Ung undir 18 ár, sum taka

Víðari lesnaður, útibúgvandi um mánaðin

Lestrarstudningur: 4379 kr.

Lán: 2241 kr.

Tilsamans: 6620 kr.

Lestrarstudningur: 2177 kr.

Lán: 2241 kr.

Tilsamans: 4418 kr.

Heimabúgvandi um mánaðin

Pisan 2003 38

føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið. Í vegleiðingini til ferðastuðul til lesandi uttanlands, ið liggur á heimasíðu okkara, kanst tú lesa um treytirnar fyri at fáa ferðastuðulin. Ferðstuðulin skal ikki søkjast fyrr enn ½ lestrarár er runnið og skal søkjast innan lestrarárið er útrunnið. Hetta merkir at t.d. ein, ið byrjar lesturin um heystið í august-september mánaða, kann ikki søkja um ferðastuðul fyrr enn várlestrarhálvan byrjar í januar-februar mánaða og skal hava søkt áðrenn várlestarhálvan endar, t.v.s. at umsóknarfreistin fyri hesi er 31. juli. Fyri tey, sum byrja lesturin um várið t.d. í januar mánaða, kann ferðastuðulin ikki søkjast fyrr enn í august mánaða, og er umsóknarfreistin fyri hesi 31. desember. Verkætlanarstuðulin Endamálið við ferðastuðlinum til verkætlanir er, at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlanda í samband við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt við at veita fíggjarligan stuðul til ferðina millum lestrarlandið og landið, har verkætlanin skal gerast. Umframt vanligu treytirnar fyri at fáa slíkan stuðul, skal verkætlanin vera partur av ú t b ú g v i n g i n i o g g ó ð k e n n a s t a v útbúgvingarstaðnum. Vert er eisini at leggja merki til, at tað bert verður veittur stuðul fyri ferðing millum lond, og at tann lesandi í mesta lagi hevur møguleika at fáa henda stuðul tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíðini.

Ætlar tú at søkja um stuðul, kann hetta antin gerast áðrenn farið verður undir verkætlanina, ella meðan tú ert í gongd við verkætlanina. Tað ber ikki til at søkja um stuðul eftir at verkætlanin er liðug. Stuðulin verður ikki útgoldin fyrrenn Stuðulsstovnurin hevur fingið tann nýtta ferðaseðilin í samband við verkætlanina. Stuðulin verður tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi kr. 6.000. Síðani verður peningurin goldin á konto í einum peningastovni.

Kærumøguleikar

Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá kærunevndini er endalig innan fyrisitingina. Tað er Landstýrið, ið setir kærunevndina, og í henni sita 3 fólk, har formaðurin er løgfrøðingur. Kærur skulu sendast til: Kærunevndin hjá Stuðulsstovninum,

c/o Føroya Kærustovnur

Skálatrøð 20

Postsmoga 45

Fo 110 Tórshavn.

Heimasíðan

Á heimasíðu okkara www.studulsstovnurin.fo kanst tú lesa meira um tær ymisku skipanirnar. Har er lógin, kunngerðir, vegleiðingar, umsóknarbløð o.a. Harafturat eru ymiskar slóðir, ið kunnu vera viðkomandi fyri lesandi. Skrivstovan Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk – 3 skrivstovufólk, fíggjarfulltrúin og leiðarin. Avgreiðslan er stongd mánadag, opið er frá týsdegi til hósdag kl. 8 – 16 og fríggjadag kl. 8 – 15.30. Um tú hevur nakrar fyrispurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Stuðulsstovnin.

Katrin

Pisan 2003 35

Page 36: Pisan 2003

Ein fyrimunur hjá føroyskum lesandi í Danmark er, at tey kunnu søkja um undantaksloyvi til skrivligu próvtøkurnar fyrsta árið – endiliga ikki at skilja sum at tær ikki nýtist at fara til próvtøku, men at tú fert til próvtøku undir øðrum umstøðum. Um hetta verður játtað, hevur tað vanliga við sær, at próvtøkutíðin verður longd við einum tíma. Søkjast skal í góðari tíð, og viðmerkjast skal, at hetta ikki er eitt tilboð, ið øll útbúgvingarstøðini hava. Á teimum støðum, har undantaksloyvi verður latið, verða føroyingar mettir sum útlendingar við øðrum móðurmáli enn donskum, og fyri at avrikini hjá føroyskum lesandi skulu kunna javnmetast við tey hjá donskum lesandi, er

Málsligt undantaksloyvi

Vesterbrogade 17 A, 1620 København V Tlf. 33 23 15 87 Fax 33 23 15 88 Upplýsing 33 23 15 86 Heimasíða: www.faroehouse.dk Teldupostur: [email protected]

møguleiki fyri eyka próvtøkutíð, tó uttan at støðið á próvtøkuni verður lægri. Eyka próvtøkutíðin ger sjálvandi stóran mun, og tí er hesin møguleiki avgjørt verdur at hava í huganum, tá ið farið verður undir fyrstu próvtøkurnar. Sum áður nevnt, so er hetta ikki galdandi á øllum støðum, men kunna teg um viðurskiftini á tínum útbúgvingarstaði, og í góðari tíð. Harumframt er hetta bert galdandi fyrsta árið og fyri skrivligar próvtøkur. Tú skalt sjálv/ur vera varug/ur við møguleikan fyri undantaksloyvi, tí hetta er ikki eitt tilboð, ið av sær sjálvum verður boðið øllum føroyskum lesandi í Danmark.

Annika Helgadóttir Joensen

Pisan 2003 36

SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so hendan greinin roynir at geva eitt innlit í, hvussu sjálv SU-skipanin virkar, meðan sjálvar SU-reglurnar ikki verða viðgjørdar nærri. Søk sum skjótast! Føroyingar, sum lesa uttanfyri Føroyar, hava rætt til studning frá SU-skipanini, um prógvast kann, at bústaðurin er uttan fyri Føroyar. Tá tú flytir av landinum í útbúgvingarørindum, skalt tú minnast til, at tú ikki kanst fáa SU útgoldnan, fyrr enn tú hevur fingið eitt danskt cpr.nr. Um tú fert til eitt nú Norra ella Svøríki fært tú tillutað eitt cpr.nr. frá Frederiksberg Kommunu, har SU-Styrelsen liggur. Um tú flytir til Danmarkar at lesa, er tað eitt sindur øðrvísi. Tá kanst tú ikki fáa eitt cpr.nr., fyrr enn tú hevur funnið ein bústað. Tí noyðast nógv at fáa sær eina c/o adressu, tvs. at tey flyta inn til onkran, tey kenna í fyrstuni, tí torført er at finna nakað at búgva í í løtuni. Flytir tú til Danmarkar, er tann besti framferðarhátturin í sambandi við umsóknina um SU-studning hesin: 1. Flyt adressu úr Føroyum til Danmarkar í

góðari tíð. Um tú ikki hevur fingið ein bústað, so fá eina c/o adressu hjá onkrum tú kennir í Danmark.

2. Tá adressan verður flutt, fært tú tillutað eitt danskt cpr-nr. Hetta skal nýtast í samband við umsóknina. Um tú ikki hevur nakað cpr-nr, kann tað gerast trupult at søkja um SU, og uttan cpr-nr. kann tað eisini verða torført at fáa sær eina bankakonto.

Neyðugt er at fara á sína egnu heimstaðarkommunu (í Føroyum), og fáa tey at útskriva “internordisk flyttepapirer”, sum tú letur inn á folkaregistaranum á teirri kommununi, tú flytir til (ávísar kommunur í Føroyum veita eisini studning til fólk, ið fara uttanlanda at lesa). 3. Søk um SU-studning so skjótt sum møguligt.

Lat umsóknina inn, sjálvt um tú enn ikki hevur fingið cpr. nummar. Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um tú hevur latið umsóknina inn rættstundis, so fært tú SU við afturvirkandi kraft.

Freistin at søkja SU liggur vanliga fyrst í november. Seinasta freist at søkja ella broyta SU í 2003 er 1. novembur, men SU nýtir vanliga drúgva tíð til at viðgera umsóknirnar, so best er at vera fyrivarin. Á hvørjum ári byrja um 40.000 fólk eina nýggja útbúgving, so trýstið er stórt á SU hesa tíðina.

SU hevur eina heilt greiða reglugerð fyri, hvørjar útbúgvingar í Danmark eru góðkendar. Sum meginregla kann sigast, at allar "almennar” útbúgvingar geva rætt til SU-studning (t.d. universitetsútbúgvingar, handilsháskúlaútbúgvingar, teknikumút-búgvingar o.s.fr.). Summar útbúgvingar í Danmark geva ikki rætt til SU-studning, og hetta eru aloftast ymsar privatar útbúgvingar. Tað er bert neyðugt at søkja um SU-studning einaferð. Undantikið frá hesum er, um tú skiftir útbúgving. SU-studningur til lesnað uttanfyri Danmark Føroyingar, sum byrja lesnað í einum øðrum Norðanlandi enn Danmark, kunnu fáa fullan studning og lán frá SU eftir ávísum treytum. Tann fyrsta treytin er, at SU góðkennir útbúgvingina. Um tú fert til annað norðurland at lesa, verður tú sum oftast noydd at senda tilfar um útbúgvingina og útbúgvingarstovnin til góðkenningar hjá SU. Vanligar universitets- og háskúlaútbúgvingar verða sum oftast góðkendar av SU sum studningsverdar útbúgvingar, men í ávísum førum kann SU nokta at góðkenna eina útbúgving, tá hon eisini kann fáast í Danmark. Flestu útbúgvingar eru eitt sindur ymiskar frá landi til lands. Ætlar tú t.d. at lesa í Íslandi, skalt tú einans geva góðar próvgrundir fyri, at júst henda útbúgvingin hevur eitt serliga áhugavert (og viðkomandi) frávik frá teirri donsku. Ert tú før fyri at geva hesar próvgrundir, er torført hjá SU at nokta góðkenning av útbúgvingini. Fleiri hava roynt henda møguleika við góðum úrsliti, og um tú ivast, kanst tú spyrja lestrarvegleiðingina í Føroyum um leiðbeining. Byrjar tú at lesa í einum ES-landi (uttan fyri Norðanlond), fært tú vanliga ikki SU-studning í meira enn trý ár. Ymisk undantøk eru tó frá hesum. Hetta kann Altjóða Skrivstovan hjálpa tær við at kanna nærri. Stuðulsstovnurin hevur arbeitt við eini nýggjari skipan, har SU skuldi rinda trý tey fyrstu árini og Stuðulsstovnurin restina gjøgnum ÚSUN-skipanina. Tað besta tú kanst gera í hesum sambandi, er at venda tær beinleiðis til Stuðulsstovnin eftir fleiri upplýsingum. Klippikortið SU-studningurin byggir á tað sonevnda "klippikortið", har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á víðari útbúgvingum fáa klipp til eitt ár afturat tí normeraðu

Vegleiðing um SU

Pisan 2003 37