vegleiðing: stovna hald við...

10
Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær, hvussu tú stovnar tær hald og verður ver kundi, eisini um tú tekur eitt nummar við tær frá øðrum veitara. Nú er ikki neyðugt longur at skifta nummar, tá tú flytir til ver. 1. Ver.fo Far inn á ver.fo og vel fartelefonhald í yvirlitinum. 2. Vel hald Á ver.fo fært tú eitt yvirlit yvir øll haldini hjá ver og kanst lesa um kostnaðir, og hvat er íroknað í haldunum. Vel tær tað haldið, ið hóskar best til tína nýtslu. Tá tú hevur valt hald, trýst so á Stovna

Upload: others

Post on 25-Jul-2020

4 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær, hvussu tú stovnar tær hald og verður ver kundi, eisini um tú tekur eitt

nummar við tær frá øðrum veitara. Nú er ikki neyðugt longur at skifta nummar, tá tú flytir til ver.

1. Ver.fo

Far inn á ver.fo og vel fartelefonhald í yvirlitinum.

2. Vel hald

Á ver.fo fært tú eitt yvirlit yvir øll haldini hjá ver og kanst lesa um kostnaðir, og hvat er

íroknað í haldunum. Vel tær tað haldið, ið hóskar best til tína nýtslu. Tá tú hevur valt hald,

trýst so á Stovna

Page 2: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

3. Telefonnummar

Tú ert nú ígongd við at stovna teg sum kunda í ver.

Skriva títt núverandi fartelefonnummar inn og trýst á “vátta við sms”. Eisini um tú hevur eitt

fartelefonnummar frá øðum veitara. Eftirlitstalið er ein váttan fyri, at tú ert eigari av

nummarinum.

Hevur tú ikki eitt fartelefonnummar, so velur tú flykruna “nýtt nummar” og velur tær eitt

nummar, tær dámar.

Tá tú hevur skriva nummarið inn og trýst á “vátta við SMS”, fært tú eini sms-boð við einum

eftirlitstali, sum tú so trýstir inn í linjuna, ið kemur fram.

Page 3: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

4. Nummarflyting

Hevur tú nummar frá øðrum veitara, fært tú ein kassa upp við upplýsningum um

nummarflyting, tá tú flytir eitt nummar frá øðrum veitara.

Tá tú skiftir eitt nummar frá øðrum veitara, taka vit okkum av øllum samskiftinum við

veitaran.

Tú mást hava eitt nýtt sim-kort. Sim-kortið kanst tú fáa í øllum Telebúðunum ókeypis ella við

at keypa eitt á sølustøðum kring landið.

Page 4: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

5. Skriva eftirlitstalið inn

Eftirlitstalið við 4 tølum, sum tú hevur fingið sendandi í einum sms-boðum, skal skrivast inn í

linjuna, sum kemur fram, eftir at tú hevur trýst á “vátta við sms”.

6. Teigurin verður grønur, tá eftirlitstalið er skrivað rætt inn.

Page 5: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

7. Kundaupplýsingar

Á hesi síðu skulu tínar kundaupplýsingar skrivast inn.

Minst til at upplýsa ein teldupostbústað, tú brúkar javnan, tí vit senda tær týdningarmiklar

upplýsingar til hendan teldupostbústaðin. Teldupostbústaðurin er eisini títt brúkaranavn, tá

tú ritar inn á “mítt ver”.

Loyniorðið, tú velur tær, skal hava 8 tekn. Vilt tú sleppa undan at minnast loyniorðið, so

kanst tú brúka Facebook at rita inn við.

Áðrenn tú fert víðari, mást tú lesa og góðtaka viðskiftatreytirnar hjá ver. Tað gert tú við at

seta flugubein í “eg góðtaki viðskiftatreytirnar”.

Minst til at melda teg at fáa teldupost um tíðindi og tilboð, so vit kunnu senda tær teldupost,

tá vit hava nýggj tíðindi ella okkurt gott tilboð til tín.

Page 6: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

8. Gjaldkortupplýsingar.

a. Skriva kortnummarið inn – tað eru tey 16 tølini framman fyri á kortinum

b. Skriva mánað og ár fyri nær kortið gongur út – tølini framman fyri skrástrikuna er

mánaðurin og tølini aftan fyri strikuna er árið - t.d. (05/20)

c. Skriva eftirlitstølini inn – eftirlitstølini eru 3 tey síðstu tølini á baksíðuni, beint uppi

yvir tínari undirskrift

d. Trýst ok – og tín gjaldsavtala er klár

Mánaðargjald, gjald fyri tænastur og áfyllingar á tína ver-kontu, verður trekt av gjaldkortinum.

Page 7: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

9. Mítt ver

Tú ert nú kundi hjá ver. Tá tú trýstir á “Far til títt ver”, tá kemur tú inn á tína sjálvgreiðslu, har tú

kanst fáa yvirlit yvir tína nýtslu, gera broytingar á tínum haldi, stovna fleiri hald ella keypa

eykatænastur til títt hald.

Flytir tú nummar frá øðrum veitara, er tað sera týdningarmikið, at tú velur “Far til títt ver”, tí tú

manglar at upplýsa okkum nummarið á sim-kortinum hjá tínum fyrrverandi veitara, og at upplýsa

títt nýggja ver sim-kortnummar.

Page 8: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

10. Sim-kortnummarið hjá tínum veitara

Flytir tú nummarið frá øðrum veitara, mást tú upplýsa okkum nummarið á tínum sim-korti

hjá veitaranum, sum tú flytir frá. Tú finnur títt sim-kortnummar ella ICC-nummar við at taka

sim-kortið úr fartelefonini og hyggja á baksíðuna á sim-kortinum.

Simkortnummarið ella ICC-nummarið er serstakt og knýtt at tínum nummari. Simkort-

nummarið verður sent til tín veitara, sum eina váttan fyri, at tú vilt flyta títt nummar til ver.

GG: Tað hevur stóran týdning, at nummarið verður rætt skrivað inn, ella verður umbønin

um nummarflyting avvíst, av tínum núverandi veitara.

Linjan verður grøn, tá tú hevur skrivað títt simkort-nummar inn.

Page 9: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

11. Nýggja ver sim-kortnummar

Tá tú flytir títt nummar frá øðrum veitara til ver, mást tú skifta sim-kort. Sim-kortið fært tú í

øllum Telebúðunum, ella tú kanst keypa tað á sølustøðum kring landið. Tú kanst eisini ringja

til okkum á 801990, og vit senda tær nýggja sim-kortið við Posta.

Tá tú hevur fingið nýggja sim-kortið, skrivar tú sim-kortnummarið inn í feltið fyri ICC-

nummar. Feltið blívur grønt, tá tú hevur trýst nýggja ICC-nummarið inn.

Hevur tú ikki ver sim-kortið, so kanst tú altíð rita inn á mítt ver og skriva ver ICC-nummarið

inn, tá tú hevur fingið eitt ver sim-korti.

Page 10: Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,

12. Vælkomin í ver

Tú ert nú komin á mál við at stovna teg sum kunda hjá ver.

Nummarflytingin er nú sett ígongd, har vit fyrst senda eina umbøn til tín veitara og søkja um

at fáa títt nummar flutt til ver.

Tá vit fáa eina váttan, at tað er í lagið at flyta títt nummar, fært tú eini sms-boð sendandi, at

nú er klárt. Tú svarar teimum sms-boðunum við at smsa “ok” og senda tað aftur til 241990.

Tá tú hevur gjørt tað, tekur tú sim-kortið úr tínari fartelefon og setur nýggja ver sim-kortið í.

Tørvar tær hjálp, ring 801990 – vit vegleiða fegin

ver