bØnarlØtan - kbs (kristiniboðsambandið) · rachel og peter hansen steffan 16, caleb 13 25. 27....

16
BØNARLØTAN Januar 2016 31. árg. 1. Fríggjadagur 1. Mós. 1.1-19 GRØNLAND, Qaqortoq Marjun og Páll Poulsen Aviaja, 36 ár, gift og eigur tvey smá børn, er álvarsliga sjúk. Hon hevur verið okkum til ómetaliga stóra hjálp á legunum sum fyriskipari og tulkur. Fleiri føroyingar, sum hava verið her, kenna hana væl. Biðið, at hon kann koma til Danmarkar skjótast gjørligt at verða kannað gjøllari og fáa røttu viðgerðina. Aviaja og Marjun umborð á Juvel II, tá 17 sangarar vitjaðu.

Upload: others

Post on 13-Sep-2019

2 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

BØNARLØTANJanuar 2016 31. árg.

1. Fríggjadagur 1. Mós. 1.1-19

GRØNLAND, QaqortoqMarjun og Páll PoulsenAviaja, 36 ár, gift og eigur tvey smá børn, er álvarsliga sjúk. Hon hevur verið okkum til ómetaliga stóra hjálp á leg unum sum fyriskipari og tulkur. Fleiri føroyingar, sum hava verið her, kenna hana væl. Biðið, at hon kann koma til Danmarkar skjótast gjørligt at verða kannað gjøllari og fáa røttu viðgerðina.

Aviaja og Marjun umborð á Juvel II, tá 17 sangarar vitjaðu.

FØROYARBirgit og Svenning av LoftiVil fegin hava evangeliskar fundarrøðir og møti í sam komu­hølum, bygdarhúsum ella øðrum hølum kring landið fyribils í tíðarskeiðnum 1. jan. til 20. mars. Tit, ið umhugsa at skipa fyri slíkum tiltøkum, eru vælkomin at ringja til mín á tlf. 212045.

KRINGVARPIÐ 3. jan. Sjónvarpsandakt, Elsa í Skorini10. jan. Sjónvarpsandakt, Esla í Skorini

R7 (meir á www.evr.fo) Sunnukvøld . kl. 20. . .Kelduvaðið (endursent hóskv. kl. 21)Týskvøld . . . . kl. 21 . . .Á torginum (endursent sunnud. kl. 12.30)

2. Leygardagur Markus 1.1-20

USA, Alabama, NTMissionJudy og Óli á Grømma JacobsenFerðaætlanin er broytt. Vit verða nú heima til einaferð í mars. Orsøkin er, at eg fyri nøkrum vikum síðani varð skorin í høvdinum og tí skal til kanningar og í viðgerð eftir jól. Meðan vit eru heima, hava vit nógv at gera at fyrireika ferðina seinni í ár til Asia.

Gott nýggjár! Ver stillur fyri Harranum

og bíða eftir Honum! Sálmur 37.7

3. Sunnudagur 1. Mós. 1.20-31

DANMARK, KeypmannahavnSusan og Øssur BerghamarStimbrandi var at síggja stóran skara av eldri føroyingum til jólaløtuna í Kristnastovu 9. des. og merkja teirra gleði at vera saman aftur. Vit hava hildið jól og nýggjár í Føroyum og royna at vera tøk í samkomuni, har brúk er fyri okkum. Vit takka fyri samfelag, umsorgan og forbøn, sum farið verður aftur til Danmarkar 5. jan.

4. Mánadagur Markus 1.21-45

MEKSIKO, Michoacán, PuruandiroHansy og Martin TuohyIsabel 9, Victoria, 7, Emma Grace 6, Jónatan 4, Marcus 3, Evita Linda 0Takk fyri forbøn og stuðul í farna ári. Vit eru takksom, at vit kundu vera heima í Føroyum um jólini og byrja nýggja árið saman við okkarakæru familju og náði systkjum. Bið ið at vit kunnu fara aftur til Meksiko við nýggjari megi at halda á, og at vit skjótt kunnu keypa grund øki at byggja sam komuhús á.

5. Týsdagur 1. Mós. 2.1-25

FØROYARShamila og Høgni JohannesenJoy 13, Adonia 7Adonia skal aftur til fleiri kanningar í jan. á Hvidovre Sjúkra­húsi. Hon fær í løtuni prednisol og hevur tað betri. Biðið um grøðing, og at læknarnir fáa vísdóm at viðgera hana. Vit hava fingið vegleiðing frá serkønum í Danmark um, hvussu vit best kunnu hjálpa Adoniu við skúlagongd. Støðan er møðandi. Eg havi tikið steðg frá møtum og øðrum í des. og geri tað ivaleyst eisini fyrru helvt av jan.

H Í dag fyllir Ragnhild Sharp 12 ár.

6. Mikudagur Sálmur 1 og 2

ONGLAND, NTM North CotesErla og Ingvard PetersenNatan 12 Triðja skeiðið av seks byrjar fyrst í jan. Ingvard undirvísir í Ápostlasøguni. Vit endurskoða nú tilfarið um lív Jesusar. Hvørt mánakvøld møtist ein næmingabólkur í heimi okkara.

ONGLAND, NTM North CotesJulie og Sonni PoulsenSonni undirvísir um menniskjuna, syndina og frelsuna sum serstøk evni. Hóast undirvíst verður miðvíst gjøgnum Bíbliuna, verða eisini eini 10 evni greinað. Tað hjálpir næmingunum skjótari at fata t.d. læruna um Heilaga Andan, endatíðina og samkomuna.

7. Hósdagur Markus 2.1-28

PAPUA NÝGUINEA, SorimiCarol og Poul JoensenJonathan Daniel 15, Ísak 13Poul vitjar í Sorimi 8. jan. til 13. febr. Biðið, at ferðin gongur væl bæði aftur og fram, og at tíðin saman við teimum trúgvandi verður uppbyggjandi.

8. Fríggjadagur 1. Mós. 3.1-24

DANMARK, Føroysk møtir í Esbjerg og Vejle 9. jan. kl. 19 í Frikirken Mølleparken, Spangsbjerg Møllevej 16C, Esbjerg. 10. jan. Kl. 17 í hølinum hjá Frelsunarherinum, Staldgårdsgade 4 í Vejle.

DANMARKGlostrup Frikirke

9. Leygardagur Markus 3.1-19

DANMARKKeypmannahavn, KristnastovaDora og Niels Pauli Nónstein, Sigrid 8, Andreas 6, Kristina 4Vit eru takksom fyri signingar og umsorgan Harrans í farna ári. Hvørja viku koma um 100­150 føroyingar í Kristnastovu til møtir og onnur tiltøk. Takk, at tit eisini eru við í hesum verki, tá tit biðja, tá tit gera Kristnastovu kenda millum føroyingar, sum skulu av landinum í lestrar­ ella sjúkraørindum, og tá tit stuðla fíggjarliga.

10. Sunnudagur 1. Mós. 4.1-26

FØROYARVanja og Svein í Prestgarði Jenny 8, Svend 7, Terji 3, Petra 0Vit eru takksom fyri afturmeldingar í sambandi við fløguna, filmin og útgávukvøldini. Í jan. verða vit við til ymisk tiltøk við sangi og vitnisburði millum alkoholikarar. Ætli at hava evangelisk møtir í Lopra saman við Jens Bech o.ø.– Else og Poul Johan Djurhuus– Anna Maria og Rógvi Joensen– Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi

11. Mánadagur Markus 3.20-35

ONGLAND, CornwallAnna og David RoddaMarjun á Bergi Gunnarsson er komin at hjálpa í heimi okkara. Hetta er ein ótrúlig gáva frá Harranum. Dubby roynir at halda á at gera videoklipp, men hevur havt ymiskar tekniskar trupulleikar. Ein ungur, serkønur maður hevur boðið sær at hjálpa til eina tíð.

ONGLAND, Birmingham, OMClaire og Craig NiclasenElizabeth 9, Rebekah 7, Lydia 5

GRØNLAND, Juvel IIAnna og Óli Steinberg

12. Týsdagur 1. Mós. 5.1-32

GUINEA VESTURAFRIKA, Tarencha, NaluMarion og Hans Arni Jensen Jens Allan 14, Ryan 6Ætlanin er at fara aftur til Guinea 18. jan. Biðið, at túrurin gongur væl, tí vit ætla at koyra, og at vit skjótt venja okkum við aftur at búgva í Guinea. Allan verður eftir á kostskúlanum her í Dakar. Vit vóru seks í familjuni, men nú vit fara aftur bert trý. Bøn okkara er eisini, at Guinea verður lýst ebolafrítt.

13. Mikudagur Sálmur 3 og 4

TEILAND, Chiang MaiCorine og Sørin JoensenEli 10, Aron 3, Noah Kristian 0Av tí at Chiang Mai er høvuðsstøðin hjá fleiri stórum trúboðarafelagsskapum, koma nógvir trúboðarar til fundir, fyrilestrar og onnur tiltøk her í jan. og febr. Tá tosa vit við fleiri trúboðarar ein og ein, sum hava tað torført, og royna at hjálpa teimum. Annars hjálpa vit til við ymiskum fyrilestrum. Okkum tørvar vísdóm og leiðslu.

14. Hósdagur Esaias 1.1-20

GRØNLAND, NuukJonna og Hans SivertsenYnski og bøn okkara er, at vit sum samkoma fáa náði og kraft at vera vitnir millum tey fólk, Harrin hevur sett okkum saman við. Takk, at tit standa saman við okkum í bøn!

15. Fríggjadagur Rómbr. 1.1-15

DANMARK, Hirtshals, MaltaAnna og Hans DjurhuusPetur Gullak 17Vikuskiftið 5. ­ 7. febr. er ætlanin at hava mansvikuskifti á Malta. Møguleiki er at fáa innivist. Til meld ing á tel. +45 98944370 ella +45 40438166. Einar Vang og Hans Joensen úr Havn hava bíbliutímarnar. Svein í Prestgarði syngur. Avmarkað luttøka. Møtið í Aalborg er flutt til 13. febr. kl. 19 í Bethaniakirkjuni, Dag Hammar skjøldsgade 2A.

DANMARK, MåløvSara og Andrew BerghamarHannah 16, Eva 15, Miriam Joy 12, Noah 9

16. Leygardagur Esaias 1.20-31

OM-FØROYARAnita og Oddmar Tausen (f)Frá 1. jan. eru vit eftir egnum ynski loyst úr starvinum sum leiðarar fyri OM Føroyar. Vit treingja til hvíld og tíð at koma fyri okkum. Anita verður í farloyvi eina tíð. Síðan síggja vit, hvørjar uppgávur Harrin leiðir hana til. Hetta er stór broyting í okkara lívi, men vit kenna, at avgerðin er røtt. Jóhan Petur Johannesen er virkandi leiðari, til nýggjur er funnin. Vit takka fyri forbøn.

FØROYAR– Elin og Jógvan Jacobsen, Agnas 13, Boas 8– Unn og Jógvan Zachariassen – Maria og Jens Bech, Jan 13

17. Sunnudagur Rómbr. 1.16-32

RUSSLAND, MoskvaGuðrun og Ivor Tutty Sonja 17, Timothy 17, Karina 14Tað var deiligt at hava Daniel her um jólini; vit høvdu góðar dagar saman sum familja. Í jan. fyrireika vit restina av 2016. Í vár fer Ivor m.a. til Írlands og Onglands, har hann saman við øðrum skal kunna um møguleikarnar at virka her í Russlandi. Hann fer eisini at ferðast nakað í Russlandi. Okkum tørvar vísdóm, styrki og áhaldni. Minnist eisini børn okkara.

KANADA, Good Seed InternationalJudith og Allan EllingsgaardBenjamin 11, James 9, Micha David 5

18. Mánadagur Esaias 2.1-22

ITALIA, Sant’Elia Heidi og Regin Guttesen Noah 13, Megan 11, Trisha 3 árEitt nýtt ár liggur fyri framman við nógvum ymsum tiltøkum. Tað gerst tó alsamt meir greitt fyri okkum, at tað ikki eru okkara tiltøk sum frelsa menniskju – tað kann bara Gud gera. „Tit hava ikki, tí tit biðja ikki“, sigur Jákup. Biðið saman við okkum, at Gud sendir veking til Molise í 2016.

GRØNLAND, QasigiannguitSolveig og Daniel Kinda

19. Týsdagur Rómbr. 2.1-16

FØROYARLis og Zacharias Zachariassen Hjartans tøkk fyri forbøn og stuðul í farna ári, og bestu ynski um Harrans ríku signing í 2016. Biðið fyri tænastu míni at bera orðið fram í samkomunum í nýggja árinum og fyri útgávuvirksemi okkara á forlagnum Leirkerinum. Fleiri týðandi bøkur eru í umbúna.– Rutt og John í Skemmuni– Annika og Poul Færø

20. Mikudagur Sálmur 5 og 6

USA, Nebraska, New Tribes Mission Rachel og Peter HansenSteffan 16, Caleb 1325. ­ 27. jan. skal eg leiða nevndarfundir fyri altjóða trygdar­nevndina hjá NTM. Endamálið hjá okkum er at hjálpa trú­boð ar um í tænastuni. Biðið, at vit kenna Harrans leiðslu í av gerðum, sum vit mugu taka, og í at vegleiða trúboðarar.

21. Hósdagur Esaias 3.1-26

SVEIS, Nyon, Westlake ChurchJeanette og Solomon MaguraReuben 2, Micah 224. ­ 26. jan. hava vit samkomulegu. Biðið, at nógv koma, og legan verður uppbyggjandi og lívg­andi fyri øll.

22. Fríggjadagur Rómbr. 2.17-29

SKOTLAND, MotherwellGLO, Tilsley CollegeDorit og Simon MarshallVit hava ein nýggjan næming úr Rumenia frá jan. til mars. Biðið, at hon verður signað og fær nógv burturúr. Vit skipa eina viku í febr. soleiðis, at næmingarnir sleppa at virka í ymsum samkomum í Onglandi. Nakrir teirra umhugsa at halda á seinna árið. Biðið, at Harrin leiðir teir.

FRAKLAND, Nantes, OM (f)Cecile og Jóhannis Mortensen, Sarah 5, Leah Eve 2

VENESUELA, Puerto AyacuchoNurimar og Jóhannus Frants Poulsen

23. Leygardagur Esaias 4.1-5.10

FILIPSOYGGJAR, Puerto PrinsessaCathy og Jógvan J. RasmussenÆtlanin er at fara í farloyvi onkuntíð komandi vár. Vit verða nokk tað mesta av sumrinum í USA og so mesta av skúlaárinum í Italia.

ZAMBIA, Ndola, GLONanna og David LukamaJosiah 11, Micah 8, Ezra 7, Uhenya 4, Boas 2

ÍSLAND, Reykjavík, AkurinnRósa og Jógvan PurkhúsAkureyri, Sjónarhæð, Ástjørn

24. Sunnudagur Rómbr. 3.1-20

PAPUA NÝGUINEA, MadangNatalie og Philip HansenVit hava hjálpt til í Madang á skeiði fyri trúboðarar, soleiðis at teir kunnu byrja at umseta Bíbliuna fyri tjóðflokkunum, teir arbeiða í. 15. des. fóru vit aftur til Goroka at undirvísa í fongslinum. Tað er ein forrættur at kunngera Orð Guðs fyri fangunum. Seinast í jan. fara vit aftur til Madang. Til vit hava funnið okkara egna tjóðflokk at arbeiða í, hjálpa vit til, har tørvur er.

PAPUA NÝGUINEA MalangaiWina og Benjamin Hansen Noah Elias 4Biðið, at Guð vegleiðir og eggjar okkum og gevur okkum styrki og frið.

PAPUA NÝGUINEA, Mengen, LeleAnnika og Simon FlanaganNya 7, Noah 6, Karis 2, Judah 0Vit halda á at undirvísa á NTM North Cotes College. Simon undirvísir í brøvunum, seinni í missiónsfrøði og kristna lívinum. Takk, at tit minnast børn okkara, heilsu teirra, og at tey trívast í skúlanum. Herfyri var Karis til umfatandi kanning og hevur tað gott, men hon má ansast væl. Vit mugu gera av, um vit fara aftur til Papua Nýguniea ella byrja av nýggjum í Indonesia. Har er høgligari læknaserfrøði, men so mugu vit læra tvey nýggj mál og nýggja mentan. Hjarta okkara er hjá mengen­fólkinum.

25. Mánadagur Esaias 5.11-30

USA, North CarolinaCharlotte, Calvary ChurchGudny og John MunroTakk fyri forbøn fyri ymisku tiltøkunum í Calvary Church í des. Vit kunngjørdu evangeliið fyri túsundum av fólki. Harrin signaði, og nógv komu til trúgv.

26. Týsdagur Rómbr. 3.21-31

DANMARK, BrejningJan og Anne ZachariassenTúsund tøkk fyri farna tíð og gott nýggjár! Biðið fyri video upptøkunum! Tørvur er á hjálparum. Anne skal viðgerast fyri æðraknútar. Vit fara tvær ferðir um mánaðin til Keyp mannahavnar at leiða møtið, umframt til Fredericia og Aarhus í somu ørindum.

27. Mikudagur Sálmur 7

MEKSIKO, Mixtec, OaxacaInga McKendryVit halda á at endurskoða mixtec um­set ingina av NT, nú hon skjótt skal prentast og gevast út. Vit biðja, at samkomuleiðarar síggja tørvin á at brúka mixtec í staðin fyri spanskt. Fleiri skilja ikki spanskt, og flestu skilja ikki skriftirnar á sponskum.

H Í dag fyllir Micah Lukama 9 ár.

28. Hósdagur 2. Mós. 1.1-22

FILIPSOYGGJAR, NapludMonika og Tim SharpRagnhild 12, Rebekka 10, Hanna 7Tim er komin so dánt fyri seg eftir ferðsluvanlukkuna. Hann gekk við gipsi fyrstu vikurnar og fekk ikki umsett so skjótt, sum hann kundi ynskt sær, men nú er ferð komin á. Hann er byrjaður uppá 2. Mós. Eina viku á jólum vitjaðu vit trúboðaravinfólk í ættarbólki á lítlari oyggj norðalaga á Palawan. Tað tók ein dag at koma fram.

FILIPSOYGGJAR, ManilaAnja Nielsen

FILIPOYGGJAR, NTMLiz og Ragnar Niclasen

H Í dag fyllir Adonia Johannesen 8 ár.

Útgevari: KBS (Kristniboðssambandið) Blaðnevnd: Róland í Skorini, ábyrgd, Selma Godtfred, Durita Olsen, Kristianna J. Heinesen, Elsa í Skorini, Randi Østerø, Hanna og Sigurð Ó. Vang.Avgreiðsla: Óla Hendrik av Fløtum, tel. 312522.Uppseting: Palli Skorheim, tel. 290087.Myndasavn: [email protected]

29. Fríggjadagur Jóhs.ev. 1.1-27

TURKALAND, IstanbulAnnika og Stephen EverettArbeiðið á BCC (bíbliubrævskeiðnum) heldur fram. Umleið 100­130 Nýggja Testamenti og annar lesnaður verður sent út hvørja viku til nýggjar luttakarar. Biðið, at Harrin nýtir sáðið – ofta gongur long tíð. Í øllum ófriðinum í landinum eru kortini nógvir møguleikar at boða gleðiboðskapin, tí fólk kenna seg ótrygg og eru søkjandi. Biðið, at vit og tey turkisku kristnu fáa nógv meiri dirvi at bera boðskapin um nýtt lív.

30. Leygardagur 2. Mós. 2.1-25

OM, Logos HopeBjørg og Dánial í Skemmuni Naomi 7, Noah 5, Lucas 2Vit takka, at Harrin hevur vart Bjørg og ófødda barnið, og at vit eru komin heim í øllum góðum. Arbeiðið umborð á Logos Hope hevur verið til stóra signing í Asia, mong eru komin til trúgv, og fólk í hópatali hava ognað sær sína fyrstu bíbliu.

Prent: Føroyaprent, tel. 314555.Teldupostur: [email protected]íða: www.kbs.fo

©KBS. Loyvt er at endurgeva tilfarið, um keldan verður nevnd.

31. Sunnudagur Jóhs.ev. 1.28-52

SENEGAL, TongiaLív Poulsen Badiaranke skúlin byrjaði aftur nú í jan. Ætlanin er at hava ein flokk við tilkomnum monnum, sum eru komnir til bíbliutímarnar og ikki duga at lesa. Fleiri av kvinnunum byrjaðu seinasta ár og halda vónandi fram í ár. Rebekka, sum vanliga tekur sær av skúl anum, er í farloyvi; tí avloysir Erik hana. Hann hevur tosað við leiðsluna í bygdini um at byggja goymslurúm, so bygdarfólkið kann goyma grøði og fræ til næstu regntíð. Tey eru takksom, at Erik tekur hetta stig. Biðið, at tað fer at gangast væl at byggja goymsluna. Ætlanin er eisini, at bíbliutímarnir byrja aftur í jan. Nógv liggur á herð unum á Eriki, nú bert hann og Wendy eru í bygdini.

Móðir og dóttir komnar at fáa hjálp. Gentan var sjúk.

Dóttir eina vinkonu hjálpir at gera nátturða.

Kadi, vinkonan, og eg hava skorið rís.