visit faroe islands Ársfragreiðing 2015

37
ÁRSFRÁGREIÐING 2015 Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2015 Visit Faroe Islands

Upload: visit-faroe-islands

Post on 26-Jul-2016

286 views

Category:

Documents


0 download

DESCRIPTION

Fleiri ferðafólk um flogvøllin, fleiri ferðafólk sjóvegis, fleiri gistingar og størri samlaður umsetningur í vinnuni. Í løtuni peika øll tølini rætt. Les alla Ársfrágreiðingina fyri 2015 her.

TRANSCRIPT

Page 1: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

ÁRSFRÁGREIÐING 2015Visit Faroe Islands

ÁRSFRÁGREIÐING 2015Visit Faroe Islands

Page 2: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 3

INNGANGUR 3

FERÐAVINNAN 2015 Í TØLUM 4

BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN AV FERÐAVINNUNI 10

SOLEIÐIS SÍGGJA FERÐAFÓLKINI TIL FØROYAR ÚT 12

STRATEGI FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM 14

VISIT FAROE ISLANDS 18

BRANDIÐ FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM 20

VISIT FAROE ISLANDS SKAPAR FJØLMIÐLAUMRØÐU FYRI YVIR 176 MIÓ. KR. 24

SÓLARMYRKINGIN 20. MARS 2015 30

YVIRLIT YVIR MARKNAÐARFØRINGSVIRKSEMI Í 2015 32

FRÍTÍÐARFERÐAVINNA 34

VINNUFERÐAVINNA 55

TALGILDIR MIÐLAR 58

ONNUR TILTØK 64

Innihald

2015 gjørdist eitt heilt serstakt ár fyri føroysku ferðavinnuna. Eitt ár, har vit høvdu framíhjárættin at uppliva eina sólarmyrking. Eitt ár, har VNTM aftur varð hildið í Føroyum og eisini eitt ár, har vit í fleiri førum endaðu á breddanum í heimsins miðlum, bæði við jaligari og minni jaligari umrøðu. Eitt ár, har vit bæði vórðu róst upp um skýggja sum ferðamál av nógvum av heimsins tyngstu miðlum, samstundis sum aðrir tungir miðlar skrivaðu, at um ferðafólk vágaðu sær at fara til Føroyar, kundu tey enda í fongsli ella fáa stóra bót, um tey ikki fráboðaðu grind. Afturmeldingarnar frá útheiminum góvu nógv óneyðugt arbeiði, ið hevði verið betri nýtt til annað.

Tað stóra PR-arbeiðið, ið varð gjørt í 2014, upp undir sólarmyrkingina, gekk einastandandi væl, har Føroyar vórðu viðmæltar á flestu “must-visit” listum í 2015, og hetta gav okkum umrøðu, ið vit ikki høvdu kunnað keypt fyri pengar. Eisini vitjaðu 62 fjølmiðlar til sjálva sólarmyrkingina, ið hevði við sær, at yvir 200 miðlar tilsamans vitjaðu okkum í 2015, sum er nýtt met. Fleiri av nýggju myndunum í hesi ársfrágreiðing, eru tiknar av nøkrum av teimum miðlum ið hava vitjað okkum í 2015, serliga teimum sokallaðu "Instagrammarunum", ið nærri verður greitt frá aðrastaðni í frágreiðingini.

Vit hava eisini havt óvanliga nógvar vitjanir av útlendskum agentum gjøgnum árið, av tí at bæði VNTM og VFI tiltøkini vórðu fyriskipaði í ár. Nógv tiltøk á marknaðunum hava verið rættaði móti teimum valdu málbólkunum. Tann talgilda marknaðarføringin er eisini munandi ment hetta árið, við nú yvir 100.000 fylgjarum á sosialu miðlunum. Eisini arbeiðið við vinnuferðavinnu hevur nátt nýggjum málum í ár og enn einaferð varð staðfest, at brandið er eitt gott amboð til at náa út til brúkaran. Nevnast kann, at vetrarfilmurin vann fleiri prísir og varð eisini tilnevndur til ein av heimsins bestu lýsingarfilmum í 2015, millum 600 aðrar filmar.

Hugaligt er at síggja, at vit náa okkara málum og seta nýggj met í øllum hagtølunum í 2015; ferðandi um flogvøllin, ferðandi sjóvegis, í gistingartølum, eins og í umsetninginum. Vøkstur hevur verið flestu

mánaðir av árinum. Fyri fyrstu ferð byrja vit eisini at hóma eina broyting í árstíðini, ið er týdningarmikið fyri at styrkja um búskaparligu burðardygdina í ferðavinnuni. Harumframt er tað gott at síggja, at gistingarkapasiteturin eisini mentist nakað í 2015.

Tað er eisini gott at síggja, hvussu væl øll vinnan stóð saman um sólarmyrkingina, og vísti harvið, at okkara móttakaraapparat er væl brynjað til at taka ímóti gestum - eisini nógvum gestum í senn. Ein stór tøkk til øll í vinnuni fyri tykkara stóra arbeiði í samband við sólarmyrkingina og annars í árinum sum heild!

Í hesi ársfrágreiðing fáa tit eina nærri mynd av virkseminum hjá Visit Faroe Islands í 2015, har tey ymsu virkisøkini verða lýst.

Takk fyri gott samstarv í 2015 og góðan lesihug!

Vit fara við góðum treysti undir 2016, ikki minst havandi í huga, at Føroyar í desember 2015 blivu útnevndar - sum einasta land í Evropa - sum eitt serliga áhugavert framtíðar ferðamál í amerikonsku frágreiðingini Future Trends 2016.

Guðrið HøjgaardStjóri, Visit Faroe Islands

Inngangur

Page 3: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 5

TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2015

1. Danmark

2. Noreg

3. Týskland

4. Bretland

5. Ísland

6. Svøríki

7. USA

8. Italia

9. Niðurlond

10. Finnland

Ferðavinnan 2015 í tølumUmframt gistingarhagtøl, verða nú eisini gjørd meira umfatandi lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum, saman við neyvari ferðafólkalýsingum.

GISTINGAR Í 2015 vóru 158.011 gistingar í Føroyum samanborið við 139.250 í 2014. Hetta svarar til ein vøkstur á 13%.

Danmark er, sum áður, enn tann størsti markn aðurin, við 45% av teimum út lendsku gistingunum. Sum tað fram gongur, koma tey vitjandi sum heild fyrst og fremst frá nærmarknaðunum. Flestu gistingar verða gjørdar á gist ing ar­húsum, heili 75% av teimum samlaðu gistingunum. 53% av gistingunum verða gjørdar í Suðurstreymi. Tað er mest vanligt at koma til Føroyar sum einstaklingur ella í minni bólki á eini frítíðarferð, svarandi til 47% av øllum komum.

Aftaná hesi trý árini, sum Hagstovan hevur savnað tøl inn fyri Visit Faroe

Islands, kann staðfestast, at pílarnir peika rætta vegin, hóast ting taka tíð.2015 var sum heild eitt serstakt ár vegna sólarmyrkingina, men sveiggið er tó ikki so stórt kortini, tí øll tey, ið gistu umborð á skipum, ikki eru tald við í gistingartalið, og tey stóðu fyri stórum meiriluta av gest un um. Sostatt eru bert tey, sum búðu á landi í gistingarhúsum, ella sum bókaðu síni hús gjøgnum kunning ar­stovur ella in coming, við í tølunum.

FERÐASKIPTalið av gestum, sum koma við ferða­skip um, hevur verið í støðugum vøkstri í nógv ár og setti nýggj met í 2015. Talið av skip um hevur verið rættiliga støðugt seinnu árini, men tað er serliga talið av ferða fólkum sum økist. Hetta kemst av, at ferðaskipini sum heild gerast størri og hava pláss fyri fleiri gestum. 2015 var tó

eitt serstakt ár, av tí at fleiri ferðaskip eisini komu til Føroyar í samband við sólarmyrkingina.

Talið av ferðafólkum, sum koma við ferðaskipum, er meira enn áttafaldað síðani 1999. Í 2015 vitjaðu sostatt 61.227 gestir við ferðaskipum í Føroyum. Harafturat vóru 28.751 starvsfólk umborð, og nógv av teimum velja eisini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gevur eitt samlað gestatal upp á 89.978 fólk.

Størsti parturin av skipunum leggja at í Tórshavn, men seinastu árini hava fleiri skip enn vanligt lagt at í Klaksvík. Flestu gestir í 2015 komu úr Stóra Bretlandi, USA, Týsklandi, Hollandi, Fraklandi, Canada og Avstralia.

Ferðavinnan 2015 í tølum

Page 4: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 7

Ferðavinnan 2015 í tølum

Gistingarnætur 2015, flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting

Land Gistingarhús Ból og Biti Íbúð/Hús Kamping Tilsamans Broyting 2014-15

Danmark 43.120 882 7.129 942 52.073 3.712 8%

Føroyar 26.607 251 8.270 7.751 42.879 8.484 25%

Noreg 11.615 101 801 255 12.772 765 6%

Evropa 6.058 163 831 846 7.898 1.882 31%

Bretland 5.443 405 482 297 6.627 2.034 44%

Ísland 4.909 227 422 656 6.214 1.704 38%

Týskland 4.447 566 1.710 1.389 8.112 1.199 17%

Svøríki 4.184 83 217 240 4.724 -285 -6%

USA 2.806 108 147 130 3.191 1.580 98%

Finnland 1.601 25 160 37 1.823 -98 -5%

Italia 1.475 166 443 152 2.236 396 22%

Niðurlond 1.226 64 81 460 1.831 -13 -1%

Spania 976 106 45 28 1.155 179 18%

Frakland 838 133 174 1.613 2.758 851 45%

Ikki upplýst 740 - - - 740 -2.943 -80%

Asia 562 54 - 37 653 58 10%

Avstralia og NýSæland 553 45 18 62 678 -45 -6%

Grønland 532 - 30 6 568 219 63%

Norðuramerika annars 303 71 88 22 484 191 65%

Nær- og Miðeystur 125 8 - 3 136 78 134%

Suðuramerika 75 - 30 6 111 -1.391 -93%

Oceania og póløkið 47 - - - 47 47

Miðamerika og Karibia 41 20 178 2 241 127 111%

Afrika annars 15 5 34 3 57 30 111%

Norðurafrika 3 - - - 3 - 0%

Tilsamans 118.301 3.483 21.290 14.937 158.011 18.761 13%

Gistingarnætur 2015, flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði Gistingarslag 2015/01 2015/02 2015/03 2015/04 2015/05 2015/06 2015/07 2015/08 2015/09 2015/10 2015/11 2015/12 Tils. Broyt 14/15

Ból og Biti 36 33 789 76 255 747 857 487 185 18 - - 3.483 69%

Gistingarhús 3.409 4.037 8.537 7.026 12.500 17.103 19.361 17.832 11.059 8.331 6.154 2.952 118.301 12%

Íbúð/Hús 510 546 2.017 1.224 1.563 3.487 6.542 3.202 930 705 504 60 21.290 -16%

Kamping 98 122 330 147 511 2.302 6.009 3.321 576 115 504 902 14.937 130%

Tilsamans 4.053 4.738 11.673 8.473 14.829 23.639 32.769 24.842 12.750 9.169 7.162 3.914 158.011 13%

Gistingarnætur 2015, flokkaðar eftir øki og mánaði

Øki 2015/01 2015/02 2015/03 2015/04 2015/05 2015/06 2015/07 2015/08 2015/09 2015/10 2015/11 2015/12 Tils. Broyting 14/15

Suðurstreymur 2.457 3.014 8.873 5.974 10.390 15.654 19.444 14.827 8.904 6.472 4.413 2.115 102.537 10%

Uttan fyri Suðurstreym 1.596 1.724 2.800 2.499 4.439 7.985 13.325 10.015 3.846 2.697 2.749 1.799 55.474 20%

Tilsamans 4.053 4.738 11.673 8.473 14.829 23.639 32.769 24.842 12.750 9.169 7.162 3.914 158.011 13%

Komur (”Check-in’s) í 2015, flokkaðar eftir endamáli við ferðini

Í bólki (10+), business 6,7%

Einstaklingar, business 24,3%

Í bólki (10+), leisure 13,0%

Einstaklingar, leisure 56,1%

100,0%

Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy), mánaðarliga - kamarsnætur/kømur

Gistital, miðal fyri árið (alt landið) Kamarsnætur / kømur 2013 46% 2014 46% 2015 48%

Gistital, miðal fyri árið Kamarsnætur / kømur Suðurstreymoy 2013 49% 2014 51% 2015 53%

10%

20%

30%

40%

50%

60%

70%

80%

90%

2013 (Alt landið)

2013 Suðurstreymoy

2014 (Alt landið)

2014 Suðurstreymoy

2015 (Alt landið)

2015 Suðurstreymoy

Gistital - kamarsnætur/kømur

jan feb mar apr mai jun jul aug sep okt nov des

Page 5: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 9

Gistingar í Føroyum íalt 2013 2014 2015

132.236 139.250 158.011

Ferðavinnan 2015 í tølum

Fleiri hagtøl kunnu síggjast á www.visitfaroeislands.com/vinna

Gistingarkapasitetur 2013 - 2015, sengur og kømur í tali

5.000

10.000

15.000

20.000

25.000

30.000

35.000

jan feb mar apr mai jun jul aug sep okt nov des

Sengur 2013

Kømur 2013

Sengur 2014

Kømur 2014

Sengur 2015

Kømur 2015

Gistingarkapasitetur 2015, sengur og kømur Sengur og kømur á gistingarhúsunum, mánaðarligur kapasitetur (sengur ella kømur * dagar í mánaði )

jan feb mar apr mai jun jul aug sep okt nov des Tils. Broyt.

Sengur 2015 24.402 22.384 27.533 29.398 30.199 28.840 29.729 29.729 28.770 29.977 29.010 29.977 339.948 -2,5%

Kømur 2015 11.253 10.244 13.237 13.530 13.981 13.530 13.981 13.981 13.530 14.074 13.620 14.074 159.035 0,4%

Talið av ferðaskipagestum, starvsfólkum og komum 1999-2015

Ferðafólk Mannskap Skip

Kelda: TAKS / Hagstova Føroya

70.000

60.000

50.000

40.000

30.000

20.000

10.000

0

80

70

60

50

40

30

20

10

0

1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015

Page 6: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 11

Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni

Ferðavinnan 2015 í tølum

UMSETNINGURÚtlendsk ferðafólk keyptu í 2014 tænastur og vørur fyri 572 mió. kr. Hetta er ein eyð sýndur vøkstur frá 2011, tá um setn ing ur-in var 416 mió. kr. Hetta er ein vøkstur upp á 38% hesi trý árini, sum er tíðarskeiðið, ið kanningin fevnir um. Sundurgreiningin vísir, at 60% av umsetninginum stavar frá flutn ingsfeløgum, ferðaskipum og ferða-skrivstovum. Umleið 14% frá gist ing ar støð-unum og onnur 12% frá sølu av mat- og drykkjuvørum. Írestandi er býtt millum flutning innanlands, klædnasølu, upplivingar og annað virksemi.Meirvirðisgjaldið er hækkað úr 19 mió. kr. í 2011 til 22 mió. kr. í 2014 í tíðarskeiðinum. Útlendsk ferðafólk hava rætt til at fáa ein part afturgoldnan, tó er rætturin til ta afturgoldnu upphæddina minni enn tvær mió. kr øll árini.

ÁRSVERKTalið av ársverkum er tíverri enn ikki fullfíggjað, men Hagstovan vísir á 386 ársverk í 2014 samanborið við 372 í 2011, sum úrslit av tí innkomandi ferðavinnuni. Tá eru bert flutningsfeløg, ferðaskrivstovur, gistingar og hotellvirksemi roknað við. Tað vil siga, at fleiri veitarar eins og ferðaleiðarar enn ikki eru roknað uppí. Hetta eru serliga fólk, ið arbeiða í ferðavinnuni partar av árinum. Metingin er, at samlaða talið liggur millum 400-500 ársverk fyri ta innkomandi ferðavinnuna.

BTÚUmsetningurin frá ferðavinnuni í mun til BTÙ er eisini prosentuelt vaksandi. Úr 3,1% í 2011 upp í 3,7% í 2014. Um hugt verður eftir virðisøkingini heldur enn umsetninginum, sum Hagstovan mælir til er skilabest at gera,

so vaks virðisøkingin úr 162 mió. kr í 2011 upp í 224 mió. kr í 2014. Sostatt stóð virðisøkingin í ferðavinnuni fyri 1,2% av BTÚ í 2011 og 1,4% í 2014.

ÚTFLUTNINGSVIRÐIFerðavinnan stóð í 2014 fyri 9% av samlaða føroyska útflutninginum fyri vørur og tænastur. Hetta kann sammetast við 7,7% í 2011.

Eftir umbøn frá Visit Faroe Islands fór Hagstovan í 2014 í holt við at kanna búskaparligu

árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Av tí, at tað tekur

langa tíð at gera hesar útrokningar, drála tølini eitt ár aftur, og eru tað sostatt tølini frá

2014, ið eru tey nýggjastu í løtuni, og sum kunnu lesast her. Eisini eru afturrokningar

gjørdar, soleiðis at 2011 og 2012 eru við.

Umsetningur (1000 kr.) til útlendsk ferðandi, umframt virðisøking, mvg og ársverk 2011-2014

Blk. Ár

2011 2012 2013 2014

1 Millumlandaflutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur 254 308 333 342

2 Gistingar og annað hotelvirksemi 58 61 70 82

3 Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur 54 58 67 68

4 Flutningur innanlands og leiga av bil 21 22 26 35

5 Upplivingar og aðrar aktivitetir 18 29 30 31

6 Klæðir og fótbúnaður 7 8 10 10

7 Onnur søla 3 5 5 5

Umsetningur í alt 416 492 541 572

Kelda: Hagstova Føroya, Búskaparligi týdningurin av útlendsku ferðafólkunum

Page 7: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 13

Soleiðis síggja ferðafólkini til Føroyar út

BÓKINGARTILGONGD

• Flest nýta Ipad/Smartphone til at finna kunning um Føroyar:

67% søgdu ja og 33% nei

• Flest høvdu umhugsað leingi at vitja Føroyar:

52% umhugsaðu í meira enn eitt ár. Flestu tóku endaliga avgerð 3­6 mðr. áðrenn fráferð

• Onnur dreymaferðamál hjá ferðafólkunum, ið vitja Føroyar eru: Ísland, Grønland, Noreg og Skotland. Øll ferðamál har náttúran er serlig

• Flestu siga seg ikki bóka sína ferð gjøgnum ferðasmiðir ella bóka pakkaferðir: Heili 55% siga seg bóka ferðirnar sjálvi, uttan millumlið

ÁHUGI OG ATFERÐ

Flest fólk halda, at náttúran er tað týdningarmesta á vitjanini til Føroyar:

86% halda at náttúran er týdningarmikil, 72% halda at mentanin er týdningarmikil, 11% halda at persónligar avbjóðingar eru týdningarmiklar

Flest ynskja at fáa samband við føroyingar:

54% ynskja samband við tey lokalu, 23% vilja helst eygleiða

Ferðafólkini fortelja um sína ferð fyri øðrum meðan tey eru her:

61% nýttu antin sosialar miðlar ella samrøður at fortelja og vísa myndir úr Føroyum

Flestu vitja Føroyar fyri fyrstu ferð:

75% hava ikki verið í Føroyum fyrr. 25% hava vitjað Føroyar fyrr

Flestu gestir steðga í fleiri nætur, tá tey eru komin til Føroyar:

38% steðga 5­8 nætur

31% 2­4 nætur

15% 9­13 nætur

15% longur enn 14 nætur.

Vert er at merkja her, at summargestirnir steðga nógv longri enn gestir, ið vitja restina av árinum. Tí er hetta tal eisini nógv hægri enn miðaltalið fyri árið. Eftir hvat Hagstovan sigur, gista ferðafólk í miðal góðar tvær nætur, tá tey vitja Føroyar

FÓLKAFRØÐILIGT

Flest eru norðurlendingar:

48% av ferðafólkunum, ið vitjaFøroyar um summarið, erunorðurlendingar

Flest eru fólk, ið búgva í stórbýum:

50% av gestunum búgva í stórbýum

36% í minni býum

14% á bygd

Flest eru fólk, ið eru eldri: 54% avgestunum eru 45 ár ella eldri.

21% av gestunum eru 25­34 ár

19% eru 55­64 ár

18% eru >65 ár

16% eru 45­54 ár

14% eru 35­44 ár

10% eru 18­24 ár

Tað, at vit eru lítil og ókend sum ferðamál, síggja vit á Visit Faroe Islands (VFI) ikki sum nakað neiligt; tvørturímóti síggja vit tað sum eina styrki í dag, har fleiri og fleiri ferðamál verða meira og meira eins. Í dag er tað eitt faktum, at næstan óansæð hvar ein kemur, kann ein nú eta tann sama matin, keypa tey somu merkini ella gera tey somu tingini. Men soleiðis er tað ikki í Føroyum. Okkara land er autentiskt og serstakt og vit vilja, at tað skal blíva við at verða so, hóast vit arbeiða við at fáa fleiri vitjandi, sum skulu geva fleiri inntøkur. Vit hava í dag nógv at bjóða gestum og útboðið mennist støðugt í løtuni.

Gallup Føroyar gjørdi eina kvalitativa ferðafólkakanning á sumri 2014 og 2015 fyri VFI, ið byggir á 747 persónligar samrøður, meðan ferðafólkini vitjaðu í Føroyum. Kanningin byggir á samrøður við ferðafólk, ið hava gist í Føroyum

(hetta merkir, at gestir við ferðaskipum og aðrir dagsgestir ikki eru við). Endamálið við kanningini var fyrst og fremst at kanna frítíðarsegmentini. Tí er kanningin gjøgnumførd um summarið. Tað inniber tó, at hendan kanningin ikki gevur eina rættvísa mynd av vinnu­ferðavinnugestunum, eins og av lut falli­num millum frítíðar­ og vinnu ferða vinnu­gestir.

Niðurstøðan er, at høvuðssegmentini, ið vitja Føroyar, eru upplýst og búgvin ferðafólk, ið ferðast saman við makanum. Tey hava í stóran mun hægri útbúgving, hava hægri inntøku enn miðal og tey vilja velja øðrvísi ferðamál enn onnur. Tey eru, í flestu førum, sera væl nøgd við ferðina í Føroyum. Tey eru opin og halgaði til at uppliva náttúruna. Tey leita eftir ferða­málum, ið ikki eru yvirfylt við øðrum ferða fólkum. Tey vilja uppliva nakað serstakt, sum rørir sál og sinnið.

97%

YVIRSKIPAÐ

68%siga seg vera nøgd ella sera nøgd við vitjanina í Føroyum

kunnu hugsa sær, møguliga ella við vissu, at vitja Føroyar aftur

Hesi segmentir eru tey, sum í størstan mun vitja Føroyar í dag

22% Globetrottersferðast nógv til ymisk støð á jørðini

14% Nature Loversnáttúran er fremsta atdráttarmegin

11% Sightseersnýta feriuna til at vitja søgulig støðog taka nógvar myndir

9% Culture Loversdáma serlig mentunarlig tiltøk,sum t.d. grotto-konsertir

Page 8: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 15

Strategi fyri ferðavinnuna í FøroyumStórur altjóða vøkstur

Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi vaksa skjótast. Sambært WTO er ferðavinnan sum heild vaksin við 4­5% árliga seinastu tíggju árini, og væntast sami vøkstur fram til 2020. Flestu lond kring okkum hava havt stóran vøkstur í nevnda tíðarskeiði. Í Føroyum hava vit ikki hagtøl, sum kunnu staðfesta nágreiniliga, hvussu menningin hevur

verið. Tað kann kortini staðfestast, at Føroyar ikki hava staðið seg nóg væl í kappingini um at fáa ferðafólk, og at vinnuni tørvar fleiri kundar at fáa ferð á menningina. Tað er ein sannroynd, at kapasiteturin á gistingarhúsum hevur verið so at siga óbroyttur síðan miðskeiðis í 1980­unum, og lutfalsliga er gistitalið eitt av teimum lægstu í Evropa.

Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Føroyar hava kortini stórar menningarmøguleikar sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi er hetta ein serstøk uppliving, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum nógv onnur ferðatilboð.

Visit Faroe Islands hevur tí í tøttum samstarvi við vinnuna gjørt eina strategi, sum hevur til endamáls at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum.

STRATEGIIN LEGGUR DENT Á TRÝ FOKUSØKI:

1. Samskipan av marknaðarføringini út frá einum felags brandi: Øll marknaðar-føring skal samskipast við byrjanarstøði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar - fyri best møguligu effekt.

2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar.

3. Menning: Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild. Fyrst og fremst vera ráðgevandi í vørumenning, íløgumenning eins og útbúgvingarmenning.

Page 9: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 17

VISJÓNFerðavinnan skal verða ein nýggj basisvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.

LANGTÍÐAR MÁL FRAM TIL 2020Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð!

2015:· 140.000 gistingar íalt· + 200 arbeiðspláss

(í mun til hagtøl fyri 2011)· 600 mió. kr. í umsetningi

2020:· 200.000 gistingar íalt· + 450 arbeiðspláss

(í mun til hagtøl fyri 2011)· 1. mia. kr. í umsetningi

Ein miliard í umsetningi fram til 2020 inniber, at vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal 10-11% fyri at røkka málinum. Málini eru realistisk at náa við verandi fortreytum.

Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutnings-feløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum.

HØG RAÐFESTING AV ALTJÓÐA MARKN AÐARFØRINGINITil tess at fáa neyðuga vøksturin, skal størst møguligur partur av játtanini komandi árini nýtast til altjóða marknaðarføringina. Hetta merkir, at høvuðsdentur skal leggjast á marknaðarmenning fram um vøru menning. Fyri at leingja ta stuttu árstíðina, skal Føroyar í størri mun seljast sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at fara eftir at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta fer eisini at gera tað lættari at fáa fleiri av “teimum røttu“ ferðafólkunum, ið leggja meiri pening eftir seg enn higartil. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum.

VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM:Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting:

· A-marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland· B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania,

Frakland· C-marknaðir: USA, Kina, Japan,

Russland, onnur evropeisk lond

Øll marknaðarføring tekur byrjanarstøði í nýggja brandinum. Í fyrsta umfari verður farið eftir teimum marknaðum, sum hava ”low hanging fruit,” tvs. har kunnleikin um Føroyar er lutfalsliga størstur, og har tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun enn áður verður satsað upp á Norðurlond. Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segmentum, tvs. Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnufyrireikarum. Á B-marknaðunum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og søluliði. Á C-marknaðunum verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum.

Øll marknaðarføring tekur nú byrjanarstøði í branding-profilinum, og alt arbeiðið skal hanga saman fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til heimasíðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum og so framvegis.

Meira útgreinað kunning fæst um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.

B2CÁtøk

B2B Tiltøk

MessurVerkstovur

B2C Tiltøk

Messur

B2B Faldarar

TíðindabrøvSølutilfar

KunningarferðirHeimasíða

MEDIAFjølmiðlatúrarTíðindaskrivTíðindabrøvHeimasíða

B2CFaldarar

Sosialir miðlarHeimasíða

Marknaðarátøk

A

B

C

Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Page 10: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 19

FØRLEIKAR OG VIRKSEMI á Visit Faroe Islands

Alt hetta hevur størra játtanin gjørt møguligt:- Inngang á fleiri nýggjar marknaðir- Breið átøk saman við vinnuni- Nógv meira altjóða PR- Meira talgilda marknaðarføring- Átøk til áhugabólkar: fisking, mat, mc, vm.- Átøk til ráðstevnu- og fundarmálbólkar- Menning av heimasíðuni- Ment nýtt brand- Fyrsta floks myndatilfar- Nýggj hagtøl = nýggja kumpass

NÝGGJ JÁTTAN = NÝGGIR MØGULEIKAR

Stjóri

MarknaðarføringVinna

MarknaðarføringFrítíð & PR

MarknaðarføringTalgilt

KundatænastaContentBókhald

MISSIÓNVisit Faroe Islands skal arbeiða við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál.

­ VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum.

­ VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring og know­how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.

STARVSFÓLKVisit Faroe Islands hevur í dag 5,2 føst starvsfólk.

JÁTTANJáttanin hjá Visit Faroe Islands í 2015 á 13,4 mió. kr. varð nýtt soleiðis:­9,4 mió. kr. til altjóða marknaðarføring­4,0 mió. kr. til umsiting/rakstur/lønir/intern tiltøk í FøroyumHetta merkir at 70% av játtanini hjá VFI fór beinleiðis til altjóða marknaðarføring og er hetta meira enn málið, sum er 2/3.

Harafturat umsat VFI tær 2,5 mió. kr. sum eru lógarsettar til stuðulsjáttanir:­1,5 mió. kr. til stuðul til Økisfeløg/Kunningarstovur­0,5 mió. kr til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar­0,5 mió. kr. til krónu fyri krónu stuðulsjáttanina

MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2015 Samskipan úteftir av sólarmyrkingini

– avgreitt Gera ferðafólkakanning fyri meira

kunnleika um ferðafólkini – avgreitt Menning av nýggjari heimasíðu

– avgreitt Betri optimering av heimasíðuni

– avgreitt Menna Instagramkonto ­ avgreitt Víðarimenning av altjóða PR­

arbeiðinum – avgreitt Marknaðarmenning Leisure í Noregi

– avgreitt Marknaðarmenning MICE í Noregi,

Týsklandi og Bretlandi – avgreitt Nærri strategiskt samstarv við

útlendskar partnarar innan MICE, so sum VisitDenmark, Tmf Dialogue og ICCA ­ avgreitt

Førleikamenning av MICE netverkinum – avgreitt

Gongurfaldari ­ avgreitt

Visit Faroe IslandsP/f Visit Faroe Islands (VFI) hevur til endamáls at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.

Visit Faroe Islands

Page 11: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 21

Ferðavinnubrandið Føroyar

Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til framgongd. Eitt felags brand, sum øll marknað ar­føring av Føroyum sum ferðafólkaland skal taka byrjanarstøði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt serstakt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.

Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum í 2013, har eisini fyrsti brand ingfilmurin varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað enn, at nýggja brandið hevur verið sera væl móttikið.

Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at ferðavinnubrandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar markn að ar­føringina av Føroyum.

Ferðavinnubrandið FøroyarEndamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.

Page 12: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 23

Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur.Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir.

Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferðafólk, sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað.

Unstoppablewelcome to our 60 million year old theme park, called Mother Nature

Unveilthe story of the islands

unaffectedcommunities

by time

BRÚK AV BRANDINUMTað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brandinum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra talgildu miðlum og so framvegis.Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.Brandbókin kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna

SEKS ALTJÓÐA VIRÐISLØNIR AFTURATVetrarfilmurin hjá VFI hevur vunnið seks altjóða filmsvirðislønir í 2015: á filmsfestivalum í Berlin, Sofia, Riga, Varsjava, Belgrad og Los Angeles. Harafturat varð vetrarfilmurin tilnevndur “Heimsins Besti Ferðavinnufilmur 2015”, sum ein út av níggju filmum, og í kapping við yvir 600 aðrar ferðavinnufilmar. Orsøkin til at vetrarfilmurin eisini fekk hesa tilnevningina var, at hann við seks altjóða virðislønum var ein av teimum mest vinnandi ferðavinnufilmunum yvirhøvur i 2015.Summarfilmurin vann fimm virðislønir í 2014, so í alt hava teir báðir filmarnir hjá VFI vunnið 11 virðislønir uttanlands. Harafturat hava teir vunnið tvær virðislønir í Føroyum.Á myndini síggjast Tór Verland Johansen frá Sansum og Súsanna Sørensen frá VFI taka ímóti prísinum í Berlin fyri ársins besta “online” film.

knitting traditionsunbroken

real life

unpluggedexperience living room concerts

Tór Verland Johansen frá Sansum tekur ímóti tilnevningini fyri heimsins besta lýsingarfilm

Page 13: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 25

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri meira enn 176 mió. kr.

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Altjóða fjølmiðlaarbeiðið sló øll met í 2015.

Visit Faroe Islands hevur gjørt virðið av greinum og sendingum, sum standast av fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað, upp. Ongantíð áður hevur VFI tikið ímóti so nógvum útlendskum fjølmiðlum sum í 2015, tá VFI stóð aftanfyri greinar um Føroyar í hundraðtals bløðum og tíðarritum, sum beinleiðis úrslit av fjølmiðlavitjanum og samstarvi við miðlar uttanlands. Av tí at talið hevur verið serliga stórt, orsaka av sólarmyrkingini, hava vit ikki fingið øll úrslitini inn.

Heili 202 altjóða fjølmiðlar vitjaðu Føroyar í 2015 samanborið við 162 fjølmiðlar í 2014, 100 miðlar í 2013 og 50 í 2012. Av teimum 202 vóru 62 fjølmiðlar, sum komu í samband við sólarmyrkingina. Umframt hesi komu 26 Instagrammarar til Føroyar.

Page 14: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 27

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Page 15: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 29

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Bløðini og tíðarritini eru úr londum sum Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Italia, Spania, Hollandi, Fraklandi, Sveis, USA, Kanada, Russlandi, Ungarn, Korea og Ísrael.

Í 2015 bleiv stórur dentur lagdur á at bjóða talgildum fjølmiðlum til Føroyar. Í nógvum førum var talan um sokallaðar “Insta gramm-arar” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2015 komu 26 ymiskir Instagrammarar til Føroyar, og nøkur av hesum komu fleiri ferðir. Í nógvum førum er talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram.

Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Danmark, Svøríki, Onglandi, Skotlandi,

Fraklandi, Týsklandi, Kanada, Korea og Kina verið í Føroyum og gjørt upptøkur.

Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum og myndir á Insta-gram er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.

Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI

eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar.

Sum byrjanarstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og

at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kunnu taka ímóti so stórum tali av út lendsk-um miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamáli.Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www.visitfaroeislands.com/vinna, har eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum er at finna.

FAROE ISLANDS PODCASTAmerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið.

Í 2015 hevði Faroe Islands Podcast yvir 93.000 niðurtøkur, sum er ein vøkstur uppá 50% samanborið við 2014, tá talið á niðurtøkum var 64.000. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. Í 2015 vóru fyri fyrstu ferð flest lurtarar úr Bretlandi. Lutfallið deildi seg soleiðis: Stóra Bretland 38%, USA 35% og Føroyar 7%. Hini topp 10 londini vóru við umleið 4% hvør frá Danmark, Týsklandi, Japan, Kanada, Írlandi, Avstralia og Kina. Faroe Islands Podcast hevur nú verið tikið niður í 149 londum.

Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum stóð VFI fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann var í Føroyum um summarið í 2015 fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.

FILMAR Í FØROYUMGjøgnum síðstu nógvu árini hava vit fingið fyrispurningar frá útlendskum bløðum og lýsingafyritøkum um, at koma til Føroyar at gera upptøkur til lýsingafilmar ella myndatøkur til bløð. Fleiri av hesum fyrispurningum eru vorðnir til veruleika, meðan aðrir hava verið av ongum. Tey flestu kenna nokk lýsingina hjá ensku brillufyritøkuni Specsavers við bóndanum, sum av óvart klippur hundin, tí honum manglar brillur. Í 2015 vóru Landrover eisini í Føroyum og gjørdu flotta myndarøð og upptøkur. Ein av heilt stóru vitjanum av hesum slag vóru í 2014/2015, tá umboð fyri nýggja filmin hjá Steven Spielberg, The Big Friendly Giant, vóru í Føroyum fleiri ferðir fyri at kanna møguleikan fyri, at partar av upptøkunum vórðu gjørdar í Føroyum. Avgerð varð tikin um at koma til Føroyar, men hesar vóru tíanverri seinni sleptar, tí samlaða játtanin fyri filmin varð skorin. Avgjørt var at gera upptøkurnar í Skotlandi í staðin, eftirsum at filmsliðið longu arbeiddi í Onglandi. Hetta vóru vit sjálvandi sera hørm um, men samstundis hava vit ikki verið í iva um, eins og fólkini hjá Spielberg eisini sjálvi søgdu, at tað er einans ein spurningur um tíð, inntil ein stórur filmur verður tikin upp í Føroyum. Síðani hava tað verið nakrar vitjanir og fyrispurningar um Føroyar sum filmsland afturat í seinastuni, ið arbeitt verður víðari við.

Hetta eru nakrir av teimum yvir 200 miðlum, sum vitjaðu Føroyar í 2015 gjøgnum VFI

gourmetferðavinnu, verða boðin henda-vegin.

Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing.

Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovur í Bretlandi, Týsklandi og Svøríki um uppgávuna. Í øllum førunum er talan um PR-skrivstovur, sum hava hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir.Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjøl miðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Har um-framt samstarva vit eisini við VisitDenmark skrivstovur í Italia og Noreg um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar til vitjanir í Føroyum.

Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Á tann hátt eru øll við til

Page 16: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 31

Fríggjadagin, 20. mars 2015 kl. 09:41 upplivdu Føroyar nakað heilt serstakt.

Sum bara eitt út av tveimum londum í heiminum, upplivdu Føroyar eina fulla sólarmyrking – ein sera sjáldsom og stórfingin løta, tá ið myrkur svølgdi dagsljósið og ein undarligur stemningur spjaddi seg millum fólk kring landið og á sjónum.

Tað er vanligt, at fólk ferðast um allan heim fyri at uppliva sólarmyrkingar. Tað bleiv tíðliga spátt, at fleiri ferðafólk fóru at leita sær til Føroyar fyri at uppliva sjáldsomu hendingina, og tí byrjaðu fyrireikingarnar í samband við sólarmyrkingina umleið tvey ár frammanundan.

Total Solar Eclipse Torstein Christiansen hjá Visit Tórshavn bleiv settur sum samskipari av øllum tí, sum vendi sær inneftir, og Súsanna Sørensen hjá Visit Faroe Islands varð samskipari av øllum tí, sum vendi úteftir. Eisini fingu vit góða hjálp frá sólarmyrkingarserfrøðinginum Kate Russo, sum arbeiddi burturav hjá okkum síðsta mánaðin undan sólarmyrkingini.

Sólarmyrkingin var ein upplagdur møguleiki hjá føroysku ferðavinnuni at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Tí bleiv nógv orka løgd í at fáa fjølmiðlar til Føroyar. Tilsamans 62 fjølmiðlar, harímillum heimskendir miðlar, so sum BBC, Associated Press, ITV, Reuters og Al Jazeera komu fyri at bera tíðindi um sólarmyrkingina. BBC gjørdu serstakliga nógv burturúr hendingini, millum annað við sendingini BBC Stargazing, har tey vístu beinleiðis myndir av sólarmyrkingini frá einum flogfari.

Mett verður, at umleið 11.400 ferðafólk komu til Føroyar í samband við sólarmyrkingina.

Page 17: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 33

Marknaðarføringsvirksemi 2015

Yvirlit yvir marknaðar-føringsvirksemi í 2015

Page 18: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 35

REISEKLAR, MESSA Í BERGEN

16. – 18. januar

Føroyar hevði landabás á messuni Reiseklar

í Bergen, har Atlantic Airways, 62N,

Greengate, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar og

HK Bussar tóku lut. Básurin riggaði væl við

flottari mynd av Kallinum. Flestu vitjandi á

básinum vóru 50+ og vóru sera áhugað at

vitja Føroyar. Bróðurparturin visti ikki, at tað

bert tekur ein góðan tíma at flúgva úr

Bergen.

Samanumtikið verður mett, at Bergen er ein

upplagdur marknaður fyri Føroyar, sum vit

kunnu fáa ágóða av at arbeiða meira við,

serliga við beinleiðis flogrutunum hjá Atlantic

Airways úr Bergen.

Tilsamans 8.011 fólk vitjaðu messuna, sum

er ein stór øking í mun til 2015. 700 Tourist

Guide'ir vóru latnar út, og 500 eintøk av

faldaranum hjá Greengate og tilboðum frá

62N.

FERIE I FORUM,

MESSA Í KEYPMANNAHAVN

17. – 18. januar

Ferie i Forum er nýggj messa í

Keypmannahavn, ið yvirtekur eftir gomlu

messuna í Bella Centrinum, sum Føroyar

valdu at steðga at taka lut á fyri nøkrum

árum síðan, tí góðskan ikki var nóg høg.

Avgjørt var at royna nýggju messuna fyri at

fáa atgongd til fólk í Keypmannahavnar

økinum. Messan var ógvuliga væl eydnað.

Mett varð, at góðskan var rættiliga høg,

bæði av sjálvari messuni og eisini av teimum

vitjandi. Føroyar hevði ein flottan og stóran

felagsbás, sum lá væl fyri við inngongdina.

Harumframt vóru lýsingar úr Føroyum á

stórskíggja nakrar ferðir um tíman gjøgnum

báðar messudagarnar. Skipað varð eisini fyri

framløgu um Føroyar.

Luttakandi fyritøkur úr Føroyum vóru Atlantic

Airways, 62N, Greengate og Make Travel.

Umleið 7.100 fólk vitjaðu messuna og

umleið 2.100 faldarar vórðu deildir úr. Tað

var kapping á básinum um at vinna ferð til

Marknaðarføringsvirksemi 2015

FrítíðarferðavinnaFøroyar, og í tí sambandi hava 477 fólk takka ja til at fáa tíðindabræv frá føroysku fyritøkunum. Mett verður, at hóast luttakaratalið var minni enn til dømis á messuni í Øksnehallen, sum hevði umleið 16.000 vitjandi á heysti 2014, so var úttøkan tann sama, um hugsað verður um tal av faldarum og fólkum, sum ynsktu tíðindabræv úr Føroyum.

DESTINATIONS TRAVEL SHOW, MESSA Í LONDON 29. januar – 1. februar

Atlantic Airways, 62N og Visit Faroe Islands høvdu bás á stóru ferðvinnumessuni Destinations Travel Show í London. Í fjør var fyrstu ferð í fleiri ár, at Føroyar høvdu landabás á messuni, og tí at tað royndist so væl, varð avgerð tikin um, at hava bás aftur í 2015 – eisini sjálvt um Atlantic ikki flýgur beinleiðis úr London longur.

Aftur hesuferð var sera stórur áhugi fyri Føroyum á messuni, og allar dagarnar var nógv at gera við at svara fyrispurningum frá bretum, sum vóru áhugaði at ferðast til Føroyar. Nógv av teimum, sum vitjaðu básin, vóru pør, ið høvdu ferðast í Íslandi, Hetlandi og Orkney oyggjunum og nú vóru áhugaði at vitja Føroyar. Eins og árið frammanundan, vóru fleiri ítøkiligir fyrispurningar um ferðir, sum førdu til beinleiðis bíleggingar eftir messuna.

Sambært fyrireikarunum av Destinations, vóru beint yvir 39.000 fólk á messuni teir fýra dagarnar.

Nýggja sambandið úr Edinburgh sær ikki út til at verða nøkur stór forðing fyri tey, sum ynskja at ferðast til Føroyar; millum annað varð sagt, at tað vóru bílig flogfør úr London til Edinburgh og at tað eisini eru skjóttgangandi tok úr London.

Tilsamans vóru 600 Tourist Guide’ir og 300 fuglafaldarar býttir út á messuni. 62N hevði 600 av teirra nýggju faldarum við, sum allir vóru uppi. Greengate hevði tikið av møguleikanum at senda teirra faldara til messuna. 500 av teirra faldarum vórðu latnir áhugaðum fólkum. Ongir faldarar vóru eftir, tá messan var liðug, og ongin ivi er um, at vit kundu havt fleiri faldarar við á messuna.

Á messuni er høvi at hitta ferðasmiðir, sum hava bás á messuni. Umframt at hava gjørt nakrar avtalur frammanundan, var eisini vitjað á øðrum básum, so hetta er eisini eitt gott høvi at hitta útvaldar enskar ferðasmiðir.

Samanumtikið var luttøkan á messuni sera væleydnað, og mælt verður til at bíleggja bás á Destinations Travel Show aftur í 2016.

Page 19: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 37

Marknaðarføringsvirksemi 2015

MIDATLANTIC Í REYKJAVÍK, ÁTAK HJÁ ICELANDAIR Í REYKJAVÍK 5. – 8. februar

Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic, sum hevur verið átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Tiltakið er tó víðkað síðstu árini til eisini at fevna um ferðasmiðir úr øðrum londum, til dømis Norðurlondum og øðrum londum í Evropa. Við broytingini er tiltakið vorðið enn meira áhugavert. Endamálið er framvegis at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikonskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar, sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. Samstundis er nú eisini høvi at hitta áhugaverdar ferðasmiðir úr øðrum londum.

Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Greengate, 62N og HK bussar og við básum við flottum myndum av brandinum, vóru Føroyar rættiliga sjónligar á tiltakinum.

FANTASTISKE FÆRØYENE, FYRILESTRAR Í NOREG 10. ­ 12. februar

Marit Larsen, sum eigur norsku ferðaskrivstovuna Explore Travel AS, og Lisbeth Nebelong, sum er rithøvundur og hevur búð í Føroyum sum barn, tóku stig til eina fyrilestrarøð um Føroyar í Noreg. Tær hittust fyrstu ferð í Føroyum í 2011 í samband við Visit Faroe Islands átakið og samdust nøkur ár seinni um, at tær áttu at

gjørt okkurt saman fyri at fortelja um Føroyar, sum tær báðar eru sera hugtiknar av.

Fyrilestrarnir vórðu skipaðir soleiðis, at Marit tosaði um Føroyar sum ferðamál, meðan Lisbeth tosaði um hennara barndómsár í Føroyum og um hennara bøkur, har Føroyar spæla ein týðandi leiklut. Lisbeth Nebelong hevur eisini skrivað Politikens guide Turen går til Færøerne.

Fyrilestrarnir vóru í døgunum 10. til 12. februar í Sarpsborg, Fredrikstad og Oslo og so Bergen á Vestlandinum. Afturmeldingar-nar vóru sera góðar, og mett verður, at hetta kann vera ein góður háttur at siga søguna um Føroyar sum ferðamál.

FERIE FOR ALLE, MESSA Í HERNING 20. – 22. februar

Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður

hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum.

Úrslitini av messuni í 2015 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu seldar, og nógvir fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við.

Fyri fyrstu ferð var Smyril Line við á føroyska felagsbásinum, sum eisini fevndi um Atlantic Airways, 62N, Greengate og Make Travel. Mett verður, at tað er ein fyrimunur, at øll, sum selja Føroyar, eru á sama bási.

Umleið 63.000 fólk vitjaðu messuna í 2015, sum er nakað lægri enn í 2014. Umleið 3.200 faldarar úr Føroyum vórðu deildir út frá føroyska básinum, sum er væl hægri enn seinast.

Hallur Joensen sang á einum stórum palli í Danmark-høllini, og har fingu Føroyar og Atlantic Airways eisini góða lýsing. Atlantic Airways hevði stuðlað framførsluni.

LÝSINGARÁTAK Á ÍSLENDSKA MARKNAÐINUM VIÐ SMYRIL LINE várið

Smyril Line og Visit Faroe Islands hildu á fram við samstarvinum á íslendska marknaðinum í 2015.

Endamálið var at selja summarferðir til Føroyar við Norrønu og gisting í Føroyum í 6 nætur. Ísland er, orsaka av at Norrøna siglir til Íslands, sjálvandi ein av fokus marknaðunum hjá Smyril Line og Visit Faroe Islands. Summarfilmurin hjá Visit Faroe Islands var, eins og í 2014 brúktur til endamálið, har Norrøna kemur siglandi inn móti Havnini í góðveðri og filmurin endaði við einum góðum summarferiu tilboði.

Miðl arnir, ið brúktir vóru, vóru útvarp, sjón varp og Frettablaðið, sum kemur út í hvørt hús ar hald í Íslandi, sosialir miðlar vóru eisini tiknir í brúk hesaferð. Alt í alt var lýsingar-herferðin í 2015, eins og í 2014 væl eydnað.

LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í DANMARK várið

Visit Faroe Islands og Smyril Line skipaðu fyri lýsingarherferðum í Danmark í tveimum umførum; einari tíðliga í 2015, fyri at skapa sølu til summarið 2015, og eina seint í 2015, sum skuldi skunda undir sølu av ferðum í 2016. Fyrri parturin av herferðini fevndi um lýsingar í bløðum, millum annað Samvirke og Ældresagen, meðan seinni parturin fevndi um lýsingar í tokum og tokstøðum hjá DSB. Lýsingarnar vóru ein samanrenning av brandinum hjá Smyril Line og brandinum hjá VFI. Millum annað varð summarfilmurin brúktur til lýsingarnar umborð á tokunum. Metingin hjá Smyril Line í Danmark er, at samlaða marknaðarføringin, sum Visit Faroe Islands hevur verið partur av, gav eina hækking uppá 30% í sølu av ferðum til Føroyar í juni til august, samanborið við 2014. Harumframt var marknaðarføringin umborð á tokunum og á tokstøðunum styrkt í mun til árið frammanundan við 33%. Marknaðarføringin koyrir inn í 2016, tá bókingarnar til summarið fara fram. Átakið hevur tí verið við til at økja um samlaðu brandingina og kunnleikan um Føroyar í Danmark.

SAMSTARV VIÐ GRØNLANDSRESOR várið

Grønlandsresor er ein av teimum útlendsku agentunum, sum selja flest ferðir til Føroyar úr Svøríki.Tey hava merkt stóran vøkstur í

áhuganum fyri Føroyum, og longu í januar mánaði høvdu tey selt tað sama talið av túrum til Føroyar sum alt árið fyri.

Grønlandsresor gjørdu tí av, at Føroyar skulu vera teirra høvuðsferðamál í 2015, og spurdu, um Visit Faroe Islands hevði áhugað at samstarva um hetta.

Samstarvið fevndi um tvær messur; eina í Norrköping 24. januar, og eina í Linköping 7. februar. Visit Faroe Islands hevði helvtina av básinum hjá Grønlandsresor við stórari mynd av Kallinum yvir tveir veggir, umframt tilfar úr Føroyum. Visit Faroe Islands hevði gjørt avtalu við føroying, sum býr í Stockholm, og sum hevur starvast innan ferðavinnu í fleiri ár, um at umboða okkum á messunum. Á henda hátt bleiv luttøkan bíligari. Út við 1000 faldarar og kort vórðu deild út á messunum.

FØROYAR SUM FISKILAND

Sum ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri serligar áhugabólkar hevur Visit Faroe Islands, sum eina roynd, marknaðarført Føroyar sum fiskiferðamál. Avtala er gjørd við tveir veitarar í Føroyum, sum hava bjóðað fisking út.

Page 20: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 39

Marknaðarføringsvirksemi 2015

Annar er Fishing with Blástein, sum bjóðar fiskiferðir við báti úr Vestmanna. Samstarvið hevur í 2015 fevnt um vitjanir av útlendskum miðlafólkum, sum hava verið í Føroyum og fiskað. Tveir miðlamenn úr Skotlandi vóru í Føroyum og fiskaðu í summar. Higartil eru tvær stórar greinar skrivaðar frá túrinum. Endamálið við at bjóða miðlum úr Skotlandi er, at royna at selja fiskiferðir til skotar, nú Atlantic Airways hevur beinleiðis flog til Edinburgh.

Í ár var samstarvið eisini víðkað til at fevna um luttøku á fiskimessu í Magdeburg í Týsklandi, har Blástein hevði bás í samstarvi við Smyril Line og Visit Faroe Islands. Eini 7000 fólk vitjaðu messuna, sum hevði bás við fiskimynd við brandinum og sjónvarps-skerm, sum vísti film um at fiska í Føroyum. Útbjóðaðar úr millum annað Noreg, Íslandi og Danmark høvdu eisini bás á messuni. Básurin var sera væl vitjaður og eini 700-800 bløð við ítøkiligum tilboðum um fiskiferðir til Føroyar vórðu deild út, umframt 50 faldarar hjá Smyril Line og eini 200 Tourist Guide’ir. Samband var eisini fingið við eitt stórt týskt miðlahús, ið gevur út fiskibløð í millum annað

Týsk landi, Sveis, Eysturríki og Hollandi, og sum hevði áhugað fyri at kanna møguleikar fyri einum PR átaki í Føroyum.

Hitt samstarvið hevur fevnt um miðlavitjanir úr Italia og luttøku á fiskimessu í Italia, har eisini umboð fyri Greengate tóku lut. Á messuni varð eitt blað deilt út við grein um at fiska í Føroyum. Eisini varð eitt tilboð um Føroyar sum fiskistað deilt út við blaðnum. Høvi var eisini at hitta miðlamann, sum seinni var boðin til Føroyar saman við øðrum at fiska. Ein filmur spurdist burturúr hesi vitjanini.

Harumframt hava Føroyar verið partur av tíðindabrævi um fisking, sum VisitDenmark í Týsklandi sendir út. Tíðindabrævið verður sent út fýra ferðir um árið til 1.500 fólk, ið hava serligan áhuga í at fiska. Umframt eitt blað, sum hevði eina høvuðssøgu um Føroyar, vóru eisini minni tíðindi um Føroyar í hinum tíðindabrøvunum. Fokus í tíðinda-brævinum hevur verið á havfisking. Ætlanin er at halda fram við átøkum innan fisking í 2016, millum annað við størri samstarvi við VisitDenmark.

LÝSINGARÁTAK VIÐ ATLANTIC AIRWAYS Í DANMARK

Visit Faroe Islands og Atlantic Airways avtalaðu at byggja víðari uppá væleydnaða og umfatandi lýsingarsamstarvið á danska marknaðinum í 2015. Átakið fevndi um sjónvarps-, blað- og online- lýsingar. Lýsingarátakið varð sera málrættað at segmentum sum mest sannlíkt høvdu

kunnað hugsa sær at vitja Føroyar. Lýsingarnar marknaðarføra Føroyar sum ferðamál og brandið hjá VFI verður brúkt í lýsingunum. Vit fegnast um at úrslitið av átakinum í 2015 var enn betri enn í 2014. Í online partinum vóru 1.347.090 vísingar og 58.153 trýsti á eina lýsing.

KEEP THE MOMENT, ÁTAK Í SAMBAND VIÐ SÓLARMYRKINGINA Í TÝSKLANDI februar/mars

Í samstarvi við okkara PR kontór í Týsklandi skipaðu vit fyri einum átaki, har ítøkiliga endamálið var at brúka sólarmyrkingina til at gera vart við Føroyar sum ferðamál. Upprunaliga varð tosað um, at átakið eisini skuldi fevna um Stórabretland og USA, men mett varð, at tað var betri at arbeiða á bert einum marknaði. Átakið fevndi um eitt online brand/miðla samstarv við týsku deildina hjá Sony, týska ferðablaðið Merian og fyritøkuna Thule, og fevndi um sosialu miðlarnar, so sum Facebook og Instagram, hjá hesum fyritøkunum. Við hesum trimum pørtunum varð mett, at átakið vildi røkka langt út. Høvuðsparturin av átakinum var ein kapping, har fólk kundu vinna ferð til Føroyar í samband við sólarmyrkingina, har myndafólk hjá Sony vildu læra tey at taka myndir - bæði av eini sólarmyrking, men eisini náttúru-myndir yvirhøvur. Bólkurin fevndi um seks fólk, sum fingu høvi at uppliva sólar myrk ing-ina í Føroyum. Átakið var sera væl eydnað, og náddi út til 2.500.000 serstøk vitjandi á øllum viðkomandi sosialum miðlum, sum á hendan hátt fingu vitan um Føroyar sum ferðamál.

ITB, MESSA Í BERLIN4. ­ 8. mars

ITB ferðavinnumessan í Berlin er størsta ferðavinnumessan í heiminum. Messan varir í fimm dagar, har tríggir teir fyrstu dagarnir eru fyri fólki, sum starvast í ferðavinnuni, meðan teir síðstu tveir dagarnir eru fyri privat fólki, sum leita sær eftir ferðamálum.

Smyril Line hevur í fleiri ár havt bás á messu ni, ofta í samstarvi við Visit Faroe Islands. Visit Faroe Islands var við á vinnupartinum av messuni í 2015. Enda-málið við luttøkuni var at skapa samband við fleiri ferðasmiðir, sum kunnu hugsast at verða áhugaðir í at selja Føroyar. Smyril Line hevur í gjøgnum fleiri ár bygt upp eitt net av ferðasmiðum, sum senda fólk til Føroya við Norrønu, so endamálið var at hitta ferða-smiðir, sum eisini vilja senda fólk flogvegis til Føroya úr Týsklandi. Mett er, at tað eigur at bera til at skapa sambond við ferðasmiðir, sum serliga venda sær til ávísar málbólkar, tildømis fuglaáhugað, gonguferðir, fiski áhug-að og onnur. Tosað varð við ferðasmiðir úr Týsklandi, Belgia, Italia og øðrum londum. Hesi fingu øll innbjóðing til Visit Faroe Islands átakið, sum er upplagt høvi hjá nýggjum ferðasmiðum at uppliva Føroyar og hitta fólk í vinnuni.

Harumframt verður messan eisini brúkt til at skapa sambond við fjølmiðlar, sum kunnu verða áhugaðir at ferðast til Føroya at gera frágreiðingar um Føroyar til týskar miðlar. Millum annað hittu vit umboð fyri týska almenna sjónvarpið, NDR, sum komu til

Føroyar seinni um árið at gera upptøkur til tvær sendingar um Føroyar.

Sum partur av messuni skipaði Ehrenberg Kommunikation, ið er PR felagið, sum Visit Faroe Islands samstarvar við í Týsklandi, fyri fundi fyri sínum viðskiftafólki og fjølmiðlum, ið tey vanliga arbeiða saman við. Á hesum tiltaki høvdu vit fundir við eini 15 ymisk fólk, umboðandi útvarp, bloggur, magasin og dagbløð og fríyrkisfólk, sum leita eftir søgum um nýggj ferðamál.

600 eintøk av Tourist Guide’ini, eini 400 eintøk av Image faldaranum og 100

fuglafaldarar vórðu býtt út á messuni. Harumframt vóru eini 400 eintøk av faldaranum hjá Greengate, sum hevði tikið av møguleikanum at hava sín faldara liggjandi á messuni, eisini deild út, umframt eini 1000 eintøk av faldaranum hjá Smyril Line.

Í 2015 vitjaðu 165.000 fólk messuna, 115.000 fólk vinnudagarnar og 50.000 fólk dagarnar fyri almenninginum.

Avtala er gjørd við Smyril Line um, at bíleggja bás til ITB í Berlin 2016.

Page 21: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 41

Marknaðarføringsvirksemi 2015

SERBLAÐ UM FØROYAR Í AFTENPOSTEN OG BERGENS TIDENDE 8. mars

Sunnudagin 8. mars varð serblað um Føroyar borið út við Aftenposten og Bergens Tidende. Endamálið við blaðnum var at vísa norðmonnum eina øðrvísi mynd av Føroyum.

Miðlakanningar hava víst, at profilurin hjá lesarunum hjá Aftenposten og Bergens Tidende samsvarar væl við málbólkin hjá Føroyum sum ferðamál, og tí eru hesir báðir miðlar rættir til júst hetta serblað. Bergens Tidende var valt framum onnur bløð, tí Atlantic Airways hevur beinleiðis flog úr Bergen.

Aftenposten er størsta dagblað í Noreg og kemur út í umleið 190.000 eintøkum og Bergens Tidende í umleið 74.000 eintøkum; tað vil siga, at omanfyri 250.000 eintøk av serblaðnum vórðu borin út í Noreg. Sambært Bergens Tidende lesa tilsamans 150.000 fólk sunnudagsútgávuna av blaðnum og 570.000 fólk lesa Aftenposten sunnudag. Við hesum náddi átakið útvið 720.000 lesarum íalt.

Sum eitt eyka tilboð lá blaðið eisini sum talgild útgáva á heimasíðuni hjá Aftenposten í tíðarskeiðinum 9. mars til 2. juni. Blaðið hevði yvir 15.000 síðuvísingar og umleið 1.000 fólk lósu talgildu útgávuna av blaðnum.

Blaðið, sum var 20 síður til støddar, vísti eina

breiða mynd av Føroyum, við greinum, sum fevndu um so ymisk øki sum tónleik, mat, bókmentir, húsasnið og greinar um uppløgd ferðamál kring landið.

Í blaðnum var kapping um at vinna ferðir til Føroyar fyri tvey við Atlantic Airways. Yvir 3.000 fólk tóku lut í kappingini.

LÝSINGARÁTAK Í NOREG 14. mars – 10. juli

Eftir at Atlantic Airways hevur byrjað beinleiðis rutu millum Bergen og Føroyar fleiri ferðir um vikuna, var avgerð tikin um, at leggja stóran dent á marknaðarføringsarbeiði í Noregi. Vit hava merkt ein eftirspurning úr

Noregi hóast tað ikki hevur verið beinleiðis samband. Við nýggja sambandinum vænta vit at síggja fleiri ferðafólk úr Noregi í Før oyum, tí vit vita, at norðmenn hava stóran áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli.

Visit Faroe Islands tók, saman við Atlantic Airways, lut í átaki hjá VisitDenmark í Noreg, har endamálið var at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál móti norðmonnum, sum annars vanliga ferðast til Danmarkar. Samstarvið fevndi um tvey ymisk átøk: talgildar lýsingar í millum annað Aftenposten og Bergens Tidende, og lýsingar, sokallaðar “Advertorials”, í vikuskiftisblaðnum hjá Dagens Næringsliv.

Samstarvið byrjaði í 2013, og av tí, at úrslitið - bæði tá og í 2014 - var gott, varð avgerð tikin um at halda fram í 2015. Umleið 80.000 fólk hava vitjað síðurnar við greinum úr Føroyum og ymsastaðni úr Danmark. Evnini í greinunum um Føroyar løgdu dent á

náttúru, mentan og Føroyar sum besta oyggjasamfelag, sum eisini var viðmælt sum besta ferðamál av National Geographic Traveler í 2015.

Lýsingarnar í vikuskiftisblaðnum hjá Dagens Næringsliv, D2, fingu eisini sera góða og nógva umrøðu. Lýsingarnar fevndu um tvær síður við flottum myndum. Ein var um Føroyar sum ferðamál fyri vanlig ferðafólk, og ein, sum lýsti Føroyar sum vinnuferðamál.

ÁTAK FYRI INCOMING Í ÍSLANDI, REYKJAVÍK24 apríl

Sum ein liður í arbeiðinum at fáa ferðafólk, sum koma til Íslands at ferðast, eisini at leggja leiðina til Føroyar, var skipað fyri átaki fyri incoming fyritøkum í Íslandi. Endamálið var at geva teimum ein smakk av, hvat Føroyar hava at bjóða teirra ferðafólkum. Tiltakið var á Café Flóran, sum føroyska

Marentza Poulsen rekur í Reykjavík. Umframt framløgu um Føroyar sum ferðamál, matgjørdi Leif Sørensen við góðum mati úr føroyskum rávørum og Lív Næs og Tróndur Enni framførdi. Eini 25-30 fólk tóku lut og kvøldið var sera væleydnað. Branding myndir úr Føroyum prýddu veggirnir og tær vóru eisini brúktar dagin eftir, tá Sendistovan í Reykjavík skipaði fyri Flaggdagshaldi í somu hølum. Arbeiðið við at halda sambond við incoming í Íslandi fyri at selja Føroyar sum eyka ferðamál fyri ferðafólk, sum koma til Íslands, heldur fram. Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Greengate og 62N tóku lut í átakinum.

MIÐLATILTAK, VERKSTOVA Í OSLO 21. apríl

Visit Faroe Islands tók lut á verkstovu, sum vendi sær til miðlar í Oslo økinum. Tað vísir seg at vera torførari at skapa sambond við

miðlar í Noreg enn í fleiri øðrum londum. Tí varð avgerð tikin um, at royna hetta tiltakið á fyrsta sinni. Vit arbeiða saman við VisitDenmark í Noregi um miðlavitjanir og tey viðmæltu eisini tiltakið. Endamálið var at koma í samband við viðkomandi fjøl miðla-fólk, sum eru áhugað í fjølmiðla vitjanum til Føroya. Á tiltakinum eru vanliga millum 30 og 40 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Eins og á miðlatiltakinum í London, fekk VFI ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar, og fleiri spennandi sambond vóru knýtt á degnum. Eftir tiltakið kom ein miðil á vitjan í Føroyum og samband er við fleiri, sum arbeiða við møguleikanum at koma á miðlavitjan til Føroyar.

Page 22: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 43

VFI 2015, ÁTAK Í FØROYUM30. apríl ­ 3. mei

Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni. Endamálið við tiltakinum er at bjóða útlendskum ferða smiðum til Føroya, soleiðis at teir sjálvir kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum framløgur, verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentan ar ligum upplivingum og útferð.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni. Bæði gistingarhús, matstovur, útferða veit arar og bussfeløg eru við í tiltakinum og eru sostatt við til at gera tiltakið møguligt.

23 føroyskar fyritøkur tóku lut í Visit Faroe Islands.

Í 2015 varð sjálv verkstovan hildin í Norðurlandahúsinum og døgurðin á Hotel Føroyum. Til døgurðan var ein røð av tónleikainnsløgum, sum høvdu til endamáls at vísa eina breidd í føroyskum tónleiki.

Umleið 50 útlendskir ferðasmiðir tóku lut. Teir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Italia, Spania, Hollandi, Fraklandi, Sveis, Litava og Avstralia. Útlendsku keypararnir fingu viðkomandi vitan um Føroyar sum ferðamál heim við sær og fingu knýtt nýggj sambond við føroyskar veitarar, sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum teirra millum. Eins og undanfarin ár, vóru eftir met ing-ar nar av átakinum sera góðar.

Marknaðarføringsvirksemi 2015

Page 23: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 45

Føroyar fáa í útheiminum. VFI skal gera vart við Føroyar sum ferðamál, tá høvið býðst, og talan samstundis er um ein marknaðar- og/ella málbólk, sum ynskt verður at røkka. Dystirnir hjá føroyska landsliðinum hava síðstu árini givið nógv slík spennandi og uppløgd høvi, m.a. í Italia, Týsklandi, Svøríki og í 2015 eisini í Finnlandi. Vit hava síðstu árini upplivað ein vaksandi áhuga frá finskum ferðasmiðum, bæði við luttøku á Visit Faroe Islands átakinum og til tiltøk uttanlands, tí

varð avgerð tikin um, at nýta hetta høvi at gera vart við Føroyar sum ferðamál.

7. september spældu Føroyar landsdyst ímóti Finnlandi í Helsinki og VFI hevði saman við Atlantic Airways bjóðað ferðasmiðum og miðlum til eitt tiltak undan dystinum. Eini 35 fólk tóku lut - mest ferðasmiðir, men eisini miðlafólk, m.a. fleiri bloggarar. Mett varð, at undirtøkan var góð, tá hugsað verður um, at Føroyar eru rættiliga ókendar á finska marknaðinum.

Áki Herálvsson gjørdi mat úr rávørum úr Føroyum, millum annað. røstum fiski og Føroya Bjór og Dism lótu drykkivørur til tiltakið.

Eins og til onnur líknandi tiltøk, høvdu vit valt at biðja ein persón úr landinum, sum hevði verið í Føroyum, at halda framløgu. Í hesum førinum var tað Johan Roms frá Kilroy í Finnlandi, sum hevði verið á kunningarferð í Føroyum árið fyri, sum greiddi frá sínum upplivingum úr Føroyum sum ferðamál. Greta Svabo Bech hevði eina sera inniliga framførslu á tiltakinum.

Síðan fóru øll til dystin. Tiltakið eydnaðist sera væl og gav veruliga luttakarunum ein smakk av Føroyum sum ferðamáli. VFI og samstarvsfelagar fingu skapt áhuga og eisini sambond við nýggjar ferðasmiðir.

SKANDINAVISK VERKSTOVA Í MILANO21. mai

Visit Faroe Islands, Atlantic Airways, Greengate og 62N tóku lut á skandinaviskari verkstovu, sum VisitDenmark skipar fyri saman við hinum skandinavisku ferðaráðnunum. Endamálið við luttøkuni er at skapa sambond við italienskar ferðasmiðir og, eins og undanfarin ár, var hetta ein sera góð verkstova, har vit hittu fleiri ferðasmiðir,

sum ikki seldu Føroyar frammanundan, men vóru sera áhugað at frætta nærri um møguleikar fyri at senda ferðafólk til Føroya.

ÁTAK Í HELSINKI Í SAMBAND VIÐ LANDSDYST MILLUM FØROYAR OG FINNLAND7. september

Ein týðandi partur av strategiini hjá VFI er at gera brúk av tí áhuga og teirri umtalu, sum

Marknaðarføringsvirksemi 2015

Page 24: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 47

Marknaðarføringsvirksemi 2015

VESTNORDEN TRAVELMART, FERÐAVINNUTILTAKÐ Í FØROYUM 22. – 23. september

Ein samlað føroysk ferðavinna tók lut í Vestnorden Travel Mart, ið í ár varð hildið í Føroyum. VNTM er størsta ferðavinnutiltakið, sum verður hildið í Føroyum og fjórða hvørt ár, tá Føroyar eru vertir, er tí altíð eitt serligt høvi at gera vart við Føroyar sum ferðamál fyri ferðasmiðum, sum kanska annars ikki kenna til Føroyar. Make Travel var samskipari av tiltakinum, sum eydnaðist sera væl. Hetta var samstundis tað 30. VNTM, so høvi var at gera nakað serligt burturúr runda degnum.

Tilsamans 364 fólk tóku lut á tiltakinum, harav 123 keyparar og 217 seljarar.

Landið, sum er vertur, hevur eisini møguleika at bjóða útvaldum ferðasmiðum á sokallaðar “pre-túrar”; hetta er, at ferðasmiðir koma nakrar dagar áðrenn tiltakið fyri at fáa eina betri fatan av øllum tí, sum Føroyar hava at bjóða. Greengate og 62N stóðu í felag fyri pre-túrinum, sum eisini var sera væl eydnaður.

Fyritøkurnar, sum luttóku, vóru: 62N, Atlantic Airways, Gjáargarður, Greengate Incoming, Flogvøllurin, HK Bussar, Hotel Hafnia, Hotel

Føroyar, Hotel Streym, Kunningarstovurnar, Make Travel, Tora Tourist, Skúvadal, Smyril Line, og Visit Faroe Islands.

Enski talgildi marknaðarserfrøðingurin Nick Hall var høvuðstalari á tiltakinum, og eydn aðist tað Visit Faroe Islands at gera avtalu við Nick um, at leggja sína næstu ráðstevnu um Digital Content í Føroyum 1. - 2. mars 2016. Eini 100 fólk úr øllum heiminum væntast til ráðstevnuna.

Næsta VNTM verður í Reykjavík 4. – 6. oktober 2016.

Marknaðarføringsvirksemi 2015

Page 25: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 49

BÓKAMESSUR Í GØTEBORG OG FRANKFURT september/oktober

FarLit verkætlanin varð sett í verk fyri at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Tað er eitt samstarv millum Bókadeildina, Nám, Sprotan, Fróð skap og MSF. FarLit var á bókamessuni í Gøteborg 24. - 27. september og í Frank furt 14. - 18. oktober. VFI hevur valt at taka lut í hesum samstarvi fyri at nýta høvi at gera vart við Føroyar sum ferðafólkaland í einum høpi, har tað ikki er kapping við onnur ferðavinnutilboð, sum tað til dømis er á ferðavinnumessum.

VFI hevði ikki egið umboð til messurnar, men verkætlanarleiðarin fyri FarLit, sum hevur ferðavinnubakgrund, umboðaði VFI. Umleið 100.000 vitjaðu messuna í Gøteborg, og 275.000 vitjaðu í Frankfurt.

Básurin varð bygdur við vøkrum myndum úr Føroyum, og tað fekk aftur nógv vitjandi at steðga á og fáa meira at vita um landið. Luttøkan eydnaðist væl, og tilsamans 2.000 faldarar vórðu býttir út.

Hetta tiltak varð stuðlað gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina.

REJSEMESSE FOR KVALITETSREJSER, MESSA Í KEYPMANNAHAVN17. ­ 18. oktober

Eins og undanfarin ár høvdu Greengate, 62N, Atlantic Airways og VFI føroyskan bás á ferðavinnumessuni Rejsemesse for Kvalitetsrejser í Øksnehallen í Keyp manna-havn. Messan vendir sær til fólk, sum leita eftir serligum ferðaupplivingum. Hesuferð hevði Føroyar størri bás enn vanligt, og við stórari brandmynd var básurin sera sjónligur og fekk nógv rós.

Yvir 16.000 fólk vitjaðu messuna, og umleið 300 Tourist Guide’ir vórðu býttar út á messuni. 200 eintøk av fuglafaldaranum og 150 eintøk av nýggja gongufaldaranum vóru eisini við á messuni, og vórðu teir rivnir vekk. Greengate býttu umleið 650 faldarar út, sum er væl meira enn undanfarin ár, og 62N býttu eisini 600 faldarar út.

Eisini var kapping um at vinna ferð til Føroya. 450 fólk ynsktu, sum partur av kappingini, at fáa tíðindabræv frá veitarunum.

Umframt sjálva framsýningina vóru eisini fyrilestrar partur av messuni; millum annað var ein áhugaverdur fyrilestur um Føroyar, sum Per Levring, ið arbeiðir hjá Atlantic Airways í Keypmannahavn, stóð fyri. Har umframt var serligt tiltak - áðrenn messan lat upp - fyri serliga innbodnum gestum, har bjóðað varð øl frá Føroya Bjór á føroyska básinum.

Marknaðarføringsvirksemi 2015

Page 26: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 51

Marknaðarføringsvirksemi 2015

SUMMARFILMURIN VÍSTUR Á MCDONALDS MATSTØÐUM Í TÝSKLANDI

Á ITB messuni hittu vit starvsfólk fyri 3Sixty TV í Leipzig, sum framleiga tilfar til sjónvarpsrásina, sum verður víst á øllum McDonalds matstøðum í Týsklandi. Hetta er tann størsta handils sjónvarpsrásin í Týsklandi, við meira enn 860 matstøðum og umleið 35 milliónum hyggjarum um mánaðin. Tey vóru so hugtikin av summarfilminum, at tey bjóðaðu sær at vísa hann ókeypis á McDonalds matstøðum kring alt Týskland. Sjónvarpsrásin sendir ymiskt tilfar, eisini ferðatilfar undir heitinum Travel Magazine.

Í oktober varð filmurin um Føroyar vístur saman við filmum frá øðrum ferðamálum, millum annað Bali, Danmark og ymiskum ferðamál í Týsklandi.

SKANDINAVISK VERKSTOVA Í PARÍS 10. november

Atlantic Airways og Visit Faroe Islands tóku lut á skandinaviskari verkstovu í París. Endamálið var at kanna franska marknaðin nærri, tí vit síðstu tíðina hava havt fleiri miðlavitjanir úr Fraklandi, og hava fingið fyrispurningar frá fronskum ferðasmiðum. Tiltakið var sera væl vitjað. Nógv fleiri fólk enn mett høvdu meldað seg til verkstovuna. Visit Faroe Islands hevði sera nógvar fundir, harímillum við fleiri spennandi ferðasmiðir -

serliga fleiri, sum vóru áhugaði í gongu-ferðum og øðrum náttúruupplivingum. Tað var sera áhugavert at uppliva stóra áhugan fyri Føroyum, tí Frakland annars er ein marknaður, sum vit ikki hava arbeitt á í fleiri ár, og sum ber orð fyri at vera ein torførur marknaður. VisitDenmark, sum skipaði fyri verkstovuni, hevði vónað at fingið eini 25 luttakarar, men tað vóru næstan 100 ferðasmiðir, sum tóku lut. Fleiri ferðasmiðir vórðu boðin við til Visit Faroe Islands átakið í mai.

MIÐLAÁTAK Í KEYPMANNAHAVN VIÐ ÍSLANDI OG GRØNLANDI11. november

Felagið Danske Rejsejournalister hevði bjóðað Føroyum, Grønlandi og Íslandi við á fund at kunna teirra limir um møguleikarnar fyri miðlavitjanum til londini. Talið av miðlavitjanum til Føroyar veksur skjótt, men vit hava ikki so nógvar vitjanir úr Danmark. Tí varð hetta mett at vera eitt gott høvi at gera vart við Føroyar. Eini 30 miðlafólk møttu til tiltakið, sum var á Norðurbryggjuni, m.a. frá Politiken og Søndag. Harumframt vóru eisini fleiri fríyrkisfólk, sum arbeiða fyri stóru donsku dagbløðini eins og onnur bløð. Umboð fyri londini høvdu framløgur, har kunnað varð um ymiskar søgur, sum kundu skapa áhuga fyri miðlavitjanum í framtíðini. Tað var stórur áhugi fyri Føroyum og fleiri avtalur um vitjanir í 2016 komu í lag. NATA fíggjaði part av útreiðslunum til tiltakið.

Page 27: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

52 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 53

Marknaðarføringsvirksemi 2015

AITO MEET THE PRESS, TILTAK Í LONDON 24. november

AITO, sum er felagsskapur hjá enskum ferðasmiðum, Association of Independent Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferðavinnuna. AITO loyvir eisini útlendskum ferðaráðum at vera limir. VFI metir hetta árliga fjølmiðlaátak vera eitt gott høvi at koma í samband við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðlavitjanum til Føroya, og er VFI tí vorðið limur í AITO.

Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðindafólk.

Eins og undanfarin ár fekk VFI ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar, m.a. frá stórum ferðabløðum. Á tiltakinum vórðu fleiri nýggj sambond knýtt, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr.

Umframt hetta tiltakið hevur AITO eisini tiltak fyri fjølmiðlum um summarið. Umboð fyri sendistovuna í London umboðaðu VFI á tiltakinum. Endamálið var at vísa á møgu-leikar fyri miðlavitjanum til Føroya.

KUNNINGARFERÐIR FYRI LEISURE FERÐASMIÐIR

Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknað ar-føra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunn ing ar ferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarization tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa við-komandi ferðaskrivstovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál. Sum dømi kann nevnast at vit í 2014 høvdu vitjan av tveimum umboðum fyri enskan útbjóðara av myndatúrum, sum eisini ynsktu at skipa fyri ferðum til Føroyar. Longu árið eftir, á páskum 2015, gjørdu teir ein túr til Føroyar. Túrurin var útseldur eftir tveimum døgum og hóast veðrið ikki var av tí besta, er túrurin i

2016 longu seldur og ætlanir gjørdar um fleiri túrar í 2017.

Í 2015 hevur Visit Faroe Islands havt vitjan av 40 ferðasmiðum og sølufólkum úr sjey londum, ið arbeiða við leisure ferðavinnu.

26. mai – 28. mai vitjaðu ferðasmiðir úr Russlandi saman við danska Arctic Adventure. Sjey fólk vóru við á túrinum.

28. – 30. apríl skipaðu Atlantic Airways og Visit Faroe Islands fyri vitjan fyri sølufólkum úr Íslandi, Stórabretlandi, Noreg, Spania, Fraklandi og Italia. Fólkini komu frá agentum, sum Atlantic Airways samstarvar við í londunum. 23 fólk vóru við á túrinum. Tey tóku øll lut á Visit Faroe Islands átakinum eisini.

1. – 8. juni høvdu vit vitjan av tveimum umboðum fyri enskan ferðasmið, sum ynskja at skipa fyri bólkavitjanum til Føroyar.

20. – 27. juli vitjaðu tríggjar ferðasmiðir úr Bretlandi, sum ætla at selja ferðir til Føroyar gjøgnum Edinburgh.

30. juli – 7. august vitjaði italienskur ferðasmiður, sum selur bólkaferðir til t.d. Finnland og Ísland, og ætlar eisini at selja ferðir til Føroyar. Vitjanin kom í lag eftir áheitan frá VisitDenmark í Italia.

4. – 7. september varð, saman við Atlantic Airways, skipað fyri vitjan fyri ferðasmiðum úr Skotlandi og Onglandi, við tí endamáli at økja um sølu av ferðaseðlum úr Skotlandi. Fýra fólk vóru við á túrinum.

9. – 15. september høvdu vit vitjan av danskari ferðaskrivstovu, sum bjóðar myndatúrar til kundar úr øllum heiminum til m.a. Grønlands og Ísland. Tey meta, at tey eisini kunnu selja myndatúrar til Føroyar og komu fyri at finna góð støð til slíkar túrar. Tvey fólk vóru við á ferðini.

Page 28: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

54 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 55

Reykjavík

Bergen

Faroe Islands

AalborgCopenhagenBillund

Edinburgh

Palma de MallorcaBarcelona

Vinnuferðavinna

3. SvøríkiÁ svenska marknaðinum byrjaðu vit eitt samstarv við Roger Kellerman og Atti Soenarso frá

blaðnum Meetings International. Saman við teimum skipaðu vit fyri einum fam-túri úr Svøríki.

Á hesum túri vóru m.a. stórar fyritøkur, so sum Resia og Contrast. Túrurin var sera

væleydnaður og fólk vóru jalig um ferðamálið. Eisini fingu vit fitt av PR í teirra blaði.

Harumframt tóku vit lut á Møten och Events messuni í Malmø, tó í minni mun enn farna árið.

Vit fingu á leið 40 “leads” burturúr, og var messan sera lítil. Tí er avgjørt, at vit ikki fara at

luttaka har aftur.

Av øðrum átøkum á norðurlendska marknaðinum kann nevnast ein verkstova í Stockholm,

eins og ein sølutúrur saman við VisitDenmark. Sølutúrurin við VisitDenmark var sera

væleydnaður og fingu vit sera góðar fundir, har bæði fleiri fyrispurningar og nakrar bókingar

hava verið síðani.

Svenski marknaðurin er í útgangsstøðinum sera opin fyri Føroyum. Tá vørurnar skulu seljast

til brúkaran, vísir tað seg kortini, at kunnleikin til Føroyar er lítil. Tí merkja vit lutfalsliga stóran

áhuga fyri at fáa “proposals”, men fáar bókingar. Agentarnir á svenska marknaðinum siga fyri

okkum, at kunnleikin um Føroyar í Svøríki má vera størri, soleiðis at Føroyar verður lættari at

selja. Sostatt er neyðugt at økja um PR virksemið í Svøríki í 2016.

1. DanmarkDanskar fyritøkur eru nú væl á veg

burtur úr fíggjarkreppuni, og vit hava

merkt eitt vet av størri áhuga úr

Danmark, har danir byrja at síggja

Føroyar sum eitt spennandi fundarstað.

Danir eru tó enn nógv merktir av teirra

søguligu uppfatan av Føroyum, og tí

eru nakrar byrgingar, sum vit møta alla

tíðina á danska marknaðinum.

MICE-netverkið luttók á stóru

fundarmessuni í Forum í

Keypmannahavn, sum nevnist Møde-

og Eventmessen. Her hava føroysku

MICE-fyritøkurnar luttikið seinastu árini.

Tað hevur týdning alsamt at verða

sjónlig á danska marknaðinum til tess

at varðveita og betra um okkara støðu í

hugaheiminum hjá donskum

fundarplanleggjarum.

Eisini hava vit verið á tveimum

sølutúrum, sum Kursuslex hevur

samskipað fyri okkum. Hesir túrar hava

verið sera áhugaverdir, og hvørja ferð

eru fleiri fyrispurningar til MICE-

netverkið um ferðir.

2. NoregNoreg er ein nýggjur marknaður fyri MICE-netverkið, og var 2015 árið, tá vit veruliga brutu

inn á norska marknaðin. Hetta byrjaði við tveimum verkstovum í Oslo í januar mánað, sum

vóru sera væl eydnaðar. Her fingu vit samband við teir stóru operatørarnar, sum gjørdi tað

møguligt at skipa fyri tveimum sokallaðu fam-túrum, har umleið 20 agentar luttóku. Hesir

eydnaðust væl, og úrslitið er ein stórur áhugi fyri Føroyum og longu hava nógvir bólkar úr

Noregi víst áhuga.

Atlantic Airways hevur í sera stóran mun verið við til menningina og vøksturin á norska

marknaðinum saman við teirra GSA Discover the World, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði.

Fyri fundarvinnuna hevur 2015 verið merkt av einum sterkum felags innsatsi frá størstu aktørunum í MICE-vinnuni í Føroyum. Hesi hava skipað seg í eitt netverk, sum stendur lið um lið á altjóða marknaðinum. Árið hevur verið merkt av stórari útrás, har netverkið hevur brotið inn á nýggjar marknaðir í Norðurlondum og Evropa.

Tað er við stoltleika vit kunnu geva hesum netverki eitt stórt herðaklapp fyri fyrimyndarliga samstarvið, sum hevur givið úrslit í størri eftirspurningi eftir fundarproduktum í Føroyum. Eisini hevur áhugin frá stórum evropeiskum aktørum verið sjónligur. Serliga sæst eftirspurningur úr Týsklandi og úr Noregi, sum eru nýggir marknaðir fyri MICE í 2015.

Í NETVERKINUM ERU HESAR FYRITØKUR:• Visit Faroe Islands• Visit Tórshavn• Atlantic Airways

• Hotel Føroyar• Norðurlandahúsið• Hotel Hafnia• Greengate Incoming• Make Travel• North Atlantic Xperience

HVÍ MICE?Hóast MICE snýr seg um vinnuferðavinnu, er hesin málbólkur kortini tætt knýttur at privatu ferðavinnuni, sum vit kenna hana. Hetta kemst av, at tá vinnulívsfólk eru úti í ymiskum arbeiðsørindum, gera tey sær dælt av mest sum somu tænastunum, sum ferðafólk, ið ferðast í síni frítíð. Tey bóka sær

Føroyar sum ráðstevnu- og fundarland

4. BretlandÍ 2015 var farið inn á bretska

marknaðin, har Atlantic Airways fyrst

hevði ætlanir um at flúgva til

Aberdeen og síðani til Edinburgh. Tí

var fyrst farið til eitt tiltak í Aberdeen,

sum Danskt/Bretskt handilskamar

skipaði fyri. Síðani varð hetta broytt

til Edinburgh, og fóru vit so til M&I

Forum, sum júst var í Edinburgh í

2015. M&I Forum er ein verkstova,

har til ber at koma í samband við

umleið 45 keyparar, og fleiri av

hesum eru teir stóru keypararnir. Her

fingu vit sera góð sambond við

stórar keyparar - bæði úr Bretlandi

og aðra staðni í heimunum, fyri tað

mesta í Evropa.

Av øðrum átøkum á bretska

marknaðinum var ein sølutúrur

saman við VisitDenmark skrivstovuni

í London, har vit í tríggjar dagar

koyrdu runt til møguligar kundar.

Fleiri “proposals” eru spurd burturúr

hesum túri.

Seinasta átakið á bretska

marknaðinum var The Meetings

Show, sum var í London í byrjanini

av juli mánaði. Har høvdu vit umleið

30 fundir við fyritøkur, har flestu vóru

úr Bretlandi.

Føroyar sum MICE ferðamál er enn

sera nýtt á bretska marknaðinum, og

bretar hava siðvenju fyri at fara

suðureftir til heitari ferðamál. Kortini

er ávísur áhugi eftir einum øðrvísi

ferðamáli, og tí verður bretski

marknaðurin uppraðfestur í 2016.

Hetta prógvar, at tað hevur týdning at arbeiða saman,

hóast fleiri eru í kapping við hvørt annað. Tá vit gera køkuna størri SAMAN, tá fáa vit eisini SAMAN ein størri bita av henni – Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Page 29: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

56 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 57

flogferðir, ofta 3-4 stjørnað gistingarhús, matstovur og mentanartilboð. Harafturat brúka tey ráðstevnuhøli og serligar upp-livingar, sum ferðavinnufyritøkur ofta onkurs vegna eisini bjóða út.

Eitt MICE ferðafólk hevur ikki sjálvt goldið fyri sína ferð og uppihald. Tað hevur sum oftast arbeiðsgevarin ella ein felagsskapur, við komandi er knýttur at. Afturat hesum brúk ar MICE ferðafólkið sjálvt pengar í landinum. Tí leggja MICE gestir oftast nógv fleiri pengar eftir seg enn vanlig ferðafólk. Vit hava ikki enn føroysk tøl, men sambært hagtølum hjá VisitDenmark, leggur eitt MICE ferðafólk 3.030 kr. eftir seg, og er hetta tal tríggjar ferðir hægri enn fyri eitt fríðíðar ferða-fólk. Hesin peningur fer í umferð kring landið, har tey brúka pening á hotellum, á mat-stovum, á mentanarstøðum, í handlum og í náttarlívinum.

MICE ferðavinnan liggur um heystið, veturin og um várið, og er tí við til at tryggja lív í ferðavinnuni vetrarhálvuna. Hon er eitt íkast hjá smávinnurekandi og hjá stóru gistingarhúsunum hesa tíðina av árinum. Hetta eru størv, sum fjøltáttað vinnulívið í Føroyum, og hesi eru eisini góð hjá til dømis lesandi, sum kunnu hava hjávinnu afturat lestrinum vetrarhálvuna.

Føroyar hava allan infrastrukturin til at taka ímóti hesum slagi av ferðafólki. Vit hava stór og góð flogfør og ein nýggjan flogvøll. Vit hava fýra stjørnað gistingarhús, og vit hava fimm stjørnað ráðstevnuhøli, har til dømis

Norðurlandahúsið er í heimsklassa. Eisini hava vit røttu upplivingar og góðan mat á fjølbroyttum matstovum at bjóða. Hetta hevur víst seg at fanga áhugan hjá serliga smærri fundar- og incentivebólkum, har Føroyar raka teirra trongd eftir at finna nýggj, ókend støð, har teirra kundar, nevnd, leiðsla og starvsfólk verða forkelað við einum sermerktum fundarstaði, sum ongin ella fá hava hoyrt um.

MICE - MARKNAÐIRÍ 2015 hevur MICE netverkið verið virkið á fleiri altjóða marknaðum, og serliga gjørt um seg í fimm londum. Árið hevur verið merkt av, at ein størri útrás hevur verið. Í hesum anda hevur netverkið verið sera virkið á norska marknaðinum, týska marknaðinum og eisini á bretska marknaðinum.

TÝSKLANDTá vit luttóku á stóru altjóða MICE messuni í

Frankfurt, IMEX, funnu vit út av at lutfalsliga stórur áhugi er fyri Føroyum í Týsklandi. Hesin áhugi vísti seg við, at týskar fyritøkur, sum tosaðu við okkum, umbóðu “bids” frá agentum, har Føroyar var einasta ferðamálið. Hetta skapti ein áhuga frá týskum skriv-stovum millum okkara DMC fyritøkur. Síð ani avgjørdu vit at luttaka á einum sølu túri, saman við einum samstarvsfelaga á týska marknaðinum. Góð úrslit vóru av hesum sølutúri, har tvær bólkabókingar hava verið. Hetta hevur gjørt, at vit í 2016 hava valt at uppraðfesta týska marknaðin.

FELAGSMARKNAÐIRStóru MICE messurnar, IMEX í Frankfurt og IBTM í Barcelona, hava givið okkum eitt stórt tal av nýggjum kontaktum, og er tað eisini har, ið vit koma í samband við stóru kund arnar á okkara nærmarknaðum.IMEX vísti seg tó ikki at vera eins væleydnað sum IBTM. Orsøkin til hetta er helst, at flestu kundar á IMEX eru stórar organisatiónir, sum hava ov stórar ráðstevnur ella fundir til okkara kapasitet.

IBTM hevur hinvegin víst seg at vera tann stóra messan, har vit í føroyska MICE netverkinum vísa flaggið. Hetta er messan, har flestu kundar hava smærri fundarbólkar og serliga incentive ferðir. Júst hetta segmentið leitar ofta eftir øðrvísi ferðamálum, har Føroyar kunnu vera eitt gott boð.Í 2016 verður tí einans farið á IBTM messuna við egnum bási, meðan luttøkan á IMEX verður í samstarvi við VisitDenmark.

Tað merkir sjálvandi nógv fyri Føroyar og serliga fyri

Havnina, at fyrispurningar og ordrar byrja at koma inn í fundar­vinnuni. Royndir aðrastaðni frá vísa, at ein fundargestur brúkar í miðal góðar 3000 krónur um døgnið, sum er einar tríggjar ferðir meiri enn eitt vanligt ferðafólk. Hetta er tískil eitt sera áhugavert segment, sum leingir um okkara árstíð, tá hesir gestir oftast koma um várið, heystið og veturin – Guðrið Højgaard

Vinnuferðavinna

Í MICE netverkinum fingu allir limir tilboð um at koma á skeið í Meetovation. Fleiri tóku av hesum, og tá skeiðið var at enda komið, høvdu Føroyar fingið 10 nýggjar Meetovators.

Meetovation er eitt konsept, sum VisitDenmark eigur. Meetovation byggir á fýra ymiskar súlur, sum allar hava til endamáls at skapa størri ROI, ella “Return On Investment” á fundum. Tær fýra súlurnar eru hesar:

1. VIRKNIR LUTTAKARAR:Við at inndraga luttakararnar, fært tú teir at vera virknir undir fundinum. Hetta verður gjørt fyri at fara burtur frá einvegis samskifti til bólkaarbeiði, “walks&talks”, tíð til umhugsi, minifundir, og so framvegis. Úrslitið verður

ein størri innlæring og fólk fáa meiri burturúr og kunnu brúka læringina á ein meiri langtíðar hátt.

2. HUGSA ÁBYRGDARFULTLat ein ábyrgdarfullan hugsunarhátt vera ein náttúrligur partur av fundinum. Tað er gott bæði fyri umhvørvið, fyri luttakarar og fyri pengapungin. Sokallað “Brain food” og rørsla er neyðugt til fundirnar. Sama er galdandi fyri burðardygd. Ein ábyrgdarfullur hugsunarháttur er sera jaligur og gevur eisini fundinum nógva orku.

3. KREATIVT SET-UPAt brúka fysisku karmarnir uppá nýggjar hættir eggjar fundarluttakararnar. Arbeið við ymiskum innbúgvi, sum gera rúmið spælandi og tala til allar sansir, so sum luktir og tónleik. Fundarstaðurin kann eisini vera

okkurt heilt annað enn eitt vanligt fundarhøli. Alt er gjørligt, um tað gevur orku og kreativitet.

4. LOKALUR ÍBLÁSTURFundarluttakararnir fáa eina heilt serstaka uppliving við at brúka lokalan íblástur til fundin, soleiðis at tey fara at minnast hetta bæði arbeiðsliga og privat. Upplivingin skal vísa, hví júst hetta staðið er valt til hendan fundin. Serliga hendan súlan er tann, har vit í Føroyum hava so ovurstórar møguleikar fyri at geva eitt heilt serligt íkast.

Menning

Meetovation

Á hesum støðum kanst tú nú fáa Meetovation sum ein part av fundarpakkanum:

NorðurlandahúsiðHotel Føroyar samtakiðHotel HafniaGjáargarðurGreengate IncomingEisini vóru MICE-fólkini hjá Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands á skeið.

Page 30: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

58 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 59

VISITFAROEISLANDS.COMHeimasíðan visitfaroeislands.com, er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferða smiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum.

Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 2.000 og 4.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr Stóra Bretlandi, USA, Danmark, Týsklandi, Italia og Noregi. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av

vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð og onnur marknaðar-føringsátøk.

Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com endaði á 325,000 í 2015. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 61% samanborið við árið fyri, tá 201.000 vitjaðu heimasíðuna, og næstan ein vøkstur á 300% í mun til 2012, tá vitjunartalið var á 112.000.

Ein serlig heimasíða, solareclipse.fo, bleiv gjørd í samband við sólarmyrkingina 20. mars 2015. Síðan varð væl vitjað áðrenn og undir sólarmyrkingina, og høvuðssíðan, visitfaroeislands.com, bleiv sera væl vitjað

19. og 20. mars, har talið av vitjanum hvønn dag kundi faldast við 15, í mun til vitjunartalið vanligar dagar.

Áhugin og vøksturin av nýggjum vitjandi helt áfram langt aftaná sólarmyrkingina. Hetta hevði við sær, at vit enn einaferð seta met fyri vitjandi á okkara heimasíðu.

Hyggur man eftir tíðini, sum tann vitjandi brúkar á okkara heimasíðu, og eftir hvussu nógvar síður viðkomandi blaðar ígjøgnum, sær út til, at vitjandi veruliga vísa stóran áhuga fyri Føroyum. Tað letur ikki til at vera samband millum hesar vitjanirnar og “twitter-stormar”, og onnur “anti-Føroyar” rák annars, sum hava verið á teimum ymisku

Talgildir miðlar

Marknaðarføringsvirksemi 2015

sosialu miðlunum gjøgnum árið, sum serliga eru orsakað av grindadrápi.

SOSIALIR MIÐLARArbeiðið við sosialum miðlum fór av álvara í gongd í 2013, eftir at VFI setti ein talgildan marknaðarførara, og alt hetta arbeiðið er síðani nógv ment og útbygt í 2015. Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til ávísar málbólkar, ið vit ynskja at náa.

Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Stóra økingin av vitjandi á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com kann lutvíst beinleiðis tilskrivast hesum arbeiði. Ein onnur orsøk til hesa øking er, at Visit Faroe Islands hevur roynt at læra føroyingin at tagga sítt tilfar og tagga tað rætt, sum er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á sosialu miðl-unum.

Visit Faroe Islands hevur gjørt nógv av at senda tilfar inn til kappingar, og áheitanir og myndir til miðlar, um at minnast til Føroyar, tá tey umtala ferðamál. Tá National Geo-graphic Traveler nevndi Føroyar sum eitt av ferðamálunum, sum teirra lesarar kundi velja sum besta ferðamál í 2015, var stóra altjóða kontaktnetið hjá VFI til stóra hjálp, tá heitt var á tey um at atkvøða. Tað sama er gald andi fyri myndakappingar, har nógv av altjóða sambondunum hjá VFI verða brúkt. Tað eru nógv dømi um at hetta hevur givið

úrslit. Millum annað tá myndir úr Føroyum eru blivnar dagsins mynd á til dømis heimasíðuni hjá National Geo graphic. Hetta er eisini sera gott fyri at skapa enn meira trafikk til heimasíðu og aðrar sosialar miðlar hjá Visit Faroe Islands.

TAGSEin av fleiri faktorum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út, er at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferðafólk og onnur verið í iva um greinin og myndin, tey leggja út á sosialu miðlunum skal taggast #Faroe, #Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands #TheFaroeIslands og so framvegis.

Henda manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir eitt felags tag, hevur leingi havt neiliga ávirkan á effekt og útbreiðsluna av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga, tá tað leingi hava verið Anti-Whaling fólk, sum hava dugað best at tagga Føroyar einsljóðandi, og harvið yvirdoyva allan annað boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, einsljóðandi tags.

Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri at undirvísa føroyingin í at tagga sítt føroyska tilfar einsljóðandi undir #FaroeIslands. Hetta er gjørt bæði ígjøgnum lýsingaátøk, og ígjøgnum beinleiðis samband við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk Fotolist á Facebook. Samanumtikið hevur hetta eydnast sera væl, og vit síggja longu nú, at hetta hevur haft stóra jaliga ávirkan. Næsta lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at tagga eins væl.

FACEBOOK Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin, og tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin.

Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, náddi við ársenda 2015 yvir 80.000 fylgjarar. Hetta tal kann fleirfaldast, tá talan er um vikuligar “reach-out”.

Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har

Page 31: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

60 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 61

reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 1%. Hetta merkir, at minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt “dáma” ella “deila” tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn tey annars bert 1%. Hetta er eydnast væl, og royndirnar her frá hjálpa eisini á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni.

PINTEREST Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Nógv arbeiði liggur í at fáa myndir til vega og at skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkaranum meira virði.

TWITTEREin annar pallur er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við bert 140 teknum, men eisini tí, at VFI her merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum, sum so verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddaraseymað til júst Twitter. Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og

myndafólkum. VFI hevur síðani kunnað sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til hetta tilfar, sum VFI so kann nýta í egnum, sosialum kanalum.

Hóast VFI hevur megnað at fleirfalda talið av fylgjarum á Twitter, so er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, av tí at fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara kanal til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri.

BLOGGARUmframt omanfyri nevndu sosialu pallar arbeiðir VFI við at fáa bloggarar til at umhugsa Føroyar, tá tey skriva um eitt nú eksotisk ferðamál ella hava myndarøðir við flottum náttúrumyndum. Hetta verður millum annað gjørt við, at VFI sendir fyrispurningar beinleiðis til fólkini handan bloggin fyri at fáa myndir, greinar og leinkjur, umframt at læra hesi at tagga Føroyar og tess tilfar rætt. Hetta hevur eydnast sera væl higartil.

INSTAGRAMSamstundis sum Instagram, við sínum +400 milliónum myndaelskandi brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Insta-gram profilur størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir.

Við flottari náttúru hevur Føroyar ein ser stakliga sjónligan “boðskap” at fortelja. Á

Marknaðarføringsvirksemi 2015

Instagram eru tað serliga myndir og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin ótrúliga væl til okkum, og til tann “boðskapin”, sum vit vilja fortelja.

Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og professionellum myndafólkum, hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram konto, sum telur yvir 25.000 Instagram brúkarar. Vit vóna og vænta at hetta talið verður tvífaldað í 2016.

Vit fáa sera nógvar fyrispurningar frá “Instagrammarum” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram konto). Nøkur av heimsins størstu Instagrammarum, so sum svenski Wisslaren, sum hevur 1,3 milliónir fylgjarar, vitjaðu í Føroyum í 2015.

Tilsamans vóru 26 Instagrammarar á vitjan farna árið. Vit sleppa at nýta tær myndirnar, sum hesi taka meðan tey eru í Føroyum, m.a. á okkara egna Instagram. Nógvar av nýggju myndunum í hesi ársfrágreiðing eru

tiknar av hesum Instagrammarum. Í fleiri førum skipa vit fyri sokallaðum “take-overs”, har Instagrammarar fáa atgongd til okkara konto og sjálvi leggja sínar myndir út. Hetta hevur víst seg at riggað sera væl.

Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja teimum ávísu tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit rættiliga nágreiniliga raka fólk við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum, og líknandi.

Vit ynskja ikki einans at varpa kunning út í heim, men ynskja somuleiðis, at allir føroyingar, sum hava áhuga fyri Instagram, skulu gera sítt til at tagga rætt og harvið verða ein liður í at marknaðarføra Føroyar. Ein máti at gera hetta uppá er ígjøgnum sokallaði “Instameets”. Eitt Instameet er eitt serligt átak, har man bjóðar øllum við áhuga fyri myndum, myndatøku, myndaviðgerð og teimum sosialu miðlunum at koma til eina verkstovu, har tey læra at taka betri myndir,

og at gerast dugnaligari til at deila teirra tilfar á teimum sosialu miðlunum. Føroya fyrsta Instameet bleiv hildið 3. oktober. Gjøgnum slík átøk kunnu vit hjálpa føroyingum, samstundis sum vit fáa føroysk umboðsfólk at hjálpa okkum við at varpa kunning um Føroyar út í heim. Vit meta, at okkara arbeiði á teimum ymsu sosialu miðlum hevur gjørt sítt til, at vit uppliva at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn nakrantíð áður. Vit halda tað vera stuttligt, at vit har umframt fáa nógva afturmelding frá ungum føroyingum, búsitandi uttanlands, ið siga, at tey halda at okkara marknaðar-førings arbeiði, herundir á sosialu miðlunum, hevur broytt teirra mynd av Føroyum til tað betra og er við til at økja um hugin at flyta heimaftur til Føroyar.

Page 32: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

62 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 63

Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, so eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum eins og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til síni viðskiftafólk og til at hava við á messur, ið tær taka lut á. Faldarar verða eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við.

TOURIST GUIDE OG KORTHvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu prentaðar 60.000 Tourist Guide'ir í 2015, sum allar vóru uppi, tá árið var av. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað, og verða tey somuleiðis uppbrúkt eftir einum ári. Í 2015 vórðu 40.000 kort av Føroyum prentað.

Sólarmyrkingin hevði við sær, at fleiri Tourist Guide’ir og kort vórðu prentað í 2015 í mun til undanfarin ár. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.

IMAGEFALDARIVið nøkrum ára millumbili ger VFI ein sonevndan imagefaldara. Hesin hevur eina longri livitíð enn Tourist Guide'in, tí hann er ikki so ítøkiligur. Imagefaldarin verður deildur út á messum og sendur út saman við touristguide og kortum. Umleið 30.000 imagefaldarar verða deildir út hvørt ár. Ætlanin er at gera nýggjan imagefaldara í 2016, ið er í samsvar við nýggja brandið.

FUGLAFALDARI Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí hava vit nú í tvey ár havt ein fuglafaldara, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Harafturat eisini kunning um, hvussu man ber seg at úti

í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey koma til Føroyar. Uml. 10.000 fuglafaldarar eru deildir út í 2015.

GONGUFALDARITørvur hevur leingi verið á nýggjum gongufaldara og hetta arbeiðið varð raðfest í ár. Gongufaldarin varð klárur til Vestnorden Travel Mart 2015 og er, eins og alt annað tilfar VFI ger, í tráð við nýggja brandið. Faldarin er á enskum og donskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey

Marknaðarføringsvirksemi 2015

Faldarar

koma til Føroyar. Nýggi faldarin hevur verið sera væl móttikin av okkara útlendsku samstarvspørtum.

AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAREin partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar sjálvar at hjálpa meira til at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit kanska enn meira enn onnur lond øll eru ambassadørar fyri okkara land – óansæð um vit vilja tað ella ikki. Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi at kunn-ingin er konsekvent, soleiðis at argu mentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, um tey hava ætlanir um at halda framløgu um Føroyar, óansæð um ein er

skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðarføra Føroyar.

Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærriAmboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com/vinna

ALTJÓÐA SAMSTARVVFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt, er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.

Hesir eru:TRAVEL PRVFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi fyri eisini á tann hátt at skapa umrøðu um Føroyar.

EHRENBERG KOMMUNIKATIONSomuleiðis hevur VFI avtalu við týskt PR-bureau. Endamálið við samstarvinum er at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um atfóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum.PUBLIK PR BYRÅVFI hevur eisini avtalu við svenskt PR-bureau, sum byrjaði í 2014. Hetta

samstarvið fevnir um at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Svøríki eins og at senda út tíðindi til svenskar miðlar fyri at skapa størri fjølmiðlaumrøðu av Føroyum.

VISITDENMARK Í ITALIA Samstarvið við VisitDenmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða-smiðir, inngongd um Føroyar á italskum og sponskum á heimasíðuni hjá VisitDenmark, luttøka á verkstovum o.s.fr. VisitDenmark í Italia hevur eisini ábyrgd av spanska og franska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Spania og Fraklandi.

VISITDENMARK Í TÝSKLANDISamstarvið við VisitDenmark í Týsklandi fevnir um at senda út tilfar um Føroyar, umframt at hava tilfar so sum faldarar, kort og tílíkt við á messur og tiltøk í Týsklandi. Í 2014 varð samstarvið víðkað til eisini at fevna um kunning um Føroyar sum áhuga-vert stað at fiska, gjøgnum tíðinda brøv, ið serliga venda sær til fiski áhugað. Hetta samstarv heldur fram í 2015 og fevnir eisini um lýsing av Føroyum sum fiskistað í fiski faldara, sum VisitDenmark í Týsklandi ger.

VISITDENMARK Í NOREGISamstarvið við VisitDenmark í Noregi er um fjølmiðlavitjanir eins og felags innkeyp av lýsingarplássi, sum gevur Føroyum betri prísir, enn um Føroyar keypa tað sjálvi.

TOURIST GUIDE 2016www.visitfaroeislands.com

FREE COPY

Download the free app

FAROE ISLANDSTOURIST GUIDE

TG2016_UK.indd 1 8/21/15 7:24 AM

Page 33: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

64 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 65

Onnur tiltøk TÓRSHAVN MARATHON

Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands samstarva við Tórshavn Marathon um at marknaðaraføra átakið. Í 2015 vóru 92 av teimum 239 luttakarunum útlendingar. Tey komu úr 17 ymiskum londum, flest úr Danmark og Stórabretlandi, men eisini úr Svøríki, Noregi, Póllandi, Italia, Týsklandi og USA. Tveir filmar vórðu gjørdir í samband við TM 2015. Hesir filmar skulu nýtast í marknaðarføringini av Tórshavn Marathon í 2016 og framyvir. Filmarnir hava verið vístir á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands og á Facebook síðuni hjá Tórshavn Marathon. Filmarnir eru higartil sæddir 40.000 ferðir á Facebook síðuni hjá VFI. Visit Faroe Islands metir at Tórshavn Marathon er ein sera góður máti at røkka einum ávísum málbólki, sum ferðast eftir marathon upplivingum.

BINDIFESTVALURIN, FUGLAFJØRÐUR, 16. – 18. apríl

Visit Faroe Islands heldur, at nýggi bindi-festivalurin er eitt sera gott dømi um átak, ið vendir sær til málbólkar, sum passa væl til

Føroyar sum ferðamál. Visit Faroe Islands skipaði tí í samstarvi við Bindifestivalin fyri miðlavitjan úr Onglandi áðrenn festivalin, fyri at skapa umrøðu um hetta nýggja átakið. Vitjanin endaði við stórari grein í bretska tíðindablaðnum The Guardian, og ætlanin er at halda fram við hesum samstarvi.

SPÍSKAMARIÐ

Visit Faroe Islands valdi at samstarva við Spískamarið í arbeiðinum hjá teimum at fáa hesar vælumtóktu matsendingar klárar til útlandið og at marknaðarføra tær mótvegis útlendskum sjónvarpsrásum. Byrjað verður við at fara eftir teimum norðurlendsku londunum. Mett verður, at hendan sendi-røðin kann hava jaliga ávirkan á føroyska ferðavinnu – bæði sum ferðastað og mentanardepil.

Stuðul varð latin til verkætlanina gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina.

NORTH ATLANTIC MAPPING PROJECT Ætlanin er, at øll trý londini í útnorði, Føroyar, Ísland og Grønland, skulu nýta sama leist til at segmentera ferðafólkini, soleiðis at ferðafólkini í teimum trimum londunum kunnu samanberast. Hetta er týdningarmikið

av fleiri orsøkum. Lutvíst tí at nógv ferðafólk vitja øll trý londini. Og lutvíst er tað eisini ein fyrimunur at hava sama útgangsstøði at arbeiða út frá, av tí at tey trý londini í dag samstarva meira enn áður.

Visit Greenland hevur seinastu fýra árini gjørt eina segmenteringskanning, sum lesandi frá George Washingtons University hava gjørt. Hesi komu til Grønlands um summarið fyri at gera samrøðurnar.

Visit Faroe Islands gjørdist partur av hesi verkætlan í 2014 og hevur hildið áfram í 2015, har føroysk ferðavinnu- og markn að-

Onnur tiltøk

hip history in Hong Kong

Making sense of Big Data

Wildlife spotting in MiaMi

january 2015

Back to business in the

Faroe Islands

Your personal

copy

busIness Issue trends, destinations and insights for travellers

Du

blIn Th

e Far

oe Isla

nD

s helsIn

kI h

on

g ko

ng

lap

lan

D M

IaM

I Tok

yo Tr

oM

søblu

e WIn

gs

janu

ary 2015

ar føringslesandi, ið vóru heima í summarfrí, gjørdu samrøðurnar. Gallup hevur staðið fyri samskipanini av arbeiðinum, og hevur hetta arbeiði eydnast sera væl. Umleið 750 persónligar samrøður eru gjørdar higartil og meta vit, at tað er nokk fyri fyrst. Tískil er ætlanin ikki at gera nakrar samrøður í 2016. Nøkur av teimum yvirskipaðu úrslitunum úr hesi kanning eru at finna á s. 12-13 í hesi ársfrágreiðing.

NATA hevur stuðlað hesi verkætlan við helvtini av kostnaðinum.

THE NORTH ATLANTIC NATIVE SHEEP AND WOOL CONFERENCE (NANS&W ), Tórshavn, 10. – 14. september

Búnaðarstovan var vertur fyri altjóða ráð stevnu, sum verður hildin árliga í Norð ur-

atlantiska økinum. Sjálvt um hetta er ein altjóða ráðstevna, so verður mest hugsað um londini í Norður Atlantshavinum: Ísland, Grønland, Føroyar, Orknoyggjar, Hetland, Suðuroyggjar og Noreg. Seyðurin í hesum londunum er nær skyldur og um støðurnar, hann livir undir, líkjast eisini og harvið eisini ullin. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á ullina av seyði av hesum slag, at savna og deila vitan um ullina og úrdráttir úr henni, at virðisøkja ullina, savna hugskot til nýtslu av ullartilfeinginum og at menna vinnuna, sum góðskar ull, frá byrjan til liðugtvøru.

Til ráðstevnuna í Føroyum vóru tilsamans 80 luttakarar, harav 45 útlendingar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Bretlandi og Suður Afrika. Níggju útlendskir fyri lest rar-hald arar vóru við á ráðstevnuni. Ráðstevnan varð hildin á Hotel Føroyum við fyrilestrum og framsýningum. Viðkomandi útferðir vóru

fyriskipaðar til Búnaðarstovuna, ulla fram-sýning í Pakkhúsinum í Bø, Navia, Snældu-na, G&G, Jóannes bónda í Kirkjubø, v.m. Visit Faroe Islands valdi at lata krónu fyri krónu játtan til hesa ráðstevnuna, tí hon er við til at menna Føroyar sum ráðstevnuland. Vit vildu eisini kunna vísa á ítøkiligar, væl eydnaðar ráðstevnur, sum verða hildnar í Føroyum, og sum tí kunnu nýtast í marknaðarføringini av Føroyum sum ráðstevnulandi. Ráðstevnan gekk sera væl og vóru lut tak ar-arnir sera væl nøgdir við um støðu rnar.

Page 34: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

66 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 67

Onnur tiltøk

G! FESTIVALURIN, Gøta, 16. – 18. juli

Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa umrøðu í útlendskum miðlum. Í fleiri ár hevur verið arbeitt nógv við at fáa útlendskar fjølmiðlar til tiltakið. G! Festival og Visit Faroe Islands samstarva kring fjølmiðlavitjanirnar. G! Festivalurin kann gerast ein týdningarmikil liður í at marknað-ar føra Føroyar og er hetta eitt sera gott “reason to go” fyri at vitja Føroyar.

ROUTES EUROPE, Aberdeen, 12. – 14. apríl

Vága Floghavn arbeiðir leypandi við at menna flogmøguleikarnar til Føroyar við endamálinum at fáa fleiri flogfeløg at byrja at flúgva uppá Føroyar, frá londum sum í dag ikki hava beinleiðis flogsamband til Føroyar. Allar kann ingar vísa, at verulig marknaðar gjøgnum-brot flogvegis koma við beinleiðis flúgving, og ikki via flúgving. Útlendsku flogfeløgini eru sterk á sínum evropeisku marknaðum, og vilja kunna gagnnýta teirra agentlið til at selja Føroyar sum ferðafólkaland.

Í hesum sambandi, varð heitt á VFI um at luttaka á einum felags bási á Routes messuni, sum í ár varð hildin í Aberdeen. Routes Europe er tann stóra flogmessan í Evropa, ið verður hildin á hvørjum ári, har flogfeløg, flogvallir og eisini ferðaráð luttaka, við endamálinum at menna nýggjar floglinjur. Vága Floghavn tók sær av fundunum við rutufyrireikarar og VFI stóð fyri at selja ferðamálið Føroyar, við einum bási, ið fylgdi brandingleistinum hjá VFI.

Nakrir ítøkiligir fyrispurningar komu burturúr, ið arbeitt verður víðari við.

Stuðul varð latin til verkætlanina gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina.

MATTILTAK SAMAN VIÐ SOLEA, Moskva, 26. mai

Visit Faroe Islands samstarvar við Solea í parti av tí fjølmiðlaarbeiðinum, sum hevur við júst mat og ferðavinnu at gera. Solea arbeiðir við at marknaðarføra Føroyar sum framleiðari av kvalitetsrávørum og sum eitt serstakt gourmet ferðamál. Talan er um ein spennandi málbólk í stórum vøkstri, har Føroyar hava nakað heilt serstakt at bjóða. Greinarnar um Føroyar, sum matland, røkka einum nýggjum og áhugaverdum málbólki. Í 2015 innibar samstarvið ein promotion-døgurða í Moskva á matstovuni Savva, har

kokkurin á matstovuni og føroyski Leif Sørensen gjørdu ein døgurða saman. 70 innbjóðaðir gestir luttóku til døgurðan, harav tíggju av teimum størstu fjølmiðlunum. Nógvar greinar eru komnar úr hesum ar beiði, herundir m.a. í kendu miðlunum Condé Nast Traveller og Marie Claire og seinni, í september, kom eisini ein 4-síðu grein í inflight blaðnum hjá Aeroflot á russiskum og enskum.

VFI hevði ikki egið umboð við til tiltakið, men ferðavinnan varð umboðað gjøgnum Hotel Hafnia og 62N.

Stuðul varð latin til verkætlanina gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina.

JOBMATCH, Tórshavn, 29. desember

VFI tók lut á Jobmatch, sum var í Norður-landahúsinum 29. desember. Job match er eitt gott høvi at skapa sambond við lesandi í ferðavinnu, marknaðarføring og øðrum at knýttum økjum og at finna útav, hvørjir førleikar eru innan økið. Eisini fær VFI møgu leikan at geva kunning um bæði ítøkilig starvstilboð í Føroyum og um framtíðar arbeiðsmøguleikar hjá VFI og ferðavinnuni yvirhøvur. Eins og undanfarin ár, var stórur áhugi at tosa við umboðini fyri VFI - um 20 ungdómar nýttu høvið at seta seg niður og tosa við VFI á Jobmatch.

Page 35: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

68 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 69

visitfaroeislands.com

Unveilthe story of the islands

Page 36: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

70 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2015 Ársfrágreiðing 2015 / Visit Faroe Islands - 71

Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands 

GUÐRIÐ HØJGAARDStjóri

Fartelefon: 55 61 [email protected]

SÚSANNA SØRENSENFrítíðarferðavinna og fjølmiðlar

Fartelefon: 55 61 [email protected]

ANNLEYG LAMHAUGEVinnuferðavinna

Fartelefon: 55 61 [email protected]

BÁRÐUR EKLUNDTalgildir miðlar

Fartelefon: 55 61 [email protected]

BRYNHILD D. WEIHESkrivstovufólk

Fartelefon: 55 61 [email protected]

LEVI HANSSENContent og fjølmiðlar

Fartelefon: 50 32 65

[email protected]

Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørtupp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.

NEVNDIN HJÁ P/F VISIT FAROE ISLANDS:Johannes Jensen, Gist & Vist, formaðurSif Gunnarsdóttir, NorðurlandahúsiðRúni V. Poulsen, Smyril LineJohanna av Bergi, Atlantic AirwaysIngibjørg Berg, Tórshavnar KommunaFríði B. Nielsen, Eystur KommunaOddbjørg Højgaard, Hotel HafniaJóhan Pauli Helgason, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið

Page 37: Visit Faroe Islands Ársfragreiðing 2015

Visit Faroe IslandsÍ Gongini 9Postsmoga 118110 Tórshavn Tlf. +298 20 61 00

[email protected]

Sni

ð og

upp

setin

g: S

ansi

r