meldurin vanlukkan fylgir mær alt lívið · 2015-06-10 · 10 sosialurin hugskot og viðmerkingar...

2
Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN Rannvá G. Fossaberg - Tá eg hoyri um ógvuslig ferðsluóhapp, fara tankarnir alt fyri eitt aftur til ta nátt- ina, tá eg sjálvur var við í eini ferðsluvanlukku. Tað er ein so ræðulig uppliving, og eg veit akkurát, hvussu ringt øll tey, sum eru partur av vanlukkuni, hava tað, sigur Fríði Nolsøe á Sandi. Fyri 20 árum síðani var hann saman við trimum vinmonnum í eini ferðslu- vanlukku á Sandoynni. Tann eini vinmaðurin, Herolvur Jensen, doyði í vanlukkuni. - Tey ungu mugu vita, at ein ógvuslig ferðsluvanlukka kann raka øll. Tað skal bara ein lítil feilur til, áðrenn tað gongur galið, sigur Fríði. Vit hugsaðu einki Tað var tíðliga týsmorgunin 15. juni í 1993, at Fríði og tríggir vinmenn vóru fyri ferðsluvanlukkuni, sum Fríði ongantíð gloymir. Kvøldið fyri var tann tá 16 ára gamli Fríði farin til Søltu- víkar saman við tveimum vinmonnum, har teir skuldu tjalda. - Vit skuldu bara hugna okkum, grilla og drekka eina øl ella tvær. Og vit høvdu tað eisini ógvuliga hugnaligt, minnist Fríði. Nakað út á kvøldið kom ein annar vinmaður til Søltu- víkar við bili. Sum tímarnir gingu, blivu teir allir ávirkað- ir og fóru at tosa um, at tað kundi verið stuttligt at farið ein biltúr til Skopunar. - Vit hugsaðu ikki um, at vit høvdu drukkið, tá fýra okkara settu okkum í bilin. Tann fimti legði seg at sova. Fyri at siga sum er, so var tað ikki fyrstu ferð, at vit koyrdu, tá vit høvdu drukkið, og tað hevði hvørjaferð spælt væl av, greiðir Fríði frá. Á túrinum til Skopunar hevði bilurin alt ov nógva ferð, og beint norðan fyri Hálsavøtnini við Sjúrðar- mýru fór bilurin út av vegnum. Bilførarin breyt hálsin, Fríði breyt ryggin, meðan tann einasti, sum sat í trygdarbelti bert skar seg í andlitið. Tann fjóðri í bilinum, sum var Herolvur Jensen, doyði á staðnum av løstinum. Vanlukkulig avgerð Fríði minnist aftur á vikurnar eftir vanlukkuna, hugsar hann um eina ógvu- liga tunga tíð. - Eg var 16 ár, og í tí aldri- num hugsar tú kanska ikki altíð so nógv. Tað gekk ikki upp fyri mær beinanvegin, hvat tað var, sum var hent. Men eg minnist, at í byrjan- ini var tað ótrúliga pínligt at vera úti og hyggja upp á fólk, tí eg var flóvur av hend- ingini, fortelur Fríði, og vísir á, hvussu ein skeiv avgerð, sum teir allir fýra vóru saman um at taka, fekk so ógvusligar avleiðingar. - Vit hildu allir, at tað var eitt gott hugskot at fara henda biltúrin, og eingin segði nei ella hevði hug at finnast at hugskotinum. Eitt, sum eg enn tann dag í dag havi hildið verið órættvíst, er, at hóast vit allir vóru samd- ir um at fara biltúr, bleiv tað tann, sum koyrdi, ið skuldi inn at sita fyri óviljað mann- dráp. Tað havi eg allatíð hild- ið verið órættvíst, tí tað var líka so nógv mín feilur. Allir fýra vóru um at taka hesa av- gerðina, sigur Fríði og leggur afturat: - Vit hugsaðu als ikki um, at vit gjørdu nakað vanda- mikið við ikki einans at koyra skjótt, men eisini at vit samstundis vóru ávirkaðir. Tankarnir, um hvørjar fylgjur- nar kundu blíva av hesum biltúrinum, vóru als ikki til staðar, sigur Fríði. Hann dylir ikki fyri, at tað var ein ávísur spenningur knýttur at tí at koyra skjótt. - koyrir ikki skjótt bara fyri at koyra skjótt, men tað er bara spennandi. Tað er spenn- andi at gera okkurt ólóg- ligt, serliga tá tú ert í has- um aldrinum, sigur Fríði og heldur fram: - Tað var einki við, at vit avtalaðu, at nú skuldu vit fara at koyra skjótt, men tað var bara nakað, sum vit gjørdu uttan at tosa so nógv um tað. Ávirkar alt lívið Hóast tað eru 20 ár síðani, at syrgiliga vanlukkan fór fram, hevur Fríði á ongan hátt gloymt hendingina. - Tað gongur næstan ikki ein dagur, har eg ikki á ein ella annan hátt hugsi um tað, sum hendi hasa náttina. Upplivingin er nakað, sum altíð fer at fylgja mær. Í dag havi eg einki kropsligt mein av ferðsluóhappinum, men tað er meira tann sálarligi parturin, sum eg ongantíð sleppi av við, tann ringa sam- vitskan, greiðir Fríði frá. Tá hann tosar um ringu samvitskuna sipar hann til, at hann dagliga hugsar um alt tað, sum vinmaður hansara ikki kann uppliva, tí hann er deyður. - Føroyar eru eitt lítið samfelag, og dagliga møti eg familjuni hjá Herolvi, og enn tann dag í dag, merki eg ringu samvitskuna, eg síggi tey. Eg taki á ongan hátt synd í mær sjálvum, tí eg havi eitt fínt lív nú aftaná vanlukkuna. Eg havi eina konu, børn, familju og so framvegis, men orsakað av eini býttari avgerð, sleppur vinmaður mín ongantíð at uppliva alt tað, sum eg geri, og tað hugsi eg nógv um, sig- ur Fríði. Upplýsing má til Sjálvur dugir hann ikki at siga, hvat hevði kunn- að forðað honum og vin- monnunum í at koyra ávirkaðir og at koyra ov skjótt sum heild. - Eg veit ikki, um nakað hevði kunnað fingið okkum at hugsað annarleiðis. Tá vit vóru ungir vóru ikki fyri- lestrar ella upplýsandi átøk, sum skuldu fyribyrgja ung- um at koyra við ov høgari ferð og at koyra ávirkað, men eg ivist í, um tað hevði havt ta stóru ávirkanina, tí hug- burðurin var, at ”tað hendir ikki fyri meg”, sigur Fríði. Hann heldur tó, at vit framvegis eiga at upplýsa børn og ung um ferðslu- vandar við ymsum upplýs- andi átøkum, men vísir eisini á týdningin av at foreldur eisini gera sítt. - Sjálvur eigi eg børn, sum fara at koma í handan ald- urin, og eg royni at fortelja teimum, hvat eg upplivdi, og hvussu tað hevur ávirkað meg líka síðani. Eg vísi teimum eisini á, hvussu ein ferðsluvanlukka ikki bara rakar tey, ið eru við í sjálvari vanlukkuni, men eisini fleiri familjur ella enntá eina heila oyggj, sum tað jú var í mín- um føri, sigur Fríði og leggur afturat: - Eg gevi mær sjálvum skyldina fyri tað, sum hendi í 1993, og tað er ein prísur, eg má betala restina av lívinum. Tað er nakað, sum tey ungu eiga at hugsa um, sigur Fríði. Vanlukkan fylgir mær alt lívið - Tú heldur, at tað hendir ikki fyri teg, men tað kann henda fyri øll. Restina av lívinum skal eg liva við, at ein skeiv avgerð fekk katastrofalar avleiðingar, og tað pínir. Soleiðis sigur 37 ára gamli Fríði Nolsøe, sum fyri 20 árum síðani var við í ógvusligari ferðsluvanlukku, sum kostaði vinmanni hansara lívið. – Vanlukkan fer altíð at fylgja mær, sigur Fríði Nolsøe Ferðsluvanlukkan í Sandoynni var á forsíðuni á Sosialinum 16. juni 1993

Upload: others

Post on 17-Jul-2020

2 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: meldurin Vanlukkan fylgir mær alt lívið · 2015-06-10 · 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 meldurin Rannvá G

Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 610 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000

meldurin

Rannvá G. Fossaberg

- Tá eg hoyri um ógvuslig ferðsluóhapp, fara tankarnir alt fyri eitt aftur til ta nátt-ina, tá eg sjálvur var við í eini ferðslu vanlukku. Tað er ein so ræðulig uppliving, og eg veit akkurát, hvussu ringt øll tey, sum eru partur av van lukku ni, hava tað, sigur Fríði Nolsøe á Sandi.

Fyri 20 árum síðani var hann saman við trimum vin monn um í eini ferðslu-van lukku á Sand oyn ni. Tann eini vinmaðurin, Herolvur Jen sen, doyði í vanlukkuni.

- Tey ungu mugu vita, at ein ógvuslig ferðsluvanlukka kann raka øll. Tað skal bara ein lítil feilur til, áðrenn tað gong ur galið, sigur Fríði.

Vit hugsaðu einkiTað var tíðliga týsmorgunin 15. juni í 1993, at Fríði og tríggir vinmenn vóru fyri ferðslu van lukkuni, sum Fríði ongan tíð gloymir.

Kvøldið fyri var tann tá 16 ára gamli Fríði farin til Søltu-víkar saman við tveim um vinmonnum, har teir skul du tjalda.

- Vit skuldu bara hugna okkum, grilla og drekka eina øl ella tvær. Og vit høvdu tað eisini ógvuliga hugnaligt, minn ist Fríði.

Nakað út á kvøldið kom ein annar vinmaður til Søltu-vík ar við bili. Sum tímar nir gingu, blivu teir allir ávirk að-ir og fóru at tosa um, at tað kun di verið stuttligt at farið ein biltúr til Skopunar.

- Vit hugsaðu ikki um, at vit høvdu drukkið, tá fýra okkara settu okkum í bilin. Tann fimti legði seg at sova. Fyri at siga sum er, so var tað ikki fyrs tu ferð, at vit koyrdu, tá vit høvdu drukkið, og tað hevði hvørjaferð spælt væl av, greiðir Fríði frá.

Á túrinum til Skopunar hevði bilurin alt ov nógva ferð, og beint norðan fyri Hálsa vøtn ini við Sjúrðar-mýru fór bilurin út av veg num. Bilførarin breyt háls in, Fríði breyt ryggin, meðan tann einasti, sum sat í trygdarbelti bert skar seg í andlitið. Tann fjóðri í bili num, sum var Herolvur Jen sen, doyði á staðnum av løsti num.

Vanlukkulig avgerðTá Fríði minnist aftur á

vikurnar eftir vanlukkuna, hugs ar hann um eina ógvu-liga tunga tíð.

- Eg var 16 ár, og í tí aldri-num hugsar tú kanska ikki altíð so nógv. Tað gekk ikki upp fyri mær beinanvegin, hvat tað var, sum var hent. Men eg minnist, at í byrjan-ini var tað ótrúliga pínligt at vera úti og hyggja upp á fólk, tí eg var flóvur av hend-ingini, fortelur Fríði, og vísir á, hvussu ein skeiv avgerð, sum teir allir fýra vóru saman um at taka, fekk so ógvus ligar avleiðingar.

- Vit hildu allir, at tað var eitt gott hugskot at fara henda biltúrin, og eingin segði nei ella hevði hug at finn ast at hugskotinum. Eitt, sum eg enn tann dag í dag havi hildið verið órættvíst, er, at hóast vit allir vóru samd-ir um at fara biltúr, bleiv tað tann, sum koyrdi, ið skuldi inn at sita fyri óviljað mann-dráp. Tað havi eg allatíð hild-ið verið órættvíst, tí tað var líka so nógv mín feilur. Allir fýra vóru um at taka hesa av-gerð ina, sigur Fríði og leggur aftur at:

- Vit hugsaðu als ikki um, at vit gjørdu nakað vanda-mik ið við ikki einans at

koyra skjótt, men eisini at vit sam stundis vóru ávirkaðir. Tank ar nir, um hvørjar fylgjur-

nar kundu blíva av hes um biltúrinum, vóru als ikki til staðar, sigur Fríði.

Hann dylir ikki fyri, at tað var ein ávísur spenningur knýtt ur at

tí at koyra skjótt. - Tú koyrir ikki

skjótt bara fyri at koyra skjótt, men tað er bara

spennandi. Tað er spenn-andi at gera okkurt ólóg-

ligt, serliga tá tú ert í has-

um aldrinum, sigur Fríði og heldur fram:

- Tað var einki við, at vit av talaðu, at nú skuldu vit fara at koyra skjótt, men tað var bara nakað, sum vit gjørdu uttan at tosa so nógv um tað.

Ávirkar alt líviðHóast tað eru 20 ár síðani, at syrgiliga vanlukkan fór fram, hevur Fríði á ongan hátt gloymt hendingina.

- Tað gongur næstan ikki ein dagur, har eg ikki á ein ella annan hátt hugsi um tað, sum hendi hasa náttina. Upp liv ingin er nakað, sum altíð fer at fylgja mær. Í dag havi eg einki kropsligt mein av ferðslu óhappi num, men tað er meira tann sálarligi parturin, sum eg ongantíð sleppi av við, tann ringa sam-vitskan, greiðir Fríði frá. Tá hann tosar um ringu sam vitsku na sipar hann til, at hann dagliga hugsar um alt tað, sum vinmaður hansara ikki kann uppliva, tí hann er deyð ur.

- Føroyar eru eitt lítið sam felag, og dagliga møti eg familjuni hjá Herolvi, og enn tann dag í dag, merki eg ringu samvitskuna, tá eg síggi tey. Eg taki á ongan hátt synd í mær sjálvum, tí eg havi eitt fínt lív nú aftaná van lukkuna. Eg havi eina konu, børn, familju og so fram vegis, men orsakað av eini býttari avgerð, sleppur vin mað ur mín ongantíð at upp liva alt tað, sum eg geri, og tað hugsi eg nógv um, sig-ur Fríði.

Upplýsing má tilSjálvur dugir hann ikki at siga, hvat hevði kunn-

að forðað honum og vin-monnu num í at koyra ávirkaðir og at koyra ov skjótt sum heild.

- Eg veit ikki, um nakað hevði kunnað fingið okkum at hugsað annarleiðis. Tá vit vóru ungir vóru ikki fyri-lestrar ella upplýsandi átøk, sum skuldu fyribyrgja ung-um at koyra við ov høgari ferð og at koyra ávirkað, men eg ivist í, um tað hevði havt ta stóru ávirkanina, tí hug-burð ur in var, at ”tað hendir ikki fyri meg”, sigur Fríði.

Hann heldur tó, at vit framvegis eiga at upp lýsa børn og ung um ferðslu-vandar við ymsum upp lýs-andi átøkum, men vísir eisini á týdningin av at foreldur

eisi ni gera sítt.- Sjálvur eigi eg børn, sum

fara at koma í handan ald-ur in, og eg royni at fortelja teimum, hvat eg upplivdi, og hvussu tað hevur ávirkað meg líka síðani. Eg vísi teim um eisini á, hvussu ein ferðslu van lukka ikki bara rakar tey, ið eru við í sjálvari van lukkuni, men eisini fleiri familj ur ella enntá eina heila oyggj, sum tað jú var í mín-um føri, sigur Fríði og leggur aftur at:

- Eg gevi mær sjálvum skyld ina fyri tað, sum hendi í 1993, og tað er ein prísur, eg má betala restina av lívinum. Tað er nakað, sum tey ungu eiga at hugsa um, sigur Fríði.

Vanlukkan fylgir mær alt lívið

- Tú heldur, at tað hendir ikki fyri teg, men tað kann henda fyri øll. Restina av lívinum skal eg liva við, at ein skeiv avgerð fekk katastrofalar avleiðingar, og tað pínir. Soleiðis sigur 37 ára gamli Fríði Nolsøe, sum fyri 20 árum síðani var við í ógvusligari ferðsluvanlukku, sum

kostaði vinmanni hansara lívið. – Vanlukkan fer altíð at fylgja mær, sigur Fríði Nolsøe

Ferðsluvanlukkan í Sandoynni var á forsíðuni á Sosialinum 16. juni 1993

Page 2: meldurin Vanlukkan fylgir mær alt lívið · 2015-06-10 · 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 meldurin Rannvá G

11Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 SosialurinHugskot og viðmerkingar – send sms til 225000

meldurin

- Tað gongur næstan ikki ein dagur, har eg ikki á ein ella annan hátt hugsi um tað, sum hendi hasa náttina