kom og les byggitøkni

6
KOM OG LES á TEKNISKA SKúLA í TóRSHAVN BYGGITOKNI

Upload: tekniski-skuli-i-torshavn

Post on 07-Apr-2016

247 views

Category:

Documents


4 download

DESCRIPTION

Ein hægri útbúgving í Føroyum. Lestrartíðin er 2 ár, býtt á 4 semestur, úbúgvingin gevur 120 ects stig, tú fært góðar møguleikar til víðari lestur. Les hvat næmingarnir siga um Byggitøkni útbúgvingina í Føroyum inni í faldaranum. Ein fjølbroytt og spennandi útbúgving við uttanlanda verkætlanarferð og prosjektum vm.. Les meira í faldaranum ella á www.tst.fo

TRANSCRIPT

Page 1: Kom og les Byggitøkni

kom og les

á Tekniska skúla í TórshavnByggitokni

Page 2: Kom og les Byggitøkni

útbúgvingin er tann sama sum fyrsta 1 1/2 árið av byggifrøðinga­útbúgv ingini. útbúgvingin miðar í móti størvum í byggi vinnuni og virkjum, ið framleiða bygningslutir, ella hjá ráðgevandi verk­frøðingum og arki tekt um. útbúgvingin tekur 2 ár. Útbúgvingin fevnir um:• Alment

samskifti, kT, arbeiðshættir, fyriskipan, samstarv, stødd­/alisfrøði.

• Projektering Tekningar, útrokningar, byggimálsviðgerð.

• Framleiðsla Projektstýring, byggiframleiðsla .

• Virki virkisrakstur, fyrisiting, rættarviðurskifti.

• Skráseting Uppmáting, avseting, meting.

Byggitøkningurin hevur eina grundleggjandi vitan um byg­ging, sum gevur møguleika at starvast sum byggiplássleiðari, millum leiðari (verkførari), við framleiðslu av byggningslutum, við goymsluleiðslu og –stýring, við byggiumsiting (kommunum, landi) og við projektering og útbjóðing vm.

ÚTBÚGVING OG MØGULEIKAR

1. LESTRARHÁLVA 2. LESTRARHÁLVA 3. LESTRARHÁLVA 4. LESTRARHÁLVA

4. LESTRARHÁLVA

LENDI

OG HÚS

LENDI

OG HÚS

ENDALIG

VERkæTLAN

HÚS í

FLEIRI HæDDum

ByGNINGSLuTIR

VíðARI TIL ByGGIFRøðING

í DANmARk

LESTRAR- OG ÚTBÚGVINGAR ByGNAðuR

Page 3: Kom og les Byggitøkni

Hetta gevur førleika at starvast hjá:• ráðgevandi virkjum (arkitektum, verkfrøðingum)• Byggifyritøkum (entreprenørum, byggimeistarum)• Byggiídnaðarfyritøkum (elementvirkjum)• Byggitilfarsútvegarum• kommunum uPPTøkuTREyTIR• miðnámsútbúgving (hh, hT, hiF, hF, student, sit2)

• Handverksútbúgving (húsasmiður, snikkari, múrari, elektri­kari). skúlin kann í serligum førum víkja frá omanfyristandandi treytum.

Tað eru góðir møguleikar at lesa víðari til Byggifrøðing og arkitekt í Danmark, tætt samstarv er við kea og via University. niðanfyri sæst hvussu lestrarbygnaðurin og møguleikarnir eru. hevur tú tikið Byggi tøkni og ætlar tær at lesa víðari til master (msc) t.d verk­frøð ing, hev ur tú møguleika at fáa góðskrivað part av verkfrøði út­búgv ingini í Danmark.

umSókNARFREISTUmsóknarfreistin er 15. mars 2015, serligt oyðublað liggur á www.tst.fo. eru spurningar um útbúgvingina ber til at ringja til skúlan á tel. 738050 ella seta seg í samband við [email protected].

=4. LESTRARHÁLVA

4. LESTRARHÁLVA 5. LESTRARHÁLVA 6. LESTRARHÁLVA 7. LESTRARHÁLVA

ENDALIG

VERkæTLAN

HÚS í

FLEIRI HæDDum

umByGGING

STARVSVENjING

NýByGGING

ENDALIG

VERkæTLAN

ByGGIFRøðING í DANmARk

ARkITEkT í DANmARk

LESTRAR- OG ÚTBÚGVINGAR ByGNAðuR

kANN TAkAST í FøROyum

í STARV (120 eCTs stig)

Page 4: Kom og les Byggitøkni

HVAT SIGA TEY LESANDI?

REBEKKA LjóSá ØSTERØ, STX

eg havi altíð havt áhuga fyri bygging, so tá eg fann útav, at tað bar til at lesa til byggitøkning her í Føroyum, søkti eg inn og var upptikin.

Tað, sum gjørdi, at mær dámdi hesa útbúgvingina so væl er, at hon er so sera breið. hon fevnir um nærum alt, sum he­vur við bygging at gera, heilt frá byrjan til enda. hon gevur eisini møguleikar at starvast innan so nógv ymisk økir innan byggivinnuna.

eisini ger tað útbúgvingina spennandi, at tað eru so nógv ymisk fólk, sum søkja inn á útbúgvingina, og hetta ger, at flokkurin verður so breitt samansettur. eitt nú í okkara flokki høvdu vit bæði studentar, timburmenn, ein rørleggjara, ein siT­ara og ein snikkara.

sjálv eri eg student ur, og eg helt tað var sera stuttligt at roy­na at vera í einum bólki við fólki, sum hava eina annarleiðis útbúgving enn, hvat eg sjálv hevði, og so at síggja, hvussu øll høvdu hvør sítt at geva til tað projektið, sum vit sótu við.

eg havi nú tikið fyrsta til triðja semestur her á Tekniska skúla í Tórshavn, og fari eg nú til Danmarkar at lesa víðari til byggi frøðing.

eg kann bara viðmæla fólki, íð hava áhuga fyri bygging, at taka hesa útbúgvingina. hon gevur nógvar møguleikar, bæði til at arbeiða sum byggitøkningur og til framhaldandi lestur uttanlands.

Page 5: Kom og les Byggitøkni

MAGNI POULSEN, HF´ARI

eftir ymiskar arbeiðsroyndir fekk eg áhuga fyri at fáa mær eina útbúgving innan byggivinnuni.

eftir at hava lokið eina miðnámsútbúgving, søkti eg beinan­vegin inn á byggitøkni.

eg eri nú í holt við 4. semestur á Tekniska skúla í Tórshavn, og eg eri sera væl nøgdur.

útbúgvingin gevur nógvar avbjóðingar og hon fevnir um alt innan bygging – Byggitekniskar loysnir, projektering, jura o.s.fr.

Tú kemur at samstarva við allan flokkin, og øll hava okkurt at læra frá sær. Byggitøkniútbúgvingin letur nógvar hurðar upp til víðari lestur. eftir 2 lærurík ár í Føroyum vil eg heilt sikkurt lesa víðari til byggifrøðing í Danmark. hetta er heilt sikkurt ein útbúgving, sum eg kann viðmæla øllum, sum hava áhuga fyri byggivinnu.

HEINI EGHOLM, HÚSASMIðUR

eftir lokna útbúgving sum húsasmiður í 2007 starvaðist eg sum sjálvstøðugur innan hetta yrki fram til 2013.

eg hevði í eitt longri tíðarskeið haft trupulleikar við pínu í ørm unum og eftir tilmæli frá einum serlækna avgjørdi eg, at gevast sum handverkari og at søkja inn til byggitøkning.

aftaná at hava gingið her í 3. semestur ( 1 1/2 ár), havi eg fingið innlit í mangt innan byggiyrki sum eg ikki kendi framman­undan ­ projektering, planlegging, stýring, byggilóggávu og ymiskt annað. Umframt at eg havi lært at nýta tað nýggjasta innan tekniforrit.

eg havi avgjørt ikki at gera meg lidnan sum byggitøkning í Føroyum, men at fara víðari til Danmarkar at lesa til byggi­frøðing. eg kann avgjørt viðmæla øðrum at fara undir hesa útbúgvingina, hetta hevur verið ein sera lærurík tíð, og eg gleði meg til avbjóðingarnar, ið standa fyri framman.

Page 6: Kom og les Byggitøkni

Tekniski skúlin í Tórshavn Tel. 738050 | www.TsT.Fo | [email protected]

• Alment samskifti, kT, arbeiðshættir,

fyriskipan, samstarv,

stødd­/alisfrøði.

• Projektering Tekningar, útrokningar,

byggimáls viðgerð.

• Framleiðsla Projektstýring, byggiframleiðsla .

• Virki virkisrakstur, fyrisiting, rættar­

viðurskifti.

• Skráseting Uppmáting, avseting, meting.

uTTANLANDA VERkæTLANARFERð

LæR

uG

REI

NA

R

HæGRI LESTuR 120 ECTS STIG