kirkjuligt missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og...

16
Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið GUDS OSo kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt Tað er ein veldig og virkin kraft í Guðs orði! Hebrearabrævið sigur, at “Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Og eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri” (Heb 4,12). Hvussu djúpt hetta orði kann treingja inn í sálina, sæðst av orðum Pæturs, tá ið hann sigur, at vit “eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men av óforgongiligum sáði, við Guðs livandi og varandi orði” (1. Pæt 1,23). Guds orð skapar andaligt lív av deyðum. Tað hevur kraft til at endurføða eitt vantrúgvandi menniskja. Guds orð í Gamla Testamenti Longu í Gamla Testamenti møta vit hesi trúnni á, hvat Guds orð megnar. Við Jesaja sigur Gud: “Soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til” (Jes. 55,11). Guds orð útinnir Guds vilja, tí hetta orðið hevur somu kraft sum Gud sjálvur. Hann hevur tengt seg soleiðis til sítt orð, at vit møta honum sjálvum í hansara kraft og hátign, tá vit møta hesum orðinum. Jeremia má boyggja seg í virðing fyri síni egnu tænastu við orðinum, tá Harrin sigur honum: “Er ikki orð mítt eins og eldur, sigur Harrin, eins og hamar, sum klývur klettar?” (Jer.23,29). Við hesum veldiga orði skapaði Gud einaferð alt: “Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð” (Sálm.33.10). Men Gud sigur eisini sjálvur um sítt orð: “Av tí at tit mæla tílíkum

Upload: others

Post on 31-Jul-2020

5 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

KirkjuligtMissiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

GUDS ORÐ

So kemur tá trúgvin av tí, sumverður hoyrt

Tað er ein veldig og virkin kraft í Guðs orði!Hebrearabrævið sigur, at “Guðs orð er livandi

og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjaðsvørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál oganda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráðhjartans. Og eingin skapningur er fjaldur fyriásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygumhansara, sum vit standa til svars fyri” (Heb 4,12).Hvussu djúpt hetta orði kann treingja inn í sálina,sæðst av orðum Pæturs, tá ið hann sigur, at vit“eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men avóforgongiligum sáði, við Guðs livandi og varandiorði” (1. Pæt 1,23). Guds orð skapar andaligt lívav deyðum. Tað hevur kraft til at endurføða eittvantrúgvandi menniskja.

Guds orð í Gamla Testamenti

Longu í Gamla Testamenti møta vit hesi trúnniá, hvat Guds orð megnar. Við Jesaja sigur Gud:“Soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni,ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum

mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til”(Jes. 55,11). Guds orð útinnir Guds vilja, tí hettaorðið hevur somu kraft sum Gud sjálvur. Hannhevur tengt seg soleiðis til sítt orð, at vit møtahonum sjálvum í hansara kraft og hátign, tá vitmøta hesum orðinum.Jeremia má boyggja seg í virðing fyri síni egnu

tænastu við orðinum, tá Harrin sigur honum: “Erikki orð mítt eins og eldur, sigur Harrin, eins oghamar, sum klývur klettar?” (Jer.23,29).Við hesum veldiga orði skapaði Gud einaferð

alt: “Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð,og so tað stóð” (Sálm.33.10). Men Gud sigureisini sjálvur um sítt orð: “Av tí at tit mæla tílíkum

Page 2: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

2

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

ANDAKT

orðum, sí, tessvegna geri eg orðmíni til eld í munni tínum oghetta fólk til brennivið, ogeldurin skal týna teimum”(Jer.5,14). Tí skulu vit samanvið Jeramia boyggja okkum fyrihesum orðum og ikki takaokkum av løttum, hvat viðvíkurorðinum, hvussu vit hoyra taðog taka tað til okkum.

Gud er í sínum orði

Yvirskriftin er ein endurgevingfrá Paulusi, sum í Róm.10,17sigur: “So kemur tá trúgvin avtí, sum verður hoyrt; men tað,

sum verður hoyrt, kemurgjøgnum orð Krists.” Trúgvin áKristus kemur ikki frá einum oghvørjum orðið, men gjøgnumorðið um Kristus. Hetta orð berKristus við sær. Ja, Jóhannesfortelur okkum, at Guds orð erKristus (Jóh.1,1). Hetta merkir,at hin tríeindi Gud kemur tilokkara gjøgnum tað, vit lesa íBíbliuni og hoyra í boðanina...um boðanin altso er ein sannurvitnisburður um Kristus. SonurGuds hevur tengt seg soleiðis atorðinum um seg sjálvan, at vithvørki noyðast at stíga upp tilhimmals fyri at heinta Kristus

niður, ella stíga niður í undir-dýpið fyri at heinta Kristus upp.Tí orðið, sum er Kristus sjálvur,er tær nær, í munni tínum og íhjarta tínum, hetta ertrúðarorðið, sum vit prædika (síRom10,6-10).

Tú møtir Gudisjálvum

Tá ið tú lurtar eftir sannari,bíbilskari boðan, stendur túandlit til andlits við Gudsjálvan. Her er talan um at takadómadag í forskoti. Tín æviga

Í 3. kapitli hjá Jóhannnesilesa vit um Nikodemus,hvussu hann á nátt fór tilJesus, tí hann metti hann atvera ein góðan lærara, sumhevði gjørt nógv undur.Sjálvur kendi Nikodemusógvuliga væl skriftirnar,men Jesus sigur, at vitanfrelsir ongan. Tað er vatn ogandi, sum frelsir menniskju,einki í menniskjanumsjálvum.

Í sambandi við skapaninastendur skrivað, at áðrennGuð byrjaði at skapa, láGuðs andi á vøtnunum. Vatnog andi skuldu til fyri atskapa heimin. Á sama háttskal vatn og andi til fyri atskapa menniskju avnýggjum.

Tá ið eitt barn verðurdoypt, fær tað lyftið um, attað er endurføtt, ella sum taðstendur í tekstinum umNikodemus, er føtt avnýggjum, føtt av vatni oganda. Barnið, sum erhjálparleyst, fær frelsunasum eina gávu, uttan at taðkann geva nakað afturfyri.Tí stendur tað eisini í

Bíbliuni, at vit mugu veraeins og børnini, tá ið taðsnýr seg um frelsuna. Vitskulu eins og smábørninibara taka ímóti uttan athugsa um at geva afturfyri,tí Jesus hevur gjørt alt fyriokkum.

Í fyrsta ørindi umNikodemus verður víst tiltvey onnur ørindi, Jóh.7,50og 19,39. Tey vísa, atNikodemus tá er frelstur.Hann er ikki longur tannsami Nikodemus, sum umnáttina sníkti seg til Jesus avótta fyri øðrum. Nei, hjartahansara er broytt. Hann fekkGuðs anda, tí hann tók viðtrúgv og varð føddur avnýggjum, andin broytti lívog hjarta hansara.

Ì einum ørindi, sum vístverður til, stendur, at tá iðhøvuðsprestarnir tosaðuum, hvat teir skuldu geravið Jesus,vardi hann Jesus,og tað var ikki bara sum atsiga tað, hann man havafingið kraft frá Guði at geratað. Eisini var Nikodemustil staðar, tá ið Jesus vartikið niður av krossinum, og

hann smurdi olju á likamhansara. So tað, sum hendiNikodemusi náttina samanvið Jesusi, broytti hann.

Soleiðis er tað eisini viðokkum menniskjum, tá iðvit hava tikið ímóti Jesusiog hava fingið Guds anda.Vit eru ikki tey somu sumframmanundan. Tað eigur atsíggjast á okkum, at vit eigaJesus í hjørtum okkara. Viteiga at tala Jesu søk, sumNikodemus gjørdi. Ikkisteðga upp, tá vit eru vorðinfrelst, men vaksa í trúnni.Tað er gjøgnum orðið, atandin arbeiðir í okkum, ogtað er gjøgnum orðið, at vitvaksa í trúnni. Meiri vit lesa,betur kenna vit Bíbliuna, vitgerast bundin at orðinum ogJesusi.

Í sálmi 51,12 biður Dávidsoleiðis: “Skapa Guð, mærhjarta reint, gev mær avnýggjum fastan anda mær íbrósti!” Lat okkum eisinibiðja um hetta aftur og aftur,so at andin í okkum ikkisløknar.

Petra Gregersen

Page 3: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

3

Kirkjuligt Missiónsblað

lagna verður avgjørd. Hannkann treingja inn í títt hjarta oggera tað til sín bústað. Hetta ernakað hann ger gjøgnum síttlivandi orð. Fert tú tilgudstænastu ella á møti, skalt túvænta hesa virknu kraft í Gudsorði.Men tú kanst eisini vísa

orðinum burtur. Tá er tað ikkibert orðið tú vísir burtur, menGudi sjálvum, sum er livandi tilstaðar í orðinum. Gert tú tað,hevur tú byrjað eina ferð, sumBíblian kallar forherðing. Tað ertí Bíblian bæði talar um, atmenniskju herða seg og verðaherd (Ef.4,18; Róm.9,18). GudsOrð hevur altíð ávirkan á teyoyru og hjørtu, sum hoyra orðið.Antin verður tað til lív elladeyða, tí tað hevur altíð ávirkan.

RanglæraNæstan tað sama er galdandi

fyri ranglæru. Hon rúmar eisiniandaliga kraft. Hon treingir innog dregur okkara hjørtu til sín.Men her er tað ikki Gud, sumvirkar. Vit møta harafturímótihanara mótstøðumann,Djevlinum, í ranglæruni. Tað erhonum, vit geva rúm í okkarahjarta, tá ið vit opna okkara oyrufyri ranglæruni.Tá ið eg byrjaði at lesa

gudfrøði í 1983, hoyrdist oftaáheitan í samkomunum um atbiðja fyri teimum lesandi, tí teyhoyrdu so nógva falska læru. Vitvóru í heilum mint á, hvussuhættislig okkara støða var. Taðvar gott! Uttan hesa ávaringvóru fleiri av okkum fallin frá,meðan vit lósu.Men hetta sama er galdandi

fyri onnur kristin. Tað erlívshættisligt at lurta eftirranglæru. Ikki bert trúgvin, meneisini vantrúgvin kemur av tí,sum vit hoyra!

Haldið tykkumburtur frá teimum!

Djevulin hevur ein ræðuligansamgongumann; okkara egnahjarta. Jeremia sigur ummenniskja aftan á syndafallið:“Svikafult er hjartað fram um altannað; tað er brekað, og hvørkennir tað?” (Jer.17,9). Okkaranáttúra vil ikki tað, sum Gud vil.Orðið um ein krossfestanfrelsara er dárskapur fyri tannnáttúruliga religiøsitetin, sumbýr í okkum øllum. Tí er hjartaðlætt at svíkja. Og tí ávarar taðNýggja Testamenti okkum afturog aftur móti ranglærarum:“Haldið tykkum burtur fráteimum” (Róm.16,17; Tit.3,10;2.Joh.9-11).

Peter Olsen,Silas K.K. Olofson týddi.

Page 4: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

4

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

Kongurin, sum kannfyrigeva syndJesus er kongurin, sum hevur

sigrað á deyðanum. Hann kannfyrigeva syndaranum.Tað er so væl umtókt nú á

døgum at hava eygleiðarar. Táið Jesus talaði í Kapernaum,vóru nógvir eygleiðarar har.Teir vóru sendir úr Jerúsalem.Tá komu nakrir menn við

einum sjúkum manni og loraðihann niður gjøgnum tekjuna.Hann var giktsjúkur. Teir loraðuhann niður beint framman fyriKongi. Maðurin varð loraðurniður framman fyri honum, ogtá ið Jesus hugdi inn í hjartað ámanninum, segði hann: “Sonur,syndir tínar eru tær fyrigivnar!”Men tá hugsaðu

eygleiðararnir: “Hvør er hesin,sum enntá fyrigevur syndir? Erhann Gud? Tað er jú bara Gud,sum kann gera tað.” Men hannvar Kongurin. Hann hevðikongliga megi og myndugleikaat fyrigeva syndir, og hannhevur hesa megi enn í dag.Kongliga blóð hansara, sum

fleyt gjøgnum æðrar hansara,hevur kongliga megi at reinsaeina menniskju, sum kemur ogjáttar og fellur á knæ fyri Kongiog biður um Kongsins náði.Hann skal sleppa at hoyra tey

kongligu orð frá einum kongi,sum hevur myndugleika atfyrigeva syndaranum: “Sonur,dóttir, syndir tínar eru tærfyrigivnar!”

Sigurharrin á illuandunumJesus sigraði yvir teimum

óndu andunum. Hann talaði í

samkomuhúsinum í Kapernaum.Ein maður við óreinum anda sathar. Hann skar í róp og segði:“Hvat hava vit við teg at gera,Jesus úr Nasaret? Vit kenna teg,hvør tú ert, tú Guds heilagi.” Mentá talaði Jesus til sjálvan andan,sum var í manninum. Hann talaðitil hin illa andan. Hann segði:“Tig og far út úr honum!”

Kongurin Jesus (framhald).

Page 5: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

5

Kirkjuligt Missiónsblað

Tá fór hann úr honum, ogmaðurin small í gólvið. Síðanireistist hin plágaði maðurin. Núvar hann fríur maður, og tásøgdu fólk: “Hvør er hesin, sumbýður teimum óreinu andunum,og teir akta hann?” Hvør vartað? Tað var sigursharrin yvirøllum teimum óreinu andunum.Ein dagin fer hann yvir til

bygdarlagið hjá gerasenum, ogtá stígur ein maður fram, sumhevur mist vitið so heilt og fult.Hann hevur sítt tilhald ígravarhellunum og loypur ogtuskar runt í fjøllunum ánáttartíð og berjir seg sjálvanvið gróti. Menn hava roynt atbundið hann, ja, eisini viðjarnleinkjum; men hann hevurslitið tær sundur. Eingimenniskju vóru ment at temjahann, tí seks túsund illir andarvóru inni í honum.So kemur Jesus. Hann gongur

niðri í fjøruni yvir ímóti teimumseks túsund illu andunum. Ísomu løtu, at Jesus stígur úrbátinum og niður í fjøruna,kemur maðurin við teimum sekstúsund illu andunum og fellur áknæ. Teir illu andarnir boyggjaseg í hávirðing og tign fyrimanninum úr Nasaret.Teir siga: “Pín okkum ikki fyri

tíðina.” Ein dag fer tað at henda,at Sátan og allir djevlarnir ogóndu andarnir skulu blakast ísjógvin við eldi og svávuli, ogteir vita tað. Teir kennasigursharran yvir teimum illuandunum. So gevur hannboðini. Eitt orð: “Farið!” Og

seks túsund illir andar fara úteftir boðum hansara.Hann er sigursharrin, sum

hevur myndugleika yvir øllumteimum illu andunum.

Sigursharri á deyðaJesus sigraði á deyðanum. Tá

ið Jesus kom nær til fólk, sumvóru deyð, skakaðist hann íandanum. Hansara innaramenniskja skalv. Hann kendideyðan so tætt hjá sær, hann,sum ikki visti um deyða at siga,av tí at hann var Lívið.Tá ið hann kom til Betania, var

Lázarus deyður og lagdur í

grøvina, og hann hevði longuligið har í fýra dagar. Líkiðstinkar, tað er farið at rotna. Einræðuligur deymur kemur úrgrøvini. Teir hava lagt steininfyri og tett. Líkini rotna so skjóttí heitu londunum, fýra dagar erunóg mikið.Tá ið Jesus kom, tóktist tað,

sum kom hann ov seint.Kvinnurnar komu ímóti honumog søgdu: “Um tú hevði veriðher, so var bróðir okkara ikkideyður.” Tá sigur Jesus: “Bróðirtín skal rísa upp!” Men tá ið teykomu til grøvina, svíkur trúgv

Page 6: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

6

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

teirra, tí tá sigur Jesus: “Takiðsteinin frá!” Soleiðis er taðnevniliga, at kongur okkaraarbeiðir.Hann roynir trúgv okkara. Ger

teg til reiðar! Fyrireika teg! Takímóti undrinum! Vænta okkurt,búgv teg til. Ger teg til reiðartil Kongsins inntriv.Hetta er einasta staðið, at tað

stendur, at Jesus bað, tá ið hanngjørdi eitt undur. Tað var viðgrøv Lázarusar. Men hann baðsoleiðis: “Faðir, eg takki tærfyri tað, at tú hevur hoyrt meg.Eg visti fullvæl, at tú altíðhoyrir meg; men vegnamannamúgvunnar, sum stendurher rundanum, segði eg tað, fyriat tey skulu trúgva.” Tá ið hannhevði sagt tað, rópti hann:“Lázarus, kom út!”Ein prædikumaður hevur sagt,

at hevði Jesus ikki sagt:“Lázarus, kom út!” men bararópt: “Kom út!” so høvdu ølltey deyðu í Betania og har umvegir komið út úr grøvumsínum. Tað var hann, sum vanná deyðanum, sum rópti. Menhesa ferð var tað bara Lázarus,sum skuldi út, tí segði hann:“Lázarus, kom út!”Men Bíblian sigur, at ein dag

fer tað at henda, at Kongurinskal koma aftur, og tá fer hannikki at rópa: “Lázarus, kom út!”men tá fer hann at rópa:“Komið út!” til øll tey deyðu.Tí at tann stund kemur, tá ið ølltey, sum eru í grøvunum, skuluhoyra reyst hansara, og tey

skulu ganga út, tey, sum havatrúð á Jesus, til lívs uppreisnar,og tey vanntrúgvandi, til dómsuppreisnar.Kongurin fer at koma aftur, og

tá fer hann ikki bara at kalla áLázarus; men tá skal hann siga:“Komið út!” Og tá koma tey út,úr havinum, úr grøvunum, avvígvøllunum, av fjøllunum ogúr dølunum, har menniskju erujarðað. Tey koma út, av tí athann hevur sigrað á deyðanum.

Kongur yvirnáttúruniJesus er eisini kongur yvir

náttúrukreftunum. Hann róði áGenesaret vatninum viðlærusveinum sínum. Sattódnarveður brast á, vindurinýldi, toran gekk, og snarljósiniskygdu, og aldurnar brutu. Menhann svav. Lærusveinarnirgjørdust hjartkiptir, og teir vaktuhann, og hann reistist og stenduruppi í bátinum. Sært tú hann fyritær?Snarljósini skyggja á

himlinum, toruslátturin buldrarmillum Golanheyggjarnar ogGileadsfjøllini. Stormurinkemur ýlandi oman av sýriskuháslættunum og pískar sjógvinupp. Tá fer hann á føtur. Klæðiniflákra, og kyrtilin smellir. Háriðstendur í andarisi. So hóttir hannat vindinum og talar viðaldurnar: “Tigið, verið kvirrar!”Tá falla aldurnar saman,

vindurin doyr burtur, og taðgerst blikalogn. Á enskum

stendur: “There was a greatcalm,” tað merkir “har gjørdiststór kvirra.” Tá kemur einlærusveinur fyri og annar eftirog fellir honum til kníggja íbátinum. Pætur, Jóhannes,Jákup, Andrias og allir hinir, ogteir søgdu: “Sanniliga, tú ertsonur Guds.”Hann er Kongur yvir

náttúrukreftunum. Hann talaðienntá á eitt fikutræ og bannaðitað til deyðis. Og træið doyðibeinanvegin, tí Jesus er Konguryvir náttúruni.

Aril Edvardsen,E. Campbell týddi.

Page 7: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

7

Kirkjuligt Missiónsblað

Summarstevnan hjá Kirkjuliga Missións-felagnum varð í ár hildin í Emmaus í Klaksvík.Høvuðstalari var Asbjørn Vegge úr Noreg. Hanntalaði út frá yvirskriftini: “Eitt møti við Jesus.”Hann kom m.a. annað inn á, hvussu Nikodemus,Paulus og Tummas møttu Jesusi. Hann greiddieisini frá sínari tíð í Etiopia og Kenya, ogarbeiðinum, hann hevur verið við í har. HvussuGud var við hvønn einasta dag.

VæleydnaðSummarstevna

Undir allari Summarstevnuni var stórurdentur lagdur á missión. Vit eru kallað til veravitnir fyri okkara nærmastu í okkara býi oglandi og líka til heimsins enda. Missión er atvitna, biðja, geva og tæna. Og endamálið er,at menniskju møta Jesusi og kunna kalla hannHarra og Gud.

Summarstevnan var sum heild væl vitjað av bæðiungum og eldri - bæði á bíbliutímum,kvøldmøtum og familjumøti. Samanumtikið vóruhesir dagar góðir og uppbyggiligir. So nú er baraat gleða seg til Ársmøtið, sum verður frá 24. - 27.september í Missiónshúsinum við Landavegin íTórshavn.

Page 8: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

8

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

Ársmøtið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum verður í Missiónshúsinum viðLandavegin í Tórshavn 24. – 27. september.

Peter Olsen úr Hillerød í Danmark verður høvuðstalari.

Hann er 46 ár og giftur við Ditte, og tey eiga tvey børn.

Peter Olsen er Cand. Theol. og hevur júst gjørt eina Ph.D.- ritgerð forsjón Guds.

Hann er annars prædikantur hjá Luthersk Missións í Danmark og hevur veriðrektari á missiónsskúlanum hjá Luthersk Missión frá 1998-2003.

Umframt hetta, hevur hann regluliga undirvíst á Dansk Bibel Institut íKeypmannahavn.

Peter kemur at hava tríggjar bíbliutímar út frá Kolossubrævinum umframt møtinifríggjakvøld og leygarkvøld.

Ársmøtið hjá KirkjuligaMissiónsfelagnum

Page 9: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

9

Kirkjuligt Missiónsblað

Gamla Josefina var næstan 90ára gomul. Hon hevði ikkinógvar vinir, men teir honhevði, vóru trúgvir vinir. Honhevði valt teir sjálv. Var taðonkur henni ikki dámdi, segðihon tað bart út við viðkomandi.

Nógv blivu firtin, tá hon segðisína meining og vildi tí onkihava við hana at gera. Av teirriorsøk hevði hon fáar vinir, menteir hon hevði vóru sannir vinir.

Ein av teimum hepnu, sumhenni dámdi væl, var prestur.Hon var eisini væl í ogn viðlæknan og somuleiðis nøkur avstarvsfólkunum á sjúkra-húsinum, men annars heltJosefina lítið um fólk flest.Henni dámdi tey í øllum førumikki. Hon var bersøgin. Ongin

Alt stendur á signing Guds

nýttist at vera í iva um, hvat honmeinti við.

Hon hevði ikki góða heilsu.Viðhvørt hevði hon nógva pínu,men tann trupulleikan loysti honá sín egna hátt. Pínan var ringastum náttina. Tíðini var heldurikki so lætt at halda skil á. Oftakundi Josefina ringja á miðjarinátt. Um tað var nátt ella dagur,hevði onki at týða fyri hana.

Hon ringdi ofta til prestinNygård. Samtalan teirra millumfór aloftast fram á henda hátt:“Er tað prestur? – Hoyrir tú hvørtað er?” Prestur var ongantíð íiva um, hvør tað var og tá honringdi um náttina, var hann heiltvísur í, hvør tað var. “Kanst túikki syngja ein sang fyri mær?”spurdi Josefina. Tað var ikki líka

mikið, hvønn sang hann skuldisyngja. Tað vóru tveir sangir,hon helst vildi hoyra: “Tað gavmátt tá tú helt saman hendur”og “Eg sigla fram yvir lívsinshav:”

Um prestur byrjaði at syngjaein annan sang enn hesar báðar,hoyrdi hann hana siga ítelefonini: “Orsaka, havi egfingið skeivt nummar?”

So mátti hann syngja annansangin, sum hon vildi hava. Eftirein lítlan steðg helt Josefinaáfram: “Eg fái ikki sovið, kansttú ikki lesa eitt orð úr Bíbliunifyri mær?”

Prestur plagdi at lesa fyrruhelvt av einum bíbliuørðindi, solas Josefina seinnu helvt. Hesa

Page 10: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

10

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

náttina var orðið úr 23. sálmi.“Harrin er hirði mín...” lasprestur“... ongan sakn eg kenni,”

segði Josefina.“Kanst tú ikki eisini biðja eina

bøn fyri mær” spurdi hon. Eftirat bønin var biðin, segði hon:“Nú biðja vit Faðir Vár”.

Nú var tað hon, sum tók yvir.Nú var hon prestur. Hon lasFaðir Vár, og aftaná segði hon:“Tak ímóti signing Guds.”Síðani takkaði hon presti ogsegði: “Nú veit eg at eg fari atsova væl. Hetta er betri ennsovitablettir ella annarheilivágur. Gud vælsigni tegprestur.” Síðani legði honhornið á.

Prestur lá leingi og hugsaði umtað, sum hann hevði upplivað.At hann ikki sovnaði hesanáttina gjørdi onki, men atkunna hjálpa onkrum, var meiratýdningarmikið.

Josefina hevði helst ikki altíðhavt tað so lætt. Presturin kendi,at hann var vælsignaður, hvørjaferð hann hevði tosa við hana.Hann faldaði hendurnar oghugdi gjøgnum vindeygað – uppímóti stjørnunum.

“Takk góði Gud, fyri at túeisini kanst brúka meg.Vælsigna Josefinu og linnahenni um pínuna. Takk fyri, athon veit vegin til tín Jesus”.Løtu seinni sovnaði hann. Hann

hevði upplivað signing Gudseinaferð enn.

Ivar Ruud,Lea Juul týddi.

Page 11: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

11

Kirkjuligt Missiónsblað

Fyri nøkrum árum síðaniupplivdu vit sum familja einræðuligan sorgarleik, tá ið elstisonur okkara Dennis, sum var30 ára gamal, brádliga doyði íTansania. Hann var har úti oghjálpti okkum í trúboðara-arbeiðinum saman við konusínari Marionnu og báðumsmábørnum teirra. Ta síðstutíðina høvdu vit havt úr at gera.Neyðhjálpararbeiðið, har vitstríddust við at hjálpa teimummongu túsundum, sumsvøltaðu, hevði verið ómetaligakrevjandi. Dennis tók á seghøvuðsábyrgdina fyri hesariumfatandi neyðhjálpar-verkætlan. Brádliga uttan nakraávaring doyði hann eina náttina.Tað var eingin ólukka, og hannvar heldur ikki sjúkur.Líkkanningin vísti seinni, atdeyðin hevði onga orsøk. Tanáttina broyttist lív okkarafullkomiliga.Tað er skilligt, at nógvir

spurningar troka á: “Gud, hví?Tað tykist so skilaleyst ogórímiligt. Eg skilji als ikki tínarætlanir, Gud.” Vit undraðust á,um Gud hevði ráð til hetta.Fyrst slær hann okkum sodyggiliga sum familju, og soskal hann brúka so nógva tíð atgrøða okkara sár og pínuraftaná. Tað tykist púraskilaleyst. Tað er ringt at skilja,at hann, sum tók okkara pínur,eisini er tann, sum loyvir, at vitfáa tær!Tað er ringt at skilja, at Gud

brúkar nógva tíð at evna ogmynda síni amboð, og so tá iðeitt teirra er búgvið til tænastu,verður hann tikin burtur. Taðkennist sum at spilla burtur

Ein ræðuligur sorgarleikur

tilfeingið. Vit biðja Gud sendaarbeiðarar út at heysta akurin, ogmong halda seg aftur og viljaheldur liva sítt egna lív, men táið tað so er ein, sum er villigurat tæna Gudi, so sleppur hannikki at liva. Hvør dugir at síggjatað skilagóða í, at ein ungurgiftur maður og pápi verðurtikin frá síni ungu konu ogtveimum smáum børnum?Brádliga so gjørdist alt so

myrkt og vónleyst. Ljósið hvarv,luftin bleiv sligin út úr okkum.Pínan av hesum missi fórgjøgnum mønu og merg, og vitfingu meir ilt av henni enn avknívsstungum í túsundatali.

Í viðráki og mótrákiSjálvt um vit høvdu mangar

spurningar og kendu okkumvónsvikin, so mistu vit ongantíðtrúnna á Gud. Vit vistu, at Gudvar hjá okkum. Tann Gud, vithøvdu valt at trúgva á í viðráki,vísti seg at vera hin sami Gud ímótráki.Tað var púra nýtt fyri okkum

at uppdaga, hvussu ofta taðstendur í Bíbliuni, at Gud býr ímyrkri. Tær størstuopinberingar av nærveru Gudsuppliva menniskju í sambandvið royndir ella í krepputíðum.Í myrkri verður tað positivaframkallað burtur úr tí negativa.Vit hava fingið greiðu á, at túlærir best at kenna Gud í myrkri.Í myrkastu tíðum, har tú ert frátær sjálvum og rópar: “Gud,hvar ert tú?” Tá er hann beintundir liðini á tær. Hetta er einav teimum mótsøgnunum, fólkuppliva í lívsins kreppum.Í okkara føri hava vit lært, at

Gud svíkur ikki, og at hann

endurreisir og grøðir, sjálvt umtað kann taka tíð. Hann hevureisini hjálpt okkum at komaígjøgnum, so vit vága at tænaGudi aftur.Tann uggi, sum Gud gevur, er,

at náttin varar ikki ævigt. Sjálvteftir myrkastu náttina kemur einnýggjur morgun. Vit hava lærtat fáa okkum styrki og megi úrorðunum í Sálmunum:“Eitt eygnabragd varar hans

vreiði, eina lívsævi náði hans.Á kvøldi kemur grátur at gista,men á morgni fagnaðarróp ... Támína sorg tú til gleðidans vendi,lætst meg úr mínum sorgarbúnaog klæddi meg í gleði, at sál mínskal syngja tær lov og ongantíðtagna; Harri, mín Gud, allarævir eg vil tær lova!” (Sálmur30, vers 6,12-13)Tað, sum hevur hjálpt okkum

ígjøgnum, er sannføringin um,at Gud mistekur seg ongantíð. Ídjúpasta myrkrinum var hannhjá okkum og vísti okkum sínkærleika. Kærleiki hansarahevur borið okkum lekidóm oggivið okkum treysti at livavíðari í tænastuni fyri hann.

Effie Campbell umsetti.

Page 12: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

12

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

“Ein sámaður fór út at sáa sáð sítt og ... sáðið erGuds orð.” Luk. 8,5 og 11.

Hetta líknilsið umfatar øll menniskju!Onkustaðni kunnu vit síggja okkum soleiðis, sumGud sær okkum. Sáðið er orðið, og mátin, sumvit móttaka tað, vil seta okkum í tann flokkin,har vit hoyra heima.“Og í tí hann sáaði, fell sumt sáðið fram við

vegnum og varð niðurtraðkað, og himmalsinsfuglar ótu tað upp.”“Og tey fram við vegnum eru tey, sum hoyra á;

síðani kemur Djevulin og tekur orðið úr hjartateirra, til tess at tey ikki skulu trúgva og verðafrelst.” v. 5 og 12.

Tey hoyrdu orðið, annaðhvørt við at lesa tað,ella tey hoyrdu tað boðað; men áðrenn tey finguupp í lag at gera nakað við tað, lótu tey Djevulinskræða tað frá sær, við tað at tey gloymdu, at hannbara fær skrætt sáðið frá okkum, um vit loyvahonum at gera tað. Jesu blóð er til taks fyri okkumøll, og um vit biðja inniliga til Gud, kunnu vitstanda ímóti álopunum hjá Djevlinum. Bíbliansigur, at gera vit tað, vil hann flýggja frá okkum.Kortini eru tað mong, sum gleða fíggindan við

at lata vánaligar hugsanir fara út og inn gjøgnumsinnið. Skjótt aftaná dvølja tey við hesar hugsanirístaðin fyri at sleppa sær frá teimum, hvørja ferðDjevulin kemur við teimum. Tær næstuhugsanirnar, sum koma í hugan, eru, at kanskaer hetta rætt, og ikki varar leingi, fyrr enn taðhevur eydnast at skræða orðið út úr hjartanum.Vónandi er tað ikki tú, ið her er talan um. Men

Harrin hevur meir at siga, og kanska verður taðhar, tú hoyrir til.“Og sumt fell á hellubotn, og tá ið tað vaks,

følnaði tað, av tí at tað fekk onga vætu.” “Mentey á hellubotninum eru tey, sum taka við orðinumvið gleði, tá tey hoyra tað; men hesi hava onga

rót; tey trúgva eitt skifti; og á royndarstund fallatey frá.” v. 6 og 13.

Her talar Jesus um tey, sum njóta at vera nakrarminuttir undir orðinum, tí tey føla seg at havagjørt nakað rætt. Men tað festi ikki rót. Tey lósutað bara og góvu sær ikki stundir at hugsa gjøllarium tað, lata upp fyri tí, so tað kundi koma djúpariniður í hjartað. Tá ið so freistingin kom, fullutey, tí ongar røtur vóru. Orðið var ikki trongtígjøgnum.At lesa og biðja er eitt arbeiði, sum ikki skal

gerast skundisliga við hugsanini um, at nú hevurtú gjørt skyldu tína, og so er tað nóg mikið. Mongeru dølsk, tá ið tað ræður um at menna okkaraandaliga vøkstur; men tað hjálpir, um vit gjøgnumdagin fáa eina fríløtu, og tá hugsa um tað orðið,vit fingu um morgunin, og lata tað blíva ein partav okkum sjálvum. Tá ið freistingin kemur, táhava vit orðið til vernd.Kanska hevur tú ikki enn funnið teg sjálvan í

hesum líknilsinum; men so er her tað triðja, sumvit kunnu spegla okkum í:

Sámaðurin og sáðið

Page 13: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

13

Kirkjuligt Missiónsblað

“Og sumt fell mitt niður millum tornir, ogtornirnar vuksu upp við og køvdu tað.” “Mentað, sum fell millum tornirnar, tað eru tey, sumhoyra og síðan verða køvd av lívsins sorgum ogríkidømi og njótingum og ikki bera búna frukt.”v. 7 og 14.

Hvussu taka vit ímóti “lívsins sorgum”? Hangahugsanirnar fastar við tær og enda í berumhøvuðbrýggi? Áðrenn langt um líður, kann taðkøva orðið, sum varð sáað og vaks. Og taðhendir, tá ið tú verður meira upptikin av heimsinslutum enn av tínari andaligari støðu.Um vit lova Harranum at sleppa framat, vil

hann syrgaja fyri tí, okkum er tørvur á, tí hannhevur sagt: “Men søkið fyrst Guds ríki ogrættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkumgivið umframt.” Matt. 6,33.

So er eitt slag av jørð eftir, og kanska er tað har,tú ert staddur. “Og sumt fell í góða jørð, og taðvaks upp og bar hundraðfaldan ávøkst.” “Mentað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum, tá teyhava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum oggóðum hjarta og bera frukt í tolni.” Luk. 8,8 og15.

Tað er vísdómur at hoyra orðið og gera av atvarðveita tað. Tann maður og kvinna, sum geratað, skilja, at tá ið skrivað stendur: “Elskið ikkiheimin, ikki heldur teir lutir, sum eru íheiminum,” (1. Jóh. 2,15) so elska tey ikkiheimin, og tað, sum hoyrir honum til. Tey lataseg ikki freista av honum, tí tey hava bara tað ítonkunum, um tey kunnu gerast sonn kristin, sumbera frukt.Tey vita, at tá ið tey blivu frelst, blivu tey nýggir

skapningar í Jesusi Kristi. “Hitt gamla er farið,sí, tað er vorðið nýtt!” 2. Kor. 5,17.

E. Campbell umsetti.

Eg ynski at halda “Kirkjuligt Missiónsblað”.

Navn:

Bústaður:

Postnr. og bygd/býur:

Undirskrift:

At senda til:Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík

gg

irh

ald

ar

ar

Page 14: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

14

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

Anna búði saman við mammu síni, pápa sínumog lítla beiggjanum í eini hugnaligari íbúð, ogtey vóru sera lukkulig. Men so ein dagin hendiein ólukka, sum rættiliga broytti lív teirra.Pápin var timburmaður, og ein dagin tá ið hann

smíðaði eini háhús, var hann áhaldsin, datt niðurá vegin og doyði á staðnum.

So var mamman einsamøll við sínum børnumog skuldi uppala tey. Tey vóru noydd at flyta útúr teirra góðu íbúð og fáa sær eina minni ogbíligari, og mamman hevði nú ábyrgd av øllum.Ein gomul kona, sum var fastir mammuna, beyðsær at flyta heim til teirra, so at hon kundi hjálpatil, og tað vóru tey ógvuliga glað fyri. Men kortinivar tað tungt at liva uttan pápan, og Anna ogmamman saknaðu hann nógv.

Eitt kvøldið koyrdi mamman lítla beiggjan í bað.Hann skríggjaði og græt, tí hann var bangin. Annaog fastirin fóru inn í baðirúmið at vita, hvat iðvar áfatt. Har helt mamman í beiggjanum, meðanhann sparkaði og slerdi fyri at sleppa upp úrbaðikarinum aftur, men mamman helt fast íhonum.

Onnu dámdi onki og bað mammuna ansa eftir,at beiggin ikki druknaði. Smílandi svaraðimamman, at sjálvandi gjørdi hann ikki tað, tí honhelt jú fast í honum.

Tá ið Anna og lítli beiggin seinni vóru sovnað,fór mamman inn í stovuna til fastrina, ið sat í tísama stólinum, sum hon altíð plagdi. Fastirin sábeinanvegin, at mamman var sera kedd.

“Maria góða”, segði fastirin, “kom og set tegher hjá mær, vit mugu práta saman.” Tá fórmamman at gráta og segði, at hon orkaði ikkimeira. Hon helt, at Gud hevði lagt eina so tunga

Gud heldur fast

byrðu á seg, sum hon ikki var før fyri at bera.Hon føldi, at hon var í ferð við at drukna í allarisorgini, sakninum og stúranini.

Fastirin royndi at ugga hana og segði, atsjálvandi fór hon ikki at drukna í sorgini. Honbað hana hugsa um, at hon átti ein Gud, sum altíðfór at halda fast í henni, og at hon tí kundi kennaseg trygga í hansara hondum. Síðani spurdi honmammuna, um hon veruliga helt, at Gud fór atlata barn sítt drukna.

Tað gjørdist deyðastilt í stovuni. Mamman grætikki longur og hugsaði um, hvussu barnslig, honhevði verið. Júst sum Anna ikki leit á, at honkláraði at ansa eftir, at beiggin ikki druknaði,hevði hon heldur ikki litið á, at Gud megnaði atansa eftir henni, so at hon ikki druknaði í øllumsínum trupulleikum.

Eftir henda dag var mamman ofta sorgarbundinog kedd, men altíð kendi hon, at Gud var nær oghelt fast í henni.

Leysliga umsettPetra Gregersen

Page 15: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

15

Kirkjuligt Missiónsblað

BARNASÍÐAN

Tá Jákup og ættarfólk hansara komu til Egyptalands vóru tey 70 í tali. Teybúleikaðust í landspartinum Gosen og høvdu tað gott har, men sum tíðin leið, ogtey gjørdust fleiri í tali, og nýtt fólk kom til valdið í Egyptalandi, óttaðust egyptarfyri, at ísraelsmenn fóru at taka valdið í landinum og góvu teimum tungt trælaarbeiðifyri at avmarka fólkavøksturin. Hetta hjálpti kortini ikki, fólkatalið vaks alsamt,og tí var gjørt av, at øll tey nýføddu dreingjabørnini skuldu takast av døgum sohvørt, sum tey vórðu borin í heim.

Um hetta mundið var Móses føddur, og foreldur hansara goymdu hann í tríggjarmánaðir . Tá ið tey sóu, at tað ikki bar til at goyma hann longur, løgdu tey hann íeina kistu av sevi út í Nilánna. Systir hansara, Mirjam, var so sett at ansa eftirhonum.

Dóttir Faraos kom seinni oman í Nilánna at vaska sær, og hon sá kistuna úti íánni. Tá hon tók smádrongin upp úr kistuni, fór Mirjam yvir til hennara og spurdi,um hon skuldi biðja eina konu fostra dreingin upp fyri hana. Dóttir Faraos játtaðihesum, og Móses búði so í heimi sínum, til hann gjørdist vaksin. Tá fekk dóttirFaraos hann aftur og kallaði hann Móses.

Sjálvt um hann hevði tað gott á kongsborgini, so dámdi honum illa viðferðina,sum landsmenn hansara fingu í Egyptalandi. Ein dagin hann sá ein egypta drepaein av landsmonnum sínum, leyp hann á egyptan og drap hann. Tá hetta frættist,mátti Móses flýggja, og hann fór til Midianslands. Har búði hann hjá prestinumJetro og røktaði seyð hansara. Hann fekk dóttur hansara til konu.

Móses

Page 16: Kirkjuligt Missiónsblað - kmf.fo 09-05.pdf · við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka

16

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 5 | juni. 2009 | 62. árið

Umbróting:Brandur Petersen

Prent:Estra

Ábyrgd:Silas K.K. Olofson

Útgevari:Kirkjuliga MissiónsfelagiðUndir Klakki 39FO-700 KlaksvíkTlf.: 286968T-postur: [email protected]íða: www.kmf.foKonta: 9181-495.337.3

Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8ferðir um árið

( feb, mar, mai, jun,aug, sep, nov, og des)

Haldaragjald: kr. 150,-

Her síggja tit eina mynd av dóttur Faraos, tá ið hon finnur Móses. Litiðhana!