hagtØl...føroya deyvafelag var ð stovnað í 1972 í gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og...

14
HAGTØL 2014 Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Upload: others

Post on 26-Apr-2020

11 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

HAGTØL 2014 Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Page 2: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

1

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ

Desember 2015

Page 3: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

2

Innihaldsyvirlit Bakstøði fyri frágreiðing um hagtøl hjá Deyvafelagnum ............................................................ 3

Eitt sindur um Deyvafelagið ...................................................................................................... 3

Gjøgnumgongd av úrslitinum av skrásetingini hjá Deyvafelagnum ......................................... 4

Áheitanir til felagið býtt á mánaðir ............................................................................................ 4

Áheitanin er umvegis ................................................................................................................... 4

Hvørjum er áheitanin frá ............................................................................................................ 5

Nýggj ella afturvendandi áheitan ............................................................................................... 5

Kyn og aldursbólkur .................................................................................................................... 6

Familjuviðurskifti, bústaður, starvsviðurskifti og upprunaland ............................................ 7

Úrslit av áheitanini ....................................................................................................................... 9

Hvaðani stavar kunnleikin um felagið .................................................................................... 10

Samanumtøka.................................................................................................................................. 10

Fylgiskjal ........................................................................................................................................ 11

Hagtalsoyðiblað ....................................................................................................................... 11

Page 4: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

3

Bakstøði fyri frágreiðing um hagtøl hjá Deyvafelagnum

Deyvafelagið fær á hvørjum ári stuðul frá Almannamálaráðnum. Stuðulin verður veittur til

rentur og avdráttir fyri Deyvahúsið og til skrivstovurakstur. Stuðulin verður latin á

fíggjarlógini, og í 2014 var játtanin 932.000 kr.

Reglugerð er gjørd fyri stuðlinum, og har er ásett, at ein treyt fyri at fáa stuðul er, at felagið

veitir Almannamálaráðnum hagtøl fyri virksemi sítt.

Eitt sindur um Deyvafelagið Deyvafelag Føroya er eitt áhugafelag, ið hevur til endamáls at savna deyv í Føroyum,

umframt at varpa ljós á og arbeiða fyri, at deyv í Føroyum hava somu rættindir sum hoyrandi

hava.

Deyvafelag Føroya skipar fyri tiltøkum fyri deyv, eitt nú skeið og upplýsandi tiltøk, og

Deyvafelagið veitir persónliga ráðgeving og vegleiðing til limir felagsins. Uppgávan hjá

ráðgevanum er fyrst og fremst veita ráð og vegleiðing til deyv, hoyriveik og CI1-brúkarar.

Hetta kann vera hjásitarauppgávur, eins og ráð og vegleiðing til eitt nú teirra nærmastu

familju, arbeiðsfelagar, arbeiðspláss, skúlar og dagstovnar. Ráðgevin er útlærdur

sosialráðgevi og í teknmáli. Sostatt kann ráðgevin samskifta á teknmáli og hevur kunnleika

til tey serligu viðurskiftini, sum deyv hava.

Harumframt samskiftir Deyvafelag Føroya við almennar myndugleikar, stovnar og

politikarar.

Føroya Deyvafelag varð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500

stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í 1983.

Deyvafelag Føroya er skipað við eini 5 manna nevnd, sum verður vald á árliga aðalfundinum

hjá felagnum.

Deyvafelagið er limur í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF), Dansk Døves

Landsforbund (DDL), Døves Nordisk Råd (DNR) og Døves Nordisk Ungdomsråd

(DNUR).

1 Cochlear Implant

Page 5: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

4

Gjøgnumgongd av úrslitinum av skrásetingini hjá Deyvafelagnum

Áheitanir til felagið býtt á mánaðir Deyvafelagið hevur latið inn 360 oyðibløð fyri 2014. Talvan niðanfyri vísir býtið av

áheitanum yvir mánaðar. Talið av áheitanum er hægst í januar, tá ið 49 áheitanir eru

skrásettar. Hinar mánaðirnar, summarmánaðin og jólamánaðin undantiknir, liggur talið áleið

30 áheitanir um mánaðin.

Áheitanin er umvegis Talvan niðanfyri vísir, hvussu viðskiftafólk seta seg í samband við Deyvafelagið. Hjá

Deyvafelagnum eru telefon og teldupostur ella SMS mest vanligi hátturin at koma í samband

við felagið. Deyvafelagið hevur viðmerkt, at tað er ógvuliga vanligt at samskifta umvegis

Skype, Facetime og við SMS. Men eisini nógv, nærum 5 hvør, hevur persónliga viðtalu við

Deyvafelagið.

0

10

20

30

40

50

60

Áheitanir til felagið býtt á mánaðir

18%

39%

41%

2%

Áheitanirnar umvegis

Persónliga viðtala

Teldupostur el. sosialum miðil

Telefon el. SMS

Annað

Page 6: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

5

Hvørjum er áheitanin frá Talvan niðanfyri vísir, hvør tað er, sum vendir sær til felagið. Hjá Deyvafelagnum er tað í

helminginum av førinum, viðkomandi, sum áheitanin snýr seg um, ið vendir sær til felagið.

Harnæst er talið av áheitanum frá øðrum feløgum eisini stórt.

Nýggj ella afturvendandi áheitan Hjá Deyvafelagnum er tað í nærum helminginum av førunum, tey, sum fyrr hava verið í

samband við felagið, sum venda aftur til Deyvafelagið, men um onnur mál. Tó eru tað eisini

rættiliga fitt av fólki, ið venda sær til felagið fyri fyrstu ferð, umframt at nógv, sum venda

aftur um ikki avgreidd mál.

51,9

6,91,7

20,6

1,4

11,7

3,1 2,8

Hvørjum er áheitanin frá

27%

27%

46%

Nýggj ella afturvendandi

Fyrstu ferð

Vendir aftur um ikki avgreitt mál

Samband fyrr, men um annað

Page 7: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

6

Tað merkir bæði, at málini, ið viðskiftafólkini seta seg í samband við Deyvafelagið um, ikki

altíð verða avgreidd alt fyri eitt, eins og tað er vanligt at koma aftur til felagið um onnur mál.

Kyn og aldursbólkur Seks av tíggju av teimum sum venda sær til Deyvafelagið eru kvinnur. Hetta er hóast at talið

av deyvum er hægri millum menn enn kvinnur, og tað eru serliga deyv, sum seta seg í

samband við Deyvafelagið.

Av teimum 197 skrásetingunum til hvønn aldursbólk viðkomandi hoyrir til, eru nógv flestu

áheitanirnar til Deyvafelagið úr aldursbólkinum 30-65 ár, talið er 81%. Fólk í aldrinum

millum 18-29 ár eru 10% av teimum, ið venda sær til felagið.

Limirnir í Deyvafelagnum eru serliga millum 20 og 60 ár. Deyvafelagið hevur eisini limir yvir

65 ár, men hesir eru ikki nógvir í tali.

59%

41%

Kyn

Kvinna

Maður

4,610,7

80,7

4,1

Yngri enn 18 18-29 30-65 Eldri enn 65

Aldur

Page 8: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

7

Familjuviðurskifti, bústaður, starvsviðurskifti og upprunaland Tá spurt verður um familjuviðurskifti, eru tað bara 67 skrásetingar, av hesum eru 48% í

hjúnarbandi/sambúgvandi uttan børn og 30 % støk uttan børn. Tá talið er so lágt, ber ikki

til at siga nakað generelt um hetta.

Av teimum 212 skrásetingunum, sum Deyvafelagið hevur gjørt í mun til, hvar í landinum

fólkini búgva, sum venda seg til felagið, búgva 62% í Tórshavnar økinum, 17% í

Eysturoyar økinum, 11 % í Vága og Norðstreymoyar økinum, 9% í Norðoyar økinum, og

2% í Sandoyar og Suðuroyar økinum.

Samlaða fólkatalsbýtið í Føroyum millum tey fimm økini, er ávikavist:

Tórshavnar øki 41%

Norðoyar øki 12%

Eysturoyar øki 24%

Vága og Norðstreymoyar øki 10%

Sandoyar og Suðuroyar øki 12%

1,57,5

29,9

13,4

47,8

Býr

hei

ma

hjá

fore

ldru

m

Stak

ur

v/b

ørn

um

Stak

ur

utt

anb

ørn

um

Íh

jún

aban

di/

sam

b.v

/bø

rn Íh

jún

arb

and

i/sa

mb

.u

/bø

rn

Familjuviðurskifti

17,0

8,51,9

61,8

10,8

Eysturoyar øki Norðoya øki Sandoyar ogSuðuroyar øki

Tórshavnar øki Vága ogNorðtreymoyar

øki

Viðkomandi býr í øki

Page 9: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

8

Av hesum sæst, at í mun til samlaða fólkatalið í økinum, eru tað lutfalsliga fleiri úr Tórshavn,

ið venda sær til felagið, meðan tað eru lutfalsliga færri úr hinum økjunum.

Deyvafelagið hevur viðmerkt, at fyrr var tað ofta soleiðis at deyv fólk fluttu til miðstaðarøki,

har fleiri onnur deyv búðu, men hetta mynstri er nú broytt eftir at samskiftis- og

ferðamøguleikar eru vorðnir so góðir. Nú vera alsamt fleiri deyv búgvandi har, sum tey eru

uppvaksin.

Av teimum 74 skrásetingunum um starvsviðurskiftini eru 38% lønmóttakarar, 28%

pensjónistar og 24% arbeiðsleys. Men av tí at talið av skrásetingum er so lágt, eru tølini ikki

álítandi.

Tá ið spurt verður um upprunaland, eru allar flestu av teimum, ið venda sær til Deyvafelagið,

úr Føroyum, tó eru eisini nakrar áheitanir úr Norðurlondum og øðrum londum.

6,8

24,3

37,8

28,4

2,7

Undir útbúgving Arbeiðsleysur Lønmóttakari Pensjónistur Sjálvstøðugur

Starv

72%

18%

10%

Upprunaland

Føroyar

Úr einum norðurlandi

Annað

Page 10: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

9

Úrslit av áheitanini Flestu áheitanir verða avgreiddar alt fyri eitt. Við triðju hvørju áheitan verður avtala gjørd

um vegleiðing ella ráðgeving.

Tá ið spurt verður um, hvat slag av avtalu um vegleiðing og ráðgeving verður gjørd, eru 76%

av skrásetingunum “Annað” – t.e. annað enn enn einsamallur í samrøðu, bólkasamrøðu ella

víðari ráðgeving. Í 22% av førunum er talan um víðari ráðgeving.

Deyvafelagið hevur viðmerkt, at tað verið trupult at skráseta í mun til henda spurning. Ofta

kann talan vera um samskifti millum deyvaráðgevan og tann deyva, sum er stuðul og

ráðgeving, eitt nú í mun til at skriva umsókn til starv.

Almannamálaráðið hevur fyri 2015 broytt hagtalsoyðiblaðið nakað, soleiðis at tað er lættari

at skráseta. Enn saknar Deyvafelagið tó ein teig, sum loftar teimum fyrispurningum, tá tað

eitt nú verður heitt á Deyvafelagið um ráð- og vegleiðing til ein heilan bólk, soleiðis at tað

hóskar betur til virksemi hjá Deyvafelagnum.

67,0

31,6

1,0

Avgreitt Avtalað vegleiðing ográðgeving

Víst til annan myndugleika

Úrslit av áheitanini

1%1%

22%

76%

Deyvahúsið

Einsamallur í samrøðu

Bólkasamrøða

Víðari ráðgeving

Annað

Page 11: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

10

Almannamálaráðið tekur hetta við í eftirmetingini av hagtalsoyðibløðunum.

Hvaðani stavar kunnleikin um felagið At enda verður spurt um, hvar viðkomandi hevur hoyrt um felagið. Hetta er ein viðkomandi

spurningur hjá felagnum at vita, soleiðis at tey fáa at vita, um t.d. teirra lýsingarhættir eru

nøktandi.

Av teimum 53 áheitanunum, ið eru skrásettar, kenna flest felagið frá heimasíðu felagsins,

meðan nøkur eisini hava hoyrt um tað frá familju o.tíl. Men aftur her er talið av skrásetingum

ov lágt til, at hagtølini eru álítandi.

Deyvafelagið hevur viðmerkt, at hesin spurningur er trupul at skráseta, tá flestu áheitanir eru

frá limum, sum nærum alt teirra lív hava kent til felagið ella havt samband við felagið.

Samanumtøka

Hetta er aðru ferð at Almannamálaráðið viðgerð og skrivar frágreiðing um innkomnu

hagtølunum hjá Deyvafelagnum, og hesaferð er talan um eitt heilt ár.

Mett verður, at skrásetingarnar sum heild eru nøktandi og geva innlit í virksemi hjá

Deyvafelagnum – bæði í mun til hvussu viðskiftafólk venda sær til Deyvafelagið, hvørji

viðskiftafólkini eru og hvørja tænastu tey fáa. Tó eru nakrir spurningar, har tað eru fáar

skrásetingar, og tá ber illa til at siga nakað generelt.

Deyvafelagið hevur havt høvi at gera viðmerkingar til frágreiðingina, og hevur góðkent

tekstin og givið loyvið til, at hagtølini verða almenn.

Page 12: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL FRÁ FELØGUM, IÐ FÁA STUÐUL FRÁ ALMANNAMÁLARÁÐNUM 2014

11

Fylgiskjal

Hagtalsoyðiblað

Page 13: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ

1. Dagfesting

___│___│_____ (dd mm áááá)

3. Áheitanin er umvegis

1 □ Telefon ella SMS

2 □ Teldupost ella sosialum miðlum

3 □ Persónliga viðtalu

4 □ Annað _____________

4. Hvør setir áheitanina fram

(Bara ein krossur)

1 □ Viðkomandi, ið leitar sær ráð ella vegleiðing hjá felagsskapinum

2 □ Avvarðandi, t.d. hjúnafelagi, sambúgvi, foreldur, børn hjá viðkomandi

3 □ Nærumhvørvinum

4 □ Arbeiðsfelagi

5 □ Myndugleiki, stovnur ella fakpersónur2

9 □ Felagsskapur

10 □ Fjølmiðlar

11 □ Onnur __________________

5. Nýggj ella afturvendandi áheitan

1 □ Fyrsta samskifti við felagið

2 □ Vendir aftur um mál, sum ikki er avgreitt

3 □ Hevur fyrr verið í samband við felagið, men um annað mál

4 □ Annað ___________________

2 T.d. lækni, lærari, námsfrøðingur, sosialráðgevi, stuðul, løgreglufólk o.a.

6. Kyn á viðkomandi, ið áheitanin snýr seg um

1 □ Kvinna

2 □ Maður

□ Ikki upplýst

7. Aldur á viðkomandi, ið áheitanin snýr seg um

1 □ yngri enn 18 ár

2 □ 18-29 ár

3 □ 30-65 ár

4 □ eldri enn 65 ár

□ Ikki upplýst

8. Familjuviðurskifti

(Skal einans svarast um hetta er viðkomandi fyri felagsskapin - Bara ein krossur)

1 □ Stakur uttan børn

2 □ Stakur við børnum

3 □ Í hjúnalagi/sambúgvi uttan børn

4 □ Í hjúnalagi/sambúgvi við børnum

5 □ Heimabúgvandi

Page 14: HAGTØL...Føroya Deyvafelag var ð stovnað í 1972 í Gøtu og hevur áleið 30 virknar limir og 500 stuðlandi limir. Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í

FRÁGREIÐING UM HAGTØL HJÁ DEYVAFELAGNUM 2014

1

9. Viðkomandi býr í øki3

1 □ Tórshavnar øki

2 □ Norðoya øki

3 □ Eysturoyar øki

4 □ Vága og Norðstreymoyar øki

5 □ Sandoyar og Suðuroyar øki

6 □ Ikki upplýst

10. Starv

(Skal einans svarast um viðkomandi fyri felagsskapin - Bara ein krossur)

1 □ Sjálvstøðugur

2 □ Lønmóttakari

3 □ Lesandi/næmingur /undir útbúgving

4 □ Arbeiðsleysur

5 □ Pensjónistur

6 □ Annað ___________________

7 □ Ikki upplýst

11. Upprunaland hjá viðkomandi

1 □ Føroyar

2 □ Úr einum Norðurlandi

3 □ Annað4 __________________

4 □ Ikki upplýst

3 Tórshavnar øki fevnir um Tórshavnar kommunu. Norðoya Øki fevnir um Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar og Húsa kommunur. Eysturoyar Øki fevnir um Eysturkommunu, Sunda, Fuglafjarðar, Runavíkar, Nes, Sjóvar og Eiðis kommunur. Vága og Norðstreymoyar Øki fevnir um Vága, Sørvágs, Kvívíkar og Vestmanna kommunur.

12. Úrslit av áheitanini

1 □ Avgreitt

2 □ Avtala gjørd um víðari vegleiðing og ráðgeving í felagsskapinum

- um nr. 2:

2a □ Einsamallur í samrøðu

2b □ Bólkasamrøða

2c □ Annað _____________

3 □ Víst til annan myndugleika5

4 □ Annað_________________________

13. Hvar hevur viðkomandi, ið vendir sær til tykkara, hoyrt um felagið

1 □ Á heimasíðu felagsins

2 □ Á smáriti ella kunningarblaði e.l.

3 □ Frá lýsing á netinum ella fjølmiðlunum

4 □ Frá almennum myndugleika

5 □ Frá familju ella vinum

6 □ Aðrastaðni _____________________

7 □ Ikki upplýst

14. Viðmerkingar :

--------------------------------------------------

---------------------------------------------------

---------------------------------------------------

--------------------------------------------------

Sandoyar og Suðuroyar Øki fevnir um Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar, Skúvoyar, Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur. 4 Landið skal bara skrivast, um viðkomandi fyri felagsskapin 5 T.d. løgregla, stovnar undir landinum ella kommunum o.a.