ferð til murmansk - wordpress.com · ferð til murmansk tættari samband við rusland fiskaren...

24
Nr. 340 Hósdagur 14. apríl 2005 12,- Bjargingarroynd VÆgsbotni Baksíðan Umbosmaurin Llgtingsins umbosmaur setir krarar gapistokk. Bernhard 5. partur Dagbkin hjÆ Bernhard. Einki brv men endiliga heima. Síða 17 Síða 8 Fer til Murmansk Tttari samband vi Rusland Fiskaren vitjar FF Baksíða Síða 9 Síða 21 ICES viurkennir vissu rÆgeving

Upload: others

Post on 27-May-2020

6 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Nr. 340 Hósdagur 14. apríl 2005 12,-

Bjargingarroynd í VágsbotniBaksíðan

UmboðsmaðurinLøgtingsins umboðsmaður setirkærarar í gapistokk.

Bernhard 5. parturDagbókin hjá Bernhard. Einki brævmen endiliga heima.

Síða 17

Síða 8

FFeerrðð ttiill MMuurrmmaannsskk

TTæættttaarrii ssaammbbaanndd vviiðð RRuussllaanndd

Fiskarenvitjar FF

Baksíða

Síða 9Síða 21

ICES viðurkenniróvissu í ráðgeving

Topppolitisk heimføðisligheitFyri fáum árum síðan varstørsta málið í Føroyum atsleppa til New York oggerast limur í ST eins ogøll onnur lond. So langtkom tað ikki, men umdagarnar fingu vit Fám-jinsskjalið, ið skuldi gloppadyrnar út stóruverð.

Einasti trupulleiki vithava í okkara samskifti viðútheimin er málið.Vit eruso “óheppin” at hava eittmál, sum bert verður skiltav minni enn 1 av hvørj-um 100.000 av heimsinsíbúgvum. Men vegna fram-skygni hjá okkara forfedr-um á skúlaøkinum eru vitfør fyri at samskifta viðskandinavar og bøtir hettanakrar hundrað ferðir umstøðuna. Men hetta erframvegis ov lítið, og ikkifyrr enn vit øll duga enskttil fulnar kunnu vit kláraokkum sum onnur í stóru-verð. Men hetta gongurskjótt, og tað eru bert fáættarlið, so kunnu vitkanska enntá hava ensktsum alment mál. Menhetta krevur sjálvsagt, atvit veruliga vilja nýta hes-ar møguleikar til fulnaruttan nakra heimsføðislig-heit, sum vit hava sæð altov nógv til á hesum øki.

Tí ljóðaði tað sum “enrøst fra graven”, tá taðkundi lesast í Dimmalætt-ing, at Jógvan við Keldu,landsstýrismaður var sogóður við tað føroyskamálið,at hann noktaði fyri

at skriva brøv í sambandvið ummæli av arbeiðs-loyvi, sum skuldu avgreið-ast av donskum myndug-leikum, á donskum.

Hesi brøv verða sendumvegis fútaskrivstovunaí Føroyum. Hon hevursagt, at hon hevur ikkiumstøður at umseta hesibræv til danskt. Og her ereisini talan um eitt stór-arbeiði við teimum hundr-aðum av málum, sum tal-an er um. Fútin heldur viðfullum rætti, at tað er dup-ultarbeiði fyrst at skrivaeitt bræv á føroyskum ogsíðan at umseta tað tildanskt, tá tað eins vælkann skrivast á donskumbeinanvegin. Hetta er eittsjónarmið, sum er soupplagt og rímiligt, at einilla í 2005 kann hugsa særat nakar kann hava aðrahugsan.

Hetta rørir ikki lands-stýrismannin. “Hetta mápolitiið um” sigur hann.Um her var talan um minnitýðandi mál, kundi einbert tikið hetta sum eitt“gott” dømi um føroyskaheimsføðisligheit, tá honer ringast. Men her ertalan um medmenniskju,sum bíða hvønn dag íspenningi eftir teirralagnu í Føroyum. Longu,sum er, er avgreiðslutíðiní longra lagi, í hvussu erfyri tey sum bíða. Og soskal bíðitíðin leingjast ennmeira av nevndu orsøk.

Hetta er bæði láturligt oggrátiligt.

Og so pástendur Jógvanenntá, at hann hevur allaløgmansumsitingini aftan-fyri seg í hesum máli. Einkann illa sjokerast longurav okkara øru politiskuskipan, so hetta kannheldur ikki undra okkum.

Men hetta er í hvussu er

ein sikkur háttur at geraokkum til láturs úti íheimi.Víst skulu vit fjálgaum okkara mál og vit eruøll góð við tað. Men eftir,at vit øll hava lært danskt,er tað ørskapur at forðafyri, at hesin kunnleikiskal kunna verða nýttur íeinum praktiskum málisum hesum.

[email protected]

Síða 3Nr. 340 - 14. apríl 2005

Aðalfundurin 2005Leygardagin 2. apríl var árligi aðalfundurin í Lofts-stovu á Føroyamálsdeildini. Les ársfrágreiðinginaher. Nevndin varð afturvald. Í nevndini eru:AnnikaSølvará, forkvinna, Áki Johansen, næstformaður,Erling Isholm,kassameisteri, Jette Hoydal,nevndar-limur og Katarina Petersen, nevndarlimur. Tveirnýggir tiltakslimir vóru valdir: Nanna Jürgens ogBeinta Vilhelmsen

Aftaná fundin greiddi Marit Flø Jørgensen, ser-frøðingur í mannarættindaspurningum, frá umstøðuna hjá kvinnum í islamisku londunum í Mið-eystri og Norðurafrika.

Hans Marius Joensen:Stovnið ALS-skipan serligafyri fiski- og útróðrarmenn

Óli Jacobsen hevur í tveim-um undanfarnum FF-bløð-um havt greinir um ar-beiðsloysisskipanina, harhann er ónøgdur við, atALS ikki gongur fiskimonn-um á møti í rættinum tilútgjald. Óli hevur sitið ínevnd júst við tí fyri eyg-að at broyta skipanina, so-leiðis at møguleiki var hjáfiskimonnum at fáa út-gjald, men hann kom ong-

an veg við hesum máli.Formaðurin í Skipara- ogNavigatørfelagnum hevurroynt seg í sama máliígjøgnum rættarskipanina,men heldur ikki hann erkomin nakran veg.

Um vit minnast aftur átíðina, tá ALS varð sett ástovn, og tá reglugerðskuldi gerast fyri grunnin,hvussu trupult tað var atfáa eina reglugerð, sumhelt fiskimenn og kanskaserliga útróðrarmenn utt-anfyri hesa skipan. Sumvit minnast, so var einskipan fyri útróðrarmenn,sum kallaðist minstafor-vinningsskipanin, har út-róðrarmenn,um teir høvduein avreiðingarseðil,høvdurætt til 1000 kr. um dagin.Alment varð nógv gjørtburturúr, hvussu útróðrar-menn misbrúktu skipan-

ina. Útvarpið gjørdi serliganógv burturúr, at lýsa út-róðrarmenn sum fíggjar-liga kriminellar, tá útvarps-maðurin við 10-mannafari-num “Fliðan” keypti sær100 pund av fiski mána-morgun og fór so runt á Skálafjørðinum, síðaninorð gjøgnum Sundalagiðog avreiddi 2-3 fiskar tilhvørt virkið, til hannleygardag stóð aftur áTofta kei við 6 avreiðing-arseðlum í hondini og so-statt 6000 kr. í lummanum,uttan nakran dag at havaverið á útróðri. Hendaniðursetandi skriving hev-ur uttan iva havt sítt áriná nevndina, sum skuldigera reglugerð fyri grunn-in.

Tað má tá standa einumog hvørjum greitt at fólk,sum móttekur hýru sum

løn, ongantíð kemur atmóttaka útgjald frá ALS.Tað vísir seg ikki at verðanakar trupulleiki hjá ALSat finna fiski- og útróðrar-menn, tá tað er inngjaldtað snýr seg um.Og hevurein verið so einoygdur, athann hevur útvegað særegnan bát ella egið arb-eiðspláss, skal hann gjaldadupult, bæði sum arbeiðs-gevari og sum lønmóttak-ari, uttan nakrantíð at fáaeitt oyra út aftur.

Mítt uppskot er tí til ølltykkum, sum varða um á-hugamálini hjá fiskimonn-um, steðgið øllum inn-gjaldi til núverandi ALSskipan, setið á stovn alter-nativa ALS skipan, sum øllavgjøld frá hýrum gangainn í. Á annan hátt fáafiski- og útróðrarmennongar sømdir.

2. páskadagMinus 5,3 stig í dag ogvindur av landnyðringi.“Lómur” kom inn at landaí morgun, teir hava um 80tons inni.“Akamalik” komtil Nuuk í morgun; teirskulu skifta fólk.Teir havafiskað 200 tons, síðan teirfóru úr Sisimiut seinna-partin mikudagin.

Hósdagin 31. mars“Markus” kom inn at mill-umlanda; teir hava fultskip eftir at hava fiskað900 tons í knappar 3 vik-ur. Óført fiskarí.Teir skululeggja 250-300 tons uppher,og alt er á plattum hjáteimum - tað sum er tileksport. “Markus” loystiaftur kl. 16 seinnapartin;teir skulu inn at landa ogskifta fólk í komandi viku.

3. aprílMinus 0,8 stig og stilli.“Lómur”kom inn at landa.Teir hava knapt 100 tonsinni av góðum rækjum.

Mánadagin 4. aprílTað vóru minus 2,3 stigog lot av norðri. “Lómur”fór nýggjan túr í dag.“Louise L”kom higar í dagat skifta fólk. Teir havaverið í Manitsoq og lagtgóð 15 tons av jákupskelj-um upp. “Nanok Trawl”kom inn at landa í morg-

un.Teir hava verið úti í 14dagar, og skipið er fult,t.v.s. gott 450 tons.

5. aprílTeir máttu gevast at landa“Nanok Trawl” í nátt, tí taðvar ikki nóg mikið av 40fóts frystibingjum eftir, soteir fóru út aftur við um80 tonsum í lastini.

Mikudagin 6. aprílMinus 2,8 stig og blika-logn. Hetta er dagurin,likkan kemur aftur til land-ið at gjøda onkrar hagar.Tað komu nógvar frysti-bingjur til býin í dag.

7. apríl“Natarnaq” kom inn atlanda; teir hava fult skipundir lúkurnar eftir athava roynt í knappar 14dagar. Óført fiskarí!

8. aprílMinus 2,5 stig og stilli. Nútil nakað, sum einki hevurvið sjógv ella rækjur atgera. Í morgun byrjaðiheimsins harðasta skíð-renning, sum eitur ArticCirkel Race, og hon gong-ur fyri seg her í Sisimiut.Skríðað verða 160 kmuppá tríggjar dagar. Taðføroyska flaggið fekk egeisini at veittra ímillum

hini fløggini, tað bar segheilt einastandandi væl.Fyri fyrstu ferð hesi 9 ár-ini, kappingin hevur ver-ið, er ein føroyingur við,og tað er Vilhelm Rasmus-sen úr Miðvági. Vilhelmbýr nú í Julianehåb, og titskulu fáa meira at vita ínæsta blað. Tað var avbesta veðri, tá renninginvarð skotin í gongd, menso kom vindur og kava-ælingur eina løtu aftaná,byrjað var at skíða.

“Natarnaq”loysti frá landitil nýggjan túr í kvøld.

Síða 4 Nr. 340 - 14. apríl 2005

Tann 31. mars andaðistNella Dahl í Havn, 94 ára gomul. Nella var trið-yngsta barnið hjá Fíu, ætt-að úr Funningi, og JohanHendrik Egholm.Tey vóruupprunaliga 11 systkin,og nú er bert Gunhildeftir. Tey gjørdust ein stórætt. Hetta kom ikki minsttil sjóndar, tá hon hittustseinasta summar, og taðvarð staðfest, at nú vórutey 350 tisamans.

Nella giftist í 1940 viðPetur Dahl, sum var sonurMariu og próstin JákupDahl.Tí varð hann vanligakallaður Petur próst.Nellaog Petur búðu fyrstu árinií próstagarðinumn í Sanda-gerði saman við teimumgomlu, men tey fluttuseinni inn í barndóms-heimið hjá Nellu á Glaðs-heyggi, og kom Nella tí-skil at búgva har mestsum alla sína tíð, og honbúði eisini heima til taðsíðsta.

Fødd í 1910 hevur Nellaupplivað stórt sæð allarbroytingar í samfelagnum.Í uppvøkstrinum høvdutey kúgv í kjallaranum.Hetta merkti í sær sjálvumein barndóm,sum í dag erókendur ikki bert hjáhavnarbørnum.Tað skuldihoyggjast til kúnna.Tí varneyðugt at hava stóratrøð, og trøðin er tann,sum í dag verður kallaðEgholmstrøð, og sum ligg-ur so at siga í miðbýnum íHavn. Um summarið skul-di kúgvin eisini rekast íhagan í Havnadali. Tákundi tað vera uppgávanhjá Nellu at fara við kúnniog reka hana út eftirLandavegnum á morgniog at fara eftir henni afturum kvøldið. Hon hevurgreitt frá, at hon plagdi atvera í fylgi við vinkonuniMarthu (Matras), og á veg-num plagdu tær at støkkainn á gólvið hjá systkina-barninum Mallu hjá Pola,har tær hugnaðu sær viðdóttir hennara Lisu, sumvar mamma mín.

Onkuntíð skuldi eisinifarast til Funnings at vitjaommuna og abban harnorðuri,og hetta var held-ur ikki bert sum at sigatað. Tey fóru við mjólka-bátinum “Ruth” norður tilOyrar, og hagani var ging-ið til Funnings, og hettavar ein heilt fittur teinur,sum tók fleiri tímar atganga. Men stuttligt varhjá havnabørnum at slep-pa til Funnings, har taðvar stuttligt at vera.

Fía átti tvey systkin íHavn. Tey vóru Nella,kona Vilhelm Tórsheim,og gamli Knút skómak-

arin. Hetta gjørdi okkumbæði til skyldfólk, tí honvar systkinabarn við om-mu mína, sum var dóttirKnút. Hetta ljóðar kanskaikki av so nógvum skyld-skapi í dag, men hjá Nellu,og annars í hesi Egholmættini, var hetta ein rætti-liga fittur skyldskapur, iðeisini merkist, tá ið vitkoma á tal hvørt við annað.

Tað var ótrúliga stuttligtat kenna Nellu og at komaá tal við hana. Tað ersjáldan at ein hevur hitteitt meira lættsint fólk ennhana. Hon kundi skemtastum stórt sæð alt, og tókheldur ikki seg sjálva sohátíðarliga. Og hesin egin-leikin helt sær til tað allarseinasta - eisini nú honvarð innløgd. Tað var sosera eyðkent fyri hana, atein dagin sær hon - uttanbrillur - at ein maður stend-ur fyri songarendan. Honfær at vita, at hetta er einlækni. “Og sær hann gottút?”, spyr Nella. Soleiðisvar Nella.

Nella hevði eisini sínarmeiningar um lívsins viður-skifti, og hon duldi heldurikki fyri teimum.

Sum ung lærdi Nella tilsjúkrasystir,men hon komikki at arbeiða leingi íhesum starvi. Hon giftist í1940, og Petur var nógvurburtur, so Nella kom atpassa hús og heim, sumeisini mundi vera nógmikið við teimum 5 børn-unum, sum komu.

Men sum presturin segðivið jarðarferðina, so komhennara lív framvegis atvera at hava umsorganfyri øðrum, og her vórusjálvsagt maður og børn ífremstu røð.

Petur Dahl,maður Nellu,var eisini ein merkisverd-ur persónur. Hetta varheldur ikki so løgið, táhugsað verður um, atpróst Dahl var pápi hans-ara, og Bakar Hansen varabbi hansara.

Hann var maskinmeist-ari av yrki og sigldi m.a.við trolarum vesturi íVágum. Og sagt varð, atstásiligari maskinrúm ennhansara fanst ikki. Taðhevur ikki altíð verið so,at maskinrúm eru so noss-lig. Men tað vóru tey, harsum Petur skipaði fyri.Tað var sum at koma inn íeina stovu,málað og rudd-að.

Seinni gjørdist Peturreiðari, og hann var fram-burðsmaður. Hann var einav teimum ið hildu longstá við stórhvalaveiðuni.Hann hevði hugskot umnýggjar vinnur, og hanngjørdi m.a. eina ritgerðum hávaveiðu, sum hannhelt, at føroyingar áttu athavt møguleikar at fáanakað burtur úr. Annarsvar hann seinastu áriniskipasýnismaður. Hanndoyði í 1981.

Nella doyði mett avdøgum. Hon segði, at honhevði livað eitt langt oggott lív, og hon hevði sjálvskipað fyri jarðarferð síni.M.a. ynskti hon at verðajarðað ílatin brúðarkjólanhjá sær. Vakrari og virði-ligari kundi tað ikki vera!

ó.

Soleiðis kendu vit Nellu. Hon átti 5 børn, 10 ommu-børn og 7 langommubørn.

Nella farin

Petur Dahl fór við“Sonnu” til Amerika í1940 og var annars einframburðsmaður

Samgongan vil lækka mjólkar-prísin, men krevur, at bóndinrindar bróðurpartinÍ samband við, at Bóndafelagið setti Búnaðarstovuni fyrispurningum studningsveitanina til landbúnaðin fyri 2005, er nú staðfest, atfíggjarnevndin hevur givið boð um, at mjólkarprísurin skal minkaáljóðandi einari millión. Men, í sama andadrátti verður sagt, ataðrar studningskonti, til somu bøndur, skulu minkast, tí kekkurinfíggjarnevndin letur saman við boðunum, er bert áljóðandi 660 túskrónur.

Við øðrum orðum er smarta ætlanin,hjá fíggjarnevndini, at geva brúkara-num ein lætta uppá eina milliónkrónur við at hækka mjólkarstuðulinvið einari millión. Men samtíðis tekurfíggjarnevndin 340 tús krónur afturvið hinari hondini frá somu bóndumvið at minka um stuðulin til stráfóður,neytakjøt og velting og gevur MBMboð um at lækka mjólkarprísin sam-svarandi einari millión krónum.

Spurningurin er, hvør ásetur mjólk-arprísin? Vinnan hevur víst á, at stuð-ulin til mjólk er beinleiðis stuðul tilbrúkaran og tí ber til at hugsa sær, atpolitikarar vilja tilskila sær rætt tilbeinleiðis at ávirka mjólkarprísinígjøgnum stuðulin. Og sum so er taðvæl skiljandi tí stuðulskipanin er eittamboð í hondum politikaranna.

Men soleiðis sum hetta nú verðurgjørt, er tað púra burturvið og minn-ur meg á søguna um mannin sum“lumpaði kúnna”. Maðurin var seragóður við kúnna og mjólkin frá kúnnivar lívsgrundarlagið í húsi hansara.Men eitt árið sá maðurin, at hann fórat koma í hoyneyð og tað vildi hannikki skuldi ganga útyvir kúnna sohann gav kúnni fulla krubbu avhoyggi, men fór síðani aftur umkrubbuna og “stjól”ein part av hoyggi-num aftur. Kúgvin, so góðtrúgvin honer, treivst og mjólkaði, sum um onkivar hent.

Allir politikarar, sum ikki sova ítímanum vita, at føroyski landbún-aðurin hýkur undir munandi verrikorum enn landbúnaðurin í granna-londum okkara.Vit líða hvønn einastadag undir kappingaravlagandi dump-ing inn á føroyska marknaðin, har vit

noyðast at kappast við innfluttar vør-ur, sum ikki bert verða framleiddarundir munandi betri korum í egnumlandi, men eisini verða dumpaðar inná okkara marknað og í fleiri førumkunnu keypast bíligari í føroyskumhandlum enn í upprunalandinum.Fyri ikki at tala um støðu okkara vildionkur bóndi ditta sær at tosa um atútflyta vørur. Aftrat hesum er land-búnaðarstuðulin í Føroyum 8 til 14ferðir minni enn stuðulin í Danmark(EU), Noregi og Íslandi.

At hesir somu politikarar nú komasær, at krevja hesar bóndur, sum viðstoltleika og vilja av stáli manniligakempa fyri sínari vinnu, eftir at gjaldafyri fjøðurina í hattinum hjá politik-arum, er ovboðið.

Annars kann við eitt sindur avhøvuðrokning sigast, at hendan lækk-ing í mjólkarprísinum, sum fíggjar-nevndin nú áleggur MBM at seta íverk,kemur at spara eini familiu við 2børnum, áleið ein 50 krónuseðil umárið, meðan avleiðingin av hesumspælinum fyri bóndurnar verður eittmunandi høgg í inntøkugrundarlag-ið. Aftrat hesum er hetta eisini eittgreitt tekin frá politiskari síðu um, atteir vilja planstýra prísinum á búnað-arvørum og benda gongdini burturfrá at dyrka lendi og framleiða mestmøguligt á egnum grundarlagi sumteir áleggja festibóndunum í lóg umlandsjørð.

1. apríl 05Bjørn Patursson [email protected] nevndarformaðurBóndafelag Føroya

Síða 5Nr. 340 - 14. apríl 2005

Enn einaferð er tað staðfest:

Fullkomiligur løgfrøðiligur ruðuleikiEnn einaferð hava vit fing-ið váttað tann ruðuleika,sum valdar í okkara pol-itisku skipan.Tann 5. marsvarð uppskot lagt fram áting um broytingar í ALS-lógini. Hetta hendi eftir, atløgtingsskrivstovan hevðihavt ta ásettu tíðina atkanna, um málið var løg-frøðiliga í lagi. Uppskotiðvarð fyrst sett at koma til1. viðgerð í tinginum tann30. mars, og síðan varðtað útsett til dagin eftir, táonnur mál tóku meira tíðenn roknað varð við.

Men tá málið skuldikoma fyri, varð tað tikiðav dagsskrá og samb. út-varpinum við hesi grund-geving:

Ivi verður nú sáddurum eina ætlan hjá lands-stýrinum um at gevalandsstýrismanninum ívinnumálum heimild atáseta ALS-gjaldið. Eittuppskot um at broytalógina um arbeiðsloysis-trygging og arbeiðsávís-ing, sum er lagt fyri løg-tingið, gevur landsstýris-manninum heimild atáseta ALS-gjaldið, eftirtilmæli frá stýrinum fyriALS.

Síðani ALS varð sett ástovn fyri 12 árum síðanihevur stýrið fyri ALShavt hesa heimild. Meneingin beinleiðis ella ó-beinleiðis skattur máverða álagdur, broytturella avtikin uttan við løg-tingslóg, staðfestir stýris-skipanarlógin, sum bygg-ir á eina líknandi áset-ing í grundlógini.

Við hesum í huga havafleiri sett spurnartekn við,um ALS-skipanin ikkihevur verið í stríð viðbæði stýrisskipan oggrundlóg, tá ALS í fleiriár hevur havt heimild atáseta inngjaldið. Grund-gevingin hevur verið, atALS gjaldið í roynd ogveru er eitt slag av skatti,sum altso bara løgtingiðhevur heimild at áseta.

Bjørn atkvøddisjálvur fyriHer skal sigast, at tanneinasti, sum alment hevursett fram ein slíkan iva, erBjørn á Heygum, sum eis-ini fyrr hevur sett framlíknandi iva um sjúkra-kassagjaldið. Tað er berttað at siga, at í hesummálum hevur Bjørn sjálv-ur sum tingmaður atkvøttfyri hesum báðum lógu-num bæði við 2. og 3.viðgerð. Einki fyriliggurum, at Bjørn ta ferðina

hevði nakran sum helstiva. Sum ein av fedrunumtil stýrisskipanarlóginaskuldi hann verið tannfyrsti at gjørt vart við seg,tá hann hevði møguleik-an.

Ivasamt álit.Forsøgan í hesum máli ereitt álit hjá einum starvs-manni í fíggjarmálaráð-num frá 2001, sum kemurtil ta niðurstøðu, at virk-semið hjá grunnum viðtilknýti til tað almenna,sum t.d. ALS og Realurineigur samb. stýrisskipan-arlógini at vera bæði áfíggjarlógini og í lands-kassaroknskapinum. Einniðurstøða er eisini tann,at ALS gjaldið skal roknastsum ein skattur, sum bertløgtingið kann áseta.

Tað hevur frá fyrstadegi verið ivi um hettaálit, sum eisini er víst áher í blaðnum. Tá Real-urin vísti á, at hann hevðiverið undir líknandi lóg-gávu sum okkara stýris-skipan í ártíggir uttan atvera á donsku fíggjarlóg-ini var svarið, at hetta varorsakað av, at danir høvdubrotið sína egnu grund-lóg! Annars er eingin løg-frøðingur uttanfyri fíggj-armálaráðið, sum hevurlagt navn til hetta álit.

Málið skuldigreiðast med allaFyri at fáa fulla greiðu áhesum máli setti BjarniDjurholm, landsstýrismað-ur, ein serfrøðingabólk viðikki færri enn seks løg-frøðingum. Millum hesareru eisini serfrøðingar ístatsrætti. Hesir hava ar-beitt við málinum fyrieina sekssifraða krónu-upphædd í heili tvey ár.Og varð álit lagt fram íjanuar mánaði. Vit havafyrr greitt frá hesum áliti,men fyri at tað ikki skalvera okkara orð, skulu vitendurgeva niðurstøðunahjá Vinnuhúsinum av áliti-num:

Niðurstøðan hjá meiri-lutanum er, at ALS-gjald-ið neyvan er at roknasum skattur eftir § 41.Niðurstøðan hjá minni-lutanum er, at ALS-gjald-ið mest sannlíkt er atmeta sum skattur sam-bært § 41 í stýrisskipan-arlógini, men at skip-anin ikki kann sigast atvera ólóglig, (okkaraundirstriking) og at taðer upp til løgtingið atgera av, í hvønn munskipanin skal varðveit-

ast í verandi líki. Altsoein politiskur spurning-ur og ikki ein løgfrøðil-igur spurningur.Tí kanntað tykjast óheppið, atløgtingið nú ikki sleppurat viðgera spurningin.

Hetta er tann sama niður-støðan, sum vit komu til.Tað kann í hvussu ersigast, at nevndin er samdum, at verandi skipan, harstýrið fyri ALS ásetur inn-gjaldið innanfyri lógásett-ar rammur, ikki er ólóglig.Harvið er ikki meira løg-frøði í hesum máli. Tískiler tað ein politiskur spurn-ingur, hvussu hetta skalverða skipað framyvir. Oghendan møguleikan hev-ur tingið so havt við fram-lagda uppskotinum.

Fleiri sannleikarÁlitið hjá umrøddu ser-frøðinganevnd skuldi eis-ini verið eitt gott grundar-lag fyri at avgreitt spurn-ingin um grunnarnar ann-ars, so tað ikki skuldiverið brúkt meira av orkutil hetta. Orku sum sakt-ans kundi verið nýtt betritil okkurt meira ítøkiligtenn teir formellu spurn-ingarnar, sum talan er umher. Og hervið skuldi álit-ið hjá fíggjarmálaráðnumfrá 2001 verið burtur-dottið. Tað skuldi veriðupplagt, at tað ber ikki tilat hava fleiri útleggingarav sama løgfrøðiliga spurn-ingi, um ikki alt skal endaí einum ruðuleika.

Men soleiðis virkar okk-ara skipan eftir øllum atdøma ikki. Meðan taðbíðar eftir at koma til 1.viðgerð, kemur árliga frá-greiðingin frá landsgrann-skoðaranum, sum er dag-fest 11. mars 2005.

Men hann sær fullkomi-liga burtur frá álitinumhjá serfrøðinginabólkinum,sum als ikki verður nevnt.

Landsgrannskoðar inheldur seg framvegis tilálitið frá 2001 sum “sann-leikan”í hesum spurningi,hóast hetta álit má sigastat vera meira ivasamt ennnakrantíð.

Tað, sum annars lýsirrættarfatanina í umsiting-ini, er, at samb. landsgrann-skoðaran hevur landsstýr-ið seinast í 2004 samtykt,at nú skuldi spurningurinum grunnarnar loysast. oghetta arbeiðið skuldi fyri-skipast av Fíggjarmálaráð-num, sum væl fer at nýta“sítt”álit í viðgerðini.Hettasamtykkir landsstýrið, hó-ast tað má vera vitandi

um, at álitið hjá serfrøð-ingabólkinum er á trappu-num!

Hetta er aftur eitt dømium hurlivasan innan før-oyska umsiting. Um samaspurning hava vit nú tveyymisk álit frá tveimumymiskum aðalráðum. Ogso kunnu hini aðalráðini“efter behag” velja sær taniðurstøðu, sum passarteimum. Eingin skal vita,hvat er rætt ella hvat erskeivt. Og so kann ruðu-leikin gerast fullkomin,um hann ikki var taðframmanundan.

Hevur løgtingsskrivstov-an nú fingið definitións-rættin?

Sum tað skilst, er taðløgtingsskrivstovan sumer orsøkin til, at umrøddauppskot er tikið aftur.Hetta kann sjálvsagt vera ílagi, treytað av, at honlegði fram eina haldbaragrundgeving fyri hesistøðu.

Men soleiðis virkar løg-tingsskrivstovan ikki. Eing-in grundgeving finst al-ment, sum tingmenn ogannars almenningurin kannmeta um. Sjálvt vinnu-málaráðið, sum annarshevði fingið grønt ljós fráløgtingsskrivstovuni, atleggja málið fram, hevur í

hvussu er ikki í fyrstaumfari fingið nakra skriv-liga grundgeving.

Og hetta er júst tað eyð-kenda við skrivstovuni hjáløgtinginum. Hon virkarsum ein pávakirkja, sumals ikki nýtist at grund-geva fyri sínum sjónar-miðum, sum tað fyrr ergreitt frá her í blaðnum.Eingin í formansskapinumhjá tinginum ella nakar ítinginum í heila tikið torirat seta spurningar við løg-frøðina hjá løgtinginum. Ífjør var ein tinglimur, sumroyndi hetta, og hannvarð bukaður uppá pláss.Ein annar bað formans-skapin um at fáa gjørt einakanning av løgfrøðini hjálandsstýrismálanevndini.Einki frættist aftur. Hettahendi í Jógvan S málinum.Tað kom ein stutt fráboð-an hjá løgtingsskrivstovu-ni um, at løgfrøðin hjálandsstýrismálanevndiniikki var í stríð við dómin íFøroya Rætti. Hetta sjón-armið varð als ikki undir-bygt, og er eisini í stríðvið aðrar løgfrøðiligar met-ingar. Ein nýtist ikki atvera løgfrøðingur fyri ativast. Tað er bert at lesagrundgevingarnar fyridóminum. Inntil tað mót-setta er prógvað er øll

grund til at halda, at løg-tingsskrivstovan hevurvillleitt almenningin viðumrøddu fráboðan.

Nú hevur tað sum soikki tann stóra týdningin,um júst ALS-lógin verðursamtykt ella ikki, soleiðissum hon varð løgd fram.Men hjá tí, sum hevuráhuga fyri rættarstøðinumí landinum, hevur taðgreitt áhuga at fáa at vitagrundgevingarnar fyri atmálið varð tikið aftur.Samstundis sum tað soavgjørt hevur áhuga atvita hvussu tað verðurstaðfest, hvat er rætt ellahvat er skeivt í spurning-um um, hvussu stýris-skipanin skal skiljast.

Tað tykist sum atløgtingsskrivstovan hevurtikið sær hendan rættinuttan um løgtingið. Menvið teimum royndum vitsum borgarar hava á hes-um økinum,ber als ikki tilat føla seg tryggan.

Men vit hava bert enneinaferð fingið váttað, atrættarliga støðan í Føro-yum er tann sama uttanmun til hvør ið situr ísamgongu ella landsstýri.

Tað mundu vera fleiri sum klóraðusær í høvdið, tá tað hoyrdist í útvarpi-num, at Kappingarráðið hevði lagtseg út í fiskapakkan hjá Bjørn Kalsø,og hevði sent honum síni sjónarmið,um hvørt teir einstøku lutirnir ípakkanum framdu ella tarnaðu kapp-ingina um fiskin.

Tað mest kollveltandi var uppskoti-ð um, at tað skuldi vera frí kappingum fiskiloyvi, og tykist kappingar-ráðið at vilja føra víðari sjónarmiðinihjá Hermann Oskarsson um uppboðs-sølu av fiskiloyvum. Og her visti einikki, um tað vóru saklig ella politiskatlit, sum lógu aftanfyri.

Tað fyrsta ein spurdi seg sjálvanvar, um júst hetta veruliga skal verainnan heimildirnar og uppgávurnarhjá kappingarráðnum. Víst skal taðtryggja fría kapping millum virki,eisini fiskavirki. Her kundi tað t.d.verið uppgávan hjá ráðnum at forðafyri, eitt fiskavirki nýtir eina sterkastøðu at forða fyri kapping frá øðrum

virkjum. T.d. um tað setur sum treytfyri at keypa eitt fiskaslag í eini lastfyri hægstan prís, at tað kann fáarestina av lastini uttan mun til hvatonnur virki kunnu bjóða.Tað sigst, athetta hendir. Hetta veit kappingar-ráðið, so her skuldi verið ein gylturmøguleiki á ein praktiskan hátt atfremja ta kapping, sum øll eru samdum, at tørvur er á innan hetta øki.

Men at kappingarráðið skal hava tiluppgáva at fyriskipa tann yvirordn-aða politikkin innan fiskivinnuni erringt at skilja.

Taka vit t.d. spurningin um upp-boðssøla av fiskirættindunum, so erher langt so einfalt, sum tað verðurgjørt. So vítt vit vita verður hetta ikkipraktiserað nakra staðni í tí líki taðverður skotið upp. Og sigast kanneisini,tann sum heldur at ein “loysn”áokkara fiskivinnupolitikki á hesumøki kann rúmast á 2A4 síðum, kannikki kenna málið til fulnar. Fyri at sigatað diplomatiskt.

Er tað uppgávan hjá kapp-ingarráðnum at hava einfiskivinnupolitikk?

Síða 6 Nr. 340 - 14. apríl 2005

Sjóvinnubýurin Troense:Vitjan hjá einum føroyavini, sumongantíð hevur verið í Føroyum

Hendan søgan byrjar í1961, tá eg sum 18 áragamal fór á DanmarksFiskerihøjskole í Middel-fart á Fyn. Leiðarin áskúlanum var tann seramarkanti Peter GamborgNielsen. Hann var einsannførdur grundvigiana-ri, og hesum duldi hannheldur ikki fyri. Tí fekkhann ringt orð á sær hjámissiónsmonnum, ið ikkivildu senda synir sínar áskúlan, sum eisini varðniðurlagdur árið eftir. MenGamborg, sum hann van-liga varð kallaður, lærdinæmingar sínar at hugsasjálvstøðugt. - Seinnigjørdist hann prestur.

Aftaná skúlan misti egsambandið við Gamborg,men tað eydnaðist at fáa

samband aftur við hann í1999, tá ið eg vitjaði hanntætt við Nyborg. Hann vartá farin um tey 90. KonanGerda var deyð fyri mong-um árum síðani, menhann varð giftur upp afturvið Dagny. Tey vóru serablíð og fyrikomandi, ogtað vísti seg, at tey bæðivóru svornir føroyavinir,og tað uttan nakrantíð athava verið í Føroyum.Teyfylgdu væl við í øllum tí,sum gekk fyri seg í Føroy-um,og so lósu tey WilliamHeinesen, sum tey mettusera høgt.

Eg lovaði at koma afturat vitja, men hetta gjørdistikki fyrr enn í februar í ár.Gamborg doyði fyri nøkr-um árum síðani,og Dagnyvar flutt til Troense í

Svendborg, har hon hevureina lítla íbúð. Henda er ísær sjálvum áhugaverd, tíhon býr í Mærskgården,sum er ein heil bygd, sumMærsk hevur bygt sumellisheim til síni starvs-fólk. Her eru einar 100íbúðir í rekkjuhúsum, ogher er møguligt hjá teim-um, sum hava arbeitt ellasiglt hjá Mærsk, at leigaseg inn á eldri árum. Or-søkin til at Dagny eisinibýr her er, at kommunan íSvendborg hevur leigaðseg inn her, og tí ræðuryvir umleið eini helvt avíbúðunum. Tað er nærumeingin munur á íbúðun-um. Men kortini. Har sumMærsk fólkini búgva, erhurðin blá. Blátt er eyð-kennisliturin hjá Mærsk.

Hjá hinum er hurðin reyð.Men her er gott at vera,

og her er eisini ein mat-stova, so tað ber til atkeypa sær eina máltíð, táhugurin ikki er til at mat-gera sjálvur, eins og eisiniein samkomuhøll er tiltiltøk.So mikið nógvir før-oyingar hava siglt viðMærsk, at onkur føroying-ur kundi búð her.Men teyvistu ikki um nakran.

100 ár er liðin, síðaniMærsk fyritøkan varð stovn-að av abba McKinneyMøller,og hetta hendi jústí Svendborg, sum má sig-ast at hava verið ein tannfremsti danski sjóvinnu-býurin gjøgnum øldir.Hetta merkist ikki minst íTroense, sum er hinumeg-in Svenborgsundið. Hagarer tó koyrandi, tí brúgv eryvirum. Býurin er ikkinógv broyttur síðan 17hundraðtalið, tá skiparar íhópatali búðu her. Tanngamli býurin er sjálvsagtfriðaður og er sum eittfornminnissavn.

Ein góð mynd av Svend-borg økinum - sum sjó-vinnuøki - sæst á sjóvinnu-savninum í Troense, sumer ein deild av SvendborgMuseum. Her verður dent-ur lagdur á at lýsa segl-skipatíðina í økinum viðSvendborg sundið. Økiðvar í øllum 1800 talinumeitt kraftsentur í sjóvinnu.

92 ára gamla Dagny Gamborg Nielsen hevur ikkiverið í Føroyum, men hon droymir seg higar við atlesa William Heinesen.

Gamli háskúlastjórin Gamborg, sum nógvir føroy-ingar kendu í síni tíð.

Mærskgården. Her kunnu gamlir sjómenn hjá A P Møller búgva teirra ellisár.

Skipsklokka og -skrúva inni í Mærskgården, sumer ímynd av sambandinum við skip.

Posthús og sjóvinnu-savn í einum.

Síða 7Nr. 340 - 14. apríl 2005

Her vóru umleið 20 træ-skipasmiðjur, har øll sløgav skipum vórðu bygd.Hetta vóru skip, sum sigl-du á heimaleiðum, t.d. íEystursjónum og tað vórutey stóru langfaraskipini,sum fóru um øll heimsinshøv. Ein av hesum skipa-smiðjunum, Ring Ander-sens Træskibsværft, er tilenn. Hetta kom so eisiniat merkja Troense í gjøg-num eini 200 ár. Menninirí Troense vóru antin sjó-menn burturav ella arb-eiddu teir í teimum mongureiðarafyritøkunum í øki-num.

Øll henda søgan kannsíggjast á sjóvinnusavni-num, sum eisini umboðareina aðra nýhugsan. Hervar posthús saman viðsavninum við somu av-greiðslu. Í Føroyum havavit politiska kreppu hvør-ja ferð talan er um at nið-urleggja eitt lítið posthús.Her hava teir funnið einapragmatiska loysn, hartvær eindir eru lagdarsaman til eina, og taðsøgdu tey rigga heilt væl.

Alt hetta kundi Dagnygreiða frá, og annars hev-ur hon framvegis samaáhuga í Føroyum. Honharmast um, at tað ikkiskuldi eydnast henni atkoma til Føroyar. Nú erhon 92 ár og eyguni erufarin at bila, so nú er ovseint. Men so kann honkoma til Føroyar gjøgnumtey bond, hon hevur, harbøkurnar hjá WilliamiHeinesen er lisnar inn á,og hon hevur nú eisinifingið møguleikan fyri atkunna seg um OnnuEvensen. Hon kann lesatekst, har bókstavirnir erunóg stórir og tað letur segvæl gera við teldu at økja

um støddina á bókstav-unum, so hon hevur núfingið søguna hjá Onnu, ieini bókstavastødd, sumhon kann lesa. Mong havaverið sera bergtikin av at

lesa hesa søgu í FF-blað-num. Dagny er ógvuligatakksom fyri hetta oghevur takkað so miriligafyri tað.

Dagny er bert ein av

mongum dønum, sum vitikki vita av, hava einserligan alsk til Føroyar.Hesi eiga vit eisini atvirðismeta í tann munhetta letur seg gera.

Flott vóru tey gomlu seglskipini. Her í sjóvinnsavninum í Troense.

Gomul skiparahús.

Fiskivinnugransking søkir samskipara

Fiskimálaráðið tók í 2001 avgerð um at skipa granskingarjáttan-ina, Fiskivinnuroyndir, í greiðari karm. Samstundis varð avgerðtikin um at kanna á hvørjum økjum og hvussu fiskivinnugransk-ing kundi verða ment í Føroyum. Verandi samskipari fer í annaðstarv, og verður starvið tí lýst leyst at søkja.

Arbeiðið sum samskipari er sera avbjóðandi og fjøltáttað:

· Arbeiðið fevir um at samskipa arbeiðið í Fiskivinnuroyndum.Tað snýr seg um at skipa málsviðgerðina av umsóknum, takastig til tiltøk, sum birta undir granskingar og menningarvirk-semið og miðling av úrslitum.

· Arbeiðið fevnir eisini um at samskipa granskingarvirksemið,sum verður játtað av játtanini til granskingarætlanir. Í løtunier hetta skipað í kjarnar: ein fyri reiðskaps/fiskitøkni, ein fyrilívtøkni og ein fyri framleiðslutøkni.

· Somuleiðis skal samskiparin taka stig til samstarv í Føroyumog uttanlands, sum kann styrkja gransking og menning inn-an fiskivinnusektorin í síni heild.

Arbeiðið verður stýrt av einum stýrisbólki við umboðum frá Fiski-málaráðnum, Fiskirannsóknarstovuni, Heilsufrøðiligu Starvsstovu-ni, Menningarstovuni, Ráfiskakeyparafelagnum og Ráfiskaselj-arafelagnum.

Vit vænta av tær:

· At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst. · At tú hevur neyðugan og viðkomandi akademiskan førleika · At tú hevur fyrisitingarligar royndir.

Starvið er tíðaravmarkað. Tann, sum verður settur, skal tolabroytingar í starvsinnihaldi og -formi, serliga við atliti at tí skip-anarliga formi fiskivinnugranskingin kemur at taka frameftir.Starvsstaðið er í Fiskimálaráðnum, og tann setti kemur eisini atloysa ávísar uppgávur fyri Ráðið.

Løn og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millm av-varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 1. mai 2005.

Eru spurningar ber til at venda sær til Hjalta í Jákupsstovu tel353900 ella [email protected]

Umsóknir við avritum av viðkomandi próvskjølum og ævisøgu(CV) skulu sendast til:

Stýrisbólkin fyri Samskiparan í FiskivinnugranskingAtt: Hjalti í JákupsstovuFiskirannsóknarstovanPostboks 3051 FO-110 Tórshavn

Nú í fleiri ár hevur veriðarbeitt við at skipa so fyri,at tann fiskur sum lønandikann arbeiðast í Føroyumeisini kemur á flakavirkinitil virkingar.

Tað hevur verið semjaum sumt á hesum økinumog ósemja um annað. Tíkann tað hava verið ó-heppið, at Bjørn Kalsøkoyrdi bæði tað ið semjavar um, og tað, ið ósemjakundi vera um, í ein “fiska-pakka”, sum merkir, atfleiri tiltøk skuldu viðger-ast og samtykkjast undireinum.

Tað rætta hevði verið atbyrja við teimum tiltøk-um, sum semja var um.Her var fyrst og fremsttalan um at støðga proformasølum, sum skuldiverið hampiliga lætt.

Men alt skuldi bíða eftirfiskapakkanum, sum núvar komin so langt,at hann

kundi verið samtyktur íhesi tingsetuni, og vinnanhevur fingið tilsøgn um atallar kunngerðir o.t. skul-du vera klárt miðjan mai.So var tað komið uppápláss og vinnan hevur dis-ponerað út frá hesum.Hetta kundi verið eitt stigat fingið “dynamik” í sølu-skipanina av feskfiski, sumtørvur er á.

Men nú frættist knapp-liga, at samgongan hevurmeira ella minni samtyktat taka fiskapakkan afturúr tinginum. Frágreiðing-in var tann, at fólkaflokk-urin vildi hava eina broyt-ng í sjálvum fiskidøgun-um við í pakkan. Hettakundi ikki náast. Tískil eralt nú útsett til á ólav-søku. Hetta kann merkjabæði hálvi og heili ár, ogkann eisini merkja, ateinki hendir.

Tað er ringt at skilja log-

ikkin í hesum. Definitiónav fiskidøgum hevur seralítið við fiskapakkan atgera. Og tað má undra, athetta kemur fram beintnú, málið er so nær við atverða avgreitt.

Ítøkiliga merkir hetta, atkappingin við útlending-ar, sum teir annars havafingið fráboðan um verð-ur av ongum til ásettu tíð-ina. Hetta merkir eisini, attann “revsiregla” ið kundiført til, at lemmatrolararlanda meira í Føroyum, ogserliga í Suðuroy, heldurikki verður av nøkrumenn á sinni.

Alt hetta kann bert váttata fatan, sum vinnan hev-ur av politisku skipanini.Hon virkar sera illa, og íhvussu er so illa, at tað alsikki ber til at leggja ætl-anir um nakað sum helst.

Eingin fiskapakki - enn um nakrantíð

Vitjan frá skotska fiskimannafelagnumTýsdagin høvdu vit vitjan av umboð-um frá Scottish Fishermen's Organi-sation.Teir vóru í Føroyum í sambandvið eina fiskamjølsráðstevnu og vildutí kunna seg um føroysk fiskivinnu-

viðurskifti. T.v. er Ian Mc Sween ogt.h. William Whyte. Í komandi blaðkoma vit at greiða nærri frá vitjaniniog frá viðurskiftum hjá fiskimonnumí Skotlandi.

Síða 8 Nr. 340 - 14. apríl 2005

ICES viðurkenniróvissu í ráðgeving

Danska FiskerBladet hevur ofta áhugaverdar greinir eisini umfiskifrøðiliga ráðgeving. Ein slík grein var í aprílblaðnum, ogher er eisini ein viðmerking frá Claus Jacobsen, sum er blað-stjóri. Vit prenta hansara viðmerking, sum eisini endurgevurtað týdningarmesta í frágreiðingini hjá ICES. DFU í greininistendur fyri donsku fiskirannsóknarstovuni.

Det er ikke nyt, at danskefiskere år efter år kritise-rer Det InternationaleHavforskningsråd, ICES,for at rådgive på grundlagaf manglende praktiskerfaring i fiskeri, mensICES til gengæld profile-rer sig med et videnska-beligt ansigt.

Det er derimod nyt ogmildest talt forbløffende,at ICES nu åbenlyst erken-der, at den biologiske råd-givning, der i meget storudstrækning baserer sigpå udtryk som indenforeller udenfor “sikre biolo-giske grænser”, ikke kandokumentere sin rådgiv-ning med de nødvendigedata. De må dog ansessom en forudsætning foren rådgivning, som i alletilfælde bør kunne be-dømmes som ansvarlig ogtroværdig udfra den be-tydning, som det politiskeliv normalt tillægger den.

Med andre ord: - Denrådgivning, der genereltblandt fiskere og det poli-tiske liv anses som viden-skabelig er uvidenskabe-lig, fordi den mangler detvidenskabelige funda-ment. Det siger ICES selv.Det fremgår således påside 9 i DFU-rapporten: -Det må dog erkendes fra

videnskabelig side, at detfor mange bestandes ved-kommende hidtil harværet vanskeligt at frem-skaffe data til bestem-melse af referenceværdierog dermed fastsættelse afdisse grænser på et sik-kert videnskabeligt grund-lag.

- Det tjener ICES tilære, at der gøres opmærk-som på den mangel påvidenskabelige data, derrådgives udfra. Vi kunnedog have ønsket, at denneerkendelse havde fået enmere fremtrædende pladsi rapporten i stedet for atgemme sig nederst påside 9.

Når det er noteret, erder så meget desto meregrund til endnu engang at råbe det politiske liv op i Folketinget og føde-vareminister Hans Chr.Schmidt, der tidligere harytret tvivl om dele af ICESrådgivning. Nu har de fis-keripolitiske ordførere,og flere med dem, yderli-gere dokumentation for,at ICES rådgivning ganskeenkelt ikke kan bruges tildet, som den skal.

Ikke således at forstå, atder ikke skal gennemfø-res en eller anden formfor biologisk rådgivning,

men derimod at der ikkelængere bør lyttes til den idet omfang, som det ersket gennem årene. Dentid må altså være forbi nu,og det er en politiskbeslutning om, i hvilketomfang, man vil lytte tilICES. Når fiskerne oplyserom, at der er masser affisk, selvom ICES har råd-givet om beskyttelse afbestanden eller fiskefor-bud, er ICES' svar, at råd-givningen er et gennem-snit og ikke omfatter deafgrænsede områder, hvorfangstpladserne findes.

Hvad kan man bruge ensådan information til? Ihvert fald ikke til at rådgi-ve troværdigt.

Hvad værre er: Hvordankan ICES rådgive ombestandene nogle år fremi tiden, når de aktuelledata år for år er så usikrefor flere bestandes ved-kommende, - for at brugesDFU, s ord igen…det harværet vanskeligt at frem-skaffe data til bestem-melse af referenceværdierog dermed fastsættelse afdisse grænser på et sikkertvidenskabeligt grundlag.Denne kommentar er ikkeet angreb på den biologis-ke ekspertise, men enkonstatering af, at den

ikke er i stand til at ind-samle de data, der er nød-vendig for en videnskabe-lig rådgivning for flerearters vedkommende.

Det rejser det uomgæn-gelige spørgsmål: Hvor-dan kan der rådgives omsikre biologiske grænser,når det samtidig erkendes,at det ikke sker på et sik-kert videnskabeligt grund-lag? Og især for de fang-stområder, hvor danskefiskere opererer, fordi DFUnævner, at det er endnuvanskeligere at skaffe denødvendige data i blande-de fiskerier. Dem er dersom bekendt mange af idansk fiskeri.

Hvornår ser vi en poli-tisk reaktion på dette u-hyrlige misforhold, nårdet samtidig tages i be-tragtning, at det handlerom eksistensen for tusin-der af familier i sårbarekystsamfund og et er-hverv, hvor fiskere andresteder i verden selv harformået at forvalte fiskeri-et på grundlag af fleregenerationers erfaring,uden at det tilsyneladen-de er gået ud over bestan-dene?

Bemærkelsesværdige indrømmelser i ny DFU-rapportAf Claus Jacobsen

Vitja eisini heimasíðuna hjá Føroya Fiskimannafelag

www.fiskimannafelag.fo

Norsk fiskivinna hevurstórt hall av, at fiskur færskaða undir veiðu og avhandfaringini umborð áskipunum. Útrokningarhjá norska Fiskeriforsk-ning vísa, at í fiskarínumá landleiðunum í 2003vóru 8 milliónir kilo avtoski, við álvarsomumveiðuskaðum avreiddir.Skaðar á fonginum føravið sær ógvusliga mink-ing í góðskuni av vøru-ni.

Fiskeriforskning í Nor-egi hevur ígjøgnum flei-ri kanningar prógvað,hvussu stórar nøgdir avtoski hava skaðar oghvørja ávirkan ymsirskaðar hava á flak, salt-fisk og turran fisk. Hettaer tó fyrstu ferð,at skaða-økið og skaðaárinini eruskjalprógvað.Kanningar-nar fevna um teir mestnýttu reiðskapirnir ífiskaríið á landleiðini,m.a. trol, línu og snellu.

Í royndunum bleiv all-ur fiskurin merktur ogskaðarnir skrásettir, so-leiðis at hvør einkulturfiskur, var fylgdur fráhann kom inn í fram-leiðslumannagongdina,til hann var liðug vøra.Fiskurin var mettur eftirfimm høvuðsbólkum avfeilum; reiðskapsmerkir,blóðmerkir,vánalig blóð-tapping, høgg/húkskað-ar og um fiskurin doyði íreiðskapinum á sjónum.Góðskufeilirnir vóru skjal-prógvaðir við myndumav fiskinum, tá hannkom á land og víðari

gjøgnum framleiðsluna,til hann var liðug vøra.

- Tað vísir seg at 60 til100 prosent av góðsku-feilunum, ið verða mát-aðir á vørusløgunum flak,saltfiski og turrum fiski,vóru orsakað av skaðaav fiskireiðskapinum oghandfaringini umborð áskipunum, sigur gransk-arin Sjúrður Joensen.

Fiskavirkini kunnu vel-ja at lækka prísin á fiski-num, tá hann er skaddur.Hesin møguleiki verðurkortini lítið nýttur. Í 2003var prísurin lækkaður á1,9 milliónum kilo avtoski, orsakað av góðsku-feilum. Út frá kanning-unum hjá Norska Fiske-riforskning, av útbreiðsl-uni av góðskufeilum vís-ir tað seg tó, at grundar-lag var fyri at seta prísinniður á 8 milliónum kiloav toski.

- Summir góðskufeilirá feskum rávørum erutorførir at ansa eftir, táfiskurin er komin inn íframleiðsluna,men feilir-nir verða, hóast tað, ikkiburtur. Sum við saltfiskiog turrum fiski, viljafeilirnir koma til sjóndar,tá fiskurin verður útvatn-aður og gjørdur klárurtil matna.Tí er tað nógvat vinna við at sleppaundan veiðuskaðum, ogat tað verður framt einnágreinilig góðskuskilj-ing á fiskavirkinum álandi, sigur Sjúrður Joen-sen.

Kelda:Vinnuhúsið

Veiðuskaðar hava fíggjar-ligar avleiðingar

Sjúrður Joensen er miðviðingur og ein av viður-kendu fiskivinnugranskarunum í Noreg. FF-blað-ið hitti hann í 2002.

Síða 9Nr. 340 - 14. apríl 2005

Framhald á næstu síðu

Fríggjadagur,5. september 1930Fyrrapartin var veðrið gott.Ættin var tá landnyrðing-ur.

Vit lógu í nátt út ímótiHeglibankanum, men lóguhann ikki upp. Vendu soaftur inn fyri slættan, harhava vit so roynt í dag.Vitvóru so nær eina tíð, at“gamli” segði, at vit royn-du upp eftir køstagarði-num hjá íslendingum. Vithava nokk einar 700fiskar í dag. Teir siga, atfiskurin er stórur í dag,men illa plagar at hilnast,tá tað kemur í lastina.

Ættin er nú eystan ogvæl av vindi er. Ta ættinadámar okkum lítið nú,hon er ikki nesætt (t.v.s.góð við Langanes). Hevðihann komið høgt ella lágtí morgin.Alt væl.

Leygardagur,6. september 1930Vit eru nú undir Nesi-num. Vit sigldu norður ínátt. Veðrið var vánaligt,tvs. at tað var nakað nógv-

ur vindur. Bátin mistu vitseinastu nátt, hann slitn-aði afturút. Í dag hava vitso ligið her undir Nesi-num.

Nú seinnapartin havateir verið í landi á Brim-nesi. Eina kind (seyð)keyptu teir her, hon er núflett. Ein bát fingu teir

eisini, hann skulu teirhava til rytubát.

Ættin er eysturhallurlandsynningur.Tað er ikkigóð ætt á Skorvík. Hagarverður ikki farið fyrrenn ímorgin,um tað verður.Vithava í dag preiað “Imma-nuel”, hon hevði 20000.“Connosboro Castle”hevði

28000.Alt væl.

Sunnudagur,7. september 1930Í dag bar ikki til við brøv-unum. Tað var eitt skuff-ilsi.

Tað hevur verið so gottsum stilli í allan dag, so vithava bara roynt at larra út

frá landi. Ein lítil ond aveystri ella landsynningihevur verið við hvørt.Vithava í dag, sum vanligt,havt lestur um middaginog andakt í kvøld.

Veðrið hevur verið av tíallar fínasta, sólskin allandagin. Toka hevur ligið álandinum, so eg veit ikkihvussu langt út vit erukomnir. “Immanuel” siglirupp í læ av okkum. Vithava í dag havt fekst kjøttil døgurða.

Nú er fyrsta vikan farinav september. 14 dagarafturat, so nú fer at halla.Alt væl.

Mánadagur,8. september 1930Nú eru vit aftur á Hegli-bankanum.Vit kastaðu kl.1 seinnapartin í dag. Vithava o.u. 200 fiskar.

Nú er “spiseseddelen”fyri hesa vikuna gjørdur.Hann ljóðar næstan barauppá kjøt. Í dag hevur taðverið saltkjøt, og í morginblóðmør. Nú er hannhækkaður. Hann er land-

nyrðingur, men ov lítilvindur. Barometrið gong-ur upp.

Nú eru allir væl tilpassar. Tað er nokk tí, atnú fer at líða til heimferð.Eg vildi tó sloppið inn áSkála, so kundu teir fariðheim tá teir vildu. Nústoypa allir pilkar, ogsummir smíða lippukass-ar. Teir ætla ikki at farabrádliga.Alt væl.

Týsdagur,9. september 1930Nú er hesin dagurin strev-aður at enda. Hesin hevurtó ikki verið av teimumlongstu. Vit høvdu blóð-mør til døgurða í dag.Hetta eru brúdleypsdagarumborð á “Suðuroy”. Taðgekk av tí allar besta,hann var góður og smakk-aði væl.

Fyrimiddagurin var stræv-in, men eftirmiddagurinlættari. Eg svav einar tveirtímar av honum. Nú íkvøld havi eg verið í last-ini.Lítið av salti er eftir,ogfólkið er farið at belja.

Nú fer túrurin at halla og útlit er fyri at sleppa heim. Og nú er ovfarakæti komið á menn og teir fara at beistast Ikkislapst inn eftir brøvum. Men nú gerst ikki við. Og nú hittir Bernhard kortini gentuna skjótt!

Dagbókin hjá Bernhardi, 5. partur:

Einki bræv menendiliga heima!

Lestur verður lisin umborð hvønn sunnudag. Her síggja vit Geila Jóannes avhúsum lesa lestur umborð á Gudrun.

Hetta Íslandskortið vísir nógv av plássunum, sum Bernhard vísir til.

Her sæst Langanes, sum víst verður til í hesi grein.Skálar, har Bernhard longdist eftir at sleppa inn atfáa bræv, er sunnanvert á Langanesi.

Hoyggj er komið á kum-passina. Ættin er land-nyrðingur, og tað er tokanú í kvøld.

Vit hava nokk o.u. 900fiskar í dag. Um vindurverður tá saltið er uppi,fara vit heim.Alt væl.

Mikudagur,10. september 1930Í dag hevur verið meiraónossligt veður, tjúkt ogregn av og á.Vit eru nú áNesgrunninum og havanokk o.u. 100-150 fiskar.Ættin er landsynningur.Tað hevur ikki verið nógv-ur vindur í dag, men held-ur ónossligt kortini.

“Fram” prajaði okkum ídag, hon hevði 37000.“Doceu” sóu vit eisini,men preiaðu hana ikki.

Nú er ikki hugsingur umSkála, men hagar muguvit fara, áðrenn vit faraheim.Eg havi í dag bakað,og nú í kvøld krympaðtálg og so spulað. Hevðihann nú stokkið norðurum, tað gangi eg stútt oghugsi.Alt væl.

Hósdagur,11. september 1930Eg var rættiliga bilsin ímorgun. Eg vaknaði kl. 4við, at teir tosaðu um atsigla inn á Bakkafjørðin.Vit komu inn har kl. 7.Har var einki at fáa uttanísur og sild. Kol var tað,vit skuldu hava, men vitfingu bara 300 pund. 2sekkir fingu vit frá “Phebe”,hon hevði fingið 60000fiskar. Annars fingu viteitt sindur av sukri og eitthál av vatni.

Tá vit fóru inn, var ætt-in landsynningur. Seinnibleiv stilli.Vit høvdu nokknoyðst at ankra, um “Phe-be” ikki hevði tikið okk-um. Vit vóru tá næstan álandi. Teir sleipaðu okk-um út um Steintúnstanga,og tá fingu vit eitt lot avlandsynningi. Eg fekk eitthald undir herðablaðið, táið vit tóku bátin inn, menannars alt væl.

Fríggjadagur,12. september 1930Í dag hevur veðrið veriðav tí besta.Fyrrapartin varstilli og klárt. Nú í kvølder toka og eitt fitt lot avsuðri. Vit hava ligið ogrikist í Bakkadýpinum.Eina løtu í kvøld hava vitkastað, men einki bar til.

Í kvøld hava vit tosaðum huldufólk.Tað byrjaðivið “Sparlakki”. Nú finguvit eina spildurnýggja hul-dusøgu. Tað var Karl áMiðgerði, sum hevði ver-ið inni í eini hulduholunorði á Húsum.Teir vóruinni og krokaðu, tí veðriðvar av tí versta. Bóndinfríggjaði við dóttrini, með-an hon sat í roykstovunivið hinum gomlu. Hannvar illa staddur, sum vera

man. Hetta er yngsta hul-dusøga,sum eg havi hoyrt.Alt væl.

Leygardagur,13. september 1930Í morgun var hann somikið hvassur av suðri, ateg væntaði, at vit fórunorður um Nesið eftirbrøvum, men so var ikki.Vit hava ligið her áKallmúla í allan dag ogtreiskast og einki fingið,bert o.u. 100-150 fiskar.Nú skal hann suðureftir,sigur hann. Eg kann núikki gera við tað, men eghaldi, at tað er nógv av, atvit eiga brøv á Skála. Taðkann verða, at tað erforkert, men eg kann ikkigera við tað. Vit liggja núsuðuryvir. Eg vænti mærnú ikki at fáa bræv.

Nú er klárt og vindurinlítil. Eg havi gjørt fiska-knetti í kvøld. Alt er viðtað gamla. Her eru nógvskip at síggja, m.a. “Nep-tun”.

Sunnudagur,14. september 1930Lógu á Kallmúla í morg-un, men hann kom so avnorði og segl bleiv settsuðuryvir. Vindurin trilk-aðist í hvørjum.

Nú seinnapartin hevurikki verið fiskiveður. Viteru nú komnir suður fyriReyðafjørðin. Tað blívurikki avhálað fyrrenn vind-urin minkar, um ikki fyrr-enn á Mýlingagrunninum.

Eg var í ringum lag fyrra-partin, tí eg ikki slappeftir brøvunum. Eg varillur, men nú er tað fræg-ari. Men keðiligt var taðikki at fáa fyrsta brævið.Um vindurin varðar, sofara vit heim nú, so gertað tað sama. Ættin er núlandnyrðingur, haldi eg.

Vit høvdu lestur ummiddagin og andakt íkvøld.Alt væl.

Mánadagur,15. september 1930Tað gekk, sum eg hugs-aði.Vit blivu siglandi í allanátt. Í morgin linaði vind-urin,so fór hann at skralla,og nú er hann landsyn-ningur.Vit eru nú komnirnakað væl út um land-grunnin.

Í dag hevur verið beista-lív umborð.Tað var nokkso snedigt at síggja Martinsum “Nigger Jim”. Hannvar so kolasvartur, at einnekari er ikki svartari.Vitflentu so illa, at vit finguilt í búkin. Hann gramdiseg, at hann hevði fingiðilt fyri hjartað. So fekkhann Hoffmansdropar ogeitt heftiplástur fyri munn-in.

Nú skal verða brúdleypí kvøld, við fuglasuppu ogøðrum góðum. Harmon-ikan bleiv burturloddað,hana fekk Abraham. Nú

hevur brúdleypið verið.Stuttligt varð, tað má sig-ast. Her var blíðskapurbæðið á ein og annanmáta. Fyrst bleiv etið ogdrukkið og síðani varðdansað brúðardansur. Herbleiv slørið (tvs. undir-buksurnar) álaðar avbrúðrini, tað var ein ordi-ligur ruðuleiki at síggja.Ein borðiskur av suppuhvølvdist yvir føturnar ábrúðrini og síðani á dúrk-ið. Har fall so alt. Hægstuppi at síggja, var aftur-parturin á Herluffi, taðvar brúðurin, hon varsum hon var skapt. Mitt íøllum kom so ein pøs avsjógvi, hon kom væl við.Tá allir reistu seg aftur,vóru teir at síggja sum sjó-vaskaðir hundar. So end-aði brúðardansurin.Martingekk sum ein ørvitisfiskurum dúrkið, hann fekk taðmesta av sjónum. Tá taðvar yvirstaðið, bleiv sløriðbýtt sundur í 17 partar ogkristiliga upprópt. Hvørfekk sín part. So endaðihetta kvøldið, tað stutt-ligasta á árinum. Vit erunú allir útmaktaðir, sumvit hava flent. Í morginfara vit so í brúðarhúsið.Alt væl.

Hósdagur,16. september 1930.Vit hava havt annað atgjørt enn at fara í brúðar-húsið. Vit hava verið ígrind í dag. Vit skutlaðuein springara. Tað varstandur. Men vit finguhann kortini. Hann varo.u. 2 skinn. Nú verðurstandur av øllum tvøsti-num.

Í kvøld hava vit so dans-að og kvøðið grindavísu-na. Aftaná ruku teir sosaman at berjast og taðendaði við, at buksurnarblivu álaðar av Nielsi ogAdriani. Teir máttu soganga í berum undirbuks-um.

Eg veit ikki, hvat endinav hesum verður, menhetta er stuttligasta heim-reisa, ið eg havi havt. Ikkití, ættin er landsynningursunnan við tungum sjógvi,so tá plagar lagið ikki atvera gott.Alt væl.

Fríggjadagur,17. september 1930Man kann siga, at veðriðhevur verið gott í dag.Vithava tó ligið bakk allanfyrrapartin. Seinnapartinblivu tó øll segl sett.Ættiner tó sami landsynningur,so smátt gongur.

Í dag hevur gingið heiltsmáligt. Nú siga teir, athann rekur av landnyrð-ingi. Hevði hann komiðhagani, so høvdu vit ligiðvæl fyri nú, tí vit hava núsiglt nógv eysturyvir ídag.Tað hevur verið tøss-utur sjógvur í dag, mennú er slættari.

Síða 10 Nr. 340 - 14. apríl 2005

Framhald á síðu 15

Tað var á hesum leiðum, at tað varð fiskað.

Ofta var farið inn í Íslandi. Men ikki mundu havnirnar har vera frægari út-bygdar enn tær føroysku.

Komið varð eisini inn á Bakkafjørðin, har nógvir føroyingar hava róð út, sumvit eisini hava havt frásagnir um her í blaðnum.

Reyðifjørður á veg heim.

Síða 11Nr. 340 - 14. apríl 2005

Russiski fiskimaðurin:

Slapp bert at síggja Føroyar frá sjónumAðra staðni í blaðnumverður greitt frá at føroy-ingar undan páskum lut-tóku á eini fiskivinnu-framsýning í Murmansk íRusslandi.

Her fór sjálvsagt alt taðfram, sum vanliga hendirá slíkum framsýningum.Vitjandi koma,sum kunduhugsast at vilja gera okk-urt slag av handli viðframsýnararnar frá teim-um ymisku londunum, áteimum ymisku økjunum.So eru eisini tey, sum bertkoma at síggja framsýn-ingina av forvitni. Tey fáaeisini eina kunning umtað, sum er á framsýn-ingini.

Á føroyska básinum vareisini ein heldur óvanligog eitt sindur hjartanem-andi vitjan. Bozena Ras-mussen, sum var við áføroyska básinum sumtulkur, sær ein dagin eingamlan mann, sum tykistat hava serligan áhuga fyriføroyska básinum, uttantó at hava áhuga fyri atgera nakran handil.

Bozena fer at práta viðhann. Tá vísti tað seg, atmaðurin heilt aftur í 1959hevði fiskað við russisk-um sildaskipum við gørn-um í “Eysturdjúp”, t.v.s. áleiðunum millum Føroyar,Ísland og Noreg. Hetta erein veiða, sum føroyskirfiskimenn kendu væl til, títeir fiskaðu á somu leið-um og sóu javnan nógvrussisk skip á hesum leið-um. Russar fiskaðu á eineitt sindur øðrvísi hátt ennføroyingar. Meðan føroy-sku skipini settu gørniniundan vindinum og lótutey reka út, so settu russ-arar tvørtur av vindinumog gørnini vórðu bakkaðút. Men hóast hendanmunin, so var sjáldan, attrupulleikar stóðust avhesum millum skipini.Eittítøkiligt minni um hesa

russisku sildarveiðuna, ertær mongu russaraboyur-nar, sum róku upp á landymsa staðni, og sum vælkundu nýtast til okkaraegnu nýtslu.

Russisku skipini komujavnan inn á føroysku firð-irnar at kroka.Á Fuglafirðisóðust ofta skip at liggjaog eisini inni á Gøtuvík.Men manningin slappongantíð í land.

Soleiðis vóru reglurnar.Tað skuldi vera minstmøguligt samband viðland. Hesin vitjandi russ-arin hevði ofta verið sonær landi í Føroyum, athann t.d. kundi eygleiðabørnini, sum spældu ífjøruni og í bygdini. Oghann kundi so væl hugsaðsær at fingið fótin uppáland, men tað eydnaðisthonum ongantíð. So mankann siga, at hann var ínakað somu støðu sumMóses, tá hann bert slappat síggja lovaða landið,men ikki slapp inn í tað.Sum hann eisini segði:“Allan mín ungdóm var egher”.

Bozena greiddi russara-num frá - so væl sum honkundi - um Føroyar, ogmaðurin fekk eisini taðtilfar, sum var tøkt á russ-iskum, um Føroyar og før-oysk viðurskifti, so hann íhvussu er kundi fáa meiriat vita um tað landið, sumhann so ofta hevði veriðso nær við.

Hesin gamli fiskimaður-in helt, at hann skuldi lataokkurt afturfyri, og sein-asta dagin, framsýninginvar opin, kom hann afturog gav Bozenu endurgiv-nu myndina. T.h. er einmynd av honum á yngriárum. Helst um ta tíðina,tá hann fiskaði á okkaraleiðum. Undir myndinahevur hann skrivað: Egynski øllum føroyingumeina blómandi framtíð.

Virðisliga og so navniðhjá sær, men tað er eittsindur óskilligt og kundiverið Berest. T.v. er einmynd av miðbýnum íMurmansk, og framsýn-ingarhøllin sæst uttast t.v.á myndini. Tað stuttligavar eisini, at júst hendanmyndin var partur aveinum faldara til býráðs-valið, sum var í Murmansk

seinasta heyst. Russiskifiskimaðurin hevði klist-rað mynd av sær sjálvumoman á myndina av VasilijVologdin, sum stillaði upptil valið.Tað var ikki talanum propaganda av nøkr-um slagi. Umframt tað,sum er endurgivið í blað-num, er á baksíðuni einstutt frágreiðing um søgu-na hjá Murmansk, sum

byrjaði í 1916, beint und-an kollveltingini. Býurinhevði sína mest dramat-isku tíð undir krígnum,tá hann varð bumbaðursundur og saman av týsk-arum. Í dag er Murmansktann fremsti russiski fiski-vinnubýurin.

Hetta var so ein sera fittsøga um ein gamlan russ-iskan fiskimann, sum ikki

hevur gloymt Føroyar. Ágamalsaldrinum fekk hannso høvi at senda einaheilsan aftur til hetta land-ið, sum hann ongantíðslapp upp á land á, menbert slapp at síggja frásjónum.

Heilsan frá russiska fiskimanninum, sum ikki hevur gloymt Føroyar aftaná heilan mansaldur.

Á hinari síðuni er álmanakki fyri 2005 og 2006. Millum hesar sæst m.a. býarmerkið við m.a. fiskiskipi ogtoski.Teksturin niðast er: 4.oktober 1916 varð okkara fedranna býur Murmansk grundlagdur.

Lesið eisini grein á síðu17 um fiskivinnufram-sýningina í Murmansk

Síða 12 Nr. 340 - 14. apríl 2005

Aðalfundur í Amnesty Føroya DeildAðalfundurin hjá Føroya Deild í Amnesty International var á Føroyamálsdeildini 2. apríl 2005.

Forkvinnan Annika Sølvársegði m.a. í síni ársfrá-greiðing:

Røkka ella støkkafyri AI Føroya Deild2004 og 2005 higartilhevur verið eitt tíðarskeiðmerkt av sjálvrannsakanog nýggjum ætlanum. Sumflestum kunnugt er grund-arlagið undir Amnesty In-ternational munandi broyttog víðkað seinnu árini,hóast kjarnin sjálvsagt ertann sami: at arbeiða ímótimannarættindabrotum umallan heim og fyri manna-rættindum sum heild.

Vit í nevndini mettu áheysti 2003, at føroyskadeildin av Amnesty Inter-national var komin til eittvegamót, har nýggj stigmáttu takast, um haldastskuldi fram við at vera einsjálvstøðug deild í altjóðafelagsskapinum. Kravið tilokkara deild í ISP, sumstrategiska ætlanin kallast,er at leggja eina strateg-iska ætlan, gera eina lang-tíðar arbeiðsætlan, (um)-skipa virknu limirnar, økjalimatalið og inntøkugrund-arlagið. Samstundis skuluvit luttaka í altjóða arb-eiðinum at leggja stórulinjurnar fyri arbeiðið hjáAmnesty í framtíðini. Althetta kemur sjálvsagtafturat høvuðsuppgávunihjá øllum deildum, at arb-eiða við mannarættinda-málum. Hetta er ein ovstórur biti fyri ein skrivara12 t/v og eina nevnd viðsjálvbodnari arbeiðskraft.

Vit søktu tí um stuðulúr London til ein sam-skipara fulla tíð í tvey ár,sum kundi standa fyri ogskipa tað strategiska arb-

eiðið, sum er kravt, ogsum kundi skipa skriv-stovu og limir av nýggjumtil tess at fáa deildina atvirka nóg væl.

Vit søktu eftir fólki ogsettu Margrethu Nónklettí starv frá 1. januar. Síðanitá er verulig ferð komin áarbeiðið og vit meta í dag,at hetta var avgjørt einrøtt satsing. Vit eru nú aválvara farin undir at geraeina strategiska ætlan ogeina arbeiðsætlan. Okkarauppskot er, at vit gera eittútkast til ætlan, sum verð-ur sent limunum til hoyr-ingar tíðliga í heyst ogsíðani viðgjørt á einumserligum limafundi.

InntøkugrundarlagiðEin partur av strategiskuætlanini er at økja uminntøkurnar. Vit valdu í2004 at byrja hetta við athækka limagjaldið, sumannars hevur verið støð-ugt í nógv ár.Tað sær út tilat flestu limir taka undirvið hesum, meðan onkurhevur nýtt høvið til at sigaseg úr felagsskapinum nú,møguliga orsakað av lima-gjaldshækkanini. Nøkureru farin yvir til at rindaeina fasta upphædd ummánaðin og hetta er eittøkið,sum vit vilja gera vælmeira við í 2005. Ætlaniner nevniliga at fara undirFace2Face átak, tað vilsiga at senda fólk út á

gøturnar at finna nýggjarstuðlar og limir. Hettahevur eydnast sera væl ígrannalondunum og vitvilja royna hendan møgu-leikan í summar. Eisini er

ætlanin at fáa fyritøkur atbinda seg til at stuðla okk-um við føstum upphædd-um nøkur ár í senn, hettaarbeiðið er eisini so smáttfarið í gongd.

Vælvildin er stór hjánógvum stovnum og fyri-tøkum, tá vit biðja umstuðul, serliga tá talan erum stuðul til ítøkilig til-tøk. Í sambandi við SVAWátakið fingu vit dygganstuðul til útgávu av fald-ara frá tryggingarfeløgumog peningastovnum. Um-framt beinleiðis stuðuleru eisini nógvar fyritøk-ur, sum stuðla okkum vælá annan hátt.

Ein serlig inntøka fyrst íhesum árinum var tá fam-iljan hjá Atla P.Dam valdiat heita á fólk um at stuðlaAmnesty í sambandi viðjarðarferðina. Hetta gav

heilt fitt av peningi, sumvit sjálvsagt eru sera takk-som fyri. Ikki minni eruvit takksom fyri tann mor-alska stuðul, sum lá í hesiáheitanini, hann hevursjálvsagt eisini sera nógvat siga..

Virksemið farnaárið: SVAW - SteðgiðHarðskapi MótiKvinnumAmnesty fór undir nýttátak 5. mars 2004, sumkallast Steðgið HarðskapiMóti Kvinnum. Vit settuferð á átakið á seinastaaðalfundi og hava síðanihavt eina røð av tiltøkumum hetta evnið.

Fyri at nevna nøkur avtiltøkunum sum havaverið, so spældu tinglimirdyst á Ólavsøku í blusumvið logo frá SVAW átaki-

Forkvinnan Annika Sølvará leggur fram frágreiðing.

f.v. Katarina Petersen, nevndarlimur, og Margretha Nónklett, samskipari.

Ungdómurin var umboðaður av gentum. Nr. 3 og 4 f.v. eru nýggjutiltakslimirnir Nanna Jurgens og Beinta Vilhelmsen.

Tann “gamla gardan” var eisini umboðað. F.v. JetteHoydal, Anna Maria Persson, Grete Ellingsgaardog Erling Isholm.

Síða 13Nr. 340 - 14. apríl 2005

num. Fyrst í 2005 hava vitumsett og givið út ein 16síðu faldara, sum er latinhvørjum lesandi eftir fólka-skúla, sendur øllum lækna-og tannlæknaviðtalum,bókasøvnum o.s.fr.

HeimasíðanOrka er eisini løgd í atdagføra heimasíðuna ogsyrgja fyri, at tíðindabrøvog Skriva fyri Lívi brøvverða send út regluliga.Vit hava nú fleiri enn 160sum fáa teldupost hvønnmánað, so her er ein stórframgongd. Vit kunduhugsað okkum at fingiðyngri fólk at hjálpt til viðtilfari og umsiting av síð-uni, helst við einum ser-ligum parti, sum vendirsær til ungfólk. Heimasíð-an hevur adressuna:www.amnesty.fo

Vitjan úrSuðurafrikaÍ juli fingu vit forkunnugavitjan úr Suðurafrika. Lor-raine Britten, ið er einkjaeftir ein fyrrverandi sam-vitskufanga, AI FøroyaDeild arbeiddi fyri í 1970-unum, hevur síðani havtsamband við Anettu Wangog seinni eisini onnur AIfólk. Óli Jacobsen fekkvitjanina í lag. Hon steðg-aði nakrar dagar og fekkm.a. høvi at heilsa uppáløgmann,sonin hjá Anettu,Sverra. Eisini varð einhugnaløta á Sjómansheimi-num, har fleiri “gamlir”Amnesty limir hittust ogheilsaðu uppá Lorraine.Tað var stuttligt at fáastaðfest enn einaferð, atarbeiðið, vit gera, veruligager mun! Men tað er eing-in orsøk at hvíla á laur-berunum. Eg loyvi mær atendurtaka heilsu frá Lor-raine, sum hon bar úrdagsins Suðurafrika: Latfortíðina liggja, tað ræðurum at hyggja at støðuni ídag og arbeiða við teim-um trupulleikum, sum erunú: Arbeiðsloysi, fátækra-dømi og eyðkvæmi erusera stórir trupulleikar,sum nógv orka má setastav til í dag

Ætlanir fyri restinaav 2005Komandi árið verður eittár við nógvum avbjóðing-um og fundarvirksemi. Egloyvi mær at nevna nøkurav tiltøkunum her:

Norrønur fundur íHavn 10. - 12. juniSum fyrireiking til ICMhittast umboð fyri norður-lendsku deildirnar og onk-

rar aðrar deildir á fundi íjuni at umrøða ymsu evn-ini, sum koma til við-gerðar á aðalfundinum. Íár er tað okkara túrur atskipa fyri fundinum. Vitfara at halda fundin íHavn og rokna við 14luttakarum úr Danmark,Noregi, Svøríki, Finnlandi,Íslandi, Póllandi, Sloveniaog Írlandi. Harafturat lut-taka so umboð fyri FøroyaDeild.

ICM í Morelos,Meksiko í 14. - 20.augustMargretha,Jette og eg um-boða Føroya Deild á al-tjóða aðalfundinum í aug-ust. Áðrenn tað er ætlaninat skipa fyri einum lima-fundi um nøkur av teim-um evnunum, sum skuluviðgerast og takast støðatil á hesum fundinum.

AI Føroya Deildverður 40 ár 29.augustÆtlanin er at skipa fyrionkrum almennum tiltakií sambandi við 40 ára dag-in. Eisini arbeiða vit við atgera eina framsýning umhesi 40 árini í søgu okk-ara. Øll, sum eiga tilfar,sum kundi verið hóskanditil eina framsýning eruvælkomin at boða okkumfrá hesum.

At enda skal ikki gloymastalt tað arbeiðið, sum ligg-ur í at gera eina ætlan ogskipa arbeiðið hjá okkumav álvara. Endamálið er atskipa tað soleiðis, at summest av orku fer til bein-leiðis mannarættindaarb-eiði. Í tí sambandi fari egat heita á allar limir, sumhava hug at taka einahond í fast ella viðhvørtum at siga okkum frá.Lættast er at venda sær tilskrivstovuna.

Marit Flø Jørgensengreiddi frá støðuni hjá

kvinnum í arabiskaheiminum. Hon var í

arabiskum kvinnu-búna, tó uttan slør.

Danskt fiskamjølsvirki hevurloyst dioxin trupulleikanDioxin hevur í fleiri árverið ein marra fyri fiski-vinnuna í okkara parti avheiminum. Hetta er eittevni, sum verður hildið atkunna elva til krabbamein.Tískil hevur ES sett eittmark fyri, hvussu nógv avdioxini, sum kann vera ífiskamjøli og -lýsi.Tað erusanniliga smáar nøgdir,sum talan er um. Markiðer sett til 1,25 nanogrampr. kg. Hetta svarar til0,000000006 gramm pr.kg. Fyri tann, sum ikkitímir at telja, so eru 8 nullí hesum talinum! Fyri einamillión tons av rávøru erher talan um minni enneitt gramm! Hóast hetta -kann væntast, at nevndamark ferð at verða lækkaðenn meira. Og tá kannokkara fiskamjølsvinna eis-ini fáa trupulleikar.

Hetta er nóg mikið til, atnakað skal gerast fyri atloysa trupulleikan. Hettahevur tann stóra fiska-mjølsverksmiðjan TripleNine í Esbjerg gjørt. Teirhava gjørt eina íløgu uppá130 mio. kr. fyri at kunnareinsa framleiðsluna full-komiliga fyri dioxin og har-við sleppa undan trupul-leikanum með alla. Hettaer eitt stórt og fíggjarligavágið stig at taka.Talan erum fyrsta og einasta an-legg í heiminum, sum gerhesa uppgávu. Samstund-is er framtíðin hjá fiska-mjølsídnaðinum nakað ó-

viss, sum vit greiddu frá íseinasta blaði. Aftaná atnebbasildin hevur svikiðtvey ár á rað, bíða teir viðótta og bivan eftir, hvussutað fer at vera í ár. Hettakemur afturat øðrum tru-pulleikum, sum ikki minstfiskivinnan í Esbjerg hevurvið tí skjótt minkandi fiski-flotanum.

Nýggja anleggið kannreinsa 120.000 tons av lýsiog 80.000 tons av mjøliárliga. Í løtuni hevur virk-ið 30.000 tons av mjøli ágoymslu, sum bíðar eftirat verða reinsað.

Serliga hevur trupulleik-in av dioxin verið stórur í

Eystursjónum,eisini orsak-að av stóru dálkingini har.Tað er ikki loyvt at seljalaks úr hesum øki vegnadálkingina. Hildið verður,at sami trupulleiki er gald-andi fyri sild og brisling,sum annars kundi veriðframleiddur til mjøl, og tíkunnu eisini tiltøk vænt-ast her. Nú bjóðar TripleNine sær at framleiða di-oxinfrítt mjøl og lýsi úrhesum fiski, fyri á tannhátt at vera við til at reinsaEystursjógvin fyri dioxin.Verksmiðjan hevur ventsær til fiskimálaráðharranHans Christian Schmidt íhesum sambandi, men

hann kann einki siga ennum úrslitið. Tað eru fleirikanningar í gongd, og táráðharrin fær hesar frá-greiðingar, tekur hannendaliga støðu.

Men stjórin fyri TripleNine Fish Protein,Nils Chr.Jensen, heldur tó, at ummyndugleikarnir veruligahava áhuga fyri at reinsaEystursjógvin fyri dioxin,skuldi ein slík roynd sumhenda ikki verið nakaðivamál.

So tað verður spennandiat frætta meira um hettaáhugaverda tiltak.

Í hesum døgum hevur verið millumlanda fiskimjølsframleiðarafundur í Før-oyum, har tað m.a.hevur verið vitjað á Havsbrún.Her hava eisini verið umboðfyri Triple Nine og eru tey hesi f.v: Per Andersen, Erik Bonde, nevndarformaður,Hans Otto Sørensen og Karsten Aagaard. Teir eru allir spentir í hesum nýggjaanleggi.Tað er so merkiligt við Dioxin. Innihaldið av hesum evni valdast eisiniárstíðin.Tað kann vera í nebbasild fyrst í sesongini, meðan tað ikki finst seinni.

Tann 29. apríl kemur ís-lendska sjómannadagsráð-ið til Føroyar. Hetta er einnevnd sum umfatar øllfeløg í Íslandi sum um-boða sjómenn og fiski-menn. Ørindini eru attaka yvir tann seinasta íeini røð av kappróðrar-bátum, sum eru bygdir avSámal Hansen, bátabyggj-ari í Runavík. Hesin báturverður handaður í Vágs-botni beint undir fiski-mannafelagnum, har ølleru vælkomin. Um taðikki viðrar er pláss funniðinnandura. Men hettaverður lýst. Aftaná verðurtíðindafundur, har greittverður nærri frá hesi verk-ætlan.

Hetta er eitt gott dømium íslendsk-føroyskt sam-starv, sum vit hava havtnógvar frásagnir um. Menhetta er eitt sindur annar-

leiðis enn tær vanligusøgurnar um lagnufelags-skap uppá lív ella deyð.Her skal verða greitt eittsindur frá bakgrundinifyri tí sum hendir í Vágs-botni.

Tað er sjómannadags-ráðið, sum skipar fyri sjó-mannadegnum í Íslandi,sum er fyrsta sunnudag íjuni. Hesin dagur, tá allirsjómenn hava frí, er sumein ólavsøka í Íslandi. Hereru mong tiltøk av samaslag sum vit kenna til áÓlavsøku.M.a.kappróður,har føroyingar í Íslandieisini plaga at luttaka ogklára seg eisini væl. Menfyri at kunna hava kapp-róður er eisini neyðugt athava rættiligar kappróðr-arbátar, og slíkar fær einbest í Føroyum. Tískil erein røð av slíkum bátumbygdir í Føroyum, og nú

er tað so tann seinasti iðskal handast,og hetta viljaíslendingar skal markerastvið maner.

Søgan er longri enn so.Tað er eisini sjómanna-dagsráðið, ið stendur fyriteimum íslendsku ellis-heimunum fyri sjómenn,sum kallast Hrafnista. Vithava fyrr greitt frá hesumheimum sum geva sínaríbúgvar tær allarbestu um-støður á ellisárum.Tað másigast at vera einastand-andi, at eitt samfelag sumtað íslendska hevur megn-að at byggja og reka slíkellisheim, sum serliga eruætlað teimum sum havasiglt og harvið lagt lunnarundir samfelagið. Hesiellisheim eru grundleggj-andi fíggjað av inntøkun-um hjá frá sjómannadeg-num. Men tað eru eisinionnur tiltøk, og føroying-

ar eiga eisini sín part her.Íslendski happadráttur-

in DAS er væl kendur íFøroyum, og nógvir før-oyingar spæla við í hesumspæli, har tað er fitturmøguleiki at vinna pen-ing. Tann sum umsiturhetta spæl í Íslandi er før-oyingurin Nicolina Vigufs-son, ið er ættaður Sumba.Partur av yvirskotinumhjá hesum happadrátti fereisini til sama endamál,nevniliga at reka Hrafnistaheiminum. Tann góðastuðlinum frá føroyingi-num ætla íslendingar, atføroyingar eisini eiga atfáa eina serliga tøkk fyri,men hetta koma vit atfrætta nærri um.

Vit koma at greiða nærrifrá hesum tiltaki 29.apríl íkomandi blað, sum kemurút dagin fyri.

Kappróðrarbátar til Íslands

Síða 14 Nr. 340 - 14. apríl 2005

Aðalfundur í felagnum�Vinir Ísraels í Føroyum�

Tann 31. Mars 2005 hevðiumrøddi felagsskapur árs-aðalfund á Sernámsdepli-num,Tórshavn.Fitt av fólkivar á fundi.

Dánjal Poulsen er for-maður, og umrøddi hann ísíni ársfrágreiðing hesimál:

InnsavninginÁ heysti 2004 skipaði fel-agið fyri innsavning tilneyðstødd í Ísrael. Enda-málið var · Hjálp til barnafamiljur,

ið hava mist forsyrgjara.· Mat og klæði til fátæk á

gøtunum.

9. oktober høvdu vitstuðulskonsert í Lærara-skúlahøllini, har Anna D.Háberg, Gunnar Mikkel-sen og Havnarkórið sungu.Konsertin eydnaðist vælog inn komu einar 16.000kr.

Fleiri einstaklingar ogvirki hava latið fittar pen-ingaupphæddir.Vit í nevn-dini ætla at okkara felagskal lata íalt uml. 20.000kr., so samanlagt koma vituppá einar 93.000 kr.

Vit hava sett okkum ísamband við Carmi ogSari Gillon, fyrrv. sendi-harraparinum, sum vitjaðiokkum á sumri 2003.Teylata heilsa øllum ísraels-vinum í Føroyum og gleð-ast um at vit vilja hjálpaneyðstøddum í Ísrael.

BlaðiðVit megnaðu at fáa eitt

blað út í 2004. Hetta varbeint uppundir stuðuls-konsertina.

Tað er sjálvandi ov lítið,bert at fáa eittans blað um

árið - hinvegin haldi eg atseinasta blað var gott. Vitskrivaðu um innsavning-ina, um fiskifrøðingin Me-nakhem Ben Yami, sumlongu er ein góður føroya-vinur og sum vinur okk-ara, Óli Jacobsen hevur

samskift nógv við.Vit skrivaðu um eina

spennandi brúdleypsferðhjá Astrið Breckmann ogJógvan Poulsen.

SamstarvVit hava samskift og sam-

starvað við Ísraelsfelagið ífarna ári.

Vit nærkast 14. mai, tjóð-ardegi Ísraels, og Ísraels-felagið hevur longu ventsær til okkara og spurt umvit ikki skuldu roynt athavt okkurt tiltak. Eg havi

givið eina fyribils játtanum tað.

Nevndin heldur, at taðer rætt at samstarva umtiltøk Ísrael at frama.

Støðan í ÍsraelSum vanligt, so er støðan íÍsrael spent - kanska ikkiav tí allar ringasta júst nú.Tíbetur er ein linni í yvir-gangsatsóknunum, ogferðavinnan hevur taðbetur. Á páskum var nógvferðafólk í Jerúsalem - áleið sama støði sum und-an 2000, tá ófriðurin tókseg upp. Teir vænta atkoma upp á 2 mill. ferða-fólk í ár.

Støðan hjá jødunum íGaza er óviss - Sharon ogstjórn hansara hevur fastastøðu um at taka allar jød-ar úr Gaza nú í summar,og tað eru nógv í Ísraelsum eru hart ímóti tí.

Síðsta royndin hjá mót-støðufólkunum - uppskotum fólkaatkvøðu um mál-ið, fall eisini, so nú særikki út til, at tað vendistaftur - nógvir av jødunumí Gaza vilja ikki flyta viðgóðum, so teir verða helsttiknir við makt.

Tey sum sóu sjónvarps-sendingarnar “Vision Nor-ge” beinleiðis úr Jerúsa-lem á páskum, fingu einafatan av hvussu álvarsligtmálið er.Tíðarskeiðið sumer sett til afturtøkuna úrGaza er júst í einum 3-viku tíðarskeiði ímillumtvær jødiskar „føstur”.Taðløgna er, at menn kunnuvísa á nógvar vanlukkur iðeru komnar yvir Ísrael ísama tíðarskeiði.

Góða vinalagið millumFøroyar og Ísrael eigur at

mennast. Vit ynskja fram-haldandi at virka fyri enda-málsgrein felagsins, ogbiðja frið yvir Jerúsalem.

Tað var eitt sindur avorðaskifti um frágreiðing-ina. Hildið var, at neyðugter at menna tíðindaflutn-ingin úr Ísrael, so hannverður so rættur sum taðer gjørligt. Arbeitt verðurvið at útvega felagnumeina heimasíðu.

Óli Jacobsen bar frameina heilsan frá Menak-hem Ben Yami, sum hannjavnan hevur sambandvið.Menakhem sigur í síniheilsan, at tað var honumein fragd at vera í Føroy-um seinasta summar, harhann hittu framúr vinarligfólk. Øll familjan eins ogvinir hava havt fragd avhansara frásøgnum úr Før-oyum og av teimum grein-um, sum eru skrivaðar umhann. Her verður serligahugsað um frásøgnina umhvussu hann og konansluppu undan Holocaust.

Føroyar og Ísrael eru soymisk sum tvey lond kun-nu vera. Men tey hava tótað til felags, at Føroyareru umgirdar av havimeðan Ísrael er umgirt avmeira ella minni óvinar-ligum grannum, so tað erikki so lætt í báðum lond-um at fara frá land til land.Menakhem hevur frætt, attað verða fótbóltsdystirmillum Føroyar og Ísrael,og hann vónar, at tað eis-ini verður spælt í Ísrael.

Fundurin endaði við ein-um drekkamunni og viðvísan av myndum úr Ísra-el.

Dánjal, Jákup og Klæmint.

F.v.Agnar Petersen og Ragnar Olsen

Hesar báðar eru systrar og eru ættaðar úr Honduras Fundarfólk. Næstuttast t.h. er Lydia Arge

Síða 15Nr. 340 - 14. apríl 2005

Fólkið er væl til passar,tó at tað gongur heldursmáliga.Vit beistast í heil-um. Í kvøld hava vit prát-að um tarvar. Nú liva vitmest av springaratvøstiog spiki, tað er til allarmáltíðirnar. Eitt skip hev-ur sæst í dag.Alt væl.

Hósdagur,18. september 1930.Í dag hevur verið eitt fittlot av landnyrðingi ellalandnyrðingi eystri. Sjógv-urin var meira tøssutur.Teir roknaðu við, at vitskuldu fáa Mykines fyri,men vit vóru vestanfyri.Nú hava vit vent eystur-yvir aftur. Nú er ættinlandsynningur. Eitt skiphava vit sæð.

Í dag var ikki besta lív-ið. Fyrst var alt saman íeinum ruðuleika niðri íkahúttini, men tað bleivbara til at berjast.So stóðutríggir fyri leytaranum ogtá bar til. Ein pøs kom soalt fyri eitt omanyvir teir,og so at spulast. Fyrstbyrjaði Vilhelm, Eilif ogGeytin, og so eg at spulaEilif. Vilhelm og Nielskomu upp úr kahúttini,og so bleiv spulað til allirvóru dýggj ígjøgnum.Endin varð, at allir vóruuppi í uttan skiparin,gamli J. Pauli og Abraham.Tað var ein øgilig oysanog blásan. Tað stóðglansurin av hvørjummanni, hvørja ferð einkom upp, ella bara hannkom undan í gongini, sofekk hann eini 5-6 pøsiroman yvir seg. Har blivuvit so við at spula í einheilan tíma haldi eg. Eina-ferð kom eg nakað fram ádekkið, tá var ein fram-manfyri meg og ein aftan-fyri. Eilif rendi so eina pøsmitt í andlitið á mær,hannvar so nær, at eg fekkpøsina í pannuna. Eg fekkilt og ikki fekk eg eyguniupp fyri sjógvi. Eg fekkstóra kúlu á pannuna. Íkvøld flýtur alt niðri undirog allastaðni liggja vátklæðir. Tað var stuttligt.Niels kom einaferð upp,hann fekk so nógv, athann fekk ikki andað.Hann mátti so niðuraftur.Tá av rann, var ikki eintráður turrur á nøkrumsum var í leikinum. Vitvóru nokk eini 11-12mans.Alt væl.

Fríggjadagur,19. september 1930Nú eru vit endiliga kom-nir undir land. Vit sóuvitan á Mykinesi kl. 4seinnapartin. Nú krússavit gjøgnum Vesturhavið.Smátt gongur. Ættin ereystan ella landsynningureystan.Vit eru ikki komnirlongri enn so, at vit liggjamóti Mykinesfjørðinum.

Vit sleppa nokk ikki áHavnina fyrr enn í morg-

in. Tosað hevur verið umat fara á Sandavág, mentað verður nokk einkiburturúr tí. Myrkt veðurog ættin svarar ikki til.Hevði tað verið um dagin,so høvdu vit nokk farið.Nú verður hesin túrurinskjótt liðugur.

Í dag hava vit verið soskikkiligir. Í gjár varðnokk mønubresturin avokkum.Alt væl.

Leygardagur,20. september 1930Vit komu inn á Havninakl. 7 í morgun.Veðrið varringt gjøgnum Vágafjørð ínátt, men kortini bleivkoyrt á suðureftir. Einkirep bleiv tikið í uttan eittí mesanini. Á nesinum varnakað gruggut, men einkiímóti tí, sum vit væntaðu.Ikki fingu vit vindin viðfyrrenn á nesinum. Taðvar nakað seint.

Vit høvdu gott og vælankrað, tá vit hoyrdu rópum grindaboð í fjørði-num. Bátarnir smurdu av-stað, og gangurin varnógvur, men tað var baraSmyril, sum heilsaði. Botn-urin, tað var grindin. Reið-

arin er væl fornoyaður.Eg var í landi eina løtu í

kvøld. Ættin er landnyrð-ingur eystan.Alt væl.

Sunnudagur,21. september 1930Veðrið hevur verið av tíallar besta. Eg havi í daghavt tað strævið. Eg havistúvað allar kokkagreiðir-nar av. Hinir vágamenn-inir fóru vestur í dag við“Ebbu”. Vit hava í dagturkað segl. Eg havi ar-beitt frá kl. 7 í morgun ogtil kl. 5 í dag.

Nú havi eg verið í landiog travað. Eg hitti harnógv kend fólk, m.a. Olaf,hann skal niður á handils-skúla. Eg var á møti ímeinigheitshúsinum. Taðvar fótbóltskampur í dagmillum HB og TB.TB vannein pokal, sum teir havaspælt um.

Nú skal eg vestur ímorgin. Hevði tað baraviðrað. Mær leingist nú tilSandavágs. Sólskin ogstilli.Alt væl.

Mánadagur,22. september 1930Fór úr Havnini kl. 7 í mor-

gun við Dúgvuni vestur tilSandavágs. Kom hagaro.u. kl. 11.

Eg tørnaði inn nakaðeftir tað, men fyrst var egúti á trøð við drekka.Eg sáeinki til hana. Seinni bleiveg vaktur til at gera sátur,tí tey væntaðu regn. Vitfingu fýra sátur í dag.

Eg gekk so í spenningialt kvøldið og ætlaði athitta tað eina menniskja,men einki bar til.Eg fór soí song um 12 tíðina, illa tilsinnis.

Her er heldur sjúkligtnú, fleiri liggja við influ-ensu, m.a. Rakul-gumma.Tey frykta fyri, at tað ertyfus, men tað er tað ikki,sigur læknin. Veðrið ergott. Eitt lot høgt.Alt væl.

Týsdagur,23. september 1930Í dag hevur verið toluligtveður, men ikki hoyterri.Eg havi í dag fingist viðtakið á hoyggjhúsinum.Lagt filt á tað.

Eg var so ein túr ogspákaði við Elsu og Onnu.Veðrið í kvøld var av tíbesta, men ikki bar tilkortini. Eg fór aftur í song

við ongum úrsliti. Eg erifarin at hugsa bæði eitt ogannað nú. Eg hitti við-komandi, og har vísti altseg at vera “all right”, menhvat? Einki!

Eg gangi nú eisini íspenningi eftir at vita,hvussu tað gongur viðtúrinum niður, men einkifrættist.Eg fari nokk niðurum eg sleppi.Alt væl.

Mikudagur,24. september 1930Í dag hevur verið áarføri.Eg havi verið uppi á Steigog gjørt eina kjallarahurðhjá Óla Jákupi. Eg haviverið á Steigini allan dag.

Í kvøld sær illa út fyrinøkrum. Veðrið er vána-ligt. Stormur av norði ogregn. Tað kann kanskavera ringt fyri meg, mengott fyri onkran annan.

Eg veit einki av tíðind-um í dag. Her er alt viðtað gamla. Í dag væntaðieg gott veður og fleiri viðmær. Á fjall skuldu teirfara, og vit ætlaðu athoyggja og bera hoyggi,men tað bleiv ikki so.“Mennesket spaar, menGud raa'r”, sum orðatakiðsigur.Alt væl.

Hósdagur,25. september 1930Veðrið hevur verið ilsligt ídag. Vindur av norði ogælingur. Tað hevur ikkihoyggjast fyri vindi átrøðni. Vit hava bara ristlíggjaskógv og sligið tað,sum eftir stóð av grasi.Seinni rakaðu vit upp,men tað gjørdist einki fyrivindi.

Nógvir trolarar havaverið inni her í dag. Herhava teir tuskast viðbátum ímillum teir. Nú ervindurin at sigla heim ogniður. “Laura” er nokkkomin langt nú.Tá nú eingóður dagur kemur, somunnu vit fara at sleppavið hoygginum.

Einki bar til í dag held-ur.Nú er so langt síðani,ateg kom, og ongantíð traffeg hana.Tað gerst ikki við.“Bedre lykke næste gang”.Alt væl.

Fríggjadagur,26. september 1930Hetta hevur verið einstrævin dagur. Eg bleivútpurraður kl. 7 í morguntil at hoyggja. Hanus bartorv oman við Pola. Vitsluppu at hoyggja í dag.Tað mesta kom eisini tilhús. John hevur hjálptokkum. Vit hava koyrt íbili og borið, og sluppuikki undan fyrr enn kl. 11í kvøld.

Veðrið hevur verið av tíallar besta, tí máttu vitroyna at dríva á. Nú liggurnakað íbundið og bíðar tilímorgin. Eg eri deyðgiviní kvøld, so eg hugsi ikkium annað enn at sova.Sova!

Janus er komin á Gjógví dag, hann kemur higarmánadagin.Alt væl.

Leygardagur,27. september 1930Í dag havi eg eisini fingistvið hoyggj. Havi gjørtdesið liðugt og borið tað,sum eftir stóð. Nú kunnuvit siga við skaldinum:“Seinasti klúkur fór í sátuí gjár, nú er liðugt athoyggja í ár”. Veðrið hev-ur í dag verið av tí besta.

Eg eri móður í kvøld ognakað av andsperri havieg eisini. Ættin er vestan,haldi eg. Nú er alt liðugtat hoyggja, haldi eg. Nak-að stendur í grasi hjáKnúti, men tað er nokktað einasta. Eg fari bein-anvegin at tørna inn. Altvæl.

Sunnudagur,28. september 1930Veðrið var av tí allar besta.Stilli. Eg var í kirkju tværferðir. Presturin var íkirkjuni kl. 4 seinnapart-in. Har vóru trý børn tildópin.

Eg var seinni um kvøld-ið og spaðseraði við Elsuog Onnu. Í kvøld var taðso. Eg traff væl við.

Gangurin hevur veriðnógvur í kvøld. Eg vænt-aði hálva vegna “grinda-boð” í dag, men tað bleivikki.

Framhald á næstu síðu

Føroysk slupp á Eskifjørði. Eitt av skipunum teir á “Suðuroy” sóu var “Imman-uel”. Tvey ár seinni gekk hon burtur við mann ogmús.

Tað kom væl við, tá tað bar til at skutla ein grindahval ella ein springara, sumteir gjørdu við “Suðuroy”.Hetta gav nú feskan døgurðamat. Hendan myndin erfrá Sólarris, og hildið verður, at tað er júst tað sama teir hava gjørt her, og núdraga teir springaran at borði.

Framhald av síðu 10

Síða 16 Nr. 340 - 14. apríl 2005

Hjá mær er nú alt væl.Nú er fast. Ikki havi egfingið nøkur boð um atkoma niður. Eg vænti onk-untíð í hesu vikuni.Alt væl.

Mánadagur,29. september 1930Eg havi tikið eplir upp ídag. Tað var so toluligtvaksið í mun til hvat viteru von við. Eg haldi, attað verða um 7 tunnur av1¼ tunnu.

Veðrið er gott í dag. Bát-arnir hava verið útrógv-nir. Ymiskt er sum teirhava fiskað. Summir havanokkso væl.

Janus kom í dag.Teir á“Turid”, “Isabellu” og“Maritu” komu eisini.

Týsdagur,30. september 1930Havi aftur tikið eplir upp ídag. Nú er alt liðugt avtrøðni. Nú er eisini liðugtat hoyggja á trøðni. Teyhjá Knúti fingu tað sein-asta í sátu í dag. Veðriðhevur verið gott. Sólskinog eitt lot av landssyn-ningi.

“Álkan” var á Miðvági ídag, eg veit ikki hvat honvildi.

Bátarnir hava allir veriðá flotið í dag, summirútrógvnir og summir fisk-aðu goggur. Nakrir havaeisini dyrgt. Útróðrarbát-arnir hava fingið ójavnt,summir 6-700 pund, ogaðrir 2-300 pund. Tannbesti hevði 1300 pund.Altvæl.

Mikudagur,1. oktober 1930.Í dag hevur verið strævn-ari. Eg havi verið og boriðtorv oman av suðurtrið-ingi. Vit vóru allir, Januseisini. Fyrst vit komu nið-an, var heldur ónossligt,regn og eitt fitt lot vest-aneftir. Lávus var og førdi.Vit fingu so bátin frá hon-um,tá hann var liðugur, sovit fingu tað toluligalættligt aftur. Vit bóru 94leypar oman.

Veðrið var gott seinna-partin, tá var sólskin. Bát-arnir hava verið útrógvnirí dag eisini. Teir fiskanokkso fitt.

Vit komu ikki aftur tilhúsa fyrrenn kl. gekk til10.Alt væl.

Hósdagur,2. oktober 1930Eg havi í dag gjørt eittarbeiði, sum eg haldi, ateg ikki havi gjørt í fleiriár. Eg havi lossað av“Smyrli”. Tað var salt, eglossaði hjá Hentsari. Egkom har at síggja nakað.Tað var ein stórur prúðurtarvur,hann var umborð á“Smyrli”. Hann var úrKoltri og skuldi til Kví-víkar. “Smyril” skuldi tilMykines eftir oksum, sohann fekk eina pena lasthesaferð.

Fólkið hevur verið út-rógvið og á fjalli í dag. Áfjalli hava teir verið íGiljum og Oknardali. Bát-arnir komu til 600 pundteir bestu.Alt væl.

Fríggjadagur,3. oktober 1930Vit hava í dag ført torv avvatninum og koyrt taðheim. Tað vórðu tveirpassaliga fullir bátar. Vitkoyrdu tað heim, taðvórðu fýra bilar.Veðrið ergott, og arbeiði gekk eis-ini gott, men strævið vartað. Vit góvust nokk o.u.kl. 9, men tá var eg eisiniso móður, at eg hugsaðiikki um annað enn at sova.

Í kvøld lotar hann avsuðri, so tað verður nokkikki veður at arbeiða ímorgin. Engelbrecht skul-di føra í morgin, men eghaldi, at hann hevur gand-að galið, sum maðurinsigur.

Bátarnir hava í dag fing-ið um 6-700 pund tannbesti.Alt væl.

Leygardagur,4. oktober 1930Í dag hevur verið oysandiáarføri.Eg havi í dag slongstav einum og aftur á ann-að, sum Poulina segði. Eghavi fyri tað fyrsta lagtgjarðar á boyina hjá okk-um og tjøra hana. So havavit ruddað kjallaran ogkoyrt torv inn í hjallin.Taðer eitt heldur ónossligtarbeiði í regni.

Nú frættu vit eitt sindurfrá niðurferðini, men ein-ki nær vit fara. Nú skalHans Dávid við “Nólsoyn-ni”, tað dámar mær betur.

Nú er hjallurin hjá okk-um fullur av torvi, tað ergott at sleppa frá at beratað.

Sunnudagur,5. oktober 1930Veðrið er gott. Tað varsólskin og eitt lot høgt. Egvar í kirkju fyrrapartin.Eftir kirkjutíð var eg ogspaðseraði ein túr viðJógvani Carl og Sakariasi.Síðani vóru vit í meinig-heitshúsinum og fingustvið lampuna, men finguhana ikki í ordan. Vit

máttu brúka lampur tilbelýsning til møtið, taðvarð kl. 6.

Aftaná var eg ein túr viðElsu og Onnu. Tað varkonfirmatión í Sørvági ídag. Hiðani var lítið fólk,mest bara tey, sum varaðuav.

Veðrið var gott í kvøld,men tað sá eg so lítið til, tíeg var fyri tað mesta inni.

Alt væl.

Mánadagur,6. oktober 1930Veðrið er gott og allirbátarnir útrógvnir. Eg havií dag smíðað goggukassarhjá nýggja “Rexi”. Hanuser og fiskar goggur.

Eina tíð í dag havi egprátað við Leon og Lui.Teir vóru her í dag. Jákup

Pauli og John hava í daglagt fortoyningina á flot,síðani royndu teir eftirfiski á vágni, men fingubara 7 fiskar í alt.

Eg vænti og vænti, mentað blívur ikki til nakaðvið niðurtúrinum.Alt væl.

Týsdagur,7. oktober 1930Veðrið er toluligt, nakaðav vindi av landnyrðingi.

Eg havi í dag verið út-rógvin, tað er fyrsta ferðiní heyst.Eg var við “Rex II”.Vit vóru í Dølunum ogfingu 288 pund. Tað varnú ikki væntandi stórtmeira, tí veðrið var sovánaligt. Eg var andøvs-maður. Tað var strævið,upp ímillum máttu tveirandøva. Summir bátarhava fiskað um 600 pundvestan fyri nýpuna.

Veðrið er gott í kvøld.Teir hava verið á fjalli íregni, tí tað hevur ælað íallan dag.Alt væl.

Mikudagur,8. oktober 1930Eg havi í dag verið norð-uri á Kjøndalsegg og bor-

ið torv yvir um ánna. Vitsluppu bæði norður ogheim aftur í bili. Tað varkalt har norðuri, og hannælaði illa, men at arbeiðavar veðrið gott til, ja, heiltgott.Vit komu aftur kl. 8 íkvøld.

Bátarnir fóru til útrógv-ar í morgun, eg veit ikkihvat teir hava fiskað.

Í kvøld havi eg so einkigjørt. Eg fór í songina kl.9-10 haldi eg.Tað er kavi ífjøllunum nú tað nærkastímóti vetrinum. Ættin ertann sama.Alt væl.

Hósdagur,9. oktober 1930Í dag havi eg gingið fyritað turra einki. Tað erógvuliga keðiligt. Eg erikanska nakað móður síð-ani í gjár,men einki til tað,eg kundi gott gjørt okk-urt. Men nú er alt útiar-beiðið liðugt, og tað fellurnakað tungt at byrja inni-arbeiðið í so góðum veðr-ið.

Veðrið hevur verið gottí dag, serliga seinnapartin.Í kvøld stendur sjógvurinsum ein sveiti. Eg havibara gingið og travað íkvøld, aftur og fram eftirvegnum.

Eg dyrgdi og til bar. Eghavi í kvøld verið og vitj-að mær gentuna.Veðrið erso gott í kvøld, at eintrívist illa inni. Hann kem-ur nokk eystan av. Hannrekur soleiðis, men spaku-liga.Alt væl.

Fríggjadagur,10. oktober 1930Í morgun fóru allir bátartil útrógvar, tað fór hvørfjøl. Veðrið versnaði tóskjótt, tað bleiv vindureystaneftir. Summir bátarkomu aftur við tað sama.Eg hevði skomm av mærsjálvum í morgun. Eg heltmeg vera einsamallanheima,men tá eg sá, at taðvóru fleiri, so varð egbetri til passar.

Eg fann so uppá at faranorður á Kjøndalsegg. Egfekk bil báðar vegir.

Bátarnir komu allir tíð-liga aftur í dag. Teir fisk-aðu nokk so væl. Teir hjáokkum fingu um 250pund. Nú er stormur ogregn.Alt væl.

Leygardagur,11. oktober 1930Toluligt veður á landi,men ikki útróðrarveður.Ættin var nokk útsynn-ingur sunnan fyrrapartinella okkurt sovorðið. Núer hann landsynningur, ogher hoyrist ikki eitt lot.

Í dag er líkið av Tum-masi hjá Rakuli komi hig-ar.Hann er deyður á bróst-sjúkrahúsinum í Havn. Bil-urin var í Miðvági eftir tí.

Eg havi í dag gjørt sogott sum einki, bert fing-ist við tvær sálmabøkur,sum eg skal binda inn. Eghavi so mest bara maliðuttan um bátin hjá John.Teir eru byrjaðir at stillahann inn.Alt væl.

Sunnudagur,12. oktober 1930Gott veður. Eg var fyrst ogfylgdi Tummasi til gravar.Fólkið var óføra nógv. Vitfóru so beinan vegin íkirkju og spaðseraðu soaftaná nakað.

Fór so til møti kl. 6.Jógvan Hans var her, hannvar komin at fylgja. Hannsegði nøkur orð við grøv-ina. Hann var eisini ámøtinum.Tað var eitt gottmøti, men møtini havaverið nóg, og góð eisini,men lítið sæst til nakraávirkan hjá okkum.

Í kvøld havi eg verið ogvitjað mær gentuna. Eg eriglaður yvir hana. Mátti egeisini gjøgnum mín kær-leika til hennara lærtbetur at elska Gud mín.Hjálp mær til tað Harri.Altvæl.

Tá sluppirnar komu aftur gav tað nógv arbeiði at landa fiskin. Her landar“Sjóløvan” á Miðvági.

Heim aftur komnir fær skiparin Hans David Han-sen í boði at føra “Nólsoy”, ið man hava verið betraskipið. Hann tekur av, men longu í 1934 ganga teirburtur og er Bernhard eisini við.

Bernhard leitaði altíð sjó-mansstovur upp, tá hannkom inn í Íslandi. Ein av

dyggu stuðlunum hjá før-oysku sjómansmissióninivar Jóhs. Sigurðsson, sumBernhard man hava hitt.

Endiliga heima aftur! Her er “Suðuroy” á veg inn á Havnina. Trolarin er StellaArgus. Maðurin í bátinum er Basse Telling.

Mynd: Føroya Fornminnissavn 3350F02957

Síða 17Nr. 340 - 14. apríl 2005

Av redini og til keiHetta var einfalda endamálið við handilsferð, sum Menningarstovanskipaði fyri til Murmansk herfyri. Eitt størri handilsferðalag hevði

nakrar tætt pakkaðar dagar við fundum við russisk reiðarí, og úrslitiðgjørdist eitt enn tættari handilssamtarv millum Føroyar og Russland.

Ferðalagið,sum fór til Mur-mansk, fekk nógvar við-merkingar áðrenn ferð-ina: Fingu tit ikki nokk avRusslandi seinasta ár? Faratit veruliga til heimsinsljótasta bý? Og vita tit, athar er ísakalt hesa ársinstið?

Hugurin var kanska ikkiso góður at fara avstað,men nógv talaði fyri, atmeiri átti at gerast viðrussiska marknaðin enneinstaka royndin til Mosk-va seinasta ár, tá Menn-ingarstovan eisini skipaðifyri handilsferð. Síðani tahandilsferðina hevur einbólkur av tænastufyritøk-um regluliga havt fundir áMenningarstovuni og hjáeinstøku fyritøkunum.Hesar fyritøkur hava ser-ligan áhuga í fiskiskipum,sum sigla við Føroyar.Fyritøkurnar vóru við áhandilsferðini í Moskva,og tí hevur mest verið

tosað um russiska trolara-flotan, sum siglir við Før-oyar.

Ferðin til Murmansk komupprunaliga í lag, tí Kaj P.Mortensen á Løgmans-skrivstovuni, sum leiðirfiskivinnusamráðingarnarmillum Føroyar og Russ-land, vendi sær til Menn-ingarstovuna. Undir árligufiskivinnusamráðingunumupp undir jól í fjør, varðavtalað, at skipast skuldifyri “round table” í sam-bandi við fiskivinnufram-sýningina”Sea - Ressour-ces - Technologies 2005”,sum er ein árlig afturvend-andi fiskivinnuframsýningí Murmansk.

Hetta gjørdi luttøkuna áframsýningini enn meiriáhugaverda í sambandivið eina handilsferð, oghesar fyritøkur valdu atvera við á ferðini: Tórs-havnar Skipasmiðja, Vón-in, Poul Hansen, Berg-frost, Vestpack, Farpack,Rock, Kloosterboer, FaroeCold Stores, TórshavnarHavn, Fuglafjarðar Havn,

Skipafelagið Føroyar ogFaroe Agency - Árni DamAgency. Hetta eru altfyritøkur, sum eru veitarartil fiskiskip.

Langa leiðin úr Keyp-mannahavn til Murmanskgekk via Moskva, og tókmest sum allan dagin tann16. mars. Viðvirkandi tilhetta var sjálvandi tíðar-munurin, har vit mistu 3tímar av døgninum. Menvæl gekk, hóast tað ikkivar so stuttligt at síggja inn-anríkisflogvøllin í Moskvaaftur. Tað var her einstórur partur av ferðalag-num sat “gísli” fyri einumári síðani, tí visumið ikkivar í lagi.Tað var ikki fríttfyri, at onkur hevði trau-ma av hesum. Men hesa-ferð gekk alt væl.

Komin úr flogfarinum íMurmansk legði ein fyrstmerki til,hvussu undarligttað var at anda í minus 25gradum. Ikki hevði eintikið nógv fótafet, áðrennhárini í nøsini vóru fryst.Tíbetur var tað einanshetta fyrsta kvøldið, at so

kalt var í veðrinum.Men ongin tíð var til at

gruna um veðrið ella út-sjóndina á býnum. 2 tætt-pakkaðir dagar lógu fyriframman, og tað ein komat leggja til merkis varfyrikomandi lyndið hjáíbúgvunum í býnum, ogtann liðiligleiki, ein merktiallastaðni, har ein kom.Luttakararnir vórðu ov-farnir av móttøkuni teirfingu, og áhuganum, sumteimum varð vístur. Eitt avreiðaríunum segði, at teyhøvdu avlýst allar aðraravtalur, tí tey ynsktu athava tíð til føroysku vitj-anina.

Framsýningin varð hild-in inni í eini høll, sumverður kallað “Ice Palace”,sum vanliga verður nýtttil íshockey ella skoytu-høll. Ísurin var har fram-vegis, og einasta bjálving-in var eitt teppi, sum varlagt omaná. Fótakuldi vartí ein stórur partur avframsýningini, men ikkigjørdist við.

Framsýningin var ikki

stór, men allíkavæl áhuga-verd, tí hon rakti væl mál-bólkin, sum var russiskreiðarí.Vit høvdu ein heiltlítlan bás, einans 6 fer-metrar. Ætlanin var ein-ans at nýta básin sum einglugga og til einstakarfundir, meðan restin avferðalagnum var úti tilfundir hjá reiðaríunum.Hetta eydnaðist stak væl.Fyritøkurnar vórðu býttarí 3 bólkar, og bólkarnirhøvdu nærum fulla dags-skrá við fundum við reiða-ríir í Murmansk í 2 dagar.

Hvør bólkur hevði eittumboð frá danska gene-ralkonsulátinum í Skt. Pæt-ursborg, sum leiddi bólk-in og virkaði sum tulkur.Bólkarnir høvdu uml. 8avtalur hvør, sum fram-manundan vóru gjørdar.Harafturat høvdu flestufyritøkur aðrar fundir,sum tær sjálvar høvdu av-talað ofta í samstarvi viðFaroe Agency ella agency-deildina hjá Skipafelag-num Føroyar. Eisini fingutær onkrar fundir sum úr-

slit av luttøkuni á fram-sýningini, har Menningar-stovan umboðaði tær viðBozenu Rasmussen sumtulki.

Henda handilsferðin hjáMenningarstovuni verðurikki einans minst sumhandilsferðin, har puls-hosur og ullint undirklæðikomu væl við. Handils-ferðin varð eisini merktav einum stak positivumanda millum flestar fyri-tøkur, har netverk var einnáttúrligur partur. Haraft-urat er hetta ein handils-ferð, sum liggur sera ovar-laga á stiganum yvir stakvæleydnaðar handilsferðir.

Eftirmetingarnar frá fyri-tøkunum vísa, at eitt stórttal av tilboðum eru givin,nakrar ítøkiligar avtalureru komnar í hús,og næstumánaðirnir fara væntandiat vísa enn fleiri ítøkiligúrslit.

Spennandi verður atsíggja, um fleiri av russ-isku trolarunum fara atkoma av redini til kei, umso er, er endamálið nátt!

Tekstur: Annleyg LamhaugeMyndir: Jónfinn Petersen og Menningarstovan

Kaj P.Mortensen, Janus Rasmussen, Bozena Rasmussen og Jón N.Olsen hava einkærkomnan steðg millum fundirnar. Í bakgrundini sæst Emilia frá danskageneralkonsulátinum í Skt.Pætursborg, sum er í ferð við at fyrireika næsta fundin.

Ivan Eginsson og Hans Jákup Joensen eru her á fundi við reiðaríið NordPilgrim.

Romantikkur í kuldanum við logandi eldin hjá stóra soldatinum. Sig so tað! Kjartan Kristiansen fekk høvi til at halda eina røðu og at handa Guvernøri-num fyri Murmansk-økið eina gávu.

Síða 18 Nr. 340 - 14. apríl 2005

Føroyar í Fishing News InternationalÍ einum undanfarnumblaðið greiddu vit frá, atvit høvdu havt vitjan avQuentin Bates, ið er blað-maður hjá altjóða fiski-vinnublaðnum FishingNews International.

Quentin var eisini í Før-oyum fyri tveimum árumsíðani, og tá hevði hanneina røð av greinum umføroyskan fiskiskap í Fish-ing News International.Hetta blaðið kemur úteina ferð um mánaðin oghevur hópin av fiskivinnu-tíðindum ymsa staðni frá,eins og tað verður lisið ínógvum londum.

Tað eru eisini javnanfiskivinnutíðindi úr Før-oyum og í apríl blaðnumer sæst úrslitið av vitjaninií Føroyum. Her eru einar12 greinar við samrøðum,sum Quentin hevur havtvið ymiskar aktørar innanfiskivinnuna í Føroyum,og sum geva eina hampi-liga breiða lýsing av fiski-vinnuviðurskiftum í Før-oyum.

SvartkjafturinFyrsta greinin er ein sam-røða við Bjørn Kalsø ogHjalta í Jákupsstovu, ogymsar svartkjaftareiðararog skiparar um svartkjaft-in og yvirskriftin er, at“svartkjaftur er ov týðan-di at missa”. Bjørn sigur,at svartkjaftur er okkarastørsta einstaka tilfeingi.Hann óttast fyri, at tannstóra veiðan fer at endavið einum skrædli, sumverður ein vanlukka fyriføroyska nótaveiðu ogannars fyri alt samfelagið.

Hanus Hansen, reiðari áNærabergi er farin at stúra,tí veiðan er longu mink-að, og hann vil fegin havaeina heildarkvotu sumskjótast. Hjalti í Jákups-stovu væntar ikki nakraskipaða veiðu, fyrr ennskrædlið er komið! Tað ereisini greitt, at okkurtmark má vera. Men tað eráhugavert, at í mong árhevur verið tosað um eittTAC fyri svartkjaft upp 6-700.000 t. Men nú heldurHjalti í Jákupsstovu, at 1,5mió. kann forsvarast.

Annars heldur MeinhardJacobsen, at svartkjafturinmá virkast, og her hugsarhann mest um surimi.Hetta skuldi eisini kunnaðgivið ein hóp av arbeiðs-plássum.

Bjarti Mohr greiðir frásínum víttspennandi virk-semi,og hansara yvirskrifter, at oljuprísurin er tannstørsta hóttanin.

Blaðið hevur eisini hitt“sildakongin” Eiler Jacob-sen, sum var tann fyrsti,sum landaði feska sild

uttanlands, og sum eisinivar tann fyrsti at seta køli-tangar í nótaskip. Hanngreiðir eisini frá leinging-ini av “Krúnborg”, summerkir, at tað verdur sigltminni til lands at landa,oghetta sparir olju. Hannsigur, at “Krúnborg”er eittsindur vátari enn áðrennleingjanina, men kortinisjógóð.

Eiler heldur annars, atsvartkjartur er góður mat-ur. Hann hevur onkuntíðkoyrt hann á pannuna oger hetta fínasta slag. Hettaeru eisini royndirnar hjárussarum, sum frysta fisk-in avhøvdaðan til heim-liga marknaðin.

Eins og seinast hevurFishing News Internatio-nal eisini hesa ferð hittÓla Jacobsen, sum greiðirfrá teimum fallandi inn-tøkunum í fiskiflotanum.

Stórútflutnimgur til GrønlandsSíðani er samrøða viðAðalstein Anthoniussen áAWI boats. Og tað er seraáhugavert,at teir hava bygtikki færri enn 75 bátar tilGrønlands. Hesir eru frá27 til 39 føtur. Teir havaeisini selt bátar til Dan-markar og Íslands. Hin-vegin eru umstøðurnarsoleiðis, at tað verða ikkinógvir bátar bygdir tilføroyska marknaðin. Herer mest talan um umvæl-ingar. Men tað er seraáhugavert, so nógv sumhendan fyritøkan hevurkunnað gjørt seg galdandiuttanfyri landoddarnar.

Samrøða er við TrygvaJoensen í Radiobúðini íRunavík. Hesir umboðarein stóran part av elek-tronisku útgerðini um-borð á føroyska flotanum.Í greinini verður greitt fráeinum “distance keeper”,sum tryggjar somu frá-støðu millum partrolarar,meðan teir trola.

Samrøða er við TummasChristoffersen, reiðara ogskipara á partrolaranum“Fram”. Tað er nóg mikiðtil av upsa, men prísuriner sera lágur. Tummasgreiðir frá ætlanum um atavreiða til russarar, sumnú tykist at roynast væl.Eisini greiðir hann frá, atseinasta ár gjørdu teir 42túrar, og av teimum varbert ein, sum var landaðuruttanlands.

Árni Skaale frá Look-North greiðir frá fram-leiðslu av trolkúlum ogArni Gunnarsson frá Kemi-lux um framleiðslu avsápu.

Jákup Joensen frá Oil-wind greiðir frá eini nýggj-ari línuskipan og egning-

armaskinu, sum teir havament til smáar bátar.

Og so er ein grein umtrolvirkið Vónin, sum manvera rættiliga væl kentuttanfyri landoddarnar.Tí stórir trolarar og fleiriav okkara grannalondumkeypa trol frá Vónini, oghava hesi eisini gott orð ásær. Og at tað er talan umrættilig trol sæst ikki minstav, at tey eru um ein fjórð-ing long og meskarnir eruupp til 48 m.

Allar hesar greinarnareru saman, men seinni íblaðnum er umrøða avfyritøkuni Vikmar hjá JanEgholm. Fyritøkan selur

“longlife”sensorar til før-oyskan flotan.

Av øðrum áhugaverd-um greinum er eisini ein,har tað verður greitt frá,attað nú finnast ristir til svart-kjaftatrol. Hervið skulduvit sloppið undan trupul-leikanum, ið verður sagd-ur at vera við upsa sumhjáveiðu í svartkjaftinum.

Annars er Fishing NewsInternational væl kunnaðum gongdina í Føroyum.Teir fáa FF-blaðið, og táQuentin Bates dugur ís-lendskt, so kann hann eis-ini lesa føroyskt so nøku-lunda.

Tað er eisini gagnligt, at

vit gjøgnum hetta blaðiðkunnu gera vart við okk-um úti í heimi.

Annars er nógv fiski-vinnutilfar í blaðnum, og

tey sum eru áhugað kun-nu tekna seg um haldara áheimasíðuni:www.fni.co.uk

Í komandi blað verður sum vanligt nógv spennanditilfar. M.a. er ein frásøgn um teir føroyingar, sumgjørdu flogvøll í Íslandi undir krígnum. Vit havaeisini verið á skeiði hjá Fiskivinnuskúlanum uminnaneftirlit og matvørutrygd. Og so hava vit einafrásøgn um forlissið hjá danska skipinum “HanneS”, sum kostaði einum føroyingi livið.Tá næsta blaðkemur út eru júst liðin 45 ár síðan, at tað seinastfrættist frá skipinum. Umframt verður nógv annaðtilfar.

Komandi blað

Síða 19Nr. 340 - 14. apríl 2005

Sosialurin nýtt blaðhús:

Risi uttan hugburðFyrst skulu vit ynskja Sosi-alinum tillukku við nýggjablaðhúsinum í Vágsbotni.

Hetta er sjálvsagt einstórhending í søgu blað-sins.Tað er ikki so nógv ársíðani, at Sosialurin varðeitt pinkublað uppá 4 síð-ur, sum kom út nakrar fáarferðir um vikuna. Nú hev-ur Sosialurin brotið mono-polstøðuna, sum Dimma-lætting hevði í meiri enn100 ár.Hetta er eitt bragd,sum fer at verða nógvumrøtt á móttøkuni hjáblaðnum í morgin.

Men øll succes ella fram-gongd hevur sín prís, oger tað hetta,hendan grein-in fer at snúgva seg um.Vónandi verða okkarasjónarmið ikki tikin illaupp, tí tey eru sett fram útfrá orðatakinum “vinur erhann sum vomm sær”. Ogtað var tann tíð, tá eg viðlív og sál gekk inn fyri tað,sum Sosialurin stóð fyri.

Tað er veruliga syrgiligtat síggja, at prísurin fyriframgongdina hjá Sosiali-num hevur verið, at altsum eitur hugburður ogholdningur eru blakaðfyri borð. Tað var eina-ferð, tá Sosialurin stóð fyrinøkrum, sum ein antinkundi vera samdur ellaósamdur við. Sosialurinhevði sum útgangsstøði atverja tann minni mentaímóti ágangi, uttan muntil hvaðani ágangurin kom.Hann var ikki ræddur fyriat tosa “Roma mitt imot”,tá tørvur var á tí.Hetta varheldur ikki uttan úrslit.

Frá hugsjón tilforrætningÍ dag er tað soleiðis, at taðeinasta sum hevur áhuga,er at fáa “forrætninginaSosialurin” at geva mestmøguligt av sær, at seljaflest møgulig bløð og atfáa flest møguligar lesarar.Tí ræður mest av øllumum at tekkjast flest møgu-ligum og ikki at traðkanakran á tærnar. Tí hevurleikluturin sum tann 4.statsmakt ella samfelags-ins varðhundur havat lágaella onga raðfesting, oghetta hevur blaðstjórineisini váttað í øðrum sam-anhangi fyri nøkrum ár-um síðani. Tað skal tósigast, at tað, sum herverður sagt um Sosialin,eisini er galdandi fyri allarteir - eftir egnum tykki -professionellu fjølmiðlar-nar.

Tað liggur í tíðini í dag,eisini uttanlands, at bløðikki longur eru umboð fyriein ávísan flokk, sjálvt umávísur flokkur eigur blað-ið. Nú skal allur tíðinda-

flutningur vera “óheftur”.Tað ljóðar sera gott, mensoleiðis er tað ikki í veru-leikanum. Hetta er serligagaldandi fyri politiska tíð-indaflutningin. Hesin ersera nógv heftur av hvussuóheftir blaðfólkini eru oghvussu væl blaðstjórindugur at tryggja hetta.

Vit vita, at meginpartur-in av politiska tíðindatil-farinum kemur beinleiðisfrá flokkunum, og at teyverða endurgivin rátt sam-bært almenna prinsippi-num hjá Jógvan Jesper-sen, almennan fjølmiðla-stjóra, um, at politisk tíð-indaskriv verða ikki kann-að fyri sannleiksvirði, áðr-enn tey verða borin víð-ari.

JavnaðarblaðiðgjørdisttjóðveldisblaðHesum prinsippi hevurTjóðveldisflokkurin framum nakran annan flokkdugað at gjørt sær dælt av.Hetta vísir í hvussu erhansara dugnaskap, og atskúlapengarnir hjá HøgnaHoydal eru væl útgivnir.Samstundis hevur Tjóð-veldisflokkurin eisini evn-að at “planta” síni egnufólk á teimum ymiskumiðlunum og ikki minst áSosialinum. Úrslitið hevurtí verið, at Sosialurin heiltgreitt hevur staðið framsum fremsta málgagn Tjóð-veldisfloksins seinastu 7árini.

Tað er undrunarvert, atJavnaðarflokkurin hevurfunnið seg í hesi heiltgreiðu “fíggindaligu yvir-tøkuni” av teirra egnablaði, sum eisini hevurverið brúkt móti teimumsjálvum. Men frágreiðing-in er, at bæði Javnaðar-flokkurin og Sosialurineru líka “vattut” og støðu-leys. Úrslitið av hesumsást eisini til fólkatings-valið, har javnaðarflokkur-in átti at havt allar fyri-treytir fyri at gera eittrimmar val. Men tað ertorført at atkvøða fyrinøkrum, sum ikki hevurnakran politikk sum kannsigast at vera alternativ tilnakran annan.

Einki prinsipp avnøkrum slagTað vandamikla við so-vorðnum tíðindaflutningi,sum tí hjá Sosialinum, er,at øll tíðindi verða endur-givin sum óheft tíðindi í tílíki, tey verða innsend.Blaðfólkini leggja møgu-liga síni egnu nøvn tiltíðindaskrivini og broytaonkra orðing fyri at gevalesarunum ta fatan, at

tíðindini eru teirra verk.Og tað er verri enn einki.

Hetta kann so bert endaheilt galið, tá einki prin-sipp av nøkrum slagi ergaldandi fyri eitt blað. OgSosialurin hevur einkiprinsipp. Vit kundu í fjørgreiða frá, hvussu TV2 -víst eftir hørðum trýsti -tók eini skeiv tíðindiaftur. Hetta hevði ikkihent í nøkrum av teimumføroysku fjølmiðlunum,og heldur ikki í Sosiali-num, og tað finst prógvfyri tí, men skal tað ikkitakast fram við hetta høvi.

Bert heilt fáar ferðirhevur Sosialurin - hálv-hjartað - roynt at rættaðuppá politiska slagsíðu ítíðindaflutninginum. Menhvørja ferð eru teir buk-aðir og hóttir upp á plássog hava latið sær siga!Hetta er eisini próvfast.

Eins avdúkandi ertað, sum ikkiverður skrivað umEitt er tað, sum verðurskrivað, annað er tað, sumikki verður tikið upp.Her er greitt, at bert teymál verða tikin upp, sumpassa politisku skipanini.Hóast flokkarnar látast atvera ósamdir um nógv, soeru teir samdir um tað,sum er mest avgerandi íeinum fólkaræði,og tað ertann rættarfatan, sum ergaldanda í politisku skip-anini. Henda langt aftan-fyri hana, sum er galdandií framkomnum londum áokkara leiðum. Hetta havavit víst á í einum ótali avgreinum, eisini í blaðnumí dag.

Men júst hetta týdning-armikla evni er tabu í før-oysku miðlunum. Taðverður heldur ikki nevnt íSosialinum, tí tað vil ikkivera í samsvari við upp-gávuna, sum er nærumbert at vera ørindasveinurhjá politisku skipanina.T.v.s. at politiska skipaninavgerð bæði tað sumverður skrivað, og taðsum ikki verður skrivað.

Ein ósvaraðurspurningur:Hví skuldi millum-bylgjusendararinkannast og ikkiJógvan S málið?Bert eitt dømi: Nógv varðgjørt burtur úr í øllum fjøl-miðlunum og í tinginum,hvør ið hevði ábyrgdinaav, at einki rør var tøkt, támillumbylgjasendarin hjáútvarpinum sløknaði.

Hetta skuldi kannast!Alt gott um tað.

Men eitt grundleggjandinógv størri mál, sum t.d.

Jógvan S málið, hevur ver-ið nevnt minst gjørligt.Her var talan um eitt mmiiðð--vvíísstt ttiillæættllaaðð rræættttaarrbbrroott,,sum av politisku skipaninivarð framt móti borgara.Politiska skipanin var full-komiliga greið um, at taðvar talan um eitt grund-leggjandi rættar prinsipp íeinum rættarsamfelag, atein tilsøgn frá myndug-leika til borgara er bind-andi. Er feilur gjørdur, soer tað trupulleikin hjá tí,sum hevur gjørt feilin ogikki hjá borgaranum.

Hóast hetta, var borg-arin av politisku skipaniniætlaður at fáa svartaper íhesum máli, og tað varbert danska rættarskipan-ini, sum fekk forða fyrihesum.

Ein skuldi trú, at pol-itiska skipanin tók spurn-ingin upp at fáa staðfest,hvussu hetta kundi lataseg gera, so tað í hvussuer slapst undan endur-tøku. Um ikki fyrr, skuldihetta verið aktuelt at tikiðupp, nú rokningin fyrirættarbrotið er kominupp undir land. Men ølltann politiska skipanin erso innvavd í hetta máliðsaman við løgtingsumsit-ingini, at hon hevur bertáhuga í at fáa hetta máliðsópað inn undir gólvtepp-ið.

Hetta er nóg galið,og erí sær sjálvum ein góð lýs-ing av elementunum í pol-itiskum rotinskapi. Mentað ringasta er, at tá pol-itiska skipanin vil geraminst burtur úr einummáli, sum heilt upplagtikki tolir dagsins ljós, sohevur Sosialurin somustøðu! Og er tað upp tilhann, so fæst ongantíðgreiða á teimum leysuspurningunum á hesummáli og hetta verður eisiniúrslitið. Betri dømi fæstikki um pressu, sum er tilfals!

Sosialurin hevur fram-

vegis møguleika at gerastein veruligur risi í tí ússa-liga føroyska fjølmiðla-heiminum. Og tað kanngerast við at taka, um taðso bert er eitt fet aftur tiltað, sum hann stóð fyri

fyrr. Møguleikin fyri atkoma at traðka onkran átærnar er ein væl útgivinprísur fyri tað.

Annars tillukku!ó.

Hetta er eitt avgerandi prógv fyri, hvussu Sosialurin fullkomiliga ókritiskt renn-ur ørindi fyri politisk áhugamál. Teksturin og boðskapurin í hesum stubba erstutt sagt ein snaring og ein manipulatión av tí, sum veruliga er farið fram.Tærgjørdu viðmerkingarnar eru grundaðar á dokumenteraðar útsagnir, sum ikkihava havt áhuga í dekninginum hjá Sosialinum av hesum máli.Men henda útlegging samsvarar við ta martyrmytu, sum einki grundarlag erfyri, sum Høgni Hoydal roynir at skapa m.a. við tí fyrispurningi, sum hannhevði á tingi seinasta heyst um sama mál. Hetta sigur nóg mikið um hvussuóheftur Sosialurin er.

Tíðindaskriv fráMaskinmeistarafelagnumMaskinmeistarafelagið hevur í dag sagt upp sátt-málan fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá SEV.

Sáttmálin fer úr gildi tann 1. juli 2005.

Maskinmeistarafelagið

31. mars 2005

Grønlendska reiðarafelagið APK hevur í dag sagtupp sáttmálan við Maskinmeistarafelagið.

Hesin sáttmáli umfatar maskinmeistarar viðgrønlendskum rækjuskipum.

Sáttmálin fer úr gildi tann 1. juli 2005.

Maskinmeistarafelagið

31. marts 2005

Rætting til ExpeditÍ blað nr. 337 høvdu vit nøvnini á manningini áExpedit. Onkur av teimum eru ófullkomin, ogtann rætta upplýsingin skal vera fyri nr:

15. Jens Joensen, á Kjalnesi, Kollafjørð

16. Jógvan Joensen, í Húsunum, Kollafjørð, sonurnr. 17.

17.Andreas Dam Joensen, í Húsunum, Kollafjørð.

Tíðindaskriv frá Føroya Landsbókasavni:

H.C. Andersen 200 ár2. apríl eru 200 ár liðin síðani danski rithøvund-urin H.C. Andersen var borin í heim, og í tí sam-bandinum er ein framsýning á Føroya Landsbóka-savni. Framsýningin lýsir lívsverkið hjá H.C.Ander-sen, men dentur verður lagdur á føroyskar týðing-ar av verkum hansara. Framsýningin verður stand-andi í tveir mánaðir.

Síða 20 Nr. 340 - 14. apríl 2005Síða 20

Tórshavnar BátafelagÁ baksíðuni hava vit eina frásøgn frá trygdartiltakinum hjá bátafelagnum í Havnseinasta leygardag. Eitt slíkt tiltak hevur alt rós uppiborið. So vit fara at nýtahøvið til at kunna meira um felagið og vit fara eisini framyvir at greiða frávirkseminum. Her er so ein stutt frágreiðing um felagið sum slíkt:

StovnanTórshavnar Bátafelag varð end-urstovnað 21. februar 1998 í�Müllers pakkhúsi�.

EndamálEr at fylkja allar bátaeigarar ogbátaáhugaðar, at skipa fyri fel-ags tiltøkum, at veita tænasturtil limir eins og vitjandi bátaeig-arar og annars at tæna áhuga-málum limanna innan- sumuttanlands.

LimirLimur kann gerast einhvør báta-áhugaður, sum gongur undirlógir felagsins. Felagið hevurfingið dygga undirtøku. Lima-talið er farið upp um 600 limir.Teir búgva kring allar Føroyar.Ja, enntá í Kina og USA. Hettaber boð um eitt vælumtókt ogvirkið áhugafelag.

LimagjaldÁ aðalfundi felagsins 8. oktober2003 var limagjaldið fyri 2004ásett til 150,00 árliga. Á felgs-ins aðalfundi 5. mai 2004 varsamtykt at limagjaldið fyri 2005skuldi vera óbroytt.

LimakortLimir í bátafelagnum fáa av-sláttur frá fyritøkum í kommun-uni av keypi av útbúnaði, sumnáttúrliga hoyrir báti og veiðu til.

Avslátturin fyri 2005 fæst bertvið at framvísa grøna limaprógv-ið, ið er avtalaði liturin við fyri-

tøkurnar. Kortið ber prógv um goldið

limagjald. Limagjaldið er sumoftast vunnið aftur eftir einumkeypi.

Kortið fært tú einans niðri ífelagshølunum við at vísa gjalds-kvittan.

ÁvirkanFelagið virkar fyri at betra umumstøðurnar hjá bátaeigarum.Felagið hevur gjørt sína ávirkanfyri m.a. at fáa ravmagn og vatnlagt út á allar bátabrúgvar. Eftiráheitan felagsins hevur havna-nevndin sett bryggjuplássiðundir el- og vatnhúsinum niðan-fyri felagshúsið í Vágsbotni avtil vaskipláss eins og úr-/um-borðskipan fyri bátar.

UmhvørviUmhvørvissetningurin hjá felag-num er at halda pláss og báta-havnir so reinar sum yvirhøvurgjørligt. Felagið hevur gjørt sínaávirkan galdandi í sambandi viðoljudálking. Vágsbotnur er bliv-in ein perla í høvuðsstaðnum.

FelagshúsBátafelagið heldur til í Vágs-botni í �Pakkhúsinum hjá Rub-beki�. Nógvar sjálvbodnar hend-ur og við góðum stuðli frá kom-mununi og virkjum hava fingiðgjørt hølini til ein hugnaligankarm um virksemi felagsins.Tøkk øll somul eingin nevndureingin gloymdur.

Men tøk liggja á láni s.s. atklæða húsini uttan, gera kjall-aran lidnan, ið er ætlaður tilítriv, tiltøk og fyrilestrar.

Á aðalfundi felagsins í 2003varð samtykt at seta pening ígrunn til at útvega felagnumegin felagshús, ístaðin fyri atleiga. Við árslok 2004 stóðu100 t.kr. í grunninum.

TænasturKarmar eru skaptir fyri bátavitj-anir. Í felagshølunum er bæðibað og wc, harafturat kanst túvaska og turka klæðir. Føroy-ingar eins og útlendingar, iðhava vitjað bátafelagið, havahavt stóra gleði av hesum góðuumstøðum.

Loksins eftir áhaldni hevurtað eydnast felagnum at fáahavnina at seta upp gjalds el-og vatnpostar á bryggjukanti-num í Vágsbotni til vitjandi bát-ar.

Vitja allar oyggjarEitt av mongu málum felagsinser at vitja allar havnir og oyggjarí Føroyum innan eitt rímuligtáramál. Felagið hevur fyriskipaðfelags siglitúrar/vitjanir, m.a.suður til Trongisvágs at vitjabátafelagið Naddod inni á Tang-anum, útferðartúrar eru gjørdirtil Kollafjarðar, Selatraðar, Svín-oyar, Oyndarfjarðar, Kunoyar,Hest, Vestmanna, Gøta, Klaks-vík o.fl.

Tórshavnar Bátafelag · Bryggjubakki 20 · FO-100 Tórshavn · Tlf: 31 27 59 · Fax: 31 27 59T-postur: [email protected]. Heimasíða: www.marina.fo

Síða 21Nr. 340 - 14. apríl 2005

Hongdur út av umboðsmanninum:

Kærarar enda í gapistokkiViðhvørt hoyra vit í fjøl-miðlunum um avgerðir, iðumboðsmaðurin hevurtikið. Fjølmiðlarnir takahetta tilfari av heimasíð-uni hjá løgtingsins um-boðsmanni, har allar av-gerðir verða lagdar inn.Seinni verða tær eisiniprentaðar í ársfrágreiðing-ini hjá umboðsmanninum.

Hetta er eisini rímiligt ítann mun hetta kann veragrundarlag fyri at skilja av-gerðina hjá umboðsmanni-num, og hetta kann leggjagrundarlag fyri einari skip-aðari siðvenju á økinum.Men hetta eigur sjálvsagtat vera gjørt á ein slíkanhátt, at tað ikki gerst ovpersónligt fyri partarnar ímálinum og serliga fyritann “tapandi” partin.

Men her tekur umboðs-maðurin einki fyrilit fyripersónunum í málinumn.Víst verður sakin almanna-kunngjørd uttan at nevnanøvn. Ístaðin verður sett-ur ein bókstavur. Hettaskal eitast fyri at vera fyri,at tey, sum lesa málið, ikkiskulu vita, hvønn persóntað snýr sum um. Menhóast hetta, so kunnu tey,sum lesa málið, sjáldanivast um hvør viðkomandier, og mannagongdin hjáumboðsmanninum kannvirka sera niðrandi fyriviðkomandi, serliga tátalan um uppsagnarmál.

Í einum umboðsmannna-máli eru øll skjøl og altbrævaskifti millum klag-ara og tann klagaða við ímálinum. Hetta verður altlagt út á heimasíðuna.Taðverður ikki so frægt sumredigerað í tilfarinum, ogtí koma somu upplýsingarfyri fleiri ferðir í samamáli, hóast hetta er púraóneyðugt.

Nú um dagarnir varðeitt slíkt mál umrøtt í fjøl-miðlunum. Talan var umeitt alment uppsagnar-mál, og tann mest av-gerandi spurningurin er,hvørt starvið sum trygdar-umboð á einum almenn-um arbeiðsplássi er nøkurverja ímóti uppsøgn. Taðsnúði seg eisini um, hvørttað er rætt at siga tey upp,hvørs uppgávur eitt arb-eiðspláss lættast kannvera fyri uttan.Tað ber væltil at koma til eina niður-støðu í slíkum spurning-um uttan serstakur per-sónur verður “hongdurút”.

Men verður hugt áheimasíðuna hjá umboðs-manninum, so er einginivi hjá øllum teimum, sumvita um mannin, hvønntalan er um. Og tann sum

ikki veit tað kann lættligafinna fram til tað. Her eruallir upplýsingar um starv-ið hjá viðkomandi, sumbert kann snúgva seg umein persón, so fyri taðkundi navnið eins vælstaðið eisini.

Men afturat hesum verð-ur eisini alt brævaskiftialmannakunngjørt. Hettamá roknast fyri at verasera persónligt tilfar mill-um klagaran og hansaraarbeiðsgevara, og sum eis-ini kann vera óheppin fyriumdømið hjá kæraranum,um tað kemur almentfram.

Júst hetta brævaskiftihevur ikki avgerandi týdn-ing fyri tað prinsipiella ímálinum, og verður hettaeisini váttað av umboðs-manninum í hansara niður-støðu.

Hetta kann tá heldurikki vera meiningin. Eitter, at ein borgari kærir ogikki fær viðhald. Hetta er ísær sjálvum eitt nóg stórtniðurlag. Men so skuldimálið verðið liðugt hjáviðkomandi. Hann skuldihelst ikki komið verri fyri,enn um hann ikki kærdi.Men nú upplivir hann, atnegativa metingin hjá hans-ara arbeiðsgevara av hans-ara arbeiðsavriki, ið bæðikann vera røtt ella skeiv,kemur við nærum navnsnevnilsi at vera alment tilskjals í allar ævir. Tað ertorført at síggja, hvat hettakann hava við rættartrygdat gera. Tað skuldi veriðrætturin hjá einum oghvørjum,sum verður upp-sagdur, um tað er við ellauttan grund, at hann kannsøkja sær arbeiði aftur viðeinum blankum pappíri.Hesum er viðkomandi av-skorin frá uttan at taðhevur nakað sum helstendamál.

Verður hugt eftir heima-síðuni hjá danska umboðs-manninum sæst, at herverður anonymitetur yvir-hildin í fult mát.Allir upp-lýsíngar sum kundu veriðein slóð til at finna framtil persónin aftanfyri mál-ið eru strikaðar og bók-stavur er settur í staðin.Og verður hetta fjørt íDanmark er enn meiraneyðugt at hetta verðurgjørt í Føroyum, harviðurskiftini eru smærri. ÍFøroyum verður tað gjørtøvugt.

Samsvarar við aðrarroyndir av umboðs-manninum.Men hetta samsvarar seravæl við tær royndir, sumvit annars hava av um-

boðsmanninum, sum tæreru lýstar í okkara ársfrá-greiðing fyri 2003:www.fiskimannafelag.fo

Við slíkari mannagongdkann støðan skjótt gerasttann hjá borgara, at hannheldur vil líða allan heims-ins órætt enn at fara tilumboðsmannin fyri ikkiat koma í eina enn verristøðu enn við ikki atkæra. Og við tí støði ver-andi umboðsmaður hevurlagt, kann tað gera taðsama,um vit fáa ein nýggj-an umboðsmann.

Hesin stovnur er blivinein pappírsmylla av einiaðrari verð. Hetta máltelur 19 síður, og tanneinasta ítøkiliga átalan er,at avvarðandi ráð verðurátalað fyri ikki at hava

hildið sína notatskyldu.Hetta kundi verið átalað áeinari síðu.

Men hetta er eisini eittdømi um støddina á teim-um málum, sum umboðs-maðurin brúkar orku uppá.Teir grundleggjandi tru-pulleikarnar í okkara pol-itisku umsiting ger hannlítið og einki við.

Men fyri at koma afturtil hetta málið:At seta einborgara í ein slíkan gapi-stokk, sum her er talanum, skuldi umboðsmaður-in ikki sloppið væl frá! Taðman eisini vera ein spurn-ingur um brot á “privat-livets fred”, har tað samb.lóg er tryggjað borgarum,at almenningurin ikki skalfáa atgongd til persónligviðurskifti hjá borgarum.

TíðindaskrivAllan apríl mánað hevur Magna Aðunsson lista-framsýning á Norðoya Kunningarstovu. Framsýn-ingin letur upp týsdagin 5.apríl 2005 klokkan 17.00.

Annars er framsýningin opin í vanligari upp- ogafturlatingartíð hjá Kunningarstovuni.

Við á framsýningini eru nakrir og tríati akrylmáln-ingar. Magna hevur seinsta skúlaárið verið lærarivið Mikladals Skúla, og tí bera nakrir av málningun-um brá av Kalsoynni og umhvørvinum har á leið.

Magna er fødd og uppvaksin í Klakksvík, hon erútbúgvin skúlalærari, hevur búð í nógv ár í Íslandi,har hon fekk gongd á síni listarligu evni. Hevursíðan einaferð í nítiárunum búð í Føroyum, men ár2000 flutti hon til Danmarkar, men flutti so sumsagt aftur til Føroyar í 2004.

Framsýningar hevur hon havt í hópatali, ikki bertí Føroyum og Íslandi, men eisini í Noregi, Svøríkiog Danmark.

Hon hevur nomið sær kunnleika um list frá lærar-um á Listaskóla Íslands, Hægri læristovni í Aber-deen í Skotlandi, á Thorstedlund Kunsthøjskole íDanmark og eisini á Føroya Læraraskúla við listsum sergrein.

Nógv av hugskotum hennara til myndirnar komafrá barnaárunum í Klaksvík, eisini koma tey frá tíhon hugsar, ímyndar sær og eisini frá øðrum lista-fólkum.

Fotomyndir og rørslur kunnu eisini geva hennihugskot. Listaverkini eru tey flestu úr Norðoyggj-um. Myndir kunnu eisini síggjast á heimasíðuni hjáMagnu, har onkur er við á framsýningini:

www.galleri-magna.dk

MAGNA AÐUNSSON OG

NORÐOYA KUNNINGARSTOVA

Til søluBátur selist. Maskina Solo diesel 16 HK.

Longd 6,20Breidd 2,08Dýbd 0,90

Báturin hevur fiskiloyvið í bólki 5B

Áhugaði ringið 449135 ella 749135

Síða 22 Nr. 340 - 14. apríl 2005

TToorrlleeiiff JJoohhaannnneesseenn

GGUUÐÐSSOORRÐÐ

Friður veri við tykkum! Joh.20,19

Henda friðarheilsan var Jesu fyrstu orð til læru-sveinarnar eftir uppreisnina.

Hann kom gjøgnum læstar dyr við henni.

Friður. Friður er eitt høvuðsorð í kristindóminum.Jesus kemur við friði til børn síni.

Aðrastaðni segði Jesus: -Frið lati eg eftir hjá tykk-um, mín frið gevið eg tykkum-

Bíblian sigur hart og tíðiliga, at Guds børn eigaKristi frið, meðan

-hini gudleysu hava ongan frið-.

At eiga Kristi frið, er ikki bara at vera eitt “friðar-menniskja, sum ikki ger haltari hønu mein”, ella atliva í sátt og semju við øll menniskju og hava friðvið øll - fyri einhvønn prís. Tvørturímóti sigurskriftin, at tann, sum vil fylgja Jesusi eftir, sumeigur Jesu frið, kemur í stríð við syndina í holdi-num, í heiminum og við djevulin.

Hann er kallaður til at “stríða trúðarinnar góðastríð”.

Kristi friður, er ikki ein ytri friður ella ein kvirra,har einki óljóð hoyrist.

Heldur ikki er tað ein hjartafriður, sum buddistarog aðrir tosa um,tá tú kemur í samljóð og fært friðvið títt innara menniskja, títt Eg.

Jesu friður er fyrst og fremst ein hjartafriður.Friður er samstundis ein sannføring, sum fæst tásyndin er játtað fyri Gudi. Friðurin verður tá einfrukt av Guds náði, av fyrigeving syndanna, vegnaJesu blóð, sum gevur glaða og góða samvitsku.

Í víðari merking er friðurin ein gleði og tryggleikiyvir at verða barn hjá Faðirinum á himli - tí al-máttuga Gudi.

Er Gud við okkum, hvør er tá ímóti okkum?

Trýrt tú á Jesus, hevur tú frið við Gud.Tá eigur túfriðin, hóast tað kann storma rundan um teg oginnan í tær. Friðurin botnar í, at tú hvílir í Gudi, athann heldur fast og hevur alt valdi. Hann hoyrirbønir tínar og hevur talt hárini á høvdi tínum.

Friðurin er ein hvíld í Gudi.

Sum ein náðistreymurHarrans friður er,Jesus Kristus ber hannvið á síni ferð.Av Guds náði verðurrættvísgjørdur tann,sum í trúgv á Jesusfrið við Gud vár fann.

Ms.484

Jesu friður

Nýggj manningarmyndVit hava aftur fingið eina manningarmynd frá Fornminnissavninum. Um nakarkennist við hesar menninar, so hevði tað verðið áhugavert at hoyrt frá tykkum.

3350F3159

3350F03127

Tað er sannlíkt manningav Skálanes á manningar-myndini, sum vit høvdu íseinasta blaði.

Teir sum vit hava fingiðupplýst eru:

1.Thomas Thomasen,Miðvágur

2. Sigmund (Brest)Thomsen, Skúvoy.

3. ókendur4. ókendur5. Ziska Jacobsen,

Klaksvík.6. Elieseus Jacobsen7. ókendur8. Fredrik Mikkelsen,

Skúvoy.9. Petur Ziska, Klaksvík

10. Óli Joensen,hjá Dáva, Klaksvík.

11. Dia á Grømma12. Erik Lassen, Klaksvík

Fleiri av hesum vóru eis-ini við Ernestinu, sum fórá land í 1930, sum vitgreiddu frá í næstseinastablaði. Skálanes kom í stað-in fyri Ernestinu,og nógvirav monnunum fóru eisinivið Skálanes. Tí er sann-líkt, at enn fleiri á mynd-ini er av teimum við Erne-stinu, hóast aðrir eisinieru við. Tí vilja vit feginhava øll nøvnini á mynd-ini. Tí endurgeva vit teirav manningini á Ernestinu,sum talan kann vera um.Teir eru: Erik Lassen, EliEltør, Óli Martin Samuel-

sen, Ísak Justinussen, KajThomassen, Mikkjal PeturEliassen, Kristian K Kristi-ansen, Olaf Johannesenog Samuel Ellingsgaard.

J. Símun Hansengreiðir frá:Skálanes kom árið eftir, atErnestina var farin á land.Hon var bygd í Fecamp íFrankaríki og hevði samasnið sum tær norðfronskusluppirnar, ið fransmenngjøgnum langar tíðir høv-du í norð-Atlantshavi. Taðvar nú ikki so lætt hjá før-oyingum at byggja skip íFrankaríki. Lán fekst ikkiuttan til motorin, sumkeyptur varð í Danmark.

Men bílig vóru tey fronskuskipini. Hetta stóra skip(1600 skippund) kostaðibert kr.130.000 at byggja,og tá var motorurin uppií.Dávur í Gerðum, sum lathana byggja, førdi hanasjálvur í 9 ár. Síðan fór Óli,sonur hansara,hana.Í 1946fekk hon kuldagoymslurísettar til eini 25 tons avkalva. Harvið gjørdist taðmøguligt at goyma kalv-an, sum nógv var til av íGrønlandi, og økti hettatiltak væl um úrtøkuna.

Manning av �Skálanes�

Síða 23Nr. 340 - 14. apríl 2005

www.fiskimannafelag.fo

Internasjonale retnings-linjer for miljømerking avvillfanget fisk er nå utvik-let av Verdens matvareor-ganisasjon (FAO). Detteble vedtatt på det 26.møtet i FAOs fiskerikomi-té (COFI) i Roma i perio-den 7. til 11. mars.

- Det er positivt at for-brukerne ønsker å vite atden sjømaten de kjøperkommer fra bestandersom er bærekraftig forval-tet. En standardisering avmiljømerking er en godmåte å sikre forbrukerenskrav på kunnskap om pro-duktet, sier fiskeri- og kyst-minister Svein Ludvigsen.

Norske eksportører harmøtt økte krav om ådokumentere at produk-

tene kommer fra fiskebe-stander som er bærekraf-tig forvaltet. Dette gjeldersærlig i sentrale markederi Europa, som Storbritan-nia, Sverige og Tyskland.Et resultat av dette er enfremvekst av ulike privatemiljømerkeordninger.

Norsk fiskeriforvaltninghar arbeidet med dettesaksområdet i nærmere10 år. Gjennom ett tettsamarbeid med de øvrigenordiske landene i regi avNordisk Samarbeid hardet vært kontinuerlig akti-vitet for å fremme inter-nasjonale globale retn-ingslinjer. Den første kon-sultasjonen i FAO blearrangert etter norsk initi-ativ allerede i 1998.

Fiskeri- og kystdeparte-mentet har deltatt aktivt iekspertkonsultasjoner ogtekniske konsultasjoner iFAO for å lage internasjo-nale retningslinjer for mil-jømerker. Formålet er åbidra til at frivillige miljø-merkeordninger følger etsett med regler og at dekrav som stilles kun skalbidra til å sikre bærekraf-tig ressursforvaltning ut-en at ulike private firmaerhver med sine retningslin-jer gjennom miljømer-king ville bidra til konkur-ransevridning. Dette harvært særlig viktig forutviklingslandene.

- FAOs nye internasjona-le retningslinjer for miljø-merkeordninger, vil bidra

til at merkingen følger etsett med regler. Det betyrat offentlige og private mil-jømerkeordninger ikkeskaper unødige hindring-er for internasjonal han-del med sjømat, sier fiske-ri- og kystminister Lud-vigsen.

· På FAOs fiskeriminis-termøte den 12.marshadde fiskeri- og kystmi-nister Svein Ludvigseninnlegg om bistand tilgjenoppbygging av fiske-ri- og havbruksnæringen iland rammet av tsunami-en og ulovlig fiske i inter-nasjonalt farvann.

Se www.fkd.dep.no

FAO fiskerikomité godkjenner retnings-linjer for miljømerking av villfanget fiskHetta er eitt norsk tíðindaskriv um umhvørvismerking av fiski, sum vit endurgeva í upprunalíki.

Síða 24 Nr. 340 - 14. apríl 2005

Dómarin: Hví stjólst túsúkkluna úti við kirkju-garðin?

Pætur: Eg helt, at eig-arin var deyður.

*****

Hann: Segði tú nakað,góða?

Hon: Nei!Hann: So man tað

vera brandalarmurin.

*****

Bispurin vildi havaprestin at søkja starviðsum prestur í gegli-num, men presturinivaðist í, um hann núvar tann rætti til tess.

- Jú, tú ert júst tannrætti.Tá ið tú megnaðiat prædika kirkjunatóma í heimbygd tíni,megnar tú kanska eis-ini at prædika fongsliðtómt…!!

*****

- Sig mær, sært túnakran løgreglumannher í námindini?

- Nei, teir koma ikkium hesar leiðir.

- Tað er gott. Gevmær so mappu tína,meðni…!!!

*****

Gud skapti kvinnunauttan humoristiskansans, so hon skuldielska mannin og ikkiflenna at honum.

*****

Hvat dámar tær at verapensjoneraður?

Jú, ikki so galið, meneg sakni summarferiu-na og allar frídagarnar.

Seinasta leygardag skipaðiBátafelagið í Havn fyribjargingarroynd í Vágs-botni. Hetta felag er seravirkið. Tað hevur høli íVágsbotni, og tað ger sítttil, at Vágsbotnur skal verasjónligur eisini fyri siglar-ar, sum koma aðra staðnifrá. Hesir kunnu so eisininýta fasilitetirnar hjá Báta-felagnum sum t.d. vaski-maskina. Og so skipa teirfyri Bryggjudansi, har taðplagar at ganga lívliga fyriseg. Einaferð umhugsaðifelagið at gera sín egnalista til býráðsvali, sumskuldi virka fyri at bøtaum hjá bátaeigarum, menhenda ætlan varð slept.

Men teir hugsa eisinium trygd hjá sínum lim-um og annars hjá teimum,sum eru balast á sjónum.Seinasta leygardag skip-aðu teir fyri bjargingar-venjing, har tað bar til atsíggja hvussu tann ymiskaútgerðin verður nýtt. Herluttóku sovæl tyrla sumBrimil, og áhugin var baraheilt góður. Veðrið varkanska ikki av tí besta.Hetta avmarkaði møgu-leikarnar at fáa góðarmyndir men nakrar vórukortini.

Bjargingarroynd í VágsbotniKartni Olsen, formaður í Bátafelagnum og RasmusMagnussen frásøgumaður

Fitt av fólki til staðar.Her verður gummi-

bátur uppblástur.

Tað er eisini umráðandi at duga eldsløkking.

Norska fiskivinnublaðiðFiskaren man vera eitt taðstørsta fiskivinnublað yvir-høvur, í hvussu er í okkaraparti av heiminum. Blaðiðkemur út tríggjar ferðirum vikuna í uml. 10.000eintøkum.Eitt fitt tal kem-ur til Føroyar eisini. Áblaðnum starvast eini 30fólk, av hesum eru 13 tíð-indafólk. Ein stórur parturav tilfarinum er norskt til-far, sum ikki alt hevur einsstóran áhuga í Føroyum.Men so standa teir eisinifyri heimasíðuni Intrafish,har tað eisini er ein hópurav útlendskum tilfari. Intra-fish kemur eisini sumprentað útgáva á enskum.Fiskaren hevur eisinijavnan tilfar úr Føroyum.Júst nú er tað fiskivinnu-framsýningini í Havn fyrstí mai, sum hevur áhuga. Í

hesum sambandi hevurtíðindastjórin Geir BjørnNilsen verið í Føroyum,har hann hevur vitjaðstovnar og felag,sum havasamband við fiskivinnu-na, og tilfarið sum kemurburtur úr skal vera einpartur av lýsingini av fram-sýningini, har Noreg vælkemur at hava sín stóralut.

Í hesum sambandi varFiskaren eisini inni á gólvi-num hjá FF, har tosað varðum ymisk viðurskifti í sam-band við føroyska fiski-vinnu.Serligan áhuga hev-ur framvegis fiskidagaskip-anin hjá okkum. Umframtmunnliga frásøgn finguhann eisini tilfar á skandi-naviskum, sum lýsir bæðistøðna hjá fiskivinnuni yvir-høvur og um fiskidaga-skipanina. Dentur varð

lagdur á,at víst hevur skip-anin roynst væl og føroy-ingar vilja ikki vita av alt-ernativinum, nevniligakvotur. Men hinvegin ertað ikki bert gott. Berttað, at skal vera ein polit-iskur samgonguspurning-ur, hvussu stórt fiskidaga-talið skal vera sigur nakaðum, at tað er nakað sumhaltar við skipanini í fiski-dagaskipanini.

Ein slík vitjan er ein vátt-an um, at tað loysir seg athava tiltøk sum eina slíkaframsýning. Hetta gevurhøvi til at lýsa okkarastøðu uttanfyri landoddar-nar og kann eisini gevaokkum onkran íblásturuttani frá.

Meira fæst at vita umFiskaren á heimasíðuni:

www.fiskaren.no

FFiisskkaarreenn áávviittjjaann hhjjáá FFFF