Ársfrásøgn 2014 - felagið føroysk træseglskip

14
1 Felagið Føroysk Træseglskip Ársfrásøgn og Regattaroknskapur 2014 (5. roknskaparár)

Upload: visittorshavn

Post on 06-Apr-2016

246 views

Category:

Documents


3 download

DESCRIPTION

Ársfrásøgn framløgd og góðkend á aðalfundi tann 28. november 2014.

TRANSCRIPT

Page 1: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

1

Felagið

Føroysk Træseglskip

Ársfrásøgn

og

Regattaroknskapur

2014

(5. roknskaparár)

Page 2: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

2

KUNNING UM FELAGIÐ: Felagið: Felagið Føroysk Træseglskip

v/Hans Eli Hansen, nevndarformanni

Traðagøta 27, 700 Klaksvík.

Tlf.: 456661 & 756661 – teldup.: [email protected]

Stovningardagur: 20. November 2009

Roknskaparár: 1. oktober til 30. September.

V-tal: 591.777

Heimasíða: www.traeseglskip-fo.com

Facebook www.facebook.com/foroyaregatta

Teldupostur: ein av nevndarlimunum, sí niðanfyri

Peningastovnar: BANKNORDIK 6460-0003605290

NORÐOYA SPARIKASSI 9865-9865726

Nevndin: Hans Eli Hansen, formaður

Tlf.: 456661 & 756661 – teldup.: [email protected]

Gudmund Jacobsen, næstformaður

Tlf.: 374486 & 230500 - teldup.: [email protected]

Arnbjørn Egholm

Tlf.: 585837 - teldup.: [email protected]

Jens Marius Poulsen

Tlf.: 210185 – teldup.: [email protected]

Emil Simonsen

Tlf.: 361640 & 217823 – teldup.: [email protected]

Tiltakslimir: Bjarni Heinesen

Tlf.: 283776 – teldup.: [email protected]

Jóannes Eidesgaard

Tlf.: 599800 – teldup.: [email protected]

Kassameistari: Jens Marius Poulsen, kassameistari

Emil Simonsen, vara kassameistari

Grannskoðarar: Bjarni Heinesen

Hávarður Enni, – teldup.: [email protected]

Skrivari: Jens Marius Poulsen

Ársfrásøgn framløgd og góðkend á aðalfundi tann 28. november 2014.

Jens Marius Poulsen

fundarstjóri

Page 3: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

3

NEVNDARFRÁGREIÐING 2014

Endamál felagsins:

Er at virka fyri at eldri træseglskip og eldri føroyskir bátar, - eldri enn 50 ár, - sum hava serstakt

siðsøguligt eyðkenni og virði, og sum ætlanin er at sigla við í framtíðini - verða varðveitt við atliti til

tann siðsøguliga mentanararv tey eru. Ásannast má, at tey í veruleikanum eru flótandi fornminni

fyri okkara samfelag sum fiskivinnutjóð, hvørs lívsgrundarlag hevur verið og framvegis er á

sjónum.

Felagið virkar fyri, at ung sum gomul læra at fremja góðan sjómansskap umborð á eldri

træseglskipi ella føroyskum báti, har dentur verður lagdur á gott viðlíkahald og góða kunning um

trygd á sjónum.

Felagið vegleiðir og stuðlar teimum limum, sum sjálvbodnir arbeiða við at varðveita eldri

træseglskip ella eldri føroyskar bátar.

Umbyggingar eiga í mest møguligan mun at verða førdar aftur til tað upprunaliga og lúka krøv frá

Føroya Skipaeftirliti. Dentur skal leggjast á, at tað er gott handverksarbeiði, sum gjørt verður.

Limir:

Limatalið er umleið 800 kring landið.

Felagið hevur teldusamband við áleið ein fjórðing av limunum. Teldusambandið verður brúkt til at

senda limunum kunning og boð, og tað er sjálvandi óheppið, at vit ikki náa øllum limunum, men

tað ber til at fáa boð og kunning til allar limir, um teir lata nevndini teldupostadressur og minnast til

at boða frá, tá adressur verða broyttar.

Heimasíða

Heimasíðan – www.traeseglskip-fo.com

Skal nytta fáast úr heimasíðu, skulu góð fólk røkja hesa. Vit í nevndini ivast ikki í, at vit hava limir,

ið vilja átaka sær røktina!

Virksemi/hendingar í ár:

Tíðin, tá skip og deksbátar hava loyvi at sigla við ferðafólki, er frá apríl/mei til endan á september.

Hetta er tíðin, har størsti parturin av inntøkunum skulu vinnast. Ymiskt er, hvussu hevur vignast.

Í summar var Johanna túr í Oslo, Dragin í Hetlandi og Orknoyggjum og Westward Ho í

Orknoyggjum og Norra. Túrarnir vóru sera væleydnaðir.

Annars hava skip og bátar siglt smátúrar í heimasjógvi við ferðafólki og skúlabørnum.

Nevndarfundir:

Nevndin hevur síðan síðsta aðalfund havt fýra nevndarfundir, 22. november, 9. januar, 5. februar

og 22. oktober í Tórshavn. Frásagnir eru sendar limunum.

Page 4: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

4

Føroya Regatta 2014:

Fyrireikingin:

Nevndin hevði fund við Hvalbiar Kommunu, Sunda Kommunu, Runavíkar Kommunu og

Tórshavnar Kommunu (Nólsoy) um tilrættalegging av regattaini í 2014.

Í ár gav Miðlahúsið eitt Regattablað út, sum varð lagt inn í Vikublaðið, og sum kom í hvørt hús í

Føroyum. Eisini vórðu stórir bannarar hongdur tvørtur um Tórsgøtu, Niels Finsensgøtu og

Áarvegin í Havn – tað riggaði bara væl. Annars vóru tær vanligu plakatirnar hongdar upp á

kunningarstovum og øðrum egnaðum støðum kring alt landið.

VisitTórshav (Tórshavnar Kunningarstova) gjørdi okkum eina heimasíðu á facebook við nógvum myndum frá Føroya Regatta. Tey stóðu eisini fyri søluni av ferðaseðlum. Hetta lætti nógv um fyrreikingararbeiði hjá nevndarlimum.

Siglingin:

Regattasiglingin 2014 var frá 3. til 6. juli; siglt varð fram við bygdum øki.

Byrjað varð við komu á Hvalba, hósdagin 4. juli, haðani siglt varð til Hvalvíkar dagin eftir,

fríggjadagin 5. juli. Leygardagin 6. juli varð siglt á Runavík, men ávegis varð steðgað í Nólsoy kl.

13 til kl. 16.

Regattasigling varð aftur í ár nakað darvað av illveðri – væl av vindi áðrenn siglingina. Illveðrið

hevði við sær, at nakrir av smáu deksbátunum ikki hættaðu sær um Suðuroyarfjørð og at okkurt

skip kom seinri.

Annars kann sigast, at verðið var við okkum restina av regattasiglingini, nærmast stilli.

Langi túrurin av Hvalba til Hvalvíkar gekk væl, teir staðkendu í Suðuroyarfirði komu fyrst á

Dalsfles. Siglt varð norður um Skálhøvda, áðrenn lagt varð móti Borðini, har restin av

regattaflotanum kom uppí.

Siglingin norður á Hvalvík eydnaðist væl. Bilar á sundalagsvegnum steðgaði á, myndatólini vórðu

nógv brúkt, hetta sást á nógvu blitsunum.

Page 5: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

5

Hornorkestur spældi meðan skip og bátar løgdu at í trongu havnini í Hvalvík, men hjálparbátarnir

fingu flotan væl at og frá bryggju.

Stuttu túrarnir til Nólsoyar og Runavíkar gingu væl. Í Nólsoy hjálpti Skúmarin flotanum at og frá

bryggju. Kl. 16 var siglt norður á Skálafjørðin.

Regattaflotin lá serliga væl í formatión, tá komi varð inn um Saltnes, siglt varð inn á fjørðin, har

harmonikuleikararnir Sverri & Bjarti komu umborð á fremsta skipið og spældu við millumbilum,

meðan siglt varð til bryggju. Nevnast skal, at Johanna, sum hevði øll 6 segl uppi, var serliga flott á

at líta.

Skipini løgdu at í Runavík kl. 19, meðan hornorkestur spældi. Tað var ein vøkur sjón, at síggja øll skipini liggja ”på rad og række” við longu bryggjuna í Runavík. Siglt varð heim í besta veðri, - skip og bátar byrjaðu at loysa um 10 tíðina, kl. 11 vórðu øll farin.

Allar kommunurnar høvdu gjørt nágreinilga atløguætlan og skipa havnarløgini avbera væl.

Í regattaroknskapinum sæst hvørji skip luttóku.

Á bryggjunum:

Í Hvalba beyð borgarstjórin, Trúgvi Gudmundarson, vælkomin, hóast nógvi vindurin hevði blást tjaldið á bryggjuni um koll kvøldið fyri, so neyðugt var at flyta alt tiltakið vestur í Roynhøllina, høvdu vit eitt sera hugnaligt kvøld í Hvalba. Tey sum tóku av tilboðnum um at vitja í kolaminuni, fingu eitt stórt upplivilsi.

Page 6: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

6

Í Hvalvík beyð Heðin Zachariasen, borgarstjórin vælkomin. Í stóra tjaldinum bar til at keypa mat

og drykkivørur, har varð skipað fyri felagssangi og føroyskum dansi, har Eysturoyar dansifelag

skipaði. Regattatiltakið enda við dansi, har Bridge spældi.

Í Nólsoy beyð Jógvan Arge, formaður fyri mentamálanevndi, vælkomin. Tá øll skipini høvdu lagt

at, varð skipa fyri ymiskum á bryggjuøkinum, mikil gangur var, tá sjórænarar royndi at ræna

konufólk. Men seinri bóru sjórænarar og konufólk skipunum matpakkar og okkurt leskiligt afturvið.

Góður tónleikur frá Kim Hansen, band ljóðaði um alt økið.

Steðgurin vardi bert 3 tímar, men tað var avgjørt ein sera hugnalig løta í góðveðrinum.

Í Runavík beyð Arnfinn Langgaard, formaður í vinnu- og havnanevnd, vælkomin. Dan Reinert Petersen, lærari og sjómaður, flutti fram røðu. Fólkasangarin Kári Sverrisson undirhelt við sangi, togtogan var á bryggjuni, har Johanna, sum ikki einaferð, vann steyp til ognar. Í stóra tjaldinum spældu Fourmen til dans, men inn í millum var “PrixRunavík” – sangkapping ímillum manningarnar, her vann Johanna eisini steyp til ognar.

Page 7: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

7

Lýsingar:

Regattatiltakið varð lýst á ymiskan hátt í og á:

Nemakalendaranum.

VisitFaoeIslands.

Plakatum um alt landið.

Bannarum í Tórshavn.

Heimasíðu - www.traeseglskip-fo.com.

Facebook - www.facebook.com/foroyaregatta.

Lýsingum í fjølmiðlum, sum kommunurnar stóðu fyri.

Við samrøðum í útvarpssendingum.

Beinleiðis samrøðum í tíðindasendingum, meðan siglt varð.

Við millumsendingum í Sjónvarpinum.

Í Vikublaðnum, mánadagin fyri regattasiglingina, varð ljós varpað á Føroya Regatta

tiltakið, við greinum um skipini og deksbátarnar. Innsløgum frá borgarstjórum um

kommunurnar, tiltøk o.a. Lýsingin av nær siglt var, var pakkað inn í tær ymsu

greinirnar, og harvið heldur ringt at fáa samling á. Hetta royna vit at fáa betur, annars

eru vit øll fegin um tiltakið í Vikublaðnum, sum reiðiliga fekk boðini um

regattasiglingina í hvørt húsarhald.

Stuðlar:

Aftur í ár stuðlaðu kommunur við at keypa ferðaseðlar ella veita stuðul.

Úr Suðuroynni fingu vit stuðul frá Hvalbiar-,og Tvøroyrar kommunum.

Úr Streymoynni og Eysturoynni fingu vit stuðul frá Tórshavnar-, Sunda- og Runavíkar kommunum.

Herumframt seldu vit ferðaseðlar í kunningarstovum og á bryggjum.

Ásannandi, at nøkur skip og bátar skulu sigla langt fyri at luttaka, mælir nevndin til at býta avlopið

millum skip og bátar soleiðis, at øll brenniolja verður endurgoldin av óbýttum, og at restin verður

býtt í mun til stødd/longd og siglingartein millum regattahavnir, eins og gjørt er higartil.

Vit takka hjartaliga fyri veittan stuðul.

Í roknskapinum sæst, hvussu nógv hvørt luttakandi far fær.

Endi:

Á øllum bryggjum var hópur av fólki, sum tóku ímóti og vitjaðu umborð, opið skip var í tveir tímar.

Skipað varð fyri spurnakapping fyri børn, vinningur var ein fløga við hóskandi tónleiki og sangi.

Ein fekk tað kenslu, at vit eiga at vera ernir av og gleðast yvir, at vit eiga so frægt av gomlum

bátum og seglskipum, og hetta styrkir okkara sannføring um, at vit eiga at royna at varðveita

hendan mentanararv fyri komandi ættarliðum í Føroyum.

Vit takka Jonhard Danielsen fyri myndir.

Samanumtikið kunnu vit siga, at tað var ein sera væleydnað regatta í 2014.

Føroya Regatta 2015:

Ætlanin er at samla skip og deksbátar til regattasigling fríggjadagin 3. og leygardagin 4. juli á Eiði

og í Sørvági. Fyrireikandi fundir hava verið við umboð fyri kommunurnar.

Page 8: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

8

Á veg norður eftir er ætlanin, at okkurt av skipunum leggur inn í Leirvík, so ferðafólk kunnu sigla

við norður til Eiðis.

Eiði fær vitjan úr grannalondum, hetta er afturvendandi vinbýarsamstarv gjøgnum Norrøna Felagi.

Tey fara at virka fyri, at hava hetta tiltakið um sama mundið sum Føroya Regatta.

Sørvágur skipar fyri tiltøkum næsta ár – 2015 - , nú 100 ár eru liðin síðan kommunan gjørdist

sjálvstøðug. Í Sørvági ætla tey, at Føroya Regatta skal verða eitt av fólksligu tiltøkunum.

Fyribils er skráin hendan: Fríggjadagin 3. juli: Skip og bátar sigla norður til Eiðis. Okkurt av skipunum leggur at í Leirvík eftir ferðafólki. Møtast út fyri Tjørnuvík áleið kl. 18. Sigla í formatión inn til Eiðis og leggja at bryggju kl 19.

Leygardagin 4. juli: Siglt verður vestur á Sørvág, - leggja at bryggju kl. 19.

Sunnudagin 5. juli: Møguliga verður okkurt norðurlendskt tiltak í Tórshavn, - so møguliga verður lagt inn á Havnina í nakrar tímar, áðrenn skipini stevna heim aftur.

Føroya Sjómannadagur 2014 og 2015:

2014 Dragin bjóðaði aftur í ár øllum træseglskipaflotanum vælkomnum til Føroya Sjómannadag,

har træskipini settu sín serliga dám á hátíðarhaldið.

Skip og bátar vóru sum vanligt opin fyri gestum at vitja umborð. Klaksvíkingar vóru, sum vant,

blíðir at vitja.

Um kvøldi skipaðu dragamenn fyri samkomu fyri øllum træskipamanningunum. Har varð borreitt

við góðari suppu, sungið varð úr Draga-sangheftinum og sagt varð frá stuttligum hendingum, m.a.

greiddi Arni Brattaberg frá túrinum hjá Johannu til Nordisk Kystkulturstevnuna í Oslo.

2015 Á fyrireikandi fundum við Klaksvíkar kommunu og umboðum fyri Føroya Sjómannadegi hava vit umrøtt, at best er, at seglskipini í framtíðini sum vanligt koma á Klaksvík til árliga Sjómannadagin og vera víst fram fyri almenninginum. Óneyðugt er tí bæði at hava Føroya Regatta og Føroya Sjómannadag í Klaksvík, tí tað verður ov nógv; hetta eru partarnir samdir um.

Arbeitt verður fyri, at skipini framyvir skulu fáa stuðul til olju og rakstur frá Føroya Sjómannadegi, tí hetta kemur í staðin fyri Føroya Regatta, sum fær stuðul til regattasiglingina.

Tiltøk í vetur:

Meðan skipini liggja í vetur fara menn og kvinnur aftur í holt við umvælingar o.a.

Nøkur skip skipa fyri hugnaløtum, har limir/stuðlar hittast til góðan kaffimunn, hugnaligt prát o.a.

Tann sosiala samveran hevur eisini stóran týdning fyri tað sjálvbodna arbeiðið uppá skipini um

veturin, - tað skal bæði verða hugnaligt og stuttligt at hava hetta sum frítíðarítriv.

Aðrar ætlanir 2015:

Onkur skip ella bátar hava óivað ætlanir um at fara túr til eitt av grannalondunum – dragamenn

skjóta upp, at fleiri skip gera túr til Ålesund, har Tall Ships Race skip vitja 15. juli. Westward Ho fer

til Reykjavíkar fyrsta vikuskifti í juni, har Hátíð Hafsins er, og avtala millum Reykjavík og Tórshavn

er um at koma 3. hvørt ár.

Page 9: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

9

Limir eru vælkomnir við hugskotum í sambandi við endamálsgrein felagsins, sum styrkja

samanhaldið og forstáilsi millum limir, myndugleikar o.o.

Uppskot um býti av stuðli millum umvæling og rakstur í 2014: Á nevndarfundi 9. januar 2014 viðgjørdi nevndin løgtingsstuðulin og var samd um at mæla mynduleikunum til at býta stuðulin soleiðis, at fullur stuðul (40%) verður latin til rakstur, tí hetta er besta loysnin fyri skipini.

Viðvíkjandi umvælingum, metti nevndin, at kunngerðin ”vendir” skeivt. Savnsmynduleikarnir skulu sjálvandi lata stuðul til dokumenteraðar útreiðslur, men hvør torir at fara í holt við umvælingar uppá væntaðan stuðul? Vit, ið varða av flotanum, vita at roknast kann ikki við stuðli, fyrr enn Løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina. Tí mæla vit staðiliga til, at stuðul til umvæling verður latin til tað, ið gjørt er í 2014 og kann skjalprógvast, tí lítið og einki er gjørt í 2013 vegna væntandi eginpening og stuðul.

Uppgávan hjá Felagnum Føroysk Træseglskip i hesum sambandi er, at at fáa ” reiðaríini” at samskipa umvælingar soleiðis, at kostnaðurin fyri umvælingar samsvarar við fíggjarmøguleikarnar, t.e. eginfígging og landsstuðul.

Samtykt varð eisini á fundinum at gera eina lýsing av, hvørjar umvælingar skulu gerast, og nær tað ber til at seta hesi í verk. Formaðurin hevur gjørt eitt uppskot til skjal, ið lýsir tørvin hjá hvørjum skipið sær, og at samskipa innkomnar upplýsingar.

Stuðulslógin: Løgtingsstuðulin er hækkaður til 600.000 kr.

Áftan á aðalfundin í fjør fingu vit tey góðu tíðindi, at løgtingið hevðið viðtikið at hækka stuðulin til

mentanarsøgulig skip við 200.000 kr, t.v.s. at samlaða jattanin fyri 2014 fór at vera íalt 600.000 kr.

Tíðindaskriv var sent út til limir felagsins umhækkaða løgtingsstuðulin.

Í skrivi frá Søvn Landsins (Andras Mortensen) hin 19. septe,ber 2014 verður sagt frá, hvussu stuðulin skal býtast í 2014 (dokumenteraðar umvælingarútreiðslur):

M/B Thorshavn fær 40.721, - kr (60%) til Sprýd, klyvara og fokku.

M/B Amadeus fær 25.800, - kr til tilfar til útskifting av rotskaddum bondum.

M/B Norðlýsið fær 130.206, - kr. Til fokkumastur (formastur) og rigning.

Tilsamans 196.726, - kr.

Verndarætlan fyri hvørt skip: Ætlanin er at nýta verndarætlanina, sum er gjørd fyri M/B Thorshavn, sum fyrimynd. T.v.s. at gerast skal ein støðulýsing og raðfesting fyri hvørt skip, sum er í verndarskipanini.

Ætlanin er, at Gudmund Jacobsen og Sjúrður Samuelsen saman við Søvn landsins sum skjótast skulu gera eitt skema, sum kann nýtast til eina fyribils støðulýsing.

Bíligari tryggingar: Nevndin hevur roynt at kanna møguleikan fyri at fáa bíligari tryggingar fyri gomlu skipini.

Upprunaliga stuðlaði Tryggingarfelag Føroyar varðveitingarverdu skipunum við ókeypis tryggingum, men so uml. 2003 broyttu teir tað til at krevja fult tryggingargjald.

Page 10: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

10

Vit hava havt fund við Tryggingarfelag Føroya og greiddu teimum frá okkara støðu, og um møguleiki var hjá tryggingini aftur at stuðla skipumun, antin við bíligari trygging ella fíggjarligum stuðli á annan hátt. Teir lovaðu at vit skuldu fáa eitt skrivligt svar. Vit hava ikki fingið nakað skrivligt svar frá teimum enn.

Nordisk Kystkultur:´

Í døgunum frá 17. – 20. juli skipaðu teir fyri seglskipastevnu v.m. í Oslo. Hendan stevnan var í

Húsavík í Íslandi í 2011, í Ebeltoft í 2012, í Karlskrona í 2013 og í Oslo í ár. Hini árini hevur

hendan stevnan verið, tá vit hava havt regattasigling, - so tað hevur passa illa hjá okkara skipum.

Ætlanin er, at stevnan skal vera í Álandi í 2015, møguliga í Føroyum í 2016, og í Grønlandi í 2017.

Meira kunning um hetta verður á aðalfundinum.

Page 11: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

11

NEVNDARÁTEKNING: Nevndin, ið hevur ábyrgdina av ársfrágreiðingini, hevur í dag viðgjørt og samtykt ársfrásøgnina við

leiðslufrágreiðingini fyri 2014 hjá Felagnum Føroysk Træseglskip.

Ársfrágreiðingin er sett upp samsvarandi ásetingum í viðtøkum felagsins.

Regattaroknskapurin er uppsettur sambært skjølum felagsins.

Tað er okkara fatan, at nýtti roknskaparháttur er hóskandi fyri virksemið felagsins viðvíkjandi

regattatiltakinum.

Eftir okkara fatan lýsir ársfrágreiðingin rættvísandi tey viðurskifti, ið verða umrødd.

Umborð á Westward Ho, 28. november 2014.

Nevnd:

Hans Eli Hansen, formaður

Gudmund Jacobsen, næstformaður

Jens Marius Poulsen, skrivari/kassameistari

Arnbjørn Egholm, nevndarlimur

Emil Simonsen, nevndarlimur

Page 12: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

12

Átekning frá valdu grannskoðarunum:

Til limirnar í Felagnum Føroysk Træseglskip

Vit hava grannskoðað ársroknskapin hjá Felagnum Føroysk Træseglskip fyri 1. oktober 2013 til

30. september 2014 við leiðsluátekning, rakstrarroknskapi og fíggjarstøðu, roknskapurin er førdur

á excel rokniarki.

Ábyrgd nevndarinnar av ársfrásøgnini:

Nevndin hevur ábyrgdina av at gera ein ársroknskap, ið gevur eina rættvísandi mynd av inntøkum,

útreiðslum og ogn & skuld felagsins.

Okkara ábyrgd:

Okkara ábyrgd er at gera eina niðurstøðu um ársroknskapin, sum ikki er umfatandi. Vit hava

kannað inntøku- og útreiðsluskjøl, kontoavrit frá peningastovnum og kassapening.

Tað er okkara fatan, at vit hava fingið nøktandi grannskoðaraprógv, ið kann vera grundarlag undir

okkara niðurstøðu.

Grannskoðanin hevur ikki givið orsøk til fyrivarni.

Niðurstøða:

Tað er okkara fatan, at ársroknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av felagsins ognum, skyldum

og fíggjarligu støðu 30. september 2014, og av úrslitinum av regattasiglingini.

Tórshavn, tann 28. november 2014

Bjarni Heinesen Hávarður Enni

Page 13: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

13

REGATTAROKNSKAPUR

1. oktober 2013 til 30. september 2014

RAKSTRARROKNSKAPUR

t.kr.

2014 2013

Inntøkur:

Kommunur - keyp av ferðaseðlum og stuðul 59.200 60 Ferðaseðlar - seldir á Kunningarstovum og umborð 7.650 4

Vinnurekandi – stuðul 0 10

Inntøkur tilsamans 66.850 74

Útreiðslur:

Skrivstovuhald/bankakostnaður 1.249 0 Heimasíða 987 0 Marknaðarføring - videoupptøkur/myndir o.a. 8.753 2 Annað 1.643 0 Útreiðslur tilsamans 12.632 2 Avlop 54.218 72 Nevndin mælir til hetta býti:

Marknaðarføring og annað 4.218 2

Býta til brenniolju av óbýttum sambært

mettari nýtslu.

Býta restina í mun til skipastødd/longd/sigling.

Hvørt skip/bátur fær:

Johanna 8.773 Westward Ho 7.946 Norðlýsið 6.607 Dragin 5.567 Thorshavn 6.515 Norðan 3.413 Fram 2.079 Heimdal 2.413 Fifie of Sand 4.387 Høgna Jákup 2.300 50.000 70 54.218 72

Page 14: Ársfrásøgn 2014 - Felagið Føroysk Træseglskip

14

Status 30. 09. 2014 t.kr.

2014 2013

OGN Kassi 766 3 Banknordik - 6460-0003605290 50.473 33 NORÐOYA SPARIKASSI - 9865-9865726 45.519 58 Ágóði hjá stuðlum 9.750 16 Ágóði hjá Norðlýsinum 0 2 Ogn samantalt 106.508 112 Skyldur Lagt út fyri rokningar 8.842 Avsett til útlutan: Framflutt primo 70.035 Avroknað stuðul 68.262 Avsett 50.000 51.738 70 Eginogn: Framflutt primo 41.709

Avlop ÷ útlutan 4.219 45.928 42

Skyldur samantalt 106.508 112 Skipanavn Skipslongd Regattasigling Johanna 26 Allan teinin Westward Ho 26 Allan teinin Norðlýsið 21 Allan teinin Dragin 19 Allan teinin Thorshavn 20 Allan teinin Norðan 13 Allan teinin Fram 13 Nólsoyarfjørður – Runavík Heimdal 11 Nólsoyarfjørður – Runavík Fifie of Sand 16 Allan teinin Høgna Jákup 11 Nólsoyarfjørður – Runavík Skipanavn Brenniolja Stuðul Íalt Johanna 4.646 4.126 8.772 Westward Ho 3.819 4.126 7.945 Norðlýsið 3 274 3.333 6.607 Dragin 2.552 3.015 5.567 Thorshavn 3.341 3.174 6.515 Norðan 1.350 2.063 3.413 Fram 518 1.562 2.080 Heimdal 1.091 1.322 2.413 Fifie of Sand 1.848 2.539 4.387 Høgna Jákup 979 1.322 2.301 23.418 26.582 50.000